Archive for the ‘Politikkur’ Category

Gestsins eyga

Hon mátti koma. Bókin um Astrup. Og nú er hon her. Rithøvundurin Páll Holm Johannesen er blaðmaður og hevur undan hesari eisini skrivað bókina Tey sóu reytt. Víðgongdi vinstrivongurin í Føroyum 1962-1990 (2011) og ritstjórnað útgávuna Krossvegir. Essay-savn um átrúnað og politikk í 2007 saman við Heina í Skorini.

astrupGløgt er sum kunnugt gestsins eyga, og tá ið tvær siðmentanir bresta saman, øðrumegin tann heiðurliga danska, her umboðað av Jørn Astrup Hansen, sum verður sendur til Føroyar, tá landið enn einaferð ók á knøunum, og hinumegin tann óstýriliga føroyska, tá er úrslitið givið. Vit kenna tað frá Asterix og Obelix, teir báðir gallararnir, sum góvu rómverska stórveldinum ganir. Og hvør minnist ikki prestin Peder Børresen í skaldsøguni Det gode håb hjá William Heinesen, sum er um at koma í rasshaft av fávitskutum føroyingum og eini muturspiltari mest danskari klerka- og embætisstætt. Tað er av sonnum ein nívandi løta hjá prestinum, tá ið hann umsíðir má ásanna, at hann hevur mist alt álit á yvirvøldini.
Og hetta er áleið sama upplivingin, sum Astrup fær av Føroyum, tá ið hann 1. januar 1993 kemur higar at rudda upp í Sjóvinnubankanum, sum var farin á húsagang á sjálvum 60 ára degnum 6. oktober 1992. Tí føroyingum bjóðar tú ikki av á heimavølli, allarminst um tú ert útlendingur.
Bókin snýr seg ikki so nógv um royndirnar at bjarga bankanum og føroyskum vinnulívi, men heldur meira um, hvussu Astrup má læra føroyingar, at bankavirksemi er ikki ein almannastova, sum hjálpir neyðstøddum. Og tí var tað uppliving við lít, tá ið ein heil bygd einaferð stóð inni á skrivstovuni hjá bankastjóranum við borgarstjóranum á odda við kravi um, at nú mátti bankin geva flakavirkinum lán, tí fólk vildu sleppa til arbeiðis. At virkið eisini skuldi bera seg, kom ongum til hugs. Tá var tað Astrup kom við kravinum, at verkætlanir skuldu vera ’bæredygtige’, sum síðan er blivið til buzzorð í Føroyum, tí nú tosa øll um burðardygd, ofta uttan reiðiliga at gera sær greitt, hvat orðið merkir.

Henda bókin um Astrup er ein lýsing av nógvum viðurskiftum í føroyska samfelagnum, sæð við hansara eygum. Lýsingin fer ikki altíð í dýptina, kanska tí at Astrup er tann typan sum heldur, at tað, hann førir fram, er so eyðsæð, at tað má ein og hvør idiotur kunna skilja.
Eitt, sum eg gjørdist varugur við, tá eg las bókina, var leikluturin hjá politisku skipanini, sum gjørdi lítið við at loysa átroðkandi vinnu- og samfelagstrupulleikar, men mest brúkti orku til at verja politisk fylgisneyt og persónlig ella lokalpolitisk áhugamál. Hetta máttloysið verður lýst við fleiri dømum í bókini. Hóast danskari og bankastjóri, so byrjar Astrup næstan beinanvegin at leggja seg út í kjakið um týðandi samfelagsmál, tað veri seg umsitingin ella manglandi umsitingin av fólksins ogn. Hann peikar á sjúkueyðkenni í høvuðsvinnuni. Hann øtast um fámannaveldið, sum eins og í Ruslandi hevur veruliga valdið í landinum, meðan politiska skipanin skinklar, sum hann tekur til. Og tá tann annars smædni Astrup leggur seg út í kjakið, so er tað eitt slag av neyðverju, tí hann upplivdi ferð eftir ferð, at bankin varð gjørdur til syndabukk fyri nakað, sum tann veika politiska skipanin átti at taka sær av, men ikki fekk tikið sær um reiggj. Hann varnast eisini, at høvuðsvinnan er korporativt skipað, reiðarar og fiskimenn eru bókstaviliga í sama báti, so har er eingin áhugakonflikt. Fíggindin er hini.
Astrup spyr, hví tey lærdu ikki gera vart við seg í almenna kjakinum, tí tað eiga tey at gera afturfyri, at samfelagið hevur givið teimum eina góða útbúgving og serligar førleikar. Men tey tiga, tey flestu, og kanska ikki uttan grund. Stuttligt er tað annars, at Astrup eisini er tann, sum fekk jarðlagt ósiðin, at bløðini skuldu vera á tremur við dulnevndum lesarabrøvum. Sig so tað.

Tú fært annars varhugan av, tá ið tú lesur bókina, at bankastjórin er eitt sindur av einum skápsmarxisti, tí honum dámar ikki stóraktionerar, sum keypa partabrøv við læntum peningi, men vil heldur hava, at ein breiður ognarskari eigur avgerandi vinnutólini so sum bankar o.tl. Tað skapar undirtøku og ábyrgdarkenslu. Og so er Astrup eisini romantikari og vil varðveita postverkið upp á tann gamla mátan. Men har er tíðin nokk ikki í hansara parti, og har vendist vist ikki aftur.

Tað er vert at leggja til merkis, at bankastjórin eisini er fullveldissinnaður, tí hann var sannførdur um, tá ið fullveldið var á skránni, at tað var rætt, at vit vildu standa á egnum beinum. Men hann heldur lítið um fullveldistilgongdina, tí tá vildu teir hava alt og fingu einki, og eftir standa vit við sama óloysta tjóðskaparspurningi, sum framvegis køvir alt veruligt politiskt kjak og politisk átøk her á landi. Men danskarar áttu sín lut í, at tað gekk so illa við hesum samráðingunum, og kann tað koma av, at danska stjórnin ”var snøgt sagt bæði móð og troytt av føroyingunum um aldarskiftið. Kendi seg eyðmýkta. Serliga bankamálið mundi vera henni ovboðið.”
Ríkisveitingin átti at minka í góðum tíðum, heldur Astrup, og kanska at verið økt, tá ið verri stóð til. Men at taka ímóti ríkisveiting og spara hana upp til at fíggja loysingina, tað heldur hann vera lítið virðiligt.
Í Búskaparráðnum hevur Astrup mælt til at avtaka sjómannafrádráttin og serligu fiskavirkisskipanina hjá ALS, og tí undrar tað ikki sørt, at hann dittar sær oman í Rotary at eta døgurða við tí betra slagnum. Stuttligt er eisini, at Astrup av tilvild verður boðin við á matstovu í Tivoli, tá ið keypararnir fara har at hátíðarhalda íslendskt fíggjaða keypið av sørvágstrolaranum Vesturvón. Tí Astrup dámar als ikki íslendsku innrásina, sum kom við íslendska bankanum Kaupthing. Tí hetta var vist ikki tað góða gamla varisliga bankavirksemið. Men øll vóru jú bergtikin, og hetta setti onnur í skammikrókin, men sum tikið til í danska sanginum: Det sku’ vær’ så godt, og så’ det faktisk skidt.

Jú, hetta er spennandi bók. Men hon er ikki spennandi allan vegin. Tað er í so nógv av knøppum vendingum í bókini, ið sum frá líður fær bankastjóran at ljóða ov nógv sum ein, sum altíð veit betur. Tað eru tí brot í bókini, sum ikki siga so nógv nýtt ella avgerandi. Bókin skuldi sambært innganginum vera lættlisin, og tað er hon, kanska burtursæð frá 11. kapitli, sum Astrup sjálvur skrivar um skattamálið hjá Eik. Tað virkar eitt sindur klínt uppí. Tað er alt ov langt, tí vit fata poengið nokkso skjótt. Tað virkar sum er rithøvundurin tikin av ræði.

Tað løgnasta er, at hóast vit høvdu bankakreppu fyrst í 1990’unum, so fingu vit guðsdoy bankaskrædl aftur í 2010. Og Astrup varskógvaði um hetta, so tað ikki gjørdist til eina ólukku fyri landið. Tann søgan, tá ið bankin varð bjargaður, er stuttlig, tí hon er líka surrealistisk, sum nógv av tí, Salvador Dali málar. Hvussu Føroyar fingu ein banka aftur fyri næstan einki, og at hesin skuldi enda sum ogn hjá TF Holding, sum Astrup hevur lítið gott at siga um, tað er og verður gátuført. Og tá so skattamálið kemur aftrat, tá er bikarið vist meir enn á tremur.

