Archive for the ‘normalitetur’ Tag

Loypið á bláman ella spillið spælið

polter1

Í fyrstani helt eg, at eldur var í á oljuboripallinum, og at tað einasta, ið var at gera, var at loypa á bláman, skuldi tú koma undan. Men so skilti eg, at talan var um skemt, – eina dillu.

Men eg dugi nú øgiliga illa at samanbera hetta at loypa á bláman við eina biografbillett, og eg stúri eisini fyri at fáa boðini, sum fleiri longu hava fingið: “Um tit ikki leypa á sjógv innan 24 tímar, so skylda tit mær eina biografbillett.” Tí eingin veit betri enn vit føroyingar, at havið er ikki at spæla við.

Men vit hava so eitt val. Og ein biografbillett kostar ikki alla verðina.
Men neyvan eru tað pengar, talan er um her. Tað er hugurin at gera okkurt ørt, at verða sæddur, at gera okkurt, sum ger skilnað millum áðrenn og aftaná. Og tí lata vit okkum so fegin úr, bíta saman tenn og tveita okkum út í hetta ófýsiliga.
Vi gjorde det, segði Helle Thorning-Schmidt, tá hon á sínni vann á Lars Løkke Rasmussen. Summi siga, at hon lat seg úr sosialdemokratiska haminum og fór í borgarligu svimjiklæðini og leyp.

Og her er tað eisini skorið út í papp: tú gert sum tær er álagt, ella verður tú revsaður. Revsingin er ímyndalig, men eftir stendur, at tú ert ein ræðuskítur, tekur tú ikki av, og tá ert tú eisini ein teirra, sum hevur spilt spælið.
Og hvør vil hava sitandi á sær, at hann ella hon er kuldakráka?

Hetta minnir nú ikki sørt um tað, sum okkum er fyri, tá ið t.d. Spotify vil hava okkum at gjalda, annars sleppa vit ikki undan órógvandi lýsingum aftur við tónleikinum, sum okkum dámar so væl at lurta eftir – ókeypis.

Sjálvandi er hetta bólkatrýst, tí tað skal til, um tú skalt tora ella tíma. Og so er tað eisini ein heiður at verða útvaldur, tí mong eru sum kunnugt kallað, men fá útvald.
Men helst man henda seinasta tíðin, váti veturin og várið og stirnaða politiska lívið hava verði nakað hart at koma ígjøgnum, nú vit øll tykjast hava tørv á at vera við í eini tjóðskaparligari polterabend.

Ógvuliga fjákut er hetta hopparíið, men stuttligt hvørja ferð, soleingi tað varar.
So stuttligt, at teir politikarar og borgarstjórar, sum halda seg vera kekkaðar, sjálvandi mugu vera við og kasta seg á bláman. Bara spell um hetta fer at fáa børnini og okkara ungu at bera seg at sum politikararnir og borgarstjórarnir, tí tað kann um illa vil til elva til óhóvstevnu.

Í grundini er hetta eitt slag av viralari ekshibitionismu, okkara trongd av vísa okkum og gera okkum upp. Hetta er jú tíðarandin. Og sosialu miðlarnir hava eisini givið okkum tann fullkomna pallin at bera tíðindi um alt tað, sum vit gera bara til stuttleika.

Og bara so tit vita tað: eg taki ikki av!

 

polter3

Vox populi

Sjónvarpið hjá Kringvarpinum hevur eina áhugaverda føroyska sending á skránni hóskvøld. Tey kalla sendingina Fólksins rødd, og hon verður sjálvandi endursend nakrar ferðir og kann eisini síggjast á netinum. Fólksins rødd er ein áhugaverd og ein eitt sindur øðrvísi sending. Her sleppa vanlig fólk kring landið at siga sína hjartans hugsan um ymisk almenn viðurskifti, sum røra seg millum fólk, sum tikið verður til í umrøðuni av sendingini.

Nú er tað sjálvandi ein treyt í sending sum hesari, at fólkini ikki eru skorin fyri tungubandið, hóast onkur teirra kortini er nóg so tungmæltur. Tað er jú fólksins rødd, sum skal lýsast í hesum sendingunum. Her er tað ikki elitan, sum skræðir seg, ikki viðmerkjarar og meiningsdannarar, sum við væl valdum orðum leggja tekstin út.
Nei, her eru tað fólk, sum liva fyri sínum meiningum, ið orðbera seg.
Og vit mugu rokna við, at fólkini eru vald út so, at tey umboða tað, sum rørir seg í fólkinum.

