Archive for the ‘Information overload’ Tag

Túnatos, ið førir til nakað stórt

Stóra undirtøkan, nýggju sosialu miðlarnir hava fingið, eitt nú MySpace, Facebook, myndasavnið Flickr ella yrkisnetverkið LinkedIn, sum flest kenna her um okkara leiðir, hevur vakt ans. Miðlagranskarar og onnur eru farin at spyrja, hví hesin økti áhugin fyri sosialu miðlunum er íkomin. Eyðsæð er sjálvandi, at kunningartøknin slóðar fyri nýggjum, men onkur skal so taka stig til at brúka tøknina til okkurt ávíst, sum í hesum førinum at stovnseta sosialar miðlar.

Ein teirra, ið hevur skrivað um hesar nýggju miðlarnar, og sum ikki púrasta er fallin fyri óvananum at generalisera og hálova, er Erik Qualman. Í bókini Socialnomics. How social media transforms the way we live and do business (Wiley, 2009) roynir hann fyrst at greiða frá, hví sosialu miðlarnir hava fingið so stóra undirtøku.

Qualman sigur, at sosialu miðlarnir hjálpa fólki undan at fáa bindilsi av allari kunningini, sum nú er tøk. Teir eru við til at skapa og varðveita meiningina í øllum kunningarmeldrinum uttan um okkum.

Hetta kann sjálvandi virka eitt sindur løgið, tí hvør meining er í øllum tí innantóma, sum ofta verður almannakunngjørt í sosialu miðlunum?

Verulesocialnikin er kortini, at ein týðandi háttur at skapa meining er við samrøðum. Og nú vit ikki longur hava stundir at tosa saman face-to-face, koma sosialu miðlarnir sum ein kærkomin gáva. Tað er líka stuttligt nú, sum tað altíð hevur verið, at frætta frá fólki, sum tú kennir ella onkuntíð hevur kent. Qualman vil enntá vera við, at fólk sum eru virkin í sosialu miðlunum, fáa meira av skafti – eru meira produktiv – enn onnur, sum ikki eru virkin. Túnatos er ikki burturspilt, tað man eitt nú Kringvarpið hava sannað, nú tey brúka meginpartin av senditíðini til small-talk.

Tað er hetta við meiningini sum ger, at tað er so áhugavert at vita, at ein av mínum netvinum hevur etið ræstan fisk til døgurða, at ein annar havur staðið royndina, at hann ella hon hava verið burtur og ferðast onkustaðnis, at Janus hevur lisið ta og ta bókina, at Hanus dámar serliga væl blues, men eisini noyðist at turka barnareyvar viðhvørt o.s.fr.

Eitt, sum vit kortini ikki hugsa so nógv um, er, at tá ið vit leggja upplýsingar út á sosialu miðlarnar, tað kann vera bæði persónligir upplýsingar (profilurin), myndir, meiningar og viðmerkingar, so kunna vit eisini umheimin um okkum sjálvi, okkara áhugamál, hvat okkum dámar og ikki dámar. Í yrkismáli verður tosað um, at við okkara virksemi í sosialu miðlunum skapa vit okkum ein on-line-samleika (brand), men vit avdúka samstundis eisini okkara sambond við onnur (the social graph).

Í bókini Wikinomics (2006) vístu Don Tapscott & Anthony D. Williams á, at netverkanin á netinum fór ikki bara at broyta okkara framleiðsluhættir og okkara arbeiðshættir (tá t.d. tøka talentnøgdin øktist munandi), men eisini okkara mátar at halda saman. Hetta fór at føra til heilt nýggjar hættir at samstarva (peer-to-peer).
Tað er jú  royndur lutur, at gransking, vørumenning, mentaavrik, kunning og útbúgving við hesum nýggja samstarvshátti longu eru farin inn í eitt nýtt skeið. Rákið fer eisini meira og meira tann vegin, at vit vilja skapa meira sjálvi, t.d. kunning og tíðindi, heldur enn at keypa tey frá onkrum miðlastovni.

