Archive for the ‘hómingar’ Tag

Eitt hvørvibragd

Fólkatingsvaldagin

Fólkatingsvaldagin

Helst verður løgmaður sitandi, og tá snýr tað seg ikki um, hvat er rætt ella skeivt, men um kreppuhandfaring, taktikk og jánkasligheit. Løgmaður hevur staðið stinnur hesar seinastu dagarnar, og tað er greitt, at hann ella onkur við hansara lið veit eitt sindur um kommunikativa kreppuhandfaring og politiskt tev, og tað hava vit longu sæð dømi um: skjótt álop, umbering og drál.
Í miðfyrisitingini eydnaðist júst við skjótum álopi at tulka og seta dagsskránna í málinum um lógarbrotið hjá Jóhan Dahl, landsstýrismanni. Og løgtingið valdi tá eisini útleggingina hjá Jóhan Dahl fram um hana hjá síni egnu nevnd, sum varð gjørd til láturs.

Í hesum førinum hjá løgmanni hevði tað eisini týdning at vera skjótur við eini dyggari framsøgn, sum greitt aftirvísti ella umtulkaði tað, sum enn ikki var alment, men sum miðlarnir nakað seinni fóru at avdúka, t.v.s. niðurstøðurnar hjá Gammeltoft. Vit kendu tí niðurstøðurnar, longu áðrenn Gammeltoft legði tær fram – nú sum eitt dacapo. Og sjálvandi er tað tann fyrsta bastanda framsøgnin, sum festir seg.
Hetta var tað, sum gav løgmanni tað avgerandi momentum, sum hann hevði brúk fyri, og nú fekk hann eisini munin og tamarhald á støðuni. Umbering kann vera góð, um hon er nóg mikið til at sissa. Men tað besta er ofta at taka ferðina av málinum og drála, tí tey ótolnu ótolnast og missa skjótt tolið og troyttast og venda sær so til onnur mál. Drál gevur løgmanni møguleika at bíða til ælið freka fer sína kós. Málið verður tí kanska gloymt, ella tað verður minni eyðsýnt, at tað er rætt at revsa løgmann hart.
Annað kann vera at greiða frá umstøðunum, ein var í, tá brotið varð framt, ella geva øðrum skyldina.
Tað mest avgerandi er tó, at løgmaður tekur frí og rýmir av landinum. Hetta er hvørvibragd við lít.

Og løgmaður stendur sterkur. Gammeltoft sníkir seg illa heitin av landinum. Samgongan stuðlar løgmanni, eins og hon stuðlaði Jóhan Dahl á sinni, og tingformaðurin kallar ikki løgtingið saman. Andstøðan nertir ikki málið, og Jenis møsnar um val. Reimund Langgaard bedýrar sína heiðurligheit, men veit ikki hvønn leik, hann skal velja, og nú manglar bara, at Bjørn á Heygum kemur á vøllin.
Og hví skal samgongan renna ørindi fyri andstøðuna og illa lýddu miðlarnar? Tað nýtist henni ikki.

Vit hava eina serliga føroyska politiska mentan, sum ikki tolir ella viðurkennir ov trongar moralskar karmar. Og spurningurin er, um vit fáa eitt stýri frá við pástandum um, at tað ikki aktar nakrar reglur, innfluttar úr fremmandum jørðildi, reglur, sum eru góðar at hava, men sum ongin tekur í álvara. Spurningurin er, um vit yvirhøvur eru land til at hava somu politisku virkishættir, sum tey hava í eitt nú Danmark, sum vit ofta samanbera okkum við. Vit eru serstøk tjóð. Politiskt vald verður vunnið við snildi, kanska frekleika og eini góðari sak.
Og høgtíðsmoralur man telja lítið í tí nýliberalistiska samfelagnum og kappingarstatinum, og tað vita teir báðir modernaðu politikararnir Jørgin og Kaj Leo alt um.
Kanska eru tað heldur vit, sum liva í eini farnari dreymaverð.

Fólkatingsvaldagin

Fólkatingsvaldagin

Tað er systeminum, tað er galið við

kafe_nyTað er heilt óluksáligt, sum vit tosa nógv um okkum sjálvi, og kortini veit ongin, hvat tað er, vit í veruleikanum tosa um. Soleiðis sum tað eisini kom fram í t.d. kaffiprátinum í GMF í morgun.
Grundin er, at vit hava avskeplaði systemisk viðurskifti í landinum, og tað er ikki nakað, sum okkum dámar at hugsa ov nógv um, tí tað pínir.

