Tvær ævisøgur til jóla

Higartil til jóla eru komnar út tvær ævisøgur eftir høvundar, sum uttan iva báðir eru kendir av teimum flestu. Steintór Rasmussen, kendur frá m.ø. Frændum og Summarfestivalinum, hevur skrivað ævisøgu við heitinum Lívið er mítt listaverk, og Jógvan Arge, kendur sum útvarpsmaður, rithøvundur og politikari, hevur skrivað bók hann kallar Mín krýnika. Havnamaður og gøtuskuri.

Ævisøgur eru eitt elligamalt bókmentaslag ella sjangra. Tað hevur verið hildið, at hetta bókmentaslagið eisini í verðsligum líki hevur átrúnaðarliga fyrimynd, eitt nú frásøgnin um umvending Paulusar ella játtaninar hjá Augustin, tekstir, sum nú báðar eru á føroyskum.
Tað er nú einaferð so, at okkum dámar at hoyra søgur bæði um reystmenni og búrhundar, hampafólk og dólgar, um tey, ið lagnan fer illa við, ella tey, sum hava eydnuna við sær, skara framúr og ikki minst tey, sum venda um.
Ella sum tað stendur í sanginum So vakrar moyggjar og knappar menn hjá Rasmus Effersøe: Um vetrarkvøld um grúgvu samlast øll, at siga søgur bæði um menn og trøll.

Ein grein av ævisøgum er tann vit nevna sjálvsævisøgur. Tvs. at tann sum skrivar og tann sum skrivað verður um, er ein og sami persónur. Hetta skuldi gjørt frásøgnina persónliga/subjektiva, men eisini meiri sanna/autentiska. Tí hvør kennir betri teg, enn tú sjálvur?
Tá fólk skriva sjálvsævisøgur og geva tær út, so er tað ofta tí, at tann ið skrivar, vil leggja okkurt persónligt fram alment. Okkurt sum er vert at greiða frá og minnast. Og hví viðkomandi ger tað, kann vera ymist, heilt frá at vilja bera ein týðandi boðskap, siga eina áhugaverda søgu ella til at viðkomandi væntar at bókin fer at vekja áhuga og tí fer at verða nógv keypt.

Ein sjálvsævisøga kann eisini skapa eina ímynd av persóninum, eina ímynd, sum høvundurin kann laga til eftir tørvi.
Skal talan vera um eina góða sjálvsævisøgu, má tann, ið skrivar, hava okkurt serligt at bera fram. Tað kann vera, at hann ella hon hevur havt eitt sermerkt ella øðrvísi lív enn tey flestu. Viðkomandi kann eisini vera kendur ella hevur gjørt vart við seg á serligan hátt, og tí tíma vit at lesa um júst tann persónin og tað, sum hann og vit saman við honum hava upplivað.
Lívsleiðin ella lagnan hjá einum persóni verður tá viðkomandi hjá øðrum eisini, ja, kann gerast liður í okkara royndum at skilja okkara egnu lívsleið.
Í hesum liggur eisini tann fatan, at fortíðin og hendingar og upplivingar í fortíðini hava týdning fyri okkara persónligu menning og fyri menningina av okkara samleika.

Helst skal ein sjálvsævisøga vera sannførandi, men eitt sindur av reypi klára vit eisini at liva við. Hon kann vera undirhaldandi og røra okkara hjartastreingir. Men júst tað veldst eisini nógv um, hvør lesarin ella málbólkurin, sum tað nú eitur, er.