Internetið hevur gjørt, at vit fáa atgongd til eitt ótal av vørum og upplivingum, sum júst passa til okkara ‘smag’, (fragmenteringin sum Chris Anderson tosar um í bókini The Long Tail. Why the Future of Business Is Selling Less of More. (2006)). Á netinum hitta vit samsint, hvar tað skal vera, og vit eru ikki so staðbundin sum áður. Sosialu miðlarnir gera tað lætt at samskifta um alt hetta og varðveita samband við onnur. Internetið og sosialu miðlarnir stuðla eisini búskaparligum og mentanarligum effektiviteti, tí ongum nýtist longur at gera arbeiði ella granska í tí, sum onnur longu hava gjørt.

Bókin Socialnomics hjá Erik Qualman byggir á hesa sannroynd, men leggur meira dent á at lýsa krøvini til teirra, sum vilja gera vart við seg í sosialu miðlunum, sum er eitt av heitu evnunum í bókmentunum um marketing júst í hesum tíðum.
Her er tað sum handilsamboð, at sosialu miðlarnir eru áhugaverdir. Og tað kemur av tveimum.

Fyri tað fyrsta, at tað nú er samrøða (conversation) heldur enn einvegis samskifti, sum skapar álit og undirtøku. Tað er neyvan av tilvild, at stóru leititólini, sum t.d. Google, ikki eru nóg mikið longur at halda skil á allari kunningini. Vit hava eisini brúk fyri at venda okkum til verulig fólk og ikki bara brúka smartar algoritmur; til fólk, sum vit hava álit á, sum ikki hava handilslig áhugamál við tí tey siga, sum kenna viðurskiftini av egnum royndum, og sum eru skjót og meira nágrein í teirra samskifti enn eitt nú leititólini ella gomlu miðlarnir.

Í øðrum lagi er tað so, at samrøðan verður ein nýggjur og effektivur pallur at reka handil, leggja fram sjónarmið og at lýsa á. Tí úr øllum upplýsingum, sambondum og viðmerkingum í sosialu miðlunum sprettir kollektiva vitið, sum tað ber til at gangnýta í handli (at gera lýsingar meira beinraknar), til at hava eftirlit við ymsum rákum og hendingum, og til kunningar og undirhald. Og her eru vit bara við byrjanina.

Royndir í seinastuni vísa, at tað er ikki bara fíggjarkreppan, sum ger, at lýsingainntøkurar í gomlu miðlunum minka, nei, álitið á gomlu miðlarnar viknar eisini. Tað er ikki longur nóg mikið at halda seg vera best og tveita lýsingar í andlitið á fólki, tú mást lurta eftir tí, ið verður sagt í sosialu miðlunum, og sjálvur (persónar, stovnar og sum nevnt (smá)lond) hava ein profil á hesum miðlunum. Og so minnast til, at tað snýr seg ikki um, hvat eg haldi um meg sjálvan, men hvat onnur halda um meg.

Ella sum Qualman sigur: “As people increasing look to their social networks for advice and recommandations, marketers need to make certain they are part of the consideration set. To accomplish this, companies need to create great products and services rather than rely on a fancy advertising campaign to bail them out.” (s. 97)

Tað mest áhugaverda er, at tað munar og kostar lítið og onki at branda seg á sosialu miðlunum. Í sosialu miðlunum ber eisini til at fylgja við og vita, hvat onnur halda um teg ella tína vøru. Tað ber stutt sagt til at brúka sosialu miðlarnar í marknaðarføringini.

Qualman leggur tó dent á, at tað kortini ikki er so líkatil hjá virkjum at gera vart við seg í sosialu miðlunum. Tað krevur eina strategiska støðutakan. Tað er ikki bara at fara í sosialu miðlarnar, tað skulu eisini gerast tillagingar innanhýsis í virkinum. Tað verður brúk fyri innanhýsis orðaskifti, eins væl og uttanhýsis samrøðuna í sosialu miðlunum. (sí myndina).

Í hesum nýggja veruleika eiga virkini ikki at verja ella umbera seg, men syrgja fyri at fáa tingini rættað, um skeivleikar eru. Tað gevur gott umdømi. Tú mást eisini vera áhaldandi og greiður, tí livitíðin hjá kunning sigst vera minkað úr árum og døgum niður í tímar ella minuttir.

 sosmil

Spurningurin er so, um sosialu miðlarnir eru nakað, sum føroysk virki kunnu fáa nyttu burturúr. Hesin spurningur er ikki lættur at svara, tí tað veldst um, hvat vit ætla okkum. Føroyar hava ivaleyst ilt við at fáa nyttu av tí sonevnda ‘microrevenue’, sum tey, sum hava allan heimin sum kunda, kunnu gera sær dælt av. Men í prinsippinum hava vit júst somu møguleikar, sum øll onnur.

