Archive for the ‘kjarnuvirði’ Tag

Europa teskar

europa

Vit liva í eini tíð, tá vit eru noydd at taka støðu í málum, sum eru grundleggjandi fyri okkara framtíð, samstundis sum vit ikki vita, um vit eru keypt ella seld. Tora vit t.d. at finnast at muslimum, tá teir fremja illgerðir? Gerast vit ikki tá rasistisk og dyrka ein mentanarfíggindaligan hugburð? Og tora vit at finnast at Ísrael? Gloyma vit ikki tá, hvat jødunum var fyri ikki minst í 1940’unum, og gera vit okkum ikki tá inn á Guds útvalda fólk. Soleiðis sveiggja tankarnir fyrst annan vegin og síðan hinvegin, og stríðið, sum var orsøk til vinglið, kann halda fram ótarnað.
Vit standa, sum høvdu vit bitið í lort.

Í okkara heimsparti stendur tann sonevnda eurosentrisman fyri skotum. Eurosentrisma er í stuttum at halda, at bara vit her í Europa eru nakað, vit skara framúr, Europa er tann framkomni heimsparturin og øll onnur eru tilafturskomin, undarlig, perifer, hava lítið og onki at bjóða av veruligum týdningi.
Hesin hugsunarháttur hevur í seinnu helvt av 20. øld fingið eitt skot fyri bógvin. Tað er ikki politiskt eftirfarandi longur at taka ein heimspart fram um ein annan, tí allir heimspartar hava sínar dygdir, hóast teir eru ymiskir. Henda sannroynd gav europearum ein sovornan hvøkk, at teir ikki longur tordu at føra tað fram, sum veruliga var vert at halda fast við, m.a. tað sum eru sprottið úr upplýsingastevnuni.
Nei, frælsið kann ikki stigbendast longur. Øll eru fræls á sín hátt, sjálvt tey, sum opinlýst eru ófræls.
Vit kunnu finnast at, at fólk verða fongslað fyri politiska sannføring, og biðja tey londini, sum brúka slíkan framferðarhátt, um at skamma seg, men at fara at finnast at sjálvari skipanini í slíkum londum er ikki bara frekt, men beinleiðis nasvíst. Hyggið tit bara eftir tykkum sjálvum, er tá ofta svarið. Og vit bakka og skammast full av skuldarkenslum.

Her er tað sjálvrættvísið, sum stingur sítt høvur fram.

Sjálvrættvísi er ein háttur at skilja heimin, sum ger, at eg haldi meg í hvussu er á summum økjum at hava meira rætt enn onnur. Og hesin avlopsrættur gevur mær rætt til at finnast at fólkum, sum ikki meina tað sama sum eg, ja gera tey óttafull, flenna at teimum, gera teimum ónáðir ella tað, ið verri er. Og sjálvrættvísi er næstan vorðin til aðalhugsunarhátt í okkara tíð. Vit eru ikki í dialogi longur, nei, vit proklamera ella senda út rættleiðingar, og her í Føroyum flenna vit eftir Sea Shepherd ella eitt nú býttu fiskifrøðingunum.

Sjálvrættvísi ger tað ómetaliga trupult og tungt at skulu viðurkenna egnar feilir ella mistøk.

Ein stuttligt søga var einaferð herfyri, tá elektroniska gjaldsskipanin hjá bankunum (PBS) gekk fyri. Føroyingar á ferð í útlondum máttu bróta shoppingina av, tí gjaldskortini virkaðu ikki, og tað varð ført fram, at orsøkin til steðgin lá í Føroyum. Fólk vóru á gosi og skelkað, ikki so nógv av, at tey vórðu noydd at steðga á við keypinum, men at feilurin skuldi vera hendir í Føroyum. Tí feilir henda jú ikki í Føroyum! Vanliga vildi ein søga sum henda, kom hon fyri í t.d. Danmark, als ikki verið løgd til merkis. Tí hvønn týdning hevði tað, um feilurin nú lá í Viborg ella Aabenraa? Tað avgerandi var, at skipanin fekst at virka aftur, og at átøk vórðu gjørd, so feilurin helst ikki skuldi henda aftur. Men so hendi tað, Gud havi lov, nakrar dagar seinni, at PBS noyddist at viðganga, at umrøddi feilur kortini ikki lá í Føroyum, men hjá onkrum handli onkustaðnis í Danmark. Tá lættið.

