Archive for the ‘Kunningarfrøði’ Category

Wikipedia 15 ár í gjár

imageÍ gjár 15. januar vóru 15 ár, síðan netalfrøðin Wikipedia (https://www.wikipedia.org) varð stovnað av teimum báðum Jimmy Wales og Larry Sanger. Neyvan høvdu teir tá hóming av, hvussu stór alfrøðin fór at gerast, og hvønn týdning hon fór at hava sum kunningarmiðil.
Wikipedia er til á flest øllum málum og eisini føroyskum (https://fo.wikipedia.org/), men enska útgávan er tó tann størsta og nógv mest lisnað. Hon er millum mest brúktu heimasíður í heiminum.

Tannáringurin Wikipedia er fødd í talgildu 21. øld, 15. januar 2001, føðingardagin hjá skaldinum William Heinesen. Hugtakið byggir á netvirknið: jú fleiri, tess betri.
Wikipedia er ein pallur, sum loyvir einum og hvørjum at skriva, dagføra ella rætta greinir. Talan er sostatt um sjálvboðið arbeiði. Tú sært ikki lýsingar á Wikipediu, sum umframt sjálvbodnað arbeiðið verður fíggjað við gávum og stuðli.

Talgildingin og nýggi vitanarbúskapurin hava gjørt, at gomlu kendu alfrøðirnar ikki koma út á prenti longur. Seinasta prentaða útgávan av Encyclopedia Britannica (http://www.britannica.com) kom í 2012, og stóra danska alfrøðin ella leksikonnið, sum vit plagdu at siga, verður dagførd og er eisini frítt atkomilig á netinum (http://www.denstoredanske.dk).

Tað eru fleiri fyrimunir at lata fleiri ritstjórna eina netalfrøði. Til ber at fáa fatur á teimum, sum vita um eitt evni og tíma at greiða øðrum frá, tvs. tey, sum bæði eru klók og eldsálir.
Tað er skjótt at dagføra upplýsingar, so at alfrøðin er líka skjót við tí seinasta, sum tíðindamiðlarnir.
Hetta var ein trupulleiki hjá prentaðu útgávunum, sum fyrnast skjótt. Og royndir hava víst, at tað eru ikki fleiri feilir í Wikipediu enn í teimum gomlu viðurkendu alfrøðunum.

Frælsið at skriva, dagføra og rætta á Wikipediu er tó avmarkað nakað fyri at sleppa undan áhaldandi rættingum í greinum, sum viðgera evni, sum stríð er um, ella greinum á høgum fakligum støði, sum eru fyrimyndarliga væl skrivaðar. Tá so er, er bara loyvt skrásettum ritstjórum at rætta ella góðkenna rættingar.
Wikipedia hevur fleiri sjálvirkandi tænastur, t.d. uppseting av greinum og rættlestur. Hetta seinasta ger, at stavivillur næstan ikki koma fyri, sjálvt um hvør Hanus og Janus sleppur framat. Og hetta er undrunarvert!

At Wikipedia er elektronisk, sum allar aðrar netútgávur og heimasíður, ger, at skjótari er at leita eftir upplýsingum og greinum. Tilfarið er eisini skipað í bólkar ella undirbólkar, og har eru evnislistar, nakað sum minnir um flokkingarnar, sum verða gjørdar á bókasøvnum.
Og so eru sjálvandi krossleinki og leinki til tilfar uttanfyri Wikipediu.
Í Wikipediu er tað eitt krav, at onki verður skrivað ella pástaðið í greinunum, uttan at heimild er fyri tí, tvs. onnur heimild enn tín egna. Tilvísingar eru tí avgerandi fyri, um ein grein er góð ella ikki.
Innihaldið í Wikipedia er tøkt undir loyvisskipanini Creative Commons, tvs. at loyvt er við tilvísing at luta og brúka innihaldið, eisini vinnuliga, um ikki annað er ásett.

At júst enska Wikipedia verður so nógv brúkt, er eitt tekin um, at stødd hevur týdning; at fleiri eru, sum bjóða seg fram at skriva og ritstjórna. Hetta kann vera ein trupulleiki í smærri londum sum Føroyum, har nógv hvílir á eldsálunum, sum kunnu troyttast í longdini.

