Archive for the ‘upplivingar’ Tag

Ein annar mai

Tað er løgið í dag at hugsa sær, men 1. mai 1988 helt eg røðu á Vaglinum í Havn. Hetta var um tað mundið, tá ið tað gekk so ómetaliga væl í Føroyum, at tú hevði ilt við at trúgva, at tað kundi vera rætt.
Og svarið fingu vit longu árið eftir, tá alt skramblaði saman.

Tá var tað, at fiskurin rýmdi av grunnunum, arbeiðsloysið gjørdist methøgt, og ongin arbeiðsloysistrygging var. Fólkið rýmdi tí í stórum tali av landinum, og 6. oktober 1992 fór Sjóvinnubankin sum kunnugt av knóranum.
mai_m2

Í allari neyðini varð roynt at finna onkrar neyðloysnir, t.d. at fara at fiska markrel, gera úrdráttir úr igulkerum ella tara.
IMF-fólk sóðust ganga úti í Tinganesi, tí tey vistu heilivágin góðan: at skerja. IMF-fólkini vóru tó merkiliga ljódlig, og teirra tilmæli var varisligt. Kanska vistu tey, at føringurin er sum gallarin í Asterix og Obelix, teir skalt tú ikki øsa, tí svarið kemur við brestin, og kanska gott at so er.
Almennu fakfeløgini vórðu tá noydd at góðtaka at fara munandi niður í løn, og eftirlønin varð ofrað. Okkara politikarar vóru í Danmark at fáa teir at bjarga bankunum, sum tað varð rópt, og taka yvir og umleggja ovurstóru skuldina í fremmandum gjaldoyra, sum annaðhvørt menniskja tá hevði, og sum skjótt kundi koyra okkum øll um koll. Rentuspekulatiónin var landsítrótt. Tað almenna átók sær so við og við privatu skuldina.
Søgur gingu um ørvitiskenda stuðulveiting til skipabygging og -keyp, teir sonevndu skipapakkarnir, og hetta óskilið varð seinni sagt at koma av, at umsitingin hjá landinum var ov veik og tískil ikki sína uppgávu vaksin. Ráðgevandi nevndin hjá danska forsætisráðharranum hevði staðfest í frágreiðing eftir frágreiðing, at føroyski búskapurin var á vandakós, men hetta varð alt kveistrað til viks, tí í Føroyum var onki ovboðið, og tað skiltu donsku býttlingarnir ikki. Eitt sindur skammiligt var tað kortini, at danir skuldu noyða okkum at broyta vinnulóggávuna, sum so dyggiliga hevði stuðlað ábyrgdarloysinum.
Tað var hart, men tað vendi tíbetur skjótt, og vit fingu varandi hákonjunktur. Alt fyrigivið, og politikarar sóu sær nú kjansin at játta sær sjálvum hægri løn og gyltar eftirlønir.

Nú er tað ein óskikkur at sitera seg sjálvan, men í røðuni 1. mai 1988 nevndi eg m.a. hetta, at ríkidømi og fátækradømi reikaðu í felag. Eg nevndi, at í Føroyum mundu tað vera fá, sum beinleiðis vóru fátæk. Tað tyktist heldur, sum fólk svumu í pengum, og skuldu vit tala um fátækradømi, so mundi tað helst vera andaligt fátækradømi og andaligt leti.
Men støðan var og er ein onnur, venda vit okkum út í heim.
Vit vita, at vit liva í einum heimi, hvørs høvuðseyðkenni er veldugur materiellur og politiskur ójavni. Vit hava verið noydd til at læra okkum at liva við hesum veruleika.
Í røðuni vísti eg til franska heimsspekingin og utopiska sosialistin Charles Fourier, sum hevði gjørt vart við, at kapitalisman hevði tvey andlit, ríkidømi og armóð, hetta sum Karl Marx og eisini onnur meira borgarlig høvdu gjørt vart við. Karl Marx var ein teirra, sum fannst harðliga at borgaraskapinum, at tey tosaðu um frælsi, javnrættindi og brøðralag, men framdu tað bara partvís.
At eg nevndi Charles Fourier, sum als ikki er serliga kendur í Føroyum, mundi koma av tilvild, at eg júst tá hevði lisið okkurt av tí, sum hann hevði skrivað.
Í røðuni vísti eg á, at vit liva væl, men at vit hava eksporterað tað harða stættarstríðið til aðrar heimspartar. Í mun til tey í triðja heiminum livdu vit sum greivar og áttu kanska ikki at hildið 1. mai, men heldur farið heim at skamma okkum.
Uttan tilvitað at vita um ørskapin í samfelagnum í 1980’unum nevndi eg í røðuni, at fakfeløgini høvdu verið moderat í sínum lønarkrøvum, so moderat, at aðrir partar av samfelagsmaskinuni helst høvdu staðið seg betur, um teir tóku við læru av okkum.

Eg kom eisini inn á royndirnar at fáa gjørt høvuðsavtalur fyri arbeiðsmarknaðin, nakað, sum eg, í hvussu er tá og fyri ein part framvegis, var harðliga ímóti. Eg helt tað vera undarligt, at arbeiðsgevarin ikki kundi samráðast, fyrr enn fakfeløgini fyrst vóru niðurbundin, tí so má hann rokna við klandri.
Eg minnist eisini, at eg móti endanum á røðuni nevndi heimin við tveimum andlitum: annað andlitið roynir at brosa, meðan hitt andlitið er avskeplað av neyð.

Men hetta var mitt í teimum kátu føroysku 1980’unum, og tað var kanska orsøkin til, at bara eini 70 fólk møttu til 1. mai-haldið henda dagin í 1988.

Seinni fekk nýliberalisman, sum eitt nú IMF-fólkini, sum vitjaðu á sinni, umboðaðu, sum kunnugt rættiliga fótin fyri seg í okkara parti av heiminum. Hetta hevur m.a. gjørt, at tað als ikki er gjørligt longur at brúka neyð sum argument í fakfelagsstríði. Har mugu marknaðarkreftirnar sleppa at ráða. Tað er eitt sindur ræðandi, men tað tykist mær, at eisini fakfeløgini og vinstraflokkarnir við hava ættleitt ófrávíkiliga nýliberalistiska retorikkin, og tí noyðast tey at ganga undir sparingar og karmar, sum líkjast viti og skili, men eru tað reina mjørkatos. Panamaskjølini tosa eisini sítt greiða mál.

Nú er so bara at vóna, at fakfeløgini fáa tendrað tokulyktirnar, áðrenn tað verður til dyggan samanstoyt, sum eitt nú tann, vit upplivdu fyrst í 1990’árunum.

mai_m1

Nú leggja tey til brots í Danmark

Í okkara grannalondum eru fólkabókasøvnini ein miðdepil í mentanarlívinum. Bókasøvnini bjóða fólki upplýsing og upplivingar. Tey eru eitt stað, har tú kanst sita, standa ella ganga og kunna teg um ymist og uppdaga okkurt púra óvæntað, sum kanska ger lívið meira fjølbroytt og ríkt. Eitt stað har tú kanst lesa bløð og tíðarrit, læna bøkur o.a. bókasavnstilfar, og eitt stað har tú kanst koma til ymisk tiltøk. Alt ókeypis fyri brúkaran, sjálvandi. Ein eyðkend almenn tænasta.

 kulta

Fólkabókasøvnini komu við ídningini og býargerðini, tá upplýsing av arbeiðsfólki skuldi vera verja fyri tí sosiala rótloysi og neyðini, sum fylgdi við teimum stóru broytingunum. So skuldi ein hildið, at tað nú í okkara framkomna heimi er ikki brúk fyri bókasøvnum, men nevyan man tað vera so.

Tað er framvegis brúk fyri bókasøvnunum eisini í okkara tíð, nú upplýsing meir og meir er merkt av skundi, flákran og gákan. Nógv fólk kenna á sær ein tómleika og kundu hugsað sær karmar og umstøður til umhugsni og grundan. Og tosað verður nú eisini nógv um týdningin at byggja upp aftur bygda- og grannaløg, sum er munandi viknað, nú alt meira fer fram privat ella við hús ella í tykisligum (virtuellum) sosialum pallum sum Facebook.
Og man tað eisini ikki vera so, at tá ið ítróttur og festivalar eru undantiknir, tvs. hendingar, har tað snýr seg um at halda við, fegnast í bólki og kobla av, sum vit sjálvandi eisini hava brúk fyri, so liggja nógv av okkara stórplássum í reinum sosialum koma. Har er at kalla onki at fara ella koma til.
Á sovorðnum støðum átti bókasavnið at verið eitt savningarstað, sum umframt at veita upplýsing og upplivingar, kann veita stuðul til útbúgving  og læru.

kult2a

Nógv undrast á, hví OKKARA fólkabókasøvn ikki eru meira ment enn tey eru. OKKARA politikarar, sum skulu ganga undan á øllum økjum, tykjast ræðast bókasøvnini, skýggja tey, ja, vit kunnu tosa um eitt slag av bibliofobi.

