Archive for the ‘pávamál’ Tag

Steypini eru handað

malm1

Trýst á myndina at síggja hana størri

Nú var so aftur rok um stavraðið. Eg sigi tó fyri meg, at eg kann saktans taka undir við tí, sum minnilutin í Málráðnum leggur fram um stavraðið. Tey argumentera væl fyri sínum sjónarmiðjum, og ongin skal fáa meg at halda, at tey hava eina fjalda dagsskrá, sum miðjar eftir at jarðleggja føroyskt.

Fylgja vit við gongdini, so síggja og hoyra vit, at vit eru rakt av einum óhepnum málsligum inkonsekvensi, vit hoyra dag og dagliga, hvussu bendingarnar fara av lagi, hvussu málið bara verður meira og meira flatt, hvussu politiska skipanin nærum uttan mótmæli leggur ok fyri ikki at siga lok á allar okkara mentanarstovnar, og vit kjakast um c ella k.
Og álvaratos, er tað lívið um at gera, um vit nú skriva Kuba ella Cuba? Roynið t.d. at Googla hesi bæði! Og hví Kuba, tá ið vit gott kunnu skriva Columbia? Nei, eg spyrji bara. Men velja noyðast vit!

Eg haldi tað eisini vera rætt at spyrja, um hetta kjakið í grundini ikki bara er sekteriskt? Og eyðkent fyri sekteriskt kjak er júst, at tað eru míni stakáhugamál, sum telja, so sektin á hvar restin fer.
Men man talan ikki fyrst og fremst vera eitt stríð um knattstøður, um hvør er best við profetin, og so má stavraðið bara tola gangin. Ein roynd at halda lív í einum kjaki, sum var alneyðugt og hevði sínar hetjur tá, men sum nú hevur minni týdning.

Og løgið er tað, at lesur tú bæði álitini hjá Málráðnum, so siga tey í grundini tað sama. At vit viðhvørt brúka c, q, z, w og x í skrivaðum føroyskum tekstum, men at okkum mangla málreglur, rættstavingarorðabøkur o.tl., so at tað ikki skal vera hvør Hanus og Janus, sum skal taka støðu til, hvat nú man vera rætt at skriva og stava.
Eg hoyri enntá summi í fullum álvara siga, at tað er so gott, at vit ongar reglur hava, tí so kunnu vit gera júst sum tað passar okkum. Stuttligt er eisini at hoyra hesar nógvu røddirnar, sum siga, at føroyskt er eitt livandi mál, tvs. vit kunnu eksperimentera og lata standa opið og broyta eftir vild. Og tað hoyrir tú frá báðum pørtunum í stríðnum. Men neyvan er tað so einfalt.

Eitt stavrað mugu vit helst hava, men vælsignaði lat okkum nú royna at koma víðari. Jú, víst er tað gott, at vit geva okkum far um, hvat føroyskt er. Tað er jú bæði national klenodia, vitanargrunnur, samskiftisamboð, tað verður brúkt í frálæru, kunning og list, í leiki og spæli, ikki minst í valdsspæli. Og so er tað eitt mál eisini.

Eg veit, at hetta er eldfimt prát, tí hvar vóru vit, høvdu vit ikki Hammershaimb og hini mentafólkini? Neyvan har, vit eru í dag. Men nú hava vit ráð at slaka, vera pragmatisk, og fara undir at verja málið og menna tað, sum átti at verið okkara aktiv, um nakað er tað.
Steypini eru handað, og hjá okkum er bara eftir at fara aftur til arbeiðis.

malm2Bara fyri at eg ikki skal verða útihýstur frá øllum komandi resepsjónum, skal eg siga frá, at eg sigi telda heldur enn compjútari, men skrivi meg Jacobsen við c, tí eg havi ikki fingið upp í lag at broyta tað.
So eg eri vist við í báðum pørtunum, um tað nú er nakar fyrimunur.

Reyðabók

Tað sigst, at fleiri ganga við gron, tí at teir ella tær ikki eru nevnd í kommunistabókini. Eg havi skilt, at eg eri nevndur, – tað skuldi bara manglað.
Men eg eri vist bara statistur í eini heldur skemtiligari hending, nakað sum hesar tey-taka-feil-hendingarnar í einum Holberg-sjónleiki. Men betri at verða nevndur fyri okkurt, enn als ikki at vera nevndur.

