Archive for the ‘valagn’ Tag

Eftirløn ella bara meiri skattaok?

Í sambandi við at sonevnda nýskipanaruppskotið um eftirlønaruppsparing loksins er lagt fyri tingið, haldi eg tað vera viðkomandi at seta nakrar spurningar?

Nú vita vit jú, at tað føroyska almenna als ikki kennir sær nakra sum helst forðing, tá ið talan er um at gera seg inn á privatbúskapin hjá fólki. Hetta hevur vundið so nógv upp á seg hesi seinastu árini, at ongin, og serliga ikki tey, sum hava eina miðalinntøku, kunnu kenna seg trygg. Tey vita, at tað verða tey, sum í seinasta enda koma at gjalda fyri tey, sum eru veikari (hetta er samhaldsfesti), men eisini fyri tey, sum eru sterkari (eg kenni ikki annað orð fyri hetta enn eyðræning – 2% eykaskattur ella ei). Tað eru serliga hesi við miðalinntøkunum, sum so dánt klára seg og sítt, sum vera noydd at gjalda fyri skeivan politikk við minni vælferð (kanska tí at tey enn hava ráð). Skattir oman á skattir, brúkaragjøld og løntakarafíggjaðar vælferðartænastur (sum tað almenna enntá fær vinning burturúr). Hetta saman við heimsmeti í prísum og einum brúkaraveldi, sum er fullkomiliga maktarleyst.

Vit kunnu kanska siga, at hetta er lívsins gongd, og at hetta fyri sovítt er logikkurin í eini sosialdemokratiskt skipaðari valagnsvælferð fíggjað við skattaoki, har vanligt fyrilit og virðing fyri rættindum hjá borgarunum er ein býur í Russlandi. Tosað verður viðhvørt við hátíðarligum andlitsbráði um søgulig rættindi, men tá talan er um privatbúskaparlig søgulig rættindi hjá fjøldini (sosiala kontraktin), tá merkja hesi rættindi bara søguliga rættin hjá tí almenna at knokkroyta fólk, tvs. senda rokningina fyri skeivan fíggjarpolitikk og atgerðarloysi hagar rokningin kann innheintast, nevniliga frá miðalinntøkunum, men so sanniliga, tá ið grammleikin ikki kennir sær mát, eisini til láginntøkur, einligar mammur og fátækar pensjónistar o.l.

Eitt sum eg haldi vera serliga áhugavert at fáa svar uppá, nú henda tvangsuppsparingin til eftirløn verður sett í verk, er:

1) er tað bara tann uppsparing til eftirløn, sum fakfeløgini hava staðið fyri, við at gera avtalur við almenna og privata arbeiðsgevaran, sum nú beinanvegin skal mótroknast í fólkapensjónini, og sum samstundis skal skattast sum vanlig inntøka? Ofta er talan um smærri upphæddir, men sum kortini viga nógv í einum sperdum húsarhaldi.
Merkir hetta í grundini ikki, at henda eftirlønin, sum er uppspard ígjøgnum eitt langt áramál (tvs. langt áðrenn nøkur pensjónsnýskipan var komin undir land), kemur undir eitt øgiligt skattatrýst? Og halda fakfeløgini, at hetta er í lagi?
 

2) er onnur inntøka, so sum vanlig lønarinntøka, pensjónir hjá løgtings- og landsstýrismonnum, kapitalinntøka v.m. undantikin hesum frádráttinum í fólkapensjónini?

At fáa svar upp á hesar spurningar hevur týdning hjá temum, sum skjótt røkka pensjónsaldur (tey komandi 5-10 árini), tí tey hava ikki stundir at byrgja upp fyri inntøkumissinum, sum tey fáa av ætlaðu pensjónsnýskipanini. Men svarið er ikki minni áhugavert hjá einum, sum roynir at fáa skil á muruni í føroyskum politikki í 21. øld.

Tað kann væl vera, at eg havi misstikið meg, tí eg, eins og nógv onnur, havi ikki havt stundir at konsekvensrokna hetta nýskipanaruppskotið, tíansheldur seta meg nóg væl inni í uppskotið sum heild. Uppsparingarparturin er í sjálvum sær einfaldur og kundi verið konstrueraður av einum 3-floksnæmingi ein seinnapart. Tað meira avgerandi er tann parturin av uppskotinum, sum skal minka undirskotið á fíggjarlógini ella tað, sum í so nevtralt verður nevnt mótrokningin.

