Archive for the ‘Um miðlarnar’ Category

Nú skal tað vera

durita

Føroyar ella Visit Faroe Islands hevur av álvara gjørt vart við seg í hesum døgum við smittandi marknaðarføring, á enskum rópt Viral Marketing.

Eg haldi tað er stuttligt, tað, sum tann fryntliga og káta Durita Dahl Andreassen í reyðu topphúgvuni og stríputu ullintu troyggjuni, hevur funnið uppá. Men samstundis er tað eitt sindur pínligt ella flóvisligt – tað veldst sjálvandi um hvør tú ert – at fólk um allan heim nú fara at hugsa um seyð, tá ið tey heldur áttu at hugsa um okkum tvíbeintu.
Mær dámar onki, at Føroyar nú er staðið, har tú heilt vist kanst rokna við at hoyra mæ.

Men hetta er í øllum førum eitt væleydnað átak hjá Duritu. Eg sá stuttfilmin Sheepview360 in the Faroe Islands á YouTube beint nú, og tá høvdu umleið 200.000 sæð hann. Ætlanin við átakinum er at fáa fólk at leggja trýst á Google ella noyða tey til at koma higar at gera eitt Street View av Føroyum. Onki Street View onki stað. Higartil hava tey á Google ikki hildið tað verið ómakin vert at koma higar, men markið #wewantgooglestreetview er ikki at fara skeivur av. Hetta minnir eitt sindur um tað ferðina, tá ið ungdómurin kom saman á Vaglinum í Havn og kravdi at fáa eitt dansistað. Onnur dømi eru eisini. Kanska er okkurt í hesum, sum minnir um, tá ið The Doors í lagnum When the Music’s Over róptu We want the world and we want it… Now.

Nú fer tíðin at vísa, um Google aktar boðini, men hugskotið at lata seyð gera filmslist hevur í øllum førum vakt ans, og tað er tað sum telur í hesum tíðum, at vekja ans. Tað er við ansi sum við smittu. Tá hon fyrst hevur sett seg í høvdið hjá einum ella fleiri, er møguleiki fyri, at hon breiðir seg. Hvat ið smittar er ikki til at vita frammanundan, og tí eru tey, ella látast tey, at vera ovfarin á Visit Faroe Islands, at hetta átakið hevur fingið so stóra undirtøku. Átakið verður umrøtt dúgliga á netinum og í stóru miðlunum um allan heim; bara her um okkara leiðir í eitt nú Sky News, Frankfurter Allgemeine Zeitung, CNET og Berlingske.

Og so løgið tað ljóðar, so ætla nógvir útlendingar sær nú til Føroyar, og ferðaskrivstovur, sum fyrradagin ikki vistu, at Føroyar vóru til, skulu nú vera farnar at umhugsa at bjóða ferðir til Føroyar. Tá er tað, eg spyrji meg sjálvan, skal virkuliga so lítið til at fáa teg at velja næsta ferðamál?
Eru tað slík upplop, vit vilja hava at koma higar? Men eitt er jú at geva onkrum ans, annað er at taka undir av álvara, sum lýst í tí kenda AIDA-modellinum: Attention-Interest-Desire-Action.

Nú veit eg ikki, um hetta átakið er umhugsað út í æsir. Og hvat tað kostar. Tað hevði verið stuttligt at vita. Helst er marknaðarføringsvirðið í hesum átakinum lutfalsliga stórt, og hattin av fyri tí, tí verður onki gjørt, ja, so hendir onki. Sosialu miðlarnir lata nýggjar dyr upp, men at vera við krevur, at onkur tímir, torir og vil vera við í slíkum.
Og tað kann enntá gerast ein megasuccess, sum t.d. Justin Bieber, sum kom fram við smittandi marknaðarføring, er gott dømi um. Eg skal so ikki meta um, um hann dugir at syngja.

Eitt ivamál í hesum føri er, hvussu originalt hugskotið í grundini er. Tí av tilvild, tá eg skrivaði hesar viðmerkingarnar, kom eg fram á, at Google setti í verk eitt sonevnt Sheep View í 2015, tá altjóða seyðaár var. Kanska ikki akkurát sum hetta.
Meg minnist tó ikki, at vit hildu altjóða seyðaárið. Men lat tað nú fara, tí hjá okkum er hvørt ár seyðaár.

Advertisements

Wikipedia 15 ár í gjár

imageÍ gjár 15. januar vóru 15 ár, síðan netalfrøðin Wikipedia (https://www.wikipedia.org) varð stovnað av teimum báðum Jimmy Wales og Larry Sanger. Neyvan høvdu teir tá hóming av, hvussu stór alfrøðin fór at gerast, og hvønn týdning hon fór at hava sum kunningarmiðil.
Wikipedia er til á flest øllum málum og eisini føroyskum (https://fo.wikipedia.org/), men enska útgávan er tó tann størsta og nógv mest lisnað. Hon er millum mest brúktu heimasíður í heiminum.

Tannáringurin Wikipedia er fødd í talgildu 21. øld, 15. januar 2001, føðingardagin hjá skaldinum William Heinesen. Hugtakið byggir á netvirknið: jú fleiri, tess betri.
Wikipedia er ein pallur, sum loyvir einum og hvørjum at skriva, dagføra ella rætta greinir. Talan er sostatt um sjálvboðið arbeiði. Tú sært ikki lýsingar á Wikipediu, sum umframt sjálvbodnað arbeiðið verður fíggjað við gávum og stuðli.

Talgildingin og nýggi vitanarbúskapurin hava gjørt, at gomlu kendu alfrøðirnar ikki koma út á prenti longur. Seinasta prentaða útgávan av Encyclopedia Britannica (http://www.britannica.com) kom í 2012, og stóra danska alfrøðin ella leksikonnið, sum vit plagdu at siga, verður dagførd og er eisini frítt atkomilig á netinum (http://www.denstoredanske.dk).

Tað eru fleiri fyrimunir at lata fleiri ritstjórna eina netalfrøði. Til ber at fáa fatur á teimum, sum vita um eitt evni og tíma at greiða øðrum frá, tvs. tey, sum bæði eru klók og eldsálir.
Tað er skjótt at dagføra upplýsingar, so at alfrøðin er líka skjót við tí seinasta, sum tíðindamiðlarnir.
Hetta var ein trupulleiki hjá prentaðu útgávunum, sum fyrnast skjótt. Og royndir hava víst, at tað eru ikki fleiri feilir í Wikipediu enn í teimum gomlu viðurkendu alfrøðunum.

Frælsið at skriva, dagføra og rætta á Wikipediu er tó avmarkað nakað fyri at sleppa undan áhaldandi rættingum í greinum, sum viðgera evni, sum stríð er um, ella greinum á høgum fakligum støði, sum eru fyrimyndarliga væl skrivaðar. Tá so er, er bara loyvt skrásettum ritstjórum at rætta ella góðkenna rættingar.
Wikipedia hevur fleiri sjálvirkandi tænastur, t.d. uppseting av greinum og rættlestur. Hetta seinasta ger, at stavivillur næstan ikki koma fyri, sjálvt um hvør Hanus og Janus sleppur framat. Og hetta er undrunarvert!

At Wikipedia er elektronisk, sum allar aðrar netútgávur og heimasíður, ger, at skjótari er at leita eftir upplýsingum og greinum. Tilfarið er eisini skipað í bólkar ella undirbólkar, og har eru evnislistar, nakað sum minnir um flokkingarnar, sum verða gjørdar á bókasøvnum.
Og so eru sjálvandi krossleinki og leinki til tilfar uttanfyri Wikipediu.
Í Wikipediu er tað eitt krav, at onki verður skrivað ella pástaðið í greinunum, uttan at heimild er fyri tí, tvs. onnur heimild enn tín egna. Tilvísingar eru tí avgerandi fyri, um ein grein er góð ella ikki.
Innihaldið í Wikipedia er tøkt undir loyvisskipanini Creative Commons, tvs. at loyvt er við tilvísing at luta og brúka innihaldið, eisini vinnuliga, um ikki annað er ásett.

At júst enska Wikipedia verður so nógv brúkt, er eitt tekin um, at stødd hevur týdning; at fleiri eru, sum bjóða seg fram at skriva og ritstjórna. Hetta kann vera ein trupulleiki í smærri londum sum Føroyum, har nógv hvílir á eldsálunum, sum kunnu troyttast í longdini.

Wikipedia ella Wikimedia er ein pallur, sum eisini kann brúkast í øðrum vitanararbeiði enn til Wikipediu. Í Føroyum verður hesin pallurin tó lítið brúktur, tí tað krevur víðsjón og samstarv millum t.d. vitanarstovnar. Tíverri er ikki vanligt ella siðvenja, at føroyskir stovnar samstarva um slíkar tænastur, og tað er sjálvandi harmiligt og stórur missur.

Eg fari her at ynskja Wikipediu tillukku.

Ein tilkomin kvinna

kvinna_nr1Tað hevur vakt ans, at eitt føroyskt kvinnutíðarrit í hesum døgum fyllir 10 ár. Hvør minnist ikki, hvussu ilt vit fyrr høvdu av hesum kvinnu- ella vikubløðunum, tí hvat var vikublaðslesnaður annað enn flýggjan frá veruleikanum og troyst hjá teimum, sum onki veruligt lív høvdu. Nú á døgum verður tað hildið at vera hástórt at hugsa so ilt um síni medmenniskju.

