Archive for the ‘túnatos’ Tag

Vilji til sjálvbjargni

Flaggdagshald í Vágum 2013.
Sørvágs skúli og Miðvágs-Sandavágs skúli skipaðu fyri.

Gott fundarfólk

Um alt landið halda vit í dag flaggdagin, 25. apríl. Hetta var dagurin, tá ið tað í 1940 varð álagt føroyskum skipum at flagga við føroyska flagginum, og eisini at flaggið skuldi verða málað á skipssíðurnar, har tað umframt skuldi verða skrivað við stórum týðiligum bókstavum Føroyar ella Faroes. Fáur um nakar málaði tað danska Færøerne á skipssíðuna, hóast tað eisini var loyvt.
1940 og tey komandi árini vóru sum kunnugt krígstíðir, og bretar høvdu hetta sama árið, 12. apríl, hersett Føroyar, og hetta var bara nakrar fáar dagar eftir, at Danmark, 9. apríl, varð hersett av týska hervaldinum. Spurningurin var tí, um Føroyar framvegis vóru undir donskum valdi.

Í tingingunum um flaggmálið, nú Danmark og Føroyar í roynd og veru vóru í hvør sínum parti, vóru tað bretar, sum høvdu avgerðarrættin. Amtmaðurin vildi halda fast við, at Føroyar bara fyribils vóru loystar frá Danmark, og at bretar fóru at lata dønum Føroyar aftur, tá ið kríggið einaferð var av, soleiðis sum bretski flotamálaráðharrin, hin seinni so kendi Churchill, eisini hevði lovað. flagg2
Amtmaðurin helt tí onga grund vera at broyta mannagongdir, og hann helt, at rættast var at halda fast við, at føroysk skip framvegis skuldu flagga við Dannebrog. Men hesum mótmæltu bæði feløg, politikarar og almenningurin, har vóru bæði mótmælisfundir og skrúðgongur, og bretar vóru tí vissaðir um, at føroyingar heldur vildu, at skipini skuldu sigla undir tí hvíta og reyða og bláa krossmerkinum, sum Niels Juel Arge tekur til í bókini um flaggsøguna.

Avgerðin varð tikin, og amtmaðurin var ímóti sínum vilja noyddur at ganga undir kravboðini og kunngera nýggju ásetingarnar, og seint á kvøldi tann 25. apríl 1940 gav bretska stjórnin í bretska útvarpinum BBC boð um, at føroysk skip skuldu sigla undir føroyska flagginum.
Hetta hoyrdist í Føroyum, og avgerðin varð stórliga fagnað. Men heilt vandaleys var hon nú ikki.
Týskland hevði í stríðnum við Bretland sett sær fyri at avbyrgja allan vøruflutning til Bretlands sjóvegis. Hesar vørur kundi Bretland ikki vera fyriuttan, skuldi tað hóra undan. Tað hevur verið nevnt, at Føroyar við at sigla fisk á bretska marknaðin krígsárini áttu sín lut í, at Týskland umsíðir tapti í krígnum. Kann vera, at siglingin eisini gav gott fíggjarligt avkast, men missurin Føroyar høvdu á havinum í hesi vandasigling var so stórur, at hann kann javnsetast við missin, sum tey londini, ið vóru beinleiðis uppi í krígnum, høvdu. Her hóskar seg gamla orðatakið, at neyðugt er at sigla, men ikki at liva.

Merkið viðurkent
Nógv tulkaðu hesa hendingina, at tað varð álagt føroyskum skipum at flagga við føroyskum flaggi, sum at føroyska flaggið nú umsíðir var viðurkent sum tjóðarmerki okkara. Flaggið sjálvt er tó væl eldri, tí í 1919 hevði føroyski studenturin Jens Olivur Lisberg úr Fámjin saman við øðrum gjørt eitt flagg, hetta, sum framvegis verður brúkt. Eftir hvat læknin Pauli Dahl, sum tilevnaði flaggið saman við Jens Olivur, visti at siga í samrøðu í útvarpinum, so skal Jens Olivur hava sagt, at “skulu føroyingar einaferð koma so langt, at teir allir vilja draga eina línu og rógva í sama báti, má báturin hava eitt merki.”
Hetta flaggið, sum fyrst í farnu øld fekk sítt snið í Keypmannahavn, fekk undirtøku frá fyrsta degi, kanska serliga tí at tað kundi vera við til at savna tjóðskaparrørsluna, har tey annars ikki altíð sótu so væl um sátt, og tað gjørdist eisini eitt vápn ella áhaldsi í tjóðskaparstríðnum sum var, – eitt skjaldarmerki, sum ímyndaði frælsi, sjálvræði og sjálvbjargni. Hugtøk, sum ivaleyst nógvir føroyingar kundu taka undir við, helst fleiri enn tey víðgongdu tjóðarskaparsinnaðu, sum annars bara toldu óblandaðan løg.
Tey, sum kenna eitt sindur til føroyska søgu, vita, at vit í síni tíð eisini høvdu flaggstríð, flagggølur og flaggorrustur, har bragdlig atgerðarfólk ímóti donskum vilja royndu at troðka Dannebrog av heiðursplássinum og seta føroyska merkið har í staðin, og tað spældi sjáldan væl av.
Hetta vóru tíðir, tá ið fólk enn bardust fyri sínum hugsjónum, eitt nú á Ólavsøku 1930, 900 ára dagin eftir at Ólavur kongur fall í bardaga á Stiklastøðum. Dannebrog veittraði so vakurt á Tinghúsvøllinum, og tá tað ikki var pláss fyri tveimum fløggum á stongini, treiskaðist onkur harðlyntur og hongdi Merkið út av einum loftsvindeyga í Tinghúsinum, sum eitt føroyskt íkast at heiðra falna kongin. Tá var tað at amtmaðurin, sum var mitt í rokanum, gjørdist so óður, at hann rópti: “Tag den klud bort”.
Hetta var áðrenn nakar visti um, at tað var okkurt, sum kallaðist politiskt korrekt orðalag.