Wikipedia ella Wikimedia er ein pallur, sum eisini kann brúkast í øðrum vitanararbeiði enn til Wikipediu. Í Føroyum verður hesin pallurin tó lítið brúktur, tí tað krevur víðsjón og samstarv millum t.d. vitanarstovnar. Tíverri er ikki vanligt ella siðvenja, at føroyskir stovnar samstarva um slíkar tænastur, og tað er sjálvandi harmiligt og stórur missur.

Eg fari her at ynskja Wikipediu tillukku.

Advertisements

Her er netið til lítla nyttu

crowds1Eg haldi meg roknast millum teirra, sum leggja stóran dent á at fáa upplýsingar skjótt, og júst tá ið eg havi brúk fyri teimum. Eg hugsi her um upplýsingar um øll føroysk viðurskifti, tvs. tíðindi, kunning, atgongd til skjøl, tøl o.s.fr.

Nú er internetið ein miðil, sum vit øll meta sum hvørs mans ogn, og tí skuldi verið gaman í at miðla upplýsingar bæði skjótt og væl.
Og hetta er tíbetur eisini so.

Øll virki við virðing fyri sær sjálvum leggja kunning og tænastur út á netið. Sprænurin stendur frá tíðindamiðlunum, sum royna at egna okkum við tí seinasta nýggja. Nógv av hesum hevur løtuvirði ella als onki virði, men soleiðis er nú einaferð. Vit kunnu bara vóna, at tað einaferð verða umstøður at miðla langtíðarhaldgóð føroysk tíðindi og kunning.

Sosialu miðlarnir ganga heitir 24/7, og fólk skriva bloggar, sum mangan eru bæði áhugaverdir og upplýsandi. Tað ber til at keypa alskyns føroyskar orðabøkur á netinum, e-bøkur og ljóðbøkur, og skalt tú ringja til onkran, og tú minnist ikki nummarið, so plagar at bera til at finna nummarið á netinum. Og vilt tú vita, hvør eigur eitt matrikulnummar, ja, so finnur tú eisini tað. Bókasøvnini bjóða tær at leita á netinum eftir bókum, so at tú ikki gongur teimum á dyrnar til onga nyttu, og tá um almenn hagtøl ræður, ja, tá eru vit eisini hampuliga væl fyri. Eisini nógv tíðarrit og bløð liggja nú á netinum í talgildari útgávu, t.d. tey, sum eru talgild í verkætlanini tíðarrit.fo.

Nei, tað, sum eg serliga hugsi um, er atgongd til alfrøðiupplýsingar um føroysk viðurskifti á netinum, og tá stendur av álvara illa til.

Tað kemur ofta fyri at tú rennir teg fastan í onkrum, sum tú situr við. Okkurt serligt, sum tú kundi hugsað tær at vita meira um, og tá stendur á. Eg havi fleiri ferðir leitað eftir upplýsingum um serføroysk viðurskifti, t.d. á Google ella aðra staðnis, tá ið tað hevði skund, og skammfuktaður má eg viðganga, at eg fái ofta meira at vita um hesi viðurskifti í útlendskum handbókum og skjalagoymslum enn í okkara egnu.
Føroysku upplýsingarnar á netinum eru sum oftast avmarkaðar, ófullfíggjaðar og ikki nøktandi.
Sjálvandi ber altíð til at gera eina rannsókn og finna upplýsingarnar so við og við, men her tosið eg um skjóta atgongd til dygdargóða kunning. Og tað er neyðugt at hava nú á døgum.

Í flest øðrum londum er tey so nógv, ofta milliónir, sum kunnu røkja eina wiki, t.d. Wikipediu ella annað líknandi kunningarverk. Har kunnu tey brúka mongdarveiting (crowd sourcing). Eg haldi meg hava lisið onkustaðnis, at tað ber illa til at hava eina umfatandi wikipediu, um tú ikki hevur millum 5.000 og 10.000 aktivar ritstjórar, og tað fáa vit so ongantíð í Føroyum. Og vit vita eisini, at eru vit ov fá, ja, so fáa vit ikki fulla úrtøku við bara at líta á vitanina hjá fjøldini (the wisdom of the crowds).

Hvat er so at gera?

