Archive for the ‘Samfelag’ Category

Nú mugu teir stýra sær

Nú skilji eg á lagnum, at hatta, sum hendi á nýggjárinum í Køln, tá nakrir menn fóru at kráma og taka uppundir konufólk á einum torgi har, er ikki so nógv øðrvísi enn tað, sum eitt nú føroysk konufólk kenna aftur frá vanligum føroyskum monnum. Og hetta tykist vera tað, sum kvinnufeløg og feministar nú gera vart við, at áðrenn vit fara at finnast at einum bólki av mannfólkum av einum ávísum ættarslagi, eiga vit fyrst at taka í egnan barm.

Vit vita, at tað at flyta seg frá eini mentan til eina aðra, sum á mongum økjum er øðrvísi, ger bæði kvinnur og kanska serliga menn óstøðugar og kann elva til trega. Eg minnist, hvussu eg var ávaraður, tá ið eg fór av landinum, at ansa eftir øllum teimum freistingunum, sum kundu taka meg av fótum og føra meg lúkst niður í díkið. Og eins og hjá so nógvum øðrum, lesandi ella sjómanni, mundið tað næstan eisini endað so hjá mær.

Tað liggur í mannamuruni at geva leyst og fylgja sínum driftum, men siðmenningin hevur lært okkum, at tað eru mørk, skal eitt líkinda samfelag koma burturúr.
Freud tosar um lystprinsippið og realitetsprinsippið, og at vit gjalda ein prís at halda okkum til realitetsprinsippið, men at vit, tey hepnastu, vinna hetta aftur í sublimeringini. Ella sagt eitt sindur øðrvísi: at vit almindiligu vinna nógv bara við at uppføra okkum ordiligt, vera íðin at arbeiða, hava okkurt ítriv, njóta samanhaldið og tað viðhvørt ræðandi frælsið o.s.fr.
Vit kenna hetta sama aftur í griksku heimsspekini sum skilnaðurin millum Apollon (tað vakra, siðiliga og kreativa) og Dionysos (rúsurin, tað ovurkáta og ógvisliga).
Ja, er tað ikki júst hesin skilnaðurin reklaman spælir sær við: halt tær, men keyp (eisini upp á borg), so verður tú lukkuligur. Tað eru nú kortini fleiri, sum ivast í, um hetta er einasti vegurin til lukku og eydnu.
Jesus tosar um freistingina, t.d. í Matt. 5.29: “Um nú høgra eyga títt freistar teg, so rív tað út og kasta tað frá tær! Tað er tær betri, at ein limur tín verður forkomin, enn at alt likam títt verður kastað í Helviti.” So álvarsamt kann tað eisini verða.

Kvinnukúgingin, sum tað onkuntíð verður rópt, er kanska fyrst og fremst eitt tekin um, hvussu valdið er skipað í einum samfelag. Tá er tað fyrst og fremst kynið, sum ger av, hvør er minni ella meira mentur. Henda kúgingin er aldargomul og var kanska neyðug í eldri samfelagsskipanum, men hóskar ikki væl í einum framkomnum vælferðar- og brúkarasamfelag.

Vit ‘meira framkomnu’ eru tí á veg burtur frá eini einfaldum hátti at bólka kynini, men í øðrum meira siðbundnum mentanum er kvinnukúganin støðið hjá valdinum í gamalsliga patriarkalska samfelagnum og tí hjá monnunum. Ei undur í, at hesir menn øtast um kvinnur, sum tað ikki flættast við, og sum við sínum atburði í teirra eygum eru ein hóttan móti valdinum og siðmenningini. Vald og vani bítur jú best.

Øll samfeløg hava síni skismu, sum nógv eru meinaleys, men onkur eru óheppin og skaðilig. Mannfrøðingar hava víst á, at tað eru samfelag, sum rigga væl, meðan onnur samfeløg eru rakt av skismum, sum føra til óheppin viðurskifti: harðskap, lógloysi og uppsteðging o.s.fr. So tað er ikki líkamikið, hvussu samfeløg rigga, og óheppin viðurskifti kunnu ikki verjast við at vísa til, at tey eru mentan. Onkuntíð er nóg mikið at seta orð á skismu ella gera onkrar broytingar. Í øðrum føri má eitt heilt siðaskifti til.

Nú sigi eg ikki alt hetta fyri at bera í bøtuflaka fyri tí, sum hendi í Køln henda dagin. Tí tað, sum hasir menninir gjørdu, var andstyggiligt og ikki minni, um talan var um skipaðan ágang. Nú frættist eisini um ágang og happing her hjá okkum á sosialu miðlunum. Og slíkt eigur heldur ikki at verða góðtikið.
Og teir, sum kanska kenna seg niðurgjørdar, mugu bara læra, at soleiðis kunnu teir ikki gera. Teir mugu stýra sær!
Tí er tað púra burturvið, sum ført hevur verið fram, at konufólkini eiga at ansa sær og hava í huga vandan, at menn kunnu gerast naskir.
Gott nokk liva vit í einum samfelag, har fólk dáma at standa fram, vísa seg og verja sín samleika, og soleiðis skal tað eisini vera. So kunnu vit hava okkara meining um tað og annars royna at halda okkum, um okkurt er sum øsir okkum, tí sum tað stendur í sanginum: sissa meg, tá eg vil liva…
Teir, sum lata seg øsa, mugu so antin royna seg í vanligum parlagi ella við dating, sum tað eitur nú á døgum, ella fara í burka og fáa sær bind fyri eyguni. Lat hini so klæða seg, sum teimum lystir ella sum mótavinnan nú einaferð mælir okkum til.