Og hvat stóð so í vikubløðunum? Søgur um tey kendu, bindi- og bakiuppskriftir, lættisoppalesnaður, fjákutar vegleiðingar um lívsins smáu trupulleikar og meinbogar, um mannin, sum ikki dugir at varta konuna upp, um onkran sum er narraður og ætlar at taka seg av døgum, um tey, sum ikki fáa tað at rigga, um vágpirrur, sum skemma trínið, og vektina, sum bara vil ein veg. Jú, vit lósu hesi vikubløðini á donskum, og vit runnu í kioskina, so títt og knapt ferða- ella farmaskipið hevði lagt at.

Men so kom vend í, og vit fingu eitt føroyskt kvinnublað, Kvinnu, sum má sigast at vera ein miðla- og mentanarpolitisk føroysk stórhending. Serliga tí at blaðið í komandi mánaða fyllir 10 ár, og tað er í sjálvum sær undrunarvert. Og tað er ongin ivi um, at Kvinna hevur broytt hugmyndina og sjálvsmyndina hjá føroyskum kvinnum. Ja, Kvinna hevur verið við til at fingið kvinnurnar meira sjónligar í samfelagnum, og givið teimum ein pall at tosa út frá, sigur Siri Sørensen, sum nú er blaðstjóri á Kvinnu.

Nú er Kvinna ikki fyrsta ‘vikublaðið’ sum kemur út í Føroyum. Árini 1905-1908 gav Súsanna Helena Patursson út blaðið Oyggjarnar. Longu í tí blaðnum varð spurt, hví kvinnur vóru so tigandi og ikki vóru at hoyra í almenna orðaskiftinum. Í tí blaðnum vóru greinir um ta tá nútímans kvinnuna, sum helt hús, gjørdi mat, fekst við handarbeiði, men eisini tíðindi og greinir, og greinir um tjóðskaparstríð.
Havnar Kvinnufelag fór í 1952 undir at geva út Kvinnutíðindi, eisini fyri at eggja konufólki at leggja upp í samfelagskjakið. Síðst í 1970’unum gav Kvinnufylkingin út blað, sum kallaðist Súrsokkur, sum bar fram eitt annað kvinnusjónarmið enn tað vanliga.
Ja, og hvør minnist ikki, at vit einaferð í 1970’unum lósu myndabløðini Eygað og Nú. Eina tíð kom eitt meira seriøst myndablað, Magn, eisini út.

Fyrsta Kvinna kom í november 2004. Blaðstjóri var Lena L. Mohr, og partafelagið Sansir gav út.
Í fyrsta nummarinum skrivar blaðstjórin, at tað er ein sonn frøi at geva eitt kvinnublað út. Og hon heldur fram, at tað er ‘stórur tørvur á einum miðli, sum tekur hesi evni upp, sum vit kvinnur hava so stóran áhuga fyri.’ Vit kunnu bara vátta, sum blaðstjórin eisini ger vart við, at tey hava lagt dent á góðskuna. Prentið er av tí allar fínasta, greinirnar eru væl skrivaðar og settar upp, og málið er gott føroyskt, kanska júst tí at tað ikki er tungt mannfólkamál. Tað er eisini um hetta mundið, at orðið lekkurt verður eitt rótføroyskt orð. Myndirnar í blaðnum eru tiknar og viðgjørdar av teimum bestu fotografum og grafikarum í landinum.

Og í hesum fyrsta nummarinum skrivar Oddvør Skarðhamar um mat, Ingibjørg Jacobsen um móta, býli og heilsu, og ein maður, Michael Kjøller Jacobæus, um urtagarðin. Bjørt Samuelsen skrivar undir heitinum journalistur.

Tað er stuttligt at lesa greinina um Guðrun Rógvadóttir, sum verður søgd at vera Framsøkin, forvitin og føroysk við stórum F. Hon er fyrimyndarkvinna, sum aðrar kvinnur kunnu spegla sær í.
Nógv er um móta í blaðnum, men tú hevur ilt við at skilja ímillum, nær talan er um journalistiskt tilfar og nær reklamu. Ein partur í blaðnum hevur yvirskriftina Vit fara í dúpdina, og í hesum blaðnum er evnið parterapi. Vit lesa um, hvat kann órógva parlagið og fáa góð ráð at fáa alt aftur á rætt aftur. Fólk standa eisini fram, eru opin og siga frá teirra góðu og minni góðu royndum við teirra parlagi.

Tá ið tú lesur blaðið, fært tú varhugan av, at tað er tað perfekta lívið, ið hevur mestan týdning. At ganga snøgt ílatin, at hava góðar partnarar ella sjeik, at eta væl, og ikki smæðast at taka fatt og realisera seg. Men sjálvandi eru nakrar skeinur í lakkinum, men tær eru bara tekin um, at tað skjóta og perfekta lívið eisini kostar. Men tað ger okkum bara sterkari, um vit klára at halda út.
Idealið er kvinnan, sum klárar seg sjálv og er kvinna við stórum K.
Neyvan er tað altíð so lætt sum hjá

Skjønne Helen, fager og ren
oppdratt i rikdom og herlighet.
Hun fant sin drøm,
husmannens sønn.
Sin store kjærlighet.

Kærleikin er bara ein partur av tí, tí nú vil kvinnan eisini royna sjálv.

Í fyrsta nummarinum av Kvinnu kanst tú læra at gera atvents- og jólapynt, har eru nógvar góðar matuppskriftir, og urtagarðurin skal røkjast, nú veturin stendur fyri durum.
Bispur, sum altso er ein maður, skrivar klummu og vil vera við, at kvinnurnar loystu mannin úr hafti. Ja, kvinnufrígeringin hevur tað gagnliga árin, at maðurin í størri mun fær møguleikan at vera menniskja. Nú nýtist honum ikki longur bara at vera arbeiðsross og innløgumaður.
Í blaðnum eru eisini 11 spurningar til Sigrún Brend, og so ikki at gloyma Stjørnuspá.
Her fari eg at endurgeva tað, sum tær kvinnur, sum eru leyvur, kundu koma út fyri í november 2004:

Fyri tíðina er lagið soleiðis, at tess meira tú veitst tess betri. Tað er tó ikki vist, at øll lata seg bera burtur av tínum eldhuga. Tú elskar at læra okkurt nýtt, og her kann maðurin í tínum lívi ella ein samstarvsfelagi hjálpa tær. Heima hevur tú orku og kanst savna teg, og tær dámar at gera okkurt til nyttu. Kanska kemur felagin við onkrum óvæntaðum íkasti. Á arbeiðnum er ógreitt, hvørjar tínar skyldur eru, og motivatiónin er lág.

So støðan er ikki meir enn hampulig ella minni góð!

Tær, sum keypa ella tekna seg fyri og forkela seg sjálva við Kvinnu, kunnu fáa eina fløgu við kvinnutónleiki verður sagt frá í hesum fyrsta blaðnum.

Atlantic Airways lýsir eisini við eini ferð, sum kvinnur kunnu gera til Keypmannahavnar. Og lýsingaskribenturin dugir at lýsa, hvussu stuttligt tað er:

Her er lív í. Fólk í øllum litum tysja framvið, meðan vit sita á kafé og fáa okkum ein kaffikopp. Vit hava keypt ordiliga lekkur klæði. Í kvøld fara vit á konsert. Aftaná fara vit út at eta, dansa og hugna okkum alla náttina. Og í morgin skulu vit forkelast við bobblubaði, andlitsrøkt og massasju. Hví ikki? Vit hava uppiborið tað.

Hoyrdi eg nakran siga Parce que je le vaux bien.

Tað serliga við Kvinnu var eisini, at blaðið frá fyrsta degi hevði eina nógv vitjaða heimasíðu við brellbitum og kjaki.

Og leygarkvøldið 4. oktober kundi Kvinna so skipa fyri stórum og nokk so dýrum føðingardagsshowi í Norðurlandahúsinum, har kvinnur kundu koma og fáa eitt ógloymandi kvøld saman við vinkonunum, bindiklubbanum, arbeiðsplássinum ella makanum.

Her skal bara sigast tillukku.

Einaferð yrkti Axel Tórgarð skemtitátt um vikubløðini, og hann dugdi at taka til:

Koyr alt tað gamla vekk,
gev okkum Skipper Skræk,
Uge-revuen, Familie-journalen,
Tempo og Skipper Skræk.

Øll bløðini eg keypi, tí
har er mong søgan søgd,
um kjerligheit og fríggjarí
og ymisk ástarbrøgd.
Ádú, so fara tvey í song,
tað er so spennandi –
eg illa nokk kann bíða
eftir næsta nummari.

Leitaðu eftir dreyminum

tim3Eg minnist enn, hvussu hugtikin eg var av nýggja miðlinum, sum tey róptu internet. Hetta var fyri skjótt 20 árum síðan. Eg hevði hoyrt og lisið eitt sindur um hetta fyribrigdið, men dugdi ikki rættiliga at skilja, hvat hetta var.
Einaferð var eg í Finlandi, tað hevur verið í 1995, haldi eg, og har lærdi eg á fyrsta sinni at seta saman eina html-fílu, sum síðan kundi takast fram á einum kagara. Eg minnist ikki, hvat eg skrivaði í fíluna, men eg meini, at tað var tað, sum so nógv skriva fyrstu ferð, tey forrita: hetta er ein roynd. So hevur tú ikki lovað ov nógv.