Her er í øllum førum ein uppgáva, sum hvílir á landinum, og sum landið eigur at umhugsa at fáa gjørt nakað við. Og tá eg sigi landið, so meini eg við, at landið eigur at fáa til vega fortreytirnar, so at vit, vanlig fólk, skúlanæmingar, lesandi, granskarar, rithøvundar, miðlafólk o.o., kunnu fáa skjóta og góða atgongd til slíkar upplýsingar. Og ikki bara landið, men eisini størru virkini, stovnar og yrkis- og fakfeløg eiga at kenna eina ábyrgd og skyldu her.

Tað liggja stórar nøgdir av føroyskum kunningartilfari, sum kann gerast atgongiligt alment á netinum; tilfar, sum annars liggur goymt og gloymt onkustaðnis. Men hava vit nakra talgildingarætlan, so hetta tilfarið kann gerast livandi?
Og einir 20-25 løntir ritstjórar høvdu skjótt kunnað fingið gjørt eina líkinda føroyska alfrøði á netinum. Arbeiðið kundi verið skipað í samráð við okkara vitanarstovnar.

Eg haldi bara, at tað er stór skomm, at vit altíð skulu bera okkum undan. Og enn størri skomm er, at onnur vísa okkara viðurskiftum størri áhuga enn vit sjálvi.

So vónandi kemur vend í her, ongantíð ov skjótt.

crowds2

At liva lívið live

Tað er væl kent at stórar tøkniligar uppfinningar ella frambrot hava broytt heimin, okkara hátt at liva, virka og framleiða, okkara sosialu skipanir. At ein heimasíða við einum leititeigi og nøkrum litaðum bókstavum og einum navni, sum einki sigur, skal hava somu ávirkan, kann vera ilt at fata. Men at so er, eru tað summi, ið halda. Ein teirra, Jeff Jarvis, kendur ritstjóri á blogginum http://buzzmachine.com, hevur skrivað bók um hetta við heitinum What Would Google Do?

Í hesi bókini greiðir hann frá, hví Google hevur havt slíka framgongd, at tað í dag er at kalla einasta brúkta leitatólið til alt tilfarið á internetinum.

Henda framgongd kemur ikki av ongum, tí aftanfyri liggja greiðar stevnur og rák.

Jeff Jarvis leggur dent á, at Google er ikki ein portalur, men ein pallur ella netverk, har øll, stór og smá, kunnu koma til orðanna. Vanliga leititólið hjá Google goymir onki tilfar, men er ein raðfesting (indeks) av tilfari á netinum, sum onnur hava framleitt. Í Google hevur ongin framíhjárætt, tað eru heimasíðurnar, sum tey flestu velja at lata upp ella vísa til, sum koma ovast á leitilistan. So kunnu tey stóru virkini gjalda fyri at verða sædd, og tað er tað, sum Google livir av, men tey sleppa ikki (tað sigur í hvussu er grundreglan) at ávirka raðfylgjuna á leitilistanum.

Jeff Jarvis sigur, at vit sjálvandi ikki skulu gera júst tað sama, men spyr, hvat vit kunnu læra av Google.

Eitt tað fyrsta er, at Google letur fólk ella brúkaran sleppa framat, og gevur teimum ein møguleika ella rættari ein pall at finna og almannakunngera kunning (informatión), rit- og listaverk og vitan og eitt stað at savnast um áhugamál. Við Google er lætt at koma í samband við javnlíkar, og júst tí, at so nógv brúka Google, er eisini lætt at finna fólk við seráhugamálum ella fólk, sum hava verið úti fyri tí sama, sum tú, tað verið seg góðar ella minni góðar hendingar. Dømi eru um, at stór virki eru vaknað við kaldan dreym, tí at brúkarar hava skift orð á netinum og funnið út av, at tey eru ikki tey einastu, sum virkið hevur ‘snýtt’. Fólk hava tikið sær um reiggj, ella sum Jeff Jarvis málber seg: Mobs form in a flash, tey hava orðað mótmæli, og stórfyritøkur, ja heilar landastjórnir eru farnar at rista í brókunum. Tað er hetta valdið, sum netið gevur vanligum fólki, sum broytir sosialu dagsskránna.
Kanska er tað ikki fyrr enn nú, at vit fáa veruligt talu-, skrivi- og savningarfrælsi?