Eitt, sum tú beinanvegin leggur til merkis, tá tú hyggir eftir hesum sendingunum, er, at vanlig fólk hava ikki øll somu meiningar. Nú tekur sendingin upp viðkvom evni, sum tvídráttur er um, so tað sigur seg sjálvt, at so verða meiningarnar ymiskar. Og vóru fólkini eins og meintu øll tað sama, so var jú ongin sending. Á ein hátt kunnu vit siga, at her er talan er um eitt show, eitt slag av reality-sv, sum ber á brá at vera seriøst, men munurin á hesum sendingunum og øðrum meira populerum sendingum við ”vanligum” fólkum er, at hesi fólkini verða ikki kensluliga úrlatin og skulu ikki vísa nakað fram, og tað ger sendingarnar hugnaligar hjá teimum, sum ikki partú altíð skulu hava tju-bang.

Tað tykist sum leggja sendingarnar upp til, at fólksins rødd gongur í tveimum. Tað eru øðrumegin tey meira afturhaldssomu og hinumegin tey meira frísinnaðu. Eftir sendingini at døma, eru menn sum heild meira afturhaldssamir enn kvinnur, og býarfólk meira frísinnað enn bygdafólk.

Har eru tey, sum siga, at ongin skal siga teimum nakað. Tey leggja dent á frælsi og upplivingar, sum tey sjálvi velja. Nøkur halda, at sleppa tey ikki á cafe, ella á matstovu at eta pissa ella sushi, ja, so er onki at verða her til.
Onnur leggja dent á tað meira vanliga. Teimum dámar myndir, sum eru av onkrum, tey kenna. Hesi eta vanligan føroyskan mat, lurta eftir harmonikutónleiki, kika eftir fólki ella njóta útsiktina.
Øll eru tey kortini virkin, hvør á sín hátt. Summi fáast við list ella hava okkurt spennandi ítriv, sum onnur halda verða ónyttugt fjas. Summi eru nøgd við lítið, meðan onnur búgva í stásiligum borgum. Nøkur halda, at alt eigur at gevast leyst, meðan fleiri halda, at eftirlit og mørk eiga at vera. Tú skalt akta skaparan og ikki stinga trínið ov langt fram.
Er alt normalt, ella er greiður skilnaður millum tað, sum er normalt og tað, sum er ónormalt? Tað er svarið á hendan spurning, sum fólk eftir øllum at døma verða bólkað eftir.

Kanska er her talan um mentanarstríð.
Vit hava gomlu mentanina, sum vit syngja um á Ólavsøku. Um tey, sum í fjørðu fóru at skera tara har. Um vakrar moyggjar og knappar menn, sum kunna teirra gerning gera. Um tey, sum halda tað vera stuttligt at reka seyð, at kasta nót og halda snøri.
Og so hava vit nýggju mentanina, sum vit syngja um í nýggjari tónleiki, asfalt- ella proletarmentanina vil onkur kanska siga. Tey, sum dáma slíka mentan, eru tey, sum ikki tíma at sópa undan neytum ella kryvja seið, men heldur halda saman við teimum, sum víða hava farið og sum vita alt so væl, og sum eru lagalig í orð og í tal. Millum hesi eru eisini tey, sum nassa upp á statin, og sum skuldu fingið homluband um reyv. Kortini eru tað hesi, sum syngja harðast um gomlu mentanina og hava hana sum ítriv.

Men hesar sendingarnar prógva eisini, at tað er ikki bara svart og hvítt. Vanlig fólk kunnu saktans hava avgjørd sjónarmið, men duga kortini at síggja, at pláss skal eisini vera fyri øðrum sjónarmiðum. Og kanska er tað enntá so, at vanlig fólk eru nógv meira at sær komin, enn fleiri av okkara populistisku politikarum og teir prædikumenn, sum í mongum føri dyrka tápuligheit og afturhald.
Føroyingurin er, tá samanum kemur, eitt modernað og framkomið fólk.

Nú kundi tað sjálvandi verið stuttligt at spurt, hvønn vit meina við, tá ið vit tosa um vanlig fólk. Neyvan meina vit við tey kongiligu og kendu. Ganga rithøvundar og stjórar fyri at vera vanlig fólk, og hvat við rokskiparum og flogskiparum? Rekavætti og drankarar eru neyvan vanlig fólk, ella hvussu?