Miðskeiðis í miðøld bardust teir kristnu norðbúgvarnir móti heidnum hundum, sum lýst í kvæðunum, hesir hundarnir, sum máttu hopa undan, tí teir dyrkaðu ein trægud, sum, sambært teimum, ið fóru við sigrinum, var fúnaður og ormetin. 1.000 ár seinni stríddust føringar fyri tjóðaskaparligum frælsi, og brúktu flaggið, har teir vistu, at mótstøðan var mest hveppin, og lukkutíð vunnu vit væl fram á leið. At tað gekk, sum tað gekk, var nú ikki bara okkum sjálvum fyri at takka. Nei, skomm at siga frá, men okkurt kundi bent á, at tað skuldi ein heilur heimsbardagi til, fyri at vit kundu fáa okkara egna flagg. Nú eru vit so heppin at hava Krígssavnið her í oynni, og har ber til at fáa at vita nógv áhugavert frá krígnum.

Flaggið
Í flaggsanginum Sjá, tú blánar hjá Hans Andriasi Djurhuus verða kenslurnar, ið verða vaktar av flagginum, lýstar so væl. Skaldið kennir seg orna gjøgnum mønu og merg, tá hann hyggur at merkinum, og hann vónar at, har ið hini merkini veittra, skal eisini okkara veittra.
Nú er ikki óvanligt, at skaldini taka rívan til, men í dag man neyvan nakar ylur brenna okkum í barmi, tá ið vit síggja Merkið vundið á stong. Flaggið verður nú brúkt við hátíðarhald og merkisdagar. Onkuntíð spyrja vit, hvørjum flaggað verður fyri, tí hvør gongur og minnist almennu flaggdagarnar. Føroysk skip sigla tó framvegis undir føroyskum flaggi, um tey ikki hava valt at flagga út, og tá Føroyar spæla landsdystir verður altíð dúgliga veittrað við flagginum – sum oftast í einum øgiligum tjóðskaparrúsi, sum tíbetur tykist renna skjótt av aftur. Og flagglitirnir verða júst í hesum døgum brúktir í eini strikukotu í lýsingaherferð, sum skal eggja okkum at keypa føroyskt. Tí tað skal gera okkum øll so heit um hjartað. flagg1
Og tað eru enn tey, sum við longsli síggja fram til tann dag, tá ið føroyska flaggið veittrar millum fløggini hjá øllum hinum heimsins londum framman fyri ST-høvuðsborgini í New York. Onnur meira hóvlig halda hetta vera fjákalótir, tí hvat formáa vit, pinkulandið, okkum saman við teimum stóru?

Nú kunnu meiningarnar um farnar tíðir vera so ymiskar, men líta vit okkum í kring og gera støðuna upp, so er ongin ivi um, at Føroyar hava klárað seg væl, og at vit nú teljast millum heimsins ríkastu og mest framkomnu lond. Eg vóni ikki, at eg gangi nøkrum ov nær, tá ið eg sigi, at vit kunnu takka okkara vilja til sjálvbjargni fyri, at so er, men ikki minni týðandi hevur tað verið, at vit hava verið viðfarin sum húsfólk í norðurlendska húsinum. Vit kunnu av sonnum siga, at vit so dyggiliga hava eftirlíkað báðum stevnumiðjunum hjá Føroyingafelagnum, sum varð stovnað í 1889: at fáa Føroya mál til æru, og at fáa føroyingar til at halda saman og ganga fram í øllum lutum, at teir mugu verða sjálvbjargnir.

Føroyar í heimssamfelagnum
Um enn vit ikki eru sjálvstøðug tjóð, so gera vit okkum kortini galdandi í útlondum bæði politiskt, vinnuliga og mentanarliga, og tá noyðast vit, antin vit vilja tað ella ei, at gerast viðspælarar í framkomna heimssamfelagnum. Eitt nú hava vit sett í gildi altjóða samtyktir um mannarættindi, um avtøku av øllum kynsmismuni móti kvinnum, um barnarættindi og nú seinast um rættindi teirra brekaðu. Aðrir bólkar og minnilutabólkar banka nú eisini á dyrnar hjá okkum og biðja um at fáa tryggjað og staðfest síni borgarligu rættindi. Summi øtast um gongdina og hava hug at steðga á og spyrja, hvar markið gongur. Men ongin átti at vita betri enn vit, at stríð verður altíð um rættindi, og vit eiga tí at vera tey fyrstu at viðurkenna, at onnur, tað verið seg tjóðir, ættbólkar ella minnilutabólkar, hava líka góðan rætt at vinna sær síni væl grundgivnu rættindi, sum vit á sinni hildu okkum hava at berjast fyri viðurkenningini av okkara merki.

Tí tað ber væl til at definera tjóðskap ella egnan samleika avmarkandi. Tá kann tjóðskapur ella samleikin gerast til eina sjálvsfatan, sum sigur, at vit eru nakað serligt, og at eitt nú Føroya fólk hevur serligar dygdir, sum onnur ikki hava. Jú, víst hava vit serligar dygdir, men halda vit, ella royna vit at billa øðrum inn, at alt her hjá okkum er lýtaleyst og at vit ikki hava trupulleikar, so eru vit meira bláoygd, enn vit kunnu loyva okkum at vera. Slíkar glæstrimyndir eru góðar at brúka, tá ið vit selja ferðafólkaFøroyar, men so heldur ikki til meira.
Tað er gott at vilja tað góða, men vandin er, at vit tá ofta gerast sporsmøl og hanga okkum í smáputl, í staðin fyri at gáa eftir veruligu vandunum.

Vit liva í einum heilt øðrvísi heimi, enn vit gjørdu bara fyri fáum árum síðan. Vit mugu bara ásanna, at alheimsgeringin er veruleiki, og at vit ikki longur sleppa at avbyrgja okkum. Vit verða fyrr ella seinni noydd at taka allan pakkan, tí tíðin er farin frá, tá tað almenna ella onkur annar myndugleiki skal gera av, hvat vit mugu hoyra, lesa ella síggja, ella hvønn vaksnan vaksin fólk velja at balla seg saman við undir dýnuni. Tað mugu tey hereftir sjálvi finna útav. Formaningum sleppa vit kortini ikki undan, tí nú hevur sum kunnugt ein røð av nýggjum pávum sett seg sjálvan á liðið, sum skal fortelja okkum, hvat vit eiga ella helst ikki eiga at eta, at vit mugu røra okkum meira, at vit ikki mugu gloyma at klemma hvønn annan, ella á hvønn hátt vit nú best lokka børnini frá teldunum.

