Archive for the ‘Miles Davis’ Tag

Miles 90

Tommy Potter, Charlie Parker, Miles Davis, Duke Jordan, Max Roach, August 1947

Tommy Potter, Charlie Parker, Miles Davis, Duke Jordan, Max Roach, August 1947

Miles Davis hevði fylt 90 ár í dag, var hann á lívi. Hann var sum kunnugt ein av teimum heilt stóru jazztónleikarunum, hóast honum ikki dámdi orðið jazz.
Hann spældi tónleik, og tað er við tónleiki, sum við mati: tú tekur tað, tær dámar, sum Miles skemtiliga tók til í eini sjónvarpssamrøðu.

Søgurnar um Miles Davis eru nógvar, og onkrar hevur hann funnið uppá sjálvur. Ein søga er um, at Duke Ellington skal hava sent boð eftir Miles, tí hann vildi hitta hann. Miles, sum tá hevur verið fyrst í 20’unum, fór at vitja Ellington ‘cleaner than a motherfucker’, sum hann tekur til í endurminningunum. [1] Tá Miles kom inn á skrivstovuna, sat Ellington í stuttum buksum við onkrari damu í fanginum, og Miles var skelkaður. So sakleysur mundi Miles neyvan vera seinni. Ellington bað Miles koma at spæla við sær, men Miles kundi ikki taka av tilboðnum, hóast hann kendi tað sum stóran heiður at verða spurdur.
Miles arbeiddi tá við upptøkunum til útgávuna The Birth of Cool [2], so hetta hevur verið í 1949 ella 1950, og henda útgávan hevði størri týdning fyri Miles enn at spæla við í orkestrinum hjá sjálvum Duke Ellington.

Beint frammanundan hevði Miles spælt saman við Charlie Parker, men hesin spældi so skjótt, at Miles hevði ilt við at fylgja við. Og so var heldur onki skil í Parker, sum dámdi væl rúsevni av tí sterkara slagnum.
Tónleikurin á The Birth of Cool er heilt øðrvísi enn tað, sum Miles og Parker plagdu at spæla; í hvussu er meira cool, kunnu vit siga.
Miles sigur um hesa útgávuna, at hon hevur røtur í svarta tónleikinum, og tónleikurin kom frá Duke Ellington, sigur Miles í endurminningunum.
Gil Evans, sum stjórnaði nakað av tónleikinum á The Birth of Cool, var stórur Ellington-fjeppari. Miles and Evans hittust í 1947, og teir høvdu felags tónlistarlig áhugamál. Miles sigur um Evans, at hann legði líka í húðalit. Hann var ein av teimum fyrstu hvítu, eg hitti, sum var soleiðis, sigur Miles. Men hann var úr Kanada, og tað kann hava okkurt at gera við, hvussu hann var, heldur Miles í endurminningunum. Miles og Evans gjørdu annars rættiliga hol í sjógv tónlistarliga í 1950’unum.

Miles hitti ongantíð Ellington aftur, meðan teir vóru tveireinir, og teir tosaðu ongantíð saman aftur. Miles hugsaði mangan, hvat hevði hent, um hann hevði tikið av og var farin at spæla við Duke Ellington, men tað fái eg ongantíð at vita, sigur Miles í endurminningunum.
Ellington sendi tó Miles eitt bræv, tá ið hann lá á deyðastrá, har hann segði farvæl. Ellington doyði 24. mai 1974. Minni enn mánað seinni, 19. ella 20. juni 1974, spældi Miles inn lagið He Loved Him Madly, til minnis um Ellington. Hetta eru góðir 32 minuttir við hypnotiskum, trilvandi tónleikamyndum, sum tað krevur gott tol at lurta eftir. Men tað lønar seg at vera tolin. He Loved Him Madly er á dupultfløguni Get up With it, sum kom út sama árið.

Miles Davis (føddur 26. mai 1926) livdi hart, og hann doyði 28. september 1991, 65 ára gamal. Tað liggur ein øgilig rúgva av tónleiki eftir hann.

[1] Miles Davis og Quincy Troupe: Miles. The Autobiography. 1989.
[2] The Birth of Cool kom annars ikki út fyrstu ferð í síni heild fyrr enn í 1957.