Archive for the ‘Kringvarpið’ Tag

Miðil í neyð

Kreppa hevur eftir øllum at døma rakt Kringvarpið. Og tá kreppa rakar, eru reaktiónirnar ofta hareftir. Summi eru skelkað, onnur ovfarakát, og nógv fáa herindi at vilja gera nakað við støðuna, hóast tey ikki vita hvat. Enn fleiri velja at avmarka seg til harðmælt at krevja, at onkur – óvist hvør – ger okkurt við støðuna.

Her er í grundini bara ein einfaldur spurningur: hvat skal Kringvarpið gera, og hvat skal tað kosta. Tí ongin ivast væl í, at vit skulu hava og fara at hava eitt alment Kringvarp.
Kostnaðurin verður avgjørdur av beinleiðis útreiðslum, men eisini av, hvussu væl stovnurin verður rikin. Um tað lukkast at gera gott kringvarp, tað veldst eisini um fólk og førleikar.
Inntøkur kunnu umframt lurtaragjald fáast við sølu av tænastum og spæli.
Júst spæl kann vísa seg at vera svikalig inntøka, tí hugurin at spæla kann fara. Bæði V4 og Gekkurin eru kanska spennandi, men lítið upplivingavirði er í hesum spølunum, málbólkurin tódnar skjótt, og handlarnir eru eisini á tremur við øðrum spælimøguleikum. Tað er, sum tað altíð hevur verið, hvørt til sína tíð, tíverri.

Eg haldi tó, at tað í hvussu er eru tveir skeivleikar í upplegginum til føroyskt Kringvarp. Tann fyrri er, at Kringvarpið sum er skal fíggjast við handilslýsingum, tí tað forðar fyri, at miðilin er óheftur, sum er alfa og omega í einum almennum almannatænandi miðli. Hitt er, at Kringvarpið skal halda seg vera í kapping við hinar privatu loftmiðlarnar. Tað er royndur lutur, at tú verður sum teir kappingarneytar, sum velur at kappast við. Vilt tú hava lurtarar aftur frá Rás2, ja, so kanst tú bara gera sum Rás2, og so ert tú skjótt Rás2. Kringvarpið átti heldur at staðfest fyri sær sjálvum, at vit eru ikki sum Rás2 ella Lindin. Latið vera við at síggja fíggindar allastaðnis, tí tað klæðir ongum. Vit kunnu ikki alt, heldur ikki tá talan er um kringvarp, men vit kunnu seta okkum fyri, at tað sum vit kunnu, tað gera vit væl. Og so koma lurtararnir eisini!

Nú eru so tankar frammi, hvussu Kringvarpið skal koma burtur úr kreppuni. Ein kreppa kann vera eitt gott høvi til at umhugsa støðuna av nýggjum.
Afturvendandi spurningurin er, hvat vilja vit (hvørji vit?) við einum almennum Kringvarpi. Hetta verður so jabbað upp í saman, at eg spyrji meg sjálvan: vita vit ikki, hvat vit vilja? Sum lurtari vil eg ikki nakað, tað er ikki mín uppgáva at vilja. Eg krevji hinvegin góðar og fjølbroyttar sendingar. Nú dámar mær ikki ítrótt, men lat tað fara, men eg seti prís upp á góðan tónleik, kunning, góðar frásagnir, spennandi analysur (sum vit hava havt nógvar av eisini í Kringvarpinum), samrøður, heldur enn túnatos, sendingar um list og bókmentir úti og heima, góðar barnasendingar (hóast míni børn nú eru tilkomin). Morgunandaktina aftur kl. 9.50 og tíðindasendingar. Eg veit, at tað er ikki lætt, tí øllum dáma ikki tað sama.  Men tað má vera pláss fyri tí, sum eisini krevur nakað av lurtaranum, tí verður innihaldið ov nógv merkt av, at vit hava ikki ráð, stundir ella talent til at gera góðar sendingar, ja, so er ikki leingi til diskountskrímslið trínir út á pallin.

Kann vera, at eg taki ov rívan til, at tað er lætt at hugleiða, og at hetta eg sigi kanska eigur at metast av gløggum heilum, og lat teir ella tær so gera tað. Ongin fer jú væl av at fara til verka í óðum verkum.