Tað er spell, at fólkabókasøvnini fylla so lítið í heildarætlanini Fólkaflyting og fólkavøkstur, sum Vinnumálaráðið almannakunngjørdi í apríl í ár. Men har var so onkur og meir enn ein, sum spakføriliga settu fram ynski um, at bókasavnstænastur verða raðfestar hægri.

Og tað verða tær sum nevnt í okkara grannalondum.

Í Danmark eru tey júst farin undir eitt stórt átak, sum tey nevna ‘Modelprogram for folkebiblioteker’, sum Kulturstyrelsen stendur fyri. Kanningar í Danmark vísa, at flestallar kommunur hava stórar ætlanir við bókasøvnunum komandi árini. Talan er m.a. um umbyggingar ella nýbyggingar. Átakið Modelprogram skal vera ein hjálp hjá kommununum, so at tær kunnu fáa íblástur til at gera tað optimala bókasavnið, sum lýkur nútíðarinnar krøv. Og sum tey siga: “Udfordringerne er internationale, og udviklingen spejles i slagord som ’from collection to connection’, ’from book container to community centre’, fra transaktion til relation.”

Tað ber til at lesa um átakið á http://modelprogrammer.kulturstyrelsen.dk/

Kanska vit eisini kunnu fáa íblástur frá øðrum, tí her eru vit ikki rættiliga byrjað enn. Vit mugu gevast at halda, at alt er hinum svanga søtt. Nú noyðast vit at fara til verka.

kult1a

Dansistevnan 2013

 

Heðin Mortensen, borgarstjóri setti stevnuna

Heðin Mortensen, borgarstjóri setti stevnuna

Dansistevnan 2013 er farin aftur um bak.
Dansistevnan er afturvendandi tiltak, sum feløgini, sum dansa fólkadansir kring landið, skipa fyri upp á skift. Í ár var tað Dansifrøi í Havn, sum skipaði fyri.
Stevnan var hildin í Norðurlandahúsinum, leygardagin 27. apríl.

dm1

dm2

Vanligt hevur verið at lokalfeløgini fyrireika seg og hava dansiframsýningar á dansistevnunum, men hesaferð var stevnan í staðin skipað sum ein røð av dansiverkstovum, har dansarar kundu fara til frálæru í alskyns dansum, – fólkadansum, skotskum kontradansum, standarddansum og modernaðum so sum Salsa, Rock’n Roll, Cha Cha Cha og Linedansi.
Eisini var ein verkstova við føroyskum dansispølum.

Sharon og Kristian fyrireika seg til næsta tíman

Sharon og Kristian fyrireika seg til næsta tíman

Sum altíð var eisini henda dansistevnan væl fyriskipað, og nógv fólk vóru á stevnu, sum endaði við veitslu um kvøldið. Tað var greitt, at fyrireikingarbólkurin hevði kýtt seg.

Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, Árni Svartafoss, limur í fyrireikingarbólkinum, og Petur Petersen, formaður í Dansifrøi

Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, Árni Svartafoss, limur í fyrireikingarbólkinum, og Petur Petersen, formaður í Dansifrøi

Eg og Sigrun luttøku sum Vágafólk, og vit fóru til frálæru í ymsum dansum: sakta valsi, raðdansi (The Dhoon), Rock’n Roll, Foxtrot og Quickstep. Og tað var bara heilt stuttligt og læruríkt. Lærararnir eru altíð væl upplagdir og duga at fáa dansifrálæruna at ganga, hóast løtan at læra er stutt.

Eg kom henda dagin at hugsa um, at vit her vesturi í Vágum áttu at tikið fólkadansin upp aftur. Hví ikki hava eitt dansikvøld einaferð um mánaðin við dansum, sum øll kenna, og so kanska eitt sindur av frálæru til tey nýggju, sum vónandi fara at koma í stórum tali. Høli hava vit tøk. 
Tað er ikki bara stuttligt at koma saman at dansa, tað fær eisini meira lív í í lokaløkinum, sum man treingja til.

skra

Trýstið á myndina at gera hana størri

 

Føroyar í myndum

Tú kanst siga nógv um Havnina, men har eru mangan áhugaverdar listaframsýningar. Góðar framsýningar eru ein partur av okkara mentaskapan, og so upplýsa tær ofta um ymist, sum vit ikki vistu av var til. Tað er ofta lættari at fara á framsýningar, enn tað t.d. er at lesa bøkur um eitt evni, tí á framsýningini er borðreitt fyri tær, so tú kanst fáa tær tað, sum tær lystir ella dámar. Og tú upplivir saman við øðrum.

Jan Andersson, leiðari á Steinprenti

Jan Andersson, leiðari á Steinprenti

Steinprent á Skálatrøð er eitt av teimum støðunum í Havn, sum ger nógv burtur úr at hava framsýningar, og tað er næstan hvørja ferð, tá ið tú støkkur inn á gólvið har, at tú fært eina uppliving, og kanska okkurt verk ella onkran minnislut at hava við tær heim við.

 

Í gjár var eg á framsýning við fotomyndum eftir Ásmundi Poulsen (1931-2007). Hetta vóru alt svart-hvítar fotomyndir, sum hann hevði tikið í 1950-, 1960- og 1970-árunum, og sjálvur framkallað. Ásmundur Poulsen var av Eiði, men búði í Havn, og hann var sjálvlærdur fotografur. Hann tók nógvar myndir til ymisk høvi, hann gav út postkort, og hann gav saman við Hans Thomsen, sum skrivaði myndatekstirnar, í 1970-1980’árunum eisini út myndabøkurnar Føroyar í myndum.

Hesar fotomyndirnar hjá Ásmundi Poulsen, sum nú verða sýndar fram, eru dømi um, at eitt fotolistarligt rák, sum hevði sína bestu tíð beint eftir 2. verðaldarbardaga – áðrenn myndaódnina, vit nú eru mitt í – eisini rakti við hjá okkum her í Føroyum. Hetta vóru árini, tá ið fotojournalisman blómaði, og tey stóru í hesum yrki vístu, hvat røtt fotolist var. Fotomyndablaðið LIFE Magazine var eisini at fáa í Føroyum, og haðani kundu tey, sum vildu nakað við fotografering, fáa íblástur til myndaevni, kompositión, hvussu myndirnar kundu ella áttu at skerast, og hvussu tú brúkti ljósið. Tey, sum arbeiddu í yrkinum, høvdu harumframt uttan iva eisini høvi at lesa fakbløð og fáa íblástur haðani.

Tað er kanska tí, at tú heldur, at hesar myndirnar, sum nú verða sýndar fram í Steinprenti, hava onkran skyldskap við hesi nevndu gullárini í fotolistini. Myndirnar hjá eitt nu Cartier-Bresson, Robert Capa, Bill Brandt og Margaret Bourke-White renna fram fyri teg, men kortini er ikki talan um herming, tí hesar myndirnar hjá Ásmundi Poulsen eru føroyskar.

Tey hoyggja í Bø

Tey hoyggja í Bø

Tað er altíð nakað sermerkt við svørt-hvítum fotomyndum. Kanska okkurt nostalgiskt, men myndirnar hava eisini okkurt egið við sær. Hesar myndirnar á framsýningini eru av landslagi og fólki, vanligum fólki og av teimum kendu, sum tá vóru kend ella hildu seg vera nakað í Havn. Myndirnar av kongavitjanum eru nú nakað heilt fyri seg, og tær tríggjar donsku prinsessurnar fara ikki frá mær aftur, tí tær minnist eg frá mínum barnaárum, tá tær vitjaðu her í Sørvági.

John Dam

John Dam

Hóast nógvar myndir eru av arbeiði ella fólkum, so eru hetta ikki sjangru- ella fólkalívsmyndir, men myndir, sum tala sjálvar, ja, tað knýtir seg ein meira ella minni eyðsýnd frásøgn ella eitt narrativ til tær. Tað er ikki líkamikið, hvørjum myndin er tikin av, og hvussu hon er tikin. Tað liggur ein tanki aftanfyri, hóast myndirnar onkuntíð bera brá av skundmynd, snapshot, og tað er júst tað aftanfyri, sum er áhugavert. Og so tað fototekniska sjálvandi, sum eg tíverri ikki havi nóg gott skil á. At Ásmundur Poulsen hevur dugað við mótljósi, tað haldi eg fleiri dømi eru um á framsýningini, men hann er kortini fjølbroyttur og roynir ymsar hættir at taka myndir.

Frimod Joensen og Fraser Eysturoy skoða eina mynd hjá Frimod

Frimod Joensen og Fraser Eysturoy skoða eina mynd hjá Frimod

Kinna Poulsen

Kinna Poulsen

Nú kann ein kanska spyrja, hvat tað er, sum fotografurin vil við sínum myndum. Nógv vilja uttan iva vísa sítt kynstur, og harvið kanska gerast rík ella kend. Onnur vísa á vakurleikan í lívinum, og royna at fáa okkum at geva hesum ans, ella á ræðuleikarnar, so at vit kanska vakna og tala at. Fotomyndir hava sanniliga eisini verið og verða framvegis misbrúktar í politiskari propaganda ella í lýsingum. Kanska er misbrúk ikki rætta orðið, tí eisini í propaganda og lýsingum ber til at varðveita reinlyndið.
Eg veit sjálvandi ikki, hvat Ásmundur Poulsen hugsaði ella ætlaði við sínum myndum, men tað er kanska heldur ikki so avgerandi. Myndirnar eru stillførar, vakrar, uttan at vera sentimentalar.

