Um meg

erh_m1Eg var leiðari á Føroya Landsbókasavni til í fjør. Har havi eg arbeitt í nógv ár tilsamans. Bøkur eru eitt av mínum megináhugamálum. Sama er við tónleiki og list.

Mær dámar eisini væl at ganga túrar og eisini taka myndir.Eg havi stóran áhuga fyri mentanar- og samfelagspurningum, samskifti og sosialum miðlum. Eg lesi nógvar ævisøgur. Tað er nakað sum er komið við gamalsaldrinum. Eg geri tónleikasendingar í útvarpinum. Havi annars arbeitt nógvastaðnis, m.a. við fakfelagsarbeiði, bókaútgávu og eitt nú í Landsbankanum.
Eg havi skrivað fleiri bøkur.

Umframt omanfyri nevndu ítriv leggi eg stóran dent á at eta gott (og sunt), vera positivur (hóast eg eri atfinningarsamur) og drekka (eitt sindur av) whisky og nú eisini gin, øl og vín.

Advertisements
%d bloggers like this: