Archive for the ‘Nýskapan’ Category

Framtíðin á skránni í Davos

Í hesum døgum eru fleiri enn 2.500 leiðarar í vinnu og landsumsiting, frá altjóða stovnum, felagsskapum, lærd fólk og umboð fyri miðlarnar og mentanina á ferð til Davos í Sveis til 46. ársfundin hjá the World Economic Forum, sum verður 20.-23. januar. Evnið á fundinum er, hvussu vit fóta okkum í fjórðu ídnaðarkollveltingini.

Christopher Murray, Jens Stoltenberg, Bill Gates, Gordon Brown, Olusegun Obasanjo, Fareed Zakaria, Giulio Tremonti - World Economic Forum Annual Meeting Davos 2006

Christopher Murray, Jens Stoltenberg, Bill Gates, Gordon Brown, Olusegun Obasanjo, Fareed Zakaria, Giulio Tremonti – World Economic Forum Annual Meeting Davos 2006

Vit, sum eru komin eitt sindur til árs, minnast væl, hvussu hugtikin vit vóru, tá ið vit lósu bókina hjá Alvin Toffler The Third Wave frá 1980 um eftirídnaðarsamfelagið, sum eisini amerikanski sosiologurin Daniel Bell fyrstur setti orð á í kendu bókini The Coming of Post-Industrial Society frá 1973.
Teir báðir vístu á, at meðan onnur aldan var eyðkend av hópframleiddum standardvørum til ein eins brúkaraskara, so var triðja aldan eyðkend av framleiðslu av tænastum, ofta við høgum kunningarinnihaldi, og Toffler nevndi tí eisini hetta tíðarskeiðið kunningarøldin. Samfelagið broyttist til tænastusamfelag, tann gamla arbeiðarastættin minkaði burtur og miðalstættin og eitt lið av fólki við útbúgving veitti og brúkti hesar tænastur.
Tað gekk rætta vegin, líka til Thatcher og Reagan tóku kvørkatak á hesi gongdini og beindu hana inn á eina nýliberalistiska kós.

Nú verður so tosað um fjórðu ídnaðarkollveltingina, nýggja globala dagsskráin, og hvat er so tað?

Á heimasíðuni hjá World Economic Forum (http://www.weforum.org/) verður henda fjórða aldan lýst á henda hátt: It is characterized by a fusion of technologies that is blurring the lines between the physical, digital, and biological spheres. Tvs. ein samanrenning við lít.

Í hesum aldubrotinum fer serligur dentur at verða lagdur á útbúgvingar, gransking, at skapa nýggj infrakervi, størv og skipanir. Lond og samfeløg eru longu nú farin undir at brynja seg til at taka ímóti fjórðu ídnaðarkollveltingini. Íløgur verða gjørdar í útbúgving heilt frá grundstøði, í samskiftismøguleikar so sum gott breiðband, á nýhugsan og sosialar ábøtur og tryggleika. Nógv er sjálvandi orð og breggj, men kanska er okkurt kortini í øllum hesum.
Framtíðin er í øllum førum ikki tað, hon hevur verið.

Mentan og mentanararvurin hevur eisini týdning í hesum sambandi. Vit øtast um tær miðvísu oyðileggingar av mentanararvinum, sum nútíðar terroristar brúka sum stríðshátt. Teir ræðast framtíðina og tær broytingar í valdsmynstrinum, sum hon hevur við sær. Kanska hava teir grein í sínum máli, tí framtíðin kann eisini gerast marra hjá onkrum, tað hevur alheimsgerðin víst.

Men ábyrgdin at røkja eisini lokalu mentanina og mentanararvin liggur á hvørjum einstøkum landi, og har eru Føroyar kanska serliga eftirbátar. Hjá okkum er mentan og útbúgving ikki ein so týðandi partur í samfelagsmenningini og nútímans føroysku sjálvstýrisstrembanini, sum vinna og vælferð, og hetta nevnir Kári á Rógvi, sáli, eisini í síni grein Revideringar av självstyrelselagstiftningen för Färöarna (s. 143) í nýggju bókini Självstyrelser i Norden i ett fredsperspektiv – Färöarna, Grönland og Åland, sum júst er útkomin vígd minninum um hann. (Bókin kann lesast her: http://www.peace.ax/images/stories/pdf/Sjalvstyrelser_i_norden_webbversion.pdf)

Men á folafur1undinum í Davos í hesum døgum hevur mentan og list eisini fingið innivist. Eitt nú skrivar kendi íslendski listamaðurin Olafur Eliasson, sum helst er við á fundinum, áhugaverda grein um týdningin listin hevur: Why art has the power to change the world. (http://www.weforum.org/agenda/2016/01/why-art-has-the-power-to-change-the-world).

Jú, spennandi verður at fylgja við komandi dagarnar og fáa hóming av, hvønn veg tað ber.

Tað ber til at fylgja við á heimasíðuni hjá World Economic Forum og á vanligu og sosialu miðlunum.

Teimum, sum dáma at lesa, kann eg viðmæla ritgerðina The Fourth Industrial Revolution eftir Jaap Bloem o.fl. Sogeti, 2014. (http://www.fr.sogeti.com/globalassets/global/downloads/reports/vint-research-3-the-fourth-industrial-revolution)

Advertisements

Hørputónar

 

Eg var millum teirra, sum vóru so heppin at sleppa til eykakonsertina fríggjakvøldið, 22. juni í ár, við Jethro Tull í Hørpu í Reykjavík. Onkur har helt meg vera ein ordiligan Tull-fjeppara, at eg var komin heilt úr Føroyum á konsert í Reykjavík. Og tað nyttaði lítið hjá mær at halda uppá, at tað nú var av tilvild. Eg var har nakrar dagar í arbeiðsørindum og hevði lovað mær sjálvum, at eg skuldi ein túr í Hørpu. Og hvat síggi eg ikki, tá ið eg fari at kanna skránna fyri tiltøk har hesar dagarnar? Jú, onki minni enn, at Jethro Tull júst eru farnir undir sína Thick as a Brick konsertferð 2012, og at teir spæla í býnum, har eg eri staddur, og í hølunum, sum mær longdist so eftir at skoða.
So heppin kann man vera.

Í ár eru júst 40 ár síðan LP’in Thick as a Brick hjá Jethro Tull kom út. Talan er um eitt av meistaraverkunum í rock-tónleikasøguni, eitt konseptalbum, sum vit og bransjan kallaðu tað.
Ian Anderson, ímyndin av Jethro Tull skal hava sagt, at teir við Thick as a Brick hermdu eftir LP-útgávum hjá listrockbólkum sum Yes og Emerson, Lake & Palmer, sum um hetta mundið góvu út LPir, sum vóru konseptalbum, ávikavist The Yes Album og Tarkus í 1971. Heilt nýtt var hetta kortini ikki, tí bólkurin The Who gav út rockoperuna Tommy í 1969. Men Jethro Tull vildu so eisini teljast ímillum tey fínu.

Konseptlist, ella hugskotslist er, sambært orðabókunum hjá Sprotanum, “listastevna, ið tók seg upp fyrst í sekstiárunum, og sum hevur ta listfatan, at sjálvt listaverkshugtakið er týdningarmeiri enn sjálvt úrslitið. Tað `veruliga´ listaverkið er ikki luturin, ið listamaðurin skapar, men sjálvt hugtakið aftan fyri verkið.”

Tað sermerkta við Thick as a Brick er, at har eru bara tveir sangir, sum fylla hvør sína plátusíðu, 1. og 2. partur. Tónleikurin er eitt bland av rock, fólkatónleiki og jazz, og hann hevur eisini greiðan dám av klassiskum tónleiki, og hann fellur væl í oyrað. Tvørfloytan hjá Ian Anderson ger eisini allan munin. Hon varð sum kunnugt sýnislutur ella eygnariv og peikipinnur, og hon varð mangan brúkt at reiggja við sum við einum svørði, tá rættiligur futtur var í.

