Archive for the ‘Endurminningar’ Category

Ein annar mai

Tað er løgið í dag at hugsa sær, men 1. mai 1988 helt eg røðu á Vaglinum í Havn. Hetta var um tað mundið, tá ið tað gekk so ómetaliga væl í Føroyum, at tú hevði ilt við at trúgva, at tað kundi vera rætt.
Og svarið fingu vit longu árið eftir, tá alt skramblaði saman.

Tá var tað, at fiskurin rýmdi av grunnunum, arbeiðsloysið gjørdist methøgt, og ongin arbeiðsloysistrygging var. Fólkið rýmdi tí í stórum tali av landinum, og 6. oktober 1992 fór Sjóvinnubankin sum kunnugt av knóranum.
mai_m2

Í allari neyðini varð roynt at finna onkrar neyðloysnir, t.d. at fara at fiska markrel, gera úrdráttir úr igulkerum ella tara.
IMF-fólk sóðust ganga úti í Tinganesi, tí tey vistu heilivágin góðan: at skerja. IMF-fólkini vóru tó merkiliga ljódlig, og teirra tilmæli var varisligt. Kanska vistu tey, at føringurin er sum gallarin í Asterix og Obelix, teir skalt tú ikki øsa, tí svarið kemur við brestin, og kanska gott at so er.
Almennu fakfeløgini vórðu tá noydd at góðtaka at fara munandi niður í løn, og eftirlønin varð ofrað. Okkara politikarar vóru í Danmark at fáa teir at bjarga bankunum, sum tað varð rópt, og taka yvir og umleggja ovurstóru skuldina í fremmandum gjaldoyra, sum annaðhvørt menniskja tá hevði, og sum skjótt kundi koyra okkum øll um koll. Rentuspekulatiónin var landsítrótt. Tað almenna átók sær so við og við privatu skuldina.
Søgur gingu um ørvitiskenda stuðulveiting til skipabygging og -keyp, teir sonevndu skipapakkarnir, og hetta óskilið varð seinni sagt at koma av, at umsitingin hjá landinum var ov veik og tískil ikki sína uppgávu vaksin. Ráðgevandi nevndin hjá danska forsætisráðharranum hevði staðfest í frágreiðing eftir frágreiðing, at føroyski búskapurin var á vandakós, men hetta varð alt kveistrað til viks, tí í Føroyum var onki ovboðið, og tað skiltu donsku býttlingarnir ikki. Eitt sindur skammiligt var tað kortini, at danir skuldu noyða okkum at broyta vinnulóggávuna, sum so dyggiliga hevði stuðlað ábyrgdarloysinum.
Tað var hart, men tað vendi tíbetur skjótt, og vit fingu varandi hákonjunktur. Alt fyrigivið, og politikarar sóu sær nú kjansin at játta sær sjálvum hægri løn og gyltar eftirlønir.

Nú er tað ein óskikkur at sitera seg sjálvan, men í røðuni 1. mai 1988 nevndi eg m.a. hetta, at ríkidømi og fátækradømi reikaðu í felag. Eg nevndi, at í Føroyum mundu tað vera fá, sum beinleiðis vóru fátæk. Tað tyktist heldur, sum fólk svumu í pengum, og skuldu vit tala um fátækradømi, so mundi tað helst vera andaligt fátækradømi og andaligt leti.
Men støðan var og er ein onnur, venda vit okkum út í heim.
Vit vita, at vit liva í einum heimi, hvørs høvuðseyðkenni er veldugur materiellur og politiskur ójavni. Vit hava verið noydd til at læra okkum at liva við hesum veruleika.
Í røðuni vísti eg til franska heimsspekingin og utopiska sosialistin Charles Fourier, sum hevði gjørt vart við, at kapitalisman hevði tvey andlit, ríkidømi og armóð, hetta sum Karl Marx og eisini onnur meira borgarlig høvdu gjørt vart við. Karl Marx var ein teirra, sum fannst harðliga at borgaraskapinum, at tey tosaðu um frælsi, javnrættindi og brøðralag, men framdu tað bara partvís.
At eg nevndi Charles Fourier, sum als ikki er serliga kendur í Føroyum, mundi koma av tilvild, at eg júst tá hevði lisið okkurt av tí, sum hann hevði skrivað.
Í røðuni vísti eg á, at vit liva væl, men at vit hava eksporterað tað harða stættarstríðið til aðrar heimspartar. Í mun til tey í triðja heiminum livdu vit sum greivar og áttu kanska ikki at hildið 1. mai, men heldur farið heim at skamma okkum.
Uttan tilvitað at vita um ørskapin í samfelagnum í 1980’unum nevndi eg í røðuni, at fakfeløgini høvdu verið moderat í sínum lønarkrøvum, so moderat, at aðrir partar av samfelagsmaskinuni helst høvdu staðið seg betur, um teir tóku við læru av okkum.