Eitt annað er, at nýggir marknaðir koma undan. Eitt ótal av vørum kunnu keypast, og bygdafrellið nýtist ikki longur at keypa í avmarkaða úrvalinum í handlinum yvirav, men kann fara til handils hvar tað skal vera. Hetta við nærum óavmarkaðum vøruúrvalið er tað, sum liggur í hugtakinum um langa halan, ‘the long tail’, tí nú eru hyllapláss, at búgva á fjarskotnum støðum ella avmarkaður kundaskari ongin forðing longur. Hesi viðurskifti eru væl lýst í bókini The Long Tail. Why the Future of Business Is Selling Less of More hjá Chris Anderson, sum kom út í 2006.

Mentan er ikki longur tað, sum alment góðkendir mentastovnar hava at bjóða, og hópframleiðsla (one fits all) er farin um tað besta. Eisini tíðin við Hollywood og stórfilmum er farin. Í løtuni eru tað gentan í grannahúsinum ella drongurin, sum rýmdi úr skúlanum, sum standa á heimspallunum. Reality-show eru farin av móta, tí nú er sjálvt lívið live, sum tikið verður til.

Tey fægstu hava brúk fyri millummonnum, men fara sjálvi eftir tí, tey vilja hava. Nýggi virkisfrymilin eitur ókeypis, og vitan og upplivingar verða skaptar í samstarvi og samskifti við samsint.

Síðan Google og aðrar líknandi tænastur eru komnar fram á netinum, mugu vit sanna, sum James Surowiecki í bókini The Wisdom of Crowds (2004), at fjøldin er ikki býtt longur.

Í Googleøldini er umráðandi at vera sæddur, at vera væl lýddur og at lata dygdarvøru ella –tænastu og bjóða besta prísin. Hetta er ein tíð, tá ið opinleiki er ein dygd, har vit ikki longur hava trot, men mugu læra at skapa og handfara yvirflóð av nærum øllum.

Lívið er alment, og tað sama er vinnuvirksemi. Jeff Jarvis orðar hetta soleiðis: “Living in public today is a matter of enlightened self-interest.” Tú tænir øðrum, og tænir á tann hátt tær sjálvum, tú verður lættari at finna og fært fleiri møguleikar.

Vit hava ikki longur tjóðar- ella virkisbúskap, men gávu- og egobúskap.

Jeff Jarvis roynir í bók síni at vísa á, at læran, sum framgongdin hjá Google ber boð um, kann brúkast um alt, tvs. bæði sosial, politisk, mentanarlig og vinnulig viðurskifti. Nýggja rákið rakar øll, ja, skulu vit trúgva honum, so eiga sjálvt flakavirkini at spyrja seg sjálvan: hvussu hevði Google gjørt?
Tað er eyðsæð, at skalt tú fáa fulla fyrimunin av nýggju møguleikunum á netinum, so er tað nærum ein treyt at tosa eitt av stóru málunum, helst enskt. Har gera vit 49.000 lítlan mun. Hetta talar kanska fyri, at vit eru í eini serstøðu, og at vit okkara vegna mugu hugsa øðrvísi enn Jeff Jarvis. 

Nú kunnu vit altíð siga, at hann, sum er eldhugaður fyri einum máli, ofta hevur hug at gera av. Tí eru ikki dømi um, at vit við hesum nýggja hugsunarháttinum stuðla amatørismu og hedonismu (njóting, sum fremsta mál í lívinum) og sosialari líkasælu?

Jeff Jarvis heldur tvørturímóti, at netið ger fólk meira sosial, ja, at tað kann gerast til eina endurmenning av gamla samanhaldinum, sum at kalla fór heilt fyri skeytið í 70- og 80-árunum. Og hvør sigur, at tað elitera, hástóra og afturlatna er vert at varðveita? Nú er tað hinvegin góður siður at samstarva. Jú, tað eru mangir múrar rapaðir í seinastuni.

Kann vera, at hugsanin at alt skal vera ókeypis ljóðar áhugaverd, men er tað nú vist, at alt kann ella skal fíggjast við lýsingum og sponsorpeningi? Kortini eru mong dømi á netinum um, at fólk gera stórarbeiði fyri onki, ella fyri aðra løn enn reiðan pening.