Eitt annað sermerkt og óvanligt var, at teksturin til plátuna, eftir tí, sum stóð at lesa á plátuhúsanum, var skrivaður av einum 8 ára gomlum dreingi, Gerald Bostock, og bólkurin hevði so sett løg til. Og tað var ikki hissini tekstur, torførur at skilja og skrivaður í stream of consciousness stíli. Jethro Tull hava gjørt vart við, at tú skilti ikki tekstin, um tú ikki hevði upplivað øra skemtið hjá Monthy Python fyrst í 1970’unum.

Fólk kjakast enn í dag um, hvat hugtakið Thick as a Brick merkir. Beint fram merkir tað, tá tað verður sagt um fólk, at tey eru Thick as a Brick, at tey eru kúbýtt. Eg minnist at stórilærari D.D., eisini róptur Stóri, plagdi at kalla meg og mínar líkar fyri greytaheilar, og tað man helst vera nakað tað sama.

Fyrsta ørindi í 1. parti endar við hesum orðum:

But your new shoes are worn at the heels and
your suntan does rapidly peel and
your wise men don’t know how it feels to be thick as a brick.

Fólk spyrja enn í dag, hvørjir hesir vísu menn eru, sum ikki vita, hvussu tað kennist at vera kúbýttur. Men tulkingin kann eisini vendast á høvdið, at tað eru teir vísu menninir, sum bara fjasast við veruleikafjara teori, og sum kalla hini kúbýtt, sum í veruleikanum eru Thick as a Brick. Og nú peikar kumpassin knappliga meira í vestan, vit renna okkum í diskursteori og Foucault, og hvør hevði væntað at funnið slíkt í einum fólksligum tónlistaverki. Men sum so mangan sannað áður: tú skalt ikki skoða hundin á hárunum.

Hesin, sum verður skýrdur Thick as a Brick er nú, tá samanum kemur ikki annar enn miðal hampamaðurin, tey, sum liva í veruliga veruleikanum, hann, sum hevur pissað í saltsjógv, ja, og hvør veit, kanska sjálvur Palleba?

Thick as a Brick var eitt rættiligt gjøgnumbrot hjá Jethro Tull, og tað undrar ongan. Hesin bólkur byrjaði sum tungrock-bólkur, sum eisini hevði gott eyga á tí tá populera folk-rock-tónleikinum, og hann fór sum frá leið meira tann vegin. Eg og mong við mær vórðu bergtikin av hesum rokmikla bólkinum, sum fekk fólk at slota og leingjast eftir meira. LPin Stand up kom í 1969 við  sermerktum løgum sum A New Day Yesterday, We Used to Know, Reason For Waiting og Nothing Is Easy. LPin Benefit kom árið eftir, m.a. við sanginum Inside, sum útvarpsmaðurin Sonne Smith gjørdi til eitt heimshitt í Føroyum. Longu aftur árið eftir kom Lpin Aqualung við tittullagnum, klassikaranum, við sama heiti og við rockaranum Locomotive Breath og øðrum góðum. Og so sum nevnt í 1972 Thick as a Brick.
Hesi 4 árini vóru eisini besta tíðin hjá Jethro Tull, sum nú høvdu nógv og góð løg at framføra á konsertum.

Eg var á konsert hjá Jethro Tull í 1971, haldi eg tað var, og aftur, tá ið teir vitjaðu í Føroyum fyri nøkrum árum síðan.

Herfyri fóru tíðindi at ganga, at Jethro Tull høvdu ætlanir at gera vart við, at tað vóru liðin 40 ár, síðan Thick as a Brick kom út. Teir ætlaðu sær á konsertferð, og teir ætlaðu eisini, hann náði meg, at gera eitt framhald av Thick as a Brick, nr. 2 sjálvandi. Framhaldið kom í apríl 2012, og tað var hetta framhaldið eg hoyrdi sum annan part av konsertini í Hørpu hetta fríggjakvøldið. Og eg má siga, at eisini her hava Jethro Tull skapt eitt megnarverk. Mær hevur so seinni eydnast at hoyra ‘studioútgávuna’ av Thick as a Brick 2 (ein hevur jú Spotify). Og eisini hesaferð varð eg hugtikin.

Í 2aranum er Gerald Bostock ein maður, sum nærkast teimum fimti. Hann kann nú við sorgblídni hyggja aftur á og meta um, hvussu tað gekk. Ella sum tað verður sagt so beinrakið í fyrsta ørindi:

We all must wonder, now and then,
if things had turned out – well – just plain different.
Chance path taken, page unturned or brief encounter, blossomed, splintered.
Might I have been the man of courage, brave upon life’s battlefield,
Captain Commerce, high-flown banker, hedonistic, down-at-heel?
A Puritan of moral fibre, voice raised in praise magnificent?
Or rested in assured repose, knowing my lot in quiet content.

What-ifs, Maybes and Might-have-beens fly, soft petals on a breeze.
What-ifs, Maybes and Might-have-beens.
Why-nots, Perhaps and Wait-and-sees.

Vit sum hava fylgst við Gerald Bostock kenna hetta aftur. Verðin er ein onnur, trupulleikarnir av øðrum slagi, og vit hava notið gleðina og smakkað sorgina. Tónleikurin á 2aranum ber á sama borðið og er meiri sissaður, friðsamur og stílfastur.

Í okkara tíð við politiskum ørskapi og valdsgerðum er tað eisini vert at taka við hetta statementið hjá Geraldi á 2aranum:

From playing fields to killing fields: just one small step of madness.
Officer training, uniform, boys together shower together.
Rank and file can be just fine but that’s not what we’re here for.

Konsertin hjá Jethro Tull hetta kvøldið í Hørpuni í Reykjavík var av sonnum lívsjáttandi og uppliving, sum tú goymir og minnist.

Men nú mundi eg gloymt nýggja tónlista- og ráðstevnuhúsið hjá íslendingum, Hørpu. Hetta er ikki minni listaverk og dømi um, at íslendingar, ólíkt okkum, hugsa stórt.

Harpa er 28.000 m2 til støddar og liggur niðri við keiina í Reykjavík. Bygningurin er út betongi og glasi og skal lýsa sermerktu náttúru Íslands. Meginhugmyndin eru ymisk krystallskap í ymsum litum, sum skulu hvessa hugin. Tað er teknistovan hjá Henning Larsens í Keypmannahavn, sum hevur teknað húsið saman við arkitektavirkinum Batteríið í Hafnarfirði. Listamaðurin Ólafur Elíasson hevur verið við til at geva glasinum skap. Byggingin byrjaði í 2007, men varð so rakt av bankaskrædlinum. Semja var tó um at halda fram við byggingini, tí eitt hús sum hetta fór at vera nógv vert fyri tjóðina og álitið á framtíðina. Og húsið lat so upp alment í maj 2011.

Og her í stórslignum umhvørvi komu til mín aftur minni frá mínum ungdómsárum. Nú nakað eldri enn Gerald má eg sum hann lata oyruni lurta og tankarnar fjakka og í sorgblídni geva vónini enn ein kjans.

Jú, vit hava nógv at læra av íslendingum og Jethro Tull.

At festa hval á blað

Um eg leggi eitt pappír á vegin og bíði til ein bilur hevur koyrt eftir tí, og eg so hangi prentið upp á veggin, so er tað list. Tað keðiliga er bara, at onkur longu hevur fingið hetta hugskotið og roynt tað, so aftur hesaferð var eg ov seinur á sjóvarfallinum.