Eg kom eisini inn á royndirnar at fáa gjørt høvuðsavtalur fyri arbeiðsmarknaðin, nakað, sum eg, í hvussu er tá og fyri ein part framvegis, var harðliga ímóti. Eg helt tað vera undarligt, at arbeiðsgevarin ikki kundi samráðast, fyrr enn fakfeløgini fyrst vóru niðurbundin, tí so má hann rokna við klandri.
Eg minnist eisini, at eg móti endanum á røðuni nevndi heimin við tveimum andlitum: annað andlitið roynir at brosa, meðan hitt andlitið er avskeplað av neyð.

Men hetta var mitt í teimum kátu føroysku 1980’unum, og tað var kanska orsøkin til, at bara eini 70 fólk møttu til 1. mai-haldið henda dagin í 1988.

Seinni fekk nýliberalisman, sum eitt nú IMF-fólkini, sum vitjaðu á sinni, umboðaðu, sum kunnugt rættiliga fótin fyri seg í okkara parti av heiminum. Hetta hevur m.a. gjørt, at tað als ikki er gjørligt longur at brúka neyð sum argument í fakfelagsstríði. Har mugu marknaðarkreftirnar sleppa at ráða. Tað er eitt sindur ræðandi, men tað tykist mær, at eisini fakfeløgini og vinstraflokkarnir við hava ættleitt ófrávíkiliga nýliberalistiska retorikkin, og tí noyðast tey at ganga undir sparingar og karmar, sum líkjast viti og skili, men eru tað reina mjørkatos. Panamaskjølini tosa eisini sítt greiða mál.

Nú er so bara at vóna, at fakfeløgini fáa tendrað tokulyktirnar, áðrenn tað verður til dyggan samanstoyt, sum eitt nú tann, vit upplivdu fyrst í 1990’árunum.

mai_m1

Advertisements

Heilsan á 50 ára degnum

Nú Starvsmannafelagið fyllir 50 ár, fari eg sum fyrrverandi skrivari og formaður at nýta høvið til at ynskja felagnum tillukku, nú tað hevur rokkið høgan aldur. Brúk varð fyri starvsmannafelag, tá ið alt fleiri fingu starv í føroysku umsitingini og á almennum stovnum. Tað var neyðugt at stovna fakfelag at røkja áhugamálini hjá teimum alment settu, sum – uttan mun til um talan er um kvinnu ella mann – hava verið rópt starvsmenn. Løgtingslóg um starvsmenn/funktionærer kom í 1958, og hon skipaði ávís viðurskifti hjá hesum starvsbólkinum, viðurskifti, sum vóru munandi øðrvísi enn hjá eitt nú arbeiðsmonnum og –kvinnum. Lógin segði tó onki um sjálva lønina, fólk fingu, so tað var ein av fyrstu uppgávunum at tryggja limunum rímiliga løn.

Síðani er nógv broytt, og nú eru so mong onnur viðurskifti natúrligur partur av fakfelagsvirkseminum, so sum arbeiðsumstøður, javnstøða, førleikamenning v.m.

Tað er tó ein sannroynd, at tann kreppan, sum nú hevur rakt tað almenna og alt samfelagið, og sum helst verður drúgv, hevur skert møguleikarnar hjá fakfeløgunum at virka. Samhaldsfastar loysnir eru ikki høgt í metum í hesum tíðum. Eitt talandi dømi er, at eftirlønarskipanin, sum almennu fakfeløgini vóru tey fyrstu at fáa stovnað fyri góðum 20 árum síðan, og sum skuldi vera ískoytis eftirløn, nú kanska verður tann einasta pensjónin, sum fólk fara at fáa.

