Archive for the ‘bókasøvn’ Tag

Ummæli eru ikki tað, tey vóru

Landsbókasavnið hevur sum kunnugt til uppgávu at savna, skráseta og varðveita allar føroyskar bókmentir. Hartil kemur eisini, at savnið skal gera sítt til at savna ymist tilfar, sum kann lýsa føroyska bókmentasøgu, mentan og siðsøgu. Hetta bendir á, at bókmentir og útgáva av bókmentum í breiðastu merking eru virkisøkið hjá Landsbókasavninum.
Eitt tekstaslag, umframt bókmentirnar sjálvar, sum bókasøvnini leggja stóran dent á at savna og skráseta, eru ummæli. Ummæli eru – ella vóru, kunnu vit heldur siga – metingar, sum tey, ið høvdu skil fyri bókmentum, og sum dugdu at seta seg í lesarans stað, skrivaðu. Ummælini vóru vanliga um bøkur, sum júst vóru útkomnar. Tey vóru sum oftast eitt slag av brúkarakunning, tvs. ein vegleiðing hjá teimum, sum ætlaðu at keypa og/ella lesa eina bók. Men eisini ein afturmelding til rithøvundin ella forlagið og ein háttur at gera garð um tað, sum vóru góðar bókmentir, og at halda tað uttanfyri, sum ikki stóð mát.
Ummæli stóðu vanliga at lesa í dagbløðunum, onkuntíð í tíðarritum, mentanar- ella bókmentatíðarritum. Hesi ummæli verða skrivað enn. Ja, seriøsu dagbløðini hava ofta heilar sektiónir við ummælum.

Men nú er kortini hend ein broyting, og ummæli eru ikki longur tað, tey plagdu at vera.

Møguleikarnir við nýggju miðlunum, sum loyva øllum at vera útgevarar, hava havt við sær, at nú verða ummælini ikki altíð skrivað av bókmentakønum, men líka so ofta av vanliga lesaranum. Á heimasíðum hjá bókasølunum kann lesarin greiða sínum javnlíkum frá, hvat hann ella hon heldur um bøkurnar, um tær eru góðar ella vánaligar, um lesarin er fegin ella iðrar seg um keypið. Og hóast greiningin ella grundgevingin fyri dóminum mangan er munandi styttri enn í gomlu ummælunum, meira subjektiv, vil onkur kanska siga, so vísa kanningar, at lesarar ofra líta meira á tað, sum aðrir lesarar siga, enn tað, sum serfrøðingarnir siga. Tær fata vanliga lesaran, sum ‘ein av okkara’, og tá so er, fara vit ikki út í krókarnar at kanna nærri.
Og tað ber eisini til at gera bókmentaliga dómin púrasta leysan av vanligum uttanumtosi, men lata so og so nógvar ella fáar stjørnur siga, hvussu góð ella vánalig bókin er. Hvat stjørnurnar í sjálvum sær merkja kann vera ilt at meta um. Men 5 stjørnur eru nú einaferð betri enn 4 stjørnur, serliga um 6 stjørnur eru tað mesta tú kanst fáa. Tað ber eisini til at rokna miðaltalið av fleiri metingum, og tað má so gera metingina enn meira álítandi. Eg havi lagt til merkis, at tey eisini eru farin at geva stjørnur í sendingini In Mente. Her eru umrøðurnar tó eftir mínum tykki ofta ov drúgvar, tí senditíðin skal fyllast út, og tað verður mest til leyst prát um ymsar tættir av bókini ella listaverkinum, sum verður umrøtt; hvat ein heldur um hetta ella hitt, og hvat hin heldur, og um fólk eru samd ella ósamd. Men ein mentanarsending er nú betri enn ongin.

Men aðrar broytingar eru eisini, nú vit tosa um ummæli. Fyri tað fyrsta, so kanst tú nú lesa bókaummæli í vikubløðunum. Hetta er bara tekin um, at markið millum tann framkomna lesaran og lesaran av lættisoppatekstum kámast. Og kanska er tað bara gott. Eitt annað er, at ummæli nú ikki bara eru prentað í bløðunum ella í bókmentatíðarritum. Nei, nú eru fólk farin at skriva ummæli í eitt nú bloggum, á heimasíðum hjá teimum sjálvum ella hjá stovnum, har tey arbeiða. Og hetta gevur bókasøvnunum grá hár í høvdið. Tí nú er ikki longur so einfalt at finna ummælini og skráseta tey. Tey eru spjadd út um allar geilar. Og spurningurin er, um tað yvirhøvur ber til at fylgja við, hvat verður ummælt, á tann gamla mátan.
Taka vit til dømis nú seinastu bókina Brahmadellarnir hjá Jóanes Nielsen, so havi eg ikki sæð nakað vanligt blaðummæli av bókini. Niðurstøðan kundi tí verið, at bókin als ikki var ummæld. Men tað er hon.

