Archive for the ‘Google’ Tag

Her er netið til lítla nyttu

crowds1Eg haldi meg roknast millum teirra, sum leggja stóran dent á at fáa upplýsingar skjótt, og júst tá ið eg havi brúk fyri teimum. Eg hugsi her um upplýsingar um øll føroysk viðurskifti, tvs. tíðindi, kunning, atgongd til skjøl, tøl o.s.fr.

Nú er internetið ein miðil, sum vit øll meta sum hvørs mans ogn, og tí skuldi verið gaman í at miðla upplýsingar bæði skjótt og væl.
Og hetta er tíbetur eisini so.

Øll virki við virðing fyri sær sjálvum leggja kunning og tænastur út á netið. Sprænurin stendur frá tíðindamiðlunum, sum royna at egna okkum við tí seinasta nýggja. Nógv av hesum hevur løtuvirði ella als onki virði, men soleiðis er nú einaferð. Vit kunnu bara vóna, at tað einaferð verða umstøður at miðla langtíðarhaldgóð føroysk tíðindi og kunning.

Sosialu miðlarnir ganga heitir 24/7, og fólk skriva bloggar, sum mangan eru bæði áhugaverdir og upplýsandi. Tað ber til at keypa alskyns føroyskar orðabøkur á netinum, e-bøkur og ljóðbøkur, og skalt tú ringja til onkran, og tú minnist ikki nummarið, so plagar at bera til at finna nummarið á netinum. Og vilt tú vita, hvør eigur eitt matrikulnummar, ja, so finnur tú eisini tað. Bókasøvnini bjóða tær at leita á netinum eftir bókum, so at tú ikki gongur teimum á dyrnar til onga nyttu, og tá um almenn hagtøl ræður, ja, tá eru vit eisini hampuliga væl fyri. Eisini nógv tíðarrit og bløð liggja nú á netinum í talgildari útgávu, t.d. tey, sum eru talgild í verkætlanini tíðarrit.fo.

Nei, tað, sum eg serliga hugsi um, er atgongd til alfrøðiupplýsingar um føroysk viðurskifti á netinum, og tá stendur av álvara illa til.

Tað kemur ofta fyri at tú rennir teg fastan í onkrum, sum tú situr við. Okkurt serligt, sum tú kundi hugsað tær at vita meira um, og tá stendur á. Eg havi fleiri ferðir leitað eftir upplýsingum um serføroysk viðurskifti, t.d. á Google ella aðra staðnis, tá ið tað hevði skund, og skammfuktaður má eg viðganga, at eg fái ofta meira at vita um hesi viðurskifti í útlendskum handbókum og skjalagoymslum enn í okkara egnu.
Føroysku upplýsingarnar á netinum eru sum oftast avmarkaðar, ófullfíggjaðar og ikki nøktandi.
Sjálvandi ber altíð til at gera eina rannsókn og finna upplýsingarnar so við og við, men her tosið eg um skjóta atgongd til dygdargóða kunning. Og tað er neyðugt at hava nú á døgum.

Í flest øðrum londum er tey so nógv, ofta milliónir, sum kunnu røkja eina wiki, t.d. Wikipediu ella annað líknandi kunningarverk. Har kunnu tey brúka mongdarveiting (crowd sourcing). Eg haldi meg hava lisið onkustaðnis, at tað ber illa til at hava eina umfatandi wikipediu, um tú ikki hevur millum 5.000 og 10.000 aktivar ritstjórar, og tað fáa vit so ongantíð í Føroyum. Og vit vita eisini, at eru vit ov fá, ja, so fáa vit ikki fulla úrtøku við bara at líta á vitanina hjá fjøldini (the wisdom of the crowds).

Hvat er so at gera?

