Archive for the ‘ummæli’ Tag

Gestsins eyga

Hon mátti koma. Bókin um Astrup. Og nú er hon her. Rithøvundurin Páll Holm Johannesen er blaðmaður og hevur undan hesari eisini skrivað bókina Tey sóu reytt. Víðgongdi vinstrivongurin í Føroyum 1962-1990 (2011) og ritstjórnað útgávuna Krossvegir. Essay-savn um átrúnað og politikk í 2007 saman við Heina í Skorini.

astrupGløgt er sum kunnugt gestsins eyga, og tá ið tvær siðmentanir bresta saman, øðrumegin tann heiðurliga danska, her umboðað av Jørn Astrup Hansen, sum verður sendur til Føroyar, tá landið enn einaferð ók á knøunum, og hinumegin tann óstýriliga føroyska, tá er úrslitið givið. Vit kenna tað frá Asterix og Obelix, teir báðir gallararnir, sum góvu rómverska stórveldinum ganir. Og hvør minnist ikki prestin Peder Børresen í skaldsøguni Det gode håb hjá William Heinesen, sum er um at koma í rasshaft av fávitskutum føroyingum og eini muturspiltari mest danskari klerka- og embætisstætt. Tað er av sonnum ein nívandi løta hjá prestinum, tá ið hann umsíðir má ásanna, at hann hevur mist alt álit á yvirvøldini.
Og hetta er áleið sama upplivingin, sum Astrup fær av Føroyum, tá ið hann 1. januar 1993 kemur higar at rudda upp í Sjóvinnubankanum, sum var farin á húsagang á sjálvum 60 ára degnum 6. oktober 1992. Tí føroyingum bjóðar tú ikki av á heimavølli, allarminst um tú ert útlendingur.
Bókin snýr seg ikki so nógv um royndirnar at bjarga bankanum og føroyskum vinnulívi, men heldur meira um, hvussu Astrup má læra føroyingar, at bankavirksemi er ikki ein almannastova, sum hjálpir neyðstøddum. Og tí var tað uppliving við lít, tá ið ein heil bygd einaferð stóð inni á skrivstovuni hjá bankastjóranum við borgarstjóranum á odda við kravi um, at nú mátti bankin geva flakavirkinum lán, tí fólk vildu sleppa til arbeiðis. At virkið eisini skuldi bera seg, kom ongum til hugs. Tá var tað Astrup kom við kravinum, at verkætlanir skuldu vera ’bæredygtige’, sum síðan er blivið til buzzorð í Føroyum, tí nú tosa øll um burðardygd, ofta uttan reiðiliga at gera sær greitt, hvat orðið merkir.

Henda bókin um Astrup er ein lýsing av nógvum viðurskiftum í føroyska samfelagnum, sæð við hansara eygum. Lýsingin fer ikki altíð í dýptina, kanska tí at Astrup er tann typan sum heldur, at tað, hann førir fram, er so eyðsæð, at tað má ein og hvør idiotur kunna skilja.
Eitt, sum eg gjørdist varugur við, tá eg las bókina, var leikluturin hjá politisku skipanini, sum gjørdi lítið við at loysa átroðkandi vinnu- og samfelagstrupulleikar, men mest brúkti orku til at verja politisk fylgisneyt og persónlig ella lokalpolitisk áhugamál. Hetta máttloysið verður lýst við fleiri dømum í bókini. Hóast danskari og bankastjóri, so byrjar Astrup næstan beinanvegin at leggja seg út í kjakið um týðandi samfelagsmál, tað veri seg umsitingin ella manglandi umsitingin av fólksins ogn. Hann peikar á sjúkueyðkenni í høvuðsvinnuni. Hann øtast um fámannaveldið, sum eins og í Ruslandi hevur veruliga valdið í landinum, meðan politiska skipanin skinklar, sum hann tekur til. Og tá tann annars smædni Astrup leggur seg út í kjakið, so er tað eitt slag av neyðverju, tí hann upplivdi ferð eftir ferð, at bankin varð gjørdur til syndabukk fyri nakað, sum tann veika politiska skipanin átti at taka sær av, men ikki fekk tikið sær um reiggj. Hann varnast eisini, at høvuðsvinnan er korporativt skipað, reiðarar og fiskimenn eru bókstaviliga í sama báti, so har er eingin áhugakonflikt. Fíggindin er hini.
Astrup spyr, hví tey lærdu ikki gera vart við seg í almenna kjakinum, tí tað eiga tey at gera afturfyri, at samfelagið hevur givið teimum eina góða útbúgving og serligar førleikar. Men tey tiga, tey flestu, og kanska ikki uttan grund. Stuttligt er tað annars, at Astrup eisini er tann, sum fekk jarðlagt ósiðin, at bløðini skuldu vera á tremur við dulnevndum lesarabrøvum. Sig so tað.

Tú fært annars varhugan av, tá ið tú lesur bókina, at bankastjórin er eitt sindur av einum skápsmarxisti, tí honum dámar ikki stóraktionerar, sum keypa partabrøv við læntum peningi, men vil heldur hava, at ein breiður ognarskari eigur avgerandi vinnutólini so sum bankar o.tl. Tað skapar undirtøku og ábyrgdarkenslu. Og so er Astrup eisini romantikari og vil varðveita postverkið upp á tann gamla mátan. Men har er tíðin nokk ikki í hansara parti, og har vendist vist ikki aftur.

Tað er vert at leggja til merkis, at bankastjórin eisini er fullveldissinnaður, tí hann var sannførdur um, tá ið fullveldið var á skránni, at tað var rætt, at vit vildu standa á egnum beinum. Men hann heldur lítið um fullveldistilgongdina, tí tá vildu teir hava alt og fingu einki, og eftir standa vit við sama óloysta tjóðskaparspurningi, sum framvegis køvir alt veruligt politiskt kjak og politisk átøk her á landi. Men danskarar áttu sín lut í, at tað gekk so illa við hesum samráðingunum, og kann tað koma av, at danska stjórnin ”var snøgt sagt bæði móð og troytt av føroyingunum um aldarskiftið. Kendi seg eyðmýkta. Serliga bankamálið mundi vera henni ovboðið.”
Ríkisveitingin átti at minka í góðum tíðum, heldur Astrup, og kanska at verið økt, tá ið verri stóð til. Men at taka ímóti ríkisveiting og spara hana upp til at fíggja loysingina, tað heldur hann vera lítið virðiligt.
Í Búskaparráðnum hevur Astrup mælt til at avtaka sjómannafrádráttin og serligu fiskavirkisskipanina hjá ALS, og tí undrar tað ikki sørt, at hann dittar sær oman í Rotary at eta døgurða við tí betra slagnum. Stuttligt er eisini, at Astrup av tilvild verður boðin við á matstovu í Tivoli, tá ið keypararnir fara har at hátíðarhalda íslendskt fíggjaða keypið av sørvágstrolaranum Vesturvón. Tí Astrup dámar als ikki íslendsku innrásina, sum kom við íslendska bankanum Kaupthing. Tí hetta var vist ikki tað góða gamla varisliga bankavirksemið. Men øll vóru jú bergtikin, og hetta setti onnur í skammikrókin, men sum tikið til í danska sanginum: Det sku’ vær’ så godt, og så’ det faktisk skidt.

Jú, hetta er spennandi bók. Men hon er ikki spennandi allan vegin. Tað er í so nógv av knøppum vendingum í bókini, ið sum frá líður fær bankastjóran at ljóða ov nógv sum ein, sum altíð veit betur. Tað eru tí brot í bókini, sum ikki siga so nógv nýtt ella avgerandi. Bókin skuldi sambært innganginum vera lættlisin, og tað er hon, kanska burtursæð frá 11. kapitli, sum Astrup sjálvur skrivar um skattamálið hjá Eik. Tað virkar eitt sindur klínt uppí. Tað er alt ov langt, tí vit fata poengið nokkso skjótt. Tað virkar sum er rithøvundurin tikin av ræði.

Tað løgnasta er, at hóast vit høvdu bankakreppu fyrst í 1990’unum, so fingu vit guðsdoy bankaskrædl aftur í 2010. Og Astrup varskógvaði um hetta, so tað ikki gjørdist til eina ólukku fyri landið. Tann søgan, tá ið bankin varð bjargaður, er stuttlig, tí hon er líka surrealistisk, sum nógv av tí, Salvador Dali málar. Hvussu Føroyar fingu ein banka aftur fyri næstan einki, og at hesin skuldi enda sum ogn hjá TF Holding, sum Astrup hevur lítið gott at siga um, tað er og verður gátuført. Og tá so skattamálið kemur aftrat, tá er bikarið vist meir enn á tremur.

Eg helt annars ikki, at eg fekk so nógv nýtt at vita um persónin Astrup, men hann hevur eisini verið meir alment frammi enn tey flestu.

Kanska er henda bókin ikki allur sannleikin um Føroyar, og tað skuldi hon heldur ikki vera, men hetta er undirhaldandi og viðkomandi sannleiki, og var tað ikki eitt land, tað snúði seg um, so flenti tú í kíki, meðan tú las. So er bara eftir at spyrja, um nakað er broytt?

Tú ert mær so fitt, so fitt

roks1Nú er útkomin snotilig bók við heitinum Føroyska rokksøgan, sum teir fýra Hans Egholm, Kartin L. Hansen, Uni L. Hansen og Niels Uni Dam hava skrivað. Talan er um eitt ordans verk, eina bók í stórum broti, ið er fleiri enn 400 síður. Og har er sanniliga eisini ein søga at siga.
Bókin er kjokkfull av frásagnum um ymsar hendingar, persónar, tónleikabólkar, feløg, tónleikarák, vitjanir, útgávur, konsertir, sangleikir og festivalar. Tað ber eisini væl til at tosa um søgu, tí føroyskur rokk- og popptónleikur hevur eina tíðarfesta byrjan í 1950’unum, og hann mennist og heldur áfram. Rokktónleikur er fyrst og fremst eitt ungdómsfyribrigdi, men summi vera verandi tónleikarar langt upp í árini og fáa at enda almenna viðurkenning fyri síni avrik.

