Archive for the ‘miðlar’ Tag

Tað er skandalan

Eg síggi at Vágaportalurin hevur eina ‘søgu’ um blaðhald og brúk av føroyskum netsíðum, eftir at portalurin hevur havt eina spurnarkanning um hetta (portal.fo er tó ikki, tað eg dugi at síggja, við í kanningini). Talan er sambært Vágaportalinum um eina quick-poll kanning, sum skal takast við fyrivarni. Nú skal eg ikki taka støðu til úrslitið av kanningini, sum møguliga er á góðari leið. Hinvegin kundi eg hugsað mær at gjørt nakrar viðmerkingar til tann eina spurningin í kanningini: Er Dimma eitt skandalublað? Her svara 578 portallesarar Ja (54%), 319 Nei (30%) og 155 (15%) siga seg ikki lesa Dimmu. Í yvirskriftini hjá Vágaportalinum verður hetta til: Dimmalætting: Flest haldarar men eitt skandalublað.

Nú skal eg vera tann seinasti at verja Dimmalætting, men at Dimmalætting skal vera eitt skandalublað, fái eg meg ikki at trúgva. At so nógv halda so vera má koma av onkrari misskiljing ella eini misfatan av, hvør uppgávan hjá miðlunum eisini er.

Eg haldi eitt skandalublað vera ett blað, sum miðvíst fer eftir skandalum, sum skulu selja blaðið. Tvs. talan eg um bløð, sum í sínum tíðindaflutningi øsa fjøldina, venda sær til ‘innara svínhundin’og dyrka undirlutakensluna hjá smámanninum. Hesi bløðini fara lætt um  sannleikan og leggja lítið í samfelagsliga týdningin av sínum tíðindaflutningi. Málið er øsing heldur enn upplýsing og menning. Kanska gera tey hetta fyri at tjena pengar og/ella fyri at tæna ávísum politiskum, sosialum, mentanarligum ella búskaparligum áhugamálum.

Grundin til at eg treiv eftir penninum var, at føroyski miðlaheimurin allur (og serstakliga nettíðindasíðurnar) er raktur av eini kapping um at lýsa hendingar í einum stríðum streymi av headlines, har livitíðin er frá minuttum til nakrar tímar. Føroyskir miðlar (sjálvt ikki Dimmalætting, hóast hon roynir) koma sjáldan ella ongantíð í dýpdina við nøkrum. Tað er hendan ella hin smáhendingin ella tiltakið (events), sum skal lýsast, listin yvir mál, sum eru skorað, tann ella tann útgávan, sum skal annonserast, tann ella tey, ið eru komin illa fyri. Ella politikarar, sum sleppa at kjakast sínamillum í miðlunum við okkum og miðlunum sum áskoðarum.
Er hinvegin vandi fyri at okkurt ikki er trygt, t.d. matur, ljós í tunlum, húkar í eini rundkoyring, ella grundarlag er fyri at skapa øsing er um onkra tænastu, sum ikki er nøktandi, ja, so skal tað blásast upp, so at óttin millum fólk kann haldast viðlíka.

Og tá so Dimmalætting roynir at koma sær undir kav eftir onkrum, ja, so er talan um skandalur. Kanska kemst hetta av, at tað ræður ein øgilig tøgn og upplýsingaturkur  her í landinum, sum ger, at ein og hvør kritisk og nágreinilig viðgerð er antin ein gøla ella fornermar onkran (tí hann ella hon kennir seg raktan ella kanska slett ikki dugir at lesa). Vit hava eisini øll grivið okkara egnu fakligu, vinnuligu, smagligu ella lokalpatriotisku skotgravir, sum eisini kunnu dyrkast í tíðindaflutninginum.
Hjá okkum skal tað tí antin vera stutt, lokalt, hugnaligt, rósandi, skakandi ella tannleyst. Tí tað dámar fólki.

Tað kann væl vera, at orka er ikki til at gera góð bløð og netsíður í landinum. Hví so ikki lata tað almenna stuðla? Ella hví standa vit ikki saman um í hvussu er ein miðil, sum ikki bara er lystimeti?

Jú, vit hava almennar miðlar, sum vit øll rinda til. Skomm at siga frá, so liggja hesir á niðasta plássi, tá talan er um at røkja sínar miðlaskyldur. Øll finna seg í hesum, ikki minst politikarar og mentamálaráðharrar. Føroysk miðlað mentan liggur í skeljasori, men fólkið jublar, tí tað fær popp, hitt, ‘hyggiligar’ samrøður um leyst og fast, óaktuellar endursendirnar (‘savnsgull’), ynskikonsertir og kappingar. Tíbetur onki sum prikar.