Jú, rætt er sum tað stóð í teknirøðunum man plagdi at lesa, áðrenn man hevði fingið eyguni upp fyri betri lesnaði, at “hvid mand taler med kløvet tunge”.
Men hesaferð mugu vit hvítur ella ei siga við einari tungu eitt greitt nei. Mentan ella ikki mentan – soleiðis gera vit bara ikki her ella nakra aðrastaðnis.

Advertisements

Europa teskar

europa

Vit liva í eini tíð, tá vit eru noydd at taka støðu í málum, sum eru grundleggjandi fyri okkara framtíð, samstundis sum vit ikki vita, um vit eru keypt ella seld. Tora vit t.d. at finnast at muslimum, tá teir fremja illgerðir? Gerast vit ikki tá rasistisk og dyrka ein mentanarfíggindaligan hugburð? Og tora vit at finnast at Ísrael? Gloyma vit ikki tá, hvat jødunum var fyri ikki minst í 1940’unum, og gera vit okkum ikki tá inn á Guds útvalda fólk. Soleiðis sveiggja tankarnir fyrst annan vegin og síðan hinvegin, og stríðið, sum var orsøk til vinglið, kann halda fram ótarnað.
Vit standa, sum høvdu vit bitið í lort.

Í okkara heimsparti stendur tann sonevnda eurosentrisman fyri skotum. Eurosentrisma er í stuttum at halda, at bara vit her í Europa eru nakað, vit skara framúr, Europa er tann framkomni heimsparturin og øll onnur eru tilafturskomin, undarlig, perifer, hava lítið og onki at bjóða av veruligum týdningi.
Hesin hugsunarháttur hevur í seinnu helvt av 20. øld fingið eitt skot fyri bógvin. Tað er ikki politiskt eftirfarandi longur at taka ein heimspart fram um ein annan, tí allir heimspartar hava sínar dygdir, hóast teir eru ymiskir. Henda sannroynd gav europearum ein sovornan hvøkk, at teir ikki longur tordu at føra tað fram, sum veruliga var vert at halda fast við, m.a. tað sum eru sprottið úr upplýsingastevnuni.
Nei, frælsið kann ikki stigbendast longur. Øll eru fræls á sín hátt, sjálvt tey, sum opinlýst eru ófræls.
Vit kunnu finnast at, at fólk verða fongslað fyri politiska sannføring, og biðja tey londini, sum brúka slíkan framferðarhátt, um at skamma seg, men at fara at finnast at sjálvari skipanini í slíkum londum er ikki bara frekt, men beinleiðis nasvíst. Hyggið tit bara eftir tykkum sjálvum, er tá ofta svarið. Og vit bakka og skammast full av skuldarkenslum.

Her er tað sjálvrættvísið, sum stingur sítt høvur fram.

Sjálvrættvísi er ein háttur at skilja heimin, sum ger, at eg haldi meg í hvussu er á summum økjum at hava meira rætt enn onnur. Og hesin avlopsrættur gevur mær rætt til at finnast at fólkum, sum ikki meina tað sama sum eg, ja gera tey óttafull, flenna at teimum, gera teimum ónáðir ella tað, ið verri er. Og sjálvrættvísi er næstan vorðin til aðalhugsunarhátt í okkara tíð. Vit eru ikki í dialogi longur, nei, vit proklamera ella senda út rættleiðingar, og her í Føroyum flenna vit eftir Sea Shepherd ella eitt nú býttu fiskifrøðingunum.

Sjálvrættvísi ger tað ómetaliga trupult og tungt at skulu viðurkenna egnar feilir ella mistøk.

Ein stuttligt søga var einaferð herfyri, tá elektroniska gjaldsskipanin hjá bankunum (PBS) gekk fyri. Føroyingar á ferð í útlondum máttu bróta shoppingina av, tí gjaldskortini virkaðu ikki, og tað varð ført fram, at orsøkin til steðgin lá í Føroyum. Fólk vóru á gosi og skelkað, ikki so nógv av, at tey vórðu noydd at steðga á við keypinum, men at feilurin skuldi vera hendir í Føroyum. Tí feilir henda jú ikki í Føroyum! Vanliga vildi ein søga sum henda, kom hon fyri í t.d. Danmark, als ikki verið løgd til merkis. Tí hvønn týdning hevði tað, um feilurin nú lá í Viborg ella Aabenraa? Tað avgerandi var, at skipanin fekst at virka aftur, og at átøk vórðu gjørd, so feilurin helst ikki skuldi henda aftur. Men so hendi tað, Gud havi lov, nakrar dagar seinni, at PBS noyddist at viðganga, at umrøddi feilur kortini ikki lá í Føroyum, men hjá onkrum handli onkustaðnis í Danmark. Tá lættið.