Men tað nyttar ikki at falla í fátt, tí nýggjar tíðir krevja sum kunnugt nýggjan hugsunarhátt og nýtt arbeiðslag.

At verja áhugamál ella borg í eini stríðsstøðu krevur áhaldni, tol og ikki minst hegni. At vera skrivari og formaður í Starvsmannafelagnum var lærdómur fyri meg, hóast tað onkuntíð leikaði hart á. Eg kom at kenna nógv fólk, fekk innlit í viðurskifti, sum áðrenn høvdu verið mær fremmand, og nógv mátti tú læra teg sjálvur. Eg var tó so heppin at koma at arbeiða saman við m.o. Ernst Hansen, sála, sum var formaður, tá ið eg tók við starvi sum skrivari í Starvsmannafelagnum. Ernst var miðvísur og treiskur sum fáur, og tað er ein eginleiki, sum er avgerandi, skalt tú náa málum í fakfelagsarbeiði.

Eitt sum hevur undrað meg er, at ofta vóru fakfeløgini tey fyrstu at koma við góðum hugskotum til broytingar. Sjálvandi vórðu hesi hugskot kveistrað av borðinum av arbeiðsgevaranum. Men nøkur ár seinni hálovar arbeiðsgevarin hesum somu hugskotum, sum vóru tey hansara egnu. Tá fært tú hug at smírast.

Eitt er tó vist, mótstøða er sunt, men stívrent íhald er drepandi. Og soleiðis kennist tað mangan, tá ið arbeiðsgevarin nærum bara hugsar um at smíða bremsikubbar.

Eg haldi, at tey flestu, sum av álvara hava verið uppi í fakfelagsarbeiði, verða merkt av hesum fyri lívið. Sum árini ganga, hevur tú tíbetur bara tey góðu minnini eftir.

Við hesum fari eg enn einaferð at ynskja Starvsmannafelagnum hjartaliga tillukku við teimum hálvthundrað og góðan arbeiðshug komandi árini.

Eftir umbøn sett í Starvsblaðið nú felagið fylti 50.

Ræðumyndin kámast

Tað hevur verið heitt á meg at siga okkurt til hetta høvið her í kvøld. Tað varð nevnt, at eg kundi siga frá onkrum stuttligum, eg minnist frá mínum barnaárum. Men tað verður ikki lætt, tí míni barnaár vóru alt annað enn stuttlig. Eg minnist bara, hvussu eg sum smádrongur var kringsettur av illsintum konum, sum skeldaðu, lærarum, sum gjødu mær lívið súrt, og ikki minst teimum stóru dreingjunum, sum alla tíðina lógu mær eftir lívinum. Eg var ræðuskítur um ein háls. Og bygdin var eisini full av hundum, sum onga venjing høvdu fingið, og ongin teirra var avsagur fyri at bíta, teir vóru sum heilagu neytini í India. Og so var tað pápi mín, sum koyrdi á meg at koma at skera torv, velta epli, hoyggja, ganga á fjall og fletta. Ja, hvat halda tit?
Og sum um hetta ikki var nóg mikið, so fann kommunan Gud hjálpi mær uppá at seta ein skúlatannlækna. Tá kundi tað ikki blíva nógv verri.

Nei, míni barnaár vóru fyri tað mesta at ganga við ótta og hjartkiptur fjala seg sum best, tað sum í dag so fínt verður rópt at halda lágan profil.
Men nú, tá ið man er komin nakað til árs, so er sjálvandi nógv ymist, sum hendi í barnaárunum, sum nú kann fyrikoma at vera stuttligt.

