Archive for the ‘dialogur’ Tag

Skrál

Tað er í grundini løgið við hesum nógvu pástandunum, sum nú eru at hoyra, at Trump skal vera eitt serligt slag av politikara, tí at hann sigur ósatt. Hvør skal siga, at aðrir politikarar siga sannleikan.
Tað er sjálvandi nakað tvætl.

Allir politikarar bera fram hálvar sannleikar.
Vit verða alla tíðina undirdíkt í upplýsingum, sum skulu stuðla einum ella øðrum hjartamáli ella onkrum politikara ella onkrari politiskari kós.
Tað stendur t.d. okkara politikarum púra frítt at skriva lesarabrøv ella tíðindaskriv, har hesir t.d. kunnu afturvísa (kritiskar/faktuellar) pástandir hjá øðrum og siga, tað passar ikki, sum hesi føra fram. (Og okkum er tað heldur ikki bannað, ikki her í hvussu er).
Og vit slúka mangan hetta, ið ført verður fram, rátt, autoritetstrúgv sum vit eru, ella tí at tað passar í okkara kram, ella tí at vit ikki makta ella tíma at gera nakað við tað.
Politikarar generalisera ofta ein sannleika, sum er sannur í einum avmarkaðum høpi, og gera harvið ein faktuellan sannleika til ein hálvan sannleika. Dømini eru ótallig. Og er tað ikki júst tí vit eiga at hava eina kritiska (ofta undirfíggjaða) pressu, sum skal kunna avdúka lygnir og hálvar sannleikar, í hvussu er hjá teimum, sum ráða, og peika á gloymdar samanhangir o.s.fr. Og tað ger mun. Eisini tað arbeiði, sum óheftir vitanarstovnar og gransking kunnu ella áttu at kunna miðla og fáa fram.

dialog

Karel Nepras, Stóra samrøðan, 1966.

Sannleikar um fólk valdast støðuni, fólk eru í. Verður alt tikið við? Er hatta øll søgan? kunnu vit spyrja.

Tá onkur t.d. sigur, at fólkapensjónistar hava fingið meira at liva fyri, hava teir so allir fingið tað? Ella eru fólkapensjónistar bara liðir í einum roknistykki. Og eru tað so bara teir, sum hava fingið meira at liva fyri? Ein pensjónistur, sum fær eina kr. meira í februar enn í januar hevur faktuelt fingið meira at liva fyri. Og var tað málið, ja, so hava vit rakt málið. Punktum.
Men veruleikin er oftast meira fløktur enn so, og beistið fjalir seg sum kunnugt í smálutunum.
Og hvør tímir í holt við beistið?
Eitt ótal av politiskum átøkum verða framd grundað á ella undirbygd við ódokumenteraðari vitan og á pástandir, sum í besta føri eru eftirfarandi, men ofta bara eru hent (skeiv) uppáhald.
Vit eru so von við hetta, at vit geva okkum ikki far um tað.
Vit góðtaka fákunnu og liva væl við tí, nøkur í hvussu er, serliga tey, sum kunnu fylla lummarnar og flenna allan vegin yvir í bankan at seta inn.
Kalli Katt stakkalin má so bíða, til hann kemur í himmalin.

Okkara skil røkkur bara til eitt vist, vit liva og virka ikki við absoluttum sannleikum, men við nøktandi ella tí, sum er fyri hond, sum frøðingurin Herbert Simon hevur skrivað um.

Munurin á Trump og hinum er – fyri at venda aftur til Trump – at Trump sigur hálvar sannleikar ella lygnir, tí at hann er steinbýttur, og hvat brýggjar hann seg um sannleikan, hann, sum uppfatar alt sum eitt realityshow, samstundis sum hann við hesum kann undirbyggja sítt at síggja til vitleysa politiska projekt.
Hini hinvegin koma við hálvum sannleikum, hóast tey sum oftast vita betri, men gera tað eisini fyri at kunna undirbyggja síni politisku projekt ella fyri at fremja eina í teirra eygum góða sak, vinna valdsspælið, koma víðari. Ongin fer at máa støðið undan sær sjálvum. Og reformar skulu til, er tað ikki so?