Eg helt annars ikki, at eg fekk so nógv nýtt at vita um persónin Astrup, men hann hevur eisini verið meir alment frammi enn tey flestu.

Kanska er henda bókin ikki allur sannleikin um Føroyar, og tað skuldi hon heldur ikki vera, men hetta er undirhaldandi og viðkomandi sannleiki, og var tað ikki eitt land, tað snúði seg um, so flenti tú í kíki, meðan tú las. So er bara eftir at spyrja, um nakað er broytt?

Advertisements

Skrál

Tað er í grundini løgið við hesum nógvu pástandunum, sum nú eru at hoyra, at Trump skal vera eitt serligt slag av politikara, tí at hann sigur ósatt. Hvør skal siga, at aðrir politikarar siga sannleikan.
Tað er sjálvandi nakað tvætl.

Allir politikarar bera fram hálvar sannleikar.
Vit verða alla tíðina undirdíkt í upplýsingum, sum skulu stuðla einum ella øðrum hjartamáli ella onkrum politikara ella onkrari politiskari kós.
Tað stendur t.d. okkara politikarum púra frítt at skriva lesarabrøv ella tíðindaskriv, har hesir t.d. kunnu afturvísa (kritiskar/faktuellar) pástandir hjá øðrum og siga, tað passar ikki, sum hesi føra fram. (Og okkum er tað heldur ikki bannað, ikki her í hvussu er).
Og vit slúka mangan hetta, ið ført verður fram, rátt, autoritetstrúgv sum vit eru, ella tí at tað passar í okkara kram, ella tí at vit ikki makta ella tíma at gera nakað við tað.
Politikarar generalisera ofta ein sannleika, sum er sannur í einum avmarkaðum høpi, og gera harvið ein faktuellan sannleika til ein hálvan sannleika. Dømini eru ótallig. Og er tað ikki júst tí vit eiga at hava eina kritiska (ofta undirfíggjaða) pressu, sum skal kunna avdúka lygnir og hálvar sannleikar, í hvussu er hjá teimum, sum ráða, og peika á gloymdar samanhangir o.s.fr. Og tað ger mun. Eisini tað arbeiði, sum óheftir vitanarstovnar og gransking kunnu ella áttu at kunna miðla og fáa fram.

dialog

Karel Nepras, Stóra samrøðan, 1966.

Sannleikar um fólk valdast støðuni, fólk eru í. Verður alt tikið við? Er hatta øll søgan? kunnu vit spyrja.

Tá onkur t.d. sigur, at fólkapensjónistar hava fingið meira at liva fyri, hava teir so allir fingið tað? Ella eru fólkapensjónistar bara liðir í einum roknistykki. Og eru tað so bara teir, sum hava fingið meira at liva fyri? Ein pensjónistur, sum fær eina kr. meira í februar enn í januar hevur faktuelt fingið meira at liva fyri. Og var tað málið, ja, so hava vit rakt málið. Punktum.
Men veruleikin er oftast meira fløktur enn so, og beistið fjalir seg sum kunnugt í smálutunum.
Og hvør tímir í holt við beistið?
Eitt ótal av politiskum átøkum verða framd grundað á ella undirbygd við ódokumenteraðari vitan og á pástandir, sum í besta føri eru eftirfarandi, men ofta bara eru hent (skeiv) uppáhald.
Vit eru so von við hetta, at vit geva okkum ikki far um tað.
Vit góðtaka fákunnu og liva væl við tí, nøkur í hvussu er, serliga tey, sum kunnu fylla lummarnar og flenna allan vegin yvir í bankan at seta inn.
Kalli Katt stakkalin má so bíða, til hann kemur í himmalin.

Okkara skil røkkur bara til eitt vist, vit liva og virka ikki við absoluttum sannleikum, men við nøktandi ella tí, sum er fyri hond, sum frøðingurin Herbert Simon hevur skrivað um.

Munurin á Trump og hinum er – fyri at venda aftur til Trump – at Trump sigur hálvar sannleikar ella lygnir, tí at hann er steinbýttur, og hvat brýggjar hann seg um sannleikan, hann, sum uppfatar alt sum eitt realityshow, samstundis sum hann við hesum kann undirbyggja sítt at síggja til vitleysa politiska projekt.
Hini hinvegin koma við hálvum sannleikum, hóast tey sum oftast vita betri, men gera tað eisini fyri at kunna undirbyggja síni politisku projekt ella fyri at fremja eina í teirra eygum góða sak, vinna valdsspælið, koma víðari. Ongin fer at máa støðið undan sær sjálvum. Og reformar skulu til, er tað ikki so?

Nei, øll eru nú ikki líka ring, men ongin er tó fullkomin, og tað er gott at hava í huga.
Tann vinnur, sum fær rætt. So mugu vit vóna, at hon eisini hevur rætt.
Valdsleysa samrøðan hjá Habermas er góð, men mest sum ideal og fyrimyndarlig áminning, tí málið má altíð vera dialogur, onkuntíð við nevanum á lofti, men ongantíð í gronina.
Sjálvt ikki Bergur Debes Joensen hevur rætt, um vit kanna skriftina ordiliga, vil eg pástanda. Og nú kjakast vit um, um prestur hevði rætt at siga tað, sum hann segði, ella um hann átti at sagt tað. Kanska skuldi hann tagt við hasum, men skal hann tiga, so skulu nógv tiga. Stóri átrúnaðarligi spurningurin er jú eisini, um synd er til.

Gott kortini, at vit ikki altíð fáa tað eftir vild.

Jamen, skulu Vestergaard & Co so í fongsul?

grind_so
Føroyar eru og eiga framvegis at vera eitt opið samfelag. Hetta er eisini staðfest við teimum seinastu hendingunum, nú útlendingar, ið eru ímóti grindadrápi, hava tikið sær støð her um sumrarnar. Og her hava tey argað og øst okkum, tí hvat eru hetta fyri gestir, sum koma higar at njóta okkara blíðskap og síðan gera seg inn á lógliga veiði eftir grindahvali?
Lesa vit tað, sum ovastin í hesi rørslu skrivar ella er endurgivin at siga í útlenskum miðlum, so er tað rætt, tá ið sagt verður, at hann lýgur. Eitt nú sigur hann, at vit drepa grind til stuttleika, og at vit sum berserkar og ofta í fyllskapi høgga niður hesi vinarligu djór. Hann nevnir fleiri staðnis, at vit eta ikki grindina, tvøstið og spikið, men lata hana liggja og rotna á sandinum. Eitt fær hann tó illa hildið uppá, og tað er, at grindastovnurin er hóttur av ovurveiði. Men heldur kortini fram at júka, at tað er ljótt at drepa grind.

Men hetta broytir onki, tí rætt at mótmæla hava vit tíbetur í nøkrum pørtum av heiminum.
Hesum mugu vit føroyingar eisini liva við, vit mugu verja okkara lógliga virksemi, revsa tey sum í teirra mótmælisherferð bróta lógir og kanska vísa teimum av landinum.
Og satt at siga, so er onki til hindurs fyri, at grindalógin ásetur strangar reglur um ikki at órógva drápið og um fráboðanarskyldu. Tað ber illa til at fara at orða ella broyta lógir, bara tí tær ávirka hugin hjá ferðafólki at koma higar. Eg rokni nú við, at tað heldur er tað ringa veðrið í summar, sum styggir ferðafólk burtur, enn óttin fyri at verða settur í fongsul.

Um henda nýggja grindalógin byggir land, kunnu tað vera ymsar meiningar um.

