Archive for september, 2016|Monthly archive page

Tú ert mær so fitt, so fitt

roks1Nú er útkomin snotilig bók við heitinum Føroyska rokksøgan, sum teir fýra Hans Egholm, Kartin L. Hansen, Uni L. Hansen og Niels Uni Dam hava skrivað. Talan er um eitt ordans verk, eina bók í stórum broti, ið er fleiri enn 400 síður. Og har er sanniliga eisini ein søga at siga.
Bókin er kjokkfull av frásagnum um ymsar hendingar, persónar, tónleikabólkar, feløg, tónleikarák, vitjanir, útgávur, konsertir, sangleikir og festivalar. Tað ber eisini væl til at tosa um søgu, tí føroyskur rokk- og popptónleikur hevur eina tíðarfesta byrjan í 1950’unum, og hann mennist og heldur áfram. Rokktónleikur er fyrst og fremst eitt ungdómsfyribrigdi, men summi vera verandi tónleikarar langt upp í árini og fáa at enda almenna viðurkenning fyri síni avrik.

Lat meg byrja við at siga, at eg haldi, at Rokksøgan er væl úr hondum greidd, og hon vísir sjálv, at evnið er viðkomandi, og at tað er umráðandi, at vit fáa henda partin av føroyskari søgu lýstan so væl sum tilber.
Rithøvundarnir grundgeva í innganginum fyri, hví vit skulu hava eina bók um føroyska rokksøgu og gera tá vart við, at rokktónleikur er av stórum mentanarligum og búskaparligum týdningi. Rokktónleikur er ikki longur eitt ítriv ella nakað tú hevur til stuttleika, og í Føroyum verður hesin tónleikurin tikin í stórum álvara av tónleikarum og lurtarafjøldini og er sum nevnt nú eisini viðurkend mentanargrein.

Bókin er skipað í seks partar, ein fyri hvørt tíggjuáraskeiðið frá 1950’unum og so framhaldandi, og tað passar eisini rættiliga væl við, hvussu hendingarnar í føroysku rokksøguni hava háttað sær.

Tvær avgerandi hendingar
Tað tykjast vera tvær avgerandi hendingar í 1950’unum, sum stimbra føroyskan rokktónleik. Onnur er, at Útvarp Føroya verður stovnað í 1957, og hin, at fyrsta føroyska poppplátan kemur út sama árið.
Tað var lív í tónleikinum í Havn, eitt nú tá ið Simme og tey spældu til dans í Tórshøll, og tá Simme, sum hevði fingið tónleikaíblástur í Keypmannahavn, á heysti 1955 stovnaði Blue Star Club, sum skuldi menna tónleikalívið í Føroyum. Ikki øll vóru so fegin um hetta nýggja, og at tey virknu á óalmenna listapallinum ofta verða viðfarin sum útskot var vanligt fyrr, og er tað kanska enn.
Longu á vári 1957 skipaði Simme fyri ungdómssendingum í Útvarpi Føroya, har tann prestlærdi Axel Tórgarð tá var stjóri. Um tað hevði nakað at gera við, at Hansemann, ið var bróðir útvarpsstjórans, fór undir plátuútgávu, skal eg lata vera ósagt. Men Hansemann dugdi á at skyna, hvat var á vási, og hann skipaði fyri, at fyrsta føroyska poppplátan, Sunnukvøld í Planstasjuni, varð tikin upp og givin út.
Í sendingini Minnist tú enn, 1. partur (sending í 13. pørtum, sum var send í sjónvarpinum á heysti 2010 og til 2013), sigur Christoffer Jensen í Klaksvík, sum minnist hendingina, at fólk hildu tað vera undarligt, at føroyingar skuldu kunna geva út eina poppplátu og enntá á føroyskum, tað bar líkasum ikki til.
Men tað gjørdi tað jú og hevur gjørt tað síðan.
Tað er annars áhugavert, at tað er millum skótarnar, at nýggja tónleikarákið í 1950’unum serliga ger vart við seg. Har lív er í frammanundan, kemur ofta meira lív í, og tað er eisini vert at hava í huga, at skótarnir ikki fyrst og fremst vóru ein átrúnaðarligur felagsskapur, men ein skipan at sosialisera ungdómin á sunnum grundarlagi, sum vit onkuntíð taka til. Ungdómurin skuldi og vildi vera virkin.
Á skótalegu í Skotlandi í 1956 hoyrdu føroysku skótarnir skiffletónleik, sum hugtók teir nógv. Tónleikur varð eisini framførdur, tá ið skótarnir komu saman til ymisk hald. Teir skipaðu fyri skótateiti, The Gang Show, í mars 1958 í Sjónleikarhúsinum, og partar av teitinum vórðu sendir í Útvarpinum. Her vórðu, umframt kendar útlendskar sangir, eisini framførdir føroyskir sangir, sum seinni gjørdust poppklassikarar, eitt nú tónleikavarðin Rasmus, sum fær drúgva umrøðu í hesi bókini.