11. oktober í ár legði Bergljót av Skarði, studentaskúlalærari, eitt ummæli av nýggju bókini hjá Jóanes út á bloggin hjá sær. Talan er um eitt drúgt og áhugavert ummæli, sum endar við: Bókin er góð.
Lesið ummælið her: Ein ektaður Jóanes

Nakað seinni hevur Turið Sigurðardóttir, professari á Setrinum, sett eitt ummæli á heimasíðuna hjá Setrinum: Tiltrongdur søguspegil.
Hon sigur í ummælinum, at talan er um eina frálíka skaldsøgu, men eina ónýtliga bók.  Hon sipar her til tekstin, sum er “illa hagreiddur á vegnum frá høvundi til lesara. Forlagsarbeiðið er so skikkað, at upplagið átti at verið brent og bókin prentað umaftur.” Hetta ljóðar undrunarvert, og tað sleppur heldur ikki at standa ósvarað.
10. november skrivar Eivind Weihe, lektari á Setrinum, aftursvar eisini á heimasíðuni hjá Setrinum við heitinum Um bókabrenning og at lesa við dogmatiskum brillum. Har verjir hann tekstin og grundgevur verjuna við, at tað sum Turið heldur vera villur í grundini er “eitt raffinerað stílbragd.”

Her er umframt ummæli eisini talan um bókmentafrøðiligt kjak, sum er áhugavert eisini hjá eftirtíðini at vita um.

Og kanska hava onnur eisini ummælt bókina hjá Jóanes Nielsen á netinum.

Hetta sigur mær, at skulu vit í komandi tíðum hava eitt yvirlit yvir føroysk bókaummæli eisini í framtíðini, so mugu vit finna nýggjar arbeiðshættir á bókasøvnunum, tí tað kann ikki vera meiningin, at vit bara skulu líta á, at Google ger arbeiðið fyri okkum. Ella er tað?

Eitt nýtt ættarlið skrivar

Eg fari vegna Landsbókasavnið og Bókadeildina, sum eisini er umboðað her í kvøld, at bjóða tær Oddvør Johansen og manninum Kanny Sambleben og annars øllum tykkum, sum eru komin her í kvøld, hjartaliga vælkomin. Hetta er eitt kvøld, sum vit halda til heiðurs fyri Oddvør, sum fylti 70 fyri nøkrum døgum síðan. Oddvør er sum kunnugt ein av okkara virknastu rithøvundum hesi seinastu árini, og hon hevur eisini gjørt vart við seg sum viðmerkjari í almenna kjakinum og í bløðunum.
Fyri bara nøkrum fáum vikum síðan heiðraðu vit ein annan av okkara rithøvundum, Gunnar Hoydal, á hansara 70 ára degi her á Landsbókasavninum. So nú kanska onkur heldur, at vit hava gjørt tað til ein politikk her í húsinum at halda 70 ára føðingardagin hjá føroyskum rithøvundum. Nei, kanska ikki tað, men hinvegin hví ikki?
Rithøvundar eru áhugaverd fólk, sum lata av sínum gávum, so hví ikki vísa teimum uppibornan heiður?