Her er í øllum førum ein uppgáva, sum hvílir á landinum, og sum landið eigur at umhugsa at fáa gjørt nakað við. Og tá eg sigi landið, so meini eg við, at landið eigur at fáa til vega fortreytirnar, so at vit, vanlig fólk, skúlanæmingar, lesandi, granskarar, rithøvundar, miðlafólk o.o., kunnu fáa skjóta og góða atgongd til slíkar upplýsingar. Og ikki bara landið, men eisini størru virkini, stovnar og yrkis- og fakfeløg eiga at kenna eina ábyrgd og skyldu her.

Tað liggja stórar nøgdir av føroyskum kunningartilfari, sum kann gerast atgongiligt alment á netinum; tilfar, sum annars liggur goymt og gloymt onkustaðnis. Men hava vit nakra talgildingarætlan, so hetta tilfarið kann gerast livandi?
Og einir 20-25 løntir ritstjórar høvdu skjótt kunnað fingið gjørt eina líkinda føroyska alfrøði á netinum. Arbeiðið kundi verið skipað í samráð við okkara vitanarstovnar.

Eg haldi bara, at tað er stór skomm, at vit altíð skulu bera okkum undan. Og enn størri skomm er, at onnur vísa okkara viðurskiftum størri áhuga enn vit sjálvi.

So vónandi kemur vend í her, ongantíð ov skjótt.

crowds2

Tað næsta stóra, ið koma skal

Bókin FREE. The Future of a Radical Price eftir Chris Anderson (London, Random House, 2009, eisini útkomin á donskum) er eftir mínum tykki ikki so vánalig, sum fleiri av ummælarunum siga hana vera.

Langi halin

Chris Anderson er annars kendur við bókini um langa halan, m.a. um tað stóra úrvalið, sum nú er tøkt hjá okkum øllum á netinum og í nethandlum, tí, sum hann tekur til, – á netinum er óavmarkað hillapláss, og har er skjótt at finna tað, tú leitar eftir.
Bókin The Long Tail. Why the Future of Business Is Selling Less of More (New York, Hyperion, eisini útkomin á donskum) kom í 2006 og gjørdi beinanvegin hol í sjógv og varð eitt nú av Financial Times vald ein tann mest týðandi business-bókin, ið kom út í 2006.

Chris Anderson ger í hesi bókini vart við, at við víðfevndu netatgongdini verða múrar rivnir niður og samsint fólk, uttan mun til stað, og eisini handlar og einstaklingar, sum selja servørur ella tænastur til tann vandna brúkaran, kunnu nú lættliga koma í samband hvør við annan. (Smb. herrópið Connecting People)

Okkum nýtist tí ikki longur at keypa mainstreamvørur ella -undirhald. Vit kunnu fara eftir tí, sum veruliga hevur okkara áhuga. Hetta ger, at ein nichu-strategi loysir seg betur enn higartil, og hetta letur eisini upp fyri nichu-mentanum. Tað, sum fyrr var nærum ógjørligt, tí at tað var dýrt ella ikki til at fáa hendur á ella sleppa av við, tað verið seg vitan ella serligar vørur og lutir (gamlir brúktir ella nýggir), t.d. klæðir, tónleikur, bøkur, upplýsingar, fakliga týðandi greinir, uttanlanda telefonsamrøður o.tl., er nú tøkt hjá øllum. Tvs. alt kann seljast og miðlast! Um ikki annað, so fyri onki!

Kendu internetfyritøkurnar Amazon, Skype, eBay o.a., ið hava lagt seg eftir at laga sínar tænastur og sítt virksemi til hesa nichu-strategiina, sum vendir sær til fjøldina, eru ikki handlar ella tænastuveitarar í vanligari merking, men týðandi millumlið (brokarar) og ovurstór innformatiónssøvn, sum tað við sermentum leititólum er lætt at leita í. Ja, hesi tólini koma enntá í summum førum við keypsuppskotum til brúkaran, út frá keypum ella leitingum, hann ella onnur áður hava gjørt.