Lat meg byrja við at siga, at eg haldi, at Rokksøgan er væl úr hondum greidd, og hon vísir sjálv, at evnið er viðkomandi, og at tað er umráðandi, at vit fáa henda partin av føroyskari søgu lýstan so væl sum tilber.
Rithøvundarnir grundgeva í innganginum fyri, hví vit skulu hava eina bók um føroyska rokksøgu og gera tá vart við, at rokktónleikur er av stórum mentanarligum og búskaparligum týdningi. Rokktónleikur er ikki longur eitt ítriv ella nakað tú hevur til stuttleika, og í Føroyum verður hesin tónleikurin tikin í stórum álvara av tónleikarum og lurtarafjøldini og er sum nevnt nú eisini viðurkend mentanargrein.

Bókin er skipað í seks partar, ein fyri hvørt tíggjuáraskeiðið frá 1950’unum og so framhaldandi, og tað passar eisini rættiliga væl við, hvussu hendingarnar í føroysku rokksøguni hava háttað sær.

Tvær avgerandi hendingar
Tað tykjast vera tvær avgerandi hendingar í 1950’unum, sum stimbra føroyskan rokktónleik. Onnur er, at Útvarp Føroya verður stovnað í 1957, og hin, at fyrsta føroyska poppplátan kemur út sama árið.
Tað var lív í tónleikinum í Havn, eitt nú tá ið Simme og tey spældu til dans í Tórshøll, og tá Simme, sum hevði fingið tónleikaíblástur í Keypmannahavn, á heysti 1955 stovnaði Blue Star Club, sum skuldi menna tónleikalívið í Føroyum. Ikki øll vóru so fegin um hetta nýggja, og at tey virknu á óalmenna listapallinum ofta verða viðfarin sum útskot var vanligt fyrr, og er tað kanska enn.
Longu á vári 1957 skipaði Simme fyri ungdómssendingum í Útvarpi Føroya, har tann prestlærdi Axel Tórgarð tá var stjóri. Um tað hevði nakað at gera við, at Hansemann, ið var bróðir útvarpsstjórans, fór undir plátuútgávu, skal eg lata vera ósagt. Men Hansemann dugdi á at skyna, hvat var á vási, og hann skipaði fyri, at fyrsta føroyska poppplátan, Sunnukvøld í Planstasjuni, varð tikin upp og givin út.
Í sendingini Minnist tú enn, 1. partur (sending í 13. pørtum, sum var send í sjónvarpinum á heysti 2010 og til 2013), sigur Christoffer Jensen í Klaksvík, sum minnist hendingina, at fólk hildu tað vera undarligt, at føroyingar skuldu kunna geva út eina poppplátu og enntá á føroyskum, tað bar líkasum ikki til.
Men tað gjørdi tað jú og hevur gjørt tað síðan.
Tað er annars áhugavert, at tað er millum skótarnar, at nýggja tónleikarákið í 1950’unum serliga ger vart við seg. Har lív er í frammanundan, kemur ofta meira lív í, og tað er eisini vert at hava í huga, at skótarnir ikki fyrst og fremst vóru ein átrúnaðarligur felagsskapur, men ein skipan at sosialisera ungdómin á sunnum grundarlagi, sum vit onkuntíð taka til. Ungdómurin skuldi og vildi vera virkin.
Á skótalegu í Skotlandi í 1956 hoyrdu føroysku skótarnir skiffletónleik, sum hugtók teir nógv. Tónleikur varð eisini framførdur, tá ið skótarnir komu saman til ymisk hald. Teir skipaðu fyri skótateiti, The Gang Show, í mars 1958 í Sjónleikarhúsinum, og partar av teitinum vórðu sendir í Útvarpinum. Her vórðu, umframt kendar útlendskar sangir, eisini framførdir føroyskir sangir, sum seinni gjørdust poppklassikarar, eitt nú tónleikavarðin Rasmus, sum fær drúgva umrøðu í hesi bókini.

roks2
Hesin sami ungdómur stovnaði í 1958 Tónleikarfelagið, sum hevði sum endamál at vekja ans fyri og fremja tónleik í Føroyum og verja rættindini hjá føroyskum tónleiki, tónleikarum og tekstrithøvundum. Merkisvert at tey ungu longu tá skuldu hugsa um hetta.
Hetta virksemið og serliga tað hjá skótunum verður í Rokksøguni kallað frumrokkur, ein serføroyskt byrjan, sum ikki enn kann javnmetast við tann útlendska rokktónleikin, sum tá hoyrdist í úrvarpi og á plátu. Tí hava høvundarnir eisini givið Rokksøguni undirheitið Frá frumrokki til altjóða tónleikapallin.
Tað er so heppið, at nógvar av tónleikasendingunum við spæli og sangi, sum eitt nú Tónleikarfelagið skipaði fyri í útvarpinum, eru varðveittar, og tí ber til at gera sær eina mynd av, hvat tað var fyri tónleikur hesi ungu spældu tá. (Savnað á útgávuni Tónleikarfelagið 50 ár. 3 fløgur. 2008)

Ikki bara undirhaldssøga
Tað eru nú plátuútgávurnar hesi og tey komandi árini, sum gera, at henda Rokksøgan ikki bara er undirhaldssøga, men verulig tónleikasøga. Umframt útgávurnar, sum Simme skipaði fyri, vóru eisini tær, sum Tey av Kamarinum, ein tónleikabólkur, sum skarðaði framúr, góvu út. Her eru tað serliga sangirnir og løgini hjá Nicolinu, sum eru sermerkt. Eg legði til merkis umrøðuna í bókini av sanginum Lívið, sum Nicolina skrivaði til eina vinkonu, sum misti sín elskaða drong við Stella Argus. Tað er ikki nevnt í Rokksøguni, men tað hevur undrað meg, at teksturin, sum skal ugga gentuna, als ongar tilsipingar hevur til tað átrúnaðarliga. Tað verður nevnt, at vinir ofta svíkja tey í svárari neyð, men at tað er tíðin og vónin um, at aftur skal koma eitt vár, sum lekir sárini. Kanska eitt dømi um, at popptónleikur er ella átti at verið eitt heilt egið mentanarfyribrigdi.
Tað undrunarverda er kortini, at tey ungu, sum spældu henda nýggja tónleikin, ikki hava verið í iva um, at føroyskur rokkur ella poppur skuldi syngjast á føroyskum. (Nógvar av hesum fyrstu plátuútgávunum eru savnaðar á Vit Minnast 1 og 2. Hansemann Tórgarð. 2 LP’ir. 1973 og 1975)

Tað skerst ikki burtur, at 1950’árini og tey fyrstu 1960’árini eru nakað heilt serligt í føroyskari rokksøgu, men tað endar ikki her. Tað koma fleiri tónleikavarðar og tað er gongd og menning í tónleikavirkseminum alla tíðina. Útlendingar, sum fylgja við, undrast og spyrja, hví tað er so nógvur tónleikur í Føroyum? Nakað einfalt svar er ikki, men egið mál, at vera fjarsettur, kvæðini og andaligi og verðsligi sangskatturin gera helst sítt, men Rokksøgan umrøður í hvussu er ein part av allari hesari tónleikanøgdini.

Í seinnu helvt av 1960’unum er bretski rokk- og popptónleikurin alráðandi, og tann, sum vildi gera seg galdandi, var noyddur at spæla tøkuløg og kendu poppløgini, sum fólk dansaðu til. Føroyska høvuðsnavnið Faroe Boys vóru væl dámdir og spældu væl. So væl at teir vórðu róptir føroysku ’bitlarnir’, tá ið teir spældu í Íslandi. Men nakað nýbrot kom ikki frá teimum, og heldur ikki við trýssárabólkinum Cream Crackers, sum spældi um hetta sama mundið og spældi tað, vit kallaðu progressivan rokk.
Men hvør veit, hvar føroyskur poppur hevði verið í dag, um teir í Faroe Boys á sinni høvdu fingið frí úr skúlanum at spæla í eini kendari undirhaldssending í svenska sjónvarpinum. Frí fingu teir ikki, og neyvan var tað hent í dag, og ein skúlastjóri hevði forðað gávuríkum unglingum at fáa eitt altjóða ’gjøgnumbrot’.
Í Rokksøguni kunnu vit eisini lesa um poppkonsertirnar, sum vóru í 1960’unum – onkuntíð við go-go-gentum og kappingum um, hvat orkestur var tað besta. Hetta sama verður jú endurtikið væl seinni við Prix Føroyar í eitt tíggjuáraskeið frá mitt í 1990’unum. Eitt afturvendandi evni í kjakinum hesi árini eru halgidagslógin, sum ikki loyvdi, at tað varð dansað aftaná midnátt leygarkvøld, og annars vánaligu dansiviðurskiftini.
Útvarpið sendi tónleik fyri hálvvaksin, og seinni gjørdist Kári Helmsdal útvarpshetja, tá hann byrjaði sína sending við: Gott kvøld allir popparar.