Hendan framsýningin við fotomyndum hjá Ásmundi Poulsen, sum dóttirin Kinna Poulsen hevur skipað fyri, er á mangan hátt sermerkt. Her hava vit høvi at síggja føroyska fotolist, sum nógv neyvan vistu um var til, og vit sleppa at líta aftur í tíð og at hugsa, at, ja, soleiðis kundi ella mundi tað eisini vera.

Til framsýningina er gjørt eitt katalog við øllum myndunum á framsýningini, sum forlagið í Støplum við John Dalsgarð gevur út.

Bygdamenn hjá Ásmundi Poulsen komnir á framsýning

Bygdamenn hjá Ásmundi Poulsen komnir á framsýning

Miðil í neyð

Kreppa hevur eftir øllum at døma rakt Kringvarpið. Og tá kreppa rakar, eru reaktiónirnar ofta hareftir. Summi eru skelkað, onnur ovfarakát, og nógv fáa herindi at vilja gera nakað við støðuna, hóast tey ikki vita hvat. Enn fleiri velja at avmarka seg til harðmælt at krevja, at onkur – óvist hvør – ger okkurt við støðuna.

Her er í grundini bara ein einfaldur spurningur: hvat skal Kringvarpið gera, og hvat skal tað kosta. Tí ongin ivast væl í, at vit skulu hava og fara at hava eitt alment Kringvarp.
Kostnaðurin verður avgjørdur av beinleiðis útreiðslum, men eisini av, hvussu væl stovnurin verður rikin. Um tað lukkast at gera gott kringvarp, tað veldst eisini um fólk og førleikar.
Inntøkur kunnu umframt lurtaragjald fáast við sølu av tænastum og spæli.
Júst spæl kann vísa seg at vera svikalig inntøka, tí hugurin at spæla kann fara. Bæði V4 og Gekkurin eru kanska spennandi, men lítið upplivingavirði er í hesum spølunum, málbólkurin tódnar skjótt, og handlarnir eru eisini á tremur við øðrum spælimøguleikum. Tað er, sum tað altíð hevur verið, hvørt til sína tíð, tíverri.

Eg haldi tó, at tað í hvussu er eru tveir skeivleikar í upplegginum til føroyskt Kringvarp. Tann fyrri er, at Kringvarpið sum er skal fíggjast við handilslýsingum, tí tað forðar fyri, at miðilin er óheftur, sum er alfa og omega í einum almennum almannatænandi miðli. Hitt er, at Kringvarpið skal halda seg vera í kapping við hinar privatu loftmiðlarnar. Tað er royndur lutur, at tú verður sum teir kappingarneytar, sum velur at kappast við. Vilt tú hava lurtarar aftur frá Rás2, ja, so kanst tú bara gera sum Rás2, og so ert tú skjótt Rás2. Kringvarpið átti heldur at staðfest fyri sær sjálvum, at vit eru ikki sum Rás2 ella Lindin. Latið vera við at síggja fíggindar allastaðnis, tí tað klæðir ongum. Vit kunnu ikki alt, heldur ikki tá talan er um kringvarp, men vit kunnu seta okkum fyri, at tað sum vit kunnu, tað gera vit væl. Og so koma lurtararnir eisini!

Nú eru so tankar frammi, hvussu Kringvarpið skal koma burtur úr kreppuni. Ein kreppa kann vera eitt gott høvi til at umhugsa støðuna av nýggjum.
Afturvendandi spurningurin er, hvat vilja vit (hvørji vit?) við einum almennum Kringvarpi. Hetta verður so jabbað upp í saman, at eg spyrji meg sjálvan: vita vit ikki, hvat vit vilja? Sum lurtari vil eg ikki nakað, tað er ikki mín uppgáva at vilja. Eg krevji hinvegin góðar og fjølbroyttar sendingar. Nú dámar mær ikki ítrótt, men lat tað fara, men eg seti prís upp á góðan tónleik, kunning, góðar frásagnir, spennandi analysur (sum vit hava havt nógvar av eisini í Kringvarpinum), samrøður, heldur enn túnatos, sendingar um list og bókmentir úti og heima, góðar barnasendingar (hóast míni børn nú eru tilkomin). Morgunandaktina aftur kl. 9.50 og tíðindasendingar. Eg veit, at tað er ikki lætt, tí øllum dáma ikki tað sama.  Men tað má vera pláss fyri tí, sum eisini krevur nakað av lurtaranum, tí verður innihaldið ov nógv merkt av, at vit hava ikki ráð, stundir ella talent til at gera góðar sendingar, ja, so er ikki leingi til diskountskrímslið trínir út á pallin.

Kann vera, at eg taki ov rívan til, at tað er lætt at hugleiða, og at hetta eg sigi kanska eigur at metast av gløggum heilum, og lat teir ella tær so gera tað. Ongin fer jú væl av at fara til verka í óðum verkum.

Kortini hevur tað undrað meg eitt sindur og eg havi lagt til merkis, at tær fáu ferðirnar Kringvarpið hevur verið til umrøðu, t.d. í sendingini Pressan, at tá er tað so um at gera hjá umboðunum fyri Kringvarpið at verja seg og staðfesta, at Kringvarpið mistekur seg ikki og ger ongantíð nakað skeivt. Slíkt kann bíta seg í halan, tí tú skilur ikki, hví tann, sum onki skeivt ger, skal vera so illur, tá ið hon sigur, at hon onki skeivt hevur gjørt. Har er brúk fyri at vera meira fyrikomandi og opin, hóast tær ikki nýtist at slaka í seriøsitetinum. Annað er, at vit sleppa ikki at rósa (ella finnast at), tí Kringvarpið ger pr. definitión góðar sendingar, og tað siga tey, sum starvast í Kringvarpinum sjálv! Aftur her kundi tað verið gott við einum eitt sindur lættari huglagi. Tað er troyttandi alla tíðina at ganga í stálhandskum.

Nú ynskja vit øll Kringvarpinum alt tað besta. Summi krevja leiðsluna á skafottið, meðan onnur koma við loysnum, onkuntíð kanska hovsaloysnum.
Eitt nú skrivar Elin Heinesen í dag áhugaverdar viðmerkingar á sínum bloggi við heitinum: Hvat skulu vit við Kringvarpinum?
Eitt annað útspæl, eg havi sæð í dag, og sum summi kalla áhugavert, eru royndirnar hjá Aksel Johannesen, javnaðartingmanni, at bjarga stovninum. Hann ásannar, at fígging skal til, og at besti hátturin at gera hetta er ikki at seta almenna Kringvarpið á fíggjarlógina, men at fíggja tað við einum kopfskatti, tvs. at kringvarpsgjaldið verður tikið beinleiðis av lønini, áðrenn fólk fáa hana útgoldnað. Hetta er sum at hoyra ein papageyk. Hetta er afturvendandi undurheilivágur, og hetta skattaslagið, sum vist varð uppfunnið í 17. øld, er tekin um eina fullkomiliga politiska fallitterklering. Ein slík inntøkutrygd kann júst gera – um ringast vil til – at ein stovnur sum t.d. Kringvarpið sovnar med alla. Men er hetta einasta loysn, ja, so mugu vit kanska svølgja fallitterkleringina.
Hesin gjaldsháttur vindur so nógv upp á seg her á landi í seinastuni, at lønarseðilin nú meira og meira er farin at minna um eina lítla skaldsøgu.

Nú fer tíðin nokk at vísa, hvussu gongdin verður í hesum ólukku máli. Kanska verður hon ikki tespilig fyri summi. Men eg havi hug at ilskast og eri líka við at taka til eina illbøn, tá ið eg sigi: Gevið teimum so for ….. teir pengarnar, sum tey hava brúk fyri. Og forteljið teimum so eisini við hesum og við greiðum orðum, hvat tað er, vit vilja hava. Latið okkum for …. onkuntíð taka eina avgerð, sum vit kunnu vera errin av og standa saman um.
So var hendan kreppan kanska ikki til fánýtis.

Við hugflogi ella húki

Tú gevur tær kanska ikki far um tað, men at menna, geva út, marknaðarføra og selja telduspøl er ein stór vinnugrein. Í 2011 høvdu telduspøl eitt søluvirði alheims á umleið 400 milliardir kr. Sølan í handlum, sum hevur verið meginparturin, minkar nú so líðandi, meðan sølan á netinum er í munandi øking. At gera telduspøl er ein av eyðkendu kreativu vinnugreinunum í kt-øldini.

Tí var tað so upplagt, at MFS hóskvøldið, 16. august skipaði fyri einum temakvøldi við heitinum Telduspøl í Føroyum? Vit spyrja so ofta, tá okkurt stórt hendir í útlondum, um vit eru við. Hava vit virki, sum kunnu gera seg galdandi, og hvørjir eru vinnumøguleikarnir, her ella uttanlanda, hjá okkara kreativu og vinnufúsu ungu? Tað er gott við tí einsamalla flogvitinum, sum vit onnur kunnu spegla okkum í, tá ið tað gongur væl, og flenna eftir, tá ið tað gongur illa. Men hetta er ikki nóg mikið. Ein spurningur verður tað altíð, um vit í Føroyum hava umstøður, sum gera, at flogið fær rúm, og at fólk kenna seg væl og vird í landinum. Mær kemur til hugs Richard Florida og skriving hansara um kreativu stættina.
Tað er, sum orðstýrarin hetta kvøldið, Petur Zachariassen, tók til, at vit liva ikki av makreli eina.