Eitt, sum eg minnist og mangan undrist á, er, hvussu nógvir handlar vóru í Sørvági, tá ið eg var smádrongur. Har var handilin hjá Hugo úti á Bakka, handilin hjá Hjalmari, handilin hjá Theodor úti á Lið, og á Ørgini helt pápabeiggin Jóhan á Ørg fram við at handla, tá ið Hjalmar flutti út í Geilina. So var tað handilin hjá Olla, Bill-Olla, sum vit eisini kallaðu Apotekið, og so sjálvandi handilin hjá Hentzari, beint yvirav har hjá okkum. Heimi í bygdini lógu Norðstovuhandilin og Løvuhandilin hjá Hjarvil lið um lið, og hinumegin vegin var Løvu-Niclas’a handil. Billumenn høvdu handil stutt vestureftir frá Pálsoyruni, og á vegnum, sum gekk yvir til Gamla skúla, har musikkskúli nú er, var handilin hjá Jógvan í Nýggjustovu og longur yviri aftur handilin hjá Niels. Ikki færri enn 12 handlar, sum allir seldu matvørur. Nakrir seldu eisini klæðir, steintoy, petroleum, vaskiútgerð, nøkur bomm, onkra frukt, tubakk, snús og skrá, stivlar og oljuklæðir. Men teir vóru so smáir hesir handlarnir, og tú skilur ikki, at tann lítla sølan, teir høvdu, kundi breyðføða nakra familju, og teir fægstu mundu gera tað.

Eg minnist, at hjá Hentzari keyptu vit serliga pálegg, speipylsu, sum varð skorin í serligari skerimaskinu, rullupylsu og livurpostei (50 oyru í livurpostei, plagdi eg at siga), alt vigað, umframt margarin, sukur, te og millumlagdar keks. Og so sjálvandi tað obligatoriska súreplið, sum tá kostaði 25 oyru.

Longur uppi í bygdini hevði Karolina hjá Petur Weihe klædnahandil. Í bygdini var eisini urmakari, skómakari, snikkaravirki, vanlig smiðja, posthús og bankar. Stórur nýggjur skúli var nýliga bygdur, og har var eisini kirkja, missiónshús og baptistasalur. Umframt sjálvandi alt arbeiðið, sum m.a. fór fram úti á keiini. Jú, hetta var eitt livandi og virki umhvørvi, hóast eg sum barn væl merkti, at tað viðhvørt gekk upp og viðhvørt niður, mest niður hugsi eg.

Eitt árið, eg minnist ikki akkurát nær, men eg giti, at tað var í 1963, fekk Hentzar ísmaskinu og fór at selja softís. Tað var nakað heilt serligt. Tí tá var tann modernaða tíðin komin til Sørvágs. Hetta var sama árið sum the Beatles sungu She loves you, yeah, yeah, yeah, og amerikanski forsetin Kennedy skrivaði sama árið undir hina søguligu lógina um borgararættindi, sum tryggjaði eisini teimum svørtu í USA vanlig demokratisk rættindi, og tað dámdi ikki øllum. Tey svørtu fegnaðust, og Martin Luther King helt hetta summarið hina tiltiknu røðuna: I Have A Dream. Eitt, sum serliga hugtók fólk um hetta mundið, var fyrsta fjølmiðlagølan, sum eisini vit føroyingar vórðu kunnaðir um í útvarpinum og Dimmalætting. Hetta var rokið um bretska krígsráðharran Profumo, sum var væl við Christine Keeler, eitt konufólk av tí slagnum tey rópa call girl, sum um sama mundið var væl við ein høgtstandi sovjetiskan njósnara. Tað kundi bara ganga galið í teimum tíðum, tá ið kalda kríggið var í hæddini.
Í Íslandi kom nýggj oyggj undan kavi, gosoyggin Surtsey. Tíverri, sama mánað sum hetta hendi, 22. november, var áður nevndi John F. Kennedy, sum var mín hetja og nýggja vónin hjá so mongum, skotin til deyðis í Dallas í Texas. Tað var ein rættiligur skelkur, sum setti seg.

Men aftur til ísmaskinuna hjá Hentzari. Eg kann ikki greiða frá, hvussu væl hesir softísarnir smakkaðu, og eg havi heldur ongantíð fingið so góðar softísar síðan.
Men hjá mær var henda ísmaskinan eisini ein hóttan. Tí einaferð grabbaði Hanniba í meg og bað meg fara út til Hugo, har Anvør stóð í handlinum, við einum softísi og eini heilsu frá Hanniba sjálvandi. Tað var sólskin og óvanliga heitt. Eg minnist, at Hanniba segði, at eg skuldi renna sum ein galin, og hann lovaði, at misti eg so mikið sum ein dropa av ísinum, skuldi hann drepa meg. Eg ristist so illa, meðan eg rann, at tað var líka við, at eg misti allan ísin á vegin. Men fram kom eg tíbetur, og Anvør var sjálvandi imponerað, og seinni giftust tey bæði. Eg fekk ein ís afturfyri frá Hanniba, men tað hevði eg so sanniliga eisini uppiborið.