Hesar fyritøkurnar brúka eisini møguleikarnar, ið liggja í kollektiva vitinum (the wisdom of crowds), har tað ikki snýr seg um, hvat øll hini halda, og so laga sínar meiningar eftir tí, men um hvat ein sjálvur ella tey, ið skulu taka eina avgerð, sjálvi halda ella vilja. Hetta er sera virðismikil vitan í vinnuhøpi, sum vit ofta lata veitarum og virkjum ókeypis, tá ið vit reika á netinum.

Hetta paradísúrvalið hevur gjørt, at okkum nýtist ikki longur øll at ganga í gráum, sum kinesarar á sinni, nei, vit kunnu fara í tað, vit vilja, og lata tað hava tann lit, tað vil. Ja, vit kunnu enntá fara í smáar lit- ella áhugafelagsskapir, um vit eitt nú t.d. bara vilja ganga í svørtum (eins og Ford á sinni, sum segði, at fólk kundu fáa allar litir á bilin, bara tey valdu svart). Um tær dámar ABBA, gospel, Pretty Things, free jazz, óskiljandi modernaðan klassiskan tónleik ella tónleik, sum eru upptøkur av rópum frá andalusiskum monnum á fjalli eftir klatrigeitum, ja, tað verður so upp til tín.

Breiðar ella smalar sjangrur, vanlig ella løgin áhugamál, tað er eitt feitt.

Hetta vísir bara, at tað verður alt truplari ikki at vera mainstream. Ja, vit mugu uppfinna serligar bindingar ella heilt serlig avsíðis skot, skulu vit ikki enda í hópinum, nú nærum alt gerst mainstream ella í hvussu er atkomuligt. Og kortini hevur hetta onki at gera við misskilta individualismu, men er eitt slag av veruligum (brúkara)frælsi.

Tað sum Chris Andrson vildi siga við hesi bókini var, at nýggir virkisfrymlar (business model) hava tikið seg upp saman við internetinum, og hetta eyðkennir digitala búskapin, viðhvørt eisini róptur wikionomics.

Ókeypis – gandur ella jólaveitsla

Í hesi nýggju bókini FREE, sum kom út í 2009, tekur Chris Anderson upp ein annan tátt í digitala búskapinum. Her vísir hann á eitt búskaparligt rák, sum kemur til sjóndar á tann hátt, at alt fleiri vørur og tænastur verða latnar brúkarum fyri onki (FREE) ella ókeypis. Hetta ljóðar sum gandur ella jólaveitsla og ov gott til at vera satt, men nakað er um hetta kortini.

Nakað á sama hátt sum við halanum, so nevndir Chris Anderson aftur hetta við hillaplássinum, men nú leggur hann serliga dent á at lýsa týdningin, at kostnaðurin at viðgera, goyma og flyta talgild (digital) dáta alla tíðina fellur og støðugt nærkast 0. Royndirnar vísa eisini greitt , at kt-tænastur gerast støðugt betri og bíligari! Hetta hevur við sær tað, sum hann rópar yvirflóð (abundance), og hetta hevur serligan týdning fyri digitalar vørur, sum nú kunnu avritast, margfaldast og flytast fyri nærum onki (tvs. markkostnaðurin nærkast ella er so nær við 0, at tað loysir seg ikki at geva sær far um hann). Og hóast menningarkostnaðir vanliga eru høgir, so vil læran á einum marknaði við so harðari kapping, sum vit kenna hana á internetinum, tó verða, at prísirnir á hesum vørunum eisini fara at falla niður í onki. Fleiri dømi eru longu um, at hetta er so. Stóri spurningurin hjá vinnuni er, hvussu hava vit lønandi vinnu, tá ið øll vanlig vøra ella tænasta verður latin fyri onki? Chris Anderson roynir at svara hesum áhugaverda spurningi.