Tí er tað nokk so stuttligt at lesa umrøðuna hjá Sverre Patursson í Fuglaframa (14. januar 1902) um nýggju veiðilógina, sum júst tá var samtykt. Og hann hevur onki gott at bera teirri lógini.
Í innganginum til áhugaverdu greinina skrivar Sverre: “»Við lóg skal land byggjast«. Men lógir valdast, og ikki kann tað um allar sigast, at tær byggja land. Tað er skjótt at gera lóg, men ikki er tað skjótt at gera tær, so tær »byggja« land. Tann lóg, íð ikki byggur, brýtur.”
Hetta eru vís orð. Og av hesum rann mær eisini í huga, at einaferð tað leikaði hart á í Føroyum, segði ein av okkara kennarum tey viðgitnu orðini: Lóg er lóg og lóg skal brótast. Eyðvitað verður lóg hildin og eisini brotin viðhvørt, tí annars var ikki neyðugt at hava lógir. Men helst skuldu lógir verið skilagóðar.

Ein teirra, sum dúgliga og kanska av røttum hevur vart nýggju grindalógina, er fiskimálaráðharrin Jacob Vestergaard. Um týdningin á fráboðanarskylduni, sum nógv finnast at, hevur hann lagt dent á, at grind er samfelagsvirði, og tað er revsi- ella átaluvert at slíkt ikki kemur til høldar. Hetta er so satt, sum tað er sagt.

Tí er tað eg undrist, hví henda samgongan, sum nú vónandi skjótt fær sekkin, hevur spart so dúgliga, at almenn virði vissuliga er farin fyri skeyti hesi seinastu árini. Sparingin hevur rakt almennar stovnar, sum ikki hava kunnað røkt sínar lógarásettu skyldur, vitan kemur ikki á rætta stað og til høldar, og fólk, sum kundu verið rættur fongur í vinnu, fáa stuðul at ganga fyri einki, heldur enn at vera við at byggja land. Og fyri at gera ilt verri: peningur at fíggja neyðugt alment virksemi og tryggja haldførið í føroyskum búskapi, sum frøðingar hava víst á, trýtur heldur ikki.
Eg spyrji bara, er ongin fráboðanarskylda her? Og um so er, er so ikki vandi fyri, at eisini Vestergaard og Co kunnu rokna við at verða revsaðir ella koyrdir í fongsul?
Skittur í meg, nú gloymdi eg, at í politikki ber alt til, og at onki fær avleiðingar.

Men hetta kann broytast, nú eg havi stillað upp til løgtingsvalið fyri Nýtt Sjálvstýri á lista D.

Eitt hvørvibragd

Fólkatingsvaldagin

Fólkatingsvaldagin

Helst verður løgmaður sitandi, og tá snýr tað seg ikki um, hvat er rætt ella skeivt, men um kreppuhandfaring, taktikk og jánkasligheit. Løgmaður hevur staðið stinnur hesar seinastu dagarnar, og tað er greitt, at hann ella onkur við hansara lið veit eitt sindur um kommunikativa kreppuhandfaring og politiskt tev, og tað hava vit longu sæð dømi um: skjótt álop, umbering og drál.
Í miðfyrisitingini eydnaðist júst við skjótum álopi at tulka og seta dagsskránna í málinum um lógarbrotið hjá Jóhan Dahl, landsstýrismanni. Og løgtingið valdi tá eisini útleggingina hjá Jóhan Dahl fram um hana hjá síni egnu nevnd, sum varð gjørd til láturs.

Í hesum førinum hjá løgmanni hevði tað eisini týdning at vera skjótur við eini dyggari framsøgn, sum greitt aftirvísti ella umtulkaði tað, sum enn ikki var alment, men sum miðlarnir nakað seinni fóru at avdúka, t.v.s. niðurstøðurnar hjá Gammeltoft. Vit kendu tí niðurstøðurnar, longu áðrenn Gammeltoft legði tær fram – nú sum eitt dacapo. Og sjálvandi er tað tann fyrsta bastanda framsøgnin, sum festir seg.
Hetta var tað, sum gav løgmanni tað avgerandi momentum, sum hann hevði brúk fyri, og nú fekk hann eisini munin og tamarhald á støðuni. Umbering kann vera góð, um hon er nóg mikið til at sissa. Men tað besta er ofta at taka ferðina av málinum og drála, tí tey ótolnu ótolnast og missa skjótt tolið og troyttast og venda sær so til onnur mál. Drál gevur løgmanni møguleika at bíða til ælið freka fer sína kós. Málið verður tí kanska gloymt, ella tað verður minni eyðsýnt, at tað er rætt at revsa løgmann hart.
Annað kann vera at greiða frá umstøðunum, ein var í, tá brotið varð framt, ella geva øðrum skyldina.
Tað mest avgerandi er tó, at løgmaður tekur frí og rýmir av landinum. Hetta er hvørvibragd við lít.

Og løgmaður stendur sterkur. Gammeltoft sníkir seg illa heitin av landinum. Samgongan stuðlar løgmanni, eins og hon stuðlaði Jóhan Dahl á sinni, og tingformaðurin kallar ikki løgtingið saman. Andstøðan nertir ikki málið, og Jenis møsnar um val. Reimund Langgaard bedýrar sína heiðurligheit, men veit ikki hvønn leik, hann skal velja, og nú manglar bara, at Bjørn á Heygum kemur á vøllin.
Og hví skal samgongan renna ørindi fyri andstøðuna og illa lýddu miðlarnar? Tað nýtist henni ikki.

Vit hava eina serliga føroyska politiska mentan, sum ikki tolir ella viðurkennir ov trongar moralskar karmar. Og spurningurin er, um vit fáa eitt stýri frá við pástandum um, at tað ikki aktar nakrar reglur, innfluttar úr fremmandum jørðildi, reglur, sum eru góðar at hava, men sum ongin tekur í álvara. Spurningurin er, um vit yvirhøvur eru land til at hava somu politisku virkishættir, sum tey hava í eitt nú Danmark, sum vit ofta samanbera okkum við. Vit eru serstøk tjóð. Politiskt vald verður vunnið við snildi, kanska frekleika og eini góðari sak.
Og høgtíðsmoralur man telja lítið í tí nýliberalistiska samfelagnum og kappingarstatinum, og tað vita teir báðir modernaðu politikararnir Jørgin og Kaj Leo alt um.
Kanska eru tað heldur vit, sum liva í eini farnari dreymaverð.

Fólkatingsvaldagin

Fólkatingsvaldagin

Omma dansar á studentagarðinum

Eg haldi at tað var rættiliga áhugavert og avdúkandi at síggja seinastu kjaksendingina í vetrarskránni hjá SVF í kvøld. Nú er vetur framvegis, men vit stevna móti summarinum í góðum treysti og gleða okkum til aftur í ár at njóta ein ella tveir summardagar úti í tún í yvirlivilsisdrakt, sveittandi við einum glasi av kaldari Ribenasaft á urtagarðsborðinum, sum vit hava tjórað fast, skuldi tað versta hent.

Men aftur til kjakið.

Tað kom mær fyri, at kjakið í kvøld mest var at samanbera við leyst prát. Ein má bara siga, at okkara politikarar vóru illa upplagdir, nú teir tosaðu um at hækka pensjónsaldurin hjá vanligum borgarum í fyrstu atløgu frá 67 til 68 ár. Og kanska fór tað eisini at koma upp á tal, at politikarar drukku somu beisku skál, sum fólkið, og hækkaðu teirra egna pensjónsaldur frá 60 til 61. Tað sást so ikki á teimum, at fleiri teirra skjótt kundu síggja fram til eina prúða tænastumannapensjón umframt fólkapensjón. Men royndir vísa eisini, at tað er ikki peningur, sum ger teg lukkuligan. Fólk, sum ikki áttu sýru í vegg, hava vunnið milliónaupphæddir. Tey eru glað ein mánaða ella tveir, men so eru tey skjótt aftur akkurát líka illa hýrd og grenjut, sum vit onnur, sum ikki hava vunnið.

Svante hevði sum kunnugt ein lukkuligan dag, og kundi syngja: Lykken er ikke det værste man har, og om lidt er kaffen klar. Og kaffi, jú, eg sigi fyri meg, ein góðan kopp av kaffi í einum góðum liggistóli aftur við eini góðari bók ella eini av hesum góðu donsku raðsendingunum í sjónvarpinum, ella eini snookerkapping í Eurosport, tá kann man næstan ikki krevja meira. Og her rokni eg als ikki teldur, flatskýggjar, smartphones, Íslandsross, bóndasúkklur og uttanlandsferðir uppí. Hetta kemur alt undir standardútgerð, sum ein maður má eiga, skal hann hætta sær út millum fólk.
Sjálvandi gerst tú lukkuligur, tá ið vinirnir á Facebook senda tær eina viðmerking ella eitt dámar til eina av tínum støðudagføringum ella til eina myndarøð. Men tað er stokkut gleði, og tú kanst skjótt gerast bundin og føla teg gloymdan, tá ið tað verður ov langt ímillum, at tað lítla reyða frámerkið trínur fram ovast til vinstru á tíni Facebook-síðu.
Andy Warhol segði, at hann vildi verja tað, sum var tað ein mannarættur, at øll skuldu hava rætt til at vera berømt í 15 minuttir. Og vit kunnu nú vátta, hóast Andy ikki er her meira, at har eru vit við at koma á mál.

