Archive for the ‘Telduspøl’ Category

Við hugflogi ella húki

Tú gevur tær kanska ikki far um tað, men at menna, geva út, marknaðarføra og selja telduspøl er ein stór vinnugrein. Í 2011 høvdu telduspøl eitt søluvirði alheims á umleið 400 milliardir kr. Sølan í handlum, sum hevur verið meginparturin, minkar nú so líðandi, meðan sølan á netinum er í munandi øking. At gera telduspøl er ein av eyðkendu kreativu vinnugreinunum í kt-øldini.

Tí var tað so upplagt, at MFS hóskvøldið, 16. august skipaði fyri einum temakvøldi við heitinum Telduspøl í Føroyum? Vit spyrja so ofta, tá okkurt stórt hendir í útlondum, um vit eru við. Hava vit virki, sum kunnu gera seg galdandi, og hvørjir eru vinnumøguleikarnir, her ella uttanlanda, hjá okkara kreativu og vinnufúsu ungu? Tað er gott við tí einsamalla flogvitinum, sum vit onnur kunnu spegla okkum í, tá ið tað gongur væl, og flenna eftir, tá ið tað gongur illa. Men hetta er ikki nóg mikið. Ein spurningur verður tað altíð, um vit í Føroyum hava umstøður, sum gera, at flogið fær rúm, og at fólk kenna seg væl og vird í landinum. Mær kemur til hugs Richard Florida og skriving hansara um kreativu stættina.
Tað er, sum orðstýrarin hetta kvøldið, Petur Zachariassen, tók til, at vit liva ikki av makreli eina.

Mark Craig

Hetta temakvøldið hjá MFS tók nakrar av omanfyri nevndu spurningum upp til umrøðu.
Felagið hevði fingið Mark Craig, sum býr í Liverpool og starvast í teldufyritøkuni Lucid Games, og sum heldur summarfrí í Føroyum, at greiða frá sínum royndum at menna telduspøl. Mark hevur í nógv ár starvast sum leiðari av forritaarbeiðnum í kendu fyritøkuni Bizarre Creations, sum lat aftur í fjør. Henda fyritøkan hevur gjørt fleiri altjóða kend telduspøl.

Mark og nøkur av teimum, sum vóru í starvi hjá Bizarre Creations, høvdu hug at halda fram og fóru tí saman undir at stovna eina nýggja teldufyritøku, Lucid Games, sum, hóast hon ikki enn telist millum tey stóru, kortini hevur fingið áhugaverdar ordrar og er í ferð við at menna nýggj telduspøl.

Í framløguni greiddi Mark frá, hvussu arbeiðið at menna telduspøl í eini sonevndari AAA-menningarstovu er skipað. Hann greiddi frá øllum liðunum í menningararbeiðnum, tað verið seg at gera menningaramboð, at sniðgeva, animera, forrita og optimera, alt hugtøk, sum skjótt kunnu gerast ógvuliga teknisk og fløkt fyri einum óroyndum. Men tú varnaðist, at samstarv og samskipan hevur kanska minst líka stóran týdning í menningararbeiðnum, sum tað kreativa frælsið.
Mark nevndi, at tá hann var við at gera telduspælið James Bond 007: Blood Stone (http://en.wikipedia.org/wiki/James_Bond_007:_Blood_Stone), var arbeiðið skipað í eini seks toymi, og tey vóru eini 100 fólk við í menningini, tá ið tey vóru flest. Arbeiðið at gera spælið klárt til útgávu tók útivið 2 ár.

Áhugavert var at hoyra, hvørjar tankar menningartoymið gjørdi sær um, hvussu spælið skuldi skipast, so at tað gjørdist ein heildaruppliving og ikki bara ein spurningur um at vinna ella tapa. Tað hevði týdning at fáa eina skilagóða javnvág millum tilgjørdan vitleika (AI), sum er fjaldur í sjálvum spælinum, og so valmøguleikarnar hjá spælaranum. Og hetjan (spælarin) skal jú vinna, so teir óndu, the bad guys, mugu sjálvandi helst ikki gerast alt ov óndir og ov hegnisligir í sínum óndskapi. Nei, helst skulu teir vera eitt sindur býttir og klombrutir, sum so kann vera ein umbering fyri at gera av við teir; teir hava næstan biðið um tað sjálvir. Og hvør vil ikki vera the smart guy?