Alt kann takast upp og vendast í almennu miðlunum ella sonevndu sosialu miðlunum. Dúgliga túnatosið, sum fyrr var undir húsavegginum, er nú flutt inn í Góðan Morgun Føroyar, og alt fleiri av okkum luttaka í virtuella gøtubardaganum í Facebook, har allar hugsandi privatar hendingar verða hongdar út á snór, og har tú millum mangt annað kanst lesa, tá hjún ynskja hvørjum øðrum góða nátt, ella tá tey, sum halda seg kunna ávirka støðuna, geva sitandi samgongu og flatskattinum av grovfílini.  
Í grundini er hetta tekin um, at vit verða ikki samansjóðað á sama hátt sum áður. Tey gomlu bygdarløgini, sum vóru sum smáir alheimar, eru so smátt um at vera ein farin tíð. Tað nyttar lítið, at Sørvings syngja so vakurt, at teir vilja vera bygdarfrell. Nei, nú liva vit í einum samfelagi, sum summi kalla vitanarsamfelag, onnur tosa um tænastusamfelag ella upplivingarsamfelag. Eg sá ein herfyri kalla okkara nýtímans samfelag eitt projektsamfelag. Og tað er nakað um hetta, tí nú er tað vorðið so, at fært tú ikki realiserað títt lívsprojekt í Sørvági (Miðvági, Sandavági) ella í Føroyum, ja, so tekur tú pjøkan og flytur til Danmarkar ella onkra aðra staðnis, har tey hava so nógv meira at fara til og so nógv at uppliva.
Flaggið bindur so ongan.

Fólkaflyting og fólkavøkstur
Vit gerast færri fyri hvønn dag, sum gongur, og miðalaldurin hjá Føroya fólki fer uppeftir við rúkandi ferð. Vit spyrja, hví hesi ungu rýma. Fuglurin rýmir av rókini, tá ongin føði er. Men hava vit tað ikki gott, her í Føroyum? Her manglar ikki føði, men kanska er tað andaliga føðin, sum gongur undan. Hvør veit?
Nøkur her heima eiga gott nokk ikki til breyð á borðið, og tá er tað gott, at felagsskapurin Í menniskjum góður tokki roynir at rætta teimum eina hjálpandi hond um jóltíðir. Løgmaður sigur, at hetta er frálíkt, tí so sleppa føringar í hvussu er eina ferð um árið at vísa, hvussu gávumildir teir eru.

Nú verður tað ikki við gávumildni frá hampafólki, at vit loysa trupulleikan við fólkafráflytingini, sum er okkara størsta vandamál, tí okkara lítla land tolir ikki, at vit gerast færri.
Í Heildarætlanini Fólkaflyting og fólkavøkstur, sum hevur til endamáls at vísa á átøk, sum kunnu vera við til at gera Føroyar til eitt meira lokkandi stað at búseta seg, er listi við ikki færri enn 37 átøkum, sum komandi fimm árini fara at kosta góðar 700 mió. kr.
Sum starvsmaður í einum av okkara almennu mentanarstovnum var tað ikki sørt hugstoytt at varnast, at tey, sum hava gjørt heildarætlanina, nærum als ikki halda, at almennu mentunarstovnarnir kunnu vera við til at fáa fólk at støðast i landinum. Tað halda tey so í hvussu er í øllum okkara grannalondum. Í Heildarætlanini verður upplýst, at av teimum, sum hava sent inn uppskot til átøk, vóru tað nøkur, sum vístu á, at tey fegin vildu hava, at bókasavnstænastur verða raðfestar hægri. Tað er ein sannroynd, at fólkabókasøvnini í Føroyum eru lítið ment.flagg3

Í 2012 brúktu land og kommunur góðar 13 mió. kr til fólkabókasøvn. Skuldu vit brúkt tað sama, sum okkara grannalond, so skuldu vit brúkt tað dupulta. Henda vánastøðan er ikki nýliga íkomin, men tað hevur altíð undrað meg, at okkara kommunalpolitikarar sum heild aftra seg við at nerta ordiliga við bókasavnsmálið. Tí her er møguleiki at vinna meira fyri minni. Og so kann eg leggja aftrat, at júst her í Vágum verður eina minst sett av til fólkabókasøvn samanborið við restina av landinum.

Vit eru ófør at gera okkum galdandi í útlondum, men nú haldi eg, at tíðin er komin, at vit fara at gera okkum galdandi eisini her heima hjá okkum sjálvum. Og eg fari sjálvandi at mæla til, at vit byrja við tí, sum stendur mær nær, nevniliga mentanarøkinum.

Eg fari her at enda við nøkrum fyndarorðum hjá amerikanska forsetanum Roosevelt, sum hann segði, tá ið harðast leikaði á í USA í 1920’árunum, tá kreppan hótti við at leggja alt í oyði. Hann segði tá við sínar landsmenn: í løtuni hava vit onki at óttast, uttan óttan sjálvan.

Góðan flaggdag.

Ræðumyndin kámast

Tað hevur verið heitt á meg at siga okkurt til hetta høvið her í kvøld. Tað varð nevnt, at eg kundi siga frá onkrum stuttligum, eg minnist frá mínum barnaárum. Men tað verður ikki lætt, tí míni barnaár vóru alt annað enn stuttlig. Eg minnist bara, hvussu eg sum smádrongur var kringsettur av illsintum konum, sum skeldaðu, lærarum, sum gjødu mær lívið súrt, og ikki minst teimum stóru dreingjunum, sum alla tíðina lógu mær eftir lívinum. Eg var ræðuskítur um ein háls. Og bygdin var eisini full av hundum, sum onga venjing høvdu fingið, og ongin teirra var avsagur fyri at bíta, teir vóru sum heilagu neytini í India. Og so var tað pápi mín, sum koyrdi á meg at koma at skera torv, velta epli, hoyggja, ganga á fjall og fletta. Ja, hvat halda tit?
Og sum um hetta ikki var nóg mikið, so fann kommunan Gud hjálpi mær uppá at seta ein skúlatannlækna. Tá kundi tað ikki blíva nógv verri.

Nei, míni barnaár vóru fyri tað mesta at ganga við ótta og hjartkiptur fjala seg sum best, tað sum í dag so fínt verður rópt at halda lágan profil.
Men nú, tá ið man er komin nakað til árs, so er sjálvandi nógv ymist, sum hendi í barnaárunum, sum nú kann fyrikoma at vera stuttligt.