Nú skal tað ikki skiljast so, at sjálvrættvísi er eitt føroyskt fyribrigdi, hóast henda sóttin hevur gott tak á okkum føroyingum. Nei, sjálvrættvísi er ein strategi fyri at yvirliva, í øðrum førum fyri at sleppa at fremja harðsskap, terror o.s.fr. Tað verður truplari at síggja nakað sosialt ella tjóðskaparligt valdsligt liggja til grund fyri tí, sum sjálvsrættvísið letur upp fyri.
Stórveldi berjast til fánýtis móti tí stálsetta og eirindaleysa sjálvrættvísinum, men verða gjørd til láturs og eyðmýkt, um tað so í bardaga við illa útgjørdar knæbóndur. EU má leggja kongin í stríðnum við pinkalítlu Føroyar, sum sigur seg hava allan rættin við sína lið. Stóru landsliðini úti í heimi skulu ikki koma her og billa sær inn, at tey skulu vinna á okkum. Vit hava rætt at vinna av og á og fara at gera tað, tí tað er júst henda kensla, sum drívur verkið.

Sjálvrættvísi er í sjálvum sær ikki nakað skeivt ella ómoralskt. Tað kann vera ein neyðug drívmegi, t.d. okkara tjóðskaparstríð. Men tað kann eisini hava avleiðingar við sær, sum ikki áttu at verið góðtiknar. T.d. imperialismu ella kolonialismu, kríggj og kúging. Men tá kunnu vit kanska aftaná biðja um umbering.

Fleiri halda, at Europa er á eini skeivari kós og er um at missa takið á heiminum, ja, missa seg sjálvan burtur. Europa er av álvara vorðið kvøldlandið. Tað kann væl vera.
Ein grund kann eitt nú vera, at øll spæla ikki eftir ásettum reglum, men loypa á har, tey síggja ein veikleika.
Onkuntíð kundi man kortini ynskt sær eitt sindur meira av eurosentrismu, at man tordi at standa við tað besta, sum kanska serliga Europa hevur fostrað, t.d. fólkaræði, talu- og skrivifrælsi, at átrúnaður skal vera ein privatsak o.s.fr. Hetta er tann góði arvurin hjá Europa. Men Europa hevur eisini ein tungan arv at dragast við. Hjá Europa kann øll 20. øld skírast sum ein svørt øld við ræðuleikum, sum tað er ilt at ímynda sær. Ei undur í at Europa ofta teskar heldur enn at rópa. Viðhvørt hevur tú kortini varhugan av, at lítlu Norðurlondini tora betur at tala at enn onnur størri lond, hví tað so man vera.

Nei, lætt er tað ikki, men tað hevði verið ynskiligt, at tað varð loyvt okkum øllum at taka sjálvstøðuga støðu, uttan at skuldarkenslan skal gera teg málleysan ella til ein vingluskølt.

Í gjónni millum sjálvrættvísið og skuldarkensluna eru útlitini fyri dialogi smá.

 

Steypini eru handað

malm1

Trýst á myndina at síggja hana størri

Nú var so aftur rok um stavraðið. Eg sigi tó fyri meg, at eg kann saktans taka undir við tí, sum minnilutin í Málráðnum leggur fram um stavraðið. Tey argumentera væl fyri sínum sjónarmiðjum, og ongin skal fáa meg at halda, at tey hava eina fjalda dagsskrá, sum miðjar eftir at jarðleggja føroyskt.

Fylgja vit við gongdini, so síggja og hoyra vit, at vit eru rakt av einum óhepnum málsligum inkonsekvensi, vit hoyra dag og dagliga, hvussu bendingarnar fara av lagi, hvussu málið bara verður meira og meira flatt, hvussu politiska skipanin nærum uttan mótmæli leggur ok fyri ikki at siga lok á allar okkara mentanarstovnar, og vit kjakast um c ella k.
Og álvaratos, er tað lívið um at gera, um vit nú skriva Kuba ella Cuba? Roynið t.d. at Googla hesi bæði! Og hví Kuba, tá ið vit gott kunnu skriva Columbia? Nei, eg spyrji bara. Men velja noyðast vit!

Eg haldi tað eisini vera rætt at spyrja, um hetta kjakið í grundini ikki bara er sekteriskt? Og eyðkent fyri sekteriskt kjak er júst, at tað eru míni stakáhugamál, sum telja, so sektin á hvar restin fer.
Men man talan ikki fyrst og fremst vera eitt stríð um knattstøður, um hvør er best við profetin, og so má stavraðið bara tola gangin. Ein roynd at halda lív í einum kjaki, sum var alneyðugt og hevði sínar hetjur tá, men sum nú hevur minni týdning.