Seinnapartin í dag, leygardagin, 28. apríl, datt eg inn á gólvið í Steinprenti. Har var framsýning við myndum eftir donsku listakvinnuna Pernille Kløvedal Helweg. Eg hevði hoyrt um ætlan hennara at brúka ein hval til at gera grafiskar myndir, og eg hugsaði, hvussu í allari víðastu verð fært tú gjørt avrit av einum hvali? Nú vita vit jú, at jørðin er fløt, tá ið vit tekna kort av henni, og kortini er hon rund. Men ein hvalur er nú einaferð eitt sindur meira óskøffiligur enn jørðin, men sera skøffiligur er hann, tá ið hann svimur í sjónum. Lættur er hann ikki at lyfta, so at fara at brúka hval til prent, tað luktar av óðamannaverki. Men daman er treisk, og hon fekk enntá skilafólk at hjálpa sær, og nú er so úrslitið her.

Framsýningin í Steinprenti, og tann sum er í Norðurlandahúsinum, hevur fingið heitið HVALATEKIN/FELTGRAFIKKUR. Og talan er avgjørt um eina listarliga verkætlan, sum hevur eydnast og sum fær undirtøku frá fólki.

Vm. Delfinhale. Steinprent 2009. Hm. Finhval. Steinprent.

Eg fekk í hvussu er nógv burtur úr hesum myndunum, serliga tí at tær eru so dekorativar, men samstundis mana fram eitt tyssi av tonkum og hugmyndum. Nú er tað onki óvanligt í at brúka lívrunnið evni í list. Listafólk royna alt til at gerast forvitnislig. Tað hevur verið málað við bæði blóði, pissi og trekki. Eg minnist enn áhugaverdu framsýningina av uppskornum mannalíkum, Body Worlds, sum var í Experimentarium í Keypmannahavn. Tað var við eitt sindur av nøtran tú gekst runt har millum øll hesi deyðu fólkini, sum vóru gjørd til upplýsandi listaverk, kanska eitt dømi um tað tey rópa edutainment.

Í hesum myndunum hjá Pernille Kløvedal Helweg er tó onki ágangandi. Talan er meira um eina transmissión av onkrum likamligum niður á eina flatu, tekn og tekin í einum. Ja, eg hevði næstan hug at fara yvir til myndinar at vita, um tað gekk snykroykur av teimum. Ein spurningur eg gekk við var, um man kan fara so við onkrum, sum einaferð hevur verið livandi, og brúka tað til at gera myndir við?  Og jú, tað kann man.

Delfinbug. Koparprent 2009.

Her er tað gjørt við listarligum hegni. Kanska ein leitan aftur til nakað reint og upphavligt. Ikki hetta rokaliga, sum hjá Paul Watson og Sea Shepherd. Listakonan og tey, sum hava arbeitt saman við henni, hava lagt nógv arbeiði í verkini, og tað er eisini nakað minniligt yvir teimum. Og dýrini, tey leggja neyvan nakað í tað.

Jú, ein fín framsýning, og nú má eg eisini ganga mær inn á gólvið í Norðurlandahúsinum at síggja restina av framsýningini.

Guache/pigment

Ein bók Hvaltegn & Dyrespor (2011) er givin út í sambandi við framsýningina. Har stendur nógv áhugavert at lesa um hetta serliga slagið av grafikki, og til ber eisini at ogna sær fløgu við filmum, sum eru gjørdir av verkætlanini.

Klára vit ikki so frægt sum eina heimasíðu?

Nú er so ein hópur av unga fólkinum aftur farin av landinum at lesa, og alt gott um tað. Vit vita eisini, at stórur partur av hesum ungu ikki síggja sær nakran møguleika at koma aftur til heimlandið at brúka teirra útbúgving. Eg kenni ikki lutfallið, men onkur hevur nevnt, at nærum helvtin ongantíð kemur aftur.
Tí er tað so satt, sum tað eisini hevur verið sagt, at tað hevur stóran týdning, at so nógvar útbúgvingar sum tilber verða bodnar út í Føroyum.

Nú veit eg ikki, hvat man kann gera, fyri at fáa arbeiðspláss til tey nógvu og væl lærdu, men tað hevur ikki onki at siga, at vit alla tíðina – ikki bara familja og vinir – men eisini tær almennu Føroyar varðveita gott samband við hesi ungu, sum eru uttanlands. Gera teimum greitt, at vit fegin vilja hava tey aftur og ítøkiliga vísa við greiðum atburði, avgerðum og átøkum, at vit eisini meina tað. Tað hjálpir eisini upp á rekrutteringina av góðari arbeiðsmegi, um tað er tað, sum er trupulleikin.

Eg dugi ikki at síggja, at tað sum er verður gjørd nøkur verulig roynd at hava samband við tey ungu uttanlands. Ein einfaldur máti kundi verið at havt eina heimasíðu, sum vendi sær beinleiðis til ung lesandi, eisini og kanska serliga tey uttanlands, sum greiddi frá Føroyum og møguleikunum at gera karrrieru her. Tað hevði verið ógvuliga lítið arbeiðskrevjandi at latið tey ungu sloppið at tekna seg fyri eini fráboðan á telduposti teirra ella á sms’inum, sum segði teimum, at nú var aftur nýtt at frætta. Tað fløvar at vita, at onkur bríggjar seg um teg!

Á eini slíkari heimasíðu eiga vit at siga teimum ungu frá tí, sum hevur teirra áhuga, og sum mennir hugin at koma aftur at geva sítt íkast til samfelagsmenningina. Vísa teimum, at vit hava eitt livandi, virkið og frílynt land, um vit altso eru frílynt. 

Tað fær so ongan at koma aftur til landið, um tað einasta sum veruliga er frammi í almenna kjakinum er, hvussu vit fáa fleiri góðkendar grindavágir, at vit framvegis sleppa av veiða stórhval (sum vit ikki gera), hvussu væl tað eydnast okkum at spara og skerja almennar tænastur, hvussu nógv vit tapa í fótbólti, um ein húkur skal sleppa at vera standandi ella ei, endaleys kjakarí um átrúnaðarligar smálutir, sum verða blástir upp til stórmál, um kinesarar skulu sleppa at fiska í føroyskum sjógvi, um miðstaðarøkið er betri enn útjaðarin, um hví almennu miðlarnir ikki klára sínar skyldur, ella hví fiskivinnan framhaldandi ikki kann verða rikin burðardygt og so at hon lønar seg fyri samfelagið og ikki bara fyri einstakar spekulantar.

Hvar er víðsjónin og viljin?

Megnar tað almenna heldur ikki at reka eina heimasíðutænastu við tíðindabrævatænastu til tey ungu, hvussu skulu vit so fáa tjóðpall, altjóða universitet og flogvøll, eitt blómandi tónleika-, lista-, vinnu- og bygdalív?

Tað er ongin sum helst ivi um, at størsta vandamálið í Føroyum í dag er, at fólkatalið stendur í stað og kanska fer at minka. Og vit stuðla sjálvi hesi gongd við atgerðar- og fantasiloysi.

Eg plagi onkuntíð at hoyra viðmerkingina hjá teimum ungu, um okkurt, sum javnan sjabbað verður um, at hetta ella hatta er so býtt! Og eg má geva teimum rætt, tí býtt er tað.

Bleyt virði – ella bara ein uppbyggilig søga

Seinastu árini hava vit sæð hópin av dømum um, at virki og stovnar hava skift navn og samleika. Nøvnini hava verið merkiliga stutt, og tað má so koma av, at fólk ikki longur hava stundir til djúphugsan og at lesa og siga long nøvn, ella eisini er tað meiningin, at hesi nøvnini skulu geva eina ábending um skjótleika, ágrýtni, virkis- og tænastuhug.