Nú veit eg ikki, um føroyskir politikarar fáa ov fá dámar á síni Facebook-síðu, men teir sýnast í hvussu er allir at vera eitt sindur millumfornoyaðir. Og satt at siga, tann sum skal leggja navn til føroyskan politikk í løtuni, hann ella hon kunnu ikki vera annað enn múlatrútin. Tað einasta tey kunnu semjast um er, at hallið skal burtur. Eg veit forrestin eisini um fleiri, sum stríðast við at fáa vektina niður, og hetta er sjálvandi eitt prísverdugt mál at seta sær.
Nú kom tað mær annars fyri, at formaður javnaðarfloksins Axel V. Johannesen hevði lisið búskaparfrøðingin Krugman og funnið útav, eins og fraklendingar herfyri, at skerjingar gera ongan mann ríkan, og heldur onki land, kanska uttan nøkur heilt fá, sum liva í eina aðrari sosialari himmallind enn hini vanligu. So kanska javnaðurin hevur okkurt annað og sterkari at borðreiða við til komandi val enn hetta spariprátið, sum nú er farið at minna meira og meira um dovið hoyggj.

Tað sum undraði meg mest í hesum kjakinum var tó, tá ið Jørgen fíggjarmálaráðharri segði, at tað var neyðugt at seta pensjónsaldurin upp, so at fólk kundu sleppa at arbeiða longur, um tey høvdu hug til tað. Hetta ljóðar sum ullint marketingprát, tí hvør er forðaður í at arbeiða vegna aldur ella fólkapensjón, um nakað arbeiði væl at merkja er at fáa. Eg veit um fólk, sum við fólkapensjón arbeiða langt upp í 80’ára aldur og støðugt leggja aftrat okkara BNP. At alment sett ikki sleppa at vera sitandi í almennum starvi longri enn til tey eru 70, tað kann Jørgin broyta við einum pennastroki, einum rundskrivi til almennu stovnarnar, so er tað problemið loyst.
Mærsk Mc-Kinney Møller, sum fekk fólkapensjón, arbeiddi til tað seinasta, nú hann doyði 16. apríl 98 ára gamal. So kom ikki og sig, at tað ikki ber til. Mærsk Mc-Kinney Møller mundi kenna á sær, at fólkapensjónin var tað, sum gjørdi Danmark danskt. Varð hon strikað, hvat var so eftir at stríðast fyri?

Fólkapensjón er ikki ein spurningur um hvør orkar ella hvør ikki orkar at arbeiða. Fólk, sum ikki orka at arbeiða, skulu sjálvandi hava pensjón, tað er ein partur av sosialu kontraktini, men nú at skula hava eina komité til at avgera, um tú orkar at arbeiða ella ikki, og sum kanska skal brúka eini tvey ár at taka eina avgerð, tað verður í hvussu er onki alternativ til fólkapensjónina.
Og jú rætt er, í Svøríki verður tosað um at hækka pensjónsaldurin við 10 árum frá 65 til 75. Men tað skal gerast soleiðis, siga teir, at fólk skulu kunna skifta starv og fáa almennan stuðul til umskúling ella framhaldslestur. Eg kann bara ímynda mær, hvussu stuttlig studentaballini fara at verða í Svøríki, tá ið studentarnir allir eru farnir um tey sjeyti. Eg síggi fyri mær hesar eiggiligu studinurnar væl við aldur, sum í allari garteringini í drekkistovuni ella í veitsluhøllini á studentagarðinum dansa til eitt nú kenda lagið hjá Birthe Kjær: Jeg skal aldrig til bal uden trusser.

Nú er kanska ikki rætt at skemta ov mikið, tí tað eru avgjørt álvarsmál okkara politikarar hava at taka støðu til. Men viðhvørt kemur mær fyri, at politikarar kunnu ikki liva í hesi verð, tí nógvir av trupulleikunum, teir stríðast við, eru sera einfaldir at loysa, væl at merkja um uppskotini at loysa trupulleikan eru skilagóð og væl løgd til rættis. Og er tað ikki tað, vit hava valt okkara politikarar til: at koma við skilagóðum uppskotum til loysnir? Beint í løtuni haldi eg, at teir fyri tað mesta skapa trupulleikar.
Og so skal eg ikki nevna eitt ónt orð um fólkaatkvøðuna um kommunusamanlegging, sum var herfyri. Bara ynskja okkara politikarum eina góða summarfrí, tí teir hava brúk fyri øllum góðum kreftum, tá ið teir koma aftur úr summarfrí einaferð til heystar.

Reyðabók

Tað sigst, at fleiri ganga við gron, tí at teir ella tær ikki eru nevnd í kommunistabókini. Eg havi skilt, at eg eri nevndur, – tað skuldi bara manglað.
Men eg eri vist bara statistur í eini heldur skemtiligari hending, nakað sum hesar tey-taka-feil-hendingarnar í einum Holberg-sjónleiki. Men betri at verða nevndur fyri okkurt, enn als ikki at vera nevndur.

Nú er spennandi at fáa bókina og vita, um Poul Mohr og Jógvan Sundstein kanska eisini hava verið reyðir.

Eg veit ikki, um vit hava meira brúk fyri kollvelting nú, enn tá ið vit á sinni gjørdu vart við okkum uttanfyri amerikansku sendistovuna í Keypmannahavn ella løgdu ætlanir onkra náttina á Restaurant Puk ella Laurits Betjent. Eg ivist. Hinvegin er nógv av tí, sum tá varð havt á lofti í hesum donsku andans katedralum, har tað var ringt at anda fyri royki, og sum varð hildið vera progressivt, púra vanligur (høgra)politikkur í dag!
Men álvaratos: mátti ikki okkurt frægari verið at havt sum mál fyri tilveruna enn at fáa almenna undirskotið burtur og tryggja sær góða eftirløn. Hetta sum eru politisk høvuðsmál í dag. Eitt sindur meira av futti mátti verið í okkum!

Og satt at siga, tann sum ikki var í øðini um Vietnamkríggið á sinni, hann hevði ikki hjarta. (Óðin Ódn tosaði forrestin nógv tá um teir, sum ikki høvdu kálvahjarta). Tá vóru vit av sonnum USA-hatarar, nakað, sum minnir ikki sørt um islamistarnar nú á døgum.

Men well, eg sigi sum Churchill, demokratiið er vánaligt, men vit hava onki betri, so í vøttirnar dreingir og gentur til dyst at verja demokratiið.

Eg veit nú heldur ikki, um eg var so reyður, tá samanum kom. Mær dámdi betur kritikkin hjá Marcuse av eindimensionala menniskjanum (framvegis sera viðkomandi bók). Men hetta kundi eisini føra til fanatismu og kanska enntá terrorismu, tá tú helt, at øll uttan tú sjálvur vóru tápulingar, – rurað í blund av massaframleiddum vørum og  vælferðartænastum. Og dømi vóru eisini um tað: Blekingugøtuharkaliðið, Baader-Meinhof og Reyðar brigadur.
Og í dag vita vit, at politikkur er ikki at spæla við, tí moralur og visiónir eru næstan bara orð í politikki, agn, kunnu vit kanska siga. So har ber til at brenna seg, um tú ikki ert á varðhaldi.

Veruleikafjaru útleggingarnar um kollveltingina hjá Georg Lukács (Hvat er ortodoks marxisma ella Søga og stættarmedvit) vóru nú heldur ikki at forakta, – rættiliga góður heilafimleikur, tað má eg siga, men nú loysi eg Sudoku í staðin.