Oddvør, sum er úr Havn, hoyrir til eitt nýtt ættarlið av føroyskum rithøvundum, sum fóru at skriva ella í hvussu er at geva út skaldskap í 1980’unum og 1990’unum. Gunnar Hoydal, sum vit longu hava nevnt, er ein í hesum ættarliði, sum eisini telur eitt nú Hanus Kamban, Ebbu Hentze, Bergtóru Hanusardóttir, Heina Hestoy og Marionnu Debes Dahl.
Eg sigi eitt nýtt ættarlið, men eg haldi ikki, at eg fari skeivur, um eg eisini sigi eitt nýtt slag av skaldskapi – í Føroyum í øllum førum. Ikki soleiðis at skilja, at onki av tí, sum tá verður skrivað, ikki hevur verið skrivað áður, tí tað hevur tað. Tað nýggja er heldur eitt nýtt evni í skaldskapinum. Og hetta kemur kanska eina týðuligast til sjóndar í júst skaldskapinum hjá Oddvør Johansen.
Tað er hetta rákið í skaldskapinum, tá ið tað persónliga ella privata verður alment, fær týdning og harvið eisini almennan áhuga. Tað verið seg við ella uttan at verða idealiserað.
Vit meina her við eitt slag av realismu, sum eisini hevur verið rópt gerandisrealisma. Her var talan um eitt bókmentaligt rák í føgru bókmentunum, sum tók seg upp aftur í okkara grannalondum, serliga í 1970’árunum, men sum eisini kom greitt til sjóndar í barna- og ungdómsbókmentunum, sum høvdu sína gulløld um nøkunlunda somu tíð.
Hetta vóru frásagnir um tað vanliga einfalda lívið, um kensluligar upplivingar og trupulleikar, sum komu fyri hjá teimum flestu, men sum nógv hildu hava lítið upp á seg ella vera triviellar.
Í hvussu er ikki nakað, sum var vert at skriva um.
Nógv av hesum hevði til tá livað eina forfjónaða tilveru í lættisoppabókmentunum, men kundi nú knappliga latast í ein listarligan búna. Tað var hugtakandi at lesa um royndirnar hjá púra vanligum fólkum. Tey vóru ikki bara tigandi offur fyri brúksmentan og skiftandi samfelagsligu rákunum, men høvdu eitt lív og royndir, sum vóru verd at geva gætur. Vit hitta nýggjar samfelagsbólkar í bókmentunum: kvinnur, børn, ungdómar ella vanlig arbeiðsfólk. Tað er eisini um hetta mundið, at lív kemur í aftur eitt bókmentaslag, sum verður rópt kvinnuligar bókmentir. Bøkur skrivaðar av kvinnum og um kvinnur og sum lýsa teirra lív og hugsan. Og hetta hugtak hevur verið brúkt um í hvussu er onkrar av bókunum hjá Oddvør Johansen.
Royndirnar hjá vanligum fólkum kundu eisini setast upp ímóti øðrum rákum í tíðini, eitt nú hina kynisku yuppietilveruna hjá teirri meira vælbjargaðu miðalstættini, ella vinnuliga stórlætisørskapinum hjá vinnulívsfólkum og politikarum, sum hugsaðu stórt.
Í teimum nýggju bókmentunum, sum kanska ikki vóru so háfloygdar, verður dentur lagdur á virðing fyri tínum nærmastu, gott vinalag, hugflog, vanligt vit og skil, list, kærleika og erotikk.
Øll vóru ikki líka fegin um henda nýggja meira gerandisliga skaldskapin, sum tey hildu ikki livdi upp til eina rætta bókmentaliga hevd um úrmælingabókmentir, men tað løgdu lesararnir so onki í. Teimum dámdi væl hesar bøkurnar ella søgurnar, tí tær søgdu teimum nakað.

Oddvør Johansen hevur lagt ikki so lítið aftrat føroyska bókmentaliga arvinum. Hon hevur skrivað fleiri skaldsøgur, stuttsøgur, barnabøkur og givið út greinasøvn. Talan er um eitt fjølbroytt bókmentaligt avrik, og tað er stuttligt at fara í okkara skrásetingar her á Landsbókasavninum og staðfesta, at Oddvør’sa navn er knýtt at einum hópi av bókmentaligum tilfari, bæði tí, sum hon sjálv hevur skrivað, og tí, sum onnur hava skrivað um hana ella um tað, sum hon hevur skrivað. Vit hava eisini nøkur handrit hjá Oddvør á goymslu her í savninum. Alt hetta er tilfar, sum vit kunnu lesa, tá ið vit stytta okkum stundir og vilja hava eina ella fleiri upplivingar, men hetta er eisini tilfar, sum vit kunnu granska ella brúka, tá ið vit vilja kunna okkum um, hvat varð skrivað í Føroyum eitt ávíst tíðarskeið, og hvussu tey skrivaðu tá.
Talan er um bókmentir og bókmentasøgu í einum.
Eg nevndi, at Oddvør eisini hevði gjørt vart við seg í kjaki. Her tekur hon støðu fyri mongum av tí, sum hevur týdning í hennara fagra skaldskapi. Hon tekur partí fyri tí veikara partinum, teimum, sum mugu tola nosini, tá ið alt fer fyri mutur, men hon hevur eisini ans fyri eitt nú sermerktum lokalum støðum, náttúruperlum, søguligum ella byggilistarligum dýrgripum, sum tey, sum hava so øgiligan skund, ofta ikki geva sær far um, tí slíkt forðar framburði, vøkstri og tí nýggja, sum er uppi í tíðini. Tey tíma ikki at fáast við grenj, siga tey.
Og so hevur Oddvør eisini einastaðnis lýst, hvussu tað í síni tíð, var at koma í hóslag við smakkdómarar, sum vóru so upptiknir av tí, teir hildu vera rætt, og sum vóru so múlatrútnir, at teir gloymdu at uppliva, fylgja við tíðini ella hava tað stuttligt.
Men Oddvør hevur tíbetur staðið við sítt og skrivað tað, sum hon hevði hug at skriva. Og takk skal hon hava fyri tað.