Helst noyðast vit tó at branda okkum á enskum, skulu fólk leggja merki til okkum. Men ongin ivi er, at vit kortini hava møguleikar, sum mugu dyrkast, t.d. tá talan er um okkara fiskavørur og ferðavinnuna.
Har nýtist okkum ikki at brúka milliónir til at keypa útlendska vegleiðing um branding, sum fyri tað mesta er sveim. Vit kundu fingið tað nógv bíligari og betri á sosialu miðlunum.
Eisini eru góðir møguleikar at hava samband úr Føroyum og við útisetar, og á tann hátt kanska at fáa fleiri at geva Føroyum gætur og venda heimaftur.

Alt hetta og meira aftrat kanst tú lesa í hesi áhugaverdu bókini hjá Qualman, sum annars vil vera við, at Obama er fyrsti amerkanski internetforsetin. Tey meira tilkomnu minnast ivaleyst, at Kennedy var fyrsti sjónvarpsforsetin.

Frá bunkum til ovfylling av kunning*)

Ein nýtímans plága er tað, tey rópa ovfyllingin av kunning (en. information overload). Henda ovfylling stavar serliga frá, at tað er vorðið so lætt at samskifta og at geva út og senda (publisera) kunning, – hetta, sum hevur tikið seg upp saman við talgildingini og elektronisku dátaviðgerðini.

Ovfylling av kunning umvegis netið hevur vundið so upp á seg í seinastuni, at fólk gerast ovbyrjað av at skulla lesa ella síggja og viðgera alla kunningina og svara teimum boðum og áheitanum, tey fáa, og fleiri og fleiri kenna seg strongd av hesum.

Nógva kunningin órógvar eisini fólk, tá ið tey eru til arbeiðis, tí at tey alla tíðina líka skulu lesa hendan teldupostin, tey júst hava fingið, ella vita, um okkurt er sent teimum t.d. á sosiala netverkinum, tað verið seg Facebook ella onnur sosial telduskipan. Hetta ger, at nógv avbrot verða í dagliga arbeiðnum. Og tá ið talan er um teldupost er framvegis trupult at finna sjálvvirkandi skipanir, sum kunnu skilja teldupostin eftir hvat, ið hevur týdning, og hvat, ið hevur lítlan ella ongan týdning. Vandi er eisini fyri, at týðandi kunning ella vitan kann fara fyri skeyti í øllum hurlivasanum.

Royndir vísa, at tað ganga yvir 20 minuttir, áðrenn tú kanst savna teg aftur um eina uppgávu, sum tú legði frá tær, tí at tú líka skuldi okkurt annað, t.d. lesa ein nýkomnan teldupost. Koma slíkar hendingar ofta fyri um dagin, og tað gera tær, so er lætt at síggja, at nógv arbeiðstíð fer til spillis, og virki, stovnar og samfelagið hava stór tap av hesum.

Ei undur í, at skilafólk eru farin at spyrja, hvat vit kunnu gera við hendan trupulleikan. Tað ger ritstjórin og professarin Paul Hemp í greinini Death by Information Overload í seinastu útgávuni av tíðarritinum Harvard Business Review (September 2009).

Paul Hemp nevnir, at líka síðan Gutenberg hava vit havt ovfylling av kunning, tvs. at tað hevur verið meiri vitan og kunning tøk, enn ein einstakur persónur kann fáa til høldar ella handfara. Við talgildingini og nýggju kunningartøknini hevur hetta bara vundið upp á seg, tí nú kunnu øll geva út (publisera). Nógv nýggj kunning verður eisini skapt í sjálvvirkandi skipanum (datamining) og send út á elektronisku miðlarnar.

Samstundis hava vit fingið alt fleiri miðlar, og kunningin er í alt fleiri skapum (formatum), so at mátarnir at kunna seg alla tíðina broytast, tvs. eru meira flákrutir og fleirtáttaðir.