Sum viðurskifti ella tema er hetta við fólksins rødd áhugavert. Nógv verður granskað í hesum viðurskiftum í okkara grannalondum, men alt ov lítið í Føroyum. Tað snýr seg í veruleikanum um, hvussu mentan og samleiki verður til sum aftursvar upp á samfelagsligar og sosialar skipanir og tilgongdir. Og her kann vera talan um bæði tað lokala og tað alheimsliga, sum troðkar seg inn á lokala pallin. (Hoyrdi eg ikki onkran nevna internetið?)

Í føroyskum bókmentum hevur hetta tema verið viðgjørt í skemtiligum hami í bókini Feðgar á ferð eftir Heðin Brú og sum gamansleikur í bókunum Gamansleikur. Søgur úr Krabburð eftir Jens Paula Heinesen.

Ein áhugaverdur spurningur í hesum sambandi er, hvussu hesi mentanarligu frábrigdini, sum verða lýst í Fólksins rødd, ávirka politiska støðutakan ella førleikan at menna seg og sítt, tí mentan og samleiki standa ikki í stað. Vit hava enntá ein politiskan flokk, sum kallar seg Fólkaflokk, hvat so man liggja í tí navninum.
Tað er í hvussu er stórur áhugi fyri, hvat vanlig fólk halda. Tí annars var ongin grund til, at fólk sleppa at senda sms-boð til morgunsendingina Góðan morgun Føroyar, vit hava veljara- og gallupkanningar, og spinn (tað, sum fyrr kallaðist propaganda) hevur góðar dagar. Sonevndar Vox pop samrøður eru eisini gott tilfar í vikubløðum og enntá eisini í seriøsum miðlum. Sjáldan verða tey ráðandi, sum hava so stóran áhuga fyri, hvat vanlig fólk halda, kortini drigin til svars fyri, at tey (ella samfelagið) ikki klára ella vilja veita vanligum fólkum tær sømdir og tænastur, sum tey veruliga hava brúk fyri.

Spurningurin er eisini, hvussu vit takla alheimsgerðina og fáa hana at sampakka við eitt fjølbygt føroyskt samfelag, sum tryggjar øllum so jøvn kor og politiska ávirkan sum tilber.
Antin hetta skal gerast við betri skúla- og mentanartilboðum, fleiri almennum arbeiðsplássum, ítróttahallum ella tunnlum, er ein standandi spurningur. Bygdafólk tykjast ofta gloyma, at ein tunnil inn til meginøkið eisini hevur við sær, at handils- og mentanarlívið har mennist, meðan lokaløkini ganga aftur. Ella hví ikki hugsa stórt? Altjóða konserthús og listasavn úti á bygd, altjóða flogvallir, altjóða universitet – you name it.

Møguleikarnir at menna lokaløkini eru nógvir, men tað er tíverri ikki altíð teir, ið muna best, ið verða troyttir.

Sendingin Fólksins rødd ger so eitt. Hon fær okkum at skilja, at fólk eru ymisk í Føroyum, hóast hon ikki sigur okkum, hví so er.

Hin fordervaði veruleikin á palli

Í hesum døgum hevur Tjóðpallurin latið dyrnar upp til leikin Aftan á Undrið, sum Jóanes Nielsen hevur skrivað. Leikstjóri er íslendingurin Guðjón Pedersen.

Nú havi eg ikki enn sæð hendan leikin, men sum liður í eini upphiting til sýningina setti eg mær fyri at venda aftur til ein annan leik, sum Jóanes Nielsen skrivaði fyri nøkrum árum síðan. Hetta er leikurin Eitur nakað land week-end?, sum sjónleikabólkurin Gríma setti upp á vári 2001. Eyðun Johannesen leikstjórnaði. Árið eftir vann hesin leikurin Norðurlensku Dramatikaravirðislønina. Handritið til Eitur nakað land week-end? vann annars leikritakappingina, ið Leikpallur Føroya hevði skrivað út  – árið fyri, leikurin varð framførdur, haldi eg tað var.

