Archive for the ‘kongarnir’ Tag

Blues.Triðja sending mikukvøldið 18. februar 2015

B. B. King

B. B. King

Freddie King – Hide Away (Sangirnir liggja á Spotify)

Vit byrjaðu hesa triðju sendingina um amerikanskan bluestónleik við lagnum Hide Away við bluestónleikaranum Freddie King. Freddie er ein av teimum trimum blueskongunum, hinir báðir eru Albert King og B.B. King. Tað er tónleikur hjá hesum trimum, vit fara at lurta eftir í hesi sendingini.

Freddie King hevur røtur í Texas blues, sum hetta lagið ber boð um. Men hóast hann er føddur og uppvaksin í Dallas í Texas, so flyta hann og foreldrini til Chicago South Side í 1949, tá Freddie er umleið 15 ára gamal. Har sníkti tann ungi Freddie seg ofta inn í náttklubbarnar at hoyra Muddy Waters, Howling Wolf og onnur bluesstórmenni spæla. Hann byrjaði sjálvur at spæla í bluesbólkum fyrst í 1950’unum.
Hann royndi fleiri ferðir at fáa útgávusáttmála við kenda plátufelagið Chess, men tað eynaðist honum ikki, tí hildið varð, at hann líktist ov nógv B.B. King, tá ið hann sang.

Lagið Hide Away var eitt R&B-hitt fyrst í 1960’unum, og man enski guitarbólkurin the Shadows ikki eisini hava hoyrt hetta lagið onkuntíð?

Síðst í 1960’unum fekk plátufelagið hjá Leon Russel, Shelter Records, eyga á henda úrmælingin, og á hesum plátufelagnum komu tríggjar LP-plátur, sum gjørdu Freddie King heimskendan. Tónleikurin var nú áleypandi og rockkendur. Freddie var á palli saman við eitt nú Eric Clapton, og spældi nú mest fyri einum hvítum áhoyraraskara. Uttan at eg veit tað fyri vist, so segðist, at tey svørtu ungu vóru farin at dáma betur soul og motown.
Freddie fekk seinni plátusáttmála við plátufelagið RSO, sum eisini gav út tónleik eftir Bee Gees og Eric Clapton. Í 1974 kom útgávan Burglar, sum hóast hon er nakað brýnd sæð í mun til upprunablues og lagað til tey, sum dáma rock, kortini var rættiliga nýskapandi í nútímans blueshøpi, og hon fekk góð ummæli.
Freddi livdi eitt hart lív, og tað tað kravdi sítt, og hann doyði í desember 1976 bara 42 ára gamal.
Vit skulu hoyra eitt lag aftrat við Freddie King av útgávuni Texas Cannonball frá 1972, har Freddie mest spælir løg hjá øðrum tónasmiðjum, men á sín egna hátt. Texas Cannonball var onnur útgávan hjá honum á plátufelagnum Shelter Records. Vit hoyra lagið Reconsider Baby.

Freddie King – Reconsider Baby

Reconsider Baby er eitt blueslag sum er skrivað og innspælt av Lowell Fulson í 1954. Lagið er síðan innspælt av eini fjøld av tónleikarum. Ein einfaldur tekstur um kólnaðan kærleika, og sangarin boðar frá, at I hate to see you go – tað er hon, ið fer – og hann biður hana umhugsa seg og lata kærleikan sleppa standa sína roynd einaferð enn. Framført við kenslum, sum gera, at einføldu orðini fevna um meira, enn tey júst siga.

Bluesguitarspælarin og sangarin Albert King er føddur í 1923 og vaks upp á eini bummulsplantasju í Indianola Missisippi. Hann doyði í 1992. Hann var virkin tónleikari longu á ungum árum og flutti í 1953 eftir at hava búð og arbeitt ymsastaðni til Chicago. Hann var ein prúður og stórur maður um 2 metrar høgur.
Hansara tónlistarligu fyrimyndir vóru umframt T-Bone Walker,  Blind Lemon Jefferson, sum verður róptur stovnarin av Texas blues, og Lonnie Johnson, sum oftast spældi ein heldur stillan, melodiskan blues. Hesir báðir gomlu bluestónleikararnir sungu og spældu rútmu og solo á guitari. Solospælið var aftursvar til sangin og var einstreingjað, ein spæliháttur sum fleiri bluesguitarspælarar bæði fyrr og síðan hava brúkt og ment til eina fyrimynd.
Albert King spældi blues í fleiri ár, áðrenn tað í 1961 eydnaðist honum at at fáa ein sang á amerikanska Billboard R&B hitlistan. Árið eftir gav hann út fyrstu lp’plátuna hjá sær The Big Blues, sum verður mett at vera heit væleydnað. Tá hevði hann eisini ment sín egna stíl, og hann skrivaði góðar bluessangir.

In 1966, flutti Albert King til Memphis og gjørdi sáttmála við kenda plátufelagið Stax Records, og tað munaði. Hann innspældi beinanvegin eina røð av løgum, sum seinni vórðu savnað á útgávuni LP-plátuni Born Under a Bad Sign. Albert King spældi her saman við bólkinum Booker T. & the MGs, sum vóru eitt slag av húsorkestri hjá Stax Records. Og væl hilnaðist. Born Under a Bad Sign verður roknað sum ein av mest týðandi bluesútgávum nakrantíð, serliga tí hon kom út, tá øll hildu blues vera farnan undir grønu torvu, men eisini tí henda útgávan ávirkaði  nógvar aðrar blues og rocktónleikarar um hetta mundið og setti sín dám á rættiligu menningina av rocktónleikinum í seinnu helvt av 1960’árunum.
Heitislagið á hesi LP’ini Born Under a Bad Sign er skrivað av Booker T. Jones og William Bell og snýr seg sum heitið ber boð um, hvussu tað er at vera borin til óeydnu – eitt eyðkent bluestema.