”Bjargingin kom úr Danmark”
So valdi poppídnaðurin at seta ferð á diskoalduna, og vit fingu dans við plátuvendara. Livetónleikurin varð, sum teir taka til í Rokksøguni, at kalla kroystur av pallinum. Rithøvundarnir vilja vera við, at føroyski rokktónleikurin lá í einum aldudali, tá farið varð inn í sjeytiárini. Ein partur av forkláringini er, at nógv av teimum ungu fóru av landinum at lesa. Rokktónleiki kundu tey ikki liva av.
Men har var hjálp í neyðini.
Tá ið tað bókini verður sagt, at ”Bjargingin kom úr Danmark”, so er tað Kristian Blak sipað verður til. Hann flutti til Føroyar í 1974, og hansara leiklutur í føroyskum tónleiki er ovurhonds stórur og er tað framvegis líka til henda dag. Jazzfelagið, sum hann var við at stovna, er enn eitt dømi um felag, sum av álvara setir ferð á, og slík feløg gera seg eisini galdandi seinni t.d. FUT og tónleikasamtakið Grót, sum var stovnað í 1998 og legði lunnar undir G-festivalin.
Vinstrasinnaða umhvørvið í Keypmannahavn og kabarettirnar gjørdust karmur um nakað av tí besta av føroyskum rokktónleiki, kanska mest í fólkatónleikastíli.
Hvør minnist ikki LP-plátuna Harkaliðið, sum kom í 1971 við innspælingini av vísuni Ólavur Riddararós sum popplag. Júst hetta var eisini ein fyriboðan um eitt rák, sum tekur seg upp seinni. Harkaliðið var við til at skorða undir samleikan í útisetaumhvørvinum, og tað sama gjørdu útgávurnar hjá Debes & Petersen, EP-pláturnar Bláa húsið og aðrir sangir 1973 og Mitt í eini meining í 1974 við Gullkálvavalsinum, sum hartaði føroyska dupultmoralin. Kári P. byrjaði hesi árini veruliga sína leið sum orða- og lagsmiður, sum tikið til í Rokksøguni. Endaliga prógvið um hetta var LP-plátan Vælferðarvísur frá 1978.
Aðrir tónleikavarðar á gáttini til 1980’ini vóru hin tiltikna Veðraplátan hjá Straight Ahead, sum eisini gjørdist svanasongurin hjá bólkinum. Hetta var væl spældur ektaður rokkur ”við einum ráka av disko”, ikki tøkuløg, men fyri ein stóran part egið væl frágingið tilfar. Ein onnur útgáva, LP-plátan Ábit hjá Kræklingum, boðaði frá, at nú áttu vit tónleikarar við førleikum, sum ikki stóðu aftanfyri tað útlendska. Lat so fara at onkur helt plátuna vera ’jazzuta’, sum um tað skuldi verið nakað at fýlast á. Kræklingar høvdu annars av álvara gjørt vart við seg í 1976 við lagnum Svarti Ravnur, sum ongin minni enn Martin Joensen hevði skrivað.

Ein føroyskur rokkpallur
Rættilig gongd kemur á føroyska plátuframleiðslu og -útgávur í 1980’unum. Tíðirnar tykjast ongantíð at hava verið betri. Nýggja Norðurlandahúsið, sum fær stóran týdning fyri tónleikin, letur upp 8. mai 1983. Nógv verður tikið upp í studionum hjá Milson, og vit fáa á fyrsta sinni síðan fimtiárini ein veruligan føroyskan rokkpall við týðandi bólkum, sum regluliga geva út plátur/bond/fløgur við egnum tilfari ætlað føroyingum.
Her skulu bara nevnast Frændir, sum gerast ímyndin av einum rættvísum, onkur vil kanska siga sjálvrættvísum, Føroyum, eitt sindur vinstrasinnaður popptónleikur, sum vil nakað. Frælsi, frið í heiminum, kærleika og vinalag, sum ein ummælari tók til. Eitt nú tá ið bólkurin persónger Føroyar og í einum sangi, kanska eitt nýtt slag av tjóðsangi, spyr opið: hvat heldur tú um føroyingar Føroyar. Og so eru Tinganest har við tí meira sakleysa, lætta og skemtiliga bygdapoppinum rópt vágasound. Hanus G. Johansen er eisini millum teirra, sum finnur tónlistarlig bein at standa á sum vísusangari, og nógv onnur, sum kanska ikki fáa so drúgva tónlistarliga lívsleið, geva eisini út hesa tíðina.

Hetta heldur fram øll 1990’ini. Tað er ikki óhugsandi, at tónleikurin hetta áratíggju er ein reaktión móti teimum smartu 1980’unum, sum endaðu við politiskum og búskaparligum sorgarleiki. Hetta er tíðin tá kommunisman fall, og nýggja sjónvarpsrásin MTV rúnabant tey ungu. Tutl-útgávan Rock í Føroyum (1995) vísir, hvat er í umbúna. Tungmálmur er nógv avhildin, og har koma eisini nýggj gávurík fólk framat, eitt nú sermerkti bólkurin Enekk, rappbólkurin MC-Hár, grungebólkurin Mold, og eisini Eivør stígur fram, nú vit eru við at fara inn í nýggja øld. Og tað koma nógvar útgávur hesi árini, sum eru rættir tónleikavarðar.
Tey gudiligu ungu, sum fingu íblástur frá kristiligum tungmálsbólkum sum Petra og Jerusalem – teir spældu hart og leikaðu í á pallinum – vildu nú sleppa úr tónlistarligu spennitroyggjuni. Tey halda ikki, at tað longur skal vera nakað mark millum andaligan og óandaligan tónleik.

Aftaná aldarskiftið kom rættiligt umskifti. Nýggj talent í hópatali trína nú fram á pall, ungdómur, sum er uppvaksin við internetinum, streamingtænastum og sosialu miðlunum. Tað sprettir og grør, og tað er ringt hjá okkum tilkomnu at fylgja við. Tað gongur næstan ikki vika, at ikki onkur nýggj útgáva kemur á marknaðin, og boðað verður til útgávukonsert. Vit eru mitt í alheimsgerðini, nú skal tað vera enskt, skal tað rokka, og sambært Rokksøguni, so tykjast føroyingar eisini at hava funnið sín samleika og støði eftir at hava verið eftirbátar og trilvað eftir seinkaðum rákum uttan úr heimi.
Seinkað rák er nú ein eftirlagaður sannleiki. Tí aftaná avlýstu fólkaatkvøðuna um fullveldi kom punktónleikurin 40 ár ov seint til Føroyar, tjóðveldispunk við bólkinum 200, sum fær drúgva umrøðu í Rokksøguni.roks3
Men heimurin stendur opin fyri øllum, sum hava okkurt at bera fram, og tað serliga føroyska er nú knappliga áhugavert úti í heimi. Teitur, sum vrakaði ein útgávusáttmála hjá einum av heimsins størstu plátufeløgum, vísti vegin. Nú er ikki neyðugt longur at vera undirbrotligur. Eivør kom við eklektiskum poppi í ætt við Kate Bush, Týr spældu og spæla kvæðarokk og Lena Andersen væl poleraðan og ikki einkisigandi popp. Tað skal vera autentiskt og koma frá hjartanum.
Tey ungu við tjaldi og tey við tónleikaviti savnast á G, hini við húsvogni savnast á Summasfestivalinum at hoyra teirra løg.
Techno- og elektropoppur er síðsta skríggj, og bólkar og einstaklingar sum Byrta, Greta Svabo Bech, Sakaris og Orka hava víst, at dugur er í. Søgur ganga um, at føroyingar skriva løg til heimsnøvnini á popppallinum og eyðkennisløg til sjónvarpsrøðir hjá stóru framleiðarunum. Tann góða søgan í miðlunum er nú um føroyingar, sum gera seg galdandi ella sum umboða Føroyar í útlondum. Og nú er tað ikki longur vánalig dansiviðurskifti, men dýru flogferðaseðlarnir hjá Atlantic, sum eru forðingin.

Nógv av hesum og nógv meira aftrat kanst tú lesa í Rokksøguni, sum heldur ikki hevur gloymt landaplágurnar.

Kunnu vera errin um útgávuna
Tað hevur eydnast teimum, sum hava skrivað og lagt hesa føroysku rokksøguna til rættis at geva okkum lesarum eitt upplýsandi og hent verk. Bókin byggir á prentaðar og varpaðar heimildir og á samrøður, og hon er skrivað eftir einum leisti, sum rithøvundarnir kalla journalistiskur, tvs. talan er ikki søguvísindaligt arbeiði, og tískil er heldur onki ástøði og ongin veruligur keldukritikkur.
Bókin er skrivað sum krønika, har sagt verður frá minni og meira týðandi hendingum, sum er skipaðar í tíðarrað. Men hon er góð fyri tað og slóðar í øllum førum fyri, at meiri kritiskar viðgerðir nú kunnu gerast av føroyskum populertónleiki.
Skal eg finnast at onkrum, so má tað vera, at tað onkuntíð er munur á, hvussu nógv verður gjørt burturúr, t.d. umrøður av bólkum. Her er tað helst tøka tilfarið, sum ger av, hvat er at siga, og onkuntíð er umrøðan heldur leyslig. Hinvegin eru eisini nógvar neyvar gjøgnumgongdir av ymsum hendingum og evnum.
Leitiskrá yvir bólkar og persónar er í bókini, men eg fann okkurt dømi í tekstinum, sum ikki var við í hesi skránni. Fínar myndir eru í bókini, men nógvar av myndunum eru í so lítlar.

Eg kann annars nevna her, at eg saknaði ein neyvari keldulista, serliga tá talan er um prentaðar heimildir, men kanska hava rithøvundarnir ikki viljað gjørt bókina ov ’akademiska’? Men allarmest sakni eg ein útgávulista, eina diskografi, so at til ber at síggja alt, sum er givið út av tónleiki, hvar og nær, løg, hvør hevur verið uppií o.s.fr. Hetta má koma, tí vit eiga í føroyskum rokktónleiki eina røð av tónleikavarðum, fyri at brúka eina vending í bókini, sum tað er vert at minnast og gera vart við.
Og í tí sambandi kann eg nevna, nú eg las hesa bókina og hevði hug at kanna okkurt nærri, at eg gjørdist ovfarin av, hvussu lítið er til av upplýsingum á netinum um føroysk viðurskifti og herundir eisini um tónleikin í Føroyum. Har má onkur taka sær um reiggj, stovnar og feløg, tí hjá lítlari tjóð sum okkum ber ikki til at dúva upp á, at einstaklingar av sínum eintingum taka sær av hesum.

Føroyska rokksøgan er ein megnar útgáva, sum rithøvundar og Bókadeildin kunnu vera errin av.

