Archive for november, 2015|Monthly archive page

Bjørk fyllir fimti, men hon tigur ikki

bjorkm3

Bjørk vildi ikki, at eitt hitt kendasta lagið hjá henni, It’s Oh So Quiet, sum var við á fløguni Post (juni 1995), men sum ikki er hennara egna, skuldi koma við á Greatest Hits útgávuna, sum kom í 2002.
Hon vildi, at fólk skuldu minnast hana fyri hennara egnu avrik. Íslendska Bjørk, sum vit onkuntíð kalla hana, fyllir 50 ár í dag. Hon er altjóða kend sum sangari, tónasmiður og tónleikari, og hon hevur við fløguútgávum og konsertum skapt sín sermerkta og eyðkenda tónleik, so at tú onga løtu ert í iva um, hvørjum tú lurtar eftir, tá tú hoyrir Bjørk. Hon hevur ikki bara sungið við síni sermerktu rødd, men hevur støðugt brotið upp úr nýggjum og gingið egnar leiðir sum tónleikari og listakvinna.

Longu sum 11 ára gomul innspældi hon sína fyrstu fløgu, Bjørk (1977), har hon sang kendar poppsangir og eisini sangin Arabaradrongurin, sum stjúkpápi hennara hevði skrivað til hana.
Bjørk var sum tannáringur nógv uppi í tí livandi tónleikaumhvørvinum, sum var í Reykjavík tey villu áttatiárini. Hon var sangari í popp og punkbólkunum Tappi Tíkarrass og Kukl og gjørdist seinni altjóða kend við tí ikki sørt anarkistiska poppbólkinum Sukurmolarnir ella the Sugarcubes, sum var virkin árini 1986-1992. Björk var sangari í hesum bólkinum saman við Einari Örn Benediktsson.
Hon ferðaðist nógv við the Sugarcubes og hevði á ferðunum hoyrt onnur sløg av tónleiki. Serliga hugtikin var hon av tónleikinum, sum varð spældur í tí sonevnda klubbumhvørvinum í London og øðrum stórbýum um hetta mundið. Hon var troytt av guitarrokki, vildi royna okkurt nýtt og hevði skrivað fleiri sangir, sum vóru klárir at spæla inn. Sugarcubes legðist fyri í 1992, og tey í bólkinum fóru tá hvør til sítt.

Til London
Hóast tað beyð henni ímóti, mátti Bjørk tó viðurkenna, at Reykjavík hevði ikki tað tónleikaumhvørvið, sum var aðrastaðnis, og sum kundi stuðla hennara tónlistarligu ætlanum. Bjørk flutti tí til London at royna eydnuna, og nýtt var tað sanniliga, tá fløgan Debut umsíðir kom út í juli 1993. Stílurin á fløguni var sum heild elektroniskur rokktónleikur. Umframt vanlig ljóðføri, so er undirspælið ofta sett saman av sonevndum beat ella sláttri, gjørdur á teldu. Hendan útgávan við sangum sum Human Behaviour, Venus as a Boy og Violently Happy, rakti tíðarandan og seldi nógv fleiri eintøk, enn lítla óhefta enska plátufelagið One Little Indian hevði roknað við. Helst hjálpti nýggja tónleikarásin MTV væl til her.
Síðan hevur Bjørk bara ment seg til altjóða poppstjørnu, sum hevur megnað at gera lættan tónleik, men lata hann í ein inniligan og viðkomandi búna.

Björk Guðmundsdóttir er fødd 21 november 1965. Hon vísti longu sum smágenta, at hon hevði tónlistagávur, og hon gekk á tónlistaskúla í fleiri ár. Henni dámdi lítið teir gomlu klassikararnar, men var meira hugtikin av tí nýggja, ikki minst elektroniska partiturtónleikinum hjá Karlheinz Stockhausen. Tað, sum tó rættiliga fekk Bjørk upp á pallin, var enski punktónleikurin frá síðst í 1970’árunum, sum eisini festi í í Reykjavík. Meðan enskur punktónleikur ofta var samfelagskritiskur, so var sosiala støðan í Íslandi tað øðrvísi, at har var tónleikurin meira til eitt álop á alt tað snotiliga, tekkiliga og snøgga, sum tey ungu hildu gjørdi gerandisdagin so keðiligan. Men annað rein eisini við hjá Bjørk. Eitt nú dámdi henni væl Kate Bush, elektrobólkin Kraftverk og Brian Eno.

Nútímans kærleiks- og fosturlandssangur
Triðja studiofløgan hjá Bjørk, Homogenic, sum kom í handlarnar í september 1997, er millum tær best umtóktu fløgurnar hjá henni. Við hesi fløguni er eyðsýnt, at hon ikki longur hevur fyri neyðini at styðja seg til bretska elektropoppin. Hon brúkar framvegis elektronisku sonevndu beatini, kór og ofta eisini strúkiorkestur, men skapar nú ljóð og rútmur, sum skulu geva ábendingar um heimlandið Ísland, ljóð, sum skulu minna um blástur frá geysarum, dun frá gosfjøllum, sum goysa, og mosavaksna, karga landslagið. Eitt alt týðiligari tema í tónleikinum hjá Bjørk er tað norðurlendska sublima, samanrenningin av tí forna og tí nýmótans, sum júst er ella hevur verið so eyðkent fyri Ísland. Hetta kemur kanska eina best til sjóndar í sanginum Jóga, sum Sjón skrivaði tekstin til. Her verður alskurin til Ísland flættaður saman við eini kvøðu til eina vinkonu hjá Bjørk, so vit hoyra ein nútímans kærleiks- og fosturlandssang. Íslendska landslagið verður her lýst sum nakað stórbært guddómligt, soleiðis sum vit kenna tað frá málningunum hjá eitt nú Thórarinn B. Thorleiksson og Kjarval.