Nú skal tað ikki skiljast so, at sjálvrættvísi er eitt føroyskt fyribrigdi, hóast henda sóttin hevur gott tak á okkum føroyingum. Nei, sjálvrættvísi er ein strategi fyri at yvirliva, í øðrum førum fyri at sleppa at fremja harðsskap, terror o.s.fr. Tað verður truplari at síggja nakað sosialt ella tjóðskaparligt valdsligt liggja til grund fyri tí, sum sjálvsrættvísið letur upp fyri.
Stórveldi berjast til fánýtis móti tí stálsetta og eirindaleysa sjálvrættvísinum, men verða gjørd til láturs og eyðmýkt, um tað so í bardaga við illa útgjørdar knæbóndur. EU má leggja kongin í stríðnum við pinkalítlu Føroyar, sum sigur seg hava allan rættin við sína lið. Stóru landsliðini úti í heimi skulu ikki koma her og billa sær inn, at tey skulu vinna á okkum. Vit hava rætt at vinna av og á og fara at gera tað, tí tað er júst henda kensla, sum drívur verkið.

Sjálvrættvísi er í sjálvum sær ikki nakað skeivt ella ómoralskt. Tað kann vera ein neyðug drívmegi, t.d. okkara tjóðskaparstríð. Men tað kann eisini hava avleiðingar við sær, sum ikki áttu at verið góðtiknar. T.d. imperialismu ella kolonialismu, kríggj og kúging. Men tá kunnu vit kanska aftaná biðja um umbering.

Fleiri halda, at Europa er á eini skeivari kós og er um at missa takið á heiminum, ja, missa seg sjálvan burtur. Europa er av álvara vorðið kvøldlandið. Tað kann væl vera.
Ein grund kann eitt nú vera, at øll spæla ikki eftir ásettum reglum, men loypa á har, tey síggja ein veikleika.
Onkuntíð kundi man kortini ynskt sær eitt sindur meira av eurosentrismu, at man tordi at standa við tað besta, sum kanska serliga Europa hevur fostrað, t.d. fólkaræði, talu- og skrivifrælsi, at átrúnaður skal vera ein privatsak o.s.fr. Hetta er tann góði arvurin hjá Europa. Men Europa hevur eisini ein tungan arv at dragast við. Hjá Europa kann øll 20. øld skírast sum ein svørt øld við ræðuleikum, sum tað er ilt at ímynda sær. Ei undur í at Europa ofta teskar heldur enn at rópa. Viðhvørt hevur tú kortini varhugan av, at lítlu Norðurlondini tora betur at tala at enn onnur størri lond, hví tað so man vera.

Nei, lætt er tað ikki, men tað hevði verið ynskiligt, at tað varð loyvt okkum øllum at taka sjálvstøðuga støðu, uttan at skuldarkenslan skal gera teg málleysan ella til ein vingluskølt.

Í gjónni millum sjálvrættvísið og skuldarkensluna eru útlitini fyri dialogi smá.

 

Tað er systeminum, tað er galið við

kafe_nyTað er heilt óluksáligt, sum vit tosa nógv um okkum sjálvi, og kortini veit ongin, hvat tað er, vit í veruleikanum tosa um. Soleiðis sum tað eisini kom fram í t.d. kaffiprátinum í GMF í morgun.
Grundin er, at vit hava avskeplaði systemisk viðurskifti í landinum, og tað er ikki nakað, sum okkum dámar at hugsa ov nógv um, tí tað pínir.

Vit tosa alla tíðina um einstøk konkret viðurskifti, tað sum nú einaferð er á dagsskrá, og sum øll tosa um, men gloyma ofta ótilvitað ella oftari tilvitað, at tingini hanga saman.
Tú kanst ikki gera júst sum tú vilt og vænta “alt annað líka”, tí systemið svarar aftur, ikki við orðum, men við gerðum, avgerðum og hendingum. Tað er hetta vit ikki skilja, tí vit halda t.d., at tað eru tey, sum flyta, sum eru trupulleikin, tá ið vit tosa um fólkaflyting.
Tí er ikki alt, tá samanum kemur, ok?

Og er Føroyar ikki eitt paradís á jørð? Jú, í okkara avmarkaða optikki. Men tá vit ikki vilja skilja systemið, tosa vit uttan íhald um symptomini, og tey hvørva ikki, so vit kunnu blíva við at tosa. Og tað er tað, sum vit gera, vit tosa og tosa.
Og vit skilja ikki hví ikki ‘onkur’ ger nakað við trupulleikarnar. Hvør onkur?
Í síðsta enda (og endin er nær, sær tað út til) er tað ikki ein spurningur um vilja ella um manglandi vilja.

Vit kunnu analysera, finnast at og rósa so galið vit vilja, tí tá samanum kemur er tað vald (harðfryst vald), sum er avgerandi. Tí hava vit naggatødn.
Ongin dugir at seta orð á valdið – jú, leypa á løgmann, tað duga vit. Men forget it. Tað eru bara miðlarnir, sum kunnu liva væl av tí, og løgmaður kann ósmæðin hækka sína løn við 2-300 túsund um árið, samstundis sum øll geyla.
Men tá vit hoyrdu upphæddina, mistu vit málið, sum skilligt er. Onkur skal eisini gjalda, og ikki ein kleyv kann gera nakað við hetta, tí hetta er júst tað, sum verandi system er gearað til. Bestemt ikki til at geva pedagogum (sum nú royna at appellera til politiska valdið eftir vælvild) nakað sum helst eyka. Og politiska skipanin er heldur ikki gearað til at hjálpa ella tryggja eisini teimum, sum ikki hava ráð, so at tey kunnu sleppa at venja fótbólt ella ganga í tí mótanum, sum øll nú einaferð halda er tann einasti rætti.