Nakrar tilvísingar:
Eilen Anthoniussen: Frá Simma til Sakaris (Heimatíðindi í Dimmalætting, 15. juli 2016. Um Rokksøguna) http://www.dimma.fo/premium-content/fra-simma-til-sakaris/
Føroyska blaðsavnið. Tey sum vilja lesa eldri tíðindi og ummæli kunnu fara inn á føroyska blaðsavnið at leita: tidarrit.fo
Joshua John Green: Music-making in the Faroes. The Experience of Music-making in the Faroes and Making Metal Faroese. Vestmanna, Sprotin, 2013. 332 síður við myndum. (Ummæli: Leivur Thomsen: Føroyskur metaltónleikur fyri vísindaligari gransking. Dimmalætting, nr. 161, 19. juli 2013. Punktum.fo s. 16-17.)
Tórður Johannesarson: Hermann. Ævisøga. Tórshavn, Glint, 2012. (Tónleikarfelagið s. 100-115)
Pauli V. Johannesen og Finnbogi Johannesen: Popp-tónleikur. Varðin, 1978, Bind 45, s. 139-141.
Janus Petersen: Felagssangur og nýggj angloinnrás. Brá, nr. 7, 1985, s. 77-79. (Ummælir Saman við tær hjá Frændum, We come for you hjá Hjarnum og Thanks to your love hjá Myrnu)
Tónleikur. Klaksvík, Studio Pegasus. Árbók. 2001 (109 síður við myndum) og 2002 (126 síður við myndum)

Tvær ævisøgur til jóla

Higartil til jóla eru komnar út tvær ævisøgur eftir høvundar, sum uttan iva báðir eru kendir av teimum flestu. Steintór Rasmussen, kendur frá m.ø. Frændum og Summarfestivalinum, hevur skrivað ævisøgu við heitinum Lívið er mítt listaverk, og Jógvan Arge, kendur sum útvarpsmaður, rithøvundur og politikari, hevur skrivað bók hann kallar Mín krýnika. Havnamaður og gøtuskuri.

Ævisøgur eru eitt elligamalt bókmentaslag ella sjangra. Tað hevur verið hildið, at hetta bókmentaslagið eisini í verðsligum líki hevur átrúnaðarliga fyrimynd, eitt nú frásøgnin um umvending Paulusar ella játtaninar hjá Augustin, tekstir, sum nú báðar eru á føroyskum.
Tað er nú einaferð so, at okkum dámar at hoyra søgur bæði um reystmenni og búrhundar, hampafólk og dólgar, um tey, ið lagnan fer illa við, ella tey, sum hava eydnuna við sær, skara framúr og ikki minst tey, sum venda um.
Ella sum tað stendur í sanginum So vakrar moyggjar og knappar menn hjá Rasmus Effersøe: Um vetrarkvøld um grúgvu samlast øll, at siga søgur bæði um menn og trøll.

Ein grein av ævisøgum er tann vit nevna sjálvsævisøgur. Tvs. at tann sum skrivar og tann sum skrivað verður um, er ein og sami persónur. Hetta skuldi gjørt frásøgnina persónliga/subjektiva, men eisini meiri sanna/autentiska. Tí hvør kennir betri teg, enn tú sjálvur?
Tá fólk skriva sjálvsævisøgur og geva tær út, so er tað ofta tí, at tann ið skrivar, vil leggja okkurt persónligt fram alment. Okkurt sum er vert at greiða frá og minnast. Og hví viðkomandi ger tað, kann vera ymist, heilt frá at vilja bera ein týðandi boðskap, siga eina áhugaverda søgu ella til at viðkomandi væntar at bókin fer at vekja áhuga og tí fer at verða nógv keypt.

Ein sjálvsævisøga kann eisini skapa eina ímynd av persóninum, eina ímynd, sum høvundurin kann laga til eftir tørvi.
Skal talan vera um eina góða sjálvsævisøgu, má tann, ið skrivar, hava okkurt serligt at bera fram. Tað kann vera, at hann ella hon hevur havt eitt sermerkt ella øðrvísi lív enn tey flestu. Viðkomandi kann eisini vera kendur ella hevur gjørt vart við seg á serligan hátt, og tí tíma vit at lesa um júst tann persónin og tað, sum hann og vit saman við honum hava upplivað.
Lívsleiðin ella lagnan hjá einum persóni verður tá viðkomandi hjá øðrum eisini, ja, kann gerast liður í okkara royndum at skilja okkara egnu lívsleið.
Í hesum liggur eisini tann fatan, at fortíðin og hendingar og upplivingar í fortíðini hava týdning fyri okkara persónligu menning og fyri menningina av okkara samleika.

Helst skal ein sjálvsævisøga vera sannførandi, men eitt sindur av reypi klára vit eisini at liva við. Hon kann vera undirhaldandi og røra okkara hjartastreingir. Men júst tað veldst eisini nógv um, hvør lesarin ella málbólkurin, sum tað nú eitur, er.

Eiga nógvar ævisøgur
Vit eru so heppin at hava eina røð av føroyskum sjálvsævisøgum, so nógvar, at eg bara kann nevna nakrar fáar her. Ein tann fyrsta føroyska sjálvsævisøgan eg minnist, er tann hjá Edw. Mitens frá sekstiárunum, sum júst eitur Eg minnist, og har hann greiðir frá uppvøkstri og lívsleið ella karrieru. Endurminningar hjá Heðin Brú, sum komu út í 1980, eru hugtakandi og geva íkast til at skilja hansara skriving, og tað sama kann sigast um sjálvsævisøgurnar hjá rithøvundunum Marionnu Debes Dahl, Úti á leysum oyggjum (1998), og Steinbjørn B. Jacobsen, Grund, sum kom út nakað eftir aldarskiftið. Bókin 20 ár til skips eftir Hans J. Ellingsgaard, sum kom út í 1965, stóð í nógvum heimum kring landi, og hon umrøddi sjólív og átrúnað eins og bókin hjá Levi Joensen, Lív mítt á sjógvi og landi, sum kom út í fjør. Grannskoðarin og politikarin Jógvan Sundstein gav í 2008 út endurminningar, Frá barnaárum ungu til lívsins heystartíð. Heri Mohr gav út Endurminningar í 2011, har hann greiddi frá barnaárum, útbúgving og hvussu tað var at starvast tætt upp at valdinum í landinum. Og Jonfinn Árnafjall, sum er ættaður úr Sørvági og hevur silgt og koyrt bil, men eisini spælt tónleik, gav í 2012 út bókina Við heimsins krossgøtur, har hann hevði savnað minnisbrot og frásagnir um kend fólk og tónleikarar.
Og eg kundi nevnt fleiri slíkar útgávur.

listaverkLívið er mítt listaverk
Um sjálvsævisøguna hjá Steintór Rasmussen Lívið er mítt listaverk er at siga, at talan er um eina snotiliga bók. Tað fyrsta eg legði merki til við bókini var innperman, sum avmyndar okkurt sum minnir um setikassar og har i rúmini eru settir ymsir sermerktir lutir frá 1950 og fram til 1970’ini, sum vit meira tilkomnu beinanvegin raka við, tí hesir lutir vóru nýmótant tá, men er nú savnslutir. Tað verið seg FF-stubbafløskan, ein gomul skúlataska, Kingspakkin ella ein pinkumynd av Che Guevara.
Høvundurin vil vera við, at hann er sloppin at vera partur av eini spennandi og skapandi tíð. Tónleikurin hevur stóran týdning í hesi ævisøguni, sum er bygd upp sum frásagnir um hendingar, sum eru upphav til teir nógvu sangirnar, sum Steintór hevur skrivað. Í so máta kann bókin kallast ein skrivaður sangleikur ella musical. Eg veit ikki hvat eg skal leggja í eina tað fyrstu myndina í bókini, har høvundin sum litil smádrongur spælir guitar í vøttum, men tann myndin er góð.

Ikki ólíkt okkum øðrum, sum vóru ungfólk í 1960’unum, leggur Steintór merki til tónleikin, sum er rundan um hann, tað sum varð spælt heima hjá teimum ella í útvarpinum. Og longu 11 ára gamal skrivar hann fyrsta sangin hjá sær um hundin hjá teimum Uncas. Steintór vaks og var ungur í 1970’unum og yrkti um, tá ið rúsdrekka og rúsevni komu til Klaksvíkar, og um tað levint, ið tá var, og hann greiðir frá einum, sum stóð honum nær, og sum kom út hagar, har hann ikki grynti. Sangurin Gildið, sum er á nú klassisku plátuni hjá Frændum Saman við tær, er ein góð mynd av hesi tíðini.
Á hesi somu plátuni var eisini landaplágan Hundurin brúni. Í hesum sanginum og ikki minst í okkara varatjóðsangi Føroyar, sum Steintór bæði hevur skrivað orð og gjørt lagið til, koma fram tær fólksligu dygdirnar: rættvísi, kærleiki, gott veitslulag og vinalag. Hetta eru dygdir, sum ganga aftur í allari hesi bókini, og dygdir, sum tey fólkini, høvundin hámetir, hava. Honum dámar at sprakla millum pussfiskar í ongamannalandi og svimja sum villur gulllaksur móti streyminum, sum hann málber seg.

Vit fylgja Steintóri, tá ið hann gerst familjumaður og pápi, og vit kunnu fylgja hansara serligu lívsleið.
Mær nýtist ikki her at nevna alt tað, sum Steintór hevur verið uppií. Í bókini verður greitt frá eini tíð fyrst í 1970’árunum við víðgongdum politiskum virksemi, sum eg sjálvur kenni aftur, og høvundin so smátt leggur aftur um seg. Hann vildi upplýsing heldur enn kollvelting, guitarin heldur enn byrsuna. Og við hesi áskoðan leggur hann til brots sum partur av Frændum, og seinni leggur hann hesa áskoðan ella filosofi sum grund fyri sínum virksemi í upplivingavinnuni við eitt nú verkætlanini Kular røtur og Summarfestivalinum. Steintór hevur við hesum verkætlanum og virksemi dugað at fáa gerandisdagin at glitra, hann er í parti við teimum, sum ikki raðfesta og leggja lívið tilrættis eftir einum skema, fyri at fáa sum mest burtur úr hvørjum einasta tíma, men sum samstundis gloyma at vera hugskygd ella líkafram, sum Steintór eisini málber seg.

Onkuntíð haldi eg, at tað verður í meira lagi av formanandi orðingum sum hesum, og at myndatalan viðhvørt endar sum poetiskt møns. Kanska tí at tann virkni og virkisfúsi Steintór hevur skundað sær ov nógv við hesum annars vælaverki, tí bókin skuldi helst náa at koma út til jólasøluna í ár. Eg veit ikki, um so er. Bókin kundi eisini verið kallað ein skrappbók, við nógvum myndum og fínum tekningum hjá Edward Fuglø. Sjálvur haldi eg hesa bókina annars vera eina rættiliga góða sjálvsævisøgu, tí hon er ikki bara ein persónssøga, men eisini mentanarsøga, og tað er ikki so lítið.

bok_jogvanEin krýnika
Jógvan Arge, sum øll kenna, kallar sína sjálvsævisøgu eina krýniku. Í hesum liggur, og tað er bókin Havnarmaður og gøtuskuri gott dømi um, at her er talan partvís um eina ættarskrá, men eisini at frásøguhátturin er ein røð av hendingum, sum eru sagdar í teirri raðfylgju, tær komu fyri. So vita vit, hvat vit hava at halda okkum til.