Mark Craig

Hetta temakvøldið hjá MFS tók nakrar av omanfyri nevndu spurningum upp til umrøðu.
Felagið hevði fingið Mark Craig, sum býr í Liverpool og starvast í teldufyritøkuni Lucid Games, og sum heldur summarfrí í Føroyum, at greiða frá sínum royndum at menna telduspøl. Mark hevur í nógv ár starvast sum leiðari av forritaarbeiðnum í kendu fyritøkuni Bizarre Creations, sum lat aftur í fjør. Henda fyritøkan hevur gjørt fleiri altjóða kend telduspøl.

Mark og nøkur av teimum, sum vóru í starvi hjá Bizarre Creations, høvdu hug at halda fram og fóru tí saman undir at stovna eina nýggja teldufyritøku, Lucid Games, sum, hóast hon ikki enn telist millum tey stóru, kortini hevur fingið áhugaverdar ordrar og er í ferð við at menna nýggj telduspøl.

Í framløguni greiddi Mark frá, hvussu arbeiðið at menna telduspøl í eini sonevndari AAA-menningarstovu er skipað. Hann greiddi frá øllum liðunum í menningararbeiðnum, tað verið seg at gera menningaramboð, at sniðgeva, animera, forrita og optimera, alt hugtøk, sum skjótt kunnu gerast ógvuliga teknisk og fløkt fyri einum óroyndum. Men tú varnaðist, at samstarv og samskipan hevur kanska minst líka stóran týdning í menningararbeiðnum, sum tað kreativa frælsið.
Mark nevndi, at tá hann var við at gera telduspælið James Bond 007: Blood Stone (http://en.wikipedia.org/wiki/James_Bond_007:_Blood_Stone), var arbeiðið skipað í eini seks toymi, og tey vóru eini 100 fólk við í menningini, tá ið tey vóru flest. Arbeiðið at gera spælið klárt til útgávu tók útivið 2 ár.

Áhugavert var at hoyra, hvørjar tankar menningartoymið gjørdi sær um, hvussu spælið skuldi skipast, so at tað gjørdist ein heildaruppliving og ikki bara ein spurningur um at vinna ella tapa. Tað hevði týdning at fáa eina skilagóða javnvág millum tilgjørdan vitleika (AI), sum er fjaldur í sjálvum spælinum, og so valmøguleikarnar hjá spælaranum. Og hetjan (spælarin) skal jú vinna, so teir óndu, the bad guys, mugu sjálvandi helst ikki gerast alt ov óndir og ov hegnisligir í sínum óndskapi. Nei, helst skulu teir vera eitt sindur býttir og klombrutir, sum so kann vera ein umbering fyri at gera av við teir; teir hava næstan biðið um tað sjálvir. Og hvør vil ikki vera the smart guy?

Mark nevndi eisini dømi um, hvussu forritatoymið viðhvørt kom við meira heimagjørdum loysnum, tá sniðgevararnir funnu upp á serliga krevjandi spælibrot, sum kravdu meira, enn tøka tøknin og hugflogið kláraðu. Avbjóðingin var ikki at geva skarvin yvir, men at finna loysnir, sum kundu fremjast innanfyri verandi fíggjarkarmar. Hann nevndi dømi um, hvussu tey høvdu loyst slíkar krevjandi uppgávur.

Ein onnur avbjóðing er at gera spøl til nýggjar spælipallar, sum Apple iOS og Android, tvs. spøl til flytiførar eindir (mobile units) og nertiskýggjar (touchscreen). Jú, avbjóðingarnar eru nógvar.

Tað var greitt, at hetta sum Mark umrøddi var dømi um kreativan ídnað, fyri ikki at siga stórídnað. Og tað má tað vera, arbeiðir tú fyri Disney, Lego ella Microsoft. Tí tá snýr tað seg næstan bara um pengar í kassan.

Mark Craig og nakrir, sum hava áhuga fyri øllum, sum hevur við telduspøl at gera

Men tað eru eisini aðrir hættir at skipa menning og sølu av telduspølum.
Nú eru vit inni á tí, sum vit kunnu rópa nýggir virkishættir í eini tíð, tá vit hava altjóða internetkervið; ein búskapur, har kappingin er broytt og byggir á “principles such as openness, peering, sharing, and acting globally.” (1)
Nýggir útbreiðsluhættir so sum eitt nú YouTube, Itunes og App Store saman við sosialu miðlunum gera tað nú lætt hjá hvørjum einstøkum at standa við evstu ábyrgdini av øllum liðunum í menning, framleiðslu og sølu av t.d. telduspølum. Og nýggj bílig, men professionell menningaramboð gera tað rættiliga einfalt at gera t.d. telduspøl, bara hugskotið er tað rætta. Tað er ikki longur bara brúk fyri hesum stóru menningartoymunum, sum Mark umrøddi í sínum fyrilestri, fyri at kunna gera t.d. telduspøl. Tað finnast aðrir hættir, so at tú kanst geva teg til kennar við tínum spæli í hvørjum króki runt allan knøttin.

Julius Biskopstø

Hetta var eisini nakað av tí, sum Julius Biskopstø, menningarleiðari í fyritøkuni Simprentis, var inni á.

Hann hevur verið við at menna frálæruspælið OilSim, sum hevur fingið góða altjóða undirtøku.

Hetta er eitt spæl, sum samsvarar við tíðarandan, at børn eisini læra og kanska læra best, tá ið tey spæla tað, tey skulu læra (Edutainment).

Julius greiddi frá nýggjum menningarhættum, sum gera tað bæði lætt og bíligt at gera seg galdandi í telduspælvinnuni, ja, tað ber væl til at sita á onkrari útoyggj, um tað skal vera, og við internetinum hava samband við allan heimin og røkka einum kundaskara, sum kann gerast upp í milliónum.

Tey yvir hálvthundrað fólkini, mest ungir og helst evnaligir dreingir, men eisini nakrar gentur, sum helst eisini vóru evnaligar, lurtaðu hugtikin eftir fyrilestrunum. Spurningarnir vóru nógvir, og teir vóru teir flestu so serligir, at vit, sum eru komin nakað til árs, hildu okkum vera komnan í rættiligt nørdasamlag.

Onkur var inni á týdninginum, sum hepni tykist hava í hesi vinnuni. Tað eru sum kunnugt nøkur fá spøl, sum vinna frama í nýggja e-búskapinum, og hini sita so eftir við ongum. Men møguleikin er so altíð har, tí hvør veit, hvør tann næsta verður?

Ein annar áhugaverdur spurningur, sum varð settur, var, hvussu tað ber til, tá ið tað nú er so lætt at menna og selja telduspøl, at vit ongi føroysk telduspøl hava, sum hava gjørt seg galdandi her og úti í heimi. Tann spurningurin slapp nokk at standa ósvaraður.

Hjá nógvum av teimum, sum fáast við ella droyma um at gera telduspøl, eru nakrir áhugaverdir spurningar at fáa svarað.

Hvar fært tú útbúgving og royndir, hvar fært tú eggjan og íblástur, og hvar fært tú fígging til menningina?
Eg rokni við, at hetta vóru spurningar, sum Rani Nolsøe frá Íverksetarahúsinum visti okkurt at siga um. Men tá hann fekk orðið, sum tann seinasti hetta temakvøldið, var eg tíverri farin.

Aftaná hesar framløgurnar, tá ið eg var á veg heim, hugsaði eg um, hvussu hesi telduspølini, ella vitanin um, at tey eru til, spjaðist millum eitt nú børnini. Ongin ivi er um, at telduspøl í dag viga nógv í uppalingini. Tað má hava okkurt við samleika at gera, og børnini tíma tey flestu heldur ikki at brúka ov nógva leitiorku, men velja tað sum er populert. Eg sat og hugsaði um, hví næstan øll smábørnini, sum eg kenni, spæla Angry Birds (http://en.wikipedia.org/wiki/Angry_Birds)?

Hvat er tað, sum hugtekur tey, og hvussu berast boðini um hesi spølini frá einum barni til tað næsta? Sjálvandi ávirkar tað børn, at stórfyritøkur brúka stórar upphæddir til promotion, nakað sum viðhvørt minnir um eitt slag av kolonialismu.

Men børnini eru neyvan óvirkin offur, tey vilja sjálvi. Tey vilja hava sína egnu barnamentan og vilja hava ferð, kapping, (tilgjørdan) harðskap og spenning.

Nøkur børn og vaksin gerast sum kunnugt so bitin av spølum, at tað ávirkar tað sosiala. Men hetta eru undantøkini, og neyvan kanst tú lasta spølini fyri tað.