Eitt, sum eg minnist og mangan undrist á, er, hvussu nógvir handlar vóru í Sørvági, tá ið eg var smádrongur. Har var handilin hjá Hugo úti á Bakka, handilin hjá Hjalmari, handilin hjá Theodor úti á Lið, og á Ørgini helt pápabeiggin Jóhan á Ørg fram við at handla, tá ið Hjalmar flutti út í Geilina. So var tað handilin hjá Olla, Bill-Olla, sum vit eisini kallaðu Apotekið, og so sjálvandi handilin hjá Hentzari, beint yvirav har hjá okkum. Heimi í bygdini lógu Norðstovuhandilin og Løvuhandilin hjá Hjarvil lið um lið, og hinumegin vegin var Løvu-Niclas’a handil. Billumenn høvdu handil stutt vestureftir frá Pálsoyruni, og á vegnum, sum gekk yvir til Gamla skúla, har musikkskúli nú er, var handilin hjá Jógvan í Nýggjustovu og longur yviri aftur handilin hjá Niels. Ikki færri enn 12 handlar, sum allir seldu matvørur. Nakrir seldu eisini klæðir, steintoy, petroleum, vaskiútgerð, nøkur bomm, onkra frukt, tubakk, snús og skrá, stivlar og oljuklæðir. Men teir vóru so smáir hesir handlarnir, og tú skilur ikki, at tann lítla sølan, teir høvdu, kundi breyðføða nakra familju, og teir fægstu mundu gera tað.

Eg minnist, at hjá Hentzari keyptu vit serliga pálegg, speipylsu, sum varð skorin í serligari skerimaskinu, rullupylsu og livurpostei (50 oyru í livurpostei, plagdi eg at siga), alt vigað, umframt margarin, sukur, te og millumlagdar keks. Og so sjálvandi tað obligatoriska súreplið, sum tá kostaði 25 oyru.

Longur uppi í bygdini hevði Karolina hjá Petur Weihe klædnahandil. Í bygdini var eisini urmakari, skómakari, snikkaravirki, vanlig smiðja, posthús og bankar. Stórur nýggjur skúli var nýliga bygdur, og har var eisini kirkja, missiónshús og baptistasalur. Umframt sjálvandi alt arbeiðið, sum m.a. fór fram úti á keiini. Jú, hetta var eitt livandi og virki umhvørvi, hóast eg sum barn væl merkti, at tað viðhvørt gekk upp og viðhvørt niður, mest niður hugsi eg.

Eitt árið, eg minnist ikki akkurát nær, men eg giti, at tað var í 1963, fekk Hentzar ísmaskinu og fór at selja softís. Tað var nakað heilt serligt. Tí tá var tann modernaða tíðin komin til Sørvágs. Hetta var sama árið sum the Beatles sungu She loves you, yeah, yeah, yeah, og amerikanski forsetin Kennedy skrivaði sama árið undir hina søguligu lógina um borgararættindi, sum tryggjaði eisini teimum svørtu í USA vanlig demokratisk rættindi, og tað dámdi ikki øllum. Tey svørtu fegnaðust, og Martin Luther King helt hetta summarið hina tiltiknu røðuna: I Have A Dream. Eitt, sum serliga hugtók fólk um hetta mundið, var fyrsta fjølmiðlagølan, sum eisini vit føroyingar vórðu kunnaðir um í útvarpinum og Dimmalætting. Hetta var rokið um bretska krígsráðharran Profumo, sum var væl við Christine Keeler, eitt konufólk av tí slagnum tey rópa call girl, sum um sama mundið var væl við ein høgtstandi sovjetiskan njósnara. Tað kundi bara ganga galið í teimum tíðum, tá ið kalda kríggið var í hæddini.
Í Íslandi kom nýggj oyggj undan kavi, gosoyggin Surtsey. Tíverri, sama mánað sum hetta hendi, 22. november, var áður nevndi John F. Kennedy, sum var mín hetja og nýggja vónin hjá so mongum, skotin til deyðis í Dallas í Texas. Tað var ein rættiligur skelkur, sum setti seg.

Men aftur til ísmaskinuna hjá Hentzari. Eg kann ikki greiða frá, hvussu væl hesir softísarnir smakkaðu, og eg havi heldur ongantíð fingið so góðar softísar síðan.
Men hjá mær var henda ísmaskinan eisini ein hóttan. Tí einaferð grabbaði Hanniba í meg og bað meg fara út til Hugo, har Anvør stóð í handlinum, við einum softísi og eini heilsu frá Hanniba sjálvandi. Tað var sólskin og óvanliga heitt. Eg minnist, at Hanniba segði, at eg skuldi renna sum ein galin, og hann lovaði, at misti eg so mikið sum ein dropa av ísinum, skuldi hann drepa meg. Eg ristist so illa, meðan eg rann, at tað var líka við, at eg misti allan ísin á vegin. Men fram kom eg tíbetur, og Anvør var sjálvandi imponerað, og seinni giftust tey bæði. Eg fekk ein ís afturfyri frá Hanniba, men tað hevði eg so sanniliga eisini uppiborið.

Men eg hevði eisini onnur skelkandi upplivilsi í mínum barnaárum. Vit høvdu kúgv, og ofta bleiv man sendur at reka kúnna í hagan og fara eftir henni aftur um kvøldið. Tað var ein plága, og onki hjálpti at biðja um at sleppa undan at fara. Mamma var ovbyrjað og hevði nógv um at vera. Kúgvin skuldi rekast út eftir Ovara vegi og heilt út í Geilina. Men henda kúgvin mundi kortini ikki vera heilt normal, haldi eg, tí hon hevði tikið sær fyri at skíta eitt heilt ávíst stað á vegnum, beint uttan húsini hjá Vensili og Lamb-Hansinu. Hansina var sum kunnugt ein skrøpp madamma, hon leyp út á trappuna og rópti: tú hannsjálvur, tú fjernar allan handan lortin og tað beinanvegin.
Eg fekk onki gjørt við hetta, og lotur helt eg leiðina fram og hugsaði um hvørjar syndir eg hevði á míni samvitsku, síðan eg skuldi straffast so hart. Hvønn einasta dag steðgaði kúgvin í sama stað og helt fram at skíta. Eg minnist, at Lamb-Hansina forlangaði, at eg skuldi hava eina skovl við mær at taka lortin upp við. Okkurt av systkjunum kom við einum hugskoti, at eg skuldi hava ein kerrisekk við mær og halda hann undir reyvini á kúnni, tá ið hon skeyt. Kerrisekkir, tað eru hesir smáu sekkirnir, sum vóru brúktir undir krígum til at byggja skotverju við. Teir vóru sum sagt smáir og fyltir við sandi og skjótt var at laða.
Jú, eg hevði so avgjørt brúk fyri verju móti skotríðunum hjá Lamb-Hansinu, hóast kerrisekkurin í hesum føri skuldi brúkast til eina heilt serliga uppgávu ella verju, enn hann upprunaliga var ætlaður til.