Og løgið er tað, at lesur tú bæði álitini hjá Málráðnum, so siga tey í grundini tað sama. At vit viðhvørt brúka c, q, z, w og x í skrivaðum føroyskum tekstum, men at okkum mangla málreglur, rættstavingarorðabøkur o.tl., so at tað ikki skal vera hvør Hanus og Janus, sum skal taka støðu til, hvat nú man vera rætt at skriva og stava.
Eg hoyri enntá summi í fullum álvara siga, at tað er so gott, at vit ongar reglur hava, tí so kunnu vit gera júst sum tað passar okkum. Stuttligt er eisini at hoyra hesar nógvu røddirnar, sum siga, at føroyskt er eitt livandi mál, tvs. vit kunnu eksperimentera og lata standa opið og broyta eftir vild. Og tað hoyrir tú frá báðum pørtunum í stríðnum. Men neyvan er tað so einfalt.

Eitt stavrað mugu vit helst hava, men vælsignaði lat okkum nú royna at koma víðari. Jú, víst er tað gott, at vit geva okkum far um, hvat føroyskt er. Tað er jú bæði national klenodia, vitanargrunnur, samskiftisamboð, tað verður brúkt í frálæru, kunning og list, í leiki og spæli, ikki minst í valdsspæli. Og so er tað eitt mál eisini.

Eg veit, at hetta er eldfimt prát, tí hvar vóru vit, høvdu vit ikki Hammershaimb og hini mentafólkini? Neyvan har, vit eru í dag. Men nú hava vit ráð at slaka, vera pragmatisk, og fara undir at verja málið og menna tað, sum átti at verið okkara aktiv, um nakað er tað.
Steypini eru handað, og hjá okkum er bara eftir at fara aftur til arbeiðis.

malm2Bara fyri at eg ikki skal verða útihýstur frá øllum komandi resepsjónum, skal eg siga frá, at eg sigi telda heldur enn compjútari, men skrivi meg Jacobsen við c, tí eg havi ikki fingið upp í lag at broyta tað.
So eg eri vist við í báðum pørtunum, um tað nú er nakar fyrimunur.

Teir leingi livi

bussurNú seinnapartin, eg spákaði mær heim frá arbeiði, sá eg okkurt, ið minti um eitt pappírsark, liggja og rekast á vegnum millum øll tey niðurdottnu følnaðu bløðini, sum geva einum eina so hugtunga kenslu av memento mori.
Eg tók hetta arkið upp í hondina og sá, at har stóð okkurt skrivað á. Tað  minti um ein minnislista at hava við til handils, men tá eg las listan, sá eg, at hetta helst var ein yrking,

Nú haldi eg meg ikki vera ein teirra, ið hava skil fyri skaldskapi, men so frægt eg dugi at meta, so kundi krutluta handskriftin bent á, at henda yrkingin var skrivað av einum av okkara mentafólkum, – tað kundi sjálvandi eisini vera ein lækni, men neyvan nakar av okkara nærlagdu fólkavaldu.

Eg stóð beint við eitt ruskílat og ætlaði at tveita pappírið burtur, – hugsaði, at neyvan mundi hetta ríslið vera vert at goyma, tá tað knappliga kom mær til hugs, at kanska hevði okkurt skald mist henda lepan í nógva vindinum og gekk nú og harmaðist og kundi ikki gleða seg til eitt gott vikuskifti. Tí havi eg gjørt av at almannakunngera yrkingina, um hon nú kann kallast ein yrking. Líka veit eg.

So kann eigarmaðurin í øllum førum krevja at fáa hana aftur, og hann ella hon kunnu vera púra vís í, at eg krevji onga finningarløn.

Yrkingin ljóðar soleiðis:

Glíðibreytin

Siti og hugsi um ráðharrabil
Bara andin er mobilur
Frøist øll! Óhefta nevndin hevði bilskil
tí sjóstúkan riggar ikki longur.
Skomm var ikki skapt í Detroit
bara gyklið og glæman,
sum kann fjala minnið um farnar og komandi tíðir.
Men nú verður tað!
Ohoy, ohoy haldið av.
Her kemur Helle í sínum
beint aftan á Lars í sínum
bæði á kvøldtúri
í fríum bilbúri.
Gott at ongin ráðharri er í Føroyum.
Tí so noyddust vit gomlu,
ið eftir eru,
sum hava onga peru,
at skaffa fæ til fríar ráðharrabilar.
Og tí er ikki vandi fyri,
at tey her fara at koyra Baldur yvir.