Søgur vilja vera við, at norski yvirgangsmaðurin Breivik skuldi spæla vaksnamannaspælið World of Warcraft (http://en.wikipedia.org/wiki/World_of_Warcraft) nógv, og onkur hevur hildið fyri, at hetta er prógv um, hvussu vandamikil telduspøl eru. Kanska hevur Breivik eisini etið havragreyt, men hetta veit eg nú onki um. Og tað skuldi helst ikki aftur endað við, at tú verður hóttur við glatan, um tú spælir ein erligan sjavs.

Men aftur til spurningin, um hví vit ikki eisini gera okkum galdandi í vinnuni, sum ger telduspøl. Vit eru smá, so kanska hava vit ikki nóg stóra nøgd av fólki við góðum gávum. Og so kann tað taka tíð at gera seg galdandi, men hepnið, sum er við í spælinum, kann gera, at tað kann líka væl henda í morgin sum um 20 ár.
So tað er bara at dríva á.

Annað er, um skúlin er lagaður til nýggj frálærukrøv? Og stuðla vit okkara kreativa fólki? Eg ivist. Vit lata skattalætta til sjófólk, men ikki til showfólk. Tosað verður alla tíðina um høvuðsvinnuna, sum ber landinum uppi, og tí framvegis hevur ókeypis rætt til sítt tilfeingi, og so skulu hini, sum ikki eru í hesi vinnuni, ansa sær ikki at gerast ov framlig. Í einum av okkara størru býum hava tey sett sær ein húk sum staðarmerki, og tað boðar nú ikki frá góðum hjá kreativu vinnunum.
Men heilt onki er nú ikki. Vit hava bæði íverksetarahús og ráðstevnur um íverksetan, so tað er vilji kortini.

Nógva staðnis leggja tey dent á at hjúkla fyri kreativu stættini. Lat tað tó ikki sigast um okkum, at vit stremba eftir at menna eina kreativa undirstætt.

(1) Don Tapscott & Anthony D. Williams: Wikinomics. How Mass Collaboration Changes Everything.London, 2007 (s. 3).

Eitt Ólavsøkuteiti (at koyra beint í ruskovnin)

Tað hendir seg ofta, at vit, sum fáast við at handfara og herberga skjølum, koma fram á ymist áhugavert. Sjáldan eru stundir at granska nærri í øllum tí, sum kanska kundi sagt okkum okkurt um bæði sam- og fortíð.

Ein dagin herfyri, eg var við at rudda upp eftir einum vinmanni, sum var fluttur av landinum fyri well, fann eg henda stubban millum pappírini á skriviborðinum hjá honum – helst skrivaður til stuttleika. Nú hevði rithøvundurin sagt greitt, at hetta prosapettið ikki var vert at goyma, men at tað skuldi beinast burtur. Men hesaferð fekk eg meg ikki til at gera eftir boðum, tí eg helt hesa lýsingina av Malenu vera so sympatiska, at tað ger onki, um onnur eisini sleppa at lesa. Málsligur dýrgripur er hetta ikki, og eg umhugsaði eina løtu at lata hetta prosapettið í ein virðiligari málbúnað, men lat so vera. Tað er ikki rætt, at vit frøðingar skulu blanda okkum uppí alt, og eg velji tilvitað at lata almenninginum henda bókmentaliga skemtistubban upp í hendi í óbroyttum líki, ja, í øllum sínum autentisiteti. Eg fari ikki at gera nakra roynd at meta um, um skriving sum henda stuðlar uppundir ella ger upp við nakra ávísa bókmentaliga hevd. Tað fari eg at lata onnur døma um.
Eg vóni bara ikki, at vinmaðurin, sum skrivað hevur, kemur fram á hetta, nú tað er almannakunngjørt, og fer at krevja meg eftir umbering. Men umbering skal hann fáa, hóast eg ikki kenni meg sekan í nøkrum í hesum føri. Lat meg kortini gera greitt, so ongin misskiljing skal verða, at hetta er ikki evni og málburður, sum eg kann standa inni fyri ella ábyrgdast fyri. Men tann sum livað hevur veit tó, at tá um menniskju ræður, kanst tú vænta tær alt.

Yvirskriftin, ið er brúkt her, er tann, sum stóð ovast á prosapettinum, og orðini vóru hesi:

Malena var ikki ein og hvør. Var hon ikki kona, hevði tú ikki ivast í, at hon hevði nossir.

Hon hevði í hvussu er frisørsalong, so hon var í standi til at svara hvørjum sítt.
Og søgurnar um hana og gemalin vóru mangar.

Eitt nú segði hon, at tað var ein moðin maður, hon hevði fingið. Ja, hon var rasandi, tí hann einaferð hevði sagt, at ein genta í grannahúsunum sá so skidegott út. Hann burdi annars vitað, at tað var brandólógligt at lúra eftir smágentum, tí handan dullan yvirav var underage.

So gekk hann eisini og mølmaði um, at tað var so cool at fara á Summarfestival. Ja, gleddi seg til at hoyra gomul orkestur spæla tónleik, sum langt síðan var passé. Tað var eisini so drønhamrandi troyttandi at hoyra hansara møsn um, hvussu upplyftandi tað var at syngja við, tá teir spældu gamlar slagarar.
Kitsch. Hallo, kom víðari, segði Malena ofta við hann. Men hann, hvat var hann annað enn ein lortur.

Eitt árið var hann so drønandi fullur og var dottin í eina veit og kom dýggjvátur válandi heim við einum hálvum hotdog í hondini. Hann slóðaði um allan kampingvognin og tveitti seg so á songina í fullari mundering, gjøgnumbloyttur allur sum hann var. Og morgunin eftir vrøvlaði hann um, at tað hevði verið ein kempufest. Ja, bevares. Hví spurdi hann ikki, hvør tað var, sum sat og reyvkeddi seg í kampingvogninum, meðan hann fisaði runt eftir sprutti og gjørdi bæði sær og henni fyri skommum. Ein sovorðin kraftidiot, sum gekk og bilti sær inn, at lívið var eitt Reality Show.

Tað var hetta og alt hitt, sum gjørdi, at Malena vildi hava skilsmissu, tí nú skreið hon. Hon mundi fingið kvalma, tá hann græt og bjóðaði time out og vildi hava fairplay.

Frisørsalongin var annars ultramodernað. Malena hevði installerað útstýr, so staðið var eitt hotspot, og hevði keypt sær ein risastóran flatskerm. Og kundarnir søgdu, at tær hildu tað vera megafeitt at kunna kjekka Facebook og Twitta, meðan tær fingu gjørt hárið.

Alt kundi verið so lekkurt, men akk. Sonur Malenu var hyperaktivur, tað var ongin ivi um tað. Hann legði planir um alt møguligt, og altíð skuldi alt, sum hann fann uppá, vera so kanónfeitt. Bara deprimerandi, at hann altíð koyrdi alt í sænk. Eg veit ikki, hvussu ofta eg havi sagt pliiiis, tá hann kom við nýggjum ideum, segði Malena. Veruleikin var bara, at hann var ein snottungi, sum var skidebangin fyri at gera eitt ordiligt dagsverk. Hann helt seg duga, og hann var íverksetari, segði hann. Fólk skiltu hann ikki, hildu hann vera snottdovnan, men tey vistu sjálvandi ikki, at man mátti halda seg í róð, tá man var mitt í inkubatiónsfasuni.
Fyri meg, segði Malena, var tað totalt líkamikið, um ongin skilti hann, soleiðis sum hann altíð pástóð. Og hvør skuldi skilt ein, sum tosaði, sum hevði hann pissað í saltsjógv, tá fakta er, at hann alt sítt lív hevur ferðast runt á bildekkum, og ongantíð sett sín fót á nakað bátadekk.
Tí var tad super, tá hann ein dagin segði, at hann hevði funnið sær damu og ætlaði at flyta. Og frekt var beistið eisini og segði, at ongin tímdi at búgva, har eg loseraði, og kallaði meg enntá eina vampýrellu, segði Malena og hevði tár í eygunum, so upprørd var hon.

Men nú stóð Ólavsøkan fyri durum, og Malena gleddi seg so at fara einsamøll, og hon hevði eisini eini tvey dates, sum skuldu testast. Bara shit, at hon beint nú var so snottforkølað, at hon risikeraði, at alt kundi fara í vaskið.

Men Malena kom á Ólavsøku og hevði tað skideskæg, og alt klappaði sum tað skuldi. Hon fekk eyga á bæði Heðin Mortensen og Jógvan Fríðriksson og møtti fleiri, sum høvdu hug at flirta. Ikki fyrr enn nú uppdagaði hon, hvussu lekkurt tað var at vera singul, og hon kundi bara konkludera, at hon skoraði á Ólavsøku. Ja, tað var enntá um reppið, at hon fekk sær ein útlending, sum var komin til Havnar at uppliva Ólavsøkuna, og harvið hevði hon kanska kunna fingið sett Føroyar á heimskortið.
Men tað kiksaði, og hon fann sær ein annan, og tey hyggaðu sær gevaldugt. Og tað var mega.

