Archive for the ‘Bob Dylan’ Tag

Dylan, gudleyst sendiboð ella trúfastur boðberi?

Dylan og Joan Baez ífyrst 1960'árunum

Dylan og Joan Baez fyrst í 1960’árunum

Bob Dylan, sum í dag er 75 ár, man hava upplivað mangt á lívsleiðini. Og vit hava upplivað ikki minni saman við honum.

Eg minnist sum blaðungur, eg hoyrdi hann syngja um at vera til reiðar, tí at nú vóru rættiligar rembingartíðir. Í sanginum The Times They Are a-Changin’ (1964) ávarðar Dylan tey konservativu, tey, sum vilja verja tað gamla, at tey skjótt gerast á kroppi, tí tað nýggja kemur sum ein flóðalda, og hann leggur aftrat, at “you better start swimmin’ or you’ll sink like a stone”. Tá var eg ovurfegin, tí eg helt ikki meg vera konservativan; eg var komin í rætta fylgið, so mær nýttist ikki at svimja. Fast takið hinum, hugsaði eg.
Og so opinberingin í A Hard Rain’s A-Gonna Fall (1963), har Dylan veit um ein “blue-eyed son” ella “darling young one” (man hetta vera mammusa drongur ella næmingurin, ið lærarin spyr?), sum m.a. sigur seg hava sæð ein nýføðing kringsettan av úlvum, og ein oyggjarveg settan við diamantum, men har ongin sæst ganga ella koyra. Og ungi alvin ætlar sær ikki at helma í, fyrr enn hann hevur sagt øllum frá týningini. Hetta vóru mótmælisárini, tá ið Dylan var fólkasangari. Hann sang eitt nú saman við Joan Baez, og fyrimyndirnar vóru teir gomlu deltabluesararnir og ongin minni enn Woody Guthrie, sum Dylan vitjaði fleiri ferðir, árini Woody lá á sjúkrahúsi.
Á hesi somu plátuni, The Freewheelin’ Bob Dylan (1963), sang hann eisini um krígsmenninar, Maters of War, sum allir søgdu, at Gud helt við teimum.

Fólkatónleikarar tá vóru flestallir í øðini um alt tað nýggja og grunna, popp og rock’n roll, og vildu varðveita tað góða og ektaða gamla. Og har var Dylan eitt nýtt gávuríkt andlit.
Men Dylan var eisini ein strembari, og vildi ikki verða settur í bás. Hann vildi, sum øll hini tá sleppa at spæla rokk, tí hvør tímir at lurta eftir einum, sum fonglast við ein kassagittara og bara knarrar. Tey vóru tí nógv, sum mundu dottið uppeftir og kendu seg snýtt, tá ið Dylan á Newport Folk Festivalinum 25. juli 1965 trein á pallin við einum rokkbólki og byrjaði at spæla Maggie’s Farm, har hann staðfestir, at hann tímir ikki at arbeiða longur á garðinum hjá Maggie:

Endin ljóðar:
Well, I try my best
To be just like I am
But everybody wants you
To be just like them
They say sing while you slave and I just get bored
I ain’t gonna work on Maggie’s farm no more.

Hetta vóru greið boð til tey siðbundnu, sum her nærum fingu elektrosjokk, meðan onnur í áhoyrarafjøldini fegnaðust. Tó ikki Pete Seeger, sum ikki toldi gangin og gjørdist ússaligur.
Tað fór enntá so vítt, at ein áhoyrari á konsert 17. mai 1966 í Manchester í Onglandi helt Dylan vera svíkjara, at hann hevði svikið fólkatónleikin og kallaði hann Judas. Hendingin er við á m.a. teimum báðum framúr ævisøguligu filmunum Dont Look Back (1967) hjá Pennebaker og No Direction Home (2005) hjá Scorsese.