Og so kastaðu vit okkum eina tíð yvir Wilhelm Reich (hann sum tosaði so nógv um sex, at man skuldi trúð, at hann enn var á lívi og virkin og skrivaði um lívsstíl í onkrum viku- ella dagblaði), og tað var spuriøst. Seinni lósu vit hin fitta Erich Fromm, hví fólk ræddust frælsið og heldur vildu leggja alt í hendurnar á onkrum sterkum manni. Hann skrivaði eisini bókina ‘Kunsten at elske’, sum lítið og onki hevði við frálæru í nøring at gera.
Eg minnist eisini, at eg á sinni las Om praksis og Om motsigelsen hjá Mao (útgivið á norska Forlaget Oktober sjálvandi), sum helst er tað mest áhugaverda, Mao hevur avrikað, og hesar greinirnar eru framvegis verdar at lesa.
Sannleikan um mistøkini hjá Mao vóru vit tó nøkur, sum kendu longu tá, men tað vórðu onnur, sum seinni gjørdust víðagitin at skriva um tað.

Og jú, eg var við, tá ið vit blakaðu við borðiskum á tingi. Men nú eru vit øll miðalhampamenn (orsaka –fólk).

Eg kom tó ongantíð til Albania, og eg veit ikki, um eg skal harmast ella fegnast um tað. Men politikkurin fylti nógv, og at man kundi mistaka seg á so nógvum økjum, hóast meiningin var góð, tað kann undra  enn í dag. Eg veit ikki um hetta kann forklárast (massa)psykologiskt ella sosiologiskt. Kanska bæði.

Men sæð í hesum ljósi er tað helst gott, at hendan bókin um føroysku kommunistarnar nú kemur út. Um hon forklárar nakað, ja, tað mugu vit fáa at síggja, tá ið vit fara at lesa!

Men eitt havi eg kortini lært, og fleiri við mær, soleiðis sum tað eisini stendur i Ritukvæðnum: Kyss tú ongantíð ov fast.

Aftur ein offurgerð

Nú fór so Sjúrður Skaale úr Tjóðveldisflokkinum. Hetta er ikki fyrstu ferð, at teir ella tær, sum royna eina gongda leið í sjálvstýrismálinum, brenna seg, tá ið tey orða aðrar niðurstøður enn tær armeraðu, sum loysingafólk, ið hava 1946 sum stavnhald, standa fyri.
Eg havi ein mistanka um, at tann, sum áhaldandi melur um ein órætt, sum honum hevur verið fyri, men sum viðkomandi ikki kann fáa bøttan aftur, m.a. tí at tað ikki vendist aftur, fær trupulleikar, sum í ringasta føri kunnu fáa dám av sjúku. Soleiðis kemur mær fyri, at Tjóðveldisflokkurin hevur tað í stjórnarskipanarmálinum, og hetta vanlukkulag kenna vit eisini aftur í øðrum steinrunnum stórpolitiskum málum.

Ongin sigurskransur
Men nú hevur Sjúrður Skaale altso stungið í sekkin. Eftir tí hann skrivar í sambandi við útmeldingina, so skilji eg hann væl. Fyri at halda lív í eldinum, hevur formaður Tjóðveldisfloksins fløkt seg inn í eina nót av pástandum og hálvum lygnum, sum tað skal óvanligur trúðskapur til at standa modell til.
Veruleikin er, at formaðurin vil hava loysing frá Danmark, men at tann hendingin, sum kundi givið Tjóðveldisflokkinum sigurskransin, tíverri ella tíbetur – eg veit ikki hvat er verri ella betri – er gloppin honum av hondum, tí at vit jú hava fingið loysing frá Danmark á tann hátt, at tað langt síðan er staðfest, at tað er Føroya fólk, sum ger av, um vit kvetta við Danmark ella ikki. So einfalt er tað!
Spurningurin er so: skal avgerðin um loysing og uppgerðin við Danmark takast við eini lóg um stjórnarskipan, ella skal tann avgerðin takast seinni ella kanska als ikki takast, men í øllum førum við støði í eini samtyktari lóg um eina føroyska stjórnarskipan. Her er stórur munur.

Í uppskotinum til sjórnarskipan verður staðfest, at Føroyar eru land, føroyingar eru tjóð, og alt vald í landinum er hjá Føroya fólki.
Trupulleikin hjá Sjúrða er bara, at tá ið hann er við til at gera eina skipan, sum tekur útgangstøði í veruleikanum og ikki einum søguligum trauma, ja, so verður hann lagdur undir at vera hoknaður fyri donskum trýsti. Tá ið tað nú ikki er so, so hevur Sjúrður púra rætt, tá ið hann sigur, at formaðurin í hansara flokki, sum setur fram hesar pástandir, er frekur.
Stjórnarskipanaruppskotið, sum nú liggur á borðinum, er ein staðfesting av ymsum politiskum viðurskiftum, og uttan at hava neyvlisið uppskotið tori eg at siga, at tað sum er er skilagott orðað, um ætlanin altso ikki er at taka tað endaligu uppgerðina við Danmark her og nú. Men uppskotið og seinni lógin, tá ið hon kanska verður samtykt, forðar ikki fyri, at ”uppgerðin” kann koma fyri aftur seinni.

Felagsnevnarin
Sjúrður sigur m.a. í síni skriving (eg meini her við greinina Revolutiónin og felagsnevnarin, sum eg júst havi lisið í Vágaportalinum), at endamálið við nevndararbeiðnum um stjórnarskipanina var at finna ein felagsnevnara, sum kann vera okkara politiska grundarlag.
Hann nevnir í hesum sambandi ymist, sum er broytt í upprunaliga uppskotinum til stjórnarskipan, og skrivar m.a.: ”Hetta er eisini farið út: ’Allar lógir og siðvenjur skulu virða hesa stjórnarskipan. Eingin lóg ella siðvenja má tí vera hildin at hava gildi, bara tí hon er eldri enn henda skipan ella hevur virkað í langa tíð.’ Lesarin kann sjálvur meta um, hvussu hetta skal skiljast, og hvør avleiðingin hevði verið, um tað varð sett í verk. Meirilutin í nevndini staðfesti ið hvussu er, at hesir setningar ikki lýstu okkara politiska felagsnevnara. Og okkara uppgáva var at finna eina breiða semju, sum kann skapa stabilitet. Uppgávan var ikki at fremja eina revolutión.”

Og í formælinum til uppskotið um stjórnarskipan er so komin henda orðingin: ”Stjórnarskipanin virðir teir stjórnarrættarligu sáttmálar og avtalur, sum eru í gildi, tá hon verður sett í verk, men staðfestir, at føroyskir myndugleikar hava fullan rætt til at siga hesar upp og taka við málsræðinum. Eingin lóg ella sáttmáli kann setast í gildi fyri Føroyar uttan Løgtingsins samtykki.”  Aftur ein skilagóð staðfesting eftir mínum tykki.

Ongin politisk búrmáltíð
Tað er greitt, at uppskotið um sjórnarskipan undir nevndararbeiðnum hevur broytt skap frá at vera eitt paradunummar hjá ávísum flokkum ella persónum, til at verða pragmatiskur politikkur, sum ger, at vit framvegis kunnu koma hagar, sum tey, sum halda seg vera víðgongd, vilja sleppa, men at vit enn ikki eru har, um vit altso nakrantíð ætla okkum hagar. Og kanska ætla vit okkum onkra heilt aðrastaðnis.
Uppskotið til lóg um stjórnarskipan Føroya er kanska heldur ikki so avgerandi hending, sum tað tykist, og tað er so ongin politisk búrmáltíð. Onki fyri tann, sum er slúkin. Bara eitt neyðugt uppskot, onki annað.

Men eg vil geva Sjúrða rætt, at dettur hetta uppskotið burtur, so standa vit aftur í sama politiska óføri, sum vit hava staðið í tey seinastu 50 árini ella meira, tí vit hava brúk fyri at koma víðari í føroyskum politikki, og sjórnarskipanin, soleiðis sum hon nú er orðað, er eitt stig fram á leiðini. Hon kann enntá vera við til at koma okkum burtur úr einum  trauma, sum vit hava verið plágað av alt ov longi.