Okkum dámar ókeypis

Chris Anderson byrjar sína argumentatión við at staðfesta, at tað psykologiskt er nakra serstakt við ókeypis. Fólk kunnu næstan ikki lata vera at taka ímóti tí, sum er ókeypis, hevur tað annars nakað sum helst virði. Ja, tey dáma tað, sum sýnist ókeypis, sjálvt um tað mangan eru fjaldir kostnaðir fyri brúkaran knýttir at hesum, sum skal eitast vera ókeypis. (Hvør minnist ikki ‘pakkan’ vit fingu ‘ókeypis’ á jólaveitslum!). Ein orsøkin er, at tá okkurt er ókeypis, sleppa vit undan at hava ekka av, um okkara keyp nú eisini var tað vert, tí vit hava jú ikki goldið nakað!

Tað er jú royndur lutur, at vit einum og hvørjum keypi (vanligar gerandisvørur kanska undantiknar) og ikki minni við íløgum er altíð ein ivi, um vit nú hava gjørt ein góðan handil ella spilt pengarnar burtur – keypt kattin í sekkin.

Anderson nevnir eisini, at tað kunnu vera ivamál við ókeypis: t.d. oyðsl, burturspilt tíð at lesa og beina burtur ókeypis lýsingabløð, at onnur kanska halda teg vera eina kargapisu o.s.fr. Og vit kjakast enn, um tað er rætt ella skeivt, at fiski- og veiðiloyvi verða latin fyri einki, tá ið tey nú eru fólksins ogn og hava stórt virði.

Men mangan er tað so, at ókeypis í nútíðar business ofta ger munin ímillum at hava ein stóran marknað ella als ongan at hava.

Ókeypis er ikki nakað nýtt

Tað er lítil ivi um, at ókeypis er, og altíð hevur verið ein týðandi strategi innan marknaðarføring, serliga ætlað til at skapa áhuga (attention), undirtøku (loyalitet) ella bindingar (lock-in). Vit kunnu bara hugsa um bókaklubban, sum letur fyrstu bókina ókeypis, móti at tú bindur teg at taka ímóti teimum komandi seks, ella tá ið tú fært eina ókeypis fartelefon móti at tekna hald nakrar mánaðir. Hetta er púrasta vanlig marknaðarføring, ið verður rópt freebie marketing. Eisini kent sum virkisfrymilin hjá King C. Gillette frá fyrst í farnu øld: gev øllum (mannfólkum) eina ókeypis rakimaskinu (sum í sjálvum sær er virðisleys), so ber til at selja barberbløðini, sum støðugt skulu skiftast út, dýrt. Stutt sagt, tú rindar fyri eina ókeypis vøru ella tænastu við eini aðrari vøru ella tænastu, tú eisini keypir.

Tá talan er um telefeløgini, so selja tey ikki fyrst og fremst fartelefonir (tær verið so litfagrar, tær nú einaferð eru), tey selja gimmick og telefontrafikk (útnyttan av kapasiteti!). Tað snýr seg um skjótt at fáa brúkarar, tí virðið á tænastuni bæði fyri tann einstaka og á tænastuni sjálvari økist sohvørt sum fleiri brúka tænastuna. Hetta er netverks-logikkur.

Fýra virkisfrymlar, ið byggja á ókeypis

Chris Anderson nevnir fýra dømi um virkisfrymlar, har freebie (1) er tann eini.

Hini eru fyrst tann vanligi (the-three-party-market (2)), tá ið tú fært okkurt fyri einki, sum onnur gjalda, t.d. almennar tænastur, ella eitt ókeypis (ella sera bíligt) lýsingafíggjað blað. Tað, tú fært ‘ókeypis’, rindar tú ella onnur kortini aftur seinni, tá ið tú ella tey keypa vørurnar, sum lýst hevur verið við, helst eitt sindur dýrari. Almennar tænastur rindar tú umvegis, um tú ert so óheppin at rinda skatt. Modellið fremur vøru- ella tænastuumfarið.