Eiga nógvar ævisøgur
Vit eru so heppin at hava eina røð av føroyskum sjálvsævisøgum, so nógvar, at eg bara kann nevna nakrar fáar her. Ein tann fyrsta føroyska sjálvsævisøgan eg minnist, er tann hjá Edw. Mitens frá sekstiárunum, sum júst eitur Eg minnist, og har hann greiðir frá uppvøkstri og lívsleið ella karrieru. Endurminningar hjá Heðin Brú, sum komu út í 1980, eru hugtakandi og geva íkast til at skilja hansara skriving, og tað sama kann sigast um sjálvsævisøgurnar hjá rithøvundunum Marionnu Debes Dahl, Úti á leysum oyggjum (1998), og Steinbjørn B. Jacobsen, Grund, sum kom út nakað eftir aldarskiftið. Bókin 20 ár til skips eftir Hans J. Ellingsgaard, sum kom út í 1965, stóð í nógvum heimum kring landi, og hon umrøddi sjólív og átrúnað eins og bókin hjá Levi Joensen, Lív mítt á sjógvi og landi, sum kom út í fjør. Grannskoðarin og politikarin Jógvan Sundstein gav í 2008 út endurminningar, Frá barnaárum ungu til lívsins heystartíð. Heri Mohr gav út Endurminningar í 2011, har hann greiddi frá barnaárum, útbúgving og hvussu tað var at starvast tætt upp at valdinum í landinum. Og Jonfinn Árnafjall, sum er ættaður úr Sørvági og hevur silgt og koyrt bil, men eisini spælt tónleik, gav í 2012 út bókina Við heimsins krossgøtur, har hann hevði savnað minnisbrot og frásagnir um kend fólk og tónleikarar.
Og eg kundi nevnt fleiri slíkar útgávur.

listaverkLívið er mítt listaverk
Um sjálvsævisøguna hjá Steintór Rasmussen Lívið er mítt listaverk er at siga, at talan er um eina snotiliga bók. Tað fyrsta eg legði merki til við bókini var innperman, sum avmyndar okkurt sum minnir um setikassar og har i rúmini eru settir ymsir sermerktir lutir frá 1950 og fram til 1970’ini, sum vit meira tilkomnu beinanvegin raka við, tí hesir lutir vóru nýmótant tá, men er nú savnslutir. Tað verið seg FF-stubbafløskan, ein gomul skúlataska, Kingspakkin ella ein pinkumynd av Che Guevara.
Høvundurin vil vera við, at hann er sloppin at vera partur av eini spennandi og skapandi tíð. Tónleikurin hevur stóran týdning í hesi ævisøguni, sum er bygd upp sum frásagnir um hendingar, sum eru upphav til teir nógvu sangirnar, sum Steintór hevur skrivað. Í so máta kann bókin kallast ein skrivaður sangleikur ella musical. Eg veit ikki hvat eg skal leggja í eina tað fyrstu myndina í bókini, har høvundin sum litil smádrongur spælir guitar í vøttum, men tann myndin er góð.

Ikki ólíkt okkum øðrum, sum vóru ungfólk í 1960’unum, leggur Steintór merki til tónleikin, sum er rundan um hann, tað sum varð spælt heima hjá teimum ella í útvarpinum. Og longu 11 ára gamal skrivar hann fyrsta sangin hjá sær um hundin hjá teimum Uncas. Steintór vaks og var ungur í 1970’unum og yrkti um, tá ið rúsdrekka og rúsevni komu til Klaksvíkar, og um tað levint, ið tá var, og hann greiðir frá einum, sum stóð honum nær, og sum kom út hagar, har hann ikki grynti. Sangurin Gildið, sum er á nú klassisku plátuni hjá Frændum Saman við tær, er ein góð mynd av hesi tíðini.
Á hesi somu plátuni var eisini landaplágan Hundurin brúni. Í hesum sanginum og ikki minst í okkara varatjóðsangi Føroyar, sum Steintór bæði hevur skrivað orð og gjørt lagið til, koma fram tær fólksligu dygdirnar: rættvísi, kærleiki, gott veitslulag og vinalag. Hetta eru dygdir, sum ganga aftur í allari hesi bókini, og dygdir, sum tey fólkini, høvundin hámetir, hava. Honum dámar at sprakla millum pussfiskar í ongamannalandi og svimja sum villur gulllaksur móti streyminum, sum hann málber seg.