Sum eg nevndi í áðni, so vóru nógvir handlar í Sørvági, og enntá fleiri enn teir, eg nevndi. Bara á einum lítlum øki heimi í bygdini vóru einir 6 ella 7 ymiskir handlar.
Eitt nú var tað bakaríið hjá Skælings-Jógvan ella Skelling, sum vit róptu hann. Har keyptu vit breyð, ósøtabollar, søtabollar og jólakøku. Skarpakaku keytu vit til høgtíðir. Har hjá bakaranum var eitt samlingsstað. Har kom fólk at keypa og reypa, gera fortreð o.s.fr. Skelling dámdi væl at dramatisera. Onkuntíð pástóð hann, at hann var sangari og hevði givið fleiri plátur út í útheiminum, og tað var ikki sørt, at vit trúðu honum. Tað var áðrenn internetið og alt hetta her, so illa bar til at kekka tað, sum hann segði. Einaferð fortaldi hann, at onkur til eitt val hevði lagt onkra tjóðveldispropagandu, ein ella annan prentlut, á diskin hjá honum, meðan hann var upptikin við bakingini inni í bakarínum. Hann greiddi seinni frá, at hann vildi ikki nerta hetta eitrandi tilfarið, men fór eftir hesum skemdarskjali við klípitong og tveitti tað beint í komfýrin. So tjóðveldismaður hevur Skelling neyvan verið.

Ein annar handil var Pollastova, har Dánjal við Gil, Dánjal í Pollastovu var krambakallur. Har seldu tey ísinkramm, ymisk amboð og máling. Eg minnist, at eg einaferð keypti eina sleingitráðu í Pollastovu. Eg fór oman á Vatn at royna tráðuna, veipaði dúgliga við henni at fáa pilkin so langt út sum tilbar, men tað vildi so illa til, at fremra helvtin av tráðuni loysnaði og fór saman við pilkinum langt út á Vatnið. Eg var sjálvandi harmur og hámur og tordi illa at siga frá hendingini heima við hús.
Dánjal við Gil var giftur við Jostu, sum hevði telefonstøðina. Einaferð sigst, at onkur, sum tosaði í telefon, ætlaði at siga okkurt hemmiligt, men síðan segði, at hann tordi ikki at siga tað í telefonini, tí hann visti, at tey lurtaðu so illa á støðini. Tá var Josta skjót á linjuni og spurdi, hvat fanin hann bilti sær inn, tí tað passaði yvirhøvur ikki, at tey lurtaðu.

Ein annar stuttligur handil, var bóka- og pappírshandilin hjá Dia. Hann seldi eisini ymsar pappírsvørur, bløð, álmanakkar, onkrar pyntlutir haldi eg og religiøsar bøkur. Til jólagávur seldi hann eisini spøl og sovorði, meini eg tað var.
Hetta minnir meg forrestin um tey pyntaðu handilsvindeyguni á jólum. Tey sýndu ikki av nógvum, samanborið við tað, sum er í dag, men eg minnist væl, hvussu eg kundi standa leingi og stara inn í hesi pyntaðu vindeyguni og í eini næstan religiøsari kenning lata hugin reika.
Tað var eisini hjá Dia vit keyptu hesi smølu avlongu Davy Crockett og Micky-bløðini, og tey vóru í hvussu er, saman við filmunum í Sørvágs Bio, tað einasta, sum veruliga gjørdu lívið vert at liva.

Tað vóru nøkur støð í Sørvági, har man ikki tordi at koma, tí man hevði gjørt fortreð har. Ein orsøk var helst, at man sum barn hevði lyndi til at gera alt størri, enn tað var. Sjávt um tú hevði gjørt okkurt fortreð, sum var púrasta óskyldugt, kundi tú ganga við ótta í langa tíð og ræðast fyri, at ein algoystur maður við knívi knappliga skuldi loypa úr myrkrinum og skera teg á háls.
Nei, tað var ikki lætt at vera barn í Sørvági.

Eitt sum eg eisini minnist var, at man ofta bleiv sendur ørindi, serstakliga tá ið man ikki tímdi ella hevði tíð. Dikta plagdi at ligga í stovuvindeyganum har úti á Ørg, og tað gretti ikki, sá hon teg, at hon rópti: tú harniðri far ørindi fyri meg. Eg minnist, hvussu eg plagdi at krúpa fram við garðinum niðanfyri húsini, so at hon ikki skuldi síggja meg, tá ið eg skuldi út á Lið. Men har var opið fyri tað petti av brekkuni, sum gekk niðan til húsini hjá Diktu og Jóhan, so onkuntíð rendi eg meg beint í trolið og var fangaður. So var onki annað enn at gera, sum hon segði. Tað býtta við hesum var, at ofta komst tú aftur og segði, at hetta ella hitt ikki var at fáa. So vart tú sendur til næsta handilin, komst aftur við somu tíðindum, og var so sendur í triðja handilin. Soleiðis kundi ein góð løta ganga og tú slapst ikki at spæla, hóast dreingirnir spurdu, tí tú skuldi ørindi fyri Diktu. Tað gjørdi ikki støðuna betri, at dreingirnir høvdu fragd í at flenna eftir ólukkudýrinum, sum soleiðis gekk fjøtrað.

Líka veit eg, um tíðirnar eru broyttar til tað betra, men teir ræðuleikar, sum børnini nú uppliva í sjónvarpinum, tað upplivdu vit børn fyri einum 40-50 árum síðan mitt í okkara gerandisdegi. Og tí var tað kanska ikki so løgið, at man ynskti seg langt av landi skotnan, tá ið man einaferð fekk kjansin, men tað er so ein onnur søga.
Men sum við øllum, so kámast ræðumyndin sum frá líður, og støðan var ikki verri enn so, at tú tordi at venda aftur og enntá seta búgv í hesum ræðustaði.

Lisið upp í Bygdarhúsinum í Miðvági á tiltakinum Í menniskjum góður tokki, leygarkvøldið, 27. november 2010.

Duga tey ikki at reypa sjálvi?