Og tí standa eisini so nógv spyrjandi og skilja ikki, hví tingini ikki broytast til tað betra, tá ið nú øll siga, at tað skal so lítið til.
Hvussu ber tað til, at vit altíð missa alt á stokkinum?
Tað er tí at vit hugsa ikki systemiskt, og vit hava heldur ongantíð lært tað.

Góð hugskot eru góð. Eitt nú at stovna kaféir um alt landið. Eg vænti bara ikki, at tað hjálpir stórvegis. Vit fáa í ringasta føri bróstsviða, um vit drekka ov nógv kaffi.

Tað týdningarmesta er jú at rigga, og tað gera vit flest øll – og enn meira, um vit góvust við hesum ósjarmerandi grenjinum, sum onga leið førir okkum.
Sum tað stendur í sanginum: GÓÐA TÚ MÁST VITA AT TAÐ ER TÆR GALIÐ ER VIÐ, TÍ BARA TÚ RIGGAR SO FÆRT TÚ HELST FRIÐ.

kafe4

Pengar í egnar lummar

fornuft9

Jonhard Mikkelsen helt eina góða og stuttliga talu. Hann loysti annars av í bløðunum herfyri

Serfrøðin hevur ikki altíð verið høgt í metum. Vanlig fólk, men eisini valdið, dáma ofta ikki tey, sum halda seg vita betur. Eitt nú akademikararnar í Havn, sum lurta eftir tónleiki ella renna til sjónleikir, sum ongin skilur, og summir teirra lesa enntá bøkur. Tá er ólíka betri og stuttligari at lurta eftir countrykonginum Halli Joensen, ganga í bindiklubb, spæla gekk ella fartast kring landið í húsvogni. Og onki ilt um tað.

fornuft7
Bob Dylan stuðlar á ein hátt hesum hugsunarhátti, tá ið hann í sanginum Subterranean Homesick Blues segði, “you don’t need a weatherman to know which way the wind blows”. Kanska hugsaði hann her serliga um stívrendu serfrøðina, sum helt seg til tað roynda og gamla og noktaði at síggja tað nýggja í tíðini. Og tað ber nú einaferð til at hugsa sjálvur.

fornuft91

Í Danmark fingu tey í 2001 tað, tey róptu skipanarskifti (systemskifte), sum m.a. bar í sær, at vanligi veljarin nú vildi sleppa til orðanna, tí nú vóru tey troytt av at verða sett upp á pláss av serfrøðingaveldi og ráðisligum smakkdómarum. Danski arbeiðarin fann sær nýggjan flokk, Dansk Folkeparti, sum tordi at siga tað, sum nógv innast inni hildu, men ikki vildu standa við. At hetta skipanarskifti kom í 2001, júst 100 ár eftir stóra skipanarskiftið í Danmark í 1901, tá danir fingu parlamentarismu, man neyvan vera av tilvild. Gamli skilnaðurin millum tað fína og tað flata var um at hvørva. Hitt sonevnda mentanarradikala projektið, at lyfta vanlig fólk, sum vóru komin í fjøtur av lættisoppamentan, upp á eitt hægri mentanarstig, hevði sínar veikleikar og misti sítt mæti. Tað tók seg upp eitt virðisstríð, sum danski blaðmaðurin Rune Lykkeberg lýsir so væl í bókini Kampen om sandhederne. Om det kulturelle borgerskabs storhed og fald (Gyldendal, 2009).
Kendi franski sosiologurin Pierre Bourdieu vísti í sínum analysum á, at tey fínu eru ikki so fólkaræðislig, sum tey sjálvi halda, og at tey helst vilja halda seg fyri seg sjálvan og dyrka sína serstøðu og undirstrika, at tey eru ikki sum hini.

fornuft3

Nú er nógv broytt, og tað eitt sindur fínara slagið dámar nú at vera í hóslag við tey almindiligu, tí tey hava tað hóast alt stuttligari og tora at standa við, at tey hava vánaligan ‘smag’. Fólk úr øllum stættum drekka nú sama slag kola og eta pizza. Tað er bara í Føroyum, at vit eru so heimfødd og treisk og halda, at grind og spik, ræstur fiskur og garnatálg smakkar væl. Men ikki veit eg, alt vendir nú øvugt, og tú kanst enntá uppliva, at verkamenn sita og drekka fínt vín yrkadagar.

Her í Føroyum hava vit tíbetur ongantíð ordiliga havt nakran trupulleika av serfrøðini. Ja, vit hava eitt satt vitanarfobi, sum Bjørn á Heygum, sum talaði á kravgonguni á Vaglinum í dag móti handfaringini av tunnilsmálinum, tók til.

