Archive for the ‘Sjónleikur’ Category

Hin fordervaði veruleikin á palli

Í hesum døgum hevur Tjóðpallurin latið dyrnar upp til leikin Aftan á Undrið, sum Jóanes Nielsen hevur skrivað. Leikstjóri er íslendingurin Guðjón Pedersen.

Nú havi eg ikki enn sæð hendan leikin, men sum liður í eini upphiting til sýningina setti eg mær fyri at venda aftur til ein annan leik, sum Jóanes Nielsen skrivaði fyri nøkrum árum síðan. Hetta er leikurin Eitur nakað land week-end?, sum sjónleikabólkurin Gríma setti upp á vári 2001. Eyðun Johannesen leikstjórnaði. Árið eftir vann hesin leikurin Norðurlensku Dramatikaravirðislønina. Handritið til Eitur nakað land week-end? vann annars leikritakappingina, ið Leikpallur Føroya hevði skrivað út  – árið fyri, leikurin varð framførdur, haldi eg tað var.

At Eitur nakað land week-end? vann virðislønir er ikki at undrast á, tí hetta er sjónleikur, sum stendur mát við tað besta. Hóast karmurin um leikin eru Føroyar, so er leikurin kortini alheimsligur. Hann snýr seg í stuttum um normalitet og identitet, um tað at verða menniskja, ikki djór, ikki dani, men føroyingur, nýtímans føroyingur í Føroyum.
Eins og í eini realitysýning (danska Robinson Ekspeditionen var at síggja í flest øllum føroyskum heimum um hetta mundið) letur Jóanes Nielsen gluggan upp til ein heim, einar Føroyar, har alt er farið í fisk.
Vit merkja týðuliga, hóast talan er um kollektivan leik, at Tóta er ein av høvuðspersónunum í leikinum, og tað er hon, sum manipulerar og eldhugað stjórnar avrættingini og æðralatingini av bóndanum. Hetta sum skal vera jólaleikurin á psykiatrisku deildini, har leikurin fer fram (Smb. One Flew Over the Cuckoo’s Nest hjá Milos Forman (1975)). Og tað er Tóta (tolir ikki høgtíðir, men er ikki kanska líka fallerað, sum hini á deildini), sum fellur í fátt, tá leikurin og symbolska faðirdrápið verður av ongum. Øll, tey á psykiatrisku deildini, føroyingar, ja allar Føroyar hava brúk fyri einum faðirdrápi, men tá alt fer av sporinum og leikurin verður av ongum, má hon bara ásanna, at hennara jól fara í fisk, eins og ein annar leikari staðfestir, at eisini sjónleikarbólkurin Sirkus Psyko er farin í fisk. Tóta fyriskipar eini test, og hon fær sjón fyri søgn. Har er ongin gongd leið.

Og vit, sum minnast aftur á hendingarnar, kunnu kanska leggja aftrat, at eisini ein onnur test, loysingin, sum annars var á skránni um hetta sama mundið og sum hevði fingið røring í, fór fyri bakka.
Eitur nakað land week-end? kann kanska síggjast sum ein eftirmeting av hesi gongd, har nærum alt var til fánýtis.

Spurningurin er, um tað ber til at vera heilur uttan at enda sum eitt beist? Hvat er so alternativið? Kanska Jesus, tí revsarin Paulus kann tað sambært Jóanesi neyvan vera. Í leikinum verður alternativið lýst sum eitt bland av tí pussiga og grova (fúla), tí djúpa og tí grunna, av álvara og gaman. Gongdin í hesum meistarliga leikinum tykist siga, at tað í síðsta enda eru vit sjálvi, einstaklingarnir, ið mugu velja og taka støðu, ja, velja okkara normalitet. Tað merkir ikki, at samstarv ikki er ein gongd leið, men í Føroyum er, sum støðan er, onki samstarv, onki mál, ongin visión, tí Saman at halda varð ei okkum givið, sum Hans Andreas Djurhuus yrkti. Og tað ger valið einfalt!

Onkur kann kanska undrast á, at Jóanes Nielsen, sum annars er vinstrasinnaður, kemur við einum so jánkasligum politiskum boðskapi í hesum leikinum. Men man hann ikki langt síðan hava slept dogmatismuni, og er farin at hugsa sjálvur, nakað, sum ikki er heilt vandaleyst. Ummælarin Høgni Djurhuus helt eisini, at politiski boðskapurin var dekan ov torskildur í hesum leikinum (Sosialurin, 30. mars 2001).

Kanska er tað úr avlopinum ella burturkastinum ella fordervinum, at vit stava, og av hesum mugu vit læra at tola tann beiska veruleikan, hóast tað kann vera ringt hjá mongum. Antin tey nú eru normalir ella ónormalir psykopatar, sum skaldið tekur til.
Í eini blaðgrein herfyri segði Jóanes Nielsen, at vit kunnu ikki útihýsa fordervinum í okkara gerandisdegi og lívi. Og tí hevur hann mist hugin at ganga í býin, síðani roykiforboðið var sett í gildi.

Hóast sjónleikur er uppliving, so minnist eg, at hesin leikurin, tá ið eg sá hann í 2001, gav afturljóð í mínum sinni. Tú fekst nakað at hugsa um, og har var nakað sum festi seg. Tú (og leikararnir) fekst ein part av sannleikanum slongdan beint í fjesið. Og so var hetta beinrakin tala, stutt og kontant. Ongin trygd varð tó veitt um bót ella bata. Men spælið var bara heilt gott, haldi eg meg minnast.

Við øllum hesum í huga eri eg spentur at síggja nýggja leikin hjá Jóanesi Nielsen.

Advertisements