Jógvan er sum kunnugt framligur, og tað kann kanska koma av, at hann, sum hann skrivar, var føddur við buldur og brak, henda dagin, tá radiohandlarin Frithiof Wellejus sprongdi í útgrevstrinum til nýggj sethús niðanfyri húsini, har Jógvan var borin í heim í 1947. Her brúkar høvundin eitt eyðkent frásøgusnið, har hann við fáum orðum gevur okkum eina rámandi lyndislýsing av sær sjálvum. Vit lesa eisini, at tey skjótt varnaðust at Jógvan var mælskur, og tað munnu vit hava sannað í ólukku máta, í hvussu er nøkur av okkum.

Jógvan vísir til aldurin sum orsøk til, at hann er farin at gera burtur í sínum farnu døgum. Hann gjørdi á mangan hátt skjótt av í lívinum. Var yngsti brúðgómur í ríkinum, tá ið hann giftist ikki fyltur 20, hann fær pressukort í 1964, tá hann er tíðindamaður fyri blaðið Alt um ítrótt. Hann vil vera uppi í, har hann er. Verður formaður í næmingafelagnum í Hoydølum, tá ið hann gongur haruppi, og hann er við til at stovna politiska ungmannafelagið Unga tjóðveldið í teimum at byrja við vónríku árunum, tá ið vit høvdu sjálvsstýrislandsstýri.

Alt tykist hava gingið upp á stás hjá Jógvan hesi gott og væl tjúgu árini, sum hetta fyrsta bindið av ævisøguni hjá honum fevnir um. Men eitt bakkast var tað kortini, tá ið Jógvan dumpaði í 1. g í Hoydølum og mátti ganga umaftur. Hetta var kanska ein áminning um ikki at taka alt fyri givið.
Ein partur av fjølbroyttu lívsleiðini hjá Jógvan tykist vera treytað av, at pápin var stjóri í útvarpinum, og tað er helst tað, sum ger, at Jógvan fer at læra til journalist og seinni fór at arbeiða í útvarpinum, við at kalla somu sendingum, sum pápin var kendur fyri, ítróttafrásagnir og samrøður. Hetta at ganga í fótasprorinum hjá pápanum er kanska ikki so vanligt longur, hvat vit so skulu leggja í tað.
Men hetta fara vit helst at frætta meira um í eini komandi bók.

Tað er stuttligt at lesa um abba Jógvan, Bil Óla, sum eg tó bara kenni sum Buss Óli frá sanginum hjá Hans Andrias Djurhuus, tí har var nógv virksemi.

Samanborið við ævisøguna hjá Steintóri, so er handan hjá Jógvani eitt sindur meira turrislig. Ein stórur partur av bókini eru frásagnir um familju og fólk í grannalagnum, og har koma so nógv fólk fyri, at tað er skjótt at missa tráðin. Talan er um stuttar og reinar lýsingar av øgiliga nógvum viðurskiftum og størri og smærri hendingum. Har eru eisini onkrar skemtisøgur, m.a. tá ið Salong Rólant einaferð segði við Jógvan, at hann sá gott út. Jógvan stúrsaði við, men Rólant legði aftrat, at Jógvan kundi vera vísur í, at hann, Rólant, hevði skil fyri slíkum. Onkrar lýsingar eru smáar og kanska óviðkomandi eygleiðingar, t.d. hendan um eina konu, sum skuldi eiga. Jógvan skrivar: Hóast hon javnan arbeiddi á telefonstøðini, høvdu tey ikki telefon í fyrstani, og tá hon skuldi eiga fyrsta barnið heima, tóku onkrir trupulleikar seg upp. Jarðamóðurin kom oman til mammu at læna telefonina, tí hon vildi hava samband við læknan. Alt gekk væl.

Soleiðis sum henda bókin er skrivað kanst tú spyrja, hvønn hon í grundini vendir sær til. Eg ivist ikki í, at nógv fólk í Havn, sum eru um sama aldur sum Jógvan, fara at dáma at lesa bókina. Men hjá okkum, sum ikki hava nakað tilknýti til grannalagið og Havnina um hesa tíðina, kann tað vera ringt at síggja, hvat vit skulu brúka allar hesar nógvu upplýsingarnar um persónar, hús og grannaløg til. Sjálvur høvuðspersónurin kemur sjáldan greitt fram í tekstinum, tað er eins og hann skrivar um havið, hann svimur sum fiskurin í, hann eygleiðir og endurgevur, men vit fáa í minna lagið at vita um fiskin sjálvan. Ein spurningur er tað tí, um hetta er sjálvsævisøga ella bara vanligar endurminningar. Hann endurgevur fakta og reflekterar lítið. Jógvan lýsir seg sjálvan sum ein hampuligan, onkuntíð eitt sindur frekan, men siðiligan drong, sum gongur upp í nógv og er virkin. Hann minnist avbera væl og dugir eisini væl at skriva.

Stílurin í hesi fyrstu bókini minnir ikki sørt um tann vit kenna frá samrøðunum í Útvarpi Føroya frá sendingunum Vit støkka inn á gólvið. Í einum tjóðarútvarpi skuldi alt, í hvussu er fyrr, vera borðbart og siðiligt.

Høvdu helst tilfarið tøkt
Eg hugsi ikki, at tað skal takast sum nakað tekin um eitt nýtt rák í okkara bókmentum, at vit hava fingið hesar báðar sjálvsævisøgurnar hjá Steintóri og Jógvani til jólasøluna í ár. Eg rokni við, at báðir høvundarnir hava havt ætlanir at geva út bók, og at teir her høvdu tilfar at gera burtur. Vit liva í eini tíð, har tað er meiri vanligt at føra seg fram og leggja næstan alt sítt lív á blik. Eg hugsi um, um vit hava eitt ættarlið av fólki, sum eru virkin og von at skriva og orða seg, men sum nú eru komin hartil, at tey fara at gera støðuna upp. Tað er nú gott at hyggja aftureftir, men vit mugu tó eisini tora at hyggja frameftir.
Hesar báðar ævisøgurnar eru, hóast tær kanska ikki gera bókmentaliga hol í sjógv, avgjørt viðkomandi og fara ivaleyst at fáa nógvar lesarar.

Bjørk fyllir fimti, men hon tigur ikki

bjorkm3

Bjørk vildi ikki, at eitt hitt kendasta lagið hjá henni, It’s Oh So Quiet, sum var við á fløguni Post (juni 1995), men sum ikki er hennara egna, skuldi koma við á Greatest Hits útgávuna, sum kom í 2002.
Hon vildi, at fólk skuldu minnast hana fyri hennara egnu avrik. Íslendska Bjørk, sum vit onkuntíð kalla hana, fyllir 50 ár í dag. Hon er altjóða kend sum sangari, tónasmiður og tónleikari, og hon hevur við fløguútgávum og konsertum skapt sín sermerkta og eyðkenda tónleik, so at tú onga løtu ert í iva um, hvørjum tú lurtar eftir, tá tú hoyrir Bjørk. Hon hevur ikki bara sungið við síni sermerktu rødd, men hevur støðugt brotið upp úr nýggjum og gingið egnar leiðir sum tónleikari og listakvinna.

Longu sum 11 ára gomul innspældi hon sína fyrstu fløgu, Bjørk (1977), har hon sang kendar poppsangir og eisini sangin Arabaradrongurin, sum stjúkpápi hennara hevði skrivað til hana.
Bjørk var sum tannáringur nógv uppi í tí livandi tónleikaumhvørvinum, sum var í Reykjavík tey villu áttatiárini. Hon var sangari í popp og punkbólkunum Tappi Tíkarrass og Kukl og gjørdist seinni altjóða kend við tí ikki sørt anarkistiska poppbólkinum Sukurmolarnir ella the Sugarcubes, sum var virkin árini 1986-1992. Björk var sangari í hesum bólkinum saman við Einari Örn Benediktsson.
Hon ferðaðist nógv við the Sugarcubes og hevði á ferðunum hoyrt onnur sløg av tónleiki. Serliga hugtikin var hon av tónleikinum, sum varð spældur í tí sonevnda klubbumhvørvinum í London og øðrum stórbýum um hetta mundið. Hon var troytt av guitarrokki, vildi royna okkurt nýtt og hevði skrivað fleiri sangir, sum vóru klárir at spæla inn. Sugarcubes legðist fyri í 1992, og tey í bólkinum fóru tá hvør til sítt.

Til London
Hóast tað beyð henni ímóti, mátti Bjørk tó viðurkenna, at Reykjavík hevði ikki tað tónleikaumhvørvið, sum var aðrastaðnis, og sum kundi stuðla hennara tónlistarligu ætlanum. Bjørk flutti tí til London at royna eydnuna, og nýtt var tað sanniliga, tá fløgan Debut umsíðir kom út í juli 1993. Stílurin á fløguni var sum heild elektroniskur rokktónleikur. Umframt vanlig ljóðføri, so er undirspælið ofta sett saman av sonevndum beat ella sláttri, gjørdur á teldu. Hendan útgávan við sangum sum Human Behaviour, Venus as a Boy og Violently Happy, rakti tíðarandan og seldi nógv fleiri eintøk, enn lítla óhefta enska plátufelagið One Little Indian hevði roknað við. Helst hjálpti nýggja tónleikarásin MTV væl til her.
Síðan hevur Bjørk bara ment seg til altjóða poppstjørnu, sum hevur megnað at gera lættan tónleik, men lata hann í ein inniligan og viðkomandi búna.

