Archive for the ‘fakfeløg’ Tag

Ein annar mai

Tað er løgið í dag at hugsa sær, men 1. mai 1988 helt eg røðu á Vaglinum í Havn. Hetta var um tað mundið, tá ið tað gekk so ómetaliga væl í Føroyum, at tú hevði ilt við at trúgva, at tað kundi vera rætt.
Og svarið fingu vit longu árið eftir, tá alt skramblaði saman.

Tá var tað, at fiskurin rýmdi av grunnunum, arbeiðsloysið gjørdist methøgt, og ongin arbeiðsloysistrygging var. Fólkið rýmdi tí í stórum tali av landinum, og 6. oktober 1992 fór Sjóvinnubankin sum kunnugt av knóranum.
mai_m2

Í allari neyðini varð roynt at finna onkrar neyðloysnir, t.d. at fara at fiska markrel, gera úrdráttir úr igulkerum ella tara.
IMF-fólk sóðust ganga úti í Tinganesi, tí tey vistu heilivágin góðan: at skerja. IMF-fólkini vóru tó merkiliga ljódlig, og teirra tilmæli var varisligt. Kanska vistu tey, at føringurin er sum gallarin í Asterix og Obelix, teir skalt tú ikki øsa, tí svarið kemur við brestin, og kanska gott at so er.
Almennu fakfeløgini vórðu tá noydd at góðtaka at fara munandi niður í løn, og eftirlønin varð ofrað. Okkara politikarar vóru í Danmark at fáa teir at bjarga bankunum, sum tað varð rópt, og taka yvir og umleggja ovurstóru skuldina í fremmandum gjaldoyra, sum annaðhvørt menniskja tá hevði, og sum skjótt kundi koyra okkum øll um koll. Rentuspekulatiónin var landsítrótt. Tað almenna átók sær so við og við privatu skuldina.
Søgur gingu um ørvitiskenda stuðulveiting til skipabygging og -keyp, teir sonevndu skipapakkarnir, og hetta óskilið varð seinni sagt at koma av, at umsitingin hjá landinum var ov veik og tískil ikki sína uppgávu vaksin. Ráðgevandi nevndin hjá danska forsætisráðharranum hevði staðfest í frágreiðing eftir frágreiðing, at føroyski búskapurin var á vandakós, men hetta varð alt kveistrað til viks, tí í Føroyum var onki ovboðið, og tað skiltu donsku býttlingarnir ikki. Eitt sindur skammiligt var tað kortini, at danir skuldu noyða okkum at broyta vinnulóggávuna, sum so dyggiliga hevði stuðlað ábyrgdarloysinum.
Tað var hart, men tað vendi tíbetur skjótt, og vit fingu varandi hákonjunktur. Alt fyrigivið, og politikarar sóu sær nú kjansin at játta sær sjálvum hægri løn og gyltar eftirlønir.

Nú er tað ein óskikkur at sitera seg sjálvan, men í røðuni 1. mai 1988 nevndi eg m.a. hetta, at ríkidømi og fátækradømi reikaðu í felag. Eg nevndi, at í Føroyum mundu tað vera fá, sum beinleiðis vóru fátæk. Tað tyktist heldur, sum fólk svumu í pengum, og skuldu vit tala um fátækradømi, so mundi tað helst vera andaligt fátækradømi og andaligt leti.
Men støðan var og er ein onnur, venda vit okkum út í heim.
Vit vita, at vit liva í einum heimi, hvørs høvuðseyðkenni er veldugur materiellur og politiskur ójavni. Vit hava verið noydd til at læra okkum at liva við hesum veruleika.
Í røðuni vísti eg til franska heimsspekingin og utopiska sosialistin Charles Fourier, sum hevði gjørt vart við, at kapitalisman hevði tvey andlit, ríkidømi og armóð, hetta sum Karl Marx og eisini onnur meira borgarlig høvdu gjørt vart við. Karl Marx var ein teirra, sum fannst harðliga at borgaraskapinum, at tey tosaðu um frælsi, javnrættindi og brøðralag, men framdu tað bara partvís.
At eg nevndi Charles Fourier, sum als ikki er serliga kendur í Føroyum, mundi koma av tilvild, at eg júst tá hevði lisið okkurt av tí, sum hann hevði skrivað.
Í røðuni vísti eg á, at vit liva væl, men at vit hava eksporterað tað harða stættarstríðið til aðrar heimspartar. Í mun til tey í triðja heiminum livdu vit sum greivar og áttu kanska ikki at hildið 1. mai, men heldur farið heim at skamma okkum.
Uttan tilvitað at vita um ørskapin í samfelagnum í 1980’unum nevndi eg í røðuni, at fakfeløgini høvdu verið moderat í sínum lønarkrøvum, so moderat, at aðrir partar av samfelagsmaskinuni helst høvdu staðið seg betur, um teir tóku við læru av okkum.