Høgni, spyr heldur teg sjálvan!

Høgni Hoydal, løgtingsmaður og fólkatingslimur, spyr nú sambært miðlunum danska ráðharran í skattamálum, hvussu avgerðin um at skerja føroyafrádráttin til lesandi er tikin. Hann staðfestir, at føroyafrádrátturin hevur stóran týdning fyri føroysk lesandi, og at avgerðin at skerja føroyafrádráttin er komin heldur óvart á.

Nú eru danir tíbetur so mikið at sær komnir, at teir skerja ikki frádráttin hjá teimum lesandi, sum longu eru umfatað av honum, men bara hjá teimum, sum fara undir lesnað í 2011. Hetta seinasta sigi eg ikki fyri at verja avgerðina at skerja frádráttin, men fyri at vísa á, at í danskari politiskari siðvenju ert tú sera varin at skerja rættindi hjá teimum fólkum, sum longu hava hesi rættindi.

Hesa siðvenju hava vit tíverri ikki i Føroyum, burtursæð frá kanska onkrum serfrádráttum, sum sjómannafrádrátti o.tl.

Tað, sum undrar meg stórliga, nú Høgni Hoydal finst at donskum myndugleikum, er, hví hann ikki brúkar sama mátistokk, tá talan er um føroyskar myndugleikar, har hann sjálvur hevur ein týðandi leiklut.

Eg kann her nevna sum eitt dømi viðgerðina í løgtinginum av uppskoti til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skatt av rentutryggingum v.m. (løgtingsmál: 85/2009), sum eftir eina sera jánkasliga fyri ikki at siga pínliga viðgerð fekk óvanliga stóra undirtøku í løgtinginum. Hóast henda avgerð fekk sera stórar avleiðingar fyri privatbúskapin, serliga hjá teimum, ið eru komin upp í árini, so varð ongin roynd at gera sum danir, nevniliga at gera skiftisregur fyri at avmarka negativu avleiðingarnar av avgerðini.

Nei, eitt mál sum eftir einari nátt sorlaði privatbúskapin hjá nógvum føroyskum familjum, sum annars fylgdu galdandi reglum og løgdu skilagóðar ætlanir fyri framtíðina, fekk 19. desember 2009 metundirtøku frá 29 løgtingslimum (sum teir flestu sjálvir ikki verða ávirkaðir av avgerðini), og bara 2 løgtingslimir atkvøddu ímóti. Millum teirra, ið atkvøddu fyri, var eisini Høgni Hoydal.

Nei, Høgni Hoydal! Spyr ikki danskar myndugleikar, hví teir fylgja vanligum og sømiligum spælireglum í politiskum avgerðum, nei, spyr heldur føroyskar myndugleikar og teg sjálvan, hví føroyskir politikarar als ikki geva sær far um vanligar og sømiligar spælireglur í føroyskum politikki.
Tit tosa um loysing. Hann nái meg, tí tit hava so nógv eftir at læra av dønum, at eg ivist í, um grundarlag nakrantíð verður fyri loysing við tí vánaliga næmi, sum politikarar og serliga loysingapolitikarar hava.

Havi spýggjubakkan kláran

Ongin skal sleppa snikkaleysur at venda okkum bakið. Nakað soleiðis fert tú at hugsa, nú tað frættist, at tey ungu, sum fara at lesa uttanfyri norðurlond ikki skulu fáa somu sømdir, sum tey, ið lesa í hinum norðurlondunum. (Søgur ganga um, at ein bólkur nú verður settur í Mentamálaráðnum at kanna møguleikarnar at umskipa útbúgvingarstuðulin uttanfyri Norðurlond til lán, sum verður avskrivað, um tey lesandi arbeiða í Føroyum í 10 ár eftir loknan lestur)
Nú skal flóttafólkastreymurin úr Føroyum so beinast aftur í ein landsynning, og vit skulu flest øll aftur lesa í Danmark.