Stig fyri stig
Viðhvørt er helst neyðugt við eini offurgerð, skal endi fáast á eini naggatódn. Vit hava sæð tað so mangan áður. Eitt hitt seinasta dømið var tá Mohamed Bouazizi í Tunis setti eld á seg sjálvan og doyði, tí hann vildi ikki longur góðtaka eyðmýkingina, ið komst av politiskari tilvild og framíhjárættinum hjá summum. Hetta førdi so til politisku kollveltingina har. Og nú ofrar Sjúrður Skaale seg, men um tað førir til nakra revolutión, orðið, sum hann sjálvur brúkar, ja, so var tað í hvussu er ikki ætlanin.
Tey, sum vilja hava alt avgjørt her og nú og til egnan heiður, kunnu sjálvandi síggja hesa semjuna, sum meirilutin í stjórnarskipanarnevndini hevur gjørt, sum eitt tekin um drál og manglandi vilja at gera avreksverk, men soleiðis er ofta í tí veruliga lívinum, at stig fyri stig rætta vegin eru eisini stig rætta vegin.

Eftirløn ella bara meiri skattaok?

Í sambandi við at sonevnda nýskipanaruppskotið um eftirlønaruppsparing loksins er lagt fyri tingið, haldi eg tað vera viðkomandi at seta nakrar spurningar?

Nú vita vit jú, at tað føroyska almenna als ikki kennir sær nakra sum helst forðing, tá ið talan er um at gera seg inn á privatbúskapin hjá fólki. Hetta hevur vundið so nógv upp á seg hesi seinastu árini, at ongin, og serliga ikki tey, sum hava eina miðalinntøku, kunnu kenna seg trygg. Tey vita, at tað verða tey, sum í seinasta enda koma at gjalda fyri tey, sum eru veikari (hetta er samhaldsfesti), men eisini fyri tey, sum eru sterkari (eg kenni ikki annað orð fyri hetta enn eyðræning – 2% eykaskattur ella ei). Tað eru serliga hesi við miðalinntøkunum, sum so dánt klára seg og sítt, sum vera noydd at gjalda fyri skeivan politikk við minni vælferð (kanska tí at tey enn hava ráð). Skattir oman á skattir, brúkaragjøld og løntakarafíggjaðar vælferðartænastur (sum tað almenna enntá fær vinning burturúr). Hetta saman við heimsmeti í prísum og einum brúkaraveldi, sum er fullkomiliga maktarleyst.

Vit kunnu kanska siga, at hetta er lívsins gongd, og at hetta fyri sovítt er logikkurin í eini sosialdemokratiskt skipaðari valagnsvælferð fíggjað við skattaoki, har vanligt fyrilit og virðing fyri rættindum hjá borgarunum er ein býur í Russlandi. Tosað verður viðhvørt við hátíðarligum andlitsbráði um søgulig rættindi, men tá talan er um privatbúskaparlig søgulig rættindi hjá fjøldini (sosiala kontraktin), tá merkja hesi rættindi bara søguliga rættin hjá tí almenna at knokkroyta fólk, tvs. senda rokningina fyri skeivan fíggjarpolitikk og atgerðarloysi hagar rokningin kann innheintast, nevniliga frá miðalinntøkunum, men so sanniliga, tá ið grammleikin ikki kennir sær mát, eisini til láginntøkur, einligar mammur og fátækar pensjónistar o.l.

Eitt sum eg haldi vera serliga áhugavert at fáa svar uppá, nú henda tvangsuppsparingin til eftirløn verður sett í verk, er:

1) er tað bara tann uppsparing til eftirløn, sum fakfeløgini hava staðið fyri, við at gera avtalur við almenna og privata arbeiðsgevaran, sum nú beinanvegin skal mótroknast í fólkapensjónini, og sum samstundis skal skattast sum vanlig inntøka? Ofta er talan um smærri upphæddir, men sum kortini viga nógv í einum sperdum húsarhaldi.
Merkir hetta í grundini ikki, at henda eftirlønin, sum er uppspard ígjøgnum eitt langt áramál (tvs. langt áðrenn nøkur pensjónsnýskipan var komin undir land), kemur undir eitt øgiligt skattatrýst? Og halda fakfeløgini, at hetta er í lagi?
 

2) er onnur inntøka, so sum vanlig lønarinntøka, pensjónir hjá løgtings- og landsstýrismonnum, kapitalinntøka v.m. undantikin hesum frádráttinum í fólkapensjónini?

At fáa svar upp á hesar spurningar hevur týdning hjá temum, sum skjótt røkka pensjónsaldur (tey komandi 5-10 árini), tí tey hava ikki stundir at byrgja upp fyri inntøkumissinum, sum tey fáa av ætlaðu pensjónsnýskipanini. Men svarið er ikki minni áhugavert hjá einum, sum roynir at fáa skil á muruni í føroyskum politikki í 21. øld.

Tað kann væl vera, at eg havi misstikið meg, tí eg, eins og nógv onnur, havi ikki havt stundir at konsekvensrokna hetta nýskipanaruppskotið, tíansheldur seta meg nóg væl inni í uppskotið sum heild. Uppsparingarparturin er í sjálvum sær einfaldur og kundi verið konstrueraður av einum 3-floksnæmingi ein seinnapart. Tað meira avgerandi er tann parturin av uppskotinum, sum skal minka undirskotið á fíggjarlógini ella tað, sum í so nevtralt verður nevnt mótrokningin.

Trupulleikin við hesum pensjónsuppskotinum er, at tað jú er eitt tyss-tyss uppskot, sum fyrst og fremst skal bjarga landskassanum (ja, og kanska landinum), og júst og bara í hesum liggur sosiala aspektið í uppskotinum. So vita vit hóast alt, at tapið, sum vit fara at fáa av hesum uppskoti, fer til eitt gott endamál!
Men nakað konkret innlit í avleiðingar av uppskotinum upp á stutt, men eisini upp á langt sikt, fært tú ikki. Hetta eru jú eisini grýlutíðir.

Men eitt er vist, tað man neyvan vera nakað land, sum mennist og trívist við at vanvirða sínar borgarar. Og við støðuni, sum hon er í Føroyum í løtuni, so vænti eg mær heldur ikki svar upp á omanfyri nevndu konkretu spurningar. Vónandi tekur onkur politikari teir tó við í sína viðgerð av uppskotinum.

Fakfelagssamstarv

Tað er ikki ofta, vit gera okkum stórvegis tankar um, hvørjar uppgávurnar hjá fakfeløgunum eru. Fakfeløgini eru bara har, og teirra uppgáva er at tryggja limunum hampuliga løn og arbeiðskor. Sum oftast verða mál avgreidd við samráðingum við arbeiðsgevarar, men onkuntíð er sum kunnugt brúk fyri at fara meira harðliga til verka. Søguliga sæð hava tað altíð verið bond millum fakfelagsrørsluna og politiskar flokkar og politisku skipanina, í hvussu er í okkara parti av heiminum. Fakfeløgini hava havt eitt orð at skula hava sagt, og vit vita, at teirra lutur í menningini av vælferðarsamfelagnum liggur ikki eftir.

Men tað eru eisini tey, sum hava at fakfeløgunum, og enntá tey, sum hata fakfeløgini sum sjálvan hin versta.
Tað verður eitt nú sagt, at fakfeløgini eru við til at skerja effektivitetin, sum verður tryggjaður við einum fríum marknaðarbúskapi. Ella at einstaklingagerðin ger fakfeløg óneyðug. Summi fýlast á, at sáttmálarnir hjá fakfeløgunum í roynd og veru eru úrvalssáttmálar, og at limaskapur í fakfeløgum tískil er tvungin. Nøkur halda, at flestu arbeiðsfólk eru ikki verd lønina, tey fáa, meðan onnur forhánisliga leggja eftir fakfelagsbossunum, sum mest av øllum ræðast at skula noyðast at fara aftur í sítt gamla arbeiði. Flest øll vita, at hetta eru pástandir, sum antin eru óviðkomandi ella als ikki halda.

Uppgávurnar hjá fakfeløgunum røkka víðari enn bara til samráðingar um prís á arbeiðsmegi. Tá tað verður sagt, at tað hevur týdning at verja sáttmálavunnin rættindi, so er tað eitt stríð, sum fevnir um alt líka frá tí einstaka liminum, sum er fyri órætti, og til limarættindi sum heild. Hetta eru tey formligu viðurskiftini.
Hinvegin, tá spurningurin snýr seg um lívskorini hjá okkum øllum, her eisini íroknað menningina av okkara yrki, tænastum og arbeiðsplássum, kanska serliga teimum almennu, tá koma vit inn á tað meiri óformliga ella politiska.
Ein afturvendandi spurningur er, hvar gongur markið millum fakfelagsvirksemi og politikk? Fakfelagslimir fáa sum øll onnur politiska ávirkan við síni atkvøðu til løgtings- og kommunuval, so hví skulu teir at kalla hava eina eyka atkvøðu við teirri ávirkan á politiskar avgerðir, sum fakfeløgini halda seg hava rætt til at hava?