Vit tosa alla tíðina um einstøk konkret viðurskifti, tað sum nú einaferð er á dagsskrá, og sum øll tosa um, men gloyma ofta ótilvitað ella oftari tilvitað, at tingini hanga saman.
Tú kanst ikki gera júst sum tú vilt og vænta “alt annað líka”, tí systemið svarar aftur, ikki við orðum, men við gerðum, avgerðum og hendingum. Tað er hetta vit ikki skilja, tí vit halda t.d., at tað eru tey, sum flyta, sum eru trupulleikin, tá ið vit tosa um fólkaflyting.
Tí er ikki alt, tá samanum kemur, ok?

Og er Føroyar ikki eitt paradís á jørð? Jú, í okkara avmarkaða optikki. Men tá vit ikki vilja skilja systemið, tosa vit uttan íhald um symptomini, og tey hvørva ikki, so vit kunnu blíva við at tosa. Og tað er tað, sum vit gera, vit tosa og tosa.
Og vit skilja ikki hví ikki ‘onkur’ ger nakað við trupulleikarnar. Hvør onkur?
Í síðsta enda (og endin er nær, sær tað út til) er tað ikki ein spurningur um vilja ella um manglandi vilja.

Vit kunnu analysera, finnast at og rósa so galið vit vilja, tí tá samanum kemur er tað vald (harðfryst vald), sum er avgerandi. Tí hava vit naggatødn.
Ongin dugir at seta orð á valdið – jú, leypa á løgmann, tað duga vit. Men forget it. Tað eru bara miðlarnir, sum kunnu liva væl av tí, og løgmaður kann ósmæðin hækka sína løn við 2-300 túsund um árið, samstundis sum øll geyla.
Men tá vit hoyrdu upphæddina, mistu vit málið, sum skilligt er. Onkur skal eisini gjalda, og ikki ein kleyv kann gera nakað við hetta, tí hetta er júst tað, sum verandi system er gearað til. Bestemt ikki til at geva pedagogum (sum nú royna at appellera til politiska valdið eftir vælvild) nakað sum helst eyka. Og politiska skipanin er heldur ikki gearað til at hjálpa ella tryggja eisini teimum, sum ikki hava ráð, so at tey kunnu sleppa at venja fótbólt ella ganga í tí mótanum, sum øll nú einaferð halda er tann einasti rætti.

Og tí standa eisini so nógv spyrjandi og skilja ikki, hví tingini ikki broytast til tað betra, tá ið nú øll siga, at tað skal so lítið til.
Hvussu ber tað til, at vit altíð missa alt á stokkinum?
Tað er tí at vit hugsa ikki systemiskt, og vit hava heldur ongantíð lært tað.

Góð hugskot eru góð. Eitt nú at stovna kaféir um alt landið. Eg vænti bara ikki, at tað hjálpir stórvegis. Vit fáa í ringasta føri bróstsviða, um vit drekka ov nógv kaffi.

Tað týdningarmesta er jú at rigga, og tað gera vit flest øll – og enn meira, um vit góvust við hesum ósjarmerandi grenjinum, sum onga leið førir okkum.
Sum tað stendur í sanginum: GÓÐA TÚ MÁST VITA AT TAÐ ER TÆR GALIÐ ER VIÐ, TÍ BARA TÚ RIGGAR SO FÆRT TÚ HELST FRIÐ.

kafe4

Elegi á náttarvakt

Í dag gevur Bob Dylan út 35. plátuna, sum hann hevur tikið upp í upptøkuhøli, um tú also tímir at telja. Tempest ella harðveður, um vit halda okkum til veðrið, soleiðis eitur plátan, og tempest kann jú eisini merkja eitt nú hurluvasi ella ruðuleiki. Og eg havi eins og Birgir Kruse og ivaleyst fleiri onnur við honum tendrað Spotify og sníkt meg at lurta.

Hetta hjá Dylan er jú pensionistarokkur, tá hann er bestur, og at hann framvegis gevur út tónleik, sum fær tað at græla í aftur einum gomlum poppvraki, tað er ein hending, sum er verd at geva gætur. Tað er sum kunnugt altíð Another side of Bob Dylan, og henda hin síðan hjá honum, sum næstan kann kallast ein New Morning (ein pláta við hesum heiti kom í 1970), byrjar við teirri framúr Time Out of Mind (1997) og heldur fram við Love and Theft (2001) og Modern Times (2006), men hevur røtur aftur í The Basement Tapes, sum kom út í 1975, men varð innspæld fleiri ár frammanundan. Tempest er framhald av hesum ótaldu søgunum hjá Dylan um Who’s been left behind, When you go your way and I go mine ella, sum hann so vísiliga syngur: Behind every beautiful thing, There’s been some kind of pain.