roks2
Hesin sami ungdómur stovnaði í 1958 Tónleikarfelagið, sum hevði sum endamál at vekja ans fyri og fremja tónleik í Føroyum og verja rættindini hjá føroyskum tónleiki, tónleikarum og tekstrithøvundum. Merkisvert at tey ungu longu tá skuldu hugsa um hetta.
Hetta virksemið og serliga tað hjá skótunum verður í Rokksøguni kallað frumrokkur, ein serføroyskt byrjan, sum ikki enn kann javnmetast við tann útlendska rokktónleikin, sum tá hoyrdist í úrvarpi og á plátu. Tí hava høvundarnir eisini givið Rokksøguni undirheitið Frá frumrokki til altjóða tónleikapallin.
Tað er so heppið, at nógvar av tónleikasendingunum við spæli og sangi, sum eitt nú Tónleikarfelagið skipaði fyri í útvarpinum, eru varðveittar, og tí ber til at gera sær eina mynd av, hvat tað var fyri tónleikur hesi ungu spældu tá. (Savnað á útgávuni Tónleikarfelagið 50 ár. 3 fløgur. 2008)

Ikki bara undirhaldssøga
Tað eru nú plátuútgávurnar hesi og tey komandi árini, sum gera, at henda Rokksøgan ikki bara er undirhaldssøga, men verulig tónleikasøga. Umframt útgávurnar, sum Simme skipaði fyri, vóru eisini tær, sum Tey av Kamarinum, ein tónleikabólkur, sum skarðaði framúr, góvu út. Her eru tað serliga sangirnir og løgini hjá Nicolinu, sum eru sermerkt. Eg legði til merkis umrøðuna í bókini av sanginum Lívið, sum Nicolina skrivaði til eina vinkonu, sum misti sín elskaða drong við Stella Argus. Tað er ikki nevnt í Rokksøguni, men tað hevur undrað meg, at teksturin, sum skal ugga gentuna, als ongar tilsipingar hevur til tað átrúnaðarliga. Tað verður nevnt, at vinir ofta svíkja tey í svárari neyð, men at tað er tíðin og vónin um, at aftur skal koma eitt vár, sum lekir sárini. Kanska eitt dømi um, at popptónleikur er ella átti at verið eitt heilt egið mentanarfyribrigdi.
Tað undrunarverda er kortini, at tey ungu, sum spældu henda nýggja tónleikin, ikki hava verið í iva um, at føroyskur rokkur ella poppur skuldi syngjast á føroyskum. (Nógvar av hesum fyrstu plátuútgávunum eru savnaðar á Vit Minnast 1 og 2. Hansemann Tórgarð. 2 LP’ir. 1973 og 1975)

Tað skerst ikki burtur, at 1950’árini og tey fyrstu 1960’árini eru nakað heilt serligt í føroyskari rokksøgu, men tað endar ikki her. Tað koma fleiri tónleikavarðar og tað er gongd og menning í tónleikavirkseminum alla tíðina. Útlendingar, sum fylgja við, undrast og spyrja, hví tað er so nógvur tónleikur í Føroyum? Nakað einfalt svar er ikki, men egið mál, at vera fjarsettur, kvæðini og andaligi og verðsligi sangskatturin gera helst sítt, men Rokksøgan umrøður í hvussu er ein part av allari hesari tónleikanøgdini.