Tað, sum hendir her, er t.d., at blaðið selur lesarar til lýsararnar og fær gjald aftur fyri tað. Hetta er ein rættiliga vanligur virkisfrymil, t.d. í nærum allari útgávuvinnu, men eisini á netinum. Eitt rættiliga nýtt og áhugavert dømi her er ókeypis netútgávan av alfrøðini Den Store Danske, sum er lýsingafíggjað, men skrivað fyri ein part av sjálvbodnum. Tilfarið verður tó eftirhugt og viðhvørt rættað av serfrøðingum.

Ein annar ikki minni vanligur virkisfrymil er freemium (3), eitt hugtak venturekapitalisturin Fred Wilson kom við í 2006. Í stuttum gongur hesin frymilum út uppá at lata grundútgávuna ókeypis til so nógv sum gjørligt, og so taka pening frá teimum, sum vilja gjalda fyri premium- ella skreytútgávuna. Talan kann eisini verða at gjalda fyri rættin at fáa ‘update’. Grundarlagið fyri hesum frymli er, at t.d. 5% av brúkarunum gjalda fyri øll. Treytin er vanliga, at hesi 5% skulu takast av einum hampuliga stórum tali av brúkarum. Endamálið við ‘Free’ her er at fáa vøruna út so víða sum gjørligt. Í software-vinnuni er freemium eitt higartil væleydnað aftursvar til open-source, ið er fjórða slagið av ókeypis. Tú hevur varhugan av, at Chris Anderson roknar hendan virkisfrymilin, altso freemium, sum at síggja til er rættiliga jaligur, at verða nýtiligan í hesum nýggja FREE, hann er talsmaður fyri.

Fjórði virkisfrymilun er tað, sum kann kallast ‘ordiliga’ ókeypis (4). Dømi eru ókeypis forrit, ymsar ókeypis nettænastur og bloggar, umframt í heila tikið ein stórur partur av tilfarinum á netinum (sum eitt úrslit av sonevnda teldusníkalyndinum (hacker ethic)).  

Besta dømið her er helst Wikipedia, sum er ein verkætlan, sum er heilt uttanfyri peningabúskapin, bæði tá ið talan er um framleiðslu og nýtslu. Tað, sum tað hóast alt kostar av hava Wikipedia koyrandi, verður fíggjað við gávum.

Frymilin er eisini kendur frá sjálvbodnum arbeiði, herundir arbeiði, gransking, kunning o.s.fr., sum fólk gera í síni frítíð, men lata øðrum fyri onki.

Spurningurin er bara, hvat fær fólk at arbeiða fyri onki? (Nevn tað forrestin ikki fyri okkara arbeiðsgevarum og politikarum!)

Hví tíma fólk at arbeiða fyri onki?

Grundirnar eru fleiri. Summi dáma kanska bara hetta at hjálpa øðrum, at rætta eina hjálpandi hond í góðum selskapi.

Chris Anderson setir annars hetta í samband við yvirnøgdarsamfelagið. (Umrøtt m.a. í bókini The Affluent Society eftir J. K. Galbraith (1958)). Allir grundleggjandi tørvir eru nøktaðir, so fólk sóknast eftir onkrum, sum kann geva innihald í tilveruna. Vit hava yvirskotsorku, kenskuligar og intellektuellar tørvir, sum vit ikki fáa brúkt á arbeiðsplássinum, og sum vit tí royna at nøkta aðrastaðnis. Tað man neyvan vera av tilvild, at sjónvarpið ikki fangar longur (kanska líka burtursæð frá tápuligum talentkappingum). Vit savnast um aðrar skíggjar og onnur støð, har tað hendir eitt sindur meira, og har vit sjálvi fáa gjørt vart við okkum.

Nú er tað ikki longur pengar, sum telja, men at vera høgt í metum (reputation).