Nógv av tí, sum Jeff Jarvis førir fram sum nakað nýtt, eitt nú at seta kundan í miðdepilin, er gamal sannleiki. Munurin er bara, at í útleggingini hjá Jeff Jarvis er hetta at seta kundan í miðdepilin ikki eitt val (sølutaktikkur), men eitt víðfevnt krav, sum tað ikki kemst uttanum.

Kann vera, at Jeff Jarvis hevur eina ov avgjørda turkatrúgv, at vitan (kanska heldur kunning) loysir allar trupulleikar, at Palleba nú veruliga hevur tikið valdið. Bara tað ikki endar sum hjá Jeppe í seingini hjá baróninum.

Og helst man tað fara at ganga rúm tíð, áðrenn vit fara at downloada fiskafløk.

Tíðirnar eru broyttar, so langt kunnu vit geva Jeff Jarvis viðhald.

Frá bunkum til ovfylling av kunning*)

Ein nýtímans plága er tað, tey rópa ovfyllingin av kunning (en. information overload). Henda ovfylling stavar serliga frá, at tað er vorðið so lætt at samskifta og at geva út og senda (publisera) kunning, – hetta, sum hevur tikið seg upp saman við talgildingini og elektronisku dátaviðgerðini.

Ovfylling av kunning umvegis netið hevur vundið so upp á seg í seinastuni, at fólk gerast ovbyrjað av at skulla lesa ella síggja og viðgera alla kunningina og svara teimum boðum og áheitanum, tey fáa, og fleiri og fleiri kenna seg strongd av hesum.

Nógva kunningin órógvar eisini fólk, tá ið tey eru til arbeiðis, tí at tey alla tíðina líka skulu lesa hendan teldupostin, tey júst hava fingið, ella vita, um okkurt er sent teimum t.d. á sosiala netverkinum, tað verið seg Facebook ella onnur sosial telduskipan. Hetta ger, at nógv avbrot verða í dagliga arbeiðnum. Og tá ið talan er um teldupost er framvegis trupult at finna sjálvvirkandi skipanir, sum kunnu skilja teldupostin eftir hvat, ið hevur týdning, og hvat, ið hevur lítlan ella ongan týdning. Vandi er eisini fyri, at týðandi kunning ella vitan kann fara fyri skeyti í øllum hurlivasanum.

Royndir vísa, at tað ganga yvir 20 minuttir, áðrenn tú kanst savna teg aftur um eina uppgávu, sum tú legði frá tær, tí at tú líka skuldi okkurt annað, t.d. lesa ein nýkomnan teldupost. Koma slíkar hendingar ofta fyri um dagin, og tað gera tær, so er lætt at síggja, at nógv arbeiðstíð fer til spillis, og virki, stovnar og samfelagið hava stór tap av hesum.

Ei undur í, at skilafólk eru farin at spyrja, hvat vit kunnu gera við hendan trupulleikan. Tað ger ritstjórin og professarin Paul Hemp í greinini Death by Information Overload í seinastu útgávuni av tíðarritinum Harvard Business Review (September 2009).

Paul Hemp nevnir, at líka síðan Gutenberg hava vit havt ovfylling av kunning, tvs. at tað hevur verið meiri vitan og kunning tøk, enn ein einstakur persónur kann fáa til høldar ella handfara. Við talgildingini og nýggju kunningartøknini hevur hetta bara vundið upp á seg, tí nú kunnu øll geva út (publisera). Nógv nýggj kunning verður eisini skapt í sjálvvirkandi skipanum (datamining) og send út á elektronisku miðlarnar.

Samstundis hava vit fingið alt fleiri miðlar, og kunningin er í alt fleiri skapum (formatum), so at mátarnir at kunna seg alla tíðina broytast, tvs. eru meira flákrutir og fleirtáttaðir.