(kanska framhald)

Hørputónar

 

Eg var millum teirra, sum vóru so heppin at sleppa til eykakonsertina fríggjakvøldið, 22. juni í ár, við Jethro Tull í Hørpu í Reykjavík. Onkur har helt meg vera ein ordiligan Tull-fjeppara, at eg var komin heilt úr Føroyum á konsert í Reykjavík. Og tað nyttaði lítið hjá mær at halda uppá, at tað nú var av tilvild. Eg var har nakrar dagar í arbeiðsørindum og hevði lovað mær sjálvum, at eg skuldi ein túr í Hørpu. Og hvat síggi eg ikki, tá ið eg fari at kanna skránna fyri tiltøk har hesar dagarnar? Jú, onki minni enn, at Jethro Tull júst eru farnir undir sína Thick as a Brick konsertferð 2012, og at teir spæla í býnum, har eg eri staddur, og í hølunum, sum mær longdist so eftir at skoða.
So heppin kann man vera.

Í ár eru júst 40 ár síðan LP’in Thick as a Brick hjá Jethro Tull kom út. Talan er um eitt av meistaraverkunum í rock-tónleikasøguni, eitt konseptalbum, sum vit og bransjan kallaðu tað.
Ian Anderson, ímyndin av Jethro Tull skal hava sagt, at teir við Thick as a Brick hermdu eftir LP-útgávum hjá listrockbólkum sum Yes og Emerson, Lake & Palmer, sum um hetta mundið góvu út LPir, sum vóru konseptalbum, ávikavist The Yes Album og Tarkus í 1971. Heilt nýtt var hetta kortini ikki, tí bólkurin The Who gav út rockoperuna Tommy í 1969. Men Jethro Tull vildu so eisini teljast ímillum tey fínu.

Konseptlist, ella hugskotslist er, sambært orðabókunum hjá Sprotanum, “listastevna, ið tók seg upp fyrst í sekstiárunum, og sum hevur ta listfatan, at sjálvt listaverkshugtakið er týdningarmeiri enn sjálvt úrslitið. Tað `veruliga´ listaverkið er ikki luturin, ið listamaðurin skapar, men sjálvt hugtakið aftan fyri verkið.”

Tað sermerkta við Thick as a Brick er, at har eru bara tveir sangir, sum fylla hvør sína plátusíðu, 1. og 2. partur. Tónleikurin er eitt bland av rock, fólkatónleiki og jazz, og hann hevur eisini greiðan dám av klassiskum tónleiki, og hann fellur væl í oyrað. Tvørfloytan hjá Ian Anderson ger eisini allan munin. Hon varð sum kunnugt sýnislutur ella eygnariv og peikipinnur, og hon varð mangan brúkt at reiggja við sum við einum svørði, tá rættiligur futtur var í.

Eitt annað sermerkt og óvanligt var, at teksturin til plátuna, eftir tí, sum stóð at lesa á plátuhúsanum, var skrivaður av einum 8 ára gomlum dreingi, Gerald Bostock, og bólkurin hevði so sett løg til. Og tað var ikki hissini tekstur, torførur at skilja og skrivaður í stream of consciousness stíli. Jethro Tull hava gjørt vart við, at tú skilti ikki tekstin, um tú ikki hevði upplivað øra skemtið hjá Monthy Python fyrst í 1970’unum.

Fólk kjakast enn í dag um, hvat hugtakið Thick as a Brick merkir. Beint fram merkir tað, tá tað verður sagt um fólk, at tey eru Thick as a Brick, at tey eru kúbýtt. Eg minnist at stórilærari D.D., eisini róptur Stóri, plagdi at kalla meg og mínar líkar fyri greytaheilar, og tað man helst vera nakað tað sama.

Fyrsta ørindi í 1. parti endar við hesum orðum:

But your new shoes are worn at the heels and
your suntan does rapidly peel and
your wise men don’t know how it feels to be thick as a brick.

Fólk spyrja enn í dag, hvørjir hesir vísu menn eru, sum ikki vita, hvussu tað kennist at vera kúbýttur. Men tulkingin kann eisini vendast á høvdið, at tað eru teir vísu menninir, sum bara fjasast við veruleikafjara teori, og sum kalla hini kúbýtt, sum í veruleikanum eru Thick as a Brick. Og nú peikar kumpassin knappliga meira í vestan, vit renna okkum í diskursteori og Foucault, og hvør hevði væntað at funnið slíkt í einum fólksligum tónlistaverki. Men sum so mangan sannað áður: tú skalt ikki skoða hundin á hárunum.

Hesin, sum verður skýrdur Thick as a Brick er nú, tá samanum kemur ikki annar enn miðal hampamaðurin, tey, sum liva í veruliga veruleikanum, hann, sum hevur pissað í saltsjógv, ja, og hvør veit, kanska sjálvur Palleba?

Thick as a Brick var eitt rættiligt gjøgnumbrot hjá Jethro Tull, og tað undrar ongan. Hesin bólkur byrjaði sum tungrock-bólkur, sum eisini hevði gott eyga á tí tá populera folk-rock-tónleikinum, og hann fór sum frá leið meira tann vegin. Eg og mong við mær vórðu bergtikin av hesum rokmikla bólkinum, sum fekk fólk at slota og leingjast eftir meira. LPin Stand up kom í 1969 við  sermerktum løgum sum A New Day Yesterday, We Used to Know, Reason For Waiting og Nothing Is Easy. LPin Benefit kom árið eftir, m.a. við sanginum Inside, sum útvarpsmaðurin Sonne Smith gjørdi til eitt heimshitt í Føroyum. Longu aftur árið eftir kom Lpin Aqualung við tittullagnum, klassikaranum, við sama heiti og við rockaranum Locomotive Breath og øðrum góðum. Og so sum nevnt í 1972 Thick as a Brick.
Hesi 4 árini vóru eisini besta tíðin hjá Jethro Tull, sum nú høvdu nógv og góð løg at framføra á konsertum.

Eg var á konsert hjá Jethro Tull í 1971, haldi eg tað var, og aftur, tá ið teir vitjaðu í Føroyum fyri nøkrum árum síðan.

Herfyri fóru tíðindi at ganga, at Jethro Tull høvdu ætlanir at gera vart við, at tað vóru liðin 40 ár, síðan Thick as a Brick kom út. Teir ætlaðu sær á konsertferð, og teir ætlaðu eisini, hann náði meg, at gera eitt framhald av Thick as a Brick, nr. 2 sjálvandi. Framhaldið kom í apríl 2012, og tað var hetta framhaldið eg hoyrdi sum annan part av konsertini í Hørpu hetta fríggjakvøldið. Og eg má siga, at eisini her hava Jethro Tull skapt eitt megnarverk. Mær hevur so seinni eydnast at hoyra ‘studioútgávuna’ av Thick as a Brick 2 (ein hevur jú Spotify). Og eisini hesaferð varð eg hugtikin.

Í 2aranum er Gerald Bostock ein maður, sum nærkast teimum fimti. Hann kann nú við sorgblídni hyggja aftur á og meta um, hvussu tað gekk. Ella sum tað verður sagt so beinrakið í fyrsta ørindi:

We all must wonder, now and then,
if things had turned out – well – just plain different.
Chance path taken, page unturned or brief encounter, blossomed, splintered.
Might I have been the man of courage, brave upon life’s battlefield,
Captain Commerce, high-flown banker, hedonistic, down-at-heel?
A Puritan of moral fibre, voice raised in praise magnificent?
Or rested in assured repose, knowing my lot in quiet content.

What-ifs, Maybes and Might-have-beens fly, soft petals on a breeze.
What-ifs, Maybes and Might-have-beens.
Why-nots, Perhaps and Wait-and-sees.

Vit sum hava fylgst við Gerald Bostock kenna hetta aftur. Verðin er ein onnur, trupulleikarnir av øðrum slagi, og vit hava notið gleðina og smakkað sorgina. Tónleikurin á 2aranum ber á sama borðið og er meiri sissaður, friðsamur og stílfastur.

Í okkara tíð við politiskum ørskapi og valdsgerðum er tað eisini vert at taka við hetta statementið hjá Geraldi á 2aranum:

From playing fields to killing fields: just one small step of madness.
Officer training, uniform, boys together shower together.
Rank and file can be just fine but that’s not what we’re here for.

Konsertin hjá Jethro Tull hetta kvøldið í Hørpuni í Reykjavík var av sonnum lívsjáttandi og uppliving, sum tú goymir og minnist.

Men nú mundi eg gloymt nýggja tónlista- og ráðstevnuhúsið hjá íslendingum, Hørpu. Hetta er ikki minni listaverk og dømi um, at íslendingar, ólíkt okkum, hugsa stórt.

Harpa er 28.000 m2 til støddar og liggur niðri við keiina í Reykjavík. Bygningurin er út betongi og glasi og skal lýsa sermerktu náttúru Íslands. Meginhugmyndin eru ymisk krystallskap í ymsum litum, sum skulu hvessa hugin. Tað er teknistovan hjá Henning Larsens í Keypmannahavn, sum hevur teknað húsið saman við arkitektavirkinum Batteríið í Hafnarfirði. Listamaðurin Ólafur Elíasson hevur verið við til at geva glasinum skap. Byggingin byrjaði í 2007, men varð so rakt av bankaskrædlinum. Semja var tó um at halda fram við byggingini, tí eitt hús sum hetta fór at vera nógv vert fyri tjóðina og álitið á framtíðina. Og húsið lat so upp alment í maj 2011.