Mark nevndi eisini dømi um, hvussu forritatoymið viðhvørt kom við meira heimagjørdum loysnum, tá sniðgevararnir funnu upp á serliga krevjandi spælibrot, sum kravdu meira, enn tøka tøknin og hugflogið kláraðu. Avbjóðingin var ikki at geva skarvin yvir, men at finna loysnir, sum kundu fremjast innanfyri verandi fíggjarkarmar. Hann nevndi dømi um, hvussu tey høvdu loyst slíkar krevjandi uppgávur.

Ein onnur avbjóðing er at gera spøl til nýggjar spælipallar, sum Apple iOS og Android, tvs. spøl til flytiførar eindir (mobile units) og nertiskýggjar (touchscreen). Jú, avbjóðingarnar eru nógvar.

Tað var greitt, at hetta sum Mark umrøddi var dømi um kreativan ídnað, fyri ikki at siga stórídnað. Og tað má tað vera, arbeiðir tú fyri Disney, Lego ella Microsoft. Tí tá snýr tað seg næstan bara um pengar í kassan.

Mark Craig og nakrir, sum hava áhuga fyri øllum, sum hevur við telduspøl at gera

Men tað eru eisini aðrir hættir at skipa menning og sølu av telduspølum.
Nú eru vit inni á tí, sum vit kunnu rópa nýggir virkishættir í eini tíð, tá vit hava altjóða internetkervið; ein búskapur, har kappingin er broytt og byggir á “principles such as openness, peering, sharing, and acting globally.” (1)
Nýggir útbreiðsluhættir so sum eitt nú YouTube, Itunes og App Store saman við sosialu miðlunum gera tað nú lætt hjá hvørjum einstøkum at standa við evstu ábyrgdini av øllum liðunum í menning, framleiðslu og sølu av t.d. telduspølum. Og nýggj bílig, men professionell menningaramboð gera tað rættiliga einfalt at gera t.d. telduspøl, bara hugskotið er tað rætta. Tað er ikki longur bara brúk fyri hesum stóru menningartoymunum, sum Mark umrøddi í sínum fyrilestri, fyri at kunna gera t.d. telduspøl. Tað finnast aðrir hættir, so at tú kanst geva teg til kennar við tínum spæli í hvørjum króki runt allan knøttin.

Julius Biskopstø

Hetta var eisini nakað av tí, sum Julius Biskopstø, menningarleiðari í fyritøkuni Simprentis, var inni á.

Hann hevur verið við at menna frálæruspælið OilSim, sum hevur fingið góða altjóða undirtøku.

Hetta er eitt spæl, sum samsvarar við tíðarandan, at børn eisini læra og kanska læra best, tá ið tey spæla tað, tey skulu læra (Edutainment).

Julius greiddi frá nýggjum menningarhættum, sum gera tað bæði lætt og bíligt at gera seg galdandi í telduspælvinnuni, ja, tað ber væl til at sita á onkrari útoyggj, um tað skal vera, og við internetinum hava samband við allan heimin og røkka einum kundaskara, sum kann gerast upp í milliónum.

Tey yvir hálvthundrað fólkini, mest ungir og helst evnaligir dreingir, men eisini nakrar gentur, sum helst eisini vóru evnaligar, lurtaðu hugtikin eftir fyrilestrunum. Spurningarnir vóru nógvir, og teir vóru teir flestu so serligir, at vit, sum eru komin nakað til árs, hildu okkum vera komnan í rættiligt nørdasamlag.

Onkur var inni á týdninginum, sum hepni tykist hava í hesi vinnuni. Tað eru sum kunnugt nøkur fá spøl, sum vinna frama í nýggja e-búskapinum, og hini sita so eftir við ongum. Men møguleikin er so altíð har, tí hvør veit, hvør tann næsta verður?