Fyrr vistu vit ikki alt, og sum kunnugt hevur ein ikki ilt av tí, ein ikki veit. Í dag er øðrvísi, tí kunning, sum áður var fjald (hon skuldi keypast ella leitast fram), er nú lætt atkomulig og sum oftast ókeypis. Milliónir av heimasíðum, wikiar, bloggar, teldupostur og sosialar telduskipanir spræna út kunning í hvønn krók, – kunning, sum er fakliga væl grundað, men eisini kunning, ið fyri tað mesta er svass og ’líkagildigheitir’. Spurningurin er, um tú skalt lesa alt, og um tú skalt svara øllum. Ivin og kenslan, at tú ikki nært at koma runt, skapa strongd.

Í sálarfrøðini verður í hesum sambandi tosað um fyribrigdið ”attention deficit trait” og at fólk, sum eru hart rakt av kunningarovfyllu sum frá líður gerast býttari, ikki ólíkt tí, ið hendir við teimum, sum drekka illa.

Tað sigst, at í dag er tað ikki óvanligt, at fólk ’kekka sín mail’ í kirkjuni, á veitslum ella á wc’inum! Nevnt hevur eisini verið, at hesin bundiskapurin hevur sosialar avleiðingar (t.d. at foreldur forsøma síni børn), og at markið millum arbeiði og frítíð kámast!

Og hvør er so hjálpin?

Paul Hemp skilur ímillum trupulleikarnar, ið einstaklingar hava, og so teir, ið virki ella stovnar hava.

Tá talan er um einstaklingar er ein hin besta hjálpin at minka um nøgdina av kunning, sum onkursvegna verður noydd upp á teg, t.d. teldupostar (serliga um tú hevur tendrað fráboðanina, sum sigur, at tú hevur fingið nýggjan teldupost).

Týðandi er eisini at broyta hugburð, so at tú torir at lata teldu vera teldu: far í staðin ein túr, drekk ein kaffimunn, les okkurt, ella ger tað arbeiðið, sum tú ert settur til ella ætlar at fáa frá hondini.

Tað er eisini góð hjálp at brúka aðrar miðlar enn teldupost, t.d. nýggju skipanina tey rópa Twitter, har til ber at senda smærri boð (tweets) til felagar (followers), sum ikki eru so bindandi og formell sum teldupostur. Annar máti er at brúka wiki og bloggar til kunning, sum brúkarin kann taka fram, tá ið honum lystir (tvs. frá push til pull). Ein annar ikki so bindandi háttur at samskifta er Chat.

Nógvir av hesum nýggju mátunum at samskifta, sum ikki minst tey ungu hava tikið til sín, eru so smátt við at fáa fótafesti eisini í vinnuvirkjum og stovnum.

Paul Hemp heldur tó, at teldupostur framhaldandi verður ein týðandi samskiftisháttur í vinnuhøpi og at virkis- ella stovnsleiðslur eiga at taka upp spurningin, hvussu teldupostur kann brúkast skilagott í arbeiðshøpi.

Onkustaðnis, har teldupostur ikki er týðandi partur av arbeiðnum, ber sjálvandi til at steingja skipanina ella seta upp strangar reglur fyri teldunýtslu. Vitanararbeiðarar kunnu tó ikki liva við slíkum avmarkingum.

Tí eiga virkini og stovnarnir eisini at umhugsa at gera teldunýtslu ella telduatburð til ein meira sjónligan part av virkismentanini. Til ber at skipa fyri frálæru um tilvitað samskifti, at læra starvsfólkini at stýra kunning ella vitan, at gera greiðar vegleiðandi reglur fyri samskifti og teldunýtslu í hesum sambandi, at hava løtur, har teldupostur ikki verður lisin ella svaraður, at mæla fólki frá at brúka teldupost til at sjónliggera seg sjálvan o.s.fr.

Og virki og stovnar eiga eisini at fara at umhugsa at brúka aðrar elektroniskar samskiftishættir enn teldupost, t.d. sum nevnt wiki, bloggar, Twitter o.tl. sum arbeiðsamboð.
Microsoft hevur longu sæð hvussu rekur og hevur ment SharePoint-skipanina, sum byggir á, at fleiri samskiftishættir verða savnaðir í eini og somu arbeiðsskipan.

Kanska vit eisini í Føroyum skjótt eiga at fara at taka okkum um reiggj á hesum øki, tí vit eru longu eftirbátur.

*) Kunning er tað sama sum informatión.