Hetta er tað, sum tær almennu Føroyar hava at bjóða sínum borgarum í 2010.

Og tað er ein skandala.

Brown Sugar

Politikkur er nú løgin. Tað er vælkent, at politikkur er ein spurningur um atkvøður og vald. Politisku flokkarnir siga seg jú hava sínar ideologiir (stevnuskráir), men hesar eru sum oftast í besta føri vegleiðandi, tí í roynd og veru eru tað onnur viðurskifti, sum hava týdning, tá ið veruligur politikkur skal førast.

Serstakliga í ringum tíðum, sum teimum, vit nú eru í, noyðist politikarin at taka atlit til vandamálini, tvs. trupulleikarnar hjá tí almenna at gjalda fyri rakstur, tænastur og íløgur. Í løtuni er tað tað stóra almenna undirskotið, sum elvir til høvuðbrýggj bæði her hjá okkum og í útlondum. Tá inntøkurnar svíkja, hevur politikarin tveir kostir í at velja: antin at skerja rakstur, tænastur og (óneyðugar) íløgur hjá tí almenna ella økja undirskotið á fíggjarlógini. Og tá so er, er tað alt umráðandi ikki at stíga skeivt, tí har eru so nógv atlit at taka. Skulu tænastur skerjast, skulu fólk sigast upp í hópatali, skal arbeiðsloysið økjast, fara fólk at flyta av landinum, fara vit at dragna afturúr ella skulu vit bara lata standa til, brúka pengar og vóna, at tíðin fer at fáa alt aftur í rættlag.

Fólk spyrja, hví vit t.d. skulu stuðla mentan, sum ongin skilir, nú tíðirnar eru ringar? Hví ikki heldur lata stuðul til eina bakkaverju, sum hóast alt loysir ein veruligan trupulleika (ein gravkúgv á staðnum fær arbeiði í nakrar vikur, og bakkin verður vardur).

Val í Bretlandi
Í Bretlandi er valdysturin í hæddini í hesum døgum. Tað nýggja er, at har eru teir farnir at brúka sjónvarpið sum politiskan pall, tvs. lata ein týðandi part av valdystinum fara fram í sjónvarpinum. Hjá okkum hevur hetta verið tað vanliga í fleiri ár.

Annað, sum undrar í hesum sambandi, er, at nú hildu vit, at tað var internetið, sum var tann nýggi politiski pallurin, men har hevur tað víst seg, at seiggi er enn í góða gamla sjónvarpinum.

Fólk og miðlar eru alspent, tá ensku politikararnir skulu ‘upptraðka’, ja, tað er næstan líka stuttligt sum hesar amatørkappingarnar, sum nú vikuskiftini binda fólk til lenistólarnar framman fyri skíggjanum.

Og við eitt er politikkur vorðin miðladystur. Tað er ikki líka mikið, hvussu tú málber teg, tí fólk sita undir hvørjum orði.
Herfyri kom eitt nú fram, at Nick Clegg hjá liberaldemokratunum hevði gloymt ein taktikkseðil í einum taxabili, og brátt vistu miðlarnir tað. Á seðlinum stóð m.a. at Clegg skuldi halda seg frá at tosa um verulig politisk vandamál í sjónvarpinum, men tosa um virðir og alla tíðina og í hvørjum einasta setningi leggja dent á, at hinir politikararnir vóru gamalsligir.

Taktikkurin hjá politikarum í einum valstríði sum hesum ber boð um, at veljarar eru rætt sum kenslusom børn, sum lata seg tøla av tí einfalda og grunna og tí óviðkomandi. Politikkur er show, og veljarin, sum jú onki vald hevur, ja, er í valdi politikaranna, er áskoðari.

Men vald hevur veljarin, og tí verður so nógv gjørt til tess at tekkjast veljaranum. Veljarin velur tann, sum hann roknar við kann loysa hansara persónligu trupulleikar, longur røkkur sjónarringurin ikki. Hjá teimum, sum eru hart fyrispent, eru samfelagstrupulleikar tað sama sum persónligir trupulleikar. Veljarin vil hava tað trygga og lokala. Líka leggur hann lag í stáspolitikk, hetta modernaða við frísinni, javnrætti og javnstøðu og hvat alt hetta modernaða eitur.