Ein av luttakarunum á hesum seminari, sum tey kallaðu tað, vísti okkum síðan, hvussu vit kundu leita eftir og síggja skjøl, sum vóru løgd út á netið. Vit lærdu at leita í Gopher, men fingu eisini vístan nýggja kagaran Netscape, sum kundi vísa html-síður; enntá við myndum. Eitt tað fyrsta skjalið, eg fann á netinum (við Gopher), var røðan hjá Martin Luther King: I have a dream.

Jú, hetta var sum ein dreymur, og aftur var eg ovfarin. Eg var bókavørður og hómaði nakrar veldugar møguleikar her.
Eg hugsaði tá mest um kunningarmøguleikarnar á internetinum, og at nú skuldu vit øll kunnast, bæði høgur og lágur. Men eg fekk tó skjótt annað at síggja.
Nakað um somu tíð, sum hetta seminarið var, kom so Internet Explorer, – á mínum føðingardegi 16. august 1995, sig so tað. Og síðan er alt bara søga.

Skjótt eftir hetta fór man so at lesa meira um hetta fyribrigdið, Castell o.a., og at biksast við html og seinni asp. Sera áhugavert, men eisini mangan til høvuðbrýggj.
Hjá okkum sum vóru eitt sindur shy, og tí best dámdu at samskifta umvegis ein miðil, var internetið og møguleikarnir, ið komu við tí, ein gáva av himni. Men tað endaði ikki her.

So kom vist eitt tey róptu Web 2.0, eitt nýtt ættlarlið av tænastum á netinum, sum góvu brúkarum møguleikar at samskifta v.m. á netinum, uttan at hesir skuldu vera forritarar, og so kom rættiliga lív í.

Eg nevndi hetta við internetinum sum kunningarmiðil, og tað er internetið framvegis. Men hjá teimum flestu er internetið (og serliga fartænasturnar) fyrst og fremst ein samskiftismiðil. Nú eru øll á alla tíðina. At vera kendur í 15 minuttir, sum Warhol helt vera ein mannarættur, er nú veruleiki í ólukku mát. Vit brúka internetið ‘fyri selskapið skyld’, og ikki so nógv fyri at kunna okkum at verða demoktratiskt virknir borgarar.

Eg kom í morgun at hugsa um internetið – minnist ikki hví. Men so helt eg, at eg skuldi royna eitt privat hugarok. Og listin við tænastum v.m. á internetinum, sum eg kom fram til, sær soleiðis út:

Samskiftitim1
Encyclopedia
Bókasavn
Skjalasavn
Myndasavn
Filmssavn
Ljóðfílasavn
Heimasíður
Bloggar o.a.tl.
Kunningar- og tíðindatænastur
Telefon
Handlar, banki
Útbúgvingarstøð
Spøl
Streamingtænastur

Sanniliga ein øðrvísi miðil enn tað vit vóru von við.

Og so er hetta globalt (næstan), ókeypis (næstan), altíð opið, fyri øll (næstan).
Ei undur í at Sir Tim Berners-Lee, sum uppfann WWW, nú verður heiðraður.
Sí: http://www.bbc.co.uk/news/science-environment-21829671

Miðil í neyð

Kreppa hevur eftir øllum at døma rakt Kringvarpið. Og tá kreppa rakar, eru reaktiónirnar ofta hareftir. Summi eru skelkað, onnur ovfarakát, og nógv fáa herindi at vilja gera nakað við støðuna, hóast tey ikki vita hvat. Enn fleiri velja at avmarka seg til harðmælt at krevja, at onkur – óvist hvør – ger okkurt við støðuna.

Her er í grundini bara ein einfaldur spurningur: hvat skal Kringvarpið gera, og hvat skal tað kosta. Tí ongin ivast væl í, at vit skulu hava og fara at hava eitt alment Kringvarp.
Kostnaðurin verður avgjørdur av beinleiðis útreiðslum, men eisini av, hvussu væl stovnurin verður rikin. Um tað lukkast at gera gott kringvarp, tað veldst eisini um fólk og førleikar.
Inntøkur kunnu umframt lurtaragjald fáast við sølu av tænastum og spæli.
Júst spæl kann vísa seg at vera svikalig inntøka, tí hugurin at spæla kann fara. Bæði V4 og Gekkurin eru kanska spennandi, men lítið upplivingavirði er í hesum spølunum, málbólkurin tódnar skjótt, og handlarnir eru eisini á tremur við øðrum spælimøguleikum. Tað er, sum tað altíð hevur verið, hvørt til sína tíð, tíverri.

Eg haldi tó, at tað í hvussu er eru tveir skeivleikar í upplegginum til føroyskt Kringvarp. Tann fyrri er, at Kringvarpið sum er skal fíggjast við handilslýsingum, tí tað forðar fyri, at miðilin er óheftur, sum er alfa og omega í einum almennum almannatænandi miðli. Hitt er, at Kringvarpið skal halda seg vera í kapping við hinar privatu loftmiðlarnar. Tað er royndur lutur, at tú verður sum teir kappingarneytar, sum velur at kappast við. Vilt tú hava lurtarar aftur frá Rás2, ja, so kanst tú bara gera sum Rás2, og so ert tú skjótt Rás2. Kringvarpið átti heldur at staðfest fyri sær sjálvum, at vit eru ikki sum Rás2 ella Lindin. Latið vera við at síggja fíggindar allastaðnis, tí tað klæðir ongum. Vit kunnu ikki alt, heldur ikki tá talan er um kringvarp, men vit kunnu seta okkum fyri, at tað sum vit kunnu, tað gera vit væl. Og so koma lurtararnir eisini!

Nú eru so tankar frammi, hvussu Kringvarpið skal koma burtur úr kreppuni. Ein kreppa kann vera eitt gott høvi til at umhugsa støðuna av nýggjum.
Afturvendandi spurningurin er, hvat vilja vit (hvørji vit?) við einum almennum Kringvarpi. Hetta verður so jabbað upp í saman, at eg spyrji meg sjálvan: vita vit ikki, hvat vit vilja? Sum lurtari vil eg ikki nakað, tað er ikki mín uppgáva at vilja. Eg krevji hinvegin góðar og fjølbroyttar sendingar. Nú dámar mær ikki ítrótt, men lat tað fara, men eg seti prís upp á góðan tónleik, kunning, góðar frásagnir, spennandi analysur (sum vit hava havt nógvar av eisini í Kringvarpinum), samrøður, heldur enn túnatos, sendingar um list og bókmentir úti og heima, góðar barnasendingar (hóast míni børn nú eru tilkomin). Morgunandaktina aftur kl. 9.50 og tíðindasendingar. Eg veit, at tað er ikki lætt, tí øllum dáma ikki tað sama.  Men tað má vera pláss fyri tí, sum eisini krevur nakað av lurtaranum, tí verður innihaldið ov nógv merkt av, at vit hava ikki ráð, stundir ella talent til at gera góðar sendingar, ja, so er ikki leingi til diskountskrímslið trínir út á pallin.

Kann vera, at eg taki ov rívan til, at tað er lætt at hugleiða, og at hetta eg sigi kanska eigur at metast av gløggum heilum, og lat teir ella tær so gera tað. Ongin fer jú væl av at fara til verka í óðum verkum.

Kortini hevur tað undrað meg eitt sindur og eg havi lagt til merkis, at tær fáu ferðirnar Kringvarpið hevur verið til umrøðu, t.d. í sendingini Pressan, at tá er tað so um at gera hjá umboðunum fyri Kringvarpið at verja seg og staðfesta, at Kringvarpið mistekur seg ikki og ger ongantíð nakað skeivt. Slíkt kann bíta seg í halan, tí tú skilur ikki, hví tann, sum onki skeivt ger, skal vera so illur, tá ið hon sigur, at hon onki skeivt hevur gjørt. Har er brúk fyri at vera meira fyrikomandi og opin, hóast tær ikki nýtist at slaka í seriøsitetinum. Annað er, at vit sleppa ikki at rósa (ella finnast at), tí Kringvarpið ger pr. definitión góðar sendingar, og tað siga tey, sum starvast í Kringvarpinum sjálv! Aftur her kundi tað verið gott við einum eitt sindur lættari huglagi. Tað er troyttandi alla tíðina at ganga í stálhandskum.

Nú ynskja vit øll Kringvarpinum alt tað besta. Summi krevja leiðsluna á skafottið, meðan onnur koma við loysnum, onkuntíð kanska hovsaloysnum.
Eitt nú skrivar Elin Heinesen í dag áhugaverdar viðmerkingar á sínum bloggi við heitinum: Hvat skulu vit við Kringvarpinum?
Eitt annað útspæl, eg havi sæð í dag, og sum summi kalla áhugavert, eru royndirnar hjá Aksel Johannesen, javnaðartingmanni, at bjarga stovninum. Hann ásannar, at fígging skal til, og at besti hátturin at gera hetta er ikki at seta almenna Kringvarpið á fíggjarlógina, men at fíggja tað við einum kopfskatti, tvs. at kringvarpsgjaldið verður tikið beinleiðis av lønini, áðrenn fólk fáa hana útgoldnað. Hetta er sum at hoyra ein papageyk. Hetta er afturvendandi undurheilivágur, og hetta skattaslagið, sum vist varð uppfunnið í 17. øld, er tekin um eina fullkomiliga politiska fallitterklering. Ein slík inntøkutrygd kann júst gera – um ringast vil til – at ein stovnur sum t.d. Kringvarpið sovnar med alla. Men er hetta einasta loysn, ja, so mugu vit kanska svølgja fallitterkleringina.
Hesin gjaldsháttur vindur so nógv upp á seg her á landi í seinastuni, at lønarseðilin nú meira og meira er farin at minna um eina lítla skaldsøgu.