Nei, øll eru nú ikki líka ring, men ongin er tó fullkomin, og tað er gott at hava í huga.
Tann vinnur, sum fær rætt. So mugu vit vóna, at hon eisini hevur rætt.
Valdsleysa samrøðan hjá Habermas er góð, men mest sum ideal og fyrimyndarlig áminning, tí málið má altíð vera dialogur, onkuntíð við nevanum á lofti, men ongantíð í gronina.
Sjálvt ikki Bergur Debes Joensen hevur rætt, um vit kanna skriftina ordiliga, vil eg pástanda. Og nú kjakast vit um, um prestur hevði rætt at siga tað, sum hann segði, ella um hann átti at sagt tað. Kanska skuldi hann tagt við hasum, men skal hann tiga, so skulu nógv tiga. Stóri átrúnaðarligi spurningurin er jú eisini, um synd er til.

Gott kortini, at vit ikki altíð fáa tað eftir vild.

Europa teskar

europa

Vit liva í eini tíð, tá vit eru noydd at taka støðu í málum, sum eru grundleggjandi fyri okkara framtíð, samstundis sum vit ikki vita, um vit eru keypt ella seld. Tora vit t.d. at finnast at muslimum, tá teir fremja illgerðir? Gerast vit ikki tá rasistisk og dyrka ein mentanarfíggindaligan hugburð? Og tora vit at finnast at Ísrael? Gloyma vit ikki tá, hvat jødunum var fyri ikki minst í 1940’unum, og gera vit okkum ikki tá inn á Guds útvalda fólk. Soleiðis sveiggja tankarnir fyrst annan vegin og síðan hinvegin, og stríðið, sum var orsøk til vinglið, kann halda fram ótarnað.
Vit standa, sum høvdu vit bitið í lort.

Í okkara heimsparti stendur tann sonevnda eurosentrisman fyri skotum. Eurosentrisma er í stuttum at halda, at bara vit her í Europa eru nakað, vit skara framúr, Europa er tann framkomni heimsparturin og øll onnur eru tilafturskomin, undarlig, perifer, hava lítið og onki at bjóða av veruligum týdningi.
Hesin hugsunarháttur hevur í seinnu helvt av 20. øld fingið eitt skot fyri bógvin. Tað er ikki politiskt eftirfarandi longur at taka ein heimspart fram um ein annan, tí allir heimspartar hava sínar dygdir, hóast teir eru ymiskir. Henda sannroynd gav europearum ein sovornan hvøkk, at teir ikki longur tordu at føra tað fram, sum veruliga var vert at halda fast við, m.a. tað sum eru sprottið úr upplýsingastevnuni.
Nei, frælsið kann ikki stigbendast longur. Øll eru fræls á sín hátt, sjálvt tey, sum opinlýst eru ófræls.
Vit kunnu finnast at, at fólk verða fongslað fyri politiska sannføring, og biðja tey londini, sum brúka slíkan framferðarhátt, um at skamma seg, men at fara at finnast at sjálvari skipanini í slíkum londum er ikki bara frekt, men beinleiðis nasvíst. Hyggið tit bara eftir tykkum sjálvum, er tá ofta svarið. Og vit bakka og skammast full av skuldarkenslum.

Her er tað sjálvrættvísið, sum stingur sítt høvur fram.

Sjálvrættvísi er ein háttur at skilja heimin, sum ger, at eg haldi meg í hvussu er á summum økjum at hava meira rætt enn onnur. Og hesin avlopsrættur gevur mær rætt til at finnast at fólkum, sum ikki meina tað sama sum eg, ja gera tey óttafull, flenna at teimum, gera teimum ónáðir ella tað, ið verri er. Og sjálvrættvísi er næstan vorðin til aðalhugsunarhátt í okkara tíð. Vit eru ikki í dialogi longur, nei, vit proklamera ella senda út rættleiðingar, og her í Føroyum flenna vit eftir Sea Shepherd ella eitt nú býttu fiskifrøðingunum.

Sjálvrættvísi ger tað ómetaliga trupult og tungt at skulu viðurkenna egnar feilir ella mistøk.

