Archive for mars, 2015|Monthly archive page

Blues. Fjórða sending mikukvøldið 25. februar 2015

Joe Bonamassa

Joe Bonamassa

Taj Mahal – (You’ve Got To) Love Her With A Feeling (Sangirnir liggja á Spotify)

Vit byrjaðu hesa fjórðu og seinastu sendingina hjá mær har eg spæli bluestónleik við einum lagi hjá Taj Mahal, Love her with a feeling. Vit eru nú komin upp í okkara tíð, og hesa stuttu løtuna fari eg at royna at spæla eitt sindur av tí bluestónleiki, sum er komin út henda seinasta mansaldurin.

Taj Mahal er gamal í garði sum bluestónleikari. Hann er fjølbroyttur, hóast hetta lagið vit spældu, er í meiri traditionellum stíli. Hann er føddur í New York í 1942, hevur spælt saman við kenda guitarspælaranum Ry Cooder og er ein teirra, sum flytir bluestónleikin inn í eina nýggja tíð.

Tá vit nærkast okkara tíð verður trupult at geva eina fullfíggjaða mynd av bluestónleikinum, tí tað kemur almikið út av nýggjum tónleiki, og tað verður alla tíðina roynt at finna upp á okkurt nýtt. Eitt sereyðkenni fyri nýggjan bluestónleik er at konufólkini, sum spæla og syngja blues, nú aftur eru nógvar í tali. Bluessjangran leggur seg nú viðhvørt tætt upp at t.d. popp og rocktónleiki. Eitt annað at bíta merki í er, at nýggj evni ella tema verða tikin upp í sangtekstunum.

Filmsleikstjórin Martin Scorsese, sum hevur gjørt eina filmsrøð um bluestónleik, segði tað so beinrakið, at vit hava lyndi til at halda, at alt hendi í gjár ella í dag. Men, sum hann sigur, alt, hevur eina søgu, eisini tónleikurin, sum vit lurta eftir í dag. Og tað er ongin ivi um, at vit fáa meira burtur úr tónleikinum, vit lurta eftir, um vit eisini geva okkum far um hesa søguna.
Martin Scorcese nevndi hetta í sambandi við, at hann gjørdi eitt úrval av bluestónleikinum hjá einum av teimum heilt stóru nýggju, Stevie Ray Vaughan.

Vit hoyra her fyrst eitt lag hjá Stevie Ray Pride and Joy.

Stevie Ray Vaughan – Pride And Joy

Stevie Ray Vaughan var ein lýsandi viti á bluespallinum. Hann doyði ungur í eini tyrluvanlukku 27. august 1990 beint eftir at hava staðið á palli í einum spælihøll í Wisconsin og spælt saman við øðrum kendum bluestónleikarum, m.a. Eric Clapton. Hann verður mettur sum ein, ið førdi Texas blues longur framá. Hann er guitarúrmælingur og var eisini hugtikin av tónleikinum og spælinum hjá Jimi Hendrix. Pride and Joy er eitt lag, hann sjálvur hevur skrivað, og hetta lagið var við á tiltiknu útgávuni Texas Flood, hansara fyrsta plátuútgáva frá 1983, sum hann innspældi saman við bólkinum hjá sær Double Trouble.
Hann hevði eina stutta karrieru, men lagaði varðar eftir seg.

Joe Bonamassa, sum er føddur í 1977, er eitt av teimum nýggju stjørnuskotunum á blueshimmalinum. Hann byrjaði at spæla blues longu sum smádrongur og verður mettur sum ein hin fremsti guitarspælari í løtuni. Hann er sera virkin tónleikari og er at hoyra á konsertum nógvastaðnis, og hann hevur eisini spælt á Roskildefestivalinum. Hann hevur givið út eina røð av live- og studioútgávum. Av útgávuni Blues Deluxe frá 2003 hoyra vit lagið Long Distance Blues.

Joe Bonamassa : Long Distance Blues (Kann heintast á t.d. iTunes)

Eitt annað stórt bluesnavn er Kevin Moore ella Keb’ Mo’, sum hann rópar seg. Hann er føddur í 1951 og spælir alskyns ljóðføri og syngur. Hann hevur ein heilt sermerktan stíl og spælir blues, sum sipar til gamla country blues. Og eisini dámar honum væl gamla Robert Johnson, og hevur innspælt løg hjá honum.
Hann hevur samstarvað við áður nevnda Martin Scorcese um filmsrøðina um blues, og hann er politiskt virkin, nakað sum ikki er so vanligt millum bluestónleikarar tykist tað. Keb’ Mo’ hevur fleiri útgávur á baki, og tann fyrsta hjá honum kom í 1994. Av útgávuni The Door frá 2000 skulu vit hoyra lagið Stand up (And be strong).

Keb’ Mo’ – Stand Up (And Be Strong)

Vit hoyrdu Keb’ Mo’ við Stand up (and be strong). Eg nevndi á áðni, at tað kann vera trupult at fylgja við í øllum tí, sum nú kemur út á bluesmarknaðin. Tað ber tí illa til at lýsa ein tónleikara bara við at spæla ein sang ella lag hjá honum ella henni.
Men tað eru ráð fyri tí.
Á internetinum ber til at lesa um tónleik  og tónleikarar, og til ber eisini at hoyra so at siga alt, sum er útkomið, antin á tónleikahandilsstøðunum, streamingtænastum sum Spotify ella á You Tube. Eitt gott netstað at fáa upplýsingar um m.a. bluestónleik er Allmusic.com. Í tíðarritinum Rolling Stone á netinum eru nógvir upplýsingar um m.a. blues, og Wikipedia hevur ein sonevndan bluesportal, har til ber at lesa um nærum alt, sum hevur við blues at gera.
So heilt vónleyst er tað ikki.