Nýggja bókin hjá Høgna Mohr Tá deyðin verður avdúkaður snýr seg um mørk, týdningin mørk hava, og hvat tey gera við okkum sum menniskju.

Í 2007, eftir at Dimmalætting um heystið 2006 hevði skrivað eina røð av atfinnandi greinum um viðurskiftini á Landssjúkrahúsinum, skakandi søgur um skeivar viðgerðir og ljóta viðferð av sjúklingum, var umdømið hjá Landssjúkrahúsinum, men so sanniliga eisini umdømið hjá Dimmalætting, í stórum vanda fyri at farast.
Á Dimmalætting fingu tey ivaleyst at sanna, at tað kostar, og tú verður ikki populerur hjá øllum, um tú dittar tær at taka mál upp, sum veruliga eru átaluverd.

Tað, summi kallaðu ljóta skrivingin, ávirkaði í hvussu er arbeiðshugin hjá starvsfólkum á Landssjúkrahúsinum, ella sum eitt av starvsfólkunum sambært rithøvundinum tekur til: tað kann oyðileggja nógv fyri okkum og onnur, um málini verða lýst ov einvíst. Tað kann hava við sær, at vit fara at uppliva nógv meiri av hugburðinum, at nú ræður bara um at hava sín rygg frían. At tað eyka avrikið ongantíð verður framt.

Á einum arbeiðsplássi ella stovni, har arbeiðið verður avgreitt og skipað við støði í greiðum fakligum førleikum, er onki so ringt sum at vera lagdur undir ikki at duga sítt yrki ella ikki at gera sítt arbeiði til lýtar. Og tá slíkt verður borið fram, hava fólk ofta ilt við at skyna á, um talan er um stovnin, um arbeiðsgongdir ella um tað einstaka starvsfólkið. Hinvegin er tað sum oftast lætt at staðfesta, at nógv av slíkari skriving ella atfinningum eru generaliseringar, tí ongin, ið stendur uttanfyri, er førur fyri at lýsa alt tað, sum fer fram á einum so stórum og fjølbroyttum arbeiðsplássi sum eitt nú eitt sjúkrahús er. Sannleikin hevur sum kunnugt fleiri síður, sum allar mugu lýsast, um talan skal verða um eina veruliga og sanna heildarmynd. Men fyri einstaklingin ella tey, sum veruliga eru fyri mismuni ella ikki fáa nøktandi tænastu, er heildarmyndin óviðkomandi. Tey hava allan rætt at gera vart við seg og finnast at

Mitt í allari neyðini, tá harðast leikaði á í 2006 við gølu omaná gølu, helt leiðslan á Landssjúkrahúsinum, at hon mátti lata dyrnar upp á víðan vegg og fáa ein royndan blaðmann at skriva um alt gerandissjaggið á stovninum, sum jú er tað, ið tá ið samanum kemur er avgerandi fyri, um vit verða lekt, koma trygt inn í heimin ella tá ringast vil til á virðiligasta hátt lata innaftur lyklarnar til lívið. Og hetta bleiv so uppgávan hjá blaðmanninum Høgna Mohr, sum áður hevur víst gott hegni í tí sjangruni í blaðmannayrkinum, sum gongur undir fremmanda heitinum new journalism.

Í bókini sigur rithøvundin, at hann grundar sína skriving á at hava verið dokumentaristur á Landssjúkrahúsinum í nakrar mánaðir í 2007.

Longu her koma vit til fyrsta markið í hesi bókini, tí tú kanst spyrja, um rithøvundin, sum her fær eitt sertilboð um atgongd til nakað, sum annars vanliga ikki er atkomiligt hjá øðrum, er farin um markið, sum gongur millum tað subjektiva øðrumegin og tað objektiva og óhefta hinumegin. Ja, tú kanst spyrja eftir motivinum? Skrivar rithøvundin fyrst og fremst fyri at bera í bøtuflaka fyri vánaligum avrikum? Roynir hann, ella kennir hann seg noyddan at mála eina ljósareyða mynd av veruleikanum? Ella fer hann eftir at gera eina kritiska lýsing av Landssjúkrahúsinum sum ein týðandi almennan stovn, sum borgarar gjalda umvegis skattin, og sum teir tískil eisini kunnu vænta sær nakað av?

Tá alt kemur til alt ger hann hvørki. Í bókini eru sjey subjektivar greinir um ymisk viðurskifti á hesum stóra og rokmikla arbeiðsplássinum. Rithøvundin garderar seg við hugtakinum ‘subjektivar’, og satt at siga, so er hann í síni skriving ikki annað enn trúgvur ímóti sínum yrki, trúgvur ímóti eini serligari sjangru í blaðmannayrkinum, eins og prestur helst skal vera trúgvur ímóti Bíbliuni, granskarin ímóti síni vitan og hvør einstakur ímóti sínum egnu kenslum og skyldum. Høvundin er til reiðar at fara undir eina spennandi uppgávu, tá ið høvið býðst, og lat tað so fara, at skrivingin eisini verður eitt slag av kreppusamskifti stovnsins vegna, tvs. ein roynd at fáa umdømið aftur á beint, ella at tryggja sosiala legitimitetin hjá stovninum.

Dokumentarisma og serliga new journalism er ein sjangra, har tú lýsir tað faktuella við teimum frásagnarhættum, sum vit kenna frá føgru bókmentunum, skaldsøgum og stuttsøgum. Dentur verður lagdur á at vera sannførandi heldur enn at fjala seg aftanfyri hópin av fakta. Tað er ikki tann stutta ella grunna reportagan, sum skal skjótt í blaðið ella á skíggjan, nei, her er talan um drúgva eygleiðing av viðurskiftum og hendingum, sum verða endurgivin rámandi og at síggja til á djúptøknan hátt, intensiv reportaga, sum tað ofta verður rópt. Hemingway var helst tann fyrsti, sum brúkti hetta skrivingarlagið, sum annars hevði sína gulløld í 1970’árunum. Tað er tað autentiska, egnar royndir, tað, sum tú sjálvur hevur upplivað, sum telur. Ikki tað eksotiska, men tað, sum fer fram mitt í grannalagnum, har tú búleikast.

Nú á døgum er hendan sjangran trároynd í sv-miðlunum, og hvør situr ikki av og á og styttir sær stundir við Deadliest Catch, Animal Cops, Airport, ER (Skaðastovan) ella í hesum døgum Borgen.