Nú fer tíðin nokk at vísa, hvussu gongdin verður í hesum ólukku máli. Kanska verður hon ikki tespilig fyri summi. Men eg havi hug at ilskast og eri líka við at taka til eina illbøn, tá ið eg sigi: Gevið teimum so for ….. teir pengarnar, sum tey hava brúk fyri. Og forteljið teimum so eisini við hesum og við greiðum orðum, hvat tað er, vit vilja hava. Latið okkum for …. onkuntíð taka eina avgerð, sum vit kunnu vera errin av og standa saman um.
So var hendan kreppan kanska ikki til fánýtis.

Tað er skandalan

Eg síggi at Vágaportalurin hevur eina ‘søgu’ um blaðhald og brúk av føroyskum netsíðum, eftir at portalurin hevur havt eina spurnarkanning um hetta (portal.fo er tó ikki, tað eg dugi at síggja, við í kanningini). Talan er sambært Vágaportalinum um eina quick-poll kanning, sum skal takast við fyrivarni. Nú skal eg ikki taka støðu til úrslitið av kanningini, sum møguliga er á góðari leið. Hinvegin kundi eg hugsað mær at gjørt nakrar viðmerkingar til tann eina spurningin í kanningini: Er Dimma eitt skandalublað? Her svara 578 portallesarar Ja (54%), 319 Nei (30%) og 155 (15%) siga seg ikki lesa Dimmu. Í yvirskriftini hjá Vágaportalinum verður hetta til: Dimmalætting: Flest haldarar men eitt skandalublað.

Nú skal eg vera tann seinasti at verja Dimmalætting, men at Dimmalætting skal vera eitt skandalublað, fái eg meg ikki at trúgva. At so nógv halda so vera má koma av onkrari misskiljing ella eini misfatan av, hvør uppgávan hjá miðlunum eisini er.

Eg haldi eitt skandalublað vera ett blað, sum miðvíst fer eftir skandalum, sum skulu selja blaðið. Tvs. talan eg um bløð, sum í sínum tíðindaflutningi øsa fjøldina, venda sær til ‘innara svínhundin’og dyrka undirlutakensluna hjá smámanninum. Hesi bløðini fara lætt um  sannleikan og leggja lítið í samfelagsliga týdningin av sínum tíðindaflutningi. Málið er øsing heldur enn upplýsing og menning. Kanska gera tey hetta fyri at tjena pengar og/ella fyri at tæna ávísum politiskum, sosialum, mentanarligum ella búskaparligum áhugamálum.

Grundin til at eg treiv eftir penninum var, at føroyski miðlaheimurin allur (og serstakliga nettíðindasíðurnar) er raktur av eini kapping um at lýsa hendingar í einum stríðum streymi av headlines, har livitíðin er frá minuttum til nakrar tímar. Føroyskir miðlar (sjálvt ikki Dimmalætting, hóast hon roynir) koma sjáldan ella ongantíð í dýpdina við nøkrum. Tað er hendan ella hin smáhendingin ella tiltakið (events), sum skal lýsast, listin yvir mál, sum eru skorað, tann ella tann útgávan, sum skal annonserast, tann ella tey, ið eru komin illa fyri. Ella politikarar, sum sleppa at kjakast sínamillum í miðlunum við okkum og miðlunum sum áskoðarum.
Er hinvegin vandi fyri at okkurt ikki er trygt, t.d. matur, ljós í tunlum, húkar í eini rundkoyring, ella grundarlag er fyri at skapa øsing er um onkra tænastu, sum ikki er nøktandi, ja, so skal tað blásast upp, so at óttin millum fólk kann haldast viðlíka.

Og tá so Dimmalætting roynir at koma sær undir kav eftir onkrum, ja, so er talan um skandalur. Kanska kemst hetta av, at tað ræður ein øgilig tøgn og upplýsingaturkur  her í landinum, sum ger, at ein og hvør kritisk og nágreinilig viðgerð er antin ein gøla ella fornermar onkran (tí hann ella hon kennir seg raktan ella kanska slett ikki dugir at lesa). Vit hava eisini øll grivið okkara egnu fakligu, vinnuligu, smagligu ella lokalpatriotisku skotgravir, sum eisini kunnu dyrkast í tíðindaflutninginum.
Hjá okkum skal tað tí antin vera stutt, lokalt, hugnaligt, rósandi, skakandi ella tannleyst. Tí tað dámar fólki.

Tað kann væl vera, at orka er ikki til at gera góð bløð og netsíður í landinum. Hví so ikki lata tað almenna stuðla? Ella hví standa vit ikki saman um í hvussu er ein miðil, sum ikki bara er lystimeti?

Jú, vit hava almennar miðlar, sum vit øll rinda til. Skomm at siga frá, so liggja hesir á niðasta plássi, tá talan er um at røkja sínar miðlaskyldur. Øll finna seg í hesum, ikki minst politikarar og mentamálaráðharrar. Føroysk miðlað mentan liggur í skeljasori, men fólkið jublar, tí tað fær popp, hitt, ‘hyggiligar’ samrøður um leyst og fast, óaktuellar endursendirnar (‘savnsgull’), ynskikonsertir og kappingar. Tíbetur onki sum prikar.

Hetta er tað, sum tær almennu Føroyar hava at bjóða sínum borgarum í 2010.

Og tað er ein skandala.

Vox populi

Sjónvarpið hjá Kringvarpinum hevur eina áhugaverda føroyska sending á skránni hóskvøld. Tey kalla sendingina Fólksins rødd, og hon verður sjálvandi endursend nakrar ferðir og kann eisini síggjast á netinum. Fólksins rødd er ein áhugaverd og ein eitt sindur øðrvísi sending. Her sleppa vanlig fólk kring landið at siga sína hjartans hugsan um ymisk almenn viðurskifti, sum røra seg millum fólk, sum tikið verður til í umrøðuni av sendingini.

Nú er tað sjálvandi ein treyt í sending sum hesari, at fólkini ikki eru skorin fyri tungubandið, hóast onkur teirra kortini er nóg so tungmæltur. Tað er jú fólksins rødd, sum skal lýsast í hesum sendingunum. Her er tað ikki elitan, sum skræðir seg, ikki viðmerkjarar og meiningsdannarar, sum við væl valdum orðum leggja tekstin út.
Nei, her eru tað fólk, sum liva fyri sínum meiningum, ið orðbera seg.
Og vit mugu rokna við, at fólkini eru vald út so, at tey umboða tað, sum rørir seg í fólkinum.

Eitt, sum tú beinanvegin leggur til merkis, tá tú hyggir eftir hesum sendingunum, er, at vanlig fólk hava ikki øll somu meiningar. Nú tekur sendingin upp viðkvom evni, sum tvídráttur er um, so tað sigur seg sjálvt, at so verða meiningarnar ymiskar. Og vóru fólkini eins og meintu øll tað sama, so var jú ongin sending. Á ein hátt kunnu vit siga, at her er talan er um eitt show, eitt slag av reality-sv, sum ber á brá at vera seriøst, men munurin á hesum sendingunum og øðrum meira populerum sendingum við ”vanligum” fólkum er, at hesi fólkini verða ikki kensluliga úrlatin og skulu ikki vísa nakað fram, og tað ger sendingarnar hugnaligar hjá teimum, sum ikki partú altíð skulu hava tju-bang.

Tað tykist sum leggja sendingarnar upp til, at fólksins rødd gongur í tveimum. Tað eru øðrumegin tey meira afturhaldssomu og hinumegin tey meira frísinnaðu. Eftir sendingini at døma, eru menn sum heild meira afturhaldssamir enn kvinnur, og býarfólk meira frísinnað enn bygdafólk.

Har eru tey, sum siga, at ongin skal siga teimum nakað. Tey leggja dent á frælsi og upplivingar, sum tey sjálvi velja. Nøkur halda, at sleppa tey ikki á cafe, ella á matstovu at eta pissa ella sushi, ja, so er onki at verða her til.
Onnur leggja dent á tað meira vanliga. Teimum dámar myndir, sum eru av onkrum, tey kenna. Hesi eta vanligan føroyskan mat, lurta eftir harmonikutónleiki, kika eftir fólki ella njóta útsiktina.
Øll eru tey kortini virkin, hvør á sín hátt. Summi fáast við list ella hava okkurt spennandi ítriv, sum onnur halda verða ónyttugt fjas. Summi eru nøgd við lítið, meðan onnur búgva í stásiligum borgum. Nøkur halda, at alt eigur at gevast leyst, meðan fleiri halda, at eftirlit og mørk eiga at vera. Tú skalt akta skaparan og ikki stinga trínið ov langt fram.
Er alt normalt, ella er greiður skilnaður millum tað, sum er normalt og tað, sum er ónormalt? Tað er svarið á hendan spurning, sum fólk eftir øllum at døma verða bólkað eftir.