Og her í stórslignum umhvørvi komu til mín aftur minni frá mínum ungdómsárum. Nú nakað eldri enn Gerald má eg sum hann lata oyruni lurta og tankarnar fjakka og í sorgblídni geva vónini enn ein kjans.

Jú, vit hava nógv at læra av íslendingum og Jethro Tull.

Ræðumyndin kámast

Tað hevur verið heitt á meg at siga okkurt til hetta høvið her í kvøld. Tað varð nevnt, at eg kundi siga frá onkrum stuttligum, eg minnist frá mínum barnaárum. Men tað verður ikki lætt, tí míni barnaár vóru alt annað enn stuttlig. Eg minnist bara, hvussu eg sum smádrongur var kringsettur av illsintum konum, sum skeldaðu, lærarum, sum gjødu mær lívið súrt, og ikki minst teimum stóru dreingjunum, sum alla tíðina lógu mær eftir lívinum. Eg var ræðuskítur um ein háls. Og bygdin var eisini full av hundum, sum onga venjing høvdu fingið, og ongin teirra var avsagur fyri at bíta, teir vóru sum heilagu neytini í India. Og so var tað pápi mín, sum koyrdi á meg at koma at skera torv, velta epli, hoyggja, ganga á fjall og fletta. Ja, hvat halda tit?
Og sum um hetta ikki var nóg mikið, so fann kommunan Gud hjálpi mær uppá at seta ein skúlatannlækna. Tá kundi tað ikki blíva nógv verri.

Nei, míni barnaár vóru fyri tað mesta at ganga við ótta og hjartkiptur fjala seg sum best, tað sum í dag so fínt verður rópt at halda lágan profil.
Men nú, tá ið man er komin nakað til árs, so er sjálvandi nógv ymist, sum hendi í barnaárunum, sum nú kann fyrikoma at vera stuttligt.

Eitt, sum eg minnist og mangan undrist á, er, hvussu nógvir handlar vóru í Sørvági, tá ið eg var smádrongur. Har var handilin hjá Hugo úti á Bakka, handilin hjá Hjalmari, handilin hjá Theodor úti á Lið, og á Ørgini helt pápabeiggin Jóhan á Ørg fram við at handla, tá ið Hjalmar flutti út í Geilina. So var tað handilin hjá Olla, Bill-Olla, sum vit eisini kallaðu Apotekið, og so sjálvandi handilin hjá Hentzari, beint yvirav har hjá okkum. Heimi í bygdini lógu Norðstovuhandilin og Løvuhandilin hjá Hjarvil lið um lið, og hinumegin vegin var Løvu-Niclas’a handil. Billumenn høvdu handil stutt vestureftir frá Pálsoyruni, og á vegnum, sum gekk yvir til Gamla skúla, har musikkskúli nú er, var handilin hjá Jógvan í Nýggjustovu og longur yviri aftur handilin hjá Niels. Ikki færri enn 12 handlar, sum allir seldu matvørur. Nakrir seldu eisini klæðir, steintoy, petroleum, vaskiútgerð, nøkur bomm, onkra frukt, tubakk, snús og skrá, stivlar og oljuklæðir. Men teir vóru so smáir hesir handlarnir, og tú skilur ikki, at tann lítla sølan, teir høvdu, kundi breyðføða nakra familju, og teir fægstu mundu gera tað.

Eg minnist, at hjá Hentzari keyptu vit serliga pálegg, speipylsu, sum varð skorin í serligari skerimaskinu, rullupylsu og livurpostei (50 oyru í livurpostei, plagdi eg at siga), alt vigað, umframt margarin, sukur, te og millumlagdar keks. Og so sjálvandi tað obligatoriska súreplið, sum tá kostaði 25 oyru.

Longur uppi í bygdini hevði Karolina hjá Petur Weihe klædnahandil. Í bygdini var eisini urmakari, skómakari, snikkaravirki, vanlig smiðja, posthús og bankar. Stórur nýggjur skúli var nýliga bygdur, og har var eisini kirkja, missiónshús og baptistasalur. Umframt sjálvandi alt arbeiðið, sum m.a. fór fram úti á keiini. Jú, hetta var eitt livandi og virki umhvørvi, hóast eg sum barn væl merkti, at tað viðhvørt gekk upp og viðhvørt niður, mest niður hugsi eg.

Eitt árið, eg minnist ikki akkurát nær, men eg giti, at tað var í 1963, fekk Hentzar ísmaskinu og fór at selja softís. Tað var nakað heilt serligt. Tí tá var tann modernaða tíðin komin til Sørvágs. Hetta var sama árið sum the Beatles sungu She loves you, yeah, yeah, yeah, og amerikanski forsetin Kennedy skrivaði sama árið undir hina søguligu lógina um borgararættindi, sum tryggjaði eisini teimum svørtu í USA vanlig demokratisk rættindi, og tað dámdi ikki øllum. Tey svørtu fegnaðust, og Martin Luther King helt hetta summarið hina tiltiknu røðuna: I Have A Dream. Eitt, sum serliga hugtók fólk um hetta mundið, var fyrsta fjølmiðlagølan, sum eisini vit føroyingar vórðu kunnaðir um í útvarpinum og Dimmalætting. Hetta var rokið um bretska krígsráðharran Profumo, sum var væl við Christine Keeler, eitt konufólk av tí slagnum tey rópa call girl, sum um sama mundið var væl við ein høgtstandi sovjetiskan njósnara. Tað kundi bara ganga galið í teimum tíðum, tá ið kalda kríggið var í hæddini.
Í Íslandi kom nýggj oyggj undan kavi, gosoyggin Surtsey. Tíverri, sama mánað sum hetta hendi, 22. november, var áður nevndi John F. Kennedy, sum var mín hetja og nýggja vónin hjá so mongum, skotin til deyðis í Dallas í Texas. Tað var ein rættiligur skelkur, sum setti seg.

Men aftur til ísmaskinuna hjá Hentzari. Eg kann ikki greiða frá, hvussu væl hesir softísarnir smakkaðu, og eg havi heldur ongantíð fingið so góðar softísar síðan.
Men hjá mær var henda ísmaskinan eisini ein hóttan. Tí einaferð grabbaði Hanniba í meg og bað meg fara út til Hugo, har Anvør stóð í handlinum, við einum softísi og eini heilsu frá Hanniba sjálvandi. Tað var sólskin og óvanliga heitt. Eg minnist, at Hanniba segði, at eg skuldi renna sum ein galin, og hann lovaði, at misti eg so mikið sum ein dropa av ísinum, skuldi hann drepa meg. Eg ristist so illa, meðan eg rann, at tað var líka við, at eg misti allan ísin á vegin. Men fram kom eg tíbetur, og Anvør var sjálvandi imponerað, og seinni giftust tey bæði. Eg fekk ein ís afturfyri frá Hanniba, men tað hevði eg so sanniliga eisini uppiborið.

Men eg hevði eisini onnur skelkandi upplivilsi í mínum barnaárum. Vit høvdu kúgv, og ofta bleiv man sendur at reka kúnna í hagan og fara eftir henni aftur um kvøldið. Tað var ein plága, og onki hjálpti at biðja um at sleppa undan at fara. Mamma var ovbyrjað og hevði nógv um at vera. Kúgvin skuldi rekast út eftir Ovara vegi og heilt út í Geilina. Men henda kúgvin mundi kortini ikki vera heilt normal, haldi eg, tí hon hevði tikið sær fyri at skíta eitt heilt ávíst stað á vegnum, beint uttan húsini hjá Vensili og Lamb-Hansinu. Hansina var sum kunnugt ein skrøpp madamma, hon leyp út á trappuna og rópti: tú hannsjálvur, tú fjernar allan handan lortin og tað beinanvegin.
Eg fekk onki gjørt við hetta, og lotur helt eg leiðina fram og hugsaði um hvørjar syndir eg hevði á míni samvitsku, síðan eg skuldi straffast so hart. Hvønn einasta dag steðgaði kúgvin í sama stað og helt fram at skíta. Eg minnist, at Lamb-Hansina forlangaði, at eg skuldi hava eina skovl við mær at taka lortin upp við. Okkurt av systkjunum kom við einum hugskoti, at eg skuldi hava ein kerrisekk við mær og halda hann undir reyvini á kúnni, tá ið hon skeyt. Kerrisekkir, tað eru hesir smáu sekkirnir, sum vóru brúktir undir krígum til at byggja skotverju við. Teir vóru sum sagt smáir og fyltir við sandi og skjótt var at laða.
Jú, eg hevði so avgjørt brúk fyri verju móti skotríðunum hjá Lamb-Hansinu, hóast kerrisekkurin í hesum føri skuldi brúkast til eina heilt serliga uppgávu ella verju, enn hann upprunaliga var ætlaður til.