Í seinnu helvt av 1960’unum er bretski rokk- og popptónleikurin alráðandi, og tann, sum vildi gera seg galdandi, var noyddur at spæla tøkuløg og kendu poppløgini, sum fólk dansaðu til. Føroyska høvuðsnavnið Faroe Boys vóru væl dámdir og spældu væl. So væl at teir vórðu róptir føroysku ’bitlarnir’, tá ið teir spældu í Íslandi. Men nakað nýbrot kom ikki frá teimum, og heldur ikki við trýssárabólkinum Cream Crackers, sum spældi um hetta sama mundið og spældi tað, vit kallaðu progressivan rokk.
Men hvør veit, hvar føroyskur poppur hevði verið í dag, um teir í Faroe Boys á sinni høvdu fingið frí úr skúlanum at spæla í eini kendari undirhaldssending í svenska sjónvarpinum. Frí fingu teir ikki, og neyvan var tað hent í dag, og ein skúlastjóri hevði forðað gávuríkum unglingum at fáa eitt altjóða ’gjøgnumbrot’.
Í Rokksøguni kunnu vit eisini lesa um poppkonsertirnar, sum vóru í 1960’unum – onkuntíð við go-go-gentum og kappingum um, hvat orkestur var tað besta. Hetta sama verður jú endurtikið væl seinni við Prix Føroyar í eitt tíggjuáraskeið frá mitt í 1990’unum. Eitt afturvendandi evni í kjakinum hesi árini eru halgidagslógin, sum ikki loyvdi, at tað varð dansað aftaná midnátt leygarkvøld, og annars vánaligu dansiviðurskiftini.
Útvarpið sendi tónleik fyri hálvvaksin, og seinni gjørdist Kári Helmsdal útvarpshetja, tá hann byrjaði sína sending við: Gott kvøld allir popparar.

”Bjargingin kom úr Danmark”
So valdi poppídnaðurin at seta ferð á diskoalduna, og vit fingu dans við plátuvendara. Livetónleikurin varð, sum teir taka til í Rokksøguni, at kalla kroystur av pallinum. Rithøvundarnir vilja vera við, at føroyski rokktónleikurin lá í einum aldudali, tá farið varð inn í sjeytiárini. Ein partur av forkláringini er, at nógv av teimum ungu fóru av landinum at lesa. Rokktónleiki kundu tey ikki liva av.
Men har var hjálp í neyðini.
Tá ið tað bókini verður sagt, at ”Bjargingin kom úr Danmark”, so er tað Kristian Blak sipað verður til. Hann flutti til Føroyar í 1974, og hansara leiklutur í føroyskum tónleiki er ovurhonds stórur og er tað framvegis líka til henda dag. Jazzfelagið, sum hann var við at stovna, er enn eitt dømi um felag, sum av álvara setir ferð á, og slík feløg gera seg eisini galdandi seinni t.d. FUT og tónleikasamtakið Grót, sum var stovnað í 1998 og legði lunnar undir G-festivalin.
Vinstrasinnaða umhvørvið í Keypmannahavn og kabarettirnar gjørdust karmur um nakað av tí besta av føroyskum rokktónleiki, kanska mest í fólkatónleikastíli.
Hvør minnist ikki LP-plátuna Harkaliðið, sum kom í 1971 við innspælingini av vísuni Ólavur Riddararós sum popplag. Júst hetta var eisini ein fyriboðan um eitt rák, sum tekur seg upp seinni. Harkaliðið var við til at skorða undir samleikan í útisetaumhvørvinum, og tað sama gjørdu útgávurnar hjá Debes & Petersen, EP-pláturnar Bláa húsið og aðrir sangir 1973 og Mitt í eini meining í 1974 við Gullkálvavalsinum, sum hartaði føroyska dupultmoralin. Kári P. byrjaði hesi árini veruliga sína leið sum orða- og lagsmiður, sum tikið til í Rokksøguni. Endaliga prógvið um hetta var LP-plátan Vælferðarvísur frá 1978.
Aðrir tónleikavarðar á gáttini til 1980’ini vóru hin tiltikna Veðraplátan hjá Straight Ahead, sum eisini gjørdist svanasongurin hjá bólkinum. Hetta var væl spældur ektaður rokkur ”við einum ráka av disko”, ikki tøkuløg, men fyri ein stóran part egið væl frágingið tilfar. Ein onnur útgáva, LP-plátan Ábit hjá Kræklingum, boðaði frá, at nú áttu vit tónleikarar við førleikum, sum ikki stóðu aftanfyri tað útlendska. Lat so fara at onkur helt plátuna vera ’jazzuta’, sum um tað skuldi verið nakað at fýlast á. Kræklingar høvdu annars av álvara gjørt vart við seg í 1976 við lagnum Svarti Ravnur, sum ongin minni enn Martin Joensen hevði skrivað.