Hetta, sum minnir ikki sørt um skótamoral, skal so geva okkum eina kenslu av, at vit eru umgyrd av stovnum og virkjum sum vísa ábyrgd, eru skynsom og álítandi, og sum hava umsorgan fyri kundanum, umhvørvinum, samfelagnum, búskapinum o.s.fr.

Nú er tað so satt, sum tað er sagt, at navnið spillir ongan. Men nakað at komikki hevur tó verið um hesi nøvnini: Posta, Dugni, Studni, Skyn, Spekt, Magn, Effo (onkur helt hetta vera eina vánaliga úttalu av Esso), Nema, Senta, Eik o.s.fr.

SEV – stovnað 1. oktober 1946 – er í teirri hepnu støðu, at teirra navn av óvart nú er vorðið post-modernað, tí tað er enntá styttri, enn tey flestu av hinum nýggju nøvnunum.

Onkur hevur skemtað um hesi nøvnini, at tá Postverkið kann eita Posta, so kundi apoteksverkið eins væl skift navn til Hosta.

Men nú er í hesum føri vanliga ikki bara talan um navnaskifti, men ofta eisini um at virki og stovnar vilja signalera til umheimin, almenningin og kanska serliga til kundan, men eisini innanhýsis mótvegis starvsfólkunum, at talan er um eitt satt siðaskifti, ella eina nýskapan av samleika, sum setir krøv.

Saman við navnaskiftinum verður tí ofta konstruerað eitt logo (sum í fleiri førum er líka stutt og abstrakt sum navnið), og lýsingafyritøkurnar kunnu harumframt fegnast um, at hesi virkini og stovnarnir skulu hava orðaða eina missión, eina visión og eitt virðisstøði. Hesum standa lýsingafyritøkurnar fyri, tí virki og stovnar, sum ofta eru av tí gamla skúlanum, mugu fáa at vita, hvat tey gera ella skulu gera, tí tað vita tey eftir øllum at døma ikki sjálvi.

Tað er eyðsæð, at hesi samleikaskifti hava stóran strategiskan týdning fyri virkini og stovnarnar, hóast týdningurin er ymiskur alt eftir støðu og slag.

Nøkur dømi

Hesar missiónir og visiónir eru tó rættiliga líkar, tá samanum kemur, so lat okkum taka nøkur dømi.

Í Magn, sum m.a. selja olju, siga tey, at tey seta kundan í fokus (eingin kundi, onki Magn). Tey leggja dent á vitan og førleikar, skjótleika og arbeiðsgleði. Og so skal innanhýsis arbeiðið sjálvandi skipast hareftir. Hvussu tey gera tað, veit eg av góðum grundum ikki, men tey hava so eina visión um, at tey skulu “upplivast sum Føroya besti orkuveitari”.

Í Effo, har tey eins og Magn umframt olju eisini selja góðgæti, pylsur, ísar, breyð, køkur og læna út filmar, hava tey t.d. orðað eina HTU-stevnu (heilsa-trygd-umhvørvi). Tey lova at uppføra seg pent (tað er ein skylda hjá bæði leiðslu og starvsfólkum), og satt at siga er talan um skilagóðar ásetingar: eitt nú at tey vilja arbeiða fyri at verja okkara umhvørvi, tey vilja fyribyrgja óhappum og vanlukkum og fylgja ásetingunum frá myndugleikunum. Hetta seinasta átti at verið sjálvsagt, men er tað mangan ikki.

Tað er skilagott og eyðsæð, at feløg, sum selja dálkandi olju, eisini royna at hava fyrilit fyri umhvørvinum. Eitt nú hevur Magn eisini ein sonevndan HSSE-politikk (Health Safety Security Environment).
Spurningurin er so bara, um tað er umhvørvið, sum liggur teimum fremst í sinni, ella um tað er teirra egna strategiska støða, umdømið ella teirra egni pengapungur.

Í Dugna, sum skal stuðla arbeiðstarnaðum við mennandi virksemi og útbúgving, hava tey sett sær fyri, at øll arbeiðstarnað fólk í Føroyum skulu hava møguleika at koma í arbeiði áðrenn 2012. Tey lova, at taka støði í einstaka næminginum, og saman við honum seta í verk ráðlegging fyri menning hansara. Tey siga eisini, sum part av virðisstøðinum, at samfelagið hevur skyldu til at integrera tey arbeiðstarnaðu, soleiðis at tey gerast virkin á arbeiðsmarknaðinum og harvið fáa eina meira innihaldsríka tilveru.
Alt sovorði, sum vit øll væl kunnu taka undir við.

Í peningastovninum Eik vilja tey sjálvandi vera kundum sínum at gagni við at veita fíggjarligar tænastur, har aðalvirðini eru tryggleiki og brúkaravinsemi. Ja, Eik hevur enntá eina visión um at vera brúkaravinarligasti peningastovnur í Føroyum. Har vilja tey eitt nú eisini veita kundunum eina framúr góða ráðgeving, ið tekur støði í veruliga tørvi  kundans, og sum ger kundan føran fyri at taka fíggjarliga rættar avgerðir.

Og sjálvandi skal hetta gerast, samstundis sum Eik hevur eina vón um at skapa fíggjarliga nøktandi og kappingarfør úrslit.

Í kt-sølufyritøkuni Nema, sum eisini selur skrivstovuútgerð, hava tey sett sær fyri, at tey við einum Win-Win-hugburði vilja fara inn í virðisketuna hjá sínum kundum. Tey siga, at tey eru varandi samstarvsfelagin, sum tryggjar kundanum hægsta virðið og besta nøgdsemið, tá ið hann ger íløgur í KT-, skrivstovu- og samskiftisloysnir. “Við opinleika, áræði, førleika og passión veita vit skjóta tænastu, virðisøkjandi ráðgeving og dygdargóða vøru, har vit seta kundan í fokus og taka støði í hansara tørvi.”

Tú varnast øll pluss-orðini: opinleika, áræði, førleika og passión. Og í einum broti í missiónini siga teir ella tey, at: “Passión er okkara drívmegi. Við passiónini koma tær bestu loysnirnar, arbeiðsgleðin og kundanøgdsemið”.
Og móti endanum verður tað næstan sum ein relgiøsur útifundur, tá ið samtakið sigur, at: “Vit brenna fyri okkara arbeiði, faki og okkara starvsfeløgum. Drívmegin er kenslan av at brúka okkum sjálv og okkara førleikar til at skapa meiningsfullar og virðisskapandi loysnir fyri okkara kundar. Vit brenna fyri hvønn dag at útinna okkara besta, og vit styrkjast og mennast við okkara sigrum – og ósigrum.”

Ósigrum skalt tú ikki leita longi eftir í hesum døgum, og vónandi hevur tað ikki tikið ov nógv av eldhuganum, at hetta samtakið, eins og so nógvar aðrar privatar fyritøkur, hevur havt munandi hall á roknskapinum tey seinastu árini. Men tað kann vendast við hepni og einum góðum vilja.

Postverk Føroya, sum í 2004 varð umskipað til partafelag, hevur nýliga skift navn til Posta. Har er munandi umskipan farin fram, fyrst og fremst at tillaga stovnin til marknaðarkor. Mær vitandi hevur felagið skyldu til at bera út post, brøv og pakkapost um alt landið, men onnur virki eru tó eisini virkin á hesum sama marknaðinum.