Trupulleikin við hesum pensjónsuppskotinum er, at tað jú er eitt tyss-tyss uppskot, sum fyrst og fremst skal bjarga landskassanum (ja, og kanska landinum), og júst og bara í hesum liggur sosiala aspektið í uppskotinum. So vita vit hóast alt, at tapið, sum vit fara at fáa av hesum uppskoti, fer til eitt gott endamál!
Men nakað konkret innlit í avleiðingar av uppskotinum upp á stutt, men eisini upp á langt sikt, fært tú ikki. Hetta eru jú eisini grýlutíðir.

Men eitt er vist, tað man neyvan vera nakað land, sum mennist og trívist við at vanvirða sínar borgarar. Og við støðuni, sum hon er í Føroyum í løtuni, so vænti eg mær heldur ikki svar upp á omanfyri nevndu konkretu spurningar. Vónandi tekur onkur politikari teir tó við í sína viðgerð av uppskotinum.

Okur vilja hava Eik

Eg veit ikki, um tað undrar onnur, men tað undrar í hvussu er meg, at líka síðan Eik fór fyri bakka, hevur okkara fíggjarmálaráðharri eina og aleina havt eyguni eftir BankNordik. Vit mugu ikki fáa bankamonopol! Vit mugu vera ansin, nú BankNordik ætlar sær at vera við í bjargingini av Eik! Landsstýrið skal tryggja, at Eik framvegis sleppur at varðveita tann størra marknaðarpartin í føroyska fíggjarheiminum!
Ja, tú kanst ikki halda annað enn, at tað er BankNordik sum er bartrogið og Eik eingilin.

Eg haldi hinvegin, at tað eru munandi fleiri grundir til at umhugsa, hvat tað var sum gjørdi, at Eik fór á heysin, enn tað eru grundir til at landsstýrið skal blanda seg upp í raksturin av BankNordik. Tí tað má hóast alt vera av lagnuni hjá Eik Banka, at vit skulu læra, hvat tú ikki eigur at gera, um tú ikki vilt seta fíggjarliga støðufestið upp á spæl.

Í staðin er landsstýrið farið at veita sálarliga kreppuhjálp og spæla jólamaður ella Spider-Man. Ja, tað er ikki ov nógv sagt, at landsstýrið nú er ein aktivur partur á føroyska fíggjarmarknaðinum, sum blandar seg upp í allar smálutir og leggur seg út í kappingina á ein hátt, sum kanska í eitt longri áramál fer at forða fyri eini tillaging í føroyska fíggjarheiminum. Og hetta kann møguliga eisini oyðilegga dynamikkin í vnnulívinum sum heild. Og hví man tað vera, at landsstýrið nú beinleiðis tosar niður til fólk?

Landsstýrið eigur undir ongum umstøðum at dansa til svikaliga tónleikin hjá Fíggjarligum Støðufesti, men heldur uppføra seg sum ein stjórn eigur at gera.

Sjálvandi skulu vit hugsa um tey, sum kunnu koma illa fyri fíggjarliga, tey, sum kanska óneyðugt missa arbeiði o.s.fr. Men máti skal vera við klossutum atburði.

Kanska landsstýrið eisini fer at krevja, at uttan mun til hvør tekur yvir bankan, sum fór á heysin, so skal bankin í hvussu er rekast víðari undir navninum Eik.

Við vón um betri tíðir

Landið er í fíggjarknípu, ongin ivi um tað. Tað almenna kostar meira, enn fólkið hevur ráð at gjalda, í øllum førum, soleiðis sum gjaldskipanin er sett saman í dag. Fólk gjalda ein lutfalsliga ovurstóran part av teirra lønarinntøku til tað almenna (sum skattir og avgjøld), og hóast vit hava ein ávísan progressivitet í skattaskipanini, so eru skattur og avgjøld ein alt meiri tyngjandi byrða fyrst og fremst hjá teimum lág- og miðalløntu, sum nóg illa fáa endarnar at røkka saman. Og hóast vit gjalda nógv fyri tær, so eru almennu tænasturnar kortini als ikki nøktandi.

Beinleiðis fátækradømi er tað ilt at fáa eyga á, og nógv tykjast liva eina glæstritilveru í stórum sethúsum og hava ráð til fínar bilar, dýrt innbúgv, flatskermar og frítíðarferðir. Vit vita sjálvandi ikki, hvussu nógv tey skylda.
So út frá hesi sannroynd, skuldi tað uttan iva borið til at kroyst sitrónina nakað væl enn, áðrenn samfelagið hoknar undir byrðuni og smokkar saman.

Tosað hevur verið um at breiðka skattagrundarlagið, men tað, vit hava sæð higartil á hesum øki, er nærum láturligt. Fleiri avgjøld merkja ikki breiðari skattagrundarlag, men eru onki annað enn ein beinleiðis skerjing av tøku inntøkuni hjá fólki, og hetta merkir minni keypiorku, sum so aftur ávirkar eitt nú mvg-inntøkurnar hjá tí almenna. Talan er sostatt um at flyta pengar úr einum pungi í annan, ella sum í tekningini hjá Storm P. av hundinum, sum fekk sín egna hala til døgurða.