Nú er spennandi at fáa bókina og vita, um Poul Mohr og Jógvan Sundstein kanska eisini hava verið reyðir.

Eg veit ikki, um vit hava meira brúk fyri kollvelting nú, enn tá ið vit á sinni gjørdu vart við okkum uttanfyri amerikansku sendistovuna í Keypmannahavn ella løgdu ætlanir onkra náttina á Restaurant Puk ella Laurits Betjent. Eg ivist. Hinvegin er nógv av tí, sum tá varð havt á lofti í hesum donsku andans katedralum, har tað var ringt at anda fyri royki, og sum varð hildið vera progressivt, púra vanligur (høgra)politikkur í dag!
Men álvaratos: mátti ikki okkurt frægari verið at havt sum mál fyri tilveruna enn at fáa almenna undirskotið burtur og tryggja sær góða eftirløn. Hetta sum eru politisk høvuðsmál í dag. Eitt sindur meira av futti mátti verið í okkum!

Og satt at siga, tann sum ikki var í øðini um Vietnamkríggið á sinni, hann hevði ikki hjarta. (Óðin Ódn tosaði forrestin nógv tá um teir, sum ikki høvdu kálvahjarta). Tá vóru vit av sonnum USA-hatarar, nakað, sum minnir ikki sørt um islamistarnar nú á døgum.

Men well, eg sigi sum Churchill, demokratiið er vánaligt, men vit hava onki betri, so í vøttirnar dreingir og gentur til dyst at verja demokratiið.

Eg veit nú heldur ikki, um eg var so reyður, tá samanum kom. Mær dámdi betur kritikkin hjá Marcuse av eindimensionala menniskjanum (framvegis sera viðkomandi bók). Men hetta kundi eisini føra til fanatismu og kanska enntá terrorismu, tá tú helt, at øll uttan tú sjálvur vóru tápulingar, – rurað í blund av massaframleiddum vørum og  vælferðartænastum. Og dømi vóru eisini um tað: Blekingugøtuharkaliðið, Baader-Meinhof og Reyðar brigadur.
Og í dag vita vit, at politikkur er ikki at spæla við, tí moralur og visiónir eru næstan bara orð í politikki, agn, kunnu vit kanska siga. So har ber til at brenna seg, um tú ikki ert á varðhaldi.

Veruleikafjaru útleggingarnar um kollveltingina hjá Georg Lukács (Hvat er ortodoks marxisma ella Søga og stættarmedvit) vóru nú heldur ikki at forakta, – rættiliga góður heilafimleikur, tað má eg siga, men nú loysi eg Sudoku í staðin.

Og so kastaðu vit okkum eina tíð yvir Wilhelm Reich (hann sum tosaði so nógv um sex, at man skuldi trúð, at hann enn var á lívi og virkin og skrivaði um lívsstíl í onkrum viku- ella dagblaði), og tað var spuriøst. Seinni lósu vit hin fitta Erich Fromm, hví fólk ræddust frælsið og heldur vildu leggja alt í hendurnar á onkrum sterkum manni. Hann skrivaði eisini bókina ‘Kunsten at elske’, sum lítið og onki hevði við frálæru í nøring at gera.
Eg minnist eisini, at eg á sinni las Om praksis og Om motsigelsen hjá Mao (útgivið á norska Forlaget Oktober sjálvandi), sum helst er tað mest áhugaverda, Mao hevur avrikað, og hesar greinirnar eru framvegis verdar at lesa.
Sannleikan um mistøkini hjá Mao vóru vit tó nøkur, sum kendu longu tá, men tað vórðu onnur, sum seinni gjørdust víðagitin at skriva um tað.

Og jú, eg var við, tá ið vit blakaðu við borðiskum á tingi. Men nú eru vit øll miðalhampamenn (orsaka –fólk).