Vit fylgja Steintóri, tá ið hann gerst familjumaður og pápi, og vit kunnu fylgja hansara serligu lívsleið.
Mær nýtist ikki her at nevna alt tað, sum Steintór hevur verið uppií. Í bókini verður greitt frá eini tíð fyrst í 1970’árunum við víðgongdum politiskum virksemi, sum eg sjálvur kenni aftur, og høvundin so smátt leggur aftur um seg. Hann vildi upplýsing heldur enn kollvelting, guitarin heldur enn byrsuna. Og við hesi áskoðan leggur hann til brots sum partur av Frændum, og seinni leggur hann hesa áskoðan ella filosofi sum grund fyri sínum virksemi í upplivingavinnuni við eitt nú verkætlanini Kular røtur og Summarfestivalinum. Steintór hevur við hesum verkætlanum og virksemi dugað at fáa gerandisdagin at glitra, hann er í parti við teimum, sum ikki raðfesta og leggja lívið tilrættis eftir einum skema, fyri at fáa sum mest burtur úr hvørjum einasta tíma, men sum samstundis gloyma at vera hugskygd ella líkafram, sum Steintór eisini málber seg.

Onkuntíð haldi eg, at tað verður í meira lagi av formanandi orðingum sum hesum, og at myndatalan viðhvørt endar sum poetiskt møns. Kanska tí at tann virkni og virkisfúsi Steintór hevur skundað sær ov nógv við hesum annars vælaverki, tí bókin skuldi helst náa at koma út til jólasøluna í ár. Eg veit ikki, um so er. Bókin kundi eisini verið kallað ein skrappbók, við nógvum myndum og fínum tekningum hjá Edward Fuglø. Sjálvur haldi eg hesa bókina annars vera eina rættiliga góða sjálvsævisøgu, tí hon er ikki bara ein persónssøga, men eisini mentanarsøga, og tað er ikki so lítið.

bok_jogvanEin krýnika
Jógvan Arge, sum øll kenna, kallar sína sjálvsævisøgu eina krýniku. Í hesum liggur, og tað er bókin Havnarmaður og gøtuskuri gott dømi um, at her er talan partvís um eina ættarskrá, men eisini at frásøguhátturin er ein røð av hendingum, sum eru sagdar í teirri raðfylgju, tær komu fyri. So vita vit, hvat vit hava at halda okkum til.

Jógvan er sum kunnugt framligur, og tað kann kanska koma av, at hann, sum hann skrivar, var føddur við buldur og brak, henda dagin, tá radiohandlarin Frithiof Wellejus sprongdi í útgrevstrinum til nýggj sethús niðanfyri húsini, har Jógvan var borin í heim í 1947. Her brúkar høvundin eitt eyðkent frásøgusnið, har hann við fáum orðum gevur okkum eina rámandi lyndislýsing av sær sjálvum. Vit lesa eisini, at tey skjótt varnaðust at Jógvan var mælskur, og tað munnu vit hava sannað í ólukku máta, í hvussu er nøkur av okkum.

Jógvan vísir til aldurin sum orsøk til, at hann er farin at gera burtur í sínum farnu døgum. Hann gjørdi á mangan hátt skjótt av í lívinum. Var yngsti brúðgómur í ríkinum, tá ið hann giftist ikki fyltur 20, hann fær pressukort í 1964, tá hann er tíðindamaður fyri blaðið Alt um ítrótt. Hann vil vera uppi í, har hann er. Verður formaður í næmingafelagnum í Hoydølum, tá ið hann gongur haruppi, og hann er við til at stovna politiska ungmannafelagið Unga tjóðveldið í teimum at byrja við vónríku árunum, tá ið vit høvdu sjálvsstýrislandsstýri.

Alt tykist hava gingið upp á stás hjá Jógvan hesi gott og væl tjúgu árini, sum hetta fyrsta bindið av ævisøguni hjá honum fevnir um. Men eitt bakkast var tað kortini, tá ið Jógvan dumpaði í 1. g í Hoydølum og mátti ganga umaftur. Hetta var kanska ein áminning um ikki at taka alt fyri givið.
Ein partur av fjølbroyttu lívsleiðini hjá Jógvan tykist vera treytað av, at pápin var stjóri í útvarpinum, og tað er helst tað, sum ger, at Jógvan fer at læra til journalist og seinni fór at arbeiða í útvarpinum, við at kalla somu sendingum, sum pápin var kendur fyri, ítróttafrásagnir og samrøður. Hetta at ganga í fótasprorinum hjá pápanum er kanska ikki so vanligt longur, hvat vit so skulu leggja í tað.
Men hetta fara vit helst at frætta meira um í eini komandi bók.