Kortini hevur tað undrað meg eitt sindur og eg havi lagt til merkis, at tær fáu ferðirnar Kringvarpið hevur verið til umrøðu, t.d. í sendingini Pressan, at tá er tað so um at gera hjá umboðunum fyri Kringvarpið at verja seg og staðfesta, at Kringvarpið mistekur seg ikki og ger ongantíð nakað skeivt. Slíkt kann bíta seg í halan, tí tú skilur ikki, hví tann, sum onki skeivt ger, skal vera so illur, tá ið hon sigur, at hon onki skeivt hevur gjørt. Har er brúk fyri at vera meira fyrikomandi og opin, hóast tær ikki nýtist at slaka í seriøsitetinum. Annað er, at vit sleppa ikki at rósa (ella finnast at), tí Kringvarpið ger pr. definitión góðar sendingar, og tað siga tey, sum starvast í Kringvarpinum sjálv! Aftur her kundi tað verið gott við einum eitt sindur lættari huglagi. Tað er troyttandi alla tíðina at ganga í stálhandskum.

Nú ynskja vit øll Kringvarpinum alt tað besta. Summi krevja leiðsluna á skafottið, meðan onnur koma við loysnum, onkuntíð kanska hovsaloysnum.
Eitt nú skrivar Elin Heinesen í dag áhugaverdar viðmerkingar á sínum bloggi við heitinum: Hvat skulu vit við Kringvarpinum?
Eitt annað útspæl, eg havi sæð í dag, og sum summi kalla áhugavert, eru royndirnar hjá Aksel Johannesen, javnaðartingmanni, at bjarga stovninum. Hann ásannar, at fígging skal til, og at besti hátturin at gera hetta er ikki at seta almenna Kringvarpið á fíggjarlógina, men at fíggja tað við einum kopfskatti, tvs. at kringvarpsgjaldið verður tikið beinleiðis av lønini, áðrenn fólk fáa hana útgoldnað. Hetta er sum at hoyra ein papageyk. Hetta er afturvendandi undurheilivágur, og hetta skattaslagið, sum vist varð uppfunnið í 17. øld, er tekin um eina fullkomiliga politiska fallitterklering. Ein slík inntøkutrygd kann júst gera – um ringast vil til – at ein stovnur sum t.d. Kringvarpið sovnar med alla. Men er hetta einasta loysn, ja, so mugu vit kanska svølgja fallitterkleringina.
Hesin gjaldsháttur vindur so nógv upp á seg her á landi í seinastuni, at lønarseðilin nú meira og meira er farin at minna um eina lítla skaldsøgu.

Nú fer tíðin nokk at vísa, hvussu gongdin verður í hesum ólukku máli. Kanska verður hon ikki tespilig fyri summi. Men eg havi hug at ilskast og eri líka við at taka til eina illbøn, tá ið eg sigi: Gevið teimum so for ….. teir pengarnar, sum tey hava brúk fyri. Og forteljið teimum so eisini við hesum og við greiðum orðum, hvat tað er, vit vilja hava. Latið okkum for …. onkuntíð taka eina avgerð, sum vit kunnu vera errin av og standa saman um.
So var hendan kreppan kanska ikki til fánýtis.

Tað er skandalan

Eg síggi at Vágaportalurin hevur eina ‘søgu’ um blaðhald og brúk av føroyskum netsíðum, eftir at portalurin hevur havt eina spurnarkanning um hetta (portal.fo er tó ikki, tað eg dugi at síggja, við í kanningini). Talan er sambært Vágaportalinum um eina quick-poll kanning, sum skal takast við fyrivarni. Nú skal eg ikki taka støðu til úrslitið av kanningini, sum møguliga er á góðari leið. Hinvegin kundi eg hugsað mær at gjørt nakrar viðmerkingar til tann eina spurningin í kanningini: Er Dimma eitt skandalublað? Her svara 578 portallesarar Ja (54%), 319 Nei (30%) og 155 (15%) siga seg ikki lesa Dimmu. Í yvirskriftini hjá Vágaportalinum verður hetta til: Dimmalætting: Flest haldarar men eitt skandalublað.

Nú skal eg vera tann seinasti at verja Dimmalætting, men at Dimmalætting skal vera eitt skandalublað, fái eg meg ikki at trúgva. At so nógv halda so vera má koma av onkrari misskiljing ella eini misfatan av, hvør uppgávan hjá miðlunum eisini er.

Eg haldi eitt skandalublað vera ett blað, sum miðvíst fer eftir skandalum, sum skulu selja blaðið. Tvs. talan eg um bløð, sum í sínum tíðindaflutningi øsa fjøldina, venda sær til ‘innara svínhundin’og dyrka undirlutakensluna hjá smámanninum. Hesi bløðini fara lætt um  sannleikan og leggja lítið í samfelagsliga týdningin av sínum tíðindaflutningi. Málið er øsing heldur enn upplýsing og menning. Kanska gera tey hetta fyri at tjena pengar og/ella fyri at tæna ávísum politiskum, sosialum, mentanarligum ella búskaparligum áhugamálum.