Eg kom tó ongantíð til Albania, og eg veit ikki, um eg skal harmast ella fegnast um tað. Men politikkurin fylti nógv, og at man kundi mistaka seg á so nógvum økjum, hóast meiningin var góð, tað kann undra  enn í dag. Eg veit ikki um hetta kann forklárast (massa)psykologiskt ella sosiologiskt. Kanska bæði.

Men sæð í hesum ljósi er tað helst gott, at hendan bókin um føroysku kommunistarnar nú kemur út. Um hon forklárar nakað, ja, tað mugu vit fáa at síggja, tá ið vit fara at lesa!

Men eitt havi eg kortini lært, og fleiri við mær, soleiðis sum tað eisini stendur i Ritukvæðnum: Kyss tú ongantíð ov fast.

Hvat fyri ans?

Tað skal hava vakt ans, at vit enn einaferð, í sambandi við at vit hava fingið vitjan av fólki, sum hava eina aðra seksuella orientering enn meirilutin, eru farin at kjakast um, hvørt hesi skulu vera vælkomin í okkara landi ella ei. Bløðini vita, sum vituligt er, at homoseksualitetur er eitt eldfimt evni, so tað er bara at leggja í vaðið. Og í tí politiskt korrekta umheiminum gleða tey seg til at hoyra føroyingar taka frástøðu frá sovorðnum, sum tey ikki longur sleppa at siga hart. Homoseksualitetur er jú nakað, sum ikki enn er normalt her hjá okkum. Vit eru ein kristin tjóð, og tað eru heilt vist fleiri tingmenn, enn bara teir í Miðflokkinum, sum taka undir við Jenisi.

Men tað løgna er, at moralur er tíðarbundin, og hann broytist. Einaferð var tað ikki normalt at hava hund sum kelidýr, men tað er tað nú. Snar, sum fyrr helt til í kjallaranum, um hann var so heppin at hava eitt tilhald við hita, slangar sær nú í bestu sofuni í bestustovu hjá nógvum familjum kring landið. Ja, heldur seg vera! Nógv eru eisini farin at súkkla ella renna, hóast tað ikki var vanligt fyrr, og Bíblian bannar mær kunnugt ikki hesum. Hvør minnist ikki, tá ið tað var synd at fara í biograf at síggja Far til fire? Nú er porno lætt atkomiligt í sjónvarpinum og á netinum, og tað er púra normalt at hyggja eftir tí (solongi tað ikki eru tíni næstrafólk, sum leggja kropp til svínaríðið).

Og einaferð verður tað eisini púra normalt at vera homoseksuellur í Føroyum. Og tá tímir ongin at tosa um tað meira.

Normalitetur er eitt sera vandamikið hugtak, um tað gerst partur av valdsmisnýtslu. Einaferð var tað ikki normalt at vera svartur, og tað varð sagt, at tey svørtu vóru í ætt við dýrini og áttu tí ikki innivist í himmiríki. Fleiri teirra livdu tískil eina fátækratilveru, sum vit neyvan tola at droyma um. Tónleikurin hjá teimum svørtu var tó so góður, at vit fingu hann í eini útvatnaðari hvítari útgávu. Tíbetur er hesin tónleikur viðurkendur í dag, og tað merkiliga er, at bæði svørt og hvít kunnu spæla svartan tónleik. Nekarin er ikki petti meira rútmiskur av náttúru enn vit hvítu. Gevur tú hvítum fólki loyvi til at folda seg út, ja, so svinga tey minst líka nógv við rumpuni, sum tey svørtu (far bara á Fjarða- ella Summarfestival). Og Gudi dámar sum kunnugt allan tónleik (serliga eitt tey rópa gospel, sum forrestin er kirkjutónleikurin hjá teimum svørtu, tá ið tey ikki sluppu í hvítu kirkjurnar. Hesin tónleikurin fæst nú eisini í eini eitt sindur mjúkari country-popp-útgávu). Tey svørtu kundi tú fyrr ekkaleysur buka og avrætta (ja, tað var ein skylda, um tey ikki makkaðu rætt og vóru undirbrotlig. Tí hvør hartar ikki tann, hann elskar?)