Vit minnast enn, tá ið tað var upp á móta at eggja teimum ungu at lesa aðrastaðnis enn í Danmark. Ja, tað var næstan sum um útbúgving, sum ikki var nomin í Íslandi ella øðrum landi enn Danmark, ikki gekk fyri at vera røtt útbúgving. Tað var tá altjóða- og alheimsgerð stóðu sum einastu rættir á matskránni. Ja, tú føldi teg sum andloysing, um tú ikki klappaði dúgliga, tá ið tú sást okkara politikarar tyrpast, so skjótt teir sóu ein pall, at profilera seg sum rættar up-to-date-kosmopolittar.
Ja, tað var næstan sum at stjala gás, hevði tú danskt lestrarprógv, og tú skammaðist ikki sørt at søkja starv, um tú bara hevði eitt danskt prógv at leggja við umsóknini.

Nú er so vent í holuni. Útbúgving er ikki longur lopfjøl út í heim, nú Granskingardepilin hevur víst á í eini kanning, at nærri tú ert heimlandinum, tá ið tú fert undir útbúgving, ella helst at tú lesur heima, tess størri eru sannlíkindini fyri, at tú støðast og verður verandi í heimlandinum. Ja, tað er ein grov misskiljing, at tað skal vera nakar íblástur at lesa í fremmandum umhvørvi. Og kanska er tað hetta, sum ger, at retorikkurin nú er sleptur til frama fyri kontantum handilsligum hugsunarhátti.
Føroyar fara nú at tjóðra sínar ungu alvar: Antin kemur tú ella pengarnir aftur, stutt og greitt. Hetta liggur eftir øllum at døma undir yvirskiftini í bløðunum í dag: Helena vil gera lestrarstudning til lán.

Mær kemur tað meir og meir fyri sum í Fuglakvæðnum:

Eg vildi eftir nógvum gapa,
upp á tjólegg fór,
øvigur aftur á langlegg fell,
sum kálvur dettur í flór
.

Tað nýggja er, at nú er tað ikki heimlongsul, ella mentanartilboð, ansingarpláss, møguleikin at sleppa á fjall, at dansa í Tórshøll, hittast í Atlantis ella at eta sushi í føroyskari matstovu, sum fær teg heimaftur. Nei, nú er eitt økonomiskt incitament komið afturat, tá ið avgerðin um at venda heimaftur skal takast. Teir drumbar, sum ikki hava fatað, at vit meina tað í álvara, at vit vilja hava teir heimaftur, skulu ikki sleppa at sova kjansin av sær. Nei, kemur tú ikki heimaftur eftir loknan lestur, fara uppkrøvini at koma dettandi í postkassan.
 
Eg síggi fyri mær komandi dramatiskar hendingar. Man ikki onkur yvirskiftin í Sosialinum komandi árini fara at ljóða: Ungur føroyingur noyddist vónbrotin heim. Og vit lesa um ungan væl útbúnan føroying, sum fann sær vakra brasilska unnustu, men sum ikki hevði ráð at arbeiða í Brasilia, tí hann hevði fingið stuðulslán frá Helenu (unnustan vildi ikki hoyra um Føroyar!). Farvæl-scenan í Casablanka missir allan stórleikan, samanborið við tær farvæl-scenur, ið fara at útspæla seg, tá ið ungir væl lærdir føroyingar noyðast heimaftur at gera verndarskyldu.
Og nú fer eisini at bera til at gera filmar um Interpol, sum jagstrar føroying, sum skyldar landinum lestrarstuðul, men fjalir seg onkustaðnis í útlondum.

Í Eysturtýskalandi, sum einaferð var, manglaðu teir valuta. Tá sluppu fólk við høgari útbúgving ikki av landinum, um móttakaralandið ikki vildi gjalda endurgjald fyri útbúgvingina. Verður støðan nú tann sama her hjá okkum?

Sjálvandi ger Helena rætt, at tátta í, um tað er so, at játtanin til stuðul ikki røkkur. So heldur enn at leggja kongin, so seta vit treytir við. Ætlar tú tær at royna tann luksus at lesa í øðrum londum enn serliga Danmark, so skalt tú sanniliga geva nakað aftur til heimlandið.

Men hvussu so við SU, sum eisini verður veitt teimum føroyingum, sum lesa uttanfyri norðurlond. Fer Helena at biðja teir eisini leggja ungum føroyingum somu treytir við, sum vit í Føroyum?
Tá fer hetta kanska at standa á stuðulsjáttanini frá SU: Vi gør opmærksom på, at støtten bevilges som lån, som skal tilbagebetales til den færøske landskasse, i så fald De ikke eftir afsluttet uddannelse omgående rejser hjem til Færøerne og forblir der i mindst 10 år.

Jú, eitt er retorikkur, annað er veruleiki. Tað keðiliga er bara, at veruleikin viðhvørt hevur lyndi til at gera vart við seg.