Eg kom eisini inn á royndirnar at fáa gjørt høvuðsavtalur fyri arbeiðsmarknaðin, nakað, sum eg, í hvussu er tá og fyri ein part framvegis, var harðliga ímóti. Eg helt tað vera undarligt, at arbeiðsgevarin ikki kundi samráðast, fyrr enn fakfeløgini fyrst vóru niðurbundin, tí so má hann rokna við klandri.
Eg minnist eisini, at eg móti endanum á røðuni nevndi heimin við tveimum andlitum: annað andlitið roynir at brosa, meðan hitt andlitið er avskeplað av neyð.

Men hetta var mitt í teimum kátu føroysku 1980’unum, og tað var kanska orsøkin til, at bara eini 70 fólk møttu til 1. mai-haldið henda dagin í 1988.

Seinni fekk nýliberalisman, sum eitt nú IMF-fólkini, sum vitjaðu á sinni, umboðaðu, sum kunnugt rættiliga fótin fyri seg í okkara parti av heiminum. Hetta hevur m.a. gjørt, at tað als ikki er gjørligt longur at brúka neyð sum argument í fakfelagsstríði. Har mugu marknaðarkreftirnar sleppa at ráða. Tað er eitt sindur ræðandi, men tað tykist mær, at eisini fakfeløgini og vinstraflokkarnir við hava ættleitt ófrávíkiliga nýliberalistiska retorikkin, og tí noyðast tey at ganga undir sparingar og karmar, sum líkjast viti og skili, men eru tað reina mjørkatos. Panamaskjølini tosa eisini sítt greiða mál.

Nú er so bara at vóna, at fakfeløgini fáa tendrað tokulyktirnar, áðrenn tað verður til dyggan samanstoyt, sum eitt nú tann, vit upplivdu fyrst í 1990’árunum.

mai_m1

Her er netið til lítla nyttu

crowds1Eg haldi meg roknast millum teirra, sum leggja stóran dent á at fáa upplýsingar skjótt, og júst tá ið eg havi brúk fyri teimum. Eg hugsi her um upplýsingar um øll føroysk viðurskifti, tvs. tíðindi, kunning, atgongd til skjøl, tøl o.s.fr.

Nú er internetið ein miðil, sum vit øll meta sum hvørs mans ogn, og tí skuldi verið gaman í at miðla upplýsingar bæði skjótt og væl.
Og hetta er tíbetur eisini so.

Øll virki við virðing fyri sær sjálvum leggja kunning og tænastur út á netið. Sprænurin stendur frá tíðindamiðlunum, sum royna at egna okkum við tí seinasta nýggja. Nógv av hesum hevur løtuvirði ella als onki virði, men soleiðis er nú einaferð. Vit kunnu bara vóna, at tað einaferð verða umstøður at miðla langtíðarhaldgóð føroysk tíðindi og kunning.

Sosialu miðlarnir ganga heitir 24/7, og fólk skriva bloggar, sum mangan eru bæði áhugaverdir og upplýsandi. Tað ber til at keypa alskyns føroyskar orðabøkur á netinum, e-bøkur og ljóðbøkur, og skalt tú ringja til onkran, og tú minnist ikki nummarið, so plagar at bera til at finna nummarið á netinum. Og vilt tú vita, hvør eigur eitt matrikulnummar, ja, so finnur tú eisini tað. Bókasøvnini bjóða tær at leita á netinum eftir bókum, so at tú ikki gongur teimum á dyrnar til onga nyttu, og tá um almenn hagtøl ræður, ja, tá eru vit eisini hampuliga væl fyri. Eisini nógv tíðarrit og bløð liggja nú á netinum í talgildari útgávu, t.d. tey, sum eru talgild í verkætlanini tíðarrit.fo.