Normalitetur kann byggja á vanahugsan, ella hann kann stinga djúpari og gerast til eitt stíðsevni, sum bæði bjóðar valdinum og vanahugsanini av, og kann verða til nakað, sum tú kanst brúka í stríðnum at tryggja tær vald. Tað eru framvegis fleiri, sum halda at vit eiga at fylkjast um ‘moralens vogtere’.

Spurningurin er bara, um tað er eitt legalt og viðkomandi alment stríðsevni, hvussu fólk bera seg at seksuelt. Men vilja vit ikki hava karmar? Menn fara ikki í song við monnum, og kvinna ikki við kvinnu, tí tað er ónormalt. Og ónormalt er tað sanniliga, um endamálið við allari seksuellari samveru var at fáa børn. Tíbetur hava vit bann móti neyðtøku, pedofili o.s.fr.
Men álvaratos, hvat hevur tað við politikk og tónleik at gera, um tú ert homoseksuellur.
Nógv kunnu vit siga, tí í Onglandi hava tey beint nú eina gølu, har uttanríkisráðharrin William Hauge er komin í politiskt illveður, tí bløðini leggja hann  undir at vera homoseksuellan. Einaferð vart tú í USA roknaður fyri at vera kommunist, um tú spældi upp á kassaguitara. Woody Guthrie hevði eitt klistrimerki á guitari sínum har orðini This Machine Kills Fascists stóðu at lesa.

Homoseksualitetur hevur verið og er framvegis eitt rúkandi heitt politiskt stríðsevni. Í ætt við at stjala og at lúgva. Moralurin og trúðvirðið stendur upp á spæl. Men tá tey homoseksuellu eru kend fólk sum Elton John og hampafólk sum tær báðar íslendsku konurnar Jóhonna Sigurðardóttir og Jónina Leósdóttir, sum nú vitja á okkara klettum, ja, tá eru tað bara ekstremistarnir, sum tora at standa fast og mótmæla.

Hóast tað kann tykjast meinaleyst, so er tað ikki púra vandaleyst at loyva almennum miðlum at kalla homoseksuell fyri lebbur og rumparar (hóast tað kann vera stuttligt í privatum høpi). Hetta halda vit, at vit kunnu loyva okkum, tí at her er talan um menniskju, sum ikki eru so góð og normal sum vit. Men hvussu við teimum, sum brúka skriftina sum lóg? Hava tey ikki grein í sínum máli? Hava vit ikki syndir (kardinalsyndir/deyðssyndir), sum eru so álvarsligar, at tær føra lúkst í helviti? Men hvat so við øðrum, sum skriftin áleggur okkum? Fylgir Jenis øllum, sum er álagt honum í skriftini? Enda vit ikki sum ein reinur talibanstatur, um vit skuldu brúkt skriftina sum lóg? Hvør er so reinur, at hann torir at kasta fyrsta steinin? Ja, skal ikki onkur kasta fyrsta steinin? Ella eru vit ikki langt síðan komin úr stein(i)øldini? Eg spyrji bara?

Føroyskt er megafeitt

Árni Dahl hevði eina sera áhugaverda málgrein í miðlunum mánadagin (16. nov.), og eg má siga, at eg taki undir við so at siga hvørjum einasta orði, hann skrivar.

Sjálvandi skulu vit verja føroyska málið, og hvør annar enn vit? Arbeiðið at verja og røkta málið, ja at bjarga málinum undan týning, er heiðursverk, ongin ivi um tað. Men eg má kortini siga, at í málrøkt er tað av stórum týdningi at duga sær hógv.
Tað er neyvan nakar, ið vil aftur til tað danska, soleiðis sum Árni ber framundir. Tey munnu vera fá, sum í vanligari talu heldur vilja siga foreining enn felag. Hinvegin haldi eg ikki tað ger nakað, um fólk sleppa at vera forkølað, eisini tá ið tey hava krím ella beinkrím. Og eg haldi tað vera tápuligt og ørkymlandi at skula skriva Evropa, tá ið tað er bæði lættari og rættari at siga og skriva Europa. Eisini fellur tað mær lættari at siga Jylland heldur enn Jútland, Kjøpinhavn heldur enn Keypmannahavn, hóast eg skrivi hitt seinna, Bornholm heldur enn Burgundarhólmur (tað seinna hvørki í skrivt ella talu) o.s.fr. Hetta er slíkt, sum bara skapar øsing og ger fólk í villareiði (bløðini skriva nú Europa, Evropa, europeiskur, evropeiskur, europiskur og evropiskur hvørt um annað). Hetta slagið av málrøkt ger onga nyttu, bara skaða. Og tað tænir heldur ikki menningini og varðveitingini av føroyska málinum.