Sum eg nevndi í áðni, so vóru nógvir handlar í Sørvági, og enntá fleiri enn teir, eg nevndi. Bara á einum lítlum øki heimi í bygdini vóru einir 6 ella 7 ymiskir handlar.
Eitt nú var tað bakaríið hjá Skælings-Jógvan ella Skelling, sum vit róptu hann. Har keyptu vit breyð, ósøtabollar, søtabollar og jólakøku. Skarpakaku keytu vit til høgtíðir. Har hjá bakaranum var eitt samlingsstað. Har kom fólk at keypa og reypa, gera fortreð o.s.fr. Skelling dámdi væl at dramatisera. Onkuntíð pástóð hann, at hann var sangari og hevði givið fleiri plátur út í útheiminum, og tað var ikki sørt, at vit trúðu honum. Tað var áðrenn internetið og alt hetta her, so illa bar til at kekka tað, sum hann segði. Einaferð fortaldi hann, at onkur til eitt val hevði lagt onkra tjóðveldispropagandu, ein ella annan prentlut, á diskin hjá honum, meðan hann var upptikin við bakingini inni í bakarínum. Hann greiddi seinni frá, at hann vildi ikki nerta hetta eitrandi tilfarið, men fór eftir hesum skemdarskjali við klípitong og tveitti tað beint í komfýrin. So tjóðveldismaður hevur Skelling neyvan verið.

Ein annar handil var Pollastova, har Dánjal við Gil, Dánjal í Pollastovu var krambakallur. Har seldu tey ísinkramm, ymisk amboð og máling. Eg minnist, at eg einaferð keypti eina sleingitráðu í Pollastovu. Eg fór oman á Vatn at royna tráðuna, veipaði dúgliga við henni at fáa pilkin so langt út sum tilbar, men tað vildi so illa til, at fremra helvtin av tráðuni loysnaði og fór saman við pilkinum langt út á Vatnið. Eg var sjálvandi harmur og hámur og tordi illa at siga frá hendingini heima við hús.
Dánjal við Gil var giftur við Jostu, sum hevði telefonstøðina. Einaferð sigst, at onkur, sum tosaði í telefon, ætlaði at siga okkurt hemmiligt, men síðan segði, at hann tordi ikki at siga tað í telefonini, tí hann visti, at tey lurtaðu so illa á støðini. Tá var Josta skjót á linjuni og spurdi, hvat fanin hann bilti sær inn, tí tað passaði yvirhøvur ikki, at tey lurtaðu.

Ein annar stuttligur handil, var bóka- og pappírshandilin hjá Dia. Hann seldi eisini ymsar pappírsvørur, bløð, álmanakkar, onkrar pyntlutir haldi eg og religiøsar bøkur. Til jólagávur seldi hann eisini spøl og sovorði, meini eg tað var.
Hetta minnir meg forrestin um tey pyntaðu handilsvindeyguni á jólum. Tey sýndu ikki av nógvum, samanborið við tað, sum er í dag, men eg minnist væl, hvussu eg kundi standa leingi og stara inn í hesi pyntaðu vindeyguni og í eini næstan religiøsari kenning lata hugin reika.
Tað var eisini hjá Dia vit keyptu hesi smølu avlongu Davy Crockett og Micky-bløðini, og tey vóru í hvussu er, saman við filmunum í Sørvágs Bio, tað einasta, sum veruliga gjørdu lívið vert at liva.

Tað vóru nøkur støð í Sørvági, har man ikki tordi at koma, tí man hevði gjørt fortreð har. Ein orsøk var helst, at man sum barn hevði lyndi til at gera alt størri, enn tað var. Sjávt um tú hevði gjørt okkurt fortreð, sum var púrasta óskyldugt, kundi tú ganga við ótta í langa tíð og ræðast fyri, at ein algoystur maður við knívi knappliga skuldi loypa úr myrkrinum og skera teg á háls.
Nei, tað var ikki lætt at vera barn í Sørvági.

Eitt sum eg eisini minnist var, at man ofta bleiv sendur ørindi, serstakliga tá ið man ikki tímdi ella hevði tíð. Dikta plagdi at ligga í stovuvindeyganum har úti á Ørg, og tað gretti ikki, sá hon teg, at hon rópti: tú harniðri far ørindi fyri meg. Eg minnist, hvussu eg plagdi at krúpa fram við garðinum niðanfyri húsini, so at hon ikki skuldi síggja meg, tá ið eg skuldi út á Lið. Men har var opið fyri tað petti av brekkuni, sum gekk niðan til húsini hjá Diktu og Jóhan, so onkuntíð rendi eg meg beint í trolið og var fangaður. So var onki annað enn at gera, sum hon segði. Tað býtta við hesum var, at ofta komst tú aftur og segði, at hetta ella hitt ikki var at fáa. So vart tú sendur til næsta handilin, komst aftur við somu tíðindum, og var so sendur í triðja handilin. Soleiðis kundi ein góð løta ganga og tú slapst ikki at spæla, hóast dreingirnir spurdu, tí tú skuldi ørindi fyri Diktu. Tað gjørdi ikki støðuna betri, at dreingirnir høvdu fragd í at flenna eftir ólukkudýrinum, sum soleiðis gekk fjøtrað.

Líka veit eg, um tíðirnar eru broyttar til tað betra, men teir ræðuleikar, sum børnini nú uppliva í sjónvarpinum, tað upplivdu vit børn fyri einum 40-50 árum síðan mitt í okkara gerandisdegi. Og tí var tað kanska ikki so løgið, at man ynskti seg langt av landi skotnan, tá ið man einaferð fekk kjansin, men tað er so ein onnur søga.
Men sum við øllum, so kámast ræðumyndin sum frá líður, og støðan var ikki verri enn so, at tú tordi at venda aftur og enntá seta búgv í hesum ræðustaði.

Lisið upp í Bygdarhúsinum í Miðvági á tiltakinum Í menniskjum góður tokki, leygarkvøldið, 27. november 2010.

Musikkskúli og mentanarhús

Tað er løgið, men tað var á loftinum í Gamla Skúla at sørvágsbólkarnir frá 1960’unum trenaðu; Blue Boys og hvat teir annars itu. Eg minnist, at vit mangan stóðu uttanfyri og lurtaðu, meðan teir trenaðu, og vit vóru ikki eina løtu í iva um, at hetta vóru orkestur, sum fluttu eisini lítlu bygdina Sørvág inn í tann brúsandi altjóða heimin. Hornorkestrið helt eisini til í skúlanum eina tíð.

Nú er so Gamli Skúli allur sum hann er musikkskúli, so har fer eins og áður at hoyrast rumbul av tónleiki. Í dag, 13. november 2010, var skúlin so alment tikin í nýtslu, og tað er ikki ov nógv sagt, at talan er um sera snotilig høli.
Á hátíðarhaldi í dag vóru fyrst sýningar av gomlum upptøkum frá næmingakonsertum í musikkskúlanum í Vágum heilt aftur frá fyrst í 1990’unum. Síðan vóru sjálvandi røður hildnar, og Suni Jacobsen, borgarstjórin handaði skúlan til Sørvágs Skúla og avdúkaði nýggja navnið: Gamli Skúli.
Stuttligt var eisini at uppliva nógvan og fjølbroyttan tónleik. Eitt nú framførdu musikkskúlanæmingar, m.a. ein floytukvartett, sum var dugnalig, har var hornorkestur, kór, kór og orkestur og at enda Tinganest. Og so frægt sum eg dugi at meta, so var akustikkurin í nýggja skúlanum eisini framúr.

Dagurin í dag vísti kanska best, hvussu vítt tað modernaða tónleikahugtakið spennir, nevniliga um bæði tað klassiska, tað meira fólksliga og tað rytmiska sum rock og jazz.

Áhugavert verður at síggja, hvat nýggi musikkskúlin fer at verða brúktur til, tí hann eigur ikki at standa tómur. Upplýst var á haldinum í dag, at møguleikarnir eru nógvir, t.d. eisini at brúka hølini til annað enn tónleik, so sum framsýningar og sjónleik. Eg skilti annars á umrøðu í útvarpinum herfyri, at umstøður eru eisini at taka upp tónleik í nýggja musikkskúlanum.

Sjálvur haldi eg, at tað kundi verið áhugavert at fingið eitt veruligt mentaumhvørvi í nýggja musikkskúlanum, t.d. við konsertum, fyrilestrum, upplestri o.l., sum kundi savnað nøkur fólk, tí grundarlag er neyvan fyri teimum stóru framførslunum, tað má helst fara fram í størri hølum. Harfyri er onki, sum forðar fyri, at tað ber til at hava fín tiltøk, smærri bólkar, teir lokalu, men eisini tey kendu sum Holgar, Eiðvør, Teitur, Hallur Joensen, Nicolina av Kamarinum, klassiskan kamartónleik, t.d. Aldubáruna umframt smærri jazzbólkar, og so onkuntíð tað stóra og forkunnuga, sum kemur til landið uttanífrá.

Men eg rokni við, at slíkt má skipast, og at kommunan møguliga setir eina fyrireikingarnevnd at skipa fyri tiltøkum í nýggja skúlanum. Tónleikaundirvísingin er jú væl skipað frammanundan, so hon hevur helst onga neyð.

Jú, sørvingar hava allan rætt at ynskja sær sjálvum tillukku við nýggja musikkskúlanum.