Archive for the ‘sex’ Tag

Hvat fyri ans?

Tað skal hava vakt ans, at vit enn einaferð, í sambandi við at vit hava fingið vitjan av fólki, sum hava eina aðra seksuella orientering enn meirilutin, eru farin at kjakast um, hvørt hesi skulu vera vælkomin í okkara landi ella ei. Bløðini vita, sum vituligt er, at homoseksualitetur er eitt eldfimt evni, so tað er bara at leggja í vaðið. Og í tí politiskt korrekta umheiminum gleða tey seg til at hoyra føroyingar taka frástøðu frá sovorðnum, sum tey ikki longur sleppa at siga hart. Homoseksualitetur er jú nakað, sum ikki enn er normalt her hjá okkum. Vit eru ein kristin tjóð, og tað eru heilt vist fleiri tingmenn, enn bara teir í Miðflokkinum, sum taka undir við Jenisi.

Men tað løgna er, at moralur er tíðarbundin, og hann broytist. Einaferð var tað ikki normalt at hava hund sum kelidýr, men tað er tað nú. Snar, sum fyrr helt til í kjallaranum, um hann var so heppin at hava eitt tilhald við hita, slangar sær nú í bestu sofuni í bestustovu hjá nógvum familjum kring landið. Ja, heldur seg vera! Nógv eru eisini farin at súkkla ella renna, hóast tað ikki var vanligt fyrr, og Bíblian bannar mær kunnugt ikki hesum. Hvør minnist ikki, tá ið tað var synd at fara í biograf at síggja Far til fire? Nú er porno lætt atkomiligt í sjónvarpinum og á netinum, og tað er púra normalt at hyggja eftir tí (solongi tað ikki eru tíni næstrafólk, sum leggja kropp til svínaríðið).

Og einaferð verður tað eisini púra normalt at vera homoseksuellur í Føroyum. Og tá tímir ongin at tosa um tað meira.

Normalitetur er eitt sera vandamikið hugtak, um tað gerst partur av valdsmisnýtslu. Einaferð var tað ikki normalt at vera svartur, og tað varð sagt, at tey svørtu vóru í ætt við dýrini og áttu tí ikki innivist í himmiríki. Fleiri teirra livdu tískil eina fátækratilveru, sum vit neyvan tola at droyma um. Tónleikurin hjá teimum svørtu var tó so góður, at vit fingu hann í eini útvatnaðari hvítari útgávu. Tíbetur er hesin tónleikur viðurkendur í dag, og tað merkiliga er, at bæði svørt og hvít kunnu spæla svartan tónleik. Nekarin er ikki petti meira rútmiskur av náttúru enn vit hvítu. Gevur tú hvítum fólki loyvi til at folda seg út, ja, so svinga tey minst líka nógv við rumpuni, sum tey svørtu (far bara á Fjarða- ella Summarfestival). Og Gudi dámar sum kunnugt allan tónleik (serliga eitt tey rópa gospel, sum forrestin er kirkjutónleikurin hjá teimum svørtu, tá ið tey ikki sluppu í hvítu kirkjurnar. Hesin tónleikurin fæst nú eisini í eini eitt sindur mjúkari country-popp-útgávu). Tey svørtu kundi tú fyrr ekkaleysur buka og avrætta (ja, tað var ein skylda, um tey ikki makkaðu rætt og vóru undirbrotlig. Tí hvør hartar ikki tann, hann elskar?)

Normalitetur kann byggja á vanahugsan, ella hann kann stinga djúpari og gerast til eitt stíðsevni, sum bæði bjóðar valdinum og vanahugsanini av, og kann verða til nakað, sum tú kanst brúka í stríðnum at tryggja tær vald. Tað eru framvegis fleiri, sum halda at vit eiga at fylkjast um ‘moralens vogtere’.

Spurningurin er bara, um tað er eitt legalt og viðkomandi alment stríðsevni, hvussu fólk bera seg at seksuelt. Men vilja vit ikki hava karmar? Menn fara ikki í song við monnum, og kvinna ikki við kvinnu, tí tað er ónormalt. Og ónormalt er tað sanniliga, um endamálið við allari seksuellari samveru var at fáa børn. Tíbetur hava vit bann móti neyðtøku, pedofili o.s.fr.
Men álvaratos, hvat hevur tað við politikk og tónleik at gera, um tú ert homoseksuellur.
Nógv kunnu vit siga, tí í Onglandi hava tey beint nú eina gølu, har uttanríkisráðharrin William Hauge er komin í politiskt illveður, tí bløðini leggja hann  undir at vera homoseksuellan. Einaferð vart tú í USA roknaður fyri at vera kommunist, um tú spældi upp á kassaguitara. Woody Guthrie hevði eitt klistrimerki á guitari sínum har orðini This Machine Kills Fascists stóðu at lesa.

Homoseksualitetur hevur verið og er framvegis eitt rúkandi heitt politiskt stríðsevni. Í ætt við at stjala og at lúgva. Moralurin og trúðvirðið stendur upp á spæl. Men tá tey homoseksuellu eru kend fólk sum Elton John og hampafólk sum tær báðar íslendsku konurnar Jóhonna Sigurðardóttir og Jónina Leósdóttir, sum nú vitja á okkara klettum, ja, tá eru tað bara ekstremistarnir, sum tora at standa fast og mótmæla.

Hóast tað kann tykjast meinaleyst, so er tað ikki púra vandaleyst at loyva almennum miðlum at kalla homoseksuell fyri lebbur og rumparar (hóast tað kann vera stuttligt í privatum høpi). Hetta halda vit, at vit kunnu loyva okkum, tí at her er talan um menniskju, sum ikki eru so góð og normal sum vit. Men hvussu við teimum, sum brúka skriftina sum lóg? Hava tey ikki grein í sínum máli? Hava vit ikki syndir (kardinalsyndir/deyðssyndir), sum eru so álvarsligar, at tær føra lúkst í helviti? Men hvat so við øðrum, sum skriftin áleggur okkum? Fylgir Jenis øllum, sum er álagt honum í skriftini? Enda vit ikki sum ein reinur talibanstatur, um vit skuldu brúkt skriftina sum lóg? Hvør er so reinur, at hann torir at kasta fyrsta steinin? Ja, skal ikki onkur kasta fyrsta steinin? Ella eru vit ikki langt síðan komin úr stein(i)øldini? Eg spyrji bara?