Björk Guðmundsdóttir er fødd 21 november 1965. Hon vísti longu sum smágenta, at hon hevði tónlistagávur, og hon gekk á tónlistaskúla í fleiri ár. Henni dámdi lítið teir gomlu klassikararnar, men var meira hugtikin av tí nýggja, ikki minst elektroniska partiturtónleikinum hjá Karlheinz Stockhausen. Tað, sum tó rættiliga fekk Bjørk upp á pallin, var enski punktónleikurin frá síðst í 1970’árunum, sum eisini festi í í Reykjavík. Meðan enskur punktónleikur ofta var samfelagskritiskur, so var sosiala støðan í Íslandi tað øðrvísi, at har var tónleikurin meira til eitt álop á alt tað snotiliga, tekkiliga og snøgga, sum tey ungu hildu gjørdi gerandisdagin so keðiligan. Men annað rein eisini við hjá Bjørk. Eitt nú dámdi henni væl Kate Bush, elektrobólkin Kraftverk og Brian Eno.

Nútímans kærleiks- og fosturlandssangur
Triðja studiofløgan hjá Bjørk, Homogenic, sum kom í handlarnar í september 1997, er millum tær best umtóktu fløgurnar hjá henni. Við hesi fløguni er eyðsýnt, at hon ikki longur hevur fyri neyðini at styðja seg til bretska elektropoppin. Hon brúkar framvegis elektronisku sonevndu beatini, kór og ofta eisini strúkiorkestur, men skapar nú ljóð og rútmur, sum skulu geva ábendingar um heimlandið Ísland, ljóð, sum skulu minna um blástur frá geysarum, dun frá gosfjøllum, sum goysa, og mosavaksna, karga landslagið. Eitt alt týðiligari tema í tónleikinum hjá Bjørk er tað norðurlendska sublima, samanrenningin av tí forna og tí nýmótans, sum júst er ella hevur verið so eyðkent fyri Ísland. Hetta kemur kanska eina best til sjóndar í sanginum Jóga, sum Sjón skrivaði tekstin til. Her verður alskurin til Ísland flættaður saman við eini kvøðu til eina vinkonu hjá Bjørk, so vit hoyra ein nútímans kærleiks- og fosturlandssang. Íslendska landslagið verður her lýst sum nakað stórbært guddómligt, soleiðis sum vit kenna tað frá málningunum hjá eitt nú Thórarinn B. Thorleiksson og Kjarval.

Bjørk dugdi um nakar at savna gott fólk og fáa tey at geva hennara tónleiki ein serligan dám. Tónleikarar komu úr øllum tónlistarligum herðashornum. Technoduoin Matmos, eitt grønlendskt kvinnukór og Íslendska Strúkikvartettin spældu saman við henni á konsertferðum. Av framleiðarum kunnu serliga nevnast Nellee Hooper, Mark Bell, sum arbeiddi saman við Bjørk í áravís, og hin ungi evnaríki Arca. Sermerktu videoløgini fekk hon millum onnur Michel Gondry og Chris Cunningham at leikstjórna.

Declare Independence ognaður Føroyum og Grønlandi
Í maj 2007 gevur Bjørk út sjeyndu studiofløguna, Volta. Ein av sangunum á hesi fløguni, Declare Independence, er so sanniliga viðkomandi hjá okkum føroyingum, tí Bjørk hevur ognað Føroyum og Grønlandi henda sangin. Tað sigst, at onkur í Føroyum skal hava tikið henni hetta illa upp. Sangurin er mest at líkna við herróp í ráum punkstíli. Tað hevur ofta verið hildið, at íslendingar hava harmast føroyingar og brigslað teimum, at teir ikki sum íslendingar sjálvir hava torað at loyst frá Danmark. Bjørk heitir í sanginum á okkum um at loysa og ikki góðtaka, at teir, og tá sipar hon helst í okkara føri til Danmark, fara so við okkum, sum teir nú einaferð gera. Sangurin er í grundini rættiliga meinaleysur. Á buldrasliga videolagnum, ið er gjørt til sangin, hevur Bjørk føroyskt og grønlendskt flagg á ermunum.

Nevnast kunnu eisini aðrar góðar fløguútgávur, eitt nú Vespertine (2001) og tann seinasta Vulnicura, sum kom út í januar í ár, tá Bjørk skildist frá manninum, listamanninum Matthew Barney, sum hon hitti í 2002. Tey fingu eina dóttur saman. Bjørk eigur eisini ein son frá einum eldri hjúnalagi.

Í 2011 gav Bjørk út fløguni Biophilia, sum er ein roynd við sangi og tónleiki at lýsa sambond í náttúruni alt frá tí ovurstóra alheiminum til tað evarslítlu livandi kyknuna. Til fløguna hoyrir eisini ein appur at brúka í frálæruni í skúlunum.

bjorkm1

Bjørk gjørdist altjóða kend sum filmsjónleikari í ræðufilminum Dancer in the dark, sum Lars von Trier stjórnaði. Hon skrivaði eisini tónleikin til filmin, og hon fekk í 2000 gullpálmarnar í Cannes fyri sín leiklut í filminum. Hon sang ein av sangunum úr filminum á Oscarhátíðarhaldinum í 2001, og tá var hon í tí tiltikna svanakjólanum, sum seinni varð seldur til góðgerðarendamáls.

Fyrimyndin Bjørk
Bjørk er jarðbundin, men smæðist ikki at fara útum ytstu mørk. Hon hevur slóðað fyri, at aðrir íslendskir tónleikarar og tónleikabólkar sum eitt nú Sigur Rós hava fingið fótin fyri seg í útlondum. Hon hevur verið og er enn fyrimynd hjá nógvum ungum – eisini føroyingum, tá ið tey skulu fara undir sína lívsleið sum tónleikarar ella listafólk. Tí hon hevur víst, at tað ber til. Og so hevur hon eisini sum ímynd verið við til at økja áhugan fyri Íslandi og kanska eisini Føroyum sum ferðafólkaland.

Tað er nú okkurt serligt við íslendskum populertónleiki. Vit kenna øll Bubba Morthens og Mezzoforte, men umframt Bjørk og Sigur Rós gera eitt nú Emilíana Torrini og bólkurin Of Monsters and Men nú altjóða vart við seg.

Í seinastuni er Bjørk farin uppí umhvørvisstríðið. Ørskapurin, sum førdi til íslendska skrædlið, hevur fest seg í minnið hjá teimum, sum hugsa øðrvísi enn pengafólkini. Tey, sum hava lisið Hvítubók hjá Einari Már Guðmundssyni, øtast eisini. Men tær umhvørvisvanlukkur, sum hava rakt Ísland, sum nú samstarvar við altjóða kapitalin um aluminiums- og orkuframleiðslu, gera bara ilt verri. Nú eitur tað ikki bara Visit Iceland, men eisini Saving Iceland. Bjørk er nú virkin í stríðnum at bjarga og varðveita íslendska hálendið, ein rørsla, sum tók seg upp eftir útgávuna Draumalandið – sjálfshjálparbók handa hræddri þjóð (Mál og menning, 2006), sum skaldið og aktivisturin Andri Snær Magnason hevur skrivað.

Vit ynskja Bjørk tillukku og góða eydnu.

Perman á fløguni Homogenic

Perman á fløguni Homogenic

Nú verður stuttligt at seta út í kortið

Nýtt føroyskt atlas til heim og skúla

Tað hevur ljóðað leingi, at tað fór at koma eitt nýtt atlas at avloysa tað fyrsta føroyska heimsatlassið, sum Føroya Skúlabókagrunnur gav út í 1993. Nógv hevur verið gjørt til tess at halda grýtuni í kók, so at tað ikki skuldi vera kalt, ið varð lagt uppúr. Og fólk hava bíðað spent. Gitt hevur verið hvat mundi fara at standa í atlassinum, og um vit nú enn einaferð fóru at síggja Burgundarhólm, Grønhøvdaoyggjar ella Høvdastað í einum føroyskum atlassi. Men tolin trívst, og nú nýggja atlassið umsíðir er komið, kunnu tey flestu, eisini tey óttafullu, ekkaleys fara til trogið, tí lítil vandi skuldi verið fyri, at tú fert at fáa ilt av matinum, sum settur er á borðið.
Hetta nýggja atlassið, Atlas til heim og skúla, sum Nám gevur út, er sera snotiligt fyri ikki at siga stásiligt og heilt øðrvísi enn tað fyrra, sum bara var slakar 100 blaðsíður. Hetta atlassið er størri, næstan 250 blaðsíður, prentið er fyrsta floks, og tað eru eisini nógv fleiri upplýsingar í tí. Atlassið er serliga ætlað skúlunum, so at næmingar kunnu læra seg landafrøðilig hugtøk og háttalag og læra at lesa og skilja kort. Men onnur kunnu sjálvandi eisini brúka atlassið.
Saman við atlassinum fer Nám at geva út eitt nýtt heimskort at seta á veggin og nýtt laminerað føroyakort, sum fer at tola at verða nógv brúkt.

atlas_mynd_1

Landafrøði er gomul frøði
Landafrøði er elligomul. Líka frá fyrndini royndu fólk at ímynda sær, hvussu heimurin sá út, og sum oftast var tað tá meira hugflog enn heimur. Á hesum øki vóru tað tó gomlu grikkarnir, sum aftur einaferð gjørdust fyrimynd. Teir granskaðu, teknaðu kort og staðsettu og staðfestu støð og landsløg á ein hátt, ið minnir um nútímans staðfesting við longdar- og breiddarstigum. Millum teir kendu landafrøðingarnar frá hesi tíðini er eitt nú Ptolemæus (uml. 100 til uml. 170), sum gav út landalæruverk.
Landafrøðin fekk eitt afturstig í miðøldini, serliga í eldru miðøldini, tá ið alt skuldi trýstast í ein átrúnaðarligan karm, og royndir vórðu tá gjørdar at fáa sett Eden urtagarðin og Paradís á landakortið. Komedian hjá Dante (1265-1321) er ein kend og enn hugtakandi frásøgn um júst hesa heimsmyndina.
Til alla lukku tóku arabar við, har sum grikkar sleptu, og teir mentu og varðveittu fornu vitanina um eisini landalæru til eina nýggjari tíð.