Albert King – Born Under A Bad Sign – Single/

Í hesum lagnum hoyra vit eyðkenda hvassa og gellandi guitarspælið hjá Albert King, sum spælir ein Gibson Flying V guitar. Í sanginum sigur hann tey rámandi orðini, at Bad luck and trouble’s been my only friend, og var tað ikki fyri óeydnu, so hevði hann als onga eydnu havt.
Albert King var við eitt stjørna og spældi á stóru rokkpallunum, t.d. Fillmore East í oktober 1968, og onkuntíð deildi hann eisini pall við stórbólkin the Doors. Hann gav líka fram til fyrst í 1980’árunum út lp-plátur ella fløgur, og nógvar teirra vaktu ans. Vit skulu her hoyra eitt lag av útgávuni I’ll play the blues for you frá 1972 eisini á Stax Records, lagið Don’t burn down the bridge eitt meira funky lag tey kalla.

Albert King – Don’t Burn Down The Bridge (‘Cuz You Might Wanna Come Back Across)

Vit hoyrdu Albert King við lagnum Don’t burn down the bridge. Tað kann jú henda, at tú fært hug at venda aftur

Tá ið talan er um blues kemst ikki uttanum tann nú 89 ára gamla blueskongin B. B. King.
B.B. King er føddur í 1925 í sama øki, sum Albert King, á eini bummulsplantasju miðskeiðis í deltaøkinum í Missisippi. Sum eisini aðrir bluestónleikarar sang hann sum ungur í kirkjukóri.
B.B. King var nær skyldur við kenda bluestónleikaran Bukka White, sum hjálpti honum tey fyrstu árini, hann royndi at gerast tónleikari.

Í 1948 flutti B.B. King til West Memphis í Arkansas, og byrjaði at hava útvarpssendingar, har hann spældi sjálvur ella vendi plátum í WDIA-útvarpsstøðini. Hann gjørdist so smátt kendur og tað var í hesum sambandi, at hann fekk eyknevnið Blues Boy, sum hann stytti til B.B.
Hann byrjaði at spæla elektriskan guitar í 1949, eftir at hava hoyrt T-Bone Walker spæla. Hann spældi eisini inn plátur um hetta mundi, hjá ongum minni enn Sam Philips.

Men rættiliga kendur og múgvandi eisini gjørdist hann ikki fyrr enn í 1950’unum, tá ið hann gav út eina røð av hittløgum, tað fyrsta 3 O’Clock Blues í 1952 og tey komandi árini løg sum Woke Up This Morning, You Upset Me Baby, Every Day I Have the Blues og Sweet Little Angel, sum framvegis meir enn hálvthundrað ár eftir enn eru fast á skránni, tá ið B.B. King spælir konsertir. Og tær spælir hann nógvar, tí B.B. King er eitt arbeiðsgrev, sum líka til fyri nøkrum árum síðan spæli einar 200 konsertir um árið.

Umframt plátuinnspælingar í hópatali eru kosertútgávurnar nógvar. Í november 1964 gav plátufelagi MCA Records út tiltiknu konsertina Live at the Regal í Chicago, ein útgáva við B.B. King í toppformi og við væl hýrdum áhoyrarum. Hoyr bara hesa útgávuna av klassiska lagnum Sweet Little Angel.

B.B. King – Sweet Little Angel – Live At The Regal Theatre

Í hesum naiva kærleikssanginum, Sweet Little Angel,  við einum eitt sindur av gessigum undirtóna fáa vit eina góða mynd av B.B.King sum sangara og guitarspælara. Í sanginum skiftir hann millum tað grovmælta og bleyta, og vit sleppa at hoyra tann fjálga ljómandi tónan á guitarinum og solospælið, har B.B. King flytir og skumpar streingirnar og harvið fær fram eitt gremjandi, tútandi ljóð, teir sonevndu bláu tónarnar. Sjálvur sigur hann, at solospælið er framhald av sanginum, nú bara flutt yvir á kenda Gibsonguitarin Lucille.

Við sonevndu ensku innrásini í USA við popp og rockbólkum síðst í 1960’unum kom aftur rættiligt lív í amerikanska bluestónleikin. Ensku tónleikararnir bóru nú aftur tað, teir høvdu lænt frá blusarunum.
Í 1969 hitaði B.B. King upp, um vit kunnu siga so, til konsertirnar hjá Rolling Stones í USA.
B.B. King spældi sjálvur inn plátur, onkrar kanska í so vatndeyvar sum bluestónleikur, men B.B. King er altíð góður at lurta eftir.
Hann fangaði eitt nýtt og yngri ættarlig við lagnum When Love Comes to town, sum hann spældi inn saman við írska bólkinum U2 í 1988.
B.B. King hevur fingið ein hóp av viðurkenningum, og í 2004 fekk hann svensku Polar Music heiðurslønina fyri tað, hann hevur gjørt fyri bluestónleikin. Í 2008 gav hann út fløguna One Kind Favor, har hann vendir aftur til bluesrøturnar og spælir og syngur við einum lítlum bólki. Útgávan fekk sera góða móttøku.

B.B. King er nr. 6 á listanum hjá tónleikatíðarritinum Rolling Stone við bestu guitarspælarum. Albert King er nr. 13 og Freddie King nr. 15.

Vit skulu enda við at hoyra enn eitt lag av konsertini Live at the Regal frá 1964, lagið How blue can you get? Við brigsli og ábreiðslum sum hesum í hesum sanginum móti veika kyninum, kann B.B. King helst gloyma alt um ein heiðurlimaskap í Kvinnufelagnum, men tey sum lurta fagna í hvussu er sanginum stórliga.

B.B. King – How Blue Can You Get?