Posta hevur havt eitt hall á 8,2 mió. kr. í 2009 móti einum halli uppá 2,5 mió. kr árið fyri. Nevnd og leiðsla hava sett sær fyri, at rakstrarúrslitið fyri 2010 skal betrast í mun til 2009 og at raksturin skal geva avlop í 2011. Ein fortreyt fyri at røkka hesum máli er, at ein verkætlan við heitinum 180°, sum tey hava sett í verk, eydnast, og higartil gongur sum ætlað við hesi verkætlan, verður upplýst í fráðgreiðing frá felagnum. Endamálið við verkætlanini er at venda fokus hjá fyritøkuni 180° frá at vera ov nógv vent móti innanhýsis viðurskiftum til at venda sær móti marknaðinum, tí meirsøla er neyðug, fyri at fáa raksturin á Posta at geva avlop. Hetta er greið tala!

Tá nýggi samleikin hjá Posta varð framlagdur í august 2009 vísti stjórin í grein í Dimmalætting á, at arbeiðið við nýggja samleikanum hevur havt hjávinning við sær, tí ein arbeiðsbólkur hevði arbeitt við og funnið fram til kjarnuvirðini í fyritøkuni, kjarnumálini og avbjóðingarnar. Í tí sambandi hava tey funnið fram til tey 3 V´ini, sum stjórin lýsir soleiðis:

– Virðing. Vit skulu ikki yvirselja eina vøru – vit skulu kunna levera vøruna, vit lova. Og tá ein kundi kritiserar okkum, skulu vit siga takk, notera tað og leggja tað í ein idé-banka og arbeiða víðari fyri at gera tað betri.

– Vilji. Tær broytingar, sum hava verið og enn eru neyðugar at fremja hjá okkum krevja ein øgiligan vilja.

– Og víðskygni. Vit skulu tora at hugsa tað ótonkiliga, vera nógv meira framrættað, sigur stjórin, sum viðgongur, at fyritøkan hevur verið ov trek at laga seg til broytingarnar á marknaðinum.

Tænasturnar skulu broytast, og fyri at røkka hesum máli mugu forðingar av vegnum, sigur Posta, sum heldur, at størsta avbjóðingin er at fáa politikararnar at vera við uppá tað. Um tað hevur týdning, at kundarnir eisini eru við upp á tað, sigur søgan tó onki um. Posta sigur seg tó leggja dent á, at felags fyri dagførdu tænasturnar er, at tær í størri mun eru lagaðar til tørv kundans, hvør tað so enn er, sum definerar hendan tørv.

Tað hevur annars verið upplýst, at búmerkið hjá Posta skal ímynda tveir flúgvandi pakkar, men eg havi so ikki dugað at lagt tað til merkis, men kanska er ætlanin við hesum nógvu nýggju búmerkjunum, at tey skulu tala til dulvitið?

Eg kann í hesum sambandi nevna, at tað heldur ikki hevur eydnast mær at fáa skil á, hvat hasir báðir lúsakambarnir, sum eru búmerki hjá Studna, ímynda.

Elfelagið SEV, sum altso ikki hevur skift navn, hevur uttan iva eina missión og visión, og nakað um hetta er at finna í ársfrágreiðingini hjá felagnum. Nú snýr tað seg ikki bara um elframleiðslu longur, men um sambandið millum orkuframleiðslu og útlát. SEV hevur sett sær fyri at stuðla landsins myndugleikum at liva upp til altjóða semjur á hesum øki. Ella sum felagið orðar tað: “SEV hevur sett sær sum mál at vera ein virkin viðleikari hjá landsstýrinum í royndunum at flyta ásettu málini inn í veruleikan.” Svarið er her varandi orka, og hetta fer at hava við sær stórar og kostnaðarmiklar útbyggingar. Bara so at tit skulu vita tað!
SEV er kommunalur felagsskapur, sum røkir eina greiða landsuppgávu, og er tí altíð í vanda fyri at verða yvirtikið av landinum. Støðan kann eisini verða varðveitt óbroytt, og privatisering av øllum ella pørtum av virkseminum kann eisini koma upp á tal.

SEV hevur sett sær fyri, at í 2020 skulu 75% av elframleiðsluni á landi stava frá varandi orku.

Tað er sjálvandi allan heiður vert, at SEV átekur sær samfelagsskyldur, ja hugsar um klótuna alla sum hon er. Aftur her kunnu vit spyrja, hvat er verulig umsorgan fyri umhvørvi og umheimi, og hvat er umsorgan fyri eins egnu strategisku støðu.

Her skal tó ikki verða lagt upp til, at alt, sum vinnufyritøkur gera, tá ið tær positionera seg á nýggjan hátt, er fupp og fidus, men ein hevur grund til at vera skeptiskur.

Tað er áhugavert, at SEV eisini hevur gjørt sær eina samskiftisætlan, har tað verður staðfest, at SEV samskiftir reiðiliga og skjótt. Nevnt verður, at “Trúvirði, opinleiki, rættleiki og skjótleiki eru lyklaorð í samskiftinum hjá SEV við umheimin.”
Nú er tað so, at tað at stýra almennu fatanini at tínum virki, er av stórum týdningi, og, sum tey siga hjá SEV, hevur tað “stóran týdning, at samskiftið gevur eina rættvísa og neyva mynd av virkseminum hjá SEV og hugsanum felagsins.” So samskiftið skal stýrast, og við sínum samskiftispolitikki ynskir SEV at staðfesta seg sum eina opna fyritøku við mest møguligum gjøgnumskygni.

Virðisleiðsla

Hesin nývaknaði áhugin fyri samleika og virðum er nakað, sum er komið til okkara uttaneftir, sum so nógv annað. Hetta er tað, sum aðrastanis verður rópt virðisleiðsla, og sum er væl lýst í bókini: Ole Thyssen: Værdiledelse. Om organisationer og etik. Gyldendal, 1999/5. útg. 2008.

At etikkur, umhvørvi, góðska og trivnaður hava fingið so stóran týdning sum leiðsluhugtøk í modernaða samfelagnum er ikki av tilvild. Hetta er fyri ein part arvur frá 68. Nú er tað in at leggja dent á bleytu virðini. Tað er gott at hava okkurt ‘at ganga inn fyri’. Politiski brúkarin, sum leggur dent á heilsu, trivnað, etikk og burðardyggleika, hevur stórt vald. Fólk arbeiða ikki longur fyri at vinna sær eina løn, nei, tey vilja hava meining, avbjóðingar og menning í arbeiðslívinum. Nýtímans virki tíma ikki at hava samband við virki, sum eru afturúrsilgd ella ikki halda etisku reglurnar. Tað, sum ikki er ein liður í virðisøkingini, hevur ongan kjans. Og søgur um succes, uppruna og rættvísi viga nógv í sjálvsfatanini, og eisini tá vit velja at keypa okkurt.

Hesi hugtøk, tey bleytu virðini, eru partur av legitimeringini og sjónliggeringini av stovninum ella virkinum. Umdømi og dentur á virði er vorðin ein týðandi strategiskur faktorur hjá alt fleiri virkjum og stovnum, bæði sæð í mun til eitt nú kundar, myndugleikar og fjølmiðlar, men eisini innanhýsis, tá ið talan er um motivering av starvsfólki og til at miða seg eftir, tá ið leiðsla ella starvsfólk skulu taka avgerðir (viðhvørt sonevndar ópopulerar avgerðir) og grundgeva fyri hesum.

Spurningurin er bara, um talan altíð er um veruliga virðisleiðslu ella hinvegin um manipulatión og valdstríð, tá ið virði gerast partur av virkisspælinum. Tí bleyt virði seta ikki tær grundleggjandi búskaparligu treytirnar úr gildi.