Bjørk dugdi um nakar at savna gott fólk og fáa tey at geva hennara tónleiki ein serligan dám. Tónleikarar komu úr øllum tónlistarligum herðashornum. Technoduoin Matmos, eitt grønlendskt kvinnukór og Íslendska Strúkikvartettin spældu saman við henni á konsertferðum. Av framleiðarum kunnu serliga nevnast Nellee Hooper, Mark Bell, sum arbeiddi saman við Bjørk í áravís, og hin ungi evnaríki Arca. Sermerktu videoløgini fekk hon millum onnur Michel Gondry og Chris Cunningham at leikstjórna.

Declare Independence ognaður Føroyum og Grønlandi
Í maj 2007 gevur Bjørk út sjeyndu studiofløguna, Volta. Ein av sangunum á hesi fløguni, Declare Independence, er so sanniliga viðkomandi hjá okkum føroyingum, tí Bjørk hevur ognað Føroyum og Grønlandi henda sangin. Tað sigst, at onkur í Føroyum skal hava tikið henni hetta illa upp. Sangurin er mest at líkna við herróp í ráum punkstíli. Tað hevur ofta verið hildið, at íslendingar hava harmast føroyingar og brigslað teimum, at teir ikki sum íslendingar sjálvir hava torað at loyst frá Danmark. Bjørk heitir í sanginum á okkum um at loysa og ikki góðtaka, at teir, og tá sipar hon helst í okkara føri til Danmark, fara so við okkum, sum teir nú einaferð gera. Sangurin er í grundini rættiliga meinaleysur. Á buldrasliga videolagnum, ið er gjørt til sangin, hevur Bjørk føroyskt og grønlendskt flagg á ermunum.

Nevnast kunnu eisini aðrar góðar fløguútgávur, eitt nú Vespertine (2001) og tann seinasta Vulnicura, sum kom út í januar í ár, tá Bjørk skildist frá manninum, listamanninum Matthew Barney, sum hon hitti í 2002. Tey fingu eina dóttur saman. Bjørk eigur eisini ein son frá einum eldri hjúnalagi.

Í 2011 gav Bjørk út fløguni Biophilia, sum er ein roynd við sangi og tónleiki at lýsa sambond í náttúruni alt frá tí ovurstóra alheiminum til tað evarslítlu livandi kyknuna. Til fløguna hoyrir eisini ein appur at brúka í frálæruni í skúlunum.

bjorkm1

Bjørk gjørdist altjóða kend sum filmsjónleikari í ræðufilminum Dancer in the dark, sum Lars von Trier stjórnaði. Hon skrivaði eisini tónleikin til filmin, og hon fekk í 2000 gullpálmarnar í Cannes fyri sín leiklut í filminum. Hon sang ein av sangunum úr filminum á Oscarhátíðarhaldinum í 2001, og tá var hon í tí tiltikna svanakjólanum, sum seinni varð seldur til góðgerðarendamáls.

Fyrimyndin Bjørk
Bjørk er jarðbundin, men smæðist ikki at fara útum ytstu mørk. Hon hevur slóðað fyri, at aðrir íslendskir tónleikarar og tónleikabólkar sum eitt nú Sigur Rós hava fingið fótin fyri seg í útlondum. Hon hevur verið og er enn fyrimynd hjá nógvum ungum – eisini føroyingum, tá ið tey skulu fara undir sína lívsleið sum tónleikarar ella listafólk. Tí hon hevur víst, at tað ber til. Og so hevur hon eisini sum ímynd verið við til at økja áhugan fyri Íslandi og kanska eisini Føroyum sum ferðafólkaland.

Tað er nú okkurt serligt við íslendskum populertónleiki. Vit kenna øll Bubba Morthens og Mezzoforte, men umframt Bjørk og Sigur Rós gera eitt nú Emilíana Torrini og bólkurin Of Monsters and Men nú altjóða vart við seg.

Í seinastuni er Bjørk farin uppí umhvørvisstríðið. Ørskapurin, sum førdi til íslendska skrædlið, hevur fest seg í minnið hjá teimum, sum hugsa øðrvísi enn pengafólkini. Tey, sum hava lisið Hvítubók hjá Einari Már Guðmundssyni, øtast eisini. Men tær umhvørvisvanlukkur, sum hava rakt Ísland, sum nú samstarvar við altjóða kapitalin um aluminiums- og orkuframleiðslu, gera bara ilt verri. Nú eitur tað ikki bara Visit Iceland, men eisini Saving Iceland. Bjørk er nú virkin í stríðnum at bjarga og varðveita íslendska hálendið, ein rørsla, sum tók seg upp eftir útgávuna Draumalandið – sjálfshjálparbók handa hræddri þjóð (Mál og menning, 2006), sum skaldið og aktivisturin Andri Snær Magnason hevur skrivað.

Vit ynskja Bjørk tillukku og góða eydnu.

Perman á fløguni Homogenic

Perman á fløguni Homogenic