At Eitur nakað land week-end? vann virðislønir er ikki at undrast á, tí hetta er sjónleikur, sum stendur mát við tað besta. Hóast karmurin um leikin eru Føroyar, so er leikurin kortini alheimsligur. Hann snýr seg í stuttum um normalitet og identitet, um tað at verða menniskja, ikki djór, ikki dani, men føroyingur, nýtímans føroyingur í Føroyum.
Eins og í eini realitysýning (danska Robinson Ekspeditionen var at síggja í flest øllum føroyskum heimum um hetta mundið) letur Jóanes Nielsen gluggan upp til ein heim, einar Føroyar, har alt er farið í fisk.
Vit merkja týðuliga, hóast talan er um kollektivan leik, at Tóta er ein av høvuðspersónunum í leikinum, og tað er hon, sum manipulerar og eldhugað stjórnar avrættingini og æðralatingini av bóndanum. Hetta sum skal vera jólaleikurin á psykiatrisku deildini, har leikurin fer fram (Smb. One Flew Over the Cuckoo’s Nest hjá Milos Forman (1975)). Og tað er Tóta (tolir ikki høgtíðir, men er ikki kanska líka fallerað, sum hini á deildini), sum fellur í fátt, tá leikurin og symbolska faðirdrápið verður av ongum. Øll, tey á psykiatrisku deildini, føroyingar, ja allar Føroyar hava brúk fyri einum faðirdrápi, men tá alt fer av sporinum og leikurin verður av ongum, má hon bara ásanna, at hennara jól fara í fisk, eins og ein annar leikari staðfestir, at eisini sjónleikarbólkurin Sirkus Psyko er farin í fisk. Tóta fyriskipar eini test, og hon fær sjón fyri søgn. Har er ongin gongd leið.

Og vit, sum minnast aftur á hendingarnar, kunnu kanska leggja aftrat, at eisini ein onnur test, loysingin, sum annars var á skránni um hetta sama mundið og sum hevði fingið røring í, fór fyri bakka.
Eitur nakað land week-end? kann kanska síggjast sum ein eftirmeting av hesi gongd, har nærum alt var til fánýtis.

Spurningurin er, um tað ber til at vera heilur uttan at enda sum eitt beist? Hvat er so alternativið? Kanska Jesus, tí revsarin Paulus kann tað sambært Jóanesi neyvan vera. Í leikinum verður alternativið lýst sum eitt bland av tí pussiga og grova (fúla), tí djúpa og tí grunna, av álvara og gaman. Gongdin í hesum meistarliga leikinum tykist siga, at tað í síðsta enda eru vit sjálvi, einstaklingarnir, ið mugu velja og taka støðu, ja, velja okkara normalitet. Tað merkir ikki, at samstarv ikki er ein gongd leið, men í Føroyum er, sum støðan er, onki samstarv, onki mál, ongin visión, tí Saman at halda varð ei okkum givið, sum Hans Andreas Djurhuus yrkti. Og tað ger valið einfalt!

Onkur kann kanska undrast á, at Jóanes Nielsen, sum annars er vinstrasinnaður, kemur við einum so jánkasligum politiskum boðskapi í hesum leikinum. Men man hann ikki langt síðan hava slept dogmatismuni, og er farin at hugsa sjálvur, nakað, sum ikki er heilt vandaleyst. Ummælarin Høgni Djurhuus helt eisini, at politiski boðskapurin var dekan ov torskildur í hesum leikinum (Sosialurin, 30. mars 2001).

Kanska er tað úr avlopinum ella burturkastinum ella fordervinum, at vit stava, og av hesum mugu vit læra at tola tann beiska veruleikan, hóast tað kann vera ringt hjá mongum. Antin tey nú eru normalir ella ónormalir psykopatar, sum skaldið tekur til.
Í eini blaðgrein herfyri segði Jóanes Nielsen, at vit kunnu ikki útihýsa fordervinum í okkara gerandisdegi og lívi. Og tí hevur hann mist hugin at ganga í býin, síðani roykiforboðið var sett í gildi.

Hóast sjónleikur er uppliving, so minnist eg, at hesin leikurin, tá ið eg sá hann í 2001, gav afturljóð í mínum sinni. Tú fekst nakað at hugsa um, og har var nakað sum festi seg. Tú (og leikararnir) fekst ein part av sannleikanum slongdan beint í fjesið. Og so var hetta beinrakin tala, stutt og kontant. Ongin trygd varð tó veitt um bót ella bata. Men spælið var bara heilt gott, haldi eg meg minnast.

Við øllum hesum í huga eri eg spentur at síggja nýggja leikin hjá Jóanesi Nielsen.