Flestu arbeiðspláss eru sum stongdir heimar, sum óviðkomandi ikki hava innlit í.
Og so eru aftur summi arbeiðspláss, sum eru heilt serlig, tí at tey eru rokmikil, og tú sært avrikini beinanvegin. Viðhvørt er ferðin nógv, avgerðir skulu takast skjótt, ella tú ert saman við fólki, sum líta á, at tú loysir teirra trupulleikar. Samstundis er stutt millum tað, sum eydnast væl, og tað, sum ikki eydnast, antin tí at okkurt ‘kiksar’ ella tí at tú onki fært gjørt kortini. Kenslurnar eru á gosi, adrenalinið verður pumpað út í æðrarnar í stórum nøgdum, og mitt í øllum hesum rokinum stórtrívast lokabrøgdini (intrigurnar). Júst lokabrøgdini, sum so nógv graml hevur verið um skulu hava so góð gróðrarlíkindi á Landssjúkrahúsinum, eru at kalla heilt burtur í hesum søgunum hjá Høgna Mohr.

Tað løgna við arbeiðsplássum, har tað stendur so nógv á, er, at umheimurin nærum ikki gevur teimum gætur. Á sjúkrahúsinum verða børn fødd, álvarliga sjúk fólk verða lekt, hjá summum stendur um lív og nøkur teirra doyggja. Uttanfyri gongur alt sína vanligu gongd, tí vit klára ikki at rúma hesum stóru hendingunum ella kenslunum, sum hjá øðrum eru partur av vanliga gerandisdegnum.

Í hesi bókini eru søgur um allar tær gloymdu hetjurnar, sum ofra seg í einum arbeiði, sum gamaní viðhvørt er væl lønt, men sum sannliga eisini krevur síni kensluligu avgjøld. Søgurnar eru so bergtakandi, at tú fært hug at spyrja, um hasi fólkini ikki duga at reypa sjálvi? Tey gera jú sítt ítarsta, eru ikki hástór ella stútut, men fyrikomandi, og alt fer fram í sátt og semju. Sjálvandi arga tey hvønn annan viðhvørt, sum starvsfelagar nú einaferð gera, men tað er so tað. Ja, tað er næstan ov gott til at vera satt.
Tí er tað gott, at onkur annar átekur sær at miðla so gott tilfar sum hetta til lesaran, sum livir í sælari fákunnu. Tí tað er hóast alt stuttligari at lesa um blóðdálkaðar menn, sum fremja avreksverk, enn um teir, sum í besta føri hava kaffiblettir á klæðunum, soleiðis sum rithøvundin eisini ger vart við í greinini Mister Lið, um skurðlæknan, sum við sveittabrot setur liðir upp á pláss við hamara og meitli, ella høggur burturav einum víriki. Hetta er annað enn at stara í telduskíggjar, handfara pappír ella trýsta á knøttar. Mister Lið dámar eisini betur norska læriháttin, tí har sleppur tú at skera beinanvegin, meðan danir eru meira varnir og vilja hava ungar kirurgar at standa og hyggja at í fleiri ár, áðrenn knívurin verður litin teimum upp í hendi.
Eisini er tað hugtakandi at lesa um, hvussu eitt barn greiðir frá, tá ið tað kemur til verðina á føðingardeildini. Ella frásagnir frá teimum, sum eru um tey, ið liggja at doyggja. Tí eisini um tað kanst tú savna tær vitan og royndir, sum tað kanska ikki altíð er so lætt at deila við onnur. Minni hugtakandi er tað at lesa um yngri mann, sum av sjúku spakuliga hvørvur inn í egnan heim og missir alt vanligt samband við síni kæru. Har er komið eitt skott teirra millum, sum rithøvundin tekur til. Ein óvíkiligur veggur, sum er gjørdur úr onkrari enn ókendari sjúku.

Tað er henda fjølbroytta heimin, hendan bókin er um, og jú, har eru mørk og óvíkiligir veggir, tykist tað viðhvørt. Her verður greitt frá mørkum millum somatikk og psykiatri, lív ella deyð, røkt ella viðgerð, effektivitet ella umsorgan, hugflog og veruleika, at vera sjúkur ella frískur, at hava ella missa tamarhaldið, og vit kunnu leggja aftrat tað meira abstrakta markið millum form og innihald. Í summum førum eru mørkini antin-ella, í øðrum førum meira kám.
Sjálvandi eru eisini teir sjúklingarnir, sum ikki kunnu bólkast, men detta burturímillum og enda í restbólkinum. Tey, sum púra heimavand tosa um Zyprexa ella Nozinan, sum var tað ræstur fiskur og garnatálg.
Afturat øllum koma so fakmørkini, markið millum leiðslu og starvsfólk og starvsfólk og sjúklingar.

Í søgunum í hesi nýggju bókini hevur tú varhugan av, at tað meira eru menniskjuni enn systemið, sum verða lýst, komponentarnir heldur enn maskinan. Styrkin í bókini er tann beinrakna tekstin, tær hugtakandi, men knøppu orðingarnar, miðlingin av sterkum menniskjaligum kenslum, stúran, gleði, ótti og sorg, og so tann einfalda, positiva menniskjafatanin. Men her verður samstundis ansað væl eftir ikki at kleima sær fingrarnar í maskinuni. Tað lata vit onnur um.

Og hví gremja seg, tá ið ein nøgdsemiskanning, sum varð kunngjørd beint fyri jól í 2007, eftir øllum at døma gjørdi allari skrivingini í Dimmalætting til skammar og fekk hesi orðini við á vegnum: 9 av 10 sjúklingum eru nøgdir ella sera nøgdir við viðgerð, røkt og tænastu á føroysku sjúkrahúsunum. Hóast landsstýrismaðurin í heilsumálum sjálvandi var ovurfegin, nú pena fasadan var bjargað, so vóru onnur, ið hildu, at kanningin hevði uppiborið at verið tikin meira í álvara í staðin fyri at verða brúkt sum miðlastunt.

Í sjónvarpsrøðini hjá Lars von Trier Riget hendi mangt løgið. Eitt løgið var, at mitt í øllum hurlivasanum stríddist yvirlæknin, Moesgaard professari íðin at fáa undirtøku fyri ”Operation Morgenluft”, sum skuldi betra arbeiðshugin á sjúkrahúsinum og teppa evindaliga grenjið úti millum fólk um eitrandi stríð millum fakbólkar og miseydnaðar skurðviðgerðir. Tann, sum hevur arbeitt eitt sindur við strategimenning og mentan á arbeiðsplássinum, visti betur og hevði hug at smírast.

