Archive for the ‘boykott’ Tag

Vit, tey óvaskaðu

feminEg las bloggin Verjurøða listabartrogsins hjá Kinnu Poulsen, sum varð almannakunngjørdur í dag, við undran. Kinna heldur tað vera neyðugt at koma Tóroddi Poulsen til hjálpar, tí hann hevur verið fyri so nógvum ágangi í seinastuni.

Millum teirra, sum skulu hava gingið Tóroddi ov nær, er eisini systir mín Marna, sum skrivaði eitt (politiskt ókorrekt) bloggbrot um handanina av mentanarvirðislønunum herfyri.   Hon undraðist á, at tey, sum opið hava mótmælt almenna mentanarpolitikkinum, fegin taka ímóti heiðurslønum frá sama almenna.

Kinna skrivar eitt sindur fløkt og ógreitt um politiska korrektheit og ókorrektheit, men fyri mær sær út til, at tað er ikki líkamikið, hvør kann loyva sær at vera politiskt ókorrektur. Marna, systir mín, kann tað so ikki, skilji eg. Og hon hevur av sonnum fingið aftursvar.   Lat meg undirstrika, at Marna ger í sínum bloggi ikki, sum Kinna sigur, gjøldur burtur úr føroysku listafólkunum og serliga ikki Tóroddi Poulsen, tí  hann dittar sær at taka í móti mentanarvirðislønini. Marna gjørdi bara vart við nøkur sera viðkomandi viðurskifti í hesum sambandi.
Støðan var júst tann sama, um tað so var onkur annar, sum tók ímóti virðislønini enn Tóroddur, sum annars ikki smæðist fyri at finnast at og gera gjøldur.   Marna eins og vit onnur hevur sín fulla rætt at vera hørm um støðuna, eisini mentanarligu støðuna í Føroyum, sum setir lágmet. Marna og vit onnur halda tað vera fínt, at listafólk mótmæla, men hví ikki taka stigið fult út?

Kinna skrivar, at “tá so listafólkavirðislønir vóru latnar listafólkum frá tí almenna, úrslitaði hetta í eini andsøgn, tá handanin jú samstundis er eitt “alment tiltak”, men hetta almenna tiltakið var at geva listafólkum heiðurslønir, tvs. at listafólkini vóru har fyri at verða heiðraði, og ikki at undirhalda fyri tað almenna.” Eg veit ikki, hvat eg skal halda um hetta, men meg minnir hetta mest um eina burturforkláring.   Kinna skrivar eisini, at hon “gjørdist satt at siga rættiliga hørm av blogginum hjá Marnu Jacobsen vegna øll listafólkini, sum hava skrivað seg á boykottlistan, at Marna Jacobsen heilt órímiliga krevur av teimum, at tey skulu gera sum Sartre á sinni og siga nei takk til virðislønir.” Hví er hetta eitt órímiligsartret krav? Tey siga í hvussu er nei takk til aðrar lønir, og er hetta ikki eitt mál, sum tann einstaki sjálvur í síðsta enda má taka støðu til?

Kinna endurgevur ymist úr blogginum hjá Marnu, men ikki eitt orð úr aftursvarunum hjá Tóroddi. Hví man tað vera?   Síðan skrivar hon, at “eg havi allarstørstu virðing fyri feminismuni og fyri teimum siðbrótandi djørvu kvinnum, sum brutu okkum slóð, men okkurt er burtur úr vón og viti galið, um Tóroddur Poulsen skal berast saman við ein religiónsforstýraðan og kvinnuóttandi homofob sum Sjúrð Højgaard, soleiðis sum eg síggi tað verða gjørt á facebook í løtuni. Tað er ov langt úti og tænir ongum.”

Eg fari at spyrja Kinnu, um hon hevur lisið tað, sum Tóroddur hevur skrivað um systir mína? Og um henda skriving tænir nøkrum, og um so er hvørjum?

Heldur hon, at hetta er skrivingarlag, sum vit nú eiga at fara at brúka um hvønn annan?

At kalla hetta hjá Tóroddi, sum tíbetur ikki øll hava lisið, so deiliga politiskt ókorrekta skriving, er eftir mínum tykki at hálova happing, og eg droymi ikki um at halda, at Kinna tekur undir við slíkum. Grov happing, tað er tað, sum henda skrivingin hjá Tóroddi er, og her hjálpir onki uttanumtos.   ‘

Feministar, á ja, er tað ikki okkurt snerput, sovorðnar sexforskrektar strammar madammur?
Nei, feminisma er aðrastaðnis ein viðurkend vísindagrein og vird politisk rørsla, sum m.a. kann vera við til at fáa enda á mismuni og kúgan.
Eg havi í hvussu er varnast, at Tóroddur hevur ilt av hesum “feministisku snurpufisunum”, sum hann kallar tær, men serliga ilt hevur hann av, at systir mín hevur skrivað ein avgjørt viðkomandi (harvið havi eg ikki sagt góðan) blogg; so ilt, at hann heldur, at happingin má fáa eitt ekstra skump. Og tá er systir mín sambært Tóroddi Poulsen ikki bara ein “snurpufisa”, men ein “óvaskað snurpufisa”.

Ikki hissini heiður at fáa frá einum, sum fyri kortum fekk Mentanarvirðisløn Landsins 2012.