Kanska er her talan um mentanarstríð.
Vit hava gomlu mentanina, sum vit syngja um á Ólavsøku. Um tey, sum í fjørðu fóru at skera tara har. Um vakrar moyggjar og knappar menn, sum kunna teirra gerning gera. Um tey, sum halda tað vera stuttligt at reka seyð, at kasta nót og halda snøri.
Og so hava vit nýggju mentanina, sum vit syngja um í nýggjari tónleiki, asfalt- ella proletarmentanina vil onkur kanska siga. Tey, sum dáma slíka mentan, eru tey, sum ikki tíma at sópa undan neytum ella kryvja seið, men heldur halda saman við teimum, sum víða hava farið og sum vita alt so væl, og sum eru lagalig í orð og í tal. Millum hesi eru eisini tey, sum nassa upp á statin, og sum skuldu fingið homluband um reyv. Kortini eru tað hesi, sum syngja harðast um gomlu mentanina og hava hana sum ítriv.

Men hesar sendingarnar prógva eisini, at tað er ikki bara svart og hvítt. Vanlig fólk kunnu saktans hava avgjørd sjónarmið, men duga kortini at síggja, at pláss skal eisini vera fyri øðrum sjónarmiðum. Og kanska er tað enntá so, at vanlig fólk eru nógv meira at sær komin, enn fleiri av okkara populistisku politikarum og teir prædikumenn, sum í mongum føri dyrka tápuligheit og afturhald.
Føroyingurin er, tá samanum kemur, eitt modernað og framkomið fólk.

Nú kundi tað sjálvandi verið stuttligt at spurt, hvønn vit meina við, tá ið vit tosa um vanlig fólk. Neyvan meina vit við tey kongiligu og kendu. Ganga rithøvundar og stjórar fyri at vera vanlig fólk, og hvat við rokskiparum og flogskiparum? Rekavætti og drankarar eru neyvan vanlig fólk, ella hvussu?

Sum viðurskifti ella tema er hetta við fólksins rødd áhugavert. Nógv verður granskað í hesum viðurskiftum í okkara grannalondum, men alt ov lítið í Føroyum. Tað snýr seg í veruleikanum um, hvussu mentan og samleiki verður til sum aftursvar upp á samfelagsligar og sosialar skipanir og tilgongdir. Og her kann vera talan um bæði tað lokala og tað alheimsliga, sum troðkar seg inn á lokala pallin. (Hoyrdi eg ikki onkran nevna internetið?)

Í føroyskum bókmentum hevur hetta tema verið viðgjørt í skemtiligum hami í bókini Feðgar á ferð eftir Heðin Brú og sum gamansleikur í bókunum Gamansleikur. Søgur úr Krabburð eftir Jens Paula Heinesen.

Ein áhugaverdur spurningur í hesum sambandi er, hvussu hesi mentanarligu frábrigdini, sum verða lýst í Fólksins rødd, ávirka politiska støðutakan ella førleikan at menna seg og sítt, tí mentan og samleiki standa ikki í stað. Vit hava enntá ein politiskan flokk, sum kallar seg Fólkaflokk, hvat so man liggja í tí navninum.
Tað er í hvussu er stórur áhugi fyri, hvat vanlig fólk halda. Tí annars var ongin grund til, at fólk sleppa at senda sms-boð til morgunsendingina Góðan morgun Føroyar, vit hava veljara- og gallupkanningar, og spinn (tað, sum fyrr kallaðist propaganda) hevur góðar dagar. Sonevndar Vox pop samrøður eru eisini gott tilfar í vikubløðum og enntá eisini í seriøsum miðlum. Sjáldan verða tey ráðandi, sum hava so stóran áhuga fyri, hvat vanlig fólk halda, kortini drigin til svars fyri, at tey (ella samfelagið) ikki klára ella vilja veita vanligum fólkum tær sømdir og tænastur, sum tey veruliga hava brúk fyri.

Spurningurin er eisini, hvussu vit takla alheimsgerðina og fáa hana at sampakka við eitt fjølbygt føroyskt samfelag, sum tryggjar øllum so jøvn kor og politiska ávirkan sum tilber.
Antin hetta skal gerast við betri skúla- og mentanartilboðum, fleiri almennum arbeiðsplássum, ítróttahallum ella tunnlum, er ein standandi spurningur. Bygdafólk tykjast ofta gloyma, at ein tunnil inn til meginøkið eisini hevur við sær, at handils- og mentanarlívið har mennist, meðan lokaløkini ganga aftur. Ella hví ikki hugsa stórt? Altjóða konserthús og listasavn úti á bygd, altjóða flogvallir, altjóða universitet – you name it.

Møguleikarnir at menna lokaløkini eru nógvir, men tað er tíverri ikki altíð teir, ið muna best, ið verða troyttir.

Sendingin Fólksins rødd ger so eitt. Hon fær okkum at skilja, at fólk eru ymisk í Føroyum, hóast hon ikki sigur okkum, hví so er.

Sjálvandi snýr tað seg ikki bara um pengar

Eg má viðganga, at tað er ikki bara at fáa sær blogg. Skalt tú blogga, so skal tú eisini hava okkurt upp á hjarta og stundir at skriva okkurt, sum er vert at almannakunngera. Og helst skal tað vera okkurt, sum er atfinningarsamt.
Kanska útvarpið, sum nú setur nýggj mørk í atgerðarloysi, nú alt er endursendingar, tvs. okkurt tilvildarligt, sum er funnið í savninum. Nýgjørt er nærum onki, og harvið eftirlíkar útvarpið ikki kravinum um aktualitet og at halda lív í samfelagskjakinum. Har er tað, sum hava tey kastað alt frá sær. Ein hevur hug at spyrja, hvussu nógvar pengar hava tey brúk fyri? Og so lata tey fáa pengarnar! Men eg eri bangin fyri, at har hjálpa sjálvt ikki stórar peningaupphæddir.

Tað er ikki so nógv útvarpinum eg finnist at, men heldur hetta, at tað sær út til, at tað verður góðtikið (av okkara myndugleikum og øðrum við??), at okkara fremsti mentanarstovnur nærum skal vera ein skomm – fyri ikki at siga ein plága.
Men hvussu skal tað vera í einum landi, sum hevur eitt stýri, sum ikki sleppur frá, hóast tað vil. Tað minnir mest um hesi hjúnini, sum vilja skiljast, men sum noyðast at búgva saman, tí tey sleppa ikki av við húsini.

Sá annars um páskirnar filmin um Jóanes Nielsen Sporini vaksa úr orðum, sum Katrin Ottarsdóttir hevur leikstjórnað. Filmurin var áhugaverdur sum persónslýsing, tí Jóanes er serligur, tað skerst ikki burtur. Politiskt ein løgin anakronisma, nærum eitt fornminnissavn, men meiningarnar eru har framvegis, ikki kromaðar ella poleraðar, men einfaldar proletariskar: øðrumegin tey úldu ríku, og hinumegin tey ektaðu, falsleysu og kúgaðu. Og hann kann hava rætt í nógvum, hann sigur, tí tað er nú einaferð ringt at seta seg í annara stað, um tey ikki líkjast tær sjálvum ella hava tað minst líka so gott sum tú.
Men um filmin sjálvan er at siga, at eg haldi hann var ov lítið fjølbroyttur. Leikmyndaliga haldi eg, hann var veikur; serliga brot, sum mest vóru ífylla, t.d. at ganga berføttur á vatninum (jú, eg skilji symbolikkin), at lesa upp yrkingar í einum helli (kom at hugsa um tann neyðars Bin Laden, og hvussu hann man hava tað í sínum helli), rundferð við skinklandi býbussi at peika eftir (ríkum) fólki og spekulantum o.s.fr. Eg haldi, at filmurin kundi komið meira víða, men kanska er hatta heimurin hjá Jóanes, sum sambært tí, eg fekk við, ikki hevur verið til døgurða á fínari matstovu fyrr enn nýliga. Tað var kanska í meira lagi av hesum, at “Við strondina stóð eg, tá ódnin brast á”.

Filmurin skal hava fingið fleiri stjørnur í útlendskum miðlum, so hann man ikki vera so galin kortini.

Umframt at vera ein persónslýsing, viðgjørdi filmurin eisini skaldskapin hjá Jóanesi, ja, skaldskap yvirhøvur. Spurningurin er altíð, hvat ger skaldskap til veruligan skaldskap? Tað tyktist sum Jóanes legði stóran dent á, at skaldskapur spretti úr tí, sum tú sjálvur hevði upplivað. Hetta var nærum ein treyt fyri, at skaldskapurin var autentiskur. Gorky varð tikin fram sum ein fyrimynd. Ivist í, um hann sjálvur hevði upplivað alt, hann skrivaði um. Tað kundi eins væl verið Hemingway, sum vildi vera við, at hann sjálvur hevði upplivað nógv av tí, sum hann skrivaði um. Orwell royndi eisini at lýsa støðuna hjá teimum forfjónaðu í síni skriving við at gera seg til eitt við hesi. Men hann skrivaði eisini ‘vanligar’ skaldsøgur, og tá ið hann skuldi lýsa einaveldið í Sovjet, valdi hann allegoriina. Í síðsta enda er spurningurin um skaldskap helst, um tað er væl skrivað, væl funnið uppá, og eisini um tað er viðkomandi, poetiskt, hevur flog og er væl skipað og ikki flosklar og lættisoppi, hóast lættisoppi eisini kann vera væl skrivaður viðhvørt.

Skaldskapurin hjá Jóanesi sjálvum fekk nú ikki nakra djúpa viðgerð í filminum. Jóanes las brot úr nøkrum yrkingum, og tað var uppliving í sjálvum sær. Men skuldi tú fáa nakað munagott burtur úr filminum hesum viðvíkjandi, so var neyðugt at tú kendi hansara skaldskap væl frammanundan.