Kanska er tað ikki av tilvild, at ‘morgunluft’ minnir eitt sindur um dimmalætting.
Tí hóast bókin hjá Høgna Mohr hevur nakað av hesi ‘morgunluftini’ í sær, so hevur hon eisini ein boðskap til sjúkrahúsleiðsluna, um leiðslan altso er sína uppgávu vaksin. Boðskapurin er kanska ikki skorin út í papp, sum eitt nú tann í Valcon-frágreiðingini, men tað hevði tó verið gott, um hann kundi verið við til at dimmið lætti eisini á Landssjúkrahúsinum. Tí so kom tó okkurt gott burturúr skrivingini, m.a. at vit fara at tola og taka við kritikki. Ein vansi við hesi bókini er tó, so áhugaverd hon hóast alt er, at hon hegnisliga skákar sær undan at lýsa ella taka støðu til verulig álvarsmál, men tað veldst sjálvandi um, hvat tú heldur vera álvarsmál. Her er so heilt vist okkurt eftir, sum vit mugu rokna við fer at verða tikið upp í meiri kritiskari blaðskriving um ikki á annan hátt.

Bókin hevur tó tað góða við sær, at vit vanligu lesarar eru farnir at dáma starvsfólkini á Landssjúkrahúsinum enn betur og nú unna teimum tær allar bestu arbeiðsumstøðurnar.

Høgni Mohr: Tá deyðin verður avdúkaður. Øgiliga egið forlag, 2010. 95 síður við myndum, sum Jens Kristian Vang hevur tikið.

Tað er skandalan

Eg síggi at Vágaportalurin hevur eina ‘søgu’ um blaðhald og brúk av føroyskum netsíðum, eftir at portalurin hevur havt eina spurnarkanning um hetta (portal.fo er tó ikki, tað eg dugi at síggja, við í kanningini). Talan er sambært Vágaportalinum um eina quick-poll kanning, sum skal takast við fyrivarni. Nú skal eg ikki taka støðu til úrslitið av kanningini, sum møguliga er á góðari leið. Hinvegin kundi eg hugsað mær at gjørt nakrar viðmerkingar til tann eina spurningin í kanningini: Er Dimma eitt skandalublað? Her svara 578 portallesarar Ja (54%), 319 Nei (30%) og 155 (15%) siga seg ikki lesa Dimmu. Í yvirskriftini hjá Vágaportalinum verður hetta til: Dimmalætting: Flest haldarar men eitt skandalublað.

Nú skal eg vera tann seinasti at verja Dimmalætting, men at Dimmalætting skal vera eitt skandalublað, fái eg meg ikki at trúgva. At so nógv halda so vera má koma av onkrari misskiljing ella eini misfatan av, hvør uppgávan hjá miðlunum eisini er.

Eg haldi eitt skandalublað vera ett blað, sum miðvíst fer eftir skandalum, sum skulu selja blaðið. Tvs. talan eg um bløð, sum í sínum tíðindaflutningi øsa fjøldina, venda sær til ‘innara svínhundin’og dyrka undirlutakensluna hjá smámanninum. Hesi bløðini fara lætt um  sannleikan og leggja lítið í samfelagsliga týdningin av sínum tíðindaflutningi. Málið er øsing heldur enn upplýsing og menning. Kanska gera tey hetta fyri at tjena pengar og/ella fyri at tæna ávísum politiskum, sosialum, mentanarligum ella búskaparligum áhugamálum.

Grundin til at eg treiv eftir penninum var, at føroyski miðlaheimurin allur (og serstakliga nettíðindasíðurnar) er raktur av eini kapping um at lýsa hendingar í einum stríðum streymi av headlines, har livitíðin er frá minuttum til nakrar tímar. Føroyskir miðlar (sjálvt ikki Dimmalætting, hóast hon roynir) koma sjáldan ella ongantíð í dýpdina við nøkrum. Tað er hendan ella hin smáhendingin ella tiltakið (events), sum skal lýsast, listin yvir mál, sum eru skorað, tann ella tann útgávan, sum skal annonserast, tann ella tey, ið eru komin illa fyri. Ella politikarar, sum sleppa at kjakast sínamillum í miðlunum við okkum og miðlunum sum áskoðarum.
Er hinvegin vandi fyri at okkurt ikki er trygt, t.d. matur, ljós í tunlum, húkar í eini rundkoyring, ella grundarlag er fyri at skapa øsing er um onkra tænastu, sum ikki er nøktandi, ja, so skal tað blásast upp, so at óttin millum fólk kann haldast viðlíka.

Og tá so Dimmalætting roynir at koma sær undir kav eftir onkrum, ja, so er talan um skandalur. Kanska kemst hetta av, at tað ræður ein øgilig tøgn og upplýsingaturkur  her í landinum, sum ger, at ein og hvør kritisk og nágreinilig viðgerð er antin ein gøla ella fornermar onkran (tí hann ella hon kennir seg raktan ella kanska slett ikki dugir at lesa). Vit hava eisini øll grivið okkara egnu fakligu, vinnuligu, smagligu ella lokalpatriotisku skotgravir, sum eisini kunnu dyrkast í tíðindaflutninginum.
Hjá okkum skal tað tí antin vera stutt, lokalt, hugnaligt, rósandi, skakandi ella tannleyst. Tí tað dámar fólki.

Tað kann væl vera, at orka er ikki til at gera góð bløð og netsíður í landinum. Hví so ikki lata tað almenna stuðla? Ella hví standa vit ikki saman um í hvussu er ein miðil, sum ikki bara er lystimeti?

Jú, vit hava almennar miðlar, sum vit øll rinda til. Skomm at siga frá, so liggja hesir á niðasta plássi, tá talan er um at røkja sínar miðlaskyldur. Øll finna seg í hesum, ikki minst politikarar og mentamálaráðharrar. Føroysk miðlað mentan liggur í skeljasori, men fólkið jublar, tí tað fær popp, hitt, ‘hyggiligar’ samrøður um leyst og fast, óaktuellar endursendirnar (‘savnsgull’), ynskikonsertir og kappingar. Tíbetur onki sum prikar.

Hetta er tað, sum tær almennu Føroyar hava at bjóða sínum borgarum í 2010.

Og tað er ein skandala.