Landafrøði er eisini nýggj frøði
Landafrøðin hevur ment seg munandi í nýggjari og kanska serliga í okkara tíð. Fyrsta stóra frambrotið at kortleggja heimin kom við rannsóknarferðunum, sum byrja í 1400-talinum. Nú fara  lærdir náttúrufrøðingar at máta og granska, mátiamboðini eru betri, og vit fáa eina meiri nútímans fatan av fyribrigdum í náttúru og landslagi.
Og tað gongur skjótt framá, og tað er neyvan ov nógv avgjørt at tosa um eina kollvelting í landafrøðini hesi seinastu árini í okkara tíð. Nú kortleggja vit heimin við nýggjari tøkni. Vit máta hann við radara og ekkoloddi, og vit taka myndir úr loftinum við flogførum og frá fylgisveinum, ja, heilt niður í minsta smálut. Við kunningartøkni, t.d. GIS, ber til at goyma, greina og endurgeva landafrøðilig fyribrigdi av øllum sløgum sum talgildar upplýsingar. Ja, nú er tað næstan eitt spæl at gera landakort.
Sumt av hesum er greidliga umrøtt í hesum nýggja atlassinum.
Vit, sum onkuntíð hava fyri neyðini at kaga í eitt kort, kunnu fegnast um heimskortið hjá Google, sum roynir at savna alt, vit vita um lond og støð, so at vit skjótt kunnu finna ein bý, ein veg, ein stovn, ja, enntá okkara egnu hús, tí lutfallið á hesum kortinum kann broytast í eini handavending. Tá ber til at síggja heildina ella fara djúpari niður í kortið og skoða neyvari alt eftir tørvi. Nakað tað sama kanst tú royna á heimasíðuni kortal.fo.
Vit villast heldur ikki so nógv longur, hvørki til gongu ella í bili, tí nýggi elektroniski vegvísarin, GPS’arin, kennir stað og veg, og hann fer ikki skeivur.
Og verðin er ikki tann sama, tí nú ganga tey flestu við øllum hesum á fartelefonini.
Tá so er, kunnu vit av sonnum spyrja, um vit hava brúk fyri einum prentaðum kortasavni ella kortabók, sum atlassið jú er.

Hvussu føroyskir skulu vit vera?
Nú er eitt atlas sum nevnt eitt savn av landakortum. Politisk kort vísa, hvar londini liggja, landamørk, høvuðsstaðin og størru býirnar í teimum ymsu londunum. So hava vit topografisku kortini, sum eru staðlýsingar, í atlassinum nevnd hæddarkort, sum vísa eitt nú, hvar høvini eru, áir og vøtn og hæddir í landslagnum ella dýpið í sjónum, alt lýst við ymiskum litum. Vanligt er at leggja tey politisku kortini og hæddarkortini saman, og tá fáa vit ofta eina meiri fjøltáttaða mynd, har til dømis vegir, staðarnøvn og serlig støð eru avmerkt. Umframt eru eisini í hesum atlassinum útbreiðslukort, sum vísa útbreiðsluna og nøgdina av ávisum landafrøðiligum fyribrigdum – bæði nátúrligum og menniskjagjørdum. Onnur t.d. veðurfrøðilig viðurskifti kunnu verða lýst við sonevndum javnlinjukortum.
Alt hetta kann vera við til at lýsa støð, lond og heimspartar, sjálvandi treytað av, at tú dugir at lesa upplýsingarnar á teimum ymsu kortunum.
Júst tað politiska ger, at atlas ofta byrja við og gera mest burtur úr heimlandinum, og tað kann verða tað fyrsta, sum talar fyri, at vit eisini fáa eitt føroyskt atlas, sum setir Føroyar í miðdepilin. Tá skal atlassið staðfesta, at vit eru til, og at vit vilja vinna á t.d. danskleikanum í Føroyum, sum Jørgen-Frantz Jacobsen skrivaði um í 1920’unum, ella í dag á enskleikanum. Og tá so er, er sjálvandi lagt upp til orrustu. Serliga vit føroyingar eru ofta ósamdir um, hvussu føroyskir vit skulu vera, og hvør skal hava rætt at avgera, hvat føroyskt er. Summi óttast, at vit avbyrgja okkum landafrøðiliga og málsliga, onnur at vit herma ov nógv eftir tí útlendska.

Alt gjørt sambært viðtøkunum
Hetta nýggja atlassið til heim og skúla er ein týðing av enska atlassinum Collins Student World Atlas, sum kenda skotska forlagið HarperCollins Publishers gevur út. Hetta forlagið er kent fyri sínar atlasútgávur ikki minst tað stóra The Times Comprehensive Atlas of the World, sum júst er komið í 14. útgávu. Føroyska týðingin av Collins Student World Atlas er sjálvandi lagað til føroyska landafrøðiliga veruleikan. Tað er Erla Olsen, sum hevur týtt verkið til føroyskt. Nógv fólk og stovnar hava veitt fakliga vegleiðing og latið tilfar, umframt at landafrøðiligur fylgibólkur hevur luttikið í arbeiðnum. So hetta skuldi borgað fyri góðsku.
Tá talan er um týðingar og staðarnøvn hevur ritstjórnin á Námi gjørt tað einasta rætta at venda sær til Staðarnavnanevndina og Málráðið við ivamálum. Tað er greitt, um vit samanbera við atlassið, sum kom út í 1993, at hesaferð hevur ritstjórnin tó verið meira hóvsom, og nógv av tí, sum fólk stúrdu fyri og søgdu seg vita fór at standa í hesum nýggja atlassinum, er als ikki tikið við.
Landanøvn eru týdd við føroyskari stavseting, onkur staðarnøvn eru eisini umskrivað, harumframt eru nøvn á teimum stóru høvunum og nøkrum sundum týdd og nøvn á einstøkum firðum og býum. At ikki alt er týtt kann gera tað eitt sindur fløkjasligt viðhvørt. Vit síggja hópin av staðarnøvnum, sum eru stavað við øðrum stavraði enn tí føroyska, og heilt ørkymlandi verður tað, tá ið vit renna okkum í t.d. heitini Luksemborg og Luxembourg lið um lið á sama korti. Men soleiðis eigur tað at vera sambært viðtøkunum fyri slíkum arbeiði sum hesum, siga ritstjórarnir.
Hetta, at ikki alt og bara ein lítil partur av øllum nøvnunum og heitum eru týdd, kann fáa teg at spyrja, hvussu eyðsýnt tað er, at vit eiga at geva út eitt atlas á føroyskum, var tað ikki fyri tilfarið um Føroyar.
Sum heild eru føroysku týðingarnar á góðari leið. Mær dámar betur at stava Evropa við u heldur enn v, og tað sama sigi eg um Avstralia, men eg boyggi meg fyri yvirmaktini. Eg undrist eitt nú á týðingina Osiania, sum eg helt kundi verið ein russisk babuskja og ikki ein heimspartur.

Ein framúr lærubók
Tað stendur annars øgiliga nógv í hesum nýggja atlassinum, men tað er eisini nógv, sum ikki stendur í.
Tey vanligu kortini eru eyðkend, og tey eru á tremur við upplýsingum. Hesi kortini eru hinvegin ikki so nógv í tali, sum tú kanska hevði roknað við, tí í atlassinum er eisini hópur av øðrum kortum, talvum, diagrammum, grafum og stabbamyndum. Og tað boðar frá, at hetta atlassið fyrst og fremst er ein lærubók til skúlabrúks og at síggja til ein framúr lærubók.
Her eru møguleikar hjá næmingum í framhaldsdeild fólkaskúlans og teimum í miðnámsskúlunum at gera seg kunnugan við teir arbeiðshættir, sum verða brúktir í frágreiðandi landafrøði. Næmingarnir kunnu læra at lesa ymisk kort, máta frástøður, meta um støddir, gera samanberingar, síggja gongdir og rák, eygleiða hvar fólk og vinnulív støðast og kanska hví. Sum nakað forkunnugt kunnu næmingarnir læra seg at lesa býarkort við gøtunøvnum og áhugaverdum støðum at fara til, og tað er gott at duga, tá ið tú fert at ferðast.
Til ber t.d. at læra næmingarnar sambandið millum lutfall og neyvleika, og at tosa um ymisk sløg av niðurfellingum á kortini. Eg billi mær inn, at nógv av hesum noyðist lærarin at greiða næmingunum frá og loyva teimum at royna seg við í tímunum.
Eitt annað verður at greiða næmingunum frá, at norður og suður og eystur og vestur ikki bara eru heraðshorn, men eisini siga okkum okkurt um útbreiðslu av ávísum politiskum og landafrøðiligum viðurskiftum. Tað er eitt nú undrunarvert, at fátækraváðin er størri sunnast í bæði Føroyum (s. 46) og Italia (s. 93), hví tað nú man vera.
Eg sigi fyri meg, nú eg blaði í hesum fína atlassinum, at eg eri næstan farin at leingjast aftur í skúla.
Tað hevur tó sítt at siga, at hetta atlassið fyrst og fremst er ein lærubók. Nógv av tilfarinum eru dømi, sum verða brúkt um einstakt evni ella fyribrigdi á einum ávísum stað. Dømi um okkurt annað verður so víst á øðrum stað. Hetta ger, at talan er ikki um eitt av teimum stóru og meira víðfevndu atlassunum, sum taka næstan alt við. Kortini skalt tú vera óvanliga krevjandi, um tú ikki fært okkurt ella rættiliga nógv við í hesum nýggja atlassinum, eisini um tú ert vanligur brúkari.
Við so nógvum upplýsingum tøkum, sum her í hesum atlassinum, stingur seg tó upp spurningurin, um næmingarnir eisini fara at læra kritiska støðutakan til upplýsingar. Eitt nú hvussu tað ávirkar samfelagið, at fólk flyta so nógv úr og til Føroyar. Vit vita, at nógva fráflytingin avlagar fólkatalspyramiduna, men hon ger ivaleyst eisini, at t.d. arbeiðsloysið í Føroyum er minni, enn tað annars hevði verið. Hesum rósa politikarar sær ofta av, men gloyma at siga allan sannleikan. So her ræður um at vera varin.
Annars er umfatandi navnaskrá, so sum tað eigur í einum atlassi sum hesum. Eisini er hentur landafrøðiligur orðalisti, men eg helt meg tó varnast onkur landafrøðilig hugtøk, sum ikki eru tikin við í listan.