Virki og stovnar skulu í alt størri mun markera seg mótvegis umheiminum og taka avgerðir, sum onkursvegna ganga interessentunum á møti. Spurningurin er tá, hvør ella hvørjir eru týdningarmestu interessentarnir, og hvussu stendur virkið seg í mun til hesar (sterkt/veikt). Krøvini, sum verða sett virkinum ella stovninum, kunnu ikki øll nøktast og hvørji, teir velja at nøkta, kann ikki avgerast sakliga. Tá er gott at kunna vísa til, at virði og skynsemi liggur til grund fyri avgerðum, sjálvt um hesar raka einstaklingar ella bólkar. Virðisleiðsla snýr seg fyri ein part um at positionera seg mótvegis interessentum, at bjóða summum av, geva øðrum fyrimunir og framíhjárættindi, og at sissa teir ella tey, sum antin ikki fáa sín vilja ella tær tænastur, sum tey halda seg hava rætt til, ella teir ella tey (eftirlitsstovnar, atfinnarar o.o.), sum kanska ivast í førleikunum ella trúvirðinum hjá virkinum ella stovninum.

Onkuntíð er neyðugt at gera seg inn á sosiala semjuna, skal virkið mennast og yvirliva, tí tað er jú ikki altíð samanfall millum organisatorisk virði og einstaklingavirði.

At samskifta um virði kann vera við til at avmarka stríð og ósemjur. Stutt kunnu vit siga, at virðisleiðsla skal ávirka bæði meiningar (holdningar) og virksemi (handlingar). Er talan bara um at ávirka meiningar, so at vánaskilið kann halda fram, ella um misinformatión fyri at sissa folk ella teppa atfinnarar, so er neyvan talan um virðisleiðslu.

Í meira konstruktivum høpi kann virðisleiðsla vera við til at minka um ávirkanina av peningi og valdi, tá talan er um avgerðir. Tá er ikki bara talan um avmarkningar, men eisini um høvi til at royna nýtt og vera kreativur, fyri ikki at siga at verða meira rættvísur.

Tá eru virði og orðingin av virðisgrundarlagnum meira enn nakað, vit hava, tí at hini hava tað. Tað er nakað, sum vit taka í álvara. Virði skulu vera greið, og tey eiga at vera við til at skapa gjøgnumskygni, sum er eitt av trendorðunum fyri tíðina. Veruligur dialogur kann eisini tryggja, at øll interessentáhugamál koma til orðanna. Tá er talan um fair play og álit.

Teori ella praksis

Men sum tað stendur í yrkingini: tað lekur ofta millum teori og praksis.

Eg gevi ikki nógv fyri virðisásetingarnar hjá oljufeløgum, um tey sínamillum avtala ov høgar prísir. Og hvat við SEV, sum eisini hevur methøgar prísir og tekur burtur av náttúruni. Og gera teir veruliga nakað sum munar á varandi orkuøkinum, tá ið samanum kemur?

Og hvat við politikarum, sum siga eitt og gera tað øvugta? Og hvat við bankastjórum, sum við milliónalønum eru við til at stuðla láni- og íløguvirksemi, sum avlagar  samfelagsbúskapin.  Og gott er nú hjá bankunum, at teir undir kreppuni kunnu tjena seg feitar av tænastugjøldum, – eitt nýtt og lukrativt slag av mikro-revenue.

Og er tað veruliga so, at færri posthús gera, at posttænastan kemur nærri brúkarunum? Sjálvandi skulu vit ikki gjalda fyri eina óneyðuga tænastu, men kann alt veruliga verða marknaðarstýrt, um ongin kapping er? Og hvat við tænastum, sum ikki kunnu veitast upp á marknaðartreytir? Kanska hevur Posta ikki skyldina, men tað undrar, at tað ikki skal loysa seg at bíleggja á interneti, tí at postgjaldið nú er farið til skýggja. Hetta merkir, at vit fáa ikki fyrimunir av kapping, og prísirnir her á landi eru sum kunnugt millum teir hægstu í heiminum.

Jú, gott er at hava fyrilit fyri bleytu virðunum, men tað krevur hart arbeiðið og eitt reiðiligt sinni at virka fyri teimum. Tað er avgjørt onki stuttligt í longdini við retorikki, sum bara gruggar.

Nýskapan í almenna sektorinum

Í politiska kjakinum seinastu tíðina er komið fram, at tað er vorðið meira trupult at reka partar av almenna sektorinum. Orsøkirnar eru fleiri, og neyvan bara fíggjarligar.

Eitt, sum ofta verður nevnt, tá hesir trupulleikar hava verið umrøddir, er, at tað er neyðugt at fara undir at fremja bygnaðarbroytingar. Í samrøðum við politikarar verður hetta sum oftast nevnt í einum eykasetningi, og har endar so prátið, í hvussu er í miðlunum. Tær fáu ferðirnar, spurt hevur verið, hvørjar bygnaðarbroytingar talan kann verða um, er vanliga svarið, at tað er ov tíðliga at siga nakað um tað. Ætlanin er heilt vist at fara undir hetta, og kanska situr eisini ein arbeiðsbólkur (ella politiskur fylgibólkur) og arbeiðir við málinum o.s.fr.

Almenningurin ella borgarin veit sum oftast onki um, hvat er í umbúna. Ja, ávís stórmál og avgerandi bygnaðarligar broytingar verða framdar í almenna bygnaðinum, eitt nú á pensjónsøkinum, uttan at almenningurin hevur nakra sum helst hóming av, hvat veruliga fer fram. Tað gongur alt fyri seg aftan stongdar dyr (í Føroyum ber sum kunnugt ikki til at kjakast opið um slík mál, tí so fara politikarar vanliga upp at galdra, og so er spælið spilt).

Í øðrum førum taka bygnaðarbroytingar og nýskapan so langa tíð, at tað er ivasamt, um tað eydnast at heysta nakran fyrimun av broytingunum. Her er kommunubygnaðurin helst besta dømið.

Tað ger ikki støðuna betur, at tey, sum skulu fremja broytingarnar, ofta mana fram fíggindamyndir, misnýta sítt vald ella seta føtur í spenni at verja síni seráhugamál, og fegnast so, tá ið broytingin verður av ongum. Eg skal ikki siga, at tey ikki viðhvørt kunnu hava grein í sínum máli.

Onkuntíð hevur tú tó varhugan av, at ábendingar um bygnaðarbroytingar bara hava til endamál at sissa tey, sum verða rakt av skerjingum. Í løtuni sløkkja vit eld, royna at fáa kassan at stemma, og so hava vit hetta við bygnaðarbroytingum sum nakað framíhjá, sum vit fremja ella ikki fremja, alt eftir um vit fáa tað í lag, ella eftir hvussu politiska rákið nú einaferð fer.

Týðandi menningarátøk í almenna sektorinum liggja tí fyri íla, ella drukna í leiðiliga politiska glantrileikinum.

Tá tíðirnar eru góðar verður tosað um bygnaðarbroytingar upp á kvamsvís, og tá kreppan kemur, mugu bygnaðarbroytingar antin fremjast í óðum verkum (t.v.s. skerjingar) ella bíða, til eldsløkkingin er av.

Støðug og skipað menning

Og kortini munnu tey flestu hava eina greiða hóming av, at bygnaðarbroytingar í almenna sektorinum eru bráðneyðugar, m.a. tí at almennar tænastur mangan eru ov dýrar, hava ov vánaliga góðsku, ikki eru nøktandi í mun til tørvin, ella verða ofta als ikki veittar teimum, sum hava brúk fyri teimum.

Áttu bygnaðarbroytingar her hjá okkum, t.d. menning av almenna sektorinum, ikki, eins og í øðrum londum, at verið ein skipað tilgongd, heldur enn nakað, sum vit taka fram sunnudagar?