Men eg hevði eisini onnur skelkandi upplivilsi í mínum barnaárum. Vit høvdu kúgv, og ofta bleiv man sendur at reka kúnna í hagan og fara eftir henni aftur um kvøldið. Tað var ein plága, og onki hjálpti at biðja um at sleppa undan at fara. Mamma var ovbyrjað og hevði nógv um at vera. Kúgvin skuldi rekast út eftir Ovara vegi og heilt út í Geilina. Men henda kúgvin mundi kortini ikki vera heilt normal, haldi eg, tí hon hevði tikið sær fyri at skíta eitt heilt ávíst stað á vegnum, beint uttan húsini hjá Vensili og Lamb-Hansinu. Hansina var sum kunnugt ein skrøpp madamma, hon leyp út á trappuna og rópti: tú hannsjálvur, tú fjernar allan handan lortin og tað beinanvegin.
Eg fekk onki gjørt við hetta, og lotur helt eg leiðina fram og hugsaði um hvørjar syndir eg hevði á míni samvitsku, síðan eg skuldi straffast so hart. Hvønn einasta dag steðgaði kúgvin í sama stað og helt fram at skíta. Eg minnist, at Lamb-Hansina forlangaði, at eg skuldi hava eina skovl við mær at taka lortin upp við. Okkurt av systkjunum kom við einum hugskoti, at eg skuldi hava ein kerrisekk við mær og halda hann undir reyvini á kúnni, tá ið hon skeyt. Kerrisekkir, tað eru hesir smáu sekkirnir, sum vóru brúktir undir krígum til at byggja skotverju við. Teir vóru sum sagt smáir og fyltir við sandi og skjótt var at laða.
Jú, eg hevði so avgjørt brúk fyri verju móti skotríðunum hjá Lamb-Hansinu, hóast kerrisekkurin í hesum føri skuldi brúkast til eina heilt serliga uppgávu ella verju, enn hann upprunaliga var ætlaður til.

Sum eg nevndi í áðni, so vóru nógvir handlar í Sørvági, og enntá fleiri enn teir, eg nevndi. Bara á einum lítlum øki heimi í bygdini vóru einir 6 ella 7 ymiskir handlar.
Eitt nú var tað bakaríið hjá Skælings-Jógvan ella Skelling, sum vit róptu hann. Har keyptu vit breyð, ósøtabollar, søtabollar og jólakøku. Skarpakaku keytu vit til høgtíðir. Har hjá bakaranum var eitt samlingsstað. Har kom fólk at keypa og reypa, gera fortreð o.s.fr. Skelling dámdi væl at dramatisera. Onkuntíð pástóð hann, at hann var sangari og hevði givið fleiri plátur út í útheiminum, og tað var ikki sørt, at vit trúðu honum. Tað var áðrenn internetið og alt hetta her, so illa bar til at kekka tað, sum hann segði. Einaferð fortaldi hann, at onkur til eitt val hevði lagt onkra tjóðveldispropagandu, ein ella annan prentlut, á diskin hjá honum, meðan hann var upptikin við bakingini inni í bakarínum. Hann greiddi seinni frá, at hann vildi ikki nerta hetta eitrandi tilfarið, men fór eftir hesum skemdarskjali við klípitong og tveitti tað beint í komfýrin. So tjóðveldismaður hevur Skelling neyvan verið.