Hví skal tað vera halgibrot at skriva telefax heldur enn telefaks. Tað snýr seg um at áseta ein galdandi norm (t.d. í eini rættskrivingarorðabók), og meira er ikki at siga um tað. Og álvaratos, hvønn týdning hevur tað í dag, um drongurin eitur Zakaris ella Sakaris? Ella um vit taka C-vitaminir ella fara á WC?

Eg skilji væl sorgarsøguna um donsku prestarnar, sum bronglaðu okkara navnasiðir. Men hetta var tá, og rætti mátin í dag er ikki at bera seg at á sama hátt sum donsku prestarnir, bara øvugta vegin. Nú snýr tað seg meira um at gera sum okkara løgmaður og líta frameftir og royna at fáa sum best burturúr.

Tað má staðfestast ongantíð ov skjótt, at málrøkt snýr seg ikki bara um stavir og orð, men um setningar, samrøðu og tekstir.
Málið snýr seg, sum Árni so rætt sigur, heldur ikki bara um samskifti ella kommunikatión. Mál er eisini mentan.

Eina pragmatiska málstevnu

Vit eiga at leggja okkum eftir at fremja eina pragmatiska málstevnu (tað merkir ikki at fara aftur til danskt, men heldur eitt sterkari føroyskt).

Málið er eitt stórmál, men ikki eitt stríðsmál. Tað er gott at vera stríðsfúsur, men viðhvørt er eisini skilagott at stinga fingurin í jørðina. Fyri mær sær tað út, sum um tey, ið vilja verja mál, standa algoyst frammi í gron á hvør sínari skútu og reiggja brandi, meðan ongin er at verja borðini. Latið ikki málið farast í einum bardaga um orð (og stavir), tí tað stendur ikki ov væl til hjá málinum (serliga ikki í miðlunum, har alt tykist bera til, bara tú ert smartur og funsutur).

Árni hevur ivaleyst rætt, tá ið hann sigur, at tað neyvan er eitt haldgott argument, at vit skulu slaka í krøvunum til okkara málburð og broyta staviraðið, fyri at kunna føra okkum fram í altjóðasamfelagnum. Tað kann so ongantíð verða okkara stevnumið, at tað skal kunna sigast á donskum (Joen í staðin fyri Jógvan, Dahl í staðin fyri í Dali o.tl.,) ella á enskum, nei, tað snýr seg um at tað skal kunna sigast bæði gott og væl á føroyskum. Og tá ger tað sum sagt ikki stórvegis mun, um maðurin eitur William ella Villiam ella annað hesum líkt. Eitt er málfrøði, annað er at málbera seg.

Tað er brúk fyri teimum, sum verja borg. Men skil skal vera í. Ongin (burtursæð frá pávanum í Rom) er lýtaleysur ella fullkomin. Mær er sagt, at Kristian Matras helt, at viðhvørt var farið ov langt í málrøktini. Ikki tí at tað kanska ikki var rætt, sum varð gjørt, men tí at tað var óneyðugt, og viðhvørt var rætt rættað til tað skeiva. Kristian hevði eisini ans fyri stíli og stílfrábrigdum í málinum.

Tað snýr seg um at málið er bæði lætt, livandi og rætt. Hetta tryggja vit ikki við at gera málið til eitt stríðsmál, men við geva málinum ans, rætta, vegleiða og geva út hópin av góðum tekstum, og virða málið, ikki sum ein halgi- ella fornlut, men sum eina gávu ella eitt aktiv, sum tað eitur í handilsmáli.

Tað skal verða smart (cool, megafeitt o.s.fr.) at tosa og skriva føroyskt væl.