Archive for august, 2015|Monthly archive page

Jamen, skulu Vestergaard & Co so í fongsul?

grind_so
Føroyar eru og eiga framvegis at vera eitt opið samfelag. Hetta er eisini staðfest við teimum seinastu hendingunum, nú útlendingar, ið eru ímóti grindadrápi, hava tikið sær støð her um sumrarnar. Og her hava tey argað og øst okkum, tí hvat eru hetta fyri gestir, sum koma higar at njóta okkara blíðskap og síðan gera seg inn á lógliga veiði eftir grindahvali?
Lesa vit tað, sum ovastin í hesi rørslu skrivar ella er endurgivin at siga í útlenskum miðlum, so er tað rætt, tá ið sagt verður, at hann lýgur. Eitt nú sigur hann, at vit drepa grind til stuttleika, og at vit sum berserkar og ofta í fyllskapi høgga niður hesi vinarligu djór. Hann nevnir fleiri staðnis, at vit eta ikki grindina, tvøstið og spikið, men lata hana liggja og rotna á sandinum. Eitt fær hann tó illa hildið uppá, og tað er, at grindastovnurin er hóttur av ovurveiði. Men heldur kortini fram at júka, at tað er ljótt at drepa grind.

Men hetta broytir onki, tí rætt at mótmæla hava vit tíbetur í nøkrum pørtum av heiminum.
Hesum mugu vit føroyingar eisini liva við, vit mugu verja okkara lógliga virksemi, revsa tey sum í teirra mótmælisherferð bróta lógir og kanska vísa teimum av landinum.
Og satt at siga, so er onki til hindurs fyri, at grindalógin ásetur strangar reglur um ikki at órógva drápið og um fráboðanarskyldu. Tað ber illa til at fara at orða ella broyta lógir, bara tí tær ávirka hugin hjá ferðafólki at koma higar. Eg rokni nú við, at tað heldur er tað ringa veðrið í summar, sum styggir ferðafólk burtur, enn óttin fyri at verða settur í fongsul.

Um henda nýggja grindalógin byggir land, kunnu tað vera ymsar meiningar um.

Tí er tað nokk so stuttligt at lesa umrøðuna hjá Sverre Patursson í Fuglaframa (14. januar 1902) um nýggju veiðilógina, sum júst tá var samtykt. Og hann hevur onki gott at bera teirri lógini.
Í innganginum til áhugaverdu greinina skrivar Sverre: “»Við lóg skal land byggjast«. Men lógir valdast, og ikki kann tað um allar sigast, at tær byggja land. Tað er skjótt at gera lóg, men ikki er tað skjótt at gera tær, so tær »byggja« land. Tann lóg, íð ikki byggur, brýtur.”
Hetta eru vís orð. Og av hesum rann mær eisini í huga, at einaferð tað leikaði hart á í Føroyum, segði ein av okkara kennarum tey viðgitnu orðini: Lóg er lóg og lóg skal brótast. Eyðvitað verður lóg hildin og eisini brotin viðhvørt, tí annars var ikki neyðugt at hava lógir. Men helst skuldu lógir verið skilagóðar.

Ein teirra, sum dúgliga og kanska av røttum hevur vart nýggju grindalógina, er fiskimálaráðharrin Jacob Vestergaard. Um týdningin á fráboðanarskylduni, sum nógv finnast at, hevur hann lagt dent á, at grind er samfelagsvirði, og tað er revsi- ella átaluvert at slíkt ikki kemur til høldar. Hetta er so satt, sum tað er sagt.

Tí er tað eg undrist, hví henda samgongan, sum nú vónandi skjótt fær sekkin, hevur spart so dúgliga, at almenn virði vissuliga er farin fyri skeyti hesi seinastu árini. Sparingin hevur rakt almennar stovnar, sum ikki hava kunnað røkt sínar lógarásettu skyldur, vitan kemur ikki á rætta stað og til høldar, og fólk, sum kundu verið rættur fongur í vinnu, fáa stuðul at ganga fyri einki, heldur enn at vera við at byggja land. Og fyri at gera ilt verri: peningur at fíggja neyðugt alment virksemi og tryggja haldførið í føroyskum búskapi, sum frøðingar hava víst á, trýtur heldur ikki.
Eg spyrji bara, er ongin fráboðanarskylda her? Og um so er, er so ikki vandi fyri, at eisini Vestergaard og Co kunnu rokna við at verða revsaðir ella koyrdir í fongsul?
Skittur í meg, nú gloymdi eg, at í politikki ber alt til, og at onki fær avleiðingar.

Men hetta kann broytast, nú eg havi stillað upp til løgtingsvalið fyri Nýtt Sjálvstýri á lista D.