Bygnaðarbroytingar er ikki nakað, sum verður lagt til rættis á onkrum loynifundi. Nei, vanligt er aðrastaðnis at fáa øll tey, sum varða av almenna sektorinum, t.d. leiðslu, starvsfólk, arbeiðsgevarafeløg, fakfeløg, vitanarstovnar og brúkarar at ganga saman um at gera ein leist og lýsa, hvat krevst til tess at fremja nýskipanir í almenna sektorinum. Meiningin er so, at politikarar taka støðu til uppskotini og syrgja fyri, at tey verða framd, um politisk undirtøka fæst fyri teimum. (Sí eitt nú ritið Strategi for styrket innovation i den offentlige sektor, sum danska Rådet for Teknologi og Innovation hevur ritstjórnað. Útgevari er Forsknings- og Innovationsstyrelsen, 2008).

Eyðkent fyri átøk sum hesi er, at tey leggja dent á at 1) fáa skapt nýskapanarbólkar (innovationsalliancer), sum savna inn vitan og m.a. peika á trupulleikar í vanliga rakstrinum, sum treingja til ábøtur, ella øki, sum mugu rekast á heilt annan hátt, 2) stuðla nýskapanarleiðslu og 3) ikki minst duga at skyna á liðunum í nýskapanartilgongdini.

Tað er eyðsæð, at hesi átøk eru tekin um ein tørv á nýskapan, men eisini um álit á, at tað við skipaðari tilgongd ber til at skapa okkurt avgerandi nýtt.

Nýskapan er onki nýtt

Nýhugsan, nýskapan ella innovatión er nú onki nýtt. Tað hevði verið púrasta óhugsandi, at vit vóru komin á tað mennigarstig, vit eru á í dag, var ikki talan um nýskapan. Vit hava havt alt frá landbúnaðar- og ídnaðarkollvelting til politiskar nýskipanir, hópframleiðslu, útbúgving fyri øll, tøknilig frambrot, tryggingar, fólkapensjón, bókasøvn, minstuløn, internet og Wikipedia. Hetta eru frambrot, sum broyta samfelagið, broyta mátan vit liva, arbeiða og samskifta. Í mongum førum eru hesi frambrot til frama bæði fyri einstaklingin, t.v.s. gera hansara tilveru betri og tryggari, samstundis sum tey fáa betri javnvág í ta størru skipanina; stovnin, bygdina ella samfelagið alt.

Hinvegin kann nýskapan eisini gerast ein vanlagna. Dømi um slíka nýskapan eru eitt nú nýskipanir í fíggjarheiminum, sum hava víst seg at vera bløðrur, ella meira framkomnir hættir at drepa fólk.

Tað slagið av nýskapan, sum vit vanliga geva okkum mest far um, eru tøknilig frambrot. Tað er framvegis brúk fyri tøkniligari ella verk- og handilsligari nýmenning, har fremsta málið er at fáa vinning burturúr. Men í okkara framkomna samfelag er sanniliga eisini brúk fyri sosialari nýmenning, har tað ikki er vinningur, men heldur økt vælferð ella munabetri nýtsla av tilfeingi, sum drívir verkið.

Nú farið verður frá ídnaðarsamfelag til tænastu-, vitanar- og netverkssamfelag, verður neyðugt at endurskoða sosial sambond og sosialar skipanir, eisini í arbeiðs- og vinnuhøpi, so at hesi svara til tíðarinnar krøv. Alt broytist, og tað nyttar ikki longur at brúka loysnir, sum riggaðu í ídnaðarsamfelagnum. Tað vita fleiri almenn verk, sum nú berjast fyri lívinum, alt um.

Sosial nýskapan

Nú er nýskapan ella sosial nýskapan ikki nakað, sum er uppfunnið til høvið, nú tað sansar at allastaðnis. Nýskapan hevur sum nevnt altíð verið, og tað er tí ikki av tilvild, at búskaparfrøðingurin Joseph Schumpeter er vorðin kendur fyri at hava orðað hugtakið skapandi oyðilegging (‘creative destruction’), sum han setti fram í kendu bókini Capitalism, Socialism and Democracy (1942). Schumpeter var so avgjørdur, at hann vildi vera við, at skapandi oyðilegging var ein høvuðskelda til at fáa búskaparligan vøkstur.

Í ritinum Social Innovation. What it is, why it matters and how it can be accelerated (Said Business School, Oxford, 2007) skriva Geoff Mulgan o.fl., at við sosiala nýskapan meinast nýggj hugskot, sum virka ella kunnu brúkast, og sum loysa sosialar trupulleikar ella nøkta sosialan tørv. Vit vita eisini, at sosial nýskapan tekur seg upp í sambandi við tøkniliga, politiska og samfelagsliga menning. Eitt nú hava fólk lært seg at koyra bil, og skipa ferðsluna, so hon gongur væl, hóast ferðsla, tá ið hon vindur upp á seg, í aðrar mátar skapar trupulleikar og ampa, sum seta krøv um nýggja sosiala nýskapan. Sosial nýskapan er tí ikki bara nakað, sum er knýtt at tí almenna sektorinum, men líka so nógv eitt afturvendandi gerandisligt fyribrigdi.

Tað eru fleiri viðurskifti, sum gera, at sosial nýskapan nú er komin meira í miðdepilin. Talan er serliga um viðurskifti, sum stinga seg upp í nýmodernaða samfelagnum: longri livitíð, lívsstílssjúkur, størri og meiri fjølbroyttur eftirspurningur eftir almennum tænastum (serliga innan heilsu, útbúgving og røkt), trupulleikar í skúlunum, stillastandur og afturgongd í lokaløkjum o.s.fr.

Royndirnar vísa, at fleiri av verandi (almennu) skipanum ikki megna at nøkta henda økta og nýggja tørvin. Almennu stovnarnir eru ov tungir og dýrir at reka,  teir eru ikki nóg liðiligir (óflexiblir), og loysa ofta farnar trupulleikar. Stovnarnir broytast heldur ikki frá degi til dags, tí teir eru siðbundnir og hava sum oftast hollar og týðandi stuðlar. Úrslitið er tí, at fólk ofta ikki fáa nøktandi tænastu ella líða óneyðugt, ella at sosialir trupulleikar sleppa at standa við.

Nú er tað ikki vist, at sosial nýskapan er svar upp á alt. Men slík nýskapan er grundað á ta sannroynd, at nógv fólk eru kreativ, duga at finna loysnir og eru broytingarsinnað, og tí er hetta eitt aktiv, sum tað er vert at brúka. Eitt týðandi krav, skulu úrslit fáast úr hesum aktivi, er at eitt hóskandi undirstøðukervið er tøkt. Og nógv bendir á, at júst í Føroyum skuldu umstøðurnar at gagnnýta sosiala nýskapan verið millum tær frægu.

Mulgan o.fl. (Geoff Mulgan var í síni tíð ráðgevi hjá Tony Blair) tosa í hesum sambandi um samanspælið millum býflugurnar, sum koma víða og eru raskar og skjótar í vendingini (’finna uppá’) og trøini, t.d. almennir stovnar og feløg, sum eru meira støðuføst og hava skipanir og orku at seta nýggj hugskot í verk (entreprenørar). Vit kenna hetta mynstrið serliga aftur í vinnuni, har smáfyritøkur koma við hugskotum og nýggjum lutum, sum stórfyritøkur gagnnýta í teirra framleiðslu.

Nýskapan er bæði ein tilgongd og avrik. Úrslit úr nýskapan kunnu vera nýggjar ella betri tænastur, nýggir arbeiðshættir, broytt regluverk, betri umsiting, enntá ein nýggj skattaskipan o.s.fr.

Tað verður sagt, at nýskapan sprettir úr ónøgd við støðuna sum er. Kortini kann tað, hóast ónøgd, ganga long tíð, uttan at nakað verður gjørt við støðuna, serliga í almenna sektorinum.