At kunna ‘folda seg út’, ikki bara í sosialum, men eisini fakligum høpi, gevur eina kenslu av nøgdsemi. Hitt er so at fáa fólk í talu, ella at fólk geva tær gætur (attention). Tað er ikki heilt sørt av anarkismu a la Kropotkin í hesum: gávubúskapur og sínamillum hjálp. Vit vilja heldur økja sosiala og mentanarliga kapitalin (sum so aftur sambært Bourdieu kann umsetast til pening!).

Free er ikki nóg mikið

Hóast hugin at arbeiða og samskifta ókeypis, so ger Chris Anderson vart við, at Free er ikki nóg mikið í einum vinnuligum høpi, tað skal sameinast við gjald (‘Free has to be matched with Paid’).

Hann nevnir í hesum sambandi, at tá ið okkurt verður til í yvirflóð, so verður trot á øðrum, og í okkara tíð fyrst og fremst trot á tíð. Og tað er júst her, møguleikarnir fyri gjaldi liggja. Tá ið vit eitt nú fara inn á Netdoktor, so fáa vit hópin av generiskari/almennari vitan ókeypis. Hetta er ikki nyttuleys vitan (t.d. at vit kunnu kanska fáa eitt tips um at taka onkra hostasaft, ella vit kunnu staðfesta, at tað í hvussu ikki er tann ella tann álvarsama sjúkan vit hava). Hetta er gott, tí so sleppur læknin undan at brúka dýra tíð at greiða okkum frá hesum, men kann arbeiða sum serfrøðingur, tvs. við vitan, sum er sett í ein heilt ávísan kontekst og sum kann brúkast í viðgerð.

Tað, fólk fara at spyrja eftir og gjalda fyri framyvir, verður tað sermerkta ella tað einastandandi, unikka. Tíð kunnu vit ikki oyðsla við. Vit vilja hava góðsku, skreytvørur, góða tænastu, upplivingar, konsertir, framførslur, tað stuttliga, fiksa o.s.fr. Nakað av hesum fáa vit fyri onki, men tað mesta gjalda vit fegin fyri. Vit hava fingið valfrælsi, sum vit antin kunnu brúka skilagott, ella hinvegin sum  Kári P syngur: “frælsið at velja hvønn ein skal selja seg sjálvan og frælsið sítt til”.

Vandar við ókeypis

Sjálvandi eru vandar við free. T.d. at fólk savnast (flokkast/smb. hugtakið herding) um tað sama: øll ella næstan øll brúka portal.fo, ella tá ið Google hevur allan leitimarknaðin (andaligt monopol!?). Tá ið tað ikki er pláss fyri nr. 2, hvat verður so av innovatiónini, hevur hon nakran sum helst kjans? Ella hví ger Chris Anderson ikki meira burtur úr trupulleikunum at brúka t.d. Open Office í almennari fyrisiting, stovnum og virkjum? Tað verður lítið gjørt, hóast tað hevði verið sparing! 

Tað slepst ikki undan ókeypis

Nú hoyrir Chris Anderson til teirra, sum eru fyrstir at rópa hart um tað næsta stóra, sum skal koma.
Men hóast tað eru nógvir leysir endar og ‘gitingar’ í hesi bókini hjá Chris Anderson um tað, sum er ókeypis, so hevur hann tó fingið fatur á rætta endanum. Í bókini hevur hann fleiri dømi um free-virkismøguleikar innan teir fýra omanfyri nevndu virkisfrymlarnar, og fleiri av hesum tykjast skilagóðir.
Og tí er tað bara at loypa í dansin, tí, sum Chris Anderson sigur: You can’t stop free.

At liva lívið live

Tað er væl kent at stórar tøkniligar uppfinningar ella frambrot hava broytt heimin, okkara hátt at liva, virka og framleiða, okkara sosialu skipanir. At ein heimasíða við einum leititeigi og nøkrum litaðum bókstavum og einum navni, sum einki sigur, skal hava somu ávirkan, kann vera ilt at fata. Men at so er, eru tað summi, ið halda. Ein teirra, Jeff Jarvis, kendur ritstjóri á blogginum http://buzzmachine.com, hevur skrivað bók um hetta við heitinum What Would Google Do?