Ein føroyskur rokkpallur
Rættilig gongd kemur á føroyska plátuframleiðslu og -útgávur í 1980’unum. Tíðirnar tykjast ongantíð at hava verið betri. Nýggja Norðurlandahúsið, sum fær stóran týdning fyri tónleikin, letur upp 8. mai 1983. Nógv verður tikið upp í studionum hjá Milson, og vit fáa á fyrsta sinni síðan fimtiárini ein veruligan føroyskan rokkpall við týðandi bólkum, sum regluliga geva út plátur/bond/fløgur við egnum tilfari ætlað føroyingum.
Her skulu bara nevnast Frændir, sum gerast ímyndin av einum rættvísum, onkur vil kanska siga sjálvrættvísum, Føroyum, eitt sindur vinstrasinnaður popptónleikur, sum vil nakað. Frælsi, frið í heiminum, kærleika og vinalag, sum ein ummælari tók til. Eitt nú tá ið bólkurin persónger Føroyar og í einum sangi, kanska eitt nýtt slag av tjóðsangi, spyr opið: hvat heldur tú um føroyingar Føroyar. Og so eru Tinganest har við tí meira sakleysa, lætta og skemtiliga bygdapoppinum rópt vágasound. Hanus G. Johansen er eisini millum teirra, sum finnur tónlistarlig bein at standa á sum vísusangari, og nógv onnur, sum kanska ikki fáa so drúgva tónlistarliga lívsleið, geva eisini út hesa tíðina.

Hetta heldur fram øll 1990’ini. Tað er ikki óhugsandi, at tónleikurin hetta áratíggju er ein reaktión móti teimum smartu 1980’unum, sum endaðu við politiskum og búskaparligum sorgarleiki. Hetta er tíðin tá kommunisman fall, og nýggja sjónvarpsrásin MTV rúnabant tey ungu. Tutl-útgávan Rock í Føroyum (1995) vísir, hvat er í umbúna. Tungmálmur er nógv avhildin, og har koma eisini nýggj gávurík fólk framat, eitt nú sermerkti bólkurin Enekk, rappbólkurin MC-Hár, grungebólkurin Mold, og eisini Eivør stígur fram, nú vit eru við at fara inn í nýggja øld. Og tað koma nógvar útgávur hesi árini, sum eru rættir tónleikavarðar.
Tey gudiligu ungu, sum fingu íblástur frá kristiligum tungmálsbólkum sum Petra og Jerusalem – teir spældu hart og leikaðu í á pallinum – vildu nú sleppa úr tónlistarligu spennitroyggjuni. Tey halda ikki, at tað longur skal vera nakað mark millum andaligan og óandaligan tónleik.

Aftaná aldarskiftið kom rættiligt umskifti. Nýggj talent í hópatali trína nú fram á pall, ungdómur, sum er uppvaksin við internetinum, streamingtænastum og sosialu miðlunum. Tað sprettir og grør, og tað er ringt hjá okkum tilkomnu at fylgja við. Tað gongur næstan ikki vika, at ikki onkur nýggj útgáva kemur á marknaðin, og boðað verður til útgávukonsert. Vit eru mitt í alheimsgerðini, nú skal tað vera enskt, skal tað rokka, og sambært Rokksøguni, so tykjast føroyingar eisini at hava funnið sín samleika og støði eftir at hava verið eftirbátar og trilvað eftir seinkaðum rákum uttan úr heimi.
Seinkað rák er nú ein eftirlagaður sannleiki. Tí aftaná avlýstu fólkaatkvøðuna um fullveldi kom punktónleikurin 40 ár ov seint til Føroyar, tjóðveldispunk við bólkinum 200, sum fær drúgva umrøðu í Rokksøguni.roks3
Men heimurin stendur opin fyri øllum, sum hava okkurt at bera fram, og tað serliga føroyska er nú knappliga áhugavert úti í heimi. Teitur, sum vrakaði ein útgávusáttmála hjá einum av heimsins størstu plátufeløgum, vísti vegin. Nú er ikki neyðugt longur at vera undirbrotligur. Eivør kom við eklektiskum poppi í ætt við Kate Bush, Týr spældu og spæla kvæðarokk og Lena Andersen væl poleraðan og ikki einkisigandi popp. Tað skal vera autentiskt og koma frá hjartanum.
Tey ungu við tjaldi og tey við tónleikaviti savnast á G, hini við húsvogni savnast á Summasfestivalinum at hoyra teirra løg.
Techno- og elektropoppur er síðsta skríggj, og bólkar og einstaklingar sum Byrta, Greta Svabo Bech, Sakaris og Orka hava víst, at dugur er í. Søgur ganga um, at føroyingar skriva løg til heimsnøvnini á popppallinum og eyðkennisløg til sjónvarpsrøðir hjá stóru framleiðarunum. Tann góða søgan í miðlunum er nú um føroyingar, sum gera seg galdandi ella sum umboða Føroyar í útlondum. Og nú er tað ikki longur vánalig dansiviðurskifti, men dýru flogferðaseðlarnir hjá Atlantic, sum eru forðingin.