Vit kenna hetta aftur allastaðnis frá, at politikarar helst vilja ráða sjálvir. Hvør skal siga, fakfeløg og onnur óviðkomandi eiga at hava so lítla ávirkan sum tilber. Hetta er vandamikil hugsan, og úrslitið kenna vit.

Tí er tað als ongin ivi um, at fakfeløg sum týðandi samfelagsstovnur eiga at hava politiska ávirkan, sum sjálvandi ikki nýtist at verða partapolitisk. Mátin, fakfeløgini fáa ávirkan, er í stóran mun treytaður av siðvenju og teirri aktuellu politisku støðuni. Nú fíggjarkreppa er, ger almenni arbeiðsgevarin seg út til stríð við argumentum frá serfrøðingum og brúkar sjálvandi sín autoritet. Hjá honum ræður tað um at fáa fakfeløgini at líkjast teimum, sum bara krevja, men ikki skilja álvaran í samfelagsstøðuni.

At fara at skipa sín egna flokk, sum tankar hava verið um, ein fakfelagsflokk, er neyvan rætti hátturin at svara slíkum aftur, men er heldur eitt tekin um ólag í politisku skipanini, ja um eina politiska skipan, sum antin er óbúgvin ella hástór. At fáa hetta aftur á beint kann onkuntíð verða ein neyðug bráðfeingis uppgáva.

Við ella uttan flokk, so eiga fakfeløgini at hava politiska ávirkan, men tað er tó av alstórum týdningi, at fakfeløgini duga at skyna á, at tá tey fáast við politikk, so er tað sum trýstbólkur og ikki sum partnari. At gerast partur av politisku umsitingini eigur ongantíð at verða eitt mál. Vit hava sæð dømi um korporatismu í Føroyum, ofta undir heitinum, at vinnan eigur at verða hoyrd. Men hetta hevur í mongum føri bara verið brúkt sum skálkaskjól fyri at sleppa undan at taka neyðugar politiskar avgerðir fyri á tann hátt at kunna tæna ávísum seráhugamálum, og tað hevur sum kunnugt kostað samfelagnum dýrt.

Politisk ávirkan hjá fakfeløgunum eigur at byggja á vitan og førleikar, samstarv og virkisvilja, greið mál og mørk, ábyrgd og ikki minst professionalismu. Tað er treytin fyri, at fakfeløgini fara at taka bóltin aftur frá mótstøðuliðinum, og at tey kanska enntá fara at skora mál. Og tá kunnu vit eisini tosa um eina fakfelagsrørslu.

Klumma í Starvsblaðnum nr. 4, desember 2010.

Langt millum orð og gerð

Aftan á Ár teirra brekaðu í 1981 samtykti ST at hava eitt tíggjuáraskeið (1983-1992) við ymsum tiltøkum, sum skuldu skapa størri áhuga fyri viðurskiftunum hjá brekaðum. Í 1992, tá tíggjuáraskeiðið var komið at endað, varð ásett, at 3. desember hereftir skuldi vera altjóða dagur teirra brekaðu. Hetta varð gjørt fyri at tað framhaldandi skuldi verða varpað ljós á støðuna hjá teimum brekaðu, eisini eftir at tíggjuáraskeiðið var lokið.

Í ár var 3. desember seinasta fríggjadag, og her í Føroyum vóru ymsar hendingar, sum fingu okkum, sum annars ikki geva hesum viðurskiftum stórvegis gætur, at varnast, at hetta var ein serligur dagur, sum hevði okkurt við tey brekaðu at gera. Aðrastaðnis í hvussu er hevur verið vanligt ein slíkan dag at skipa fyri tiltøkum og gera vart við antin tað, sum er hepnast, ella tað, sum framvegis liggur á láni á hesum øki.

Sjálvandi, dagar koma og dagar fara, og seinasti fríggjadagur er helst eisini skjótt farin í gloymibókina hjá teimum flestu. Her taki eg sjálvandi ikki tey við, sum mistu arbeiðið júst henda dagin, tí at Fiskavirking lat aftur. Hjá teimum varð hetta ivaleyst ein minniligur dagur.

Bústaðarpakkin tódnaði

Nú haldi eg ikki, at tað hendi so nógv 3. desember í ár, sum gjørdi, at vit minnast dagin sum dagin, tá ið vit gjørdust stórvegis klókari upp á støðuna hjá teimum brekaðu.

Men summi gjørdu hóast alt vart við seg, og tað vóru ikki bara góð orð, ið tey høvdu at bera fram.

Eitt nú var Leila Solmunde, forkvinnan í MBF, Meginfelag teirra brekaðu í Føroyum, sera hørm um ta lagnu, bústaðarpakkin higartil hevur fingið. Bústaðarpakkin, sum Húsalánsgrunnurin skal umsita, skuldi gera tað møguligt at fara undir nýggj sløg av bústaðaloysnum. Leila Solmunde nýtti høvið á degi teirra brekaðu at harmast stórliga, at bara ein partur av uppskotinum um nýggjan bústaðarpolitikk er tikin við, nú uppskotið skal viðgerast í løgtinginum. Ásetingarnar um serligar lutaíbúðir, ætlaðar fólki við breki, sum vóru við í upprunaliga uppskotinum, eru tiknar burtur.
Leila Solmunde sigur í tíðindaskrivi, at upprunaliga uppskotið var frálíkt, og leggur aftrat: “Vit høvdu tað upprunaliga uppskotið til hoyringar, og kundu tá bert fegnast um, at nú hómaðist ein serligur fíggingarmøguleiki, m.a. til fólk, sum bert hava eina fyritíðarpensión. Hesi fólk hava ongar sum helst fíggjarligar møguleikar at finna sær býli á privata íbúðarmarknaðinum.” Leila Solmunde staðfestir, “at politiski myndugleikin hevur ongantíð áður havt so stórar ætlanir, men samstundis hevur ongantíð verið gjørt so lítið sum nú.”

Í samgonguskjalinum var tosað um at gera møguleikar fyri alternativari íbúðarbygging, men her, sum so ofta áður, er langt millum orð og gerðir, má forkvinnan í MBF ásanna. Og hon tosar við stórum stavum, tá ið hon sigur: “Politiska tosið um bústaðarpakka í mong ár er at halda fólk fyri tað turra spott. Tað var nógv betri um politikararnir søgdu erligt, at teir ikki ynskja nakrar alternativar bústaðarmøguleikar.” Nú verður so áhugavert at síggja, um hesar ákoyringarnar fáa nakran politikara at vakna. At politikarum dáma betur orð enn gerðir undrar neyvan nakran, men onkuntíð máttu teir kent skomm.

Taka ongi stór tøk

Í Føroyum hava vit eitt Ráð fyri Brekað, sum m.a. skal ráðgeva myndugleikunum í málum, ið viðvíkja brekaðum. 3. desember í ár setti forkvinnan í Ráðnum fyri Brekað, Barbara á Tjaldrafløtti, eina viðmerking í bløðini, har hon m.a. segði, at viðurkenning er ein íborin tørvur. Hon helt tað vera neyðugt at hava ein dag teirra brekaðu, m.a. tí at staðfest er, at um 10% av borgarum okkara bera brek. Tá tú bert brek, ert tú sum oftast fyri vanbýti í mun til tínar samborgarar.

Men tá ið hon so umrøddi sáttmála Sameindu Tjóða um rættindi hjá einstaklingum, ið bera brek, sum løgtingið samtykti í maj 2009, varð hon eitt sindur meira avgjørd á málinum. Tí hóast tað var ein sigur at fáa sáttmálan, so kann hetta skjótt gerast ein ósigur, um sáttmálin ikki verður settur í verk. Tað kann kanska henda, at vit fáa ábreiðslur frá ST, sum um stutta tíð fer at spyrja politiska myndugleikan í Føroyum um støðuna viðvíkjandi sáttmálanum. Hon nevnir í hesum sambandi, at okkum manglar eina røð av lógum og átøkum á økinum. Smáir batar eru, og júst í dag er eitt ár síðan, at kunngerðin um atkomu varð sett í gildi. Tó manglar at taka tey stóru tøkini, soleiðis at vit í veruleikanum vísa, at allir borgarar í Føroyum verða viðurkendir.