Ein annar handil var Pollastova, har Dánjal við Gil, Dánjal í Pollastovu var krambakallur. Har seldu tey ísinkramm, ymisk amboð og máling. Eg minnist, at eg einaferð keypti eina sleingitráðu í Pollastovu. Eg fór oman á Vatn at royna tráðuna, veipaði dúgliga við henni at fáa pilkin so langt út sum tilbar, men tað vildi so illa til, at fremra helvtin av tráðuni loysnaði og fór saman við pilkinum langt út á Vatnið. Eg var sjálvandi harmur og hámur og tordi illa at siga frá hendingini heima við hús.
Dánjal við Gil var giftur við Jostu, sum hevði telefonstøðina. Einaferð sigst, at onkur, sum tosaði í telefon, ætlaði at siga okkurt hemmiligt, men síðan segði, at hann tordi ikki at siga tað í telefonini, tí hann visti, at tey lurtaðu so illa á støðini. Tá var Josta skjót á linjuni og spurdi, hvat fanin hann bilti sær inn, tí tað passaði yvirhøvur ikki, at tey lurtaðu.

Ein annar stuttligur handil, var bóka- og pappírshandilin hjá Dia. Hann seldi eisini ymsar pappírsvørur, bløð, álmanakkar, onkrar pyntlutir haldi eg og religiøsar bøkur. Til jólagávur seldi hann eisini spøl og sovorði, meini eg tað var.
Hetta minnir meg forrestin um tey pyntaðu handilsvindeyguni á jólum. Tey sýndu ikki av nógvum, samanborið við tað, sum er í dag, men eg minnist væl, hvussu eg kundi standa leingi og stara inn í hesi pyntaðu vindeyguni og í eini næstan religiøsari kenning lata hugin reika.
Tað var eisini hjá Dia vit keyptu hesi smølu avlongu Davy Crockett og Micky-bløðini, og tey vóru í hvussu er, saman við filmunum í Sørvágs Bio, tað einasta, sum veruliga gjørdu lívið vert at liva.

Tað vóru nøkur støð í Sørvági, har man ikki tordi at koma, tí man hevði gjørt fortreð har. Ein orsøk var helst, at man sum barn hevði lyndi til at gera alt størri, enn tað var. Sjávt um tú hevði gjørt okkurt fortreð, sum var púrasta óskyldugt, kundi tú ganga við ótta í langa tíð og ræðast fyri, at ein algoystur maður við knívi knappliga skuldi loypa úr myrkrinum og skera teg á háls.
Nei, tað var ikki lætt at vera barn í Sørvági.

Eitt sum eg eisini minnist var, at man ofta bleiv sendur ørindi, serstakliga tá ið man ikki tímdi ella hevði tíð. Dikta plagdi at ligga í stovuvindeyganum har úti á Ørg, og tað gretti ikki, sá hon teg, at hon rópti: tú harniðri far ørindi fyri meg. Eg minnist, hvussu eg plagdi at krúpa fram við garðinum niðanfyri húsini, so at hon ikki skuldi síggja meg, tá ið eg skuldi út á Lið. Men har var opið fyri tað petti av brekkuni, sum gekk niðan til húsini hjá Diktu og Jóhan, so onkuntíð rendi eg meg beint í trolið og var fangaður. So var onki annað enn at gera, sum hon segði. Tað býtta við hesum var, at ofta komst tú aftur og segði, at hetta ella hitt ikki var at fáa. So vart tú sendur til næsta handilin, komst aftur við somu tíðindum, og var so sendur í triðja handilin. Soleiðis kundi ein góð løta ganga og tú slapst ikki at spæla, hóast dreingirnir spurdu, tí tú skuldi ørindi fyri Diktu. Tað gjørdi ikki støðuna betri, at dreingirnir høvdu fragd í at flenna eftir ólukkudýrinum, sum soleiðis gekk fjøtrað.

Líka veit eg, um tíðirnar eru broyttar til tað betra, men teir ræðuleikar, sum børnini nú uppliva í sjónvarpinum, tað upplivdu vit børn fyri einum 40-50 árum síðan mitt í okkara gerandisdegi. Og tí var tað kanska ikki so løgið, at man ynskti seg langt av landi skotnan, tá ið man einaferð fekk kjansin, men tað er so ein onnur søga.
Men sum við øllum, so kámast ræðumyndin sum frá líður, og støðan var ikki verri enn so, at tú tordi at venda aftur og enntá seta búgv í hesum ræðustaði.

Lisið upp í Bygdarhúsinum í Miðvági á tiltakinum Í menniskjum góður tokki, leygarkvøldið, 27. november 2010.