Fyrr vistu vit ikki alt, og sum kunnugt hevur ein ikki ilt av tí, ein ikki veit. Í dag er øðrvísi, tí kunning, sum áður var fjald (hon skuldi keypast ella leitast fram), er nú lætt atkomulig og sum oftast ókeypis. Milliónir av heimasíðum, wikiar, bloggar, teldupostur og sosialar telduskipanir spræna út kunning í hvønn krók, – kunning, sum er fakliga væl grundað, men eisini kunning, ið fyri tað mesta er svass og ’líkagildigheitir’. Spurningurin er, um tú skalt lesa alt, og um tú skalt svara øllum. Ivin og kenslan, at tú ikki nært at koma runt, skapa strongd.

Í sálarfrøðini verður í hesum sambandi tosað um fyribrigdið ”attention deficit trait” og at fólk, sum eru hart rakt av kunningarovfyllu sum frá líður gerast býttari, ikki ólíkt tí, ið hendir við teimum, sum drekka illa.

Tað sigst, at í dag er tað ikki óvanligt, at fólk ’kekka sín mail’ í kirkjuni, á veitslum ella á wc’inum! Nevnt hevur eisini verið, at hesin bundiskapurin hevur sosialar avleiðingar (t.d. at foreldur forsøma síni børn), og at markið millum arbeiði og frítíð kámast!

Og hvør er so hjálpin?

Paul Hemp skilur ímillum trupulleikarnar, ið einstaklingar hava, og so teir, ið virki ella stovnar hava.

Tá talan er um einstaklingar er ein hin besta hjálpin at minka um nøgdina av kunning, sum onkursvegna verður noydd upp á teg, t.d. teldupostar (serliga um tú hevur tendrað fráboðanina, sum sigur, at tú hevur fingið nýggjan teldupost).

Týðandi er eisini at broyta hugburð, so at tú torir at lata teldu vera teldu: far í staðin ein túr, drekk ein kaffimunn, les okkurt, ella ger tað arbeiðið, sum tú ert settur til ella ætlar at fáa frá hondini.

Tað er eisini góð hjálp at brúka aðrar miðlar enn teldupost, t.d. nýggju skipanina tey rópa Twitter, har til ber at senda smærri boð (tweets) til felagar (followers), sum ikki eru so bindandi og formell sum teldupostur. Annar máti er at brúka wiki og bloggar til kunning, sum brúkarin kann taka fram, tá ið honum lystir (tvs. frá push til pull). Ein annar ikki so bindandi háttur at samskifta er Chat.

Nógvir av hesum nýggju mátunum at samskifta, sum ikki minst tey ungu hava tikið til sín, eru so smátt við at fáa fótafesti eisini í vinnuvirkjum og stovnum.

Paul Hemp heldur tó, at teldupostur framhaldandi verður ein týðandi samskiftisháttur í vinnuhøpi og at virkis- ella stovnsleiðslur eiga at taka upp spurningin, hvussu teldupostur kann brúkast skilagott í arbeiðshøpi.

Onkustaðnis, har teldupostur ikki er týðandi partur av arbeiðnum, ber sjálvandi til at steingja skipanina ella seta upp strangar reglur fyri teldunýtslu. Vitanararbeiðarar kunnu tó ikki liva við slíkum avmarkingum.

Tí eiga virkini og stovnarnir eisini at umhugsa at gera teldunýtslu ella telduatburð til ein meira sjónligan part av virkismentanini. Til ber at skipa fyri frálæru um tilvitað samskifti, at læra starvsfólkini at stýra kunning ella vitan, at gera greiðar vegleiðandi reglur fyri samskifti og teldunýtslu í hesum sambandi, at hava løtur, har teldupostur ikki verður lisin ella svaraður, at mæla fólki frá at brúka teldupost til at sjónliggera seg sjálvan o.s.fr.

Og virki og stovnar eiga eisini at fara at umhugsa at brúka aðrar elektroniskar samskiftishættir enn teldupost, t.d. sum nevnt wiki, bloggar, Twitter o.tl. sum arbeiðsamboð.
Microsoft hevur longu sæð hvussu rekur og hevur ment SharePoint-skipanina, sum byggir á, at fleiri samskiftishættir verða savnaðir í eini og somu arbeiðsskipan.

Kanska vit eisini í Føroyum skjótt eiga at fara at taka okkum um reiggj á hesum øki, tí vit eru longu eftirbátur.

*) Kunning er tað sama sum informatión.