Og áðrenn tað hevði Dylan jú givið út eina røð av meistaraverkum, hann hevði so dyggiliga vent teirri fólksligu, men í so frelstu og eitt sindur køvisligu mótmælisrørsluni bakið, og síðan trivið eftir elektriska gittarrinum. Á tann hátt var hann næstan ímyndin av ættargjónni, sum gjørdi skilnað millum tað, sum var áðrenn, og tað, sum koma skuldi. Nú kalla vit tað 60’ini. Dylan vildi hava listarligt frælsi og sleppa at gera, sum honum lysti, uttan at spyrja onnur eftir. Hetta var fyri nærum 50 árum síðan, og okkurt er hent hesi nógvu árini. Ja, nú meðan eg minnist, einaferð var Dylan frelstur, og er tað kanska enn.

Mær dámar nú betur tær gomlu útgávurnar hjá Dylan, tá ið hann var protestsangari. Men tað skerst ikki burtur, at hann eisini dugir at siga eina ofta minst líka góða søgu á plátunum í 21. øld, sum hann dugdi í 60’unum. Og so er hann eisini farin at dyrka eitt groove, sum fær teg at kenna tað, sum vart tú til eitt vekingarmøti ella songløtu hjá Frelsunarherinum, ella av óvart vart vilstur inn í Dansistovuna eitt seint dansikvøld hjá SUF-disk fyrst í 70’unum.

Nú er Dylan eitt globaliserað bygdafrell, sum ger tónleik, sum er eitt bland av Stones, Dubliners og Jens Eli Ellefsen, og har spælt verður so dúgliga, at tú skuldi trúð, at sjógvurin fossaði so nógv inn í skipið, at tað má drívast á, skulu teir klára at halda skútuni lens.

Jú, tað verður dagur í viku, tá ið tú fært fatur á Tempest og ikki minst orðunum, so tú kanst fylgja við í tí, sum Dylan hesaferð syngur. Og tú kanst akkurát tað sama halda avstað saman við Dylani, tí vit vita sum er, at vit eru, sum hann syngur “on [our] own, With no direction home”.

Roykur í stýriklivanum

Umframt at vera góð er nýggja fløgan hjá Teitur Let the Dog Drive Home eisini sermerkt. Hon er dømi um popptónleik, tá ið hann er list. Teitur er hetta tey kalla singer/songwriter, tvs. ein popp-trubadurur,  sum fyri tað mesta syngur egin løg og tekstir. Og á hesi nýggju fløguni prógvar Teitur, at hann bæði syngur væl, ger góð løg og væl orðaðar og viðkomandi tekstir. Tað ger ikki fløguna verri, at hon tónlistarliga er væl løgd tilrættis ella arrangerað, sum summi kalla tað, av Teiti sjálvum saman við Trónda Bogason. Tað skal eisini nevnast, uttan at tað í sjálvum sær nýtist at siga nakað avgerandi um fløguna, at Teitur sjálvur hevur framleitt ella produserað fløguna. Tað sigur okkum bara, at hann hevur havt ein fingur við í øllum spælinum og hevur kunnað gjørt eina fløgu, sum er hansara burturav.

Nú er tað ikki tí, at eg eri fjeppari, at eg fór at lurta eftir Let the Dog Drive Home. Nei, hendan fløgan kom mær í hendi mest sum av tilvild, og av forvitni helt eg, at eg skuldi fara at lurta, og mín sann um eg ikki beinanvegin varð hugtikin.