Vit kundu sjálvandi sagt, at rættast var at vit fingu samfelagið á føtur aftur við íverksetan, vinnuframa og skipanarreformum av tí almenna. Men spurningurin er, um ikki viðurskiftini millum tað almenna og restina av samfelagnum eru farin so av lagi, at tað í stóran mun er brúk fyri sterkum og skjótt virkandi heilivági, skal sjúklingurin –  og her hugsa vit serliga um tað almenna – ikki leggjast heilt fyri ella doyggja.

Ígjøgnum árini er vaksin fram eitt alt meiri umfatandi patron-klient-samband í flestu framkomnu vælferðarsamfeløgum, og ikki bara í Føroyum. Hvat man ikki øll hesi árini vera snikkað saman til tess at veita hesum ella hasum áhugabólkinum eina ella aðra veiting. Ofta er talan um smápengar, men í onkrum føri um stórar upphæddir, sum verða veittar til tess at dyrka eitt samband sum byggir á undirtøku afturfyri eitthvørt.

Nógv av tí, sum hevur verið framt í samfelagnum, nógvar skipanir, sum eru settar í verk á ymsum samfelagsøkjum, hava ofta eina løgna søgu, sum hylur seg í eini fløktari røð av avgerðum og avtalum, sum at sígga til eru rationellar og væl grundaðar, men sum ofta ikki tola eina neyvari gransking.
Eisini eru nógv dømi um reglur, skilagóðar skipanir ella atgerðir, sum áttu at verið settar í verk, men sum verða sleptar, tí at tær kanska raka onkran trúgvan veljara ella onkran andaligan ella tímiligan felaga. Lætt er at grundgeva fyri hesum ella gera onkran rossahandil, sum ber í sær, at tú fært eitt sindur, um eg fái eitt sindur til mínar veljarar.
Úrslitið er ofta, at skipanarligi bygnaðurin í samfelagnum verður ein undarligur hurlivasi.

Og tað ávirkar samfelagsmenningina.

Eitt nú hava vit í Føroyum eitt óvanliga høgt kostnaðar- og prísstøði, sum uttan iva stavar frá onkrum bygnaðar- ella marknaðarligum skeivleikum. Sagt verður eisini, at t.d. fiskivinnan, okkara høvuðsvinna, er dundrandi ineffektiv. Kanska eru okkara sjúkrahústænastur munandi dýrari, nú vit hava trý sjúkrahús, enn um vit høvdu eitt sjúkrahús við trimum deildum, sum vórðu tvingaðar at samstarva.

Nú stendur á hjá tí almenna, ikki bara i Føroyum. Allastaðnis verður nú tosað um skerjingar. Tey ríku kunnu ikki longur rokna við at fáa barnapengar, sum ger tey uppaftur ríkari. Og tey minni mentu mugu eisini finna seg í at lata eitt sindur aftur av sínum veitingum (tey eru jú fjølmentari). Aðrar smáveitingar kunnu eisini rokna við at verða stubbaðar. Eykaskattir verða nú róptir umhvørvis- ella heilsugjøld. Ringt er eisini at argumentera fyri 50 m svimjihyli til ein svimjara (sjálvt um medaljur kunnu stuðla skinklandi sjálvsvirðingini). Og soleiðis kundi verið hildið fram.

Tað er sum nevnt ikki bara í Føroyum, at støðan er ring.
Enski forsætisráðharrin David Cameron rópar í kvøld ‘Your country needs you’, og hann heitir á bretar um at standa saman og tola stórar skerjingar, nú kreppan leikar í. Í Danmark noyðast teir uttan iva fyrr ella seinni at ‘røre ved efterlønnen’. Vælferðarsamfelagið klárar ikki longur at geva gávur í eyst og vest afturfyri atkvøður. Spurningurin er, um vit ikki skjótt noyðast at finna nýggj virði at byggja okkara tilveru á. Ella finna útav, hvussu vælferðartænastur skulu veitast í framtíðini.

Sjálvandi kunnu vit bera ótta fyri, at tá ið tað einaferð eydnast at fáa javnvág aftur í almenna búskapin, við ella uttan uppaftur fleiri skerjingum og avgjøldum, ja, so gloyma politikararnir pínuna og gloyma eisini at fara undir annan táttin: at fáa samfelagið á beint aftur. Nei, tá er tíverri væntandi, at tað aftur verður ‘jul igen’.

Men fyri ikki heilt at fara í svart, so er hetta kanska hóast alt rætta løtan at hava vón um betri tíðir.