Eg havi gingið nógvar kravgongur, men eg má siga, at í dag var fyrstu ferð, at eg havi luttikið í eini filosofiskari kravgongu. Eini kravgongu við fólki, sum elska og trúgva á vitan. Og tað er so satt sum tað er sagt, at vitan og serfrøði hava ongan góðan í teirri føroysku politisku skipanini, tíansheldur í grammu vinnuni. Tað var ein tíð, tá menn og konur vóru, ið høvdu tign, onkur hevur kallað tey ‘gylta liðið’. Men tey yngru ættarliðini av heimastýrispolitikarum, sum nú ráða fyri borgum, eru púra sør. Ja, vit kunnu næstan siga um hesar politikarar, at teir eru koppsettir ímóti fornuft, sum tað eitur í einum av sangunum hjá Kára P.
Og tað ger ikki støðuna betri, tá ið vit síggja, hvussu politiska skipanin fer við okkara mentanar- og vitanarstovnum.

fornuft2
Bjørn nevndi í røðu síni m.a. vánastøðuna hjá fiskastovnunum á landgrunninum sum dømi um, at ávarðingar frá serfrøðini verða skúgvaðar til viks. Her telur meiningin hjá manninum á gøtuni borin fram av populistiskum politikarum, grammum vinnulívsmonnum og vælmeinandi prædikufólki meira enn kanningar, ástøði og evidensur. Og metingar hjá serfrøðini um, hvør tunnilsloysn er tann betra, telja ikki við í politisku telvingini, tá lokalpolitikarar trína fram á pall. Tí teir vilja hava sín tunnil! Kosta hvat tað kosta vil.
Tað tykist ikki røra teir, at fólkið rýmir í stórum tali. Og tilfeingisgjaldið, sum kundi gjørt okkum øll og landið betri fyri, hava teir gjørt til eitt ókvæmisorð, sum formaðurin í Fiskimannafelagnum vil hava strikað úr orðabókini. Býttari hann. Jú, føroysk búskaparfrøði er pengar í egnar lummar.

fornuft4

Ella sum ein talari tók til á kravgonguni: tá ið vit bara hava lokalpolitikarar, hvør skal so stýra landinum?
Eisini var tað hugvekjandi at hoyra annan talara spyrja, um okkara fólkaræði er so væl ment, sum vit ganga og halda.

Nú skal ein ikki leggja seg skerflatan fyri serfrøðini. Antin tú virðir serfrøðina ella ikki er fyrst av øllum ein spurningur um hugburð og um hegni. Vilja vit ganga undir reglur og mannagongdir, ella vilja vit bara brúka eirindaleyst vald at náa egnum áhugamálum? Ein tann besta vitanin er at vita, at tú ikki ert alvitandi, og at tað onkuntíð loysir seg at lurta eftir ráðum. Og helst var tað hetta kravgongan í dag snúði seg um: ein grundleggjandi skeivleika í okkara politisku fyrisiting og politiska hugsunarhátti.

Kanska hava vit brúk fyri einum skipanarskifti.

fornuft1

Húsarúm, men onki hjartarúm

Nú havi eg ikki ferðast í so nógvum londum, at eg kann siga tað fyri vist, men tað man vera fáa staðnis, at tú verður boðin vælkomin heim, næstan í somu løtu hjólini á Føroyaflúgvaranum, sum okkara eitur, nerta vøllin í Vágum. Og ofta havi eg eisini kent tað so. Men hesi seinastu árini eri eg farin at ivast, um øll kenna seg líka vælkomnan heim til Føroyar, ella um øll, sum eru her, kenna seg viðurkend og dámd.

Í farnu viku frættu vit, at Danmark er næstríkasta land í heiminum (m.a. roknað út eftir, hvussu væl vælferðarskipanir virka og eftir reiðiligheit og skilvísi í politisku stýringini); vit frættu eisini, at nakrir Gøtumenn, vóru tað vist, fingu dóm upp á, at teir kundu stinga 70 mió.kr. í lumman skattafrítt; og vit hoyrdu ein ungan politikara argumentera fyri, hví nøkur fólk, sum fáa forsorgarhjálp, eiga at finna seg í, at teirra veiting skjótt fer at verða skerd. Mær er sagt, at eitt einmælt løgting, íroknað Miðflokkin, tók undir við hesi avgerð. Ungi politikarin kallaði hetta at fáa gjøgnumskygni í almannaverkið. Eg sá so ongan ríkisgóðkendan grannskoðara verja hesi neyðars fólk, sum nú skulu læra seg at venda í hvussu er teirri seinastu krónuni. Jú, eitt umboð fyri Í menniskjum góður tokki talaði at, og kanska var formaðurin í Pensjonistafelagnum aftur á vøllinum við teirri nú skøvaðu plátuni, sum ongin tykist lurta eftir, at tað altíð eru tey veikastu, sum skulu spara fyrst. Ein fulttrúi í almannverkinum var tó í miðlunum og segði, at vit skulu bara fara til Svøríkis, so skuldu vit sæð almannaveitingar, sum gera tær føroysku til sannar lottovinningar.

Men so var ein onnur hending í farnu viku, sum boðar frá góðum, hóast hon snýr seg um eitt sera viðkomandi mál, sum kann koma øllum landinum í vanda. Eg hugsi her um bókina EXIT Føroyar, sum teir báðir Høgni Reistrup og Heri á Rógvi hava ritstjórnað, og forlagið Sprotin gevur út.