Sjálvandi snýr tað seg ikki bara um pengar, men hugtakandi var tað at hoyra útleggingar Jóanesar um tær prioriteringar, sum okkara samfelag ger, tá ið tað sum onki letur milliónir til spekulantar, men tekur minni rívan til, tá ið tað snýr seg um at lova nøkrum túsund krónum ein stuttan túr út í mentanargarðin at spáka eina løtu at svala á sær. Jú, paradoks hava vit so mong, at tú yppir bara øksl.

Annars var eg so heppin herfyri at ogna mær savnið Christian Matras’ brevveksling med William Heinesen og Karsten Hoydal, sum Anne-Kari Skarðhamar hevur ritsjórnað. Forlagið Fróðskapur gav út í fjør. Havi lisið ein part í bókini um páskirnar. Savnið er eitt gott høvið at fáa breitt yvirlit yvir mentanarligu støðuna í Føroyum í fyrru helvt av farnu øld. Teir tókust eisini við spurningin um, nær talan er um rættan skaldskap, rætta list, og vit kundu kanska fyri egna rokning lagt aftrat rættiligt útvarp. Vónandi fái eg stundir at venda aftur til hetta í einum komandi bloggi.

Tað næsta stóra, ið koma skal

Bókin FREE. The Future of a Radical Price eftir Chris Anderson (London, Random House, 2009, eisini útkomin á donskum) er eftir mínum tykki ikki so vánalig, sum fleiri av ummælarunum siga hana vera.

Langi halin

Chris Anderson er annars kendur við bókini um langa halan, m.a. um tað stóra úrvalið, sum nú er tøkt hjá okkum øllum á netinum og í nethandlum, tí, sum hann tekur til, – á netinum er óavmarkað hillapláss, og har er skjótt at finna tað, tú leitar eftir.
Bókin The Long Tail. Why the Future of Business Is Selling Less of More (New York, Hyperion, eisini útkomin á donskum) kom í 2006 og gjørdi beinanvegin hol í sjógv og varð eitt nú av Financial Times vald ein tann mest týðandi business-bókin, ið kom út í 2006.

Chris Anderson ger í hesi bókini vart við, at við víðfevndu netatgongdini verða múrar rivnir niður og samsint fólk, uttan mun til stað, og eisini handlar og einstaklingar, sum selja servørur ella tænastur til tann vandna brúkaran, kunnu nú lættliga koma í samband hvør við annan. (Smb. herrópið Connecting People)

Okkum nýtist tí ikki longur at keypa mainstreamvørur ella -undirhald. Vit kunnu fara eftir tí, sum veruliga hevur okkara áhuga. Hetta ger, at ein nichu-strategi loysir seg betur enn higartil, og hetta letur eisini upp fyri nichu-mentanum. Tað, sum fyrr var nærum ógjørligt, tí at tað var dýrt ella ikki til at fáa hendur á ella sleppa av við, tað verið seg vitan ella serligar vørur og lutir (gamlir brúktir ella nýggir), t.d. klæðir, tónleikur, bøkur, upplýsingar, fakliga týðandi greinir, uttanlanda telefonsamrøður o.tl., er nú tøkt hjá øllum. Tvs. alt kann seljast og miðlast! Um ikki annað, so fyri onki!

Kendu internetfyritøkurnar Amazon, Skype, eBay o.a., ið hava lagt seg eftir at laga sínar tænastur og sítt virksemi til hesa nichu-strategiina, sum vendir sær til fjøldina, eru ikki handlar ella tænastuveitarar í vanligari merking, men týðandi millumlið (brokarar) og ovurstór innformatiónssøvn, sum tað við sermentum leititólum er lætt at leita í. Ja, hesi tólini koma enntá í summum førum við keypsuppskotum til brúkaran, út frá keypum ella leitingum, hann ella onnur áður hava gjørt.

Hesar fyritøkurnar brúka eisini møguleikarnar, ið liggja í kollektiva vitinum (the wisdom of crowds), har tað ikki snýr seg um, hvat øll hini halda, og so laga sínar meiningar eftir tí, men um hvat ein sjálvur ella tey, ið skulu taka eina avgerð, sjálvi halda ella vilja. Hetta er sera virðismikil vitan í vinnuhøpi, sum vit ofta lata veitarum og virkjum ókeypis, tá ið vit reika á netinum.

Hetta paradísúrvalið hevur gjørt, at okkum nýtist ikki longur øll at ganga í gráum, sum kinesarar á sinni, nei, vit kunnu fara í tað, vit vilja, og lata tað hava tann lit, tað vil. Ja, vit kunnu enntá fara í smáar lit- ella áhugafelagsskapir, um vit eitt nú t.d. bara vilja ganga í svørtum (eins og Ford á sinni, sum segði, at fólk kundu fáa allar litir á bilin, bara tey valdu svart). Um tær dámar ABBA, gospel, Pretty Things, free jazz, óskiljandi modernaðan klassiskan tónleik ella tónleik, sum eru upptøkur av rópum frá andalusiskum monnum á fjalli eftir klatrigeitum, ja, tað verður so upp til tín.

Breiðar ella smalar sjangrur, vanlig ella løgin áhugamál, tað er eitt feitt.

Hetta vísir bara, at tað verður alt truplari ikki at vera mainstream. Ja, vit mugu uppfinna serligar bindingar ella heilt serlig avsíðis skot, skulu vit ikki enda í hópinum, nú nærum alt gerst mainstream ella í hvussu er atkomuligt. Og kortini hevur hetta onki at gera við misskilta individualismu, men er eitt slag av veruligum (brúkara)frælsi.

Tað sum Chris Andrson vildi siga við hesi bókini var, at nýggir virkisfrymlar (business model) hava tikið seg upp saman við internetinum, og hetta eyðkennir digitala búskapin, viðhvørt eisini róptur wikionomics.

Ókeypis – gandur ella jólaveitsla

Í hesi nýggju bókini FREE, sum kom út í 2009, tekur Chris Anderson upp ein annan tátt í digitala búskapinum. Her vísir hann á eitt búskaparligt rák, sum kemur til sjóndar á tann hátt, at alt fleiri vørur og tænastur verða latnar brúkarum fyri onki (FREE) ella ókeypis. Hetta ljóðar sum gandur ella jólaveitsla og ov gott til at vera satt, men nakað er um hetta kortini.

Nakað á sama hátt sum við halanum, so nevndir Chris Anderson aftur hetta við hillaplássinum, men nú leggur hann serliga dent á at lýsa týdningin, at kostnaðurin at viðgera, goyma og flyta talgild (digital) dáta alla tíðina fellur og støðugt nærkast 0. Royndirnar vísa eisini greitt , at kt-tænastur gerast støðugt betri og bíligari! Hetta hevur við sær tað, sum hann rópar yvirflóð (abundance), og hetta hevur serligan týdning fyri digitalar vørur, sum nú kunnu avritast, margfaldast og flytast fyri nærum onki (tvs. markkostnaðurin nærkast ella er so nær við 0, at tað loysir seg ikki at geva sær far um hann). Og hóast menningarkostnaðir vanliga eru høgir, so vil læran á einum marknaði við so harðari kapping, sum vit kenna hana á internetinum, tó verða, at prísirnir á hesum vørunum eisini fara at falla niður í onki. Fleiri dømi eru longu um, at hetta er so. Stóri spurningurin hjá vinnuni er, hvussu hava vit lønandi vinnu, tá ið øll vanlig vøra ella tænasta verður latin fyri onki? Chris Anderson roynir at svara hesum áhugaverda spurningi.

Okkum dámar ókeypis

Chris Anderson byrjar sína argumentatión við at staðfesta, at tað psykologiskt er nakra serstakt við ókeypis. Fólk kunnu næstan ikki lata vera at taka ímóti tí, sum er ókeypis, hevur tað annars nakað sum helst virði. Ja, tey dáma tað, sum sýnist ókeypis, sjálvt um tað mangan eru fjaldir kostnaðir fyri brúkaran knýttir at hesum, sum skal eitast vera ókeypis. (Hvør minnist ikki ‘pakkan’ vit fingu ‘ókeypis’ á jólaveitslum!). Ein orsøkin er, at tá okkurt er ókeypis, sleppa vit undan at hava ekka av, um okkara keyp nú eisini var tað vert, tí vit hava jú ikki goldið nakað!

Tað er jú royndur lutur, at vit einum og hvørjum keypi (vanligar gerandisvørur kanska undantiknar) og ikki minni við íløgum er altíð ein ivi, um vit nú hava gjørt ein góðan handil ella spilt pengarnar burtur – keypt kattin í sekkin.

Anderson nevnir eisini, at tað kunnu vera ivamál við ókeypis: t.d. oyðsl, burturspilt tíð at lesa og beina burtur ókeypis lýsingabløð, at onnur kanska halda teg vera eina kargapisu o.s.fr. Og vit kjakast enn, um tað er rætt ella skeivt, at fiski- og veiðiloyvi verða latin fyri einki, tá ið tey nú eru fólksins ogn og hava stórt virði.

Men mangan er tað so, at ókeypis í nútíðar business ofta ger munin ímillum at hava ein stóran marknað ella als ongan at hava.