Grundin til at eg treiv eftir penninum var, at føroyski miðlaheimurin allur (og serstakliga nettíðindasíðurnar) er raktur av eini kapping um at lýsa hendingar í einum stríðum streymi av headlines, har livitíðin er frá minuttum til nakrar tímar. Føroyskir miðlar (sjálvt ikki Dimmalætting, hóast hon roynir) koma sjáldan ella ongantíð í dýpdina við nøkrum. Tað er hendan ella hin smáhendingin ella tiltakið (events), sum skal lýsast, listin yvir mál, sum eru skorað, tann ella tann útgávan, sum skal annonserast, tann ella tey, ið eru komin illa fyri. Ella politikarar, sum sleppa at kjakast sínamillum í miðlunum við okkum og miðlunum sum áskoðarum.
Er hinvegin vandi fyri at okkurt ikki er trygt, t.d. matur, ljós í tunlum, húkar í eini rundkoyring, ella grundarlag er fyri at skapa øsing er um onkra tænastu, sum ikki er nøktandi, ja, so skal tað blásast upp, so at óttin millum fólk kann haldast viðlíka.

Og tá so Dimmalætting roynir at koma sær undir kav eftir onkrum, ja, so er talan um skandalur. Kanska kemst hetta av, at tað ræður ein øgilig tøgn og upplýsingaturkur  her í landinum, sum ger, at ein og hvør kritisk og nágreinilig viðgerð er antin ein gøla ella fornermar onkran (tí hann ella hon kennir seg raktan ella kanska slett ikki dugir at lesa). Vit hava eisini øll grivið okkara egnu fakligu, vinnuligu, smagligu ella lokalpatriotisku skotgravir, sum eisini kunnu dyrkast í tíðindaflutninginum.
Hjá okkum skal tað tí antin vera stutt, lokalt, hugnaligt, rósandi, skakandi ella tannleyst. Tí tað dámar fólki.

Tað kann væl vera, at orka er ikki til at gera góð bløð og netsíður í landinum. Hví so ikki lata tað almenna stuðla? Ella hví standa vit ikki saman um í hvussu er ein miðil, sum ikki bara er lystimeti?

Jú, vit hava almennar miðlar, sum vit øll rinda til. Skomm at siga frá, so liggja hesir á niðasta plássi, tá talan er um at røkja sínar miðlaskyldur. Øll finna seg í hesum, ikki minst politikarar og mentamálaráðharrar. Føroysk miðlað mentan liggur í skeljasori, men fólkið jublar, tí tað fær popp, hitt, ‘hyggiligar’ samrøður um leyst og fast, óaktuellar endursendirnar (‘savnsgull’), ynskikonsertir og kappingar. Tíbetur onki sum prikar.

Hetta er tað, sum tær almennu Føroyar hava at bjóða sínum borgarum í 2010.

Og tað er ein skandala.

Sjálvandi snýr tað seg ikki bara um pengar

Eg má viðganga, at tað er ikki bara at fáa sær blogg. Skalt tú blogga, so skal tú eisini hava okkurt upp á hjarta og stundir at skriva okkurt, sum er vert at almannakunngera. Og helst skal tað vera okkurt, sum er atfinningarsamt.
Kanska útvarpið, sum nú setur nýggj mørk í atgerðarloysi, nú alt er endursendingar, tvs. okkurt tilvildarligt, sum er funnið í savninum. Nýgjørt er nærum onki, og harvið eftirlíkar útvarpið ikki kravinum um aktualitet og at halda lív í samfelagskjakinum. Har er tað, sum hava tey kastað alt frá sær. Ein hevur hug at spyrja, hvussu nógvar pengar hava tey brúk fyri? Og so lata tey fáa pengarnar! Men eg eri bangin fyri, at har hjálpa sjálvt ikki stórar peningaupphæddir.

Tað er ikki so nógv útvarpinum eg finnist at, men heldur hetta, at tað sær út til, at tað verður góðtikið (av okkara myndugleikum og øðrum við??), at okkara fremsti mentanarstovnur nærum skal vera ein skomm – fyri ikki at siga ein plága.
Men hvussu skal tað vera í einum landi, sum hevur eitt stýri, sum ikki sleppur frá, hóast tað vil. Tað minnir mest um hesi hjúnini, sum vilja skiljast, men sum noyðast at búgva saman, tí tey sleppa ikki av við húsini.