Føroyar eiga sín ruddiliga part
Føroyar eiga sum vituligt er sín ruddiliga part í atlassinum, 34 blaðsíður. Rói Højgaard á Føroya Dátusavni hevur teknað nýtt føroyakort til hesa útgávuna, og harumframt eru eisini nógvar upplýsingar á evniskortum, sum fleiri ikki hava verið at sæð á prenti áður. Tá talan er um føroyakortini havi eg ikki nógv at fýlast á, men tað undrar meg, at nógv fyribrigdi, sum eg hevði væntað vóru merkt av á kortunum, eru ikki við. Í eitt nú Hvalba fáa vit at vita, at har eru viti, kirkja og fornminni. Í onkrari aðrari bygd er bygdarsavn, vallaraheim ella kampingpláss. Men skúlar verða ikki nevndir, ikki ítróttavallir, bygda- og samkomuhús, bókasøvn, vinnuvirki ella stovnar. Sjáldan ella ið hvussu er ikki altíð. Eg kundi hugsað mær eina frágreiðing um hetta.
Eisini undrit eg á, hví flogvøllurin í Vágum at døma eftir teknlýsingunum á bls. 6 ikki er avmerktur sum meginflogvøllur, men bara sum lítil flogvøllur. Í mínum hugaheimi er hann, sjálvt um hann enn er tann einasti, okkara meginflogvøllur.
Vit fáa nógv at vita um íbúgvaviðurskifti, eitt sindur um okkara handil við útheimin, men eg sakni upplýsingar um okkara høvuðsvinnu, fiskileiðir o.a. Og hví er okkara samskiftiskaðal, SHEFA-kaðalin, ikki at síggja á kortunum?
Hinvegin eru nógvir spennandi upplýsingar at arbeiða við, og ivaleyst fáa næmingar okkurt at hugsa um, tá ið teir t.d. fara at samanbera og síggja, at samband er millum áseyðatal og lendið, sum sæst á eini lendislýsing fyri alt landið. Og undir partinum um norðurlond á bls. 50 ber til at síggja yvirlit yvir allar oljuleitiboringar í føroyskum øki.
Soleiðis sum atlassið er skipað ber væl til fleiri staðnis at samanbera føroysk viðurskifti við viðurskiftini í øðrum londum, og harvið fáa vit eisini eina fatan av, at vit eru til í heimshøpi.
Eg havi annars ofta ynskt mær eitt meira fullfíggjað savn við upplýsingum um Føroyar, so kanska áttu tey á Námi og Birgir Kruse, ritstjóri, nú stóra arbeiðið við atlassinum er av, at umhugsa at tikið gamla Trap, bindið um Føroyar frá 1968, fram aftur og dagført tað. Tað hevði heilt vist verið fongur.

Gott at hvessa sær vitið við
Eg havi nakrar ferðir í hesum ummæli nevnt, at tú kanst loyva tær at ivast í, um vit hava brúk fyri einum føroyskum heimsatlassi. Eru tey útlendsku ikki líka góð, sum tað føroyska? Vit kundu eisini sagt tað øvugt, at her hava vit eitt føroyskt atlas, sum er líka gott og flott sum tey útlendsku.
Men hvat so við internetinum? Er prentaða bókin ikki burturoldað?
Her havi eg hug at svara tvørturímóti. Júst hetta nýggja prentaða atlassið er kærkomið, nú vit øll eru um at vera rakt av talgilda minnisloysinum. Vit sláa alt upp á netinum, og ongum nýtist at vita og minnast nakað longur. Tí er tað gott, at vit einaferð enn fáa høvi at vera burtur í onkrum, sum hevur tyngd og ikki sodnast ov lætt. At vit her fáa borið eitt verk fult av vitan, sum hvessir forvitnið og vitið, og í hesum føri enntá eitt vælaverk.

atlas_mynd_2

Ummæli eru ikki tað, tey vóru

Landsbókasavnið hevur sum kunnugt til uppgávu at savna, skráseta og varðveita allar føroyskar bókmentir. Hartil kemur eisini, at savnið skal gera sítt til at savna ymist tilfar, sum kann lýsa føroyska bókmentasøgu, mentan og siðsøgu. Hetta bendir á, at bókmentir og útgáva av bókmentum í breiðastu merking eru virkisøkið hjá Landsbókasavninum.
Eitt tekstaslag, umframt bókmentirnar sjálvar, sum bókasøvnini leggja stóran dent á at savna og skráseta, eru ummæli. Ummæli eru – ella vóru, kunnu vit heldur siga – metingar, sum tey, ið høvdu skil fyri bókmentum, og sum dugdu at seta seg í lesarans stað, skrivaðu. Ummælini vóru vanliga um bøkur, sum júst vóru útkomnar. Tey vóru sum oftast eitt slag av brúkarakunning, tvs. ein vegleiðing hjá teimum, sum ætlaðu at keypa og/ella lesa eina bók. Men eisini ein afturmelding til rithøvundin ella forlagið og ein háttur at gera garð um tað, sum vóru góðar bókmentir, og at halda tað uttanfyri, sum ikki stóð mát.
Ummæli stóðu vanliga at lesa í dagbløðunum, onkuntíð í tíðarritum, mentanar- ella bókmentatíðarritum. Hesi ummæli verða skrivað enn. Ja, seriøsu dagbløðini hava ofta heilar sektiónir við ummælum.

Men nú er kortini hend ein broyting, og ummæli eru ikki longur tað, tey plagdu at vera.

Møguleikarnir við nýggju miðlunum, sum loyva øllum at vera útgevarar, hava havt við sær, at nú verða ummælini ikki altíð skrivað av bókmentakønum, men líka so ofta av vanliga lesaranum. Á heimasíðum hjá bókasølunum kann lesarin greiða sínum javnlíkum frá, hvat hann ella hon heldur um bøkurnar, um tær eru góðar ella vánaligar, um lesarin er fegin ella iðrar seg um keypið. Og hóast greiningin ella grundgevingin fyri dóminum mangan er munandi styttri enn í gomlu ummælunum, meira subjektiv, vil onkur kanska siga, so vísa kanningar, at lesarar ofra líta meira á tað, sum aðrir lesarar siga, enn tað, sum serfrøðingarnir siga. Tær fata vanliga lesaran, sum ‘ein av okkara’, og tá so er, fara vit ikki út í krókarnar at kanna nærri.
Og tað ber eisini til at gera bókmentaliga dómin púrasta leysan av vanligum uttanumtosi, men lata so og so nógvar ella fáar stjørnur siga, hvussu góð ella vánalig bókin er. Hvat stjørnurnar í sjálvum sær merkja kann vera ilt at meta um. Men 5 stjørnur eru nú einaferð betri enn 4 stjørnur, serliga um 6 stjørnur eru tað mesta tú kanst fáa. Tað ber eisini til at rokna miðaltalið av fleiri metingum, og tað má so gera metingina enn meira álítandi. Eg havi lagt til merkis, at tey eisini eru farin at geva stjørnur í sendingini In Mente. Her eru umrøðurnar tó eftir mínum tykki ofta ov drúgvar, tí senditíðin skal fyllast út, og tað verður mest til leyst prát um ymsar tættir av bókini ella listaverkinum, sum verður umrøtt; hvat ein heldur um hetta ella hitt, og hvat hin heldur, og um fólk eru samd ella ósamd. Men ein mentanarsending er nú betri enn ongin.

Men aðrar broytingar eru eisini, nú vit tosa um ummæli. Fyri tað fyrsta, so kanst tú nú lesa bókaummæli í vikubløðunum. Hetta er bara tekin um, at markið millum tann framkomna lesaran og lesaran av lættisoppatekstum kámast. Og kanska er tað bara gott. Eitt annað er, at ummæli nú ikki bara eru prentað í bløðunum ella í bókmentatíðarritum. Nei, nú eru fólk farin at skriva ummæli í eitt nú bloggum, á heimasíðum hjá teimum sjálvum ella hjá stovnum, har tey arbeiða. Og hetta gevur bókasøvnunum grá hár í høvdið. Tí nú er ikki longur so einfalt at finna ummælini og skráseta tey. Tey eru spjadd út um allar geilar. Og spurningurin er, um tað yvirhøvur ber til at fylgja við, hvat verður ummælt, á tann gamla mátan.
Taka vit til dømis nú seinastu bókina Brahmadellarnir hjá Jóanes Nielsen, so havi eg ikki sæð nakað vanligt blaðummæli av bókini. Niðurstøðan kundi tí verið, at bókin als ikki var ummæld. Men tað er hon.

11. oktober í ár legði Bergljót av Skarði, studentaskúlalærari, eitt ummæli av nýggju bókini hjá Jóanes út á bloggin hjá sær. Talan er um eitt drúgt og áhugavert ummæli, sum endar við: Bókin er góð.
Lesið ummælið her: Ein ektaður Jóanes

Nakað seinni hevur Turið Sigurðardóttir, professari á Setrinum, sett eitt ummæli á heimasíðuna hjá Setrinum: Tiltrongdur søguspegil.
Hon sigur í ummælinum, at talan er um eina frálíka skaldsøgu, men eina ónýtliga bók.  Hon sipar her til tekstin, sum er “illa hagreiddur á vegnum frá høvundi til lesara. Forlagsarbeiðið er so skikkað, at upplagið átti at verið brent og bókin prentað umaftur.” Hetta ljóðar undrunarvert, og tað sleppur heldur ikki at standa ósvarað.
10. november skrivar Eivind Weihe, lektari á Setrinum, aftursvar eisini á heimasíðuni hjá Setrinum við heitinum Um bókabrenning og at lesa við dogmatiskum brillum. Har verjir hann tekstin og grundgevur verjuna við, at tað sum Turið heldur vera villur í grundini er “eitt raffinerað stílbragd.”

Her er umframt ummæli eisini talan um bókmentafrøðiligt kjak, sum er áhugavert eisini hjá eftirtíðini at vita um.

Og kanska hava onnur eisini ummælt bókina hjá Jóanes Nielsen á netinum.

Hetta sigur mær, at skulu vit í komandi tíðum hava eitt yvirlit yvir føroysk bókaummæli eisini í framtíðini, so mugu vit finna nýggjar arbeiðshættir á bókasøvnunum, tí tað kann ikki vera meiningin, at vit bara skulu líta á, at Google ger arbeiðið fyri okkum. Ella er tað?