Ókeypis er ikki nakað nýtt

Tað er lítil ivi um, at ókeypis er, og altíð hevur verið ein týðandi strategi innan marknaðarføring, serliga ætlað til at skapa áhuga (attention), undirtøku (loyalitet) ella bindingar (lock-in). Vit kunnu bara hugsa um bókaklubban, sum letur fyrstu bókina ókeypis, móti at tú bindur teg at taka ímóti teimum komandi seks, ella tá ið tú fært eina ókeypis fartelefon móti at tekna hald nakrar mánaðir. Hetta er púrasta vanlig marknaðarføring, ið verður rópt freebie marketing. Eisini kent sum virkisfrymilin hjá King C. Gillette frá fyrst í farnu øld: gev øllum (mannfólkum) eina ókeypis rakimaskinu (sum í sjálvum sær er virðisleys), so ber til at selja barberbløðini, sum støðugt skulu skiftast út, dýrt. Stutt sagt, tú rindar fyri eina ókeypis vøru ella tænastu við eini aðrari vøru ella tænastu, tú eisini keypir.

Tá talan er um telefeløgini, so selja tey ikki fyrst og fremst fartelefonir (tær verið so litfagrar, tær nú einaferð eru), tey selja gimmick og telefontrafikk (útnyttan av kapasiteti!). Tað snýr seg um skjótt at fáa brúkarar, tí virðið á tænastuni bæði fyri tann einstaka og á tænastuni sjálvari økist sohvørt sum fleiri brúka tænastuna. Hetta er netverks-logikkur.

Fýra virkisfrymlar, ið byggja á ókeypis

Chris Anderson nevnir fýra dømi um virkisfrymlar, har freebie (1) er tann eini.

Hini eru fyrst tann vanligi (the-three-party-market (2)), tá ið tú fært okkurt fyri einki, sum onnur gjalda, t.d. almennar tænastur, ella eitt ókeypis (ella sera bíligt) lýsingafíggjað blað. Tað, tú fært ‘ókeypis’, rindar tú ella onnur kortini aftur seinni, tá ið tú ella tey keypa vørurnar, sum lýst hevur verið við, helst eitt sindur dýrari. Almennar tænastur rindar tú umvegis, um tú ert so óheppin at rinda skatt. Modellið fremur vøru- ella tænastuumfarið.

Tað, sum hendir her, er t.d., at blaðið selur lesarar til lýsararnar og fær gjald aftur fyri tað. Hetta er ein rættiliga vanligur virkisfrymil, t.d. í nærum allari útgávuvinnu, men eisini á netinum. Eitt rættiliga nýtt og áhugavert dømi her er ókeypis netútgávan av alfrøðini Den Store Danske, sum er lýsingafíggjað, men skrivað fyri ein part av sjálvbodnum. Tilfarið verður tó eftirhugt og viðhvørt rættað av serfrøðingum.

Ein annar ikki minni vanligur virkisfrymil er freemium (3), eitt hugtak venturekapitalisturin Fred Wilson kom við í 2006. Í stuttum gongur hesin frymilum út uppá at lata grundútgávuna ókeypis til so nógv sum gjørligt, og so taka pening frá teimum, sum vilja gjalda fyri premium- ella skreytútgávuna. Talan kann eisini verða at gjalda fyri rættin at fáa ‘update’. Grundarlagið fyri hesum frymli er, at t.d. 5% av brúkarunum gjalda fyri øll. Treytin er vanliga, at hesi 5% skulu takast av einum hampuliga stórum tali av brúkarum. Endamálið við ‘Free’ her er at fáa vøruna út so víða sum gjørligt. Í software-vinnuni er freemium eitt higartil væleydnað aftursvar til open-source, ið er fjórða slagið av ókeypis. Tú hevur varhugan av, at Chris Anderson roknar hendan virkisfrymilin, altso freemium, sum at síggja til er rættiliga jaligur, at verða nýtiligan í hesum nýggja FREE, hann er talsmaður fyri.

Fjórði virkisfrymilun er tað, sum kann kallast ‘ordiliga’ ókeypis (4). Dømi eru ókeypis forrit, ymsar ókeypis nettænastur og bloggar, umframt í heila tikið ein stórur partur av tilfarinum á netinum (sum eitt úrslit av sonevnda teldusníkalyndinum (hacker ethic)).  

Besta dømið her er helst Wikipedia, sum er ein verkætlan, sum er heilt uttanfyri peningabúskapin, bæði tá ið talan er um framleiðslu og nýtslu. Tað, sum tað hóast alt kostar av hava Wikipedia koyrandi, verður fíggjað við gávum.

Frymilin er eisini kendur frá sjálvbodnum arbeiði, herundir arbeiði, gransking, kunning o.s.fr., sum fólk gera í síni frítíð, men lata øðrum fyri onki.

Spurningurin er bara, hvat fær fólk at arbeiða fyri onki? (Nevn tað forrestin ikki fyri okkara arbeiðsgevarum og politikarum!)

Hví tíma fólk at arbeiða fyri onki?

Grundirnar eru fleiri. Summi dáma kanska bara hetta at hjálpa øðrum, at rætta eina hjálpandi hond í góðum selskapi.

Chris Anderson setir annars hetta í samband við yvirnøgdarsamfelagið. (Umrøtt m.a. í bókini The Affluent Society eftir J. K. Galbraith (1958)). Allir grundleggjandi tørvir eru nøktaðir, so fólk sóknast eftir onkrum, sum kann geva innihald í tilveruna. Vit hava yvirskotsorku, kenskuligar og intellektuellar tørvir, sum vit ikki fáa brúkt á arbeiðsplássinum, og sum vit tí royna at nøkta aðrastaðnis. Tað man neyvan vera av tilvild, at sjónvarpið ikki fangar longur (kanska líka burtursæð frá tápuligum talentkappingum). Vit savnast um aðrar skíggjar og onnur støð, har tað hendir eitt sindur meira, og har vit sjálvi fáa gjørt vart við okkum.

Nú er tað ikki longur pengar, sum telja, men at vera høgt í metum (reputation).

At kunna ‘folda seg út’, ikki bara í sosialum, men eisini fakligum høpi, gevur eina kenslu av nøgdsemi. Hitt er so at fáa fólk í talu, ella at fólk geva tær gætur (attention). Tað er ikki heilt sørt av anarkismu a la Kropotkin í hesum: gávubúskapur og sínamillum hjálp. Vit vilja heldur økja sosiala og mentanarliga kapitalin (sum so aftur sambært Bourdieu kann umsetast til pening!).

Free er ikki nóg mikið

Hóast hugin at arbeiða og samskifta ókeypis, so ger Chris Anderson vart við, at Free er ikki nóg mikið í einum vinnuligum høpi, tað skal sameinast við gjald (‘Free has to be matched with Paid’).

Hann nevnir í hesum sambandi, at tá ið okkurt verður til í yvirflóð, so verður trot á øðrum, og í okkara tíð fyrst og fremst trot á tíð. Og tað er júst her, møguleikarnir fyri gjaldi liggja. Tá ið vit eitt nú fara inn á Netdoktor, so fáa vit hópin av generiskari/almennari vitan ókeypis. Hetta er ikki nyttuleys vitan (t.d. at vit kunnu kanska fáa eitt tips um at taka onkra hostasaft, ella vit kunnu staðfesta, at tað í hvussu ikki er tann ella tann álvarsama sjúkan vit hava). Hetta er gott, tí so sleppur læknin undan at brúka dýra tíð at greiða okkum frá hesum, men kann arbeiða sum serfrøðingur, tvs. við vitan, sum er sett í ein heilt ávísan kontekst og sum kann brúkast í viðgerð.

Tað, fólk fara at spyrja eftir og gjalda fyri framyvir, verður tað sermerkta ella tað einastandandi, unikka. Tíð kunnu vit ikki oyðsla við. Vit vilja hava góðsku, skreytvørur, góða tænastu, upplivingar, konsertir, framførslur, tað stuttliga, fiksa o.s.fr. Nakað av hesum fáa vit fyri onki, men tað mesta gjalda vit fegin fyri. Vit hava fingið valfrælsi, sum vit antin kunnu brúka skilagott, ella hinvegin sum  Kári P syngur: “frælsið at velja hvønn ein skal selja seg sjálvan og frælsið sítt til”.

Vandar við ókeypis

Sjálvandi eru vandar við free. T.d. at fólk savnast (flokkast/smb. hugtakið herding) um tað sama: øll ella næstan øll brúka portal.fo, ella tá ið Google hevur allan leitimarknaðin (andaligt monopol!?). Tá ið tað ikki er pláss fyri nr. 2, hvat verður so av innovatiónini, hevur hon nakran sum helst kjans? Ella hví ger Chris Anderson ikki meira burtur úr trupulleikunum at brúka t.d. Open Office í almennari fyrisiting, stovnum og virkjum? Tað verður lítið gjørt, hóast tað hevði verið sparing! 

Tað slepst ikki undan ókeypis

Nú hoyrir Chris Anderson til teirra, sum eru fyrstir at rópa hart um tað næsta stóra, sum skal koma.
Men hóast tað eru nógvir leysir endar og ‘gitingar’ í hesi bókini hjá Chris Anderson um tað, sum er ókeypis, so hevur hann tó fingið fatur á rætta endanum. Í bókini hevur hann fleiri dømi um free-virkismøguleikar innan teir fýra omanfyri nevndu virkisfrymlarnar, og fleiri av hesum tykjast skilagóðir.
Og tí er tað bara at loypa í dansin, tí, sum Chris Anderson sigur: You can’t stop free.