Sá annars um páskirnar filmin um Jóanes Nielsen Sporini vaksa úr orðum, sum Katrin Ottarsdóttir hevur leikstjórnað. Filmurin var áhugaverdur sum persónslýsing, tí Jóanes er serligur, tað skerst ikki burtur. Politiskt ein løgin anakronisma, nærum eitt fornminnissavn, men meiningarnar eru har framvegis, ikki kromaðar ella poleraðar, men einfaldar proletariskar: øðrumegin tey úldu ríku, og hinumegin tey ektaðu, falsleysu og kúgaðu. Og hann kann hava rætt í nógvum, hann sigur, tí tað er nú einaferð ringt at seta seg í annara stað, um tey ikki líkjast tær sjálvum ella hava tað minst líka so gott sum tú.
Men um filmin sjálvan er at siga, at eg haldi hann var ov lítið fjølbroyttur. Leikmyndaliga haldi eg, hann var veikur; serliga brot, sum mest vóru ífylla, t.d. at ganga berføttur á vatninum (jú, eg skilji symbolikkin), at lesa upp yrkingar í einum helli (kom at hugsa um tann neyðars Bin Laden, og hvussu hann man hava tað í sínum helli), rundferð við skinklandi býbussi at peika eftir (ríkum) fólki og spekulantum o.s.fr. Eg haldi, at filmurin kundi komið meira víða, men kanska er hatta heimurin hjá Jóanes, sum sambært tí, eg fekk við, ikki hevur verið til døgurða á fínari matstovu fyrr enn nýliga. Tað var kanska í meira lagi av hesum, at “Við strondina stóð eg, tá ódnin brast á”.

Filmurin skal hava fingið fleiri stjørnur í útlendskum miðlum, so hann man ikki vera so galin kortini.

Umframt at vera ein persónslýsing, viðgjørdi filmurin eisini skaldskapin hjá Jóanesi, ja, skaldskap yvirhøvur. Spurningurin er altíð, hvat ger skaldskap til veruligan skaldskap? Tað tyktist sum Jóanes legði stóran dent á, at skaldskapur spretti úr tí, sum tú sjálvur hevði upplivað. Hetta var nærum ein treyt fyri, at skaldskapurin var autentiskur. Gorky varð tikin fram sum ein fyrimynd. Ivist í, um hann sjálvur hevði upplivað alt, hann skrivaði um. Tað kundi eins væl verið Hemingway, sum vildi vera við, at hann sjálvur hevði upplivað nógv av tí, sum hann skrivaði um. Orwell royndi eisini at lýsa støðuna hjá teimum forfjónaðu í síni skriving við at gera seg til eitt við hesi. Men hann skrivaði eisini ‘vanligar’ skaldsøgur, og tá ið hann skuldi lýsa einaveldið í Sovjet, valdi hann allegoriina. Í síðsta enda er spurningurin um skaldskap helst, um tað er væl skrivað, væl funnið uppá, og eisini um tað er viðkomandi, poetiskt, hevur flog og er væl skipað og ikki flosklar og lættisoppi, hóast lættisoppi eisini kann vera væl skrivaður viðhvørt.

Skaldskapurin hjá Jóanesi sjálvum fekk nú ikki nakra djúpa viðgerð í filminum. Jóanes las brot úr nøkrum yrkingum, og tað var uppliving í sjálvum sær. Men skuldi tú fáa nakað munagott burtur úr filminum hesum viðvíkjandi, so var neyðugt at tú kendi hansara skaldskap væl frammanundan.

Sjálvandi snýr tað seg ikki bara um pengar, men hugtakandi var tað at hoyra útleggingar Jóanesar um tær prioriteringar, sum okkara samfelag ger, tá ið tað sum onki letur milliónir til spekulantar, men tekur minni rívan til, tá ið tað snýr seg um at lova nøkrum túsund krónum ein stuttan túr út í mentanargarðin at spáka eina løtu at svala á sær. Jú, paradoks hava vit so mong, at tú yppir bara øksl.

Annars var eg so heppin herfyri at ogna mær savnið Christian Matras’ brevveksling med William Heinesen og Karsten Hoydal, sum Anne-Kari Skarðhamar hevur ritsjórnað. Forlagið Fróðskapur gav út í fjør. Havi lisið ein part í bókini um páskirnar. Savnið er eitt gott høvið at fáa breitt yvirlit yvir mentanarligu støðuna í Føroyum í fyrru helvt av farnu øld. Teir tókust eisini við spurningin um, nær talan er um rættan skaldskap, rætta list, og vit kundu kanska fyri egna rokning lagt aftrat rættiligt útvarp. Vónandi fái eg stundir at venda aftur til hetta í einum komandi bloggi.