Vandamálið snýr seg um at fólkatalið hjá okkum stendur í stað ella minkar, og at tað serliga eru tey ungu og yngru, sum gerast færri, meðan tey eldru fjølgast. Tøl hjá Hagstovuni vísa, at í 1985 vóru 58% av fólkinum undir 35 ár; í 2012 bara 46%. Meðan fólkatalið hetta tíðarskeiðið økist við góðum 3.000 fólkum, minkar talið av teimum undir 35 ár við 4.000 fólkum. Hetta eru av sonnum tøl, ið tala. Spurningurin er, hvussu tað ber til, at so nógv velja Føroyar frá, sum tikið verður til, hóast vit hava vælferð, vinnumøguleikar og góð kor, sum fólk aðrastaðnis av røttum kunnu øvunda okkum. Hetta er eitt paradoks, og tað kundi bent á, at okkurt meira grundleggjandi er farið av lagi í okkara samfelag.

Í væl skrivaðu fyrstu greinini í bókini Føroyar eldast við rúkandi ferð skrivar Heini í Skorini um tær avleiðingar tað hevur, at tey ungu stinga av. Hann vísir á, at harvið fer dynamikkurin úr samfelagnum. Tá tað longu nú merkist, at tað verða færri at seta børn í verðina, ja, so klárar ongin at forða fyri fallinum. Tey eldru ella gomlu, sum nú mynda samfelagið, eru flest øll konservativ, og hetta kemur til sjóndar í politikkinum, sum verður førdur í løgtingi og í kommunum. Tað verður ov lítið av nýhugsan og onki engagement. Heini vísir eisini á tørvin, at vit fáa eitt veruligt miðstaðarøki í Føroyum, og at tað krevst ein uppgerð við romantiska bygdamenning og trongskygdan lokalpolitikk. Hesir tankar fingu tó beinanvegin banahøgg frá at siga øllum uttan Heðini.
Heini skrivar við støði í kanningini um, hví føroyingar búseta seg í Danmark, sum Norðuratlantsbólkurin á Fólkatingi skipaði fyri í 2008, og sigur: “Føroyska hópfráflytingin er ein holistiskur, samansettur trupulleiki, sum (…) snýr seg um so ótrúliga nógv ymisk viðurskifti: Verri vælferðartænastur, vantandi bústaðarmøguleikar, høgt kostnaðarstøði, høgar flogprísir, vánalig kor hjá støkum uppihaldarum, mentanarliga konservatismu, vantandi granskingarumstøður, ov fá mentanartilboð o.s.fr.” (s. 21)
Sæð í hesum ljósi føra vit tann øvugta politikkin í løtuni, nú vit spara á teimum strategiskt vitalu almennu økjunum, tá ið vit heldur áttu at gjørt íløgur. (s. 23)

Armgarð Arge hevur í síni grein Tá børnini flyta nakrar góðar eygleiðingar, sum nógv, ið eiga børn, sum hava búsett seg uttanlanda, kenna aftur. Eitt nú tómleikin og frástøðan, sum ger, at tú ikki sleppur at vera við, tá tey smáu abba- og ommubørnini taka fyrstu stigini á lívsleiðini, – kanska í onkrari danskari ella enskari íbúð. Tú fært næstan hug at tára, tí tú hevur upplivað tað sjálvur, tá vónin, at hesi abba- og ommubørnini fara at duga at tosa føroyskt, brestur. Men tá er tað sjálvandi gott, at børnini í Føroyum sjálvi læra seg bæði danskt og enskt og tosa tað flótandi og kunnu samskifta við systkinabørnini úti í heimi.

Ja, sum tilkomin fært tú næstan hug at lurta eftir sanginum hjá the Beatles við m.ø. hesum ørindi:

She…(we gave her most of our lives)
Is leaving (sacrified most of our lives)
Home (we gave her everything money could buy)
She’s leaving home, after living alone, for so many years (bye bye).

Nú kunnu meiningarnar um stór vandamál vera ymiskar, men eg má viðganga, at eg fái ikki verið heilt samdur við boðskapin hjá Ben Arabo, sum eisini skrivar eina av greinunum í bókini. Hann ger seg til talsman fyri hugtakið ‘at liva og lata liva’ (s. 41), tvs. at fólk mugu sjálvi um, hvussu tey leggja lívið tilrættis, tað verður teirra søk. Eg vildi heldur sagt tað øvugta, at tað er okkara søk, uttan at eg harvið meini, at staturin skal leggja okkara lív tilrættis. Er tað ikki júst hetta, at vit hvør sær hava lyndi til at savnast í smá afturlatin samfeløg, eksklutiónin, sum ger, at fleiri velja at flyta av landinum?
Eg skilji útleggingina hjá Ben Arabo um átøk í vinnu- og skattapolitikki sum borgarliga: at tað eru nøkur A-menniskju, sum skapa virðini, og so eru tað øll hini, B-menniskjuni, sum skulu vera glað fyri, at A-menniskjuni tíma at hjálpa teimum. A-menniskjuni skulu tí hava serligar sømdir og hjúklast skal fyri teimum, so at tey ikki taka stigið fult út og rýma. Tað er næstan sum við teimum við forsorgarhjálpini, sum ikki tíma at arbeiða, tí at tað sigst, at tey fáa ov høga veiting, og so hesum, sum ikki tíma at arbeiða, um tey ikki fáa nokk, t.d. lønir svarandi til eitt norskt lønarlag, sum liggur ein triðing omanfyri okkara.
Júst soleiðis verður tað nú ikki orðað í greinini hjá Ben Arabo, men soleiðis lesi eg tað.