Og eg haldi eisini, at vit kunnu staðfesta, at Oddvør Johansen longu hevur fingið viðurkenning fyri sítt bókmentaliga avrik. Í 1983 og 2002 fekk hon Mentanarvirðisløn M. A. Jacobsens fyri ávikavist skadsøgurnar Lívsins summar og Tá ið eg havi málað summarhúsið. Í 1988 fekk hon Barnabókavirðisløn Tórshavnar býráðs fyri bókina Skip í Eygsjón. Í 2001 var hon í uppskoti til at fáa bókmentavirðislønina hjá Norðurlandaráðnum fyri skaldsøguna Í morgin er aftur ein dagur, og henda skaldsøgan var eisini vald út at umboða føroyskar bókmentir á bókastevnuni í Frankfurt í oktober í ár.

Nú vit savnast her í kvøld at heiðra rithøvundin Oddvør Johansen á hennara 70 ára degi, so gera vit tað fegin, bæði hennara vegna, men eisini tí at tað gevur okkum eitt høvi at gera vart við Landsbókasavnið og bókasøvnini. Eins og rithøvundar hava brúk fyri viðkenning og at vit vísa teimum ans, so hava vit, bókasøvnini, nú meira enn áður brúk fyri at gera okkum sjónlig. Tí, sum tað man vera teimum flestu greitt, bókasøvn eru at kalla útihýst í almenna politiska orðaskiftinum, og tað halda vit er spell. Góð bókasøvn eru ein týðandi vælferðartænasta.
Og vit kundu sjálvandi ynskt okkum, at Oddvør eisini hevði skrivað okkurt um hetta, og hvør veit, kanska hevur hon gjørt tað, men júst ta søguna noyðast vit helst sjálvi at skriva.

Eg fari her at enda at nýta høvi til at ynskja tær Oddvør hjartaliga tillukku við runda føðingardegnum.

Røða hildin á Landsbókasavninum 2. november 2011, tá skipað varð fyri haldi í sambandi við, at Oddvør fylti 70 ár.

E-bøkur, bara ikki í Føroyum

E-bøkur eru vanligar bøkur, sum – umframt í pappírsútgávu – koma í elektroniskari ella talgildari útgávu. Tú fært tá valmøguleikan at lesa eina vanliga bók, ella at lesa bókina á telduni ella á teldubókalesara. Tað hevur tikið eitt sindur ev tíð at venja fólk at lesa e-bøkur, og forløgini hava eisini verið bangin fyri, at e-bókin ov lættliga kann gerast tøk ókeypis á netinum at taka niður.

Nú er tó broyting komin í. Bøkur í túsundatali eru nú tøkar sum e-bøkur, bæði fagrar bókmentir og yrkisbøkur (ofta sum pdf ella í øðrum formati).

Nýggju e-bókalesararnir eru snøggir og einfaldir at brúka. Teir fyrstu komu í seinnu helvt av 1990’árunum. Sony Reader kom í 2006 og nýggja snøgga og fjøltáttaða útgávan PRS-505 er nú at fáa. Amazon bjóðaði fram sín Kindle í 2007, men fyribils bara fyri tey, sum búgva í USA ella hava amerikanskt kredittkort.

Á heimasíðuni hjá Sony verður m.a. hetta sagt um e-bókalesaran:

A Reader is easy to use just like an MP3 player. Download books and quickly transfer them from your PC or Mac to your Reader using a hi-speed USB connection. You can get eBooks from the websites of leading bookstores or legally download free eBooks from selected websites. You can even borrow books online from local public libraries.

Jú lætt er at koma til e-bøkur og fáa tær (bæði til keyps og ókeypis), hóast tú kanst fílast á prísin viðhvørt.

Men í Føroyum, sum kanska eitt av fáu londunum í heiminum, ber ikki til at læna e-bøkur á bókasøvnunum. Tað er undrunarvert! Kanska er hetta liður í politikkinum at gera okkum til mest framkomna og besta land at liva í í 2015?
Ein máti at sleppa undan hesi forðing er at fáa sær t.d. dansk p-tal, og so fáa sær lánarakort til donsk bókasøvn. Men var tað ikki meiningin, at vit skuldu vera føroyingar – serstøk tjóð?

Føroyskar e-bøkur eru mær kunnugt heldur ikki at fáa enn, hóast nakrar føroyskar bøkur og tíðarrit eru talgild. Eg veit at Føroya Skúlabókagrunnur hevur arbeitt við at gera frálærutilfar teldutøkt og haldi, at teir brúka Google Book Search.