Nei, tað, sum eg serliga hugsi um, er atgongd til alfrøðiupplýsingar um føroysk viðurskifti á netinum, og tá stendur av álvara illa til.

Tað kemur ofta fyri at tú rennir teg fastan í onkrum, sum tú situr við. Okkurt serligt, sum tú kundi hugsað tær at vita meira um, og tá stendur á. Eg havi fleiri ferðir leitað eftir upplýsingum um serføroysk viðurskifti, t.d. á Google ella aðra staðnis, tá ið tað hevði skund, og skammfuktaður má eg viðganga, at eg fái ofta meira at vita um hesi viðurskifti í útlendskum handbókum og skjalagoymslum enn í okkara egnu.
Føroysku upplýsingarnar á netinum eru sum oftast avmarkaðar, ófullfíggjaðar og ikki nøktandi.
Sjálvandi ber altíð til at gera eina rannsókn og finna upplýsingarnar so við og við, men her tosið eg um skjóta atgongd til dygdargóða kunning. Og tað er neyðugt at hava nú á døgum.

Í flest øðrum londum er tey so nógv, ofta milliónir, sum kunnu røkja eina wiki, t.d. Wikipediu ella annað líknandi kunningarverk. Har kunnu tey brúka mongdarveiting (crowd sourcing). Eg haldi meg hava lisið onkustaðnis, at tað ber illa til at hava eina umfatandi wikipediu, um tú ikki hevur millum 5.000 og 10.000 aktivar ritstjórar, og tað fáa vit so ongantíð í Føroyum. Og vit vita eisini, at eru vit ov fá, ja, so fáa vit ikki fulla úrtøku við bara at líta á vitanina hjá fjøldini (the wisdom of the crowds).

Hvat er so at gera?

Her er í øllum førum ein uppgáva, sum hvílir á landinum, og sum landið eigur at umhugsa at fáa gjørt nakað við. Og tá eg sigi landið, so meini eg við, at landið eigur at fáa til vega fortreytirnar, so at vit, vanlig fólk, skúlanæmingar, lesandi, granskarar, rithøvundar, miðlafólk o.o., kunnu fáa skjóta og góða atgongd til slíkar upplýsingar. Og ikki bara landið, men eisini størru virkini, stovnar og yrkis- og fakfeløg eiga at kenna eina ábyrgd og skyldu her.

Tað liggja stórar nøgdir av føroyskum kunningartilfari, sum kann gerast atgongiligt alment á netinum; tilfar, sum annars liggur goymt og gloymt onkustaðnis. Men hava vit nakra talgildingarætlan, so hetta tilfarið kann gerast livandi?
Og einir 20-25 løntir ritstjórar høvdu skjótt kunnað fingið gjørt eina líkinda føroyska alfrøði á netinum. Arbeiðið kundi verið skipað í samráð við okkara vitanarstovnar.

Eg haldi bara, at tað er stór skomm, at vit altíð skulu bera okkum undan. Og enn størri skomm er, at onnur vísa okkara viðurskiftum størri áhuga enn vit sjálvi.

So vónandi kemur vend í her, ongantíð ov skjótt.

crowds2

Heilsan á 50 ára degnum

Nú Starvsmannafelagið fyllir 50 ár, fari eg sum fyrrverandi skrivari og formaður at nýta høvið til at ynskja felagnum tillukku, nú tað hevur rokkið høgan aldur. Brúk varð fyri starvsmannafelag, tá ið alt fleiri fingu starv í føroysku umsitingini og á almennum stovnum. Tað var neyðugt at stovna fakfelag at røkja áhugamálini hjá teimum alment settu, sum – uttan mun til um talan er um kvinnu ella mann – hava verið rópt starvsmenn. Løgtingslóg um starvsmenn/funktionærer kom í 1958, og hon skipaði ávís viðurskifti hjá hesum starvsbólkinum, viðurskifti, sum vóru munandi øðrvísi enn hjá eitt nú arbeiðsmonnum og –kvinnum. Lógin segði tó onki um sjálva lønina, fólk fingu, so tað var ein av fyrstu uppgávunum at tryggja limunum rímiliga løn.