Nú skal eg ikki endurgeva alt, sum stendur í hesi áhugaverdu bókini, men bara vísa á, at tað sambært henni kanska mest av øllum er hugburðurin til okkum sjálv og okkara samfelag, sum skal endavendast, um vit skulu koma hesum nevndu trupulleikum til lívs, soleiðis sum Heri á Rógvi, annar ritstjórin, málber seg í síni grein við heitinum Vit framleiða fólk til onnur. (s. 75)
Eg vildi næstan sagt, og ætli mær at nevna tað til seinast, at tað er so nógv annað, vit skulu endavenda umframt hugburðin.
Hetta við hugburðinum stendur sum nevnt frammarlaga í nógvum av greinunum í bókini, og tað er næstan sum um, at um bara hvør einstakur tekur seg í nakkan nú, ja, so fer alt at broytast.
Eg ivist, tí so einfalt er tað neyvan, tí hvat er tað, sum skapar hugburð?

Vit lesa dømi um fólk, sum hava klárað seg væl í Føroyum, hava fingið leiðandi starv og ávirkan, og sum tykjast halda seg hava prógvað, at tað ber til at búgva og trívast her. Og vit kunnu eisini vera samd um, at ‘hovsaloysnir’, so sum at stovna altjóða universitet, sum kanska kann verða ein hjálp, og sum hevur riggað í øðrum útjaðaraøkjum, júst kunnu líkjast hovsaloysnum. Onnur hava nevnt tjóðpall, og tey, sum eru minni krevjandi, halda, at tað kundi verið nóg mikið við eini café í teimum størru bygdunum (hetta seinasta meini eg tó ikki er umrøtt í hesi bókini). Summi gremja seg um køvandi átrúnað, ella at føroyskir menn eru mammudrongir allir sum ein, men har hevur Bill Justinussen longu svarað greitt, at tey, sum ikki dáma deymin frá lýsikókarínum, kunnu bara fara, tí her er gott at vera.

Uppaftur onnur hava roynt, at ongin í Føroyum spyr eftir teimum og teirra vitan, og vit hoyra um manglandi lóggávu og manglandi kompetansu og tænastuvilja í almennum stovnum og umsitingini. Hetta kann gera, at tú kennir teg ikki vælkomnan heim, hevur tú servitan, og nógv, sum hava góð hugskot, uppliva eisini, at har er ongin skipan ella ongi fólk at lofta góðum hugskotum. Katrin D. Apol er júst inni á hesum í síni grein Tá aftur og fram ikki er líka langt, tá ið hon leggur dent á at skapa tilknýti millum tey, sum eru burtur, og stovnar og virki heima.
Kanska hava vit brúk fyri eini Menningarstovu, sum stuðlar vitanardeiling og gevur góðum vinnuligum hugskotum verkligan stuðul og flog. Soleiðis fati eg í hvussu er tað, sum Guðrun Rógvadóttir frá fyritøkuni Guðrun og Guðrun skrivar í greinini Gev mær Føroyar – og umheimin.
Eg kann annars ímynda mær, at nakað av hesum stikni til servitan upprunaliga kann vera staðsett í nótamentanini, sum ræður í teimum mest týðandi pørtunum av okkara høvuðsvinnu.

Fólkatingslimurin Sjúrður Skaale skrivar eina av áhugaverdu greinunum í bókini við heitinum Við love skal land byggjast. Hann nevnir kendu orðini hjá Kennedy, sum eg ikki skal endurtaka her, men kemur eisini við eini ábending um, at viknandi tjóðskaparkensla, kann vera ein orsøk til, at tað er lættari at fara nú enn tað var fyrr.
At vit ikki longur trúgva upp á Føroyar, og bara síggja grátt útyvir grátt, er við til at mana fram eitt taparalyndi. Sjúrður sigur í hesum viðfangi: “Tí er meiri enn nakrantíð tørvur á, at tey økini, har Føroyar “vinna”, verða tikin fram. Alt tað, vit kunnu vera errin av. Náttúran. Mentanin. Søgan. Málið. Felagsskapurin. Tryggleikin. Hetta at vit eru so fá, at hvør einstakur veruliga kann hava ávirkan – um hann vil.” (s. 173)

Tað er rætt, sum nevnt verður í greinini, at eitt nú fingu tey samkyndu, sum tóku dystin upp, ávirkan, men tað er neyvan rætt at siga, at so kunnu øll onnur gera tað sama. Valdskipanina broytir tú ikki frá degi til dags. Tað ber til við treiskni og tolni, ella sum Erlendur segði, við lirkan og lumpan, at fáa ávirkan, og var tað ikki so, ja, so kann alt gera tað sama.
Orkar tú hinvegin ikki at bíða eftir broytingum, so er lætt við internetinum, Skype og Facebook í skjáttuni at seta búgv har, sum tú kennir teg meira heima. Søgan vísir okkum, at fólk og fuglur flyta, um tey eru undir harðræði, og tá (andaliga) føðin gongur undan.