Skeivleikar verða fjaldir burtur (og koma so fram onkuntíð sum gøla), einstaklingar megna ikki at gera nakað við støðuna, og ongin skipan er, sum miðvíst virkar fyri broytingum.

Hvat forðar broytingum?

Tað er kortini ikki bara býttleiki og illvilji, sum forða broytingum til tað betra. Nevnast kann m.a. at mótstøða móti broytingum kann koma av, at nýskipanir í einum virkandi stovni fara at ávirka dagliga raksturin, so at tað kanska kemur minni burturúr, meðan broytingin fer fram. Og ongin vissa er heldur fyri, at nýskipanir virka, tá samanum kemur.

Annað er, at tað eru áhugamál knýtt at verandi skipanum. Fólk hava útbúgvið seg til ein ávísan arbeiðshátt, vandi er fyri at broytingar fara at koppa valdskipanini, og at onnur sleppa framat. Og hvat við øllum øðrum íløgum, sum eru gjørdar? Skulu tær ikki vinnast innaftur fyrst? (Havið her í huga hugtakið falnir kostnaðir/sunken costs).

Nýskipanir bróta við vanahugsanir, sum gera lívið lættari, og hvussu við samanhaldinum, netverkinum, sosiala kapitalinum, sum kanska fer fyri skeytið, um okkurt nýtt verður sett í verk. Tað er væl kent, sum Thomas Kuhn hevur víst á við hugtakinum um paradigmu, at sjálvt í einum væl skipaðum umhvørvi sleppur betri ástøði (ella t.d. nýggj hugskot) ikki framat uttan nakað. Tað er ikki so at sleppa av við gamalt ástøði og vitanarskipanir, og tað verður vanliga ikki farið av palli, fyrr enn annar líka góður ella betri pallur er í eygsjón.

Tað ber tó til at sleppa undan hesum forðingum.

Skipanir megna í longdini ikki at standa ímóti atfinningum, kanska onkur politikari ger bart, ella eisini broyta uttanífrá komandi viðurskifti umstøðurnar avgerandi. Slíkum brestum kann tó í stóran mun sleppast undan, við at farið verður undir miðvísar tilgongdir, sum miðja eftir at skapa umstøður fyri broytingum.

Hvør stendur fyri broytingum?

Mulgan o.fl. nevna fýra virknar partar ella aktørar í broytingartilgongdum: einstaklingar, rørslur ella flokkar, vanligar stovnar ella serliga skipaðir nýskapanarstovnar.

Eyðkent fyri einstaklingar, sum skunda undir broytingar, er, at hesi fyrr enn onnur varnast ein tørv, sum ikki verður nøktaður, samstundis sum tey hava eina hóming av ella uppskot til, hvussu tørvurin kann nøktast (viðhvørt hvørki nøktaður av marknaði ella tí almenna, t.d. skipanin við Náttaravnunum). Hetta eru ofta fólk, sum ikki bara práta, men fara til verka. Tey fara um staðfest mørk í teirra hugsan, og tora at berjast fyri sínum sjónarmiðum. Teirra átøk verða framd viðhvørt av umsorgan fyri øðrum, ella viðhvørt fyri at loysa egnar trupulleikar.

Rørslur ella flokkar standa ofta fyri størri samfelagsligum broytingum. Kvinnurørslan, ið er ein fjøldarrørsla, roynir at broyta hugsunarhátt, siðbundnar fatanir og valdsskipanir, men má virka í tolni. Tey, ið virka fyri rættindum teirra brekaðu, kunnu gera stóran mun, hóast tey noyðast at stríðast og standa við sín rætt. Politikarar ella flokkar kappast um at hava okkurt mál, sum er teirra, bæði størri mál og smámál.

Stovnar, eru teir broytingarsinnaðir, hava møguleikan at skunda undir broytingar, tí teir hava ofta neyðuga servitan og tilfeingið.

Nýskapanarstovnar skulu helst savna allar hesar nevndu eiginleikar, men skulu sum nevnt eisini hava vitan um stigini í eini nýskapanartilgongd.

Nýskapanartilgongdin

Nýskipanir kunnu vera meira ella minni víðfevndar. Tær kunnu henda knappliga ella koma so líðandi. Tilgongdin kann vera tilvildarlig ella skipað.

Hugsað vit okkum nýskipanir, sum hava týdning fyri ein samfelagssektor ella fyri alt samfelagið, so tosa vit um nýskapan í mongum liðum og pørtum. Nevnast kunnu í hesum sambandi luttakarar í nýskapanartilgongdini, m.a. brúkarar, áhugapartar, politikarar, embætisverk og nýskapanarbólkar og nýskapanarleiðsla. Afturat koma so tørvurin á serstakum játtanum til menningarátøk, broytingar í virkisskipanini, menningarstýring og fígging av íverksetan.

Tá talan er um brúkarar, kann sosial nýskapan m.a. hava sum endamál at strykja støðuna hjá annars veikum bólkum.

Nógv bendir á, at bestu úrslitini úr nýskapan fáast við samstarvi millum stovnar/sektorar (tvørtur um stovns-/sektorskipan) og vinnu, og so tað, tey rópa non-profit feløg ella stovnar.

Bara tað, at alt hetta skal spæla saman, sigur okkum, at nýskipanir í almenna sektorinum neyvan henda alt í einum.

Niðanfyri eru sett upp ein hugsað mynd, sum er ein samanumtøka av stigunum í eini nýskapanartilgongd.

Sí líknandi dømi í: Dorthe Junge og Peter Lustrup: Social Innovation – en guide til rejse i ukendt land. Kbh., Books on Demand, 2009.
Robin Murray, Geoff Mulgan & Julie Gaulier-Grice: How to Innovate. The tools for Social Innovation. The Young Foundation, 2008.

 Samanumtikið

 Hugtakið sosial nýskapan er eitt sera víðfevnt evni og eitt øki í menning.

Í stuttum snýr skipað sosial nýskapan seg um at gera samfelagið betri ført fyri at loysa trupulleikar á skilagóðan hátt. Og nakað uppaftur meira áhugavert er, at skipað nýskapan kann verða bæði arbeiðs- og virðisskapandi.

 Tað er royndur lutur, at nýskapan ofta ikki hóskar til galdandi stovns-, áhuga- ella valdsskipan. Men tað kann tíbetur broytast. Fyrsta stigið er sum nevnt at viðurkenna trupulleikar og vísa vilja at loysa teir.

 Kendi frøðingurin á Harvard Business School Rosabeth Moss Kanter hevur – helst til stuttleika – gjørt ein lista við góðum ráðum, sum leiðarar kunnu brúka til at forða nýskapan.

Hon mælir m.a. til, at leiðarar eru sera varnir og afturhaldnir, tá ið vanlig starvsfólk koma við nýggjum hugskotum. Ver ikki seinur at koma við atfinningum, vís á vandar og á alt tað, sum forðar fyri, at hugskotið kann setast í verk. Ver serliga ansin, tá ið fólk ella t.d. fakfeløg, menningarstovur o.tl. biðja um upplýsingar. Ger teimum greitt, at hesir verða ikki latnir, uttan so at tað fyrst er góðtikið á hægsta stað. Tosa nógv um sparingar og uppsagnir, sum serliga kunnu raka tey, sum hugsa og royna at finna uppá heldur enn at gera sítt dagsverk. Tak tær sjálvur av broytingarætlanum, arbeið í tí dulda og lat øll ganga í óvissu. Øll týðandi kunning skal koma sum ein bumba. Tað tryggjar, at starvsfólk eru vakin og virkin.

So er tað borið víðari.