Tað er stuttligt at lesa um abba Jógvan, Bil Óla, sum eg tó bara kenni sum Buss Óli frá sanginum hjá Hans Andrias Djurhuus, tí har var nógv virksemi.

Samanborið við ævisøguna hjá Steintóri, so er handan hjá Jógvani eitt sindur meira turrislig. Ein stórur partur av bókini eru frásagnir um familju og fólk í grannalagnum, og har koma so nógv fólk fyri, at tað er skjótt at missa tráðin. Talan er um stuttar og reinar lýsingar av øgiliga nógvum viðurskiftum og størri og smærri hendingum. Har eru eisini onkrar skemtisøgur, m.a. tá ið Salong Rólant einaferð segði við Jógvan, at hann sá gott út. Jógvan stúrsaði við, men Rólant legði aftrat, at Jógvan kundi vera vísur í, at hann, Rólant, hevði skil fyri slíkum. Onkrar lýsingar eru smáar og kanska óviðkomandi eygleiðingar, t.d. hendan um eina konu, sum skuldi eiga. Jógvan skrivar: Hóast hon javnan arbeiddi á telefonstøðini, høvdu tey ikki telefon í fyrstani, og tá hon skuldi eiga fyrsta barnið heima, tóku onkrir trupulleikar seg upp. Jarðamóðurin kom oman til mammu at læna telefonina, tí hon vildi hava samband við læknan. Alt gekk væl.

Soleiðis sum henda bókin er skrivað kanst tú spyrja, hvønn hon í grundini vendir sær til. Eg ivist ikki í, at nógv fólk í Havn, sum eru um sama aldur sum Jógvan, fara at dáma at lesa bókina. Men hjá okkum, sum ikki hava nakað tilknýti til grannalagið og Havnina um hesa tíðina, kann tað vera ringt at síggja, hvat vit skulu brúka allar hesar nógvu upplýsingarnar um persónar, hús og grannaløg til. Sjálvur høvuðspersónurin kemur sjáldan greitt fram í tekstinum, tað er eins og hann skrivar um havið, hann svimur sum fiskurin í, hann eygleiðir og endurgevur, men vit fáa í minna lagið at vita um fiskin sjálvan. Ein spurningur er tað tí, um hetta er sjálvsævisøga ella bara vanligar endurminningar. Hann endurgevur fakta og reflekterar lítið. Jógvan lýsir seg sjálvan sum ein hampuligan, onkuntíð eitt sindur frekan, men siðiligan drong, sum gongur upp í nógv og er virkin. Hann minnist avbera væl og dugir eisini væl at skriva.

Stílurin í hesi fyrstu bókini minnir ikki sørt um tann vit kenna frá samrøðunum í Útvarpi Føroya frá sendingunum Vit støkka inn á gólvið. Í einum tjóðarútvarpi skuldi alt, í hvussu er fyrr, vera borðbart og siðiligt.

Høvdu helst tilfarið tøkt
Eg hugsi ikki, at tað skal takast sum nakað tekin um eitt nýtt rák í okkara bókmentum, at vit hava fingið hesar báðar sjálvsævisøgurnar hjá Steintóri og Jógvani til jólasøluna í ár. Eg rokni við, at báðir høvundarnir hava havt ætlanir at geva út bók, og at teir her høvdu tilfar at gera burtur. Vit liva í eini tíð, har tað er meiri vanligt at føra seg fram og leggja næstan alt sítt lív á blik. Eg hugsi um, um vit hava eitt ættarlið av fólki, sum eru virkin og von at skriva og orða seg, men sum nú eru komin hartil, at tey fara at gera støðuna upp. Tað er nú gott at hyggja aftureftir, men vit mugu tó eisini tora at hyggja frameftir.
Hesar báðar ævisøgurnar eru, hóast tær kanska ikki gera bókmentaliga hol í sjógv, avgjørt viðkomandi og fara ivaleyst at fáa nógvar lesarar.

No comments yet

Ger eina viðmerking