Tí snýr tað seg í valstríðnum um at hava ein greiðan boðskap, at raka kenslurnar og lumpa og lirka, sum Erlendur plagdi at málbera seg.

Brown lort í býin
Fyri nøkrum døgum síðan kom enski forsætisráðharrin Gordon Brown rættiliga lort í býin, tá ið hann á rundferð í einum valdømi kom í hóslag við eina bygdakonu, sum av tilvild kom fram við har, sum forsætisráðharrin stóð. Konan, sum altíð hevði valt Labour, helt, at hon – nú hon fekk høvið – skuldi siga forsætisráðharranum nøkur sannleikans orð. Hon ræddist stóru almennu skuldina, tí hon óttaðist fyri, at hetta fór at gera skattabyrðuna hjá komandi ættarliðum størri. Hon mælti til ábøtur, sum ikki allar fullu forsætisráðharranum líka væl. Forsætisráðharrin helt sær og tosaði hampuliga við konuna, hóast hann var fjálturstungin. Komin í bilin aftur var Brown í øðini um, at konan var sloppin fram at at tosa við seg. Hann kallaði konuna trongskygda, og orðini vórðu, uttan at Brown visti av tí, varpað beinleiðis út í miðlarnar.

Hetta er í grundini ein áhugaverd hending. Ongin ivi er um, at Brown meinti tað, sum hann segði, men hvat er so á vási?

Fyri tað fyrsta verður ein forsætisráðharri settur so dyggiliga upp á pláss av eini vanligari konu. Hetta síggja øll, og tað gevur afturljóð víða um. Í øðrum lagi er Brown so óheppin aftaná at kalla ein av veljarunum hjá Labour trongskygdan. Hvør skal siga, tað er munur á floksleiðslu og veljarum. Nakað heilt annað er, at politikarar eru væl vitandi um, at teirra veljarar eru ymiskir. Sjálvt teir mest frílyntu flokkarnir hava veljarar, sum (ótilvitað) eru trongskygdir, rasistar, egoistar og tað sum verri er. Ikki minst tá tað sansar at.
Spurningurin er bara, hvat byggja vit slík heiti á?

Var Gillian Duffy, sum konan kallaðist, trongskygd. Segði hon ikki bara tað, sum mong halda, men sum tað ikki er politiskt korrekt at siga alment, um tú ikki hoyrir til á ytsta høgraveinginum? (At tilflytarar taka arbeiði frá heimafólki. Hetta hava føroysk fakfelagsfólk sagt í áravís, og hvør leggur nakað í tað?)

Tað er eyðsæð, at Brown kemur í eina tvístøðu: hann er fangaður millum veruleikan og eitt leikstjórnað valstríð. Kanska er júst Brown tann trongskygdi, tá ið samanum kemur. William Heinesen nevndi einaferð í einum ummæli, at “tey, ið eru ov trong til at tola fríska atfinning, eru mangan eisini á annan hátt ov trongskygd”. (Í ummæli av Flókatrøll eftir Heðin Brú í 14. September, 21. januar 1949. Prikið var vent móti tjóðarskaparfólkunum, sum ikki toldu atfinningar).

Tað ringasta er kortini, at George Brown blamerar seg. Pallmyndin skramblar saman, og vit síggja, at alt er bara manipulatión og spæl. Av óvart ger Brown veljarar í túsundatali í øðini, og fyri at gera ilt verri fer hann klossutur, sum hann er, at biðja um umbering fyri tað, sum fjølmiðlarnir hava lagt hann undir at hava sagt (hóast øll jú hoyrdu, hvat hann segði!). Tað man kortini vera ivasamt, um umberingin rínir við. Skaðin er hendur og bøtist ikki aftur.

Og hví skal Brown fjala, hvør hann veruliga er? Er hann ikki menniskja sum øll onnur?

Putursukur upp á breyð
Kleyvarskapurin hjá Brown og hansara hjálparfólkum kann sjálvandi fáa politiskar avleiðingar, men fyrst av øllum er talan um eina avdúking: at politikkur er miðlað spæl, sum kortini er beiskur veruleiki í modernaða miðlasamfelagnum.

Verður Brown ikki valdur, so verður hann kanska noyddur at eta putursukur upp á breyð. Tað var vanligur kostur, í hvussu er fyrr, tá ið tíðirnar ikki vóru so góðar.

Gillian Duffy fekk so tað burturúr, at hon nú er miðladarling og kann njóta tað, solongi tað nú varar.