Síðani er nógv broytt, og nú eru so mong onnur viðurskifti natúrligur partur av fakfelagsvirkseminum, so sum arbeiðsumstøður, javnstøða, førleikamenning v.m.

Tað er tó ein sannroynd, at tann kreppan, sum nú hevur rakt tað almenna og alt samfelagið, og sum helst verður drúgv, hevur skert møguleikarnar hjá fakfeløgunum at virka. Samhaldsfastar loysnir eru ikki høgt í metum í hesum tíðum. Eitt talandi dømi er, at eftirlønarskipanin, sum almennu fakfeløgini vóru tey fyrstu at fáa stovnað fyri góðum 20 árum síðan, og sum skuldi vera ískoytis eftirløn, nú kanska verður tann einasta pensjónin, sum fólk fara at fáa.

Men tað nyttar ikki at falla í fátt, tí nýggjar tíðir krevja sum kunnugt nýggjan hugsunarhátt og nýtt arbeiðslag.

At verja áhugamál ella borg í eini stríðsstøðu krevur áhaldni, tol og ikki minst hegni. At vera skrivari og formaður í Starvsmannafelagnum var lærdómur fyri meg, hóast tað onkuntíð leikaði hart á. Eg kom at kenna nógv fólk, fekk innlit í viðurskifti, sum áðrenn høvdu verið mær fremmand, og nógv mátti tú læra teg sjálvur. Eg var tó so heppin at koma at arbeiða saman við m.o. Ernst Hansen, sála, sum var formaður, tá ið eg tók við starvi sum skrivari í Starvsmannafelagnum. Ernst var miðvísur og treiskur sum fáur, og tað er ein eginleiki, sum er avgerandi, skalt tú náa málum í fakfelagsarbeiði.

Eitt sum hevur undrað meg er, at ofta vóru fakfeløgini tey fyrstu at koma við góðum hugskotum til broytingar. Sjálvandi vórðu hesi hugskot kveistrað av borðinum av arbeiðsgevaranum. Men nøkur ár seinni hálovar arbeiðsgevarin hesum somu hugskotum, sum vóru tey hansara egnu. Tá fært tú hug at smírast.

Eitt er tó vist, mótstøða er sunt, men stívrent íhald er drepandi. Og soleiðis kennist tað mangan, tá ið arbeiðsgevarin nærum bara hugsar um at smíða bremsikubbar.

Eg haldi, at tey flestu, sum av álvara hava verið uppi í fakfelagsarbeiði, verða merkt av hesum fyri lívið. Sum árini ganga, hevur tú tíbetur bara tey góðu minnini eftir.

Við hesum fari eg enn einaferð at ynskja Starvsmannafelagnum hjartaliga tillukku við teimum hálvthundrað og góðan arbeiðshug komandi árini.

Eftir umbøn sett í Starvsblaðið nú felagið fylti 50.

Fakfelagssamstarv

Tað er ikki ofta, vit gera okkum stórvegis tankar um, hvørjar uppgávurnar hjá fakfeløgunum eru. Fakfeløgini eru bara har, og teirra uppgáva er at tryggja limunum hampuliga løn og arbeiðskor. Sum oftast verða mál avgreidd við samráðingum við arbeiðsgevarar, men onkuntíð er sum kunnugt brúk fyri at fara meira harðliga til verka. Søguliga sæð hava tað altíð verið bond millum fakfelagsrørsluna og politiskar flokkar og politisku skipanina, í hvussu er í okkara parti av heiminum. Fakfeløgini hava havt eitt orð at skula hava sagt, og vit vita, at teirra lutur í menningini av vælferðarsamfelagnum liggur ikki eftir.