Nøktandi

Tað er at fegnast um, at okkara miðlar hava eftirlit við tí, sum er farið av lagi í okkara landi, serliga hetta at tænastustøðið lækkar. Gott at gomul og avlamin, foreldur, svíningar, skúlanæmingar, sum ikki sleppa inn á hægri lærustovnar, og onnur hava miðlarnar at venda sær til, tá ið á stendur. Í dag var tað vánaliga ferðasambandið til Svínoyar og Fugloyar, sum var í miðdeplinum í útvarpinum. Hví skulu hesir norðingar taka til takka við einum fari, sum longu er tikið úr sigling aðrastaðnis? Og hví hava okkara politikarar ikki loyst ein trupulleika, sum teir vistu fór at koma, nú Másin varð tikin úr sigling. Er tað ikki meiningin at alt í okkara modernaða, framkomna landi skal vera 100% dagført? Soleiðis vilja vit hava, at tað skal tykjast.

Onkuntíð heldur tú tó, at hendan royndin at vera revsandi ella frelsandi eingil fer ov vítt. Smáir trupulleikar verða blástir upp til nakað, sum teir als ikki klára at fylla.

Forargilsi annara vegna og geylan, at okkara umdømi her ella har skal vera í vanda er gott stoff, men viðhvørt verður viðgerðin í so skematisk. Pláss er ofta ikki fyri kritiskum journalistikki. Gaman í er tað gott at skeivleikar verða rættaðir, at skúlanæmingar sleppa inn á hægri lærustovnar, og at børn við trupulleikum sleppa at halda fram á donskum skúlum, tí ongi verulig tilboð eru til teirra í Føroyum. Tað eru rørandi successøgur, sum vit øll fegnast um. Men at avdúka forsømilsi ella slendrian her ella har er ikki kritiskur journalistikkur, men heldur er tað gamla søgan um at finna fram til, hvat býr undir. Veruliga at fara í dýptina, og tað krevur sín mann ella konu.

Nú vit tosa um, hvat er nøktandi, kundi ein spurningur verið, um okkara almennu fjølmiðlar eru nøktandi anno 2009.
Hóast morgunlesturin nú aftur verður endursendur, so má svarið kortini vera, at okkara almennu miðlar eru undir alt lágmark. Hvat er galið? Eru tað politikararnir, sum svíkja? Ella verður satsað skeivt? Skeiv stýring? Eru starvsfólkini ikki nóg væl fyri fakliga? Ella er tað bara manglandi virðing fyri lurtarunum?

Tað hendir so nógv áhugavert bæði úti og heima, at tað má bera til at finna okkurt áhugavert at greiða fólki frá. Tónleikurin, ið verður sendur í útvarpinum er uppafturtøka ella tað ringasta mainstream – sendingar sum osa av, at ongin tímir at gera nakað burturúr, tað er alt tíðsfordrív. Onkur sending í komandi vetrarskránni hjá útvarpinum fer uttan iva at vera áhugaverd, men heildarmyndin er jánkaslig, so tað stendur eftir.

Og tað er ikki nøktandi!

Kanska er tað, tá samanum kemur, virkisfrymilin hjá kringvarpinum, sum ikki er í lagi. Tað tróta ikki starvsfólk í okkara kringvarpi, so trupulleikin má liggja aðrastaðnis. Sum tað hoyrist, so sær kringvarpið bara forðingar og ongar møguleikar, og álvaratos, hvør væntar, at kringvarpið verður nakað munandi betur, um tað fær hægri játtan (við ella uttan Public-Service-sáttmála)?

Í dag er avgerandi, at kringvørp og mentanarstovnar eru mentanarligir pallar, at teir fara til lurtaran, fáa lurtaran at geva sítt íkast, tí høvuðseyðkenni fyri teir stovnar, sum gera mun í nútímans samfelagum er opinleiki, virðing fyri lurtaraskaranum, samstarv, gott virkisføri, góðska, at vera aktuellur og viðkomandi.

At kappast við Rás2 og Lindina um lurtarar er tann vissi deyði hjá einum almennum fjølmiðli. Tað er at fara av kós.

Endamálið hjá einum almennum miðli er ikki tøla lurtaran við einum flowi, sum lurtarin ikki fær tikið seg aftur frá, tí onki betri ella øðrvísi er (kanska bara tøgnin). Hetta við flowinum er eisini hugsunarháttur, sum spældi falitt fyri skjótt 15 árum síðan.

Lurtarin skal ikki tølast (ikki alla tíðina), hann skal stuðlast at vera virkin, kunna menna seg, hava tað stuttligt og gerast vitandi. Kringvarpið skal ikki skapa ella forma ein lurtaraskara, men tæna einum ella fleiri lurtaraskarum (bæði public service og community service).