Í hesi bókini greiðir hann frá, hví Google hevur havt slíka framgongd, at tað í dag er at kalla einasta brúkta leitatólið til alt tilfarið á internetinum.

Henda framgongd kemur ikki av ongum, tí aftanfyri liggja greiðar stevnur og rák.

Jeff Jarvis leggur dent á, at Google er ikki ein portalur, men ein pallur ella netverk, har øll, stór og smá, kunnu koma til orðanna. Vanliga leititólið hjá Google goymir onki tilfar, men er ein raðfesting (indeks) av tilfari á netinum, sum onnur hava framleitt. Í Google hevur ongin framíhjárætt, tað eru heimasíðurnar, sum tey flestu velja at lata upp ella vísa til, sum koma ovast á leitilistan. So kunnu tey stóru virkini gjalda fyri at verða sædd, og tað er tað, sum Google livir av, men tey sleppa ikki (tað sigur í hvussu er grundreglan) at ávirka raðfylgjuna á leitilistanum.

Jeff Jarvis sigur, at vit sjálvandi ikki skulu gera júst tað sama, men spyr, hvat vit kunnu læra av Google.

Eitt tað fyrsta er, at Google letur fólk ella brúkaran sleppa framat, og gevur teimum ein møguleika ella rættari ein pall at finna og almannakunngera kunning (informatión), rit- og listaverk og vitan og eitt stað at savnast um áhugamál. Við Google er lætt at koma í samband við javnlíkar, og júst tí, at so nógv brúka Google, er eisini lætt at finna fólk við seráhugamálum ella fólk, sum hava verið úti fyri tí sama, sum tú, tað verið seg góðar ella minni góðar hendingar. Dømi eru um, at stór virki eru vaknað við kaldan dreym, tí at brúkarar hava skift orð á netinum og funnið út av, at tey eru ikki tey einastu, sum virkið hevur ‘snýtt’. Fólk hava tikið sær um reiggj, ella sum Jeff Jarvis málber seg: Mobs form in a flash, tey hava orðað mótmæli, og stórfyritøkur, ja heilar landastjórnir eru farnar at rista í brókunum. Tað er hetta valdið, sum netið gevur vanligum fólki, sum broytir sosialu dagsskránna.
Kanska er tað ikki fyrr enn nú, at vit fáa veruligt talu-, skrivi- og savningarfrælsi?

Eitt annað er, at nýggir marknaðir koma undan. Eitt ótal av vørum kunnu keypast, og bygdafrellið nýtist ikki longur at keypa í avmarkaða úrvalinum í handlinum yvirav, men kann fara til handils hvar tað skal vera. Hetta við nærum óavmarkaðum vøruúrvalið er tað, sum liggur í hugtakinum um langa halan, ‘the long tail’, tí nú eru hyllapláss, at búgva á fjarskotnum støðum ella avmarkaður kundaskari ongin forðing longur. Hesi viðurskifti eru væl lýst í bókini The Long Tail. Why the Future of Business Is Selling Less of More hjá Chris Anderson, sum kom út í 2006.

Mentan er ikki longur tað, sum alment góðkendir mentastovnar hava at bjóða, og hópframleiðsla (one fits all) er farin um tað besta. Eisini tíðin við Hollywood og stórfilmum er farin. Í løtuni eru tað gentan í grannahúsinum ella drongurin, sum rýmdi úr skúlanum, sum standa á heimspallunum. Reality-show eru farin av móta, tí nú er sjálvt lívið live, sum tikið verður til.