Fekk skjótt koyrilin at smakka

Kanska var tað av tilvild og hevði onki við 3. desember at gera, at eitt rok tók seg upp um íbúðir til sinnisveik júst henda sama dag. Í grein í Sosialinum við yvirskriftini Gera Vágar til eina ghetto fyri sinnisveik siga limir í felagnum Sinnisbati, at tey eru skelkað av ætlanini hjá landsstýriskvinnuni Rósu Samuelsen at flyta byggingina av íbúðum til sinnisveik til Sandavágs. Tað sigst, at ætlanin var, at íbúðirnar skuldu byggjast í Havn, men helst eru Rósu Samuelsen og Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn, vorðin ósamd um okkurt, og so ger Rósa skjótt av og flytur byggingina í sítt valdømi (hóast Føroyar jú eru eitt valdømi, sigst).

Tað eru tó fleiri áhugaverdir tættir í hesum máli.

Tað fyrsta og mest áhugaverda er tað politiska, sum Soffi Egholm, forkvinna í felagnum Sinnisbata, eisini ger vart við, tá ið hon sigur, at í hesum føri er talan rætt og slætt um eina politiska avgerð burturav. Hetta harmar hana, tí tey sinnisveiku eru ikki eftirspurd, og hon heldur tí, at talan er um brot á ST sáttmálan um mannarættindi, sum eisini Føroyar hava staðfest. Eftir sáttmálanum skulu einstakir borgarar hoyrast um síni egnu viðurskifti og hava rætt at velja, hvar teir vilja liva sítt lív.
Nevnast kann í hesum sambandi, hóast tað ikki verður nevnt í greinini, at longu í 1981 Ár teirra brekaðu bað ST limalondini bera so í bandi, at brekað fólk sleppa undan avbyrgdari bústaðarbygging, sum ber brá av stovni.

Í Sandavági eru longu frammanundan íbúðir til sinnisveik, og verður nú bygt meira aftrat, so er boðskapurin til tey sinnisveiku úr øllum Føroyum: Vilt tú hava eina íbúð, mást tú flyta vestur til Sandavágs.

Hetta er í grundini ein áhugaverd søga. Tí er ikki talan um júst tað, sum øll, sum hava brúk fyri politisku skipanini uppliva, at tá politikkur kemur uppí, so er tað valdið, sum ræður. Tá hevur tað minni at siga, at reglur, siðvenjur, tørvur, faklig atlit ella (løgfrøðiliga óbindandi) sáttmálar eru galdandi.
Og var hetta ikki júst tað sama, sum hendi arbeiðsfólkunum á Fiskavirking. Tí tey vórðu heldur ikki spurd ella kunnað, tá virkið lat aftur.

Nei, veruleikin er, at nøkur eru yvir og nøkur eru undir. Vit hava hvør einstakur givið teimum, ið eru yvir, víðar heimildir okkara vegna. Men tá vit seta fram krøv og biðja um úrslit, sum eru okkum lovað, tá hevur tann, sum er undir, ofta bara seg sjálvan at líta á. Og tá á stendur, eru tað ofta tey, ið liggja niðast, tey politiskt veikastu, sum mugu taka til takka við teimum stóru skerjingunum. Hetta er kenda Mattheus-prinsippið.

Tað er eisini hetta, sum ger, at tað í dag ikki bara er sum at siga tað at fjeppast uppi í teimum, ið eru yvir, antin tú ert einstaklingur, felag ella ráð. Politiska skipanin hevur alstóran týdning í vælferðarsamfelagnum, og nógv eru um trogið. Tí skalt tú duga snildir, vilt tú vinna sømdir og verða hoyrdur, og nú á døgum eru handfaring av ‘Public Affairs’ og lobbyisma viðurkendir hættir at fáa ávirkan á politisku skipanina.
Enn er brúk fyri eldsálunum, men amatørunum hava vit ikki brúk fyri longur.

Men vit skulu eisini vita, at uttan mun til, hvussu væl vit duga at føra okkum fram handan leiktjøldini, so sleppa vit neyvan nakrantíð undan at grenja inn á politiska myndugleikan. Tí at lova er ein avgerandi partur av politiska spælinum, men sjáldan heldur politikarin tað, hann lovar.

Og Sinnisbati skuldi kanska betur tagt, tí felagið fekk skjótt koyrilin at smakka. Rósa var ikki sein og boðaði teimum til fundar beinanvegin um ógvisligu útmeldingina hjá felagnum. Og dagin eftir fundin var tætt lok lagt á hesa trætu. So kann bara tíðin vísa, hvør endin verður á hesum málið, sum annars hevði almennan áhuga. Eitt nú var tað tikið upp í populeru sendingini Álvaratos, sum er at hoyra í Kringvarpinum fríggjakvøld.

Evnaveik gerast eisini gomul

Í Degi og viku hetta fríggjakvøldið 3. desember vóru eisini onnur vandamál, ið viðvíkja teimum brekaðu, umrødd. Í sendingini varð upplýst, at menningartarnað fáa ikki pláss á ellisheimi, sum onnur, tá ið tey gerast gomul. Um eg ikki fari skeivur, so helt Helena Samuelsen, the grand old woman í málum, sum viðkoma teimum evnaveiku, at tey, sum búgva á Eirargarði, hava sama rætt sum onnur at sleppa á røktarheim. Eg veit ikki rættiliga, hví málið var til umrøðu, antin tað var tí at tað var 3. desember, ella tí at onkur avgerð var tikin í málinum. Men spurningurin tyktist viðkomandi, tí fleiri av teimum, sum á sinni fluttu á viðgerðar- og bústovn verða tíbetur eldri, og tá hava tey sama tørv á røkt, sum onnur eldri. Tað keðiliga er bara, at heldur ikki gomul, ið ikki hava búð á stovni, fáa pláss á ellis- ella røktarheimi. Hvussu so við teimum, sum kanska krevja serliga røkt?

Eitt land, ið stendur saman um og verjir minnilutabólkar

Bara eitt politiskt ungmannafelag helt tað vera neyðugt at gera vart við støðuna hjá teimum brekaðu 3. desember. Tað var felagið Sosialistisk Ung, SU. Í yvirlýsing sigur forkvinnan Sunneva Mohr, at umstøðurnar hjá teimum, ið bera brek, eru munandi betri í dag, enn tær nakrantíð hava verið í Føroyum, men enn er nógv at arbeiða fyri, og langt er eftir á mál.

Í yvirlýsingini verður sagt, at vit eiga at tryggja øllum, ið bera brek, ein hóskandi bústað, eitt gott dagtilboð, gera tað soleiðis, at tey eru ein virkin partur av samfelagnum, og at tað í framtíðini verða nógv fleiri vard størv.

Og tey ungu tala eisini til okkara moralska habitus og siga, at vit eiga at vísa og prógva, at vit eru eitt land, ið stendur saman um og verjir minnilutabólkar.

Hvussu nógv slík háfloygd tala fyllir í huganum hjá okkara politikarum, skal eg lata vera ósagt.

Útpurring

Nei, kanska var fríggjadagurin 3. desember 2010 ikki ein heilt vanligur dagur. Hetta var nú neyvan bara tí, at hetta eisini var dagur teirra brekaðu. Men dagurin gav so teimum, ið varða av teimum brekaðu, høvi til at gera vart við sína ónøgd. Men tað gera tey á hvørjum degi, so tað var neyvan nakað nýtt. Summi halda enntá, at tey kanska grenja meira enn gott er.

Men politikarar vita sum er, at umrøða og miðlaágangur rennir skjótt av aftur, og so kunnu teir halda áfram at sova sín søta svøvn. Troyttandi ella ei, men skal nakað henda, so er bara eitt at gera, nevniliga í tíð og ótíð rópa útpurring so hart, at eisini politikarar hoyra tað. Men útlitini eru ikki tey bestu, um vit skulu trúgva kenda fólkasangaranum Pete Seeger, sum í 1961 skrivaði ikki minni kenda fólkasangin “Where Have All the Flowers Gone?” við niðurlagnum “When will they ever learn?”.