Nógv av hesum og nógv meira aftrat kanst tú lesa í Rokksøguni, sum heldur ikki hevur gloymt landaplágurnar.

Kunnu vera errin um útgávuna
Tað hevur eydnast teimum, sum hava skrivað og lagt hesa føroysku rokksøguna til rættis at geva okkum lesarum eitt upplýsandi og hent verk. Bókin byggir á prentaðar og varpaðar heimildir og á samrøður, og hon er skrivað eftir einum leisti, sum rithøvundarnir kalla journalistiskur, tvs. talan er ikki søguvísindaligt arbeiði, og tískil er heldur onki ástøði og ongin veruligur keldukritikkur.
Bókin er skrivað sum krønika, har sagt verður frá minni og meira týðandi hendingum, sum er skipaðar í tíðarrað. Men hon er góð fyri tað og slóðar í øllum førum fyri, at meiri kritiskar viðgerðir nú kunnu gerast av føroyskum populertónleiki.
Skal eg finnast at onkrum, so má tað vera, at tað onkuntíð er munur á, hvussu nógv verður gjørt burturúr, t.d. umrøður av bólkum. Her er tað helst tøka tilfarið, sum ger av, hvat er at siga, og onkuntíð er umrøðan heldur leyslig. Hinvegin eru eisini nógvar neyvar gjøgnumgongdir av ymsum hendingum og evnum.
Leitiskrá yvir bólkar og persónar er í bókini, men eg fann okkurt dømi í tekstinum, sum ikki var við í hesi skránni. Fínar myndir eru í bókini, men nógvar av myndunum eru í so lítlar.

Eg kann annars nevna her, at eg saknaði ein neyvari keldulista, serliga tá talan er um prentaðar heimildir, men kanska hava rithøvundarnir ikki viljað gjørt bókina ov ’akademiska’? Men allarmest sakni eg ein útgávulista, eina diskografi, so at til ber at síggja alt, sum er givið út av tónleiki, hvar og nær, løg, hvør hevur verið uppií o.s.fr. Hetta má koma, tí vit eiga í føroyskum rokktónleiki eina røð av tónleikavarðum, fyri at brúka eina vending í bókini, sum tað er vert at minnast og gera vart við.
Og í tí sambandi kann eg nevna, nú eg las hesa bókina og hevði hug at kanna okkurt nærri, at eg gjørdist ovfarin av, hvussu lítið er til av upplýsingum á netinum um føroysk viðurskifti og herundir eisini um tónleikin í Føroyum. Har má onkur taka sær um reiggj, stovnar og feløg, tí hjá lítlari tjóð sum okkum ber ikki til at dúva upp á, at einstaklingar av sínum eintingum taka sær av hesum.

Føroyska rokksøgan er ein megnar útgáva, sum rithøvundar og Bókadeildin kunnu vera errin av.

Nakrar tilvísingar:
Eilen Anthoniussen: Frá Simma til Sakaris (Heimatíðindi í Dimmalætting, 15. juli 2016. Um Rokksøguna) http://www.dimma.fo/premium-content/fra-simma-til-sakaris/
Føroyska blaðsavnið. Tey sum vilja lesa eldri tíðindi og ummæli kunnu fara inn á føroyska blaðsavnið at leita: tidarrit.fo
Joshua John Green: Music-making in the Faroes. The Experience of Music-making in the Faroes and Making Metal Faroese. Vestmanna, Sprotin, 2013. 332 síður við myndum. (Ummæli: Leivur Thomsen: Føroyskur metaltónleikur fyri vísindaligari gransking. Dimmalætting, nr. 161, 19. juli 2013. Punktum.fo s. 16-17.)
Tórður Johannesarson: Hermann. Ævisøga. Tórshavn, Glint, 2012. (Tónleikarfelagið s. 100-115)
Pauli V. Johannesen og Finnbogi Johannesen: Popp-tónleikur. Varðin, 1978, Bind 45, s. 139-141.
Janus Petersen: Felagssangur og nýggj angloinnrás. Brá, nr. 7, 1985, s. 77-79. (Ummælir Saman við tær hjá Frændum, We come for you hjá Hjarnum og Thanks to your love hjá Myrnu)
Tónleikur. Klaksvík, Studio Pegasus. Árbók. 2001 (109 síður við myndum) og 2002 (126 síður við myndum)