Og viðvíkjandi teimum økjunum har Føroyar “vinna”. Er tað ikki júst hetta, vit spara burtur í hesum døgum? Hví skulu ein HF-næmingur ella vit onnur royna at bjarga mentanini og landinum, tá ið greiða signalið er, at vit hava ikki ráð til (føroyska) mentan? So gera vit ella hon sjálvandi tað, sum er púra rætt: hon flytir hagar, mentan verður vird.

Mær kemur fyri, at vit eru farin at tveita innbúgvið, ja, sjálvt hjartarúmið út á berajól, og so vænta vit, at gestirnir fara at trívast betur, tá ið tað verður rúmligari inni og tómligari.

Nú er so ein serfrøðinganevnd sett, sum skal kanna orsøkina til fráflytingina og koma við uppskotum, sum kunnu tálma gongdini. Og landsstýrismaðurin í vinnumálum bedýraði í Degi og Viku herfyri, at landsstýrið fór at seta neyðugan pening av til tað, sum hetta fer at kosta.
Í Hetlandi, sum hevði støðuga afturgongd í fólkatalinum í eitt 100 ára skeið frá 1860’unum til 1960’ini, hava sitið mangar kommisjónir og gjørt sær tankar um, hvussu vend kann fáast í. Har høvdu tey Føroyar sum fyrimynd, tí her var framburður og fólkavøkstur. Har vóru teir undir skotskum harðræði, meðan vit her høvdu tjóðskaparrørslu og vóru væl vard av norðurlendska vælferðarskjólinum. Nú tykist vend vera komin í, og Føroyar eru endaðar í somu óndu ringrás, sum Hetland sum nevnt var í, tá fólkatalið minkaði niður í helvt. Um ein serfrøðinganevnd fer at hjálpa, ja, tað fer tíðin so at vísa.
Í hesi bókini, sum er til umrøðu her, verður víst á, at vendir gongdin ikki, so fer føroyska samfelagið fyri bakka um eini 40 ár.

Hóast hetta er ein viðkomandi og sum heild góð bók, so haldi eg kortini, at okkurt kundi verið tikið fram aftrat, sum kundi lýst hetta vandamálið við fráflytingini betur. Eg nevndi í byrjanini hetta paradoksið, at fólkið flytur, hóast vit at síggja til kunnu liva sum greivar. Ein frágreiðing, hví so er, eru helst grundleggjandi skipanarligir skeivleikar.
Eg hugsi her m.a. um teir skipanarligu trupulleikarnar, ið hava sín uppruna í okkara høvuðsvinnu.
Í løgtingslógini um vinnuligan fiskiskap verður sum kunnugt sagt, at livandi tilfeingið á føroysku landleiðunum og aðrastaðnis eru ogn Føroya fólks. Og her byrjar vandamálið.
Soleiðis sum lógin verður umsitin, er tað ein spurningur, um føroyska samfelagið veruliga fær ágóðan av øllum hesum ríka tilfeingi. Kom hesin ágóði til høldar, og ikki allur endaði í privatum lummum, kundi væl verið, at vit í dag høvdu bæði Eysturoyar- og Sandoyartunnil, dagført sjúkrahúsverk, altjóða universitet, tjóðpall og lægri kostnaðarstøði. Vit høvdu tá øll verið ríkari. Tað kundi eisini hent seg, at var skipanin í fiskivinnuni ein onnur, so kanska vit í dag vóru ein framkomin matvøruframleiðandi tjóð, við aðrari framkomnari framleiðslu og tænastuveitingum, har brúk var fyri øllum góðum hondum, bæði leikum og lærdum.

Politikararnir munnu hava ásannað hetta, nú handfaringin av makrelinum hevur sent neilig signal til alla tjóðina og eisini tey, sum búleikast uttanlanda og onnur við. Tí man tað vera, at landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum hevur sett eina serfrøðinganevnd at endurskoða lógina um vinnuligan fiskiskap, sum m.a. skal taka støðu til tilfeingisgjald. Tað er tó lítið, sum bendir á, at tað verða gjørdar avgerandi skipanarligar broytingar í okkara fiskivinnu í bræði, og ein serfrøðinganevnd kann sum kunnugt eisini vera góður soviheilivágur.

Tað er gott signalvirði í røttum politiskum avgerðum, tað sóu vit í umrøðuni omanfyri av Danmark, sum er mett at vera heimsins næstríkasta land. Rættar politiskar avgerðir og góðar skipanir eru við til at geva góðan og jaligan hugburð. Eg veit tó ikki, hvussu tit hava tað, men eg minnist ikki í løtuni, nær eg seinast hoyrdi um eina politiska avgerð her á landi, sum fekk meg at siga vauw. Og tað harmar.

Eg fari annars at mæla øllum, sum hava áhuga fyri samfelagsviðurskiftum at lesa hesa forkunnugu bók, sum setir sjóneykuna á eitt av størstu vandamálunum, sum nakrantíð hevur hótt tjóðina.
Bókin er ein góð byrjan til og framhald av kjakinum, sum helst ikki skal gerast ov drúgt. Tí so vendist kanska ikki aftur. Eg sigi kanska – tí verður oljan funnin, so er alt hetta brátt søga.

EXIT Føroyar. Ritstjórn: Høgni Reistrup og Heri á Rógvi. Sprotin, 2012. 198 síður við fleiri myndum.