Longu í fyrsta lagnum Feel Good kennist tað á klaverspælinum, at hetta er tónleikur, sum vil vera sveimandi og viðbrekin, og soleiðis kanska kann bólkast undir felagsheitið spacemusic.
Feel Good er ein einfaldur kærleikssangur, sum innihaldsliga, hóast tónleikurin víkir frá, hevur nógv til felags við I feel fine hjá the Beatles og I feel good hjá James Brown. Tónlistarligi dámurin á fløguni ber longu her boð um fyrimyndir sum Brian Wilson, Beatles, Coldplay, R.E.M., men kanska fyrst og fremst Simon & Garfunkel og Paul Simon. Við einum góðum vilja kunnu vit eisini taka Frændur við á listan yvir fyrimyndir.
Í sanginum God, I Have so Many Things to Tell You viðurkennir sangarin, at hann hevur brúk fyri at biðja, men hann leggur dent á, at hann skal ikki frelsast, tí hann er longu trúgvandi. Sangurin er í Motown-stíli við greiðari tilsipan til sangin My Girl hjá The Temptation.
Sangurin Waverly Place er ein sorgblíður sangur um gomul minni og longsul. Waverly Place er ein smøl gøta í Greenwich Village í New York. The Village var í farnari tíð heimstaður hjá sveimarum og beatrørsluni. Eg dugi ikki at siga, um staðið hevur nakað at siga í hesum sanginum. Hann snýr seg um tað, sum vit øll vita so væl, at tíðin fer við øllum. Vit gerast klókari, men kanska ikki so glað og stuttlig, sum vit hava verið áður, og evig eies kun det tapte skrivar Ibsen jú í sjónleikinum Brand. Spurningurin um hví lata vit tíðina og sambondini bara fara soleiðis, hongur eisini í luftini. Kanska er Facebook ein nýggjur háttur at halda sambandið, men tað tekur sangurin so ikki støðu til.
Í vakra sanginum Freight Train, ein rættiligur tveytaktari, hoyra vit um drongin, sum fylgir eini masterplan og sum bara fer har, ið steinsett er. Og hóast eydnan er við honum í øllum, so er kortini so nógv, sum manglar, nú hann er komin á mál. Nær ‘slerdi hann seg leysan’? Hann hevur ongantíð koyrt í vørutoki (Freight Train er sum kunnugt ein týðandi myndbering í amerikanskari folklore um at fara út og burtur, antin tað so er av huga ella av neyð), og heldur ikki hevur sangarin roynt tað at ganga fullur í Spania. Mær rann eisini í huga leiklutin Alfred Molina spældi í filminum Chocolat, sum Lasse Hallström leikstjórnaði. Jú, alt hevur sín prís.
Eg veit ikki hvønn sipað verður til í sanginum Betty Hedges, sum gongur í eini skjótari eitt sindur skeivari valstakt. Kanska er bara talan um eina fagnaðarvísu til onkra unnustu, men harfyri kemst ikki uttan um, at hesin sangurin eftir mínum tykki man vera tann veikasti á fløguni.
Sorgblídnið, sum liggur í øllum, sum sungið verður um á hesi fløguni, er eisini týðandi partur í sanginum You Never Leave LA. Okkurt festir seg í huganum og verður sitandi, tí at tað hevur okkurt sermerkt við sær, sál rópa summi tað. Soleiðis eisini við LA. Sangurin ljóðar avbera væl, men fær teg at hugsa, um hesin yrkjarin ella sangarin framhaldandi ætlar sær at dvølja í sínum døpurhuga. Tú fært næstan hug til at biðja hann taka seg saman.
Klokkurnar kima annars ófrættakent í sanginum Stormy Weather, sum er ein fyriboðan um hard rain, sum fer at koma. Stílurin er Poul Simon, men dámurin av onkrum, sum er fjart og farið ella okkurt lúnskt, sum fjalir seg í tokuni, minnir meg um huglagið, sum er á framúr fløguni The Soul Cages hjá Sting. Lena Horne sang jú í síni tíð eisini um Stormy Weather í songfilminum við sama heiti. Dreingjaliga røddin hjá Teiti í hesum sanginum fær teg næstan at trúgva, at helst er okkurt veruliga óunniligt í umbúna.
Lagið er lættari og minnir um franska vísu í sanginum Fly on the Wall. Ráðini eru at halda seg kúrran og ikki stinga nøsina í alt tað nógva sum hendir.
Ja, tað kann eisini alt fara so av lagi, tá roykur er í stýriklivanum og ringt kann vera at meta um, hvussu høgt tað er niður, at tað er best at lata hundin koyra, sum sangarin mælir til í tí skjótføra heitislagnum Let the Dog Drive Home.
Í sanginum Very Careless People minnir tónleikurin um tónleik, ið kemur frá  einum lirukassa ella tað, sum verður spælt, meðan karusellin koyrir. Her er tað tann svikni, øvundsjúki, ið syngur, hann, sum í beiskleika uggar seg við slatri.
Teir báðir seinastu sangirnir á fløguni eru vanligir popputir kærleikssangir, balladur. Í When I Had it All snýr tað seg um, hvat veruliga munar í lívinum, og niðurstøðan er, at All I needed was you, when I had it all, og tað kann vera so sera satt sum tað er sagt, bara vit ikki gloyma at geva okkum far um tað.  Og í seinasta sanginum á fløguni, hinum frálíka All I Remember From Last Night is You, verður hesin einfaldi sannleikin endurtikin.

Tað er jú ein sannroynd, at stóran sannleika kanst tú finna sjálvt í einum fávitskutum poppsangi, tí her snýr tað seg um kenslur, meira enn turra sannroynd. Tí hvat er lívið, tá samanum kemur?
Við hesi nýggju fløguni hevur Teitur valt at leggja dent á slíkar kensluligar sannroyndir, sum vit vanliga ikki tosa so nógv um alment, veikar hómingar, sum ofta hvørva í hurlivasanum. Hetta hevur hann gjørt so hegnisliga, at sangirnir á hesi fløguni eru bæði hugtakandi og geva hvíld. Og eg vóni ikki at eg fari skeivur, tá ið eg sigi, at hendan fløgan er cool.
Hon er í hvussu er verd at hoyra meir enn ta einu ferðina.