Túnatos, ið førir til nakað stórt

Stóra undirtøkan, nýggju sosialu miðlarnir hava fingið, eitt nú MySpace, Facebook, myndasavnið Flickr ella yrkisnetverkið LinkedIn, sum flest kenna her um okkara leiðir, hevur vakt ans. Miðlagranskarar og onnur eru farin at spyrja, hví hesin økti áhugin fyri sosialu miðlunum er íkomin. Eyðsæð er sjálvandi, at kunningartøknin slóðar fyri nýggjum, men onkur skal so taka stig til at brúka tøknina til okkurt ávíst, sum í hesum førinum at stovnseta sosialar miðlar.

Ein teirra, ið hevur skrivað um hesar nýggju miðlarnar, og sum ikki púrasta er fallin fyri óvananum at generalisera og hálova, er Erik Qualman. Í bókini Socialnomics. How social media transforms the way we live and do business (Wiley, 2009) roynir hann fyrst at greiða frá, hví sosialu miðlarnir hava fingið so stóra undirtøku.

Qualman sigur, at sosialu miðlarnir hjálpa fólki undan at fáa bindilsi av allari kunningini, sum nú er tøk. Teir eru við til at skapa og varðveita meiningina í øllum kunningarmeldrinum uttan um okkum.

Hetta kann sjálvandi virka eitt sindur løgið, tí hvør meining er í øllum tí innantóma, sum ofta verður almannakunngjørt í sosialu miðlunum?

Verulesocialnikin er kortini, at ein týðandi háttur at skapa meining er við samrøðum. Og nú vit ikki longur hava stundir at tosa saman face-to-face, koma sosialu miðlarnir sum ein kærkomin gáva. Tað er líka stuttligt nú, sum tað altíð hevur verið, at frætta frá fólki, sum tú kennir ella onkuntíð hevur kent. Qualman vil enntá vera við, at fólk sum eru virkin í sosialu miðlunum, fáa meira av skafti – eru meira produktiv – enn onnur, sum ikki eru virkin. Túnatos er ikki burturspilt, tað man eitt nú Kringvarpið hava sannað, nú tey brúka meginpartin av senditíðini til small-talk.

Tað er hetta við meiningini sum ger, at tað er so áhugavert at vita, at ein av mínum netvinum hevur etið ræstan fisk til døgurða, at ein annar havur staðið royndina, at hann ella hon hava verið burtur og ferðast onkustaðnis, at Janus hevur lisið ta og ta bókina, at Hanus dámar serliga væl blues, men eisini noyðist at turka barnareyvar viðhvørt o.s.fr.

Eitt, sum vit kortini ikki hugsa so nógv um, er, at tá ið vit leggja upplýsingar út á sosialu miðlarnar, tað kann vera bæði persónligir upplýsingar (profilurin), myndir, meiningar og viðmerkingar, so kunna vit eisini umheimin um okkum sjálvi, okkara áhugamál, hvat okkum dámar og ikki dámar. Í yrkismáli verður tosað um, at við okkara virksemi í sosialu miðlunum skapa vit okkum ein on-line-samleika (brand), men vit avdúka samstundis eisini okkara sambond við onnur (the social graph).

Í bókini Wikinomics (2006) vístu Don Tapscott & Anthony D. Williams á, at netverkanin á netinum fór ikki bara at broyta okkara framleiðsluhættir og okkara arbeiðshættir (tá t.d. tøka talentnøgdin øktist munandi), men eisini okkara mátar at halda saman. Hetta fór at føra til heilt nýggjar hættir at samstarva (peer-to-peer).
Tað er jú  royndur lutur, at gransking, vørumenning, mentaavrik, kunning og útbúgving við hesum nýggja samstarvshátti longu eru farin inn í eitt nýtt skeið. Rákið fer eisini meira og meira tann vegin, at vit vilja skapa meira sjálvi, t.d. kunning og tíðindi, heldur enn at keypa tey frá onkrum miðlastovni.

Internetið hevur gjørt, at vit fáa atgongd til eitt ótal av vørum og upplivingum, sum júst passa til okkara ‘smag’, (fragmenteringin sum Chris Anderson tosar um í bókini The Long Tail. Why the Future of Business Is Selling Less of More. (2006)). Á netinum hitta vit samsint, hvar tað skal vera, og vit eru ikki so staðbundin sum áður. Sosialu miðlarnir gera tað lætt at samskifta um alt hetta og varðveita samband við onnur. Internetið og sosialu miðlarnir stuðla eisini búskaparligum og mentanarligum effektiviteti, tí ongum nýtist longur at gera arbeiði ella granska í tí, sum onnur longu hava gjørt.

Bókin Socialnomics hjá Erik Qualman byggir á hesa sannroynd, men leggur meira dent á at lýsa krøvini til teirra, sum vilja gera vart við seg í sosialu miðlunum, sum er eitt av heitu evnunum í bókmentunum um marketing júst í hesum tíðum.
Her er tað sum handilsamboð, at sosialu miðlarnir eru áhugaverdir. Og tað kemur av tveimum.

Fyri tað fyrsta, at tað nú er samrøða (conversation) heldur enn einvegis samskifti, sum skapar álit og undirtøku. Tað er neyvan av tilvild, at stóru leititólini, sum t.d. Google, ikki eru nóg mikið longur at halda skil á allari kunningini. Vit hava eisini brúk fyri at venda okkum til verulig fólk og ikki bara brúka smartar algoritmur; til fólk, sum vit hava álit á, sum ikki hava handilslig áhugamál við tí tey siga, sum kenna viðurskiftini av egnum royndum, og sum eru skjót og meira nágrein í teirra samskifti enn eitt nú leititólini ella gomlu miðlarnir.

Í øðrum lagi er tað so, at samrøðan verður ein nýggjur og effektivur pallur at reka handil, leggja fram sjónarmið og at lýsa á. Tí úr øllum upplýsingum, sambondum og viðmerkingum í sosialu miðlunum sprettir kollektiva vitið, sum tað ber til at gangnýta í handli (at gera lýsingar meira beinraknar), til at hava eftirlit við ymsum rákum og hendingum, og til kunningar og undirhald. Og her eru vit bara við byrjanina.

Royndir í seinastuni vísa, at tað er ikki bara fíggjarkreppan, sum ger, at lýsingainntøkurar í gomlu miðlunum minka, nei, álitið á gomlu miðlarnar viknar eisini. Tað er ikki longur nóg mikið at halda seg vera best og tveita lýsingar í andlitið á fólki, tú mást lurta eftir tí, ið verður sagt í sosialu miðlunum, og sjálvur (persónar, stovnar og sum nevnt (smá)lond) hava ein profil á hesum miðlunum. Og so minnast til, at tað snýr seg ikki um, hvat eg haldi um meg sjálvan, men hvat onnur halda um meg.

Ella sum Qualman sigur: “As people increasing look to their social networks for advice and recommandations, marketers need to make certain they are part of the consideration set. To accomplish this, companies need to create great products and services rather than rely on a fancy advertising campaign to bail them out.” (s. 97)

Tað mest áhugaverda er, at tað munar og kostar lítið og onki at branda seg á sosialu miðlunum. Í sosialu miðlunum ber eisini til at fylgja við og vita, hvat onnur halda um teg ella tína vøru. Tað ber stutt sagt til at brúka sosialu miðlarnar í marknaðarføringini.

Qualman leggur tó dent á, at tað kortini ikki er so líkatil hjá virkjum at gera vart við seg í sosialu miðlunum. Tað krevur eina strategiska støðutakan. Tað er ikki bara at fara í sosialu miðlarnar, tað skulu eisini gerast tillagingar innanhýsis í virkinum. Tað verður brúk fyri innanhýsis orðaskifti, eins væl og uttanhýsis samrøðuna í sosialu miðlunum. (sí myndina).

Í hesum nýggja veruleika eiga virkini ikki at verja ella umbera seg, men syrgja fyri at fáa tingini rættað, um skeivleikar eru. Tað gevur gott umdømi. Tú mást eisini vera áhaldandi og greiður, tí livitíðin hjá kunning sigst vera minkað úr árum og døgum niður í tímar ella minuttir.

 sosmil

Spurningurin er so, um sosialu miðlarnir eru nakað, sum føroysk virki kunnu fáa nyttu burturúr. Hesin spurningur er ikki lættur at svara, tí tað veldst um, hvat vit ætla okkum. Føroyar hava ivaleyst ilt við at fáa nyttu av tí sonevnda ‘microrevenue’, sum tey, sum hava allan heimin sum kunda, kunnu gera sær dælt av. Men í prinsippinum hava vit júst somu møguleikar, sum øll onnur.

Helst noyðast vit tó at branda okkum á enskum, skulu fólk leggja merki til okkum. Men ongin ivi er, at vit kortini hava møguleikar, sum mugu dyrkast, t.d. tá talan er um okkara fiskavørur og ferðavinnuna.
Har nýtist okkum ikki at brúka milliónir til at keypa útlendska vegleiðing um branding, sum fyri tað mesta er sveim. Vit kundu fingið tað nógv bíligari og betri á sosialu miðlunum.
Eisini eru góðir møguleikar at hava samband úr Føroyum og við útisetar, og á tann hátt kanska at fáa fleiri at geva Føroyum gætur og venda heimaftur.

Alt hetta og meira aftrat kanst tú lesa í hesi áhugaverdu bókini hjá Qualman, sum annars vil vera við, at Obama er fyrsti amerkanski internetforsetin. Tey meira tilkomnu minnast ivaleyst, at Kennedy var fyrsti sjónvarpsforsetin.