Ein stuttligt søga var einaferð herfyri, tá elektroniska gjaldsskipanin hjá bankunum (PBS) gekk fyri. Føroyingar á ferð í útlondum máttu bróta shoppingina av, tí gjaldskortini virkaðu ikki, og tað varð ført fram, at orsøkin til steðgin lá í Føroyum. Fólk vóru á gosi og skelkað, ikki so nógv av, at tey vórðu noydd at steðga á við keypinum, men at feilurin skuldi vera hendir í Føroyum. Tí feilir henda jú ikki í Føroyum! Vanliga vildi ein søga sum henda, kom hon fyri í t.d. Danmark, als ikki verið løgd til merkis. Tí hvønn týdning hevði tað, um feilurin nú lá í Viborg ella Aabenraa? Tað avgerandi var, at skipanin fekst at virka aftur, og at átøk vórðu gjørd, so feilurin helst ikki skuldi henda aftur. Men so hendi tað, Gud havi lov, nakrar dagar seinni, at PBS noyddist at viðganga, at umrøddi feilur kortini ikki lá í Føroyum, men hjá onkrum handli onkustaðnis í Danmark. Tá lættið.

Nú skal tað ikki skiljast so, at sjálvrættvísi er eitt føroyskt fyribrigdi, hóast henda sóttin hevur gott tak á okkum føroyingum. Nei, sjálvrættvísi er ein strategi fyri at yvirliva, í øðrum førum fyri at sleppa at fremja harðsskap, terror o.s.fr. Tað verður truplari at síggja nakað sosialt ella tjóðskaparligt valdsligt liggja til grund fyri tí, sum sjálvsrættvísið letur upp fyri.
Stórveldi berjast til fánýtis móti tí stálsetta og eirindaleysa sjálvrættvísinum, men verða gjørd til láturs og eyðmýkt, um tað so í bardaga við illa útgjørdar knæbóndur. EU má leggja kongin í stríðnum við pinkalítlu Føroyar, sum sigur seg hava allan rættin við sína lið. Stóru landsliðini úti í heimi skulu ikki koma her og billa sær inn, at tey skulu vinna á okkum. Vit hava rætt at vinna av og á og fara at gera tað, tí tað er júst henda kensla, sum drívur verkið.

Sjálvrættvísi er í sjálvum sær ikki nakað skeivt ella ómoralskt. Tað kann vera ein neyðug drívmegi, t.d. okkara tjóðskaparstríð. Men tað kann eisini hava avleiðingar við sær, sum ikki áttu at verið góðtiknar. T.d. imperialismu ella kolonialismu, kríggj og kúging. Men tá kunnu vit kanska aftaná biðja um umbering.

Fleiri halda, at Europa er á eini skeivari kós og er um at missa takið á heiminum, ja, missa seg sjálvan burtur. Europa er av álvara vorðið kvøldlandið. Tað kann væl vera.
Ein grund kann eitt nú vera, at øll spæla ikki eftir ásettum reglum, men loypa á har, tey síggja ein veikleika.
Onkuntíð kundi man kortini ynskt sær eitt sindur meira av eurosentrismu, at man tordi at standa við tað besta, sum kanska serliga Europa hevur fostrað, t.d. fólkaræði, talu- og skrivifrælsi, at átrúnaður skal vera ein privatsak o.s.fr. Hetta er tann góði arvurin hjá Europa. Men Europa hevur eisini ein tungan arv at dragast við. Hjá Europa kann øll 20. øld skírast sum ein svørt øld við ræðuleikum, sum tað er ilt at ímynda sær. Ei undur í at Europa ofta teskar heldur enn at rópa. Viðhvørt hevur tú kortini varhugan av, at lítlu Norðurlondini tora betur at tala at enn onnur størri lond, hví tað so man vera.

Nei, lætt er tað ikki, men tað hevði verið ynskiligt, at tað varð loyvt okkum øllum at taka sjálvstøðuga støðu, uttan at skuldarkenslan skal gera teg málleysan ella til ein vingluskølt.

Í gjónni millum sjálvrættvísið og skuldarkensluna eru útlitini fyri dialogi smá.