Ein annar áhugaverdur spurningur, sum varð settur, var, hvussu tað ber til, tá ið tað nú er so lætt at menna og selja telduspøl, at vit ongi føroysk telduspøl hava, sum hava gjørt seg galdandi her og úti í heimi. Tann spurningurin slapp nokk at standa ósvaraður.

Hjá nógvum av teimum, sum fáast við ella droyma um at gera telduspøl, eru nakrir áhugaverdir spurningar at fáa svarað.

Hvar fært tú útbúgving og royndir, hvar fært tú eggjan og íblástur, og hvar fært tú fígging til menningina?
Eg rokni við, at hetta vóru spurningar, sum Rani Nolsøe frá Íverksetarahúsinum visti okkurt at siga um. Men tá hann fekk orðið, sum tann seinasti hetta temakvøldið, var eg tíverri farin.

Aftaná hesar framløgurnar, tá ið eg var á veg heim, hugsaði eg um, hvussu hesi telduspølini, ella vitanin um, at tey eru til, spjaðist millum eitt nú børnini. Ongin ivi er um, at telduspøl í dag viga nógv í uppalingini. Tað má hava okkurt við samleika at gera, og børnini tíma tey flestu heldur ikki at brúka ov nógva leitiorku, men velja tað sum er populert. Eg sat og hugsaði um, hví næstan øll smábørnini, sum eg kenni, spæla Angry Birds (http://en.wikipedia.org/wiki/Angry_Birds)?

Hvat er tað, sum hugtekur tey, og hvussu berast boðini um hesi spølini frá einum barni til tað næsta? Sjálvandi ávirkar tað børn, at stórfyritøkur brúka stórar upphæddir til promotion, nakað sum viðhvørt minnir um eitt slag av kolonialismu.

Men børnini eru neyvan óvirkin offur, tey vilja sjálvi. Tey vilja hava sína egnu barnamentan og vilja hava ferð, kapping, (tilgjørdan) harðskap og spenning.

Nøkur børn og vaksin gerast sum kunnugt so bitin av spølum, at tað ávirkar tað sosiala. Men hetta eru undantøkini, og neyvan kanst tú lasta spølini fyri tað.

Søgur vilja vera við, at norski yvirgangsmaðurin Breivik skuldi spæla vaksnamannaspælið World of Warcraft (http://en.wikipedia.org/wiki/World_of_Warcraft) nógv, og onkur hevur hildið fyri, at hetta er prógv um, hvussu vandamikil telduspøl eru. Kanska hevur Breivik eisini etið havragreyt, men hetta veit eg nú onki um. Og tað skuldi helst ikki aftur endað við, at tú verður hóttur við glatan, um tú spælir ein erligan sjavs.

Men aftur til spurningin, um hví vit ikki eisini gera okkum galdandi í vinnuni, sum ger telduspøl. Vit eru smá, so kanska hava vit ikki nóg stóra nøgd av fólki við góðum gávum. Og so kann tað taka tíð at gera seg galdandi, men hepnið, sum er við í spælinum, kann gera, at tað kann líka væl henda í morgin sum um 20 ár.
So tað er bara at dríva á.

Annað er, um skúlin er lagaður til nýggj frálærukrøv? Og stuðla vit okkara kreativa fólki? Eg ivist. Vit lata skattalætta til sjófólk, men ikki til showfólk. Tosað verður alla tíðina um høvuðsvinnuna, sum ber landinum uppi, og tí framvegis hevur ókeypis rætt til sítt tilfeingi, og so skulu hini, sum ikki eru í hesi vinnuni, ansa sær ikki at gerast ov framlig. Í einum av okkara størru býum hava tey sett sær ein húk sum staðarmerki, og tað boðar nú ikki frá góðum hjá kreativu vinnunum.
Men heilt onki er nú ikki. Vit hava bæði íverksetarahús og ráðstevnur um íverksetan, so tað er vilji kortini.

Nógva staðnis leggja tey dent á at hjúkla fyri kreativu stættini. Lat tað tó ikki sigast um okkum, at vit stremba eftir at menna eina kreativa undirstætt.

(1) Don Tapscott & Anthony D. Williams: Wikinomics. How Mass Collaboration Changes Everything.London, 2007 (s. 3).

Advertisements