Eg sigi fyri meg. Næstu ferð okkara politikarar fara at tosa stórt, fari eg at mæla teimum til at býta út spýggjubakkar til okkum neyðars áhoyrarar. Tí nú hava vit eisini fingið vaml.

Hví ikki bara næstbest?

Eg sigi fyri meg, at eg taki hattin (tað má verða topphúgvan í mínum føri) av fyri formanninum í Pedagogfelagnum, sum sigur júst tað, sum vit øll hugsa, men ikki duga at seta orð á. Han spyr beint fram, sum barnið í ævintýrunum: hvørji eru kjarnuvirðini í føroyska samfelagnum, og eru tað tey virðini, ið liggja fremst og eyðkenna okkara politisku stremban? Eg hugsi, at formaðurin, sum sum pedagogur jú uttan iva hevur lært av børnunum, svarar NEI.

Vit eru so upptikin av her í landinum, at her skal vera attraktivt og bart út liviligt. Vit skulu brandast og hvat veit eg! Men vit duga so ómetaliga illa at sigla beint. Skútan fer av kós alla tíðina, og øll hava úr at gera at rætta kósina.

Tað skuldi verið so eyðsæð, at samfelagið verður rikið skynsamiliga, at vit fáa nakað fyri skattapengarnar, at vit ikki hava korruptión, at politikkur ikki bara eru rossahandlar, og at visiónir ikki er nakað, sum bara er niðurfelt í vøkur rit.

Og hvørji eru so kjarnuvirðini? Er tað altjóða universitet, altjóða flogvøllur, altjóða svimjihylur o.s.fr. Skulu vit partú vera best á øllum økjum, tá ið vit uttan iva kunnu vera næstbest, tí vit eru sjáldan meira enn í besta lagi triðbest.

Kjarnuvirðini eru tey, sum gera fólk eydnusom, nøgd, og geva teimum møguleikar at liva sámiliga saman, uppliva, mennast o.s.fr. Ikki vist, at vit skulu vera rík, men heldur at øll sleppa at arbeiða meiningsríkt og fyri hampuliga løn, og at skatturin er so lágur sum til ber, men ikki lægri enn at vit fáa veitt tær tænastur, sum sjúk, tey veiku og vælferðin krevja. Sjálvandi skal samfelagið eisini mennast við íløgum í  – ja hvat?

Kjarnuvirði eru toleransa, at so fáir ójavnar sum til ber eru, at tey skapandi í samfelagnum sleppa at skapa og vísa tað fram, sum tey skapa. At hálpin er har, tá ið brúk er fyri henni, og ikki liggur parkerað á onkrum fundi ella konferansu. At vit hava eitt burðardygt, fjølbroytt vinnulív. At kjarnuvinnuvirði landsins ikki verða forerd politiskum sameindum til at selja víðari. At vinnan mennist og lítir frameftir og hevur eitt perspektiv, sum ikki bara er at skava pengar til sín ella fara niður við nakkanum. Vit hava ikki brúk fyri kasinobúskapi, serliga ikki í okkara høvuðsvinnu.

Jú, víst er tað liviligt í Føroyum, men hvør sigur, at tað ikki kann gerast uppaftur meira liviligt og stuttligt at liva í Føroyum, m.a. um politikarar tora at taka tær avgerandi avgerðirnar um kjarnuvirðini, og at tey, sum megna tað, sjálvandi í mesta mun sjálvi taka sær av sær sjálvum og sínum. Tað er sum Kennedy segði á sinni, spyr ikki hvat samfelagið kann geva tær, men hvat tú kanst geva samfelagnum.

Tíðin er um at fara frá gamla javnaðarpolitikkinum, tá øll eru klientar, men tíðin tykist eisini at vera farin frá mínum flokki, Sjálvstýrisflokkinum, sum í seinastuni neyvan er komin við einum einasta munagóðum uppskoti. Hvat varð av flokkinum, sum á sinni helt seg hava einkarrætt til menta- og fíggjarmál í landsins stýri?

Um hinar flokkarnar á tingi er bara at siga, at teir verða uttan iva noyddir, eins og øll onnur at spyrja seg: arbeiða vit fyri kjarnuvirðunum, ella eru vit ábyrgarleysir artistar í einum sirkusi.

Nú var eg helst nóg so skjótur at taka táttin upp eftir formannin í Pedagogfelagnum, men eg kundi ikki halda mær. Umberið meg.