Dylan við elguitara

Dylan við elgittara

So kom stóra plátulopið Highway 61 Revisited (1965) við løgum sum Like a Rolling Stone, Tombstone Blues og tí poetiska, dreymakenda fólkasanginum Desolation Row, sum fekk í hvussu er ævintýrkensluna fram í mær, men hvussu skal tað vera, tá The circus is in town. Í hesum og øðrum sangum kemur týðuliga fram, at Dylan er bókamaður og hevur lisið í hvussu er teir báðar, T.S. Eliot og Ezra Pound.
Síðan komu pláturnar hvør eftir aðra: Blonde on Blonde (1966) og John Wesley Harding (1967). Blonde on Blonde er millum tær fyrstu um ikki tann fyrsta dupultplátan í rokksøguni.
Tá var Dylan ikki longur so greiður í orðum, og tú mátti tulka og njóta.
Tað var kortini stórur fagnaður í rokkleguni, tá ið Hendrix valdi ein av sangunum á John Wesley Harding, tann djúpa og ófrættakenda All Along the Watchtower, og gjørdi hann til rokkklassikara.
Á John Wesley Harding var eisini sangurin The Wicked Messenger, sum sigst hava bíbilskar tilsipingar til Orðtøkini 13.17, har tað stendur: Gudleyst sendiboð fellur í vanlukku, men trúfastur boðberi er heilsubót. Hetta er eisini heitið á áhugaverdu bókini hjá Mike Marqusee: Wicked Messenger. Bob Dylan and the 1960s Chimes of Freedom (2005), har hann tulkar mentanarligu og politisku støðuna, tónleikurin hjá Dylan var partur av.

Dylan var um hetta mundið undir stórum trýsti, tí øll vóru eftir honum, nú hann var at rokna sum flogvit og andaligur leiðari. Kanska var tað fyri at sleppa undan strongd, at hann 29. juli í 1966 datt av mortorsúkkluni og meislaði seg so illa, at hann mátti binda frið. Nógv er óvist við hesi søguni um hetta motorsúkkluóhappið.

Tað verður ov drúgt at greiða frá øllum, sum er hent í lívinum hjá Bob Dylan. Tað er skrivað upp í heil bókasøvn um Dylan, og hann hevur sjálvur skrivað endurminningar: Chronicles. 1. bindið av 3 kom í 2004 (á donskum 2005), hini bæði eru tó ikki komin enn, og óvist er, um tey koma.

Sjálvandi vakti tað ans, at hann fór at syngja kontri á útgávuni Nashville Skyline (1969). Fínir sangir og ikki minst Girl From the North Country, sum Dylan sang saman við vinmanninum Johnny Cash.

Eg haldi ikki, at eg nakrantíð havi verið ordiligur Dylan-fjeppari. Eg troyttaðist eisini av Dylan, tí hann sjangraði dagin langan í nærum hvørjum einasta kamari á studentagørðunum í Danmark, har eg búði, tá eg skuldi eitast at lesa hægri lestur. Eg fór ikki at lurta eftir Dylan aftur fyrr enn fleiri ár seinni.

Tað er neyvan rætt at siga, at Dylan syngur yndisligar sangir, men ein sang havi eg í hvussu er altíð uppfatað sum yndisligan. Tað kom sum ein skelkur, tá ið Dylan kunngjørdi, at hann var umvendur, tí tað var nú ikki tað, tú hevði væntað. Sangurin, eg hugsi um, er I Believe In You á plátuni Slow Train Coming (1979), ein rættiliga vanligur gospel. Seinni vendi Dylan vist aftur, og kemur hetta fram, vil onkur vera við, á plátuni Infidels (1983), har hann velur tónleikin fram um tað religiøst andaliga. Eg havi ikki lurtað so nágreiniliga, at eg kann siga, um so er.

Pláturnar hjá Dylan komu fleiri tey komandi árini, uttan at eg gav teimum stórvegis gætur. Eitt undantak var kortini, og tað var Time Out of Mind (1997), ein einastandandi samanrenning av inntonktum tónleiki og tunglyntum orðum, serliga í lagnum Not Dark Yet. Her situr oldingurin og filosoferar og kemur við ikki eiti á niðurstøðum, sum eitt nú Behind every beautiful thing there’s been some kind of pain.

Og soleiðis er við tónleikinum hjá Dylan, nú hann fyllir 75, hugtakandi og viðkomandi, men ikki beinleiðis vakur.