Men tað eru eisini tey, sum hava at fakfeløgunum, og enntá tey, sum hata fakfeløgini sum sjálvan hin versta.
Tað verður eitt nú sagt, at fakfeløgini eru við til at skerja effektivitetin, sum verður tryggjaður við einum fríum marknaðarbúskapi. Ella at einstaklingagerðin ger fakfeløg óneyðug. Summi fýlast á, at sáttmálarnir hjá fakfeløgunum í roynd og veru eru úrvalssáttmálar, og at limaskapur í fakfeløgum tískil er tvungin. Nøkur halda, at flestu arbeiðsfólk eru ikki verd lønina, tey fáa, meðan onnur forhánisliga leggja eftir fakfelagsbossunum, sum mest av øllum ræðast at skula noyðast at fara aftur í sítt gamla arbeiði. Flest øll vita, at hetta eru pástandir, sum antin eru óviðkomandi ella als ikki halda.

Uppgávurnar hjá fakfeløgunum røkka víðari enn bara til samráðingar um prís á arbeiðsmegi. Tá tað verður sagt, at tað hevur týdning at verja sáttmálavunnin rættindi, so er tað eitt stríð, sum fevnir um alt líka frá tí einstaka liminum, sum er fyri órætti, og til limarættindi sum heild. Hetta eru tey formligu viðurskiftini.
Hinvegin, tá spurningurin snýr seg um lívskorini hjá okkum øllum, her eisini íroknað menningina av okkara yrki, tænastum og arbeiðsplássum, kanska serliga teimum almennu, tá koma vit inn á tað meiri óformliga ella politiska.
Ein afturvendandi spurningur er, hvar gongur markið millum fakfelagsvirksemi og politikk? Fakfelagslimir fáa sum øll onnur politiska ávirkan við síni atkvøðu til løgtings- og kommunuval, so hví skulu teir at kalla hava eina eyka atkvøðu við teirri ávirkan á politiskar avgerðir, sum fakfeløgini halda seg hava rætt til at hava?

Vit kenna hetta aftur allastaðnis frá, at politikarar helst vilja ráða sjálvir. Hvør skal siga, fakfeløg og onnur óviðkomandi eiga at hava so lítla ávirkan sum tilber. Hetta er vandamikil hugsan, og úrslitið kenna vit.

Tí er tað als ongin ivi um, at fakfeløg sum týðandi samfelagsstovnur eiga at hava politiska ávirkan, sum sjálvandi ikki nýtist at verða partapolitisk. Mátin, fakfeløgini fáa ávirkan, er í stóran mun treytaður av siðvenju og teirri aktuellu politisku støðuni. Nú fíggjarkreppa er, ger almenni arbeiðsgevarin seg út til stríð við argumentum frá serfrøðingum og brúkar sjálvandi sín autoritet. Hjá honum ræður tað um at fáa fakfeløgini at líkjast teimum, sum bara krevja, men ikki skilja álvaran í samfelagsstøðuni.

At fara at skipa sín egna flokk, sum tankar hava verið um, ein fakfelagsflokk, er neyvan rætti hátturin at svara slíkum aftur, men er heldur eitt tekin um ólag í politisku skipanini, ja um eina politiska skipan, sum antin er óbúgvin ella hástór. At fáa hetta aftur á beint kann onkuntíð verða ein neyðug bráðfeingis uppgáva.

Við ella uttan flokk, so eiga fakfeløgini at hava politiska ávirkan, men tað er tó av alstórum týdningi, at fakfeløgini duga at skyna á, at tá tey fáast við politikk, so er tað sum trýstbólkur og ikki sum partnari. At gerast partur av politisku umsitingini eigur ongantíð at verða eitt mál. Vit hava sæð dømi um korporatismu í Føroyum, ofta undir heitinum, at vinnan eigur at verða hoyrd. Men hetta hevur í mongum føri bara verið brúkt sum skálkaskjól fyri at sleppa undan at taka neyðugar politiskar avgerðir fyri á tann hátt at kunna tæna ávísum seráhugamálum, og tað hevur sum kunnugt kostað samfelagnum dýrt.

Politisk ávirkan hjá fakfeløgunum eigur at byggja á vitan og førleikar, samstarv og virkisvilja, greið mál og mørk, ábyrgd og ikki minst professionalismu. Tað er treytin fyri, at fakfeløgini fara at taka bóltin aftur frá mótstøðuliðinum, og at tey kanska enntá fara at skora mál. Og tá kunnu vit eisini tosa um eina fakfelagsrørslu.

Klumma í Starvsblaðnum nr. 4, desember 2010.