Tey fægstu hava brúk fyri millummonnum, men fara sjálvi eftir tí, tey vilja hava. Nýggi virkisfrymilin eitur ókeypis, og vitan og upplivingar verða skaptar í samstarvi og samskifti við samsint.

Síðan Google og aðrar líknandi tænastur eru komnar fram á netinum, mugu vit sanna, sum James Surowiecki í bókini The Wisdom of Crowds (2004), at fjøldin er ikki býtt longur.

Í Googleøldini er umráðandi at vera sæddur, at vera væl lýddur og at lata dygdarvøru ella –tænastu og bjóða besta prísin. Hetta er ein tíð, tá ið opinleiki er ein dygd, har vit ikki longur hava trot, men mugu læra at skapa og handfara yvirflóð av nærum øllum.

Lívið er alment, og tað sama er vinnuvirksemi. Jeff Jarvis orðar hetta soleiðis: “Living in public today is a matter of enlightened self-interest.” Tú tænir øðrum, og tænir á tann hátt tær sjálvum, tú verður lættari at finna og fært fleiri møguleikar.

Vit hava ikki longur tjóðar- ella virkisbúskap, men gávu- og egobúskap.

Jeff Jarvis roynir í bók síni at vísa á, at læran, sum framgongdin hjá Google ber boð um, kann brúkast um alt, tvs. bæði sosial, politisk, mentanarlig og vinnulig viðurskifti. Nýggja rákið rakar øll, ja, skulu vit trúgva honum, so eiga sjálvt flakavirkini at spyrja seg sjálvan: hvussu hevði Google gjørt?
Tað er eyðsæð, at skalt tú fáa fulla fyrimunin av nýggju møguleikunum á netinum, so er tað nærum ein treyt at tosa eitt av stóru málunum, helst enskt. Har gera vit 49.000 lítlan mun. Hetta talar kanska fyri, at vit eru í eini serstøðu, og at vit okkara vegna mugu hugsa øðrvísi enn Jeff Jarvis. 

Nú kunnu vit altíð siga, at hann, sum er eldhugaður fyri einum máli, ofta hevur hug at gera av. Tí eru ikki dømi um, at vit við hesum nýggja hugsunarháttinum stuðla amatørismu og hedonismu (njóting, sum fremsta mál í lívinum) og sosialari líkasælu?

Jeff Jarvis heldur tvørturímóti, at netið ger fólk meira sosial, ja, at tað kann gerast til eina endurmenning av gamla samanhaldinum, sum at kalla fór heilt fyri skeytið í 70- og 80-árunum. Og hvør sigur, at tað elitera, hástóra og afturlatna er vert at varðveita? Nú er tað hinvegin góður siður at samstarva. Jú, tað eru mangir múrar rapaðir í seinastuni.

Kann vera, at hugsanin at alt skal vera ókeypis ljóðar áhugaverd, men er tað nú vist, at alt kann ella skal fíggjast við lýsingum og sponsorpeningi? Kortini eru mong dømi á netinum um, at fólk gera stórarbeiði fyri onki, ella fyri aðra løn enn reiðan pening.

Nógv av tí, sum Jeff Jarvis førir fram sum nakað nýtt, eitt nú at seta kundan í miðdepilin, er gamal sannleiki. Munurin er bara, at í útleggingini hjá Jeff Jarvis er hetta at seta kundan í miðdepilin ikki eitt val (sølutaktikkur), men eitt víðfevnt krav, sum tað ikki kemst uttanum.

Kann vera, at Jeff Jarvis hevur eina ov avgjørda turkatrúgv, at vitan (kanska heldur kunning) loysir allar trupulleikar, at Palleba nú veruliga hevur tikið valdið. Bara tað ikki endar sum hjá Jeppe í seingini hjá baróninum.

Og helst man tað fara at ganga rúm tíð, áðrenn vit fara at downloada fiskafløk.

Tíðirnar eru broyttar, so langt kunnu vit geva Jeff Jarvis viðhald.