Blues hevur ein fastan og trúgvar fjepparaskara, og verður annars spælt um allan heim í klubbum, konserthølum og á festivalum, eisini í Føroyum. Og nógv av teimum sum spæla blues, enntá góðan blues, eru ofta lítið kend ella bara kend av nøkrum fáum í nærumhvørvinum.

Ein yngri bluestónleikari, sum er meira kendur enn tey flestu av hansara líkum, er Gary Clark Jr., sum í løtuni telist millum teir fremstu í heiminum í hesi tónleikagrein. Gary Clark Jr. er føddur í 1984, og má roknast sum ein av teimum, sum endurnýggjar bluestónleikin. Eisini hann byrjaði at spæla guitar sum unglingi. Síðan hann í 2005 gav út sína fyrstu útgávu eru komnar aðrar høgt mettar útgávur, sum eitt nú Black and Blu frá 2012.

Tónleikurin hjá Gary Clark Jr. er krevjandi, og løgini eru ofta long og ikki altíð líka væl egnað til undirhalds. Til konsertirnar er guitarin ofta skrúvaður for frá, so at tað minnir um tungmálm ella viðhvørt rópt blues/rock. Gary Clark Jr. hevur spælt á fleiri av Crossroads guitarfestivalunum, sum Eric Clapton hevur skipað fyri síðan 1999.
Her skulu vit hoyra eitt heldur friðarligari lag við Gary Clark Jr. av útgávuni Blak and Blu frá 2012, Next Door Neighbor Blues, har serliga slideguitarin er í miðdeplinum.

Gary Clark Jr. – Next Door Neighbor Blues

Vit fara nú at flyta okkum inn í popp ella rockheimin og hoyra, hvussu bólkurin The White Stripes spælir ella onkur vil heldur siga skammfer gamla blueslagið hjá Robert Johnson, Stop Breaking Down, sum Robert innspældi í 1937 við upptakt. Her í útgávuni hjá the White Stripes er talan um nýtulking við lít, men tað ljóðar bara heilt væl.
The White Stripes eru tey bæði Meg White, sum spælir trummur, og Jack White, sum spælir guitar og syngur. Hetta er tónleikur, sum ber á tað ráða ella primitiva, sum vit kenna frá t.d. punktónleiki, men sum ikki er ólíkt tí upprunaliga gamla deltabluestónleikinum. Rolling Stones hava eisini eina útgávu av hesum lagnum á gitnu LP’ini Exile on Main Street frá 1972. Av fløguni The White Stripes frá 1999 hoyra vit lagi Stop breaking down.

The White Stripes – Stop Breaking Down

Henda sendirøðin um bluestónleik er umsíðir komin at enda.
Eg fari at enda við at loyva konufólkunum framat. Sum eg nevndi í byrjanini, so hava konufólkini rættiliga gjørt vart við seg sum bluestónleikarar hesi seinastu árini. Ein teirra er australska Fiona Boyes.
Ja, nú flyta vit til ein annan heimspart, men vit kundu saktans funnið fleiri amerikanska blueskvinnur eisini, eitt nú Ana Popovich, Samantha Fish, Shemekia Copeland og hina eitt sindur eldri Bonnie Raitt.
Fiona Boyes er ikki bundin til ávísan bluesstíl, men spælir so at siga alt, velur og setir saman, nakað sum ger hennara tónleik áhugaverdan.
Fiona spælir guitar og syngur, og síðan hon gjørdist tónleikari burturav í 2000 hevur hon givið fleiri væl umtóktar fløgur út. Ein tann best umtókta hjá henni er Blues Woman frá 2009, og av henni skulu vit hoyra lagið Howling at your door.
Man ikki Howling Wolf hava givið eitt sindur av íblástri her?

Fiona Boyes : Howling at your door (Kann heintast á t.d. iTunes)

Blues.Triðja sending mikukvøldið 18. februar 2015

B. B. King

B. B. King

Freddie King – Hide Away (Sangirnir liggja á Spotify)

Vit byrjaðu hesa triðju sendingina um amerikanskan bluestónleik við lagnum Hide Away við bluestónleikaranum Freddie King. Freddie er ein av teimum trimum blueskongunum, hinir báðir eru Albert King og B.B. King. Tað er tónleikur hjá hesum trimum, vit fara at lurta eftir í hesi sendingini.

Freddie King hevur røtur í Texas blues, sum hetta lagið ber boð um. Men hóast hann er føddur og uppvaksin í Dallas í Texas, so flyta hann og foreldrini til Chicago South Side í 1949, tá Freddie er umleið 15 ára gamal. Har sníkti tann ungi Freddie seg ofta inn í náttklubbarnar at hoyra Muddy Waters, Howling Wolf og onnur bluesstórmenni spæla. Hann byrjaði sjálvur at spæla í bluesbólkum fyrst í 1950’unum.
Hann royndi fleiri ferðir at fáa útgávusáttmála við kenda plátufelagið Chess, men tað eynaðist honum ikki, tí hildið varð, at hann líktist ov nógv B.B. King, tá ið hann sang.

Lagið Hide Away var eitt R&B-hitt fyrst í 1960’unum, og man enski guitarbólkurin the Shadows ikki eisini hava hoyrt hetta lagið onkuntíð?

Síðst í 1960’unum fekk plátufelagið hjá Leon Russel, Shelter Records, eyga á henda úrmælingin, og á hesum plátufelagnum komu tríggjar LP-plátur, sum gjørdu Freddie King heimskendan. Tónleikurin var nú áleypandi og rockkendur. Freddie var á palli saman við eitt nú Eric Clapton, og spældi nú mest fyri einum hvítum áhoyraraskara. Uttan at eg veit tað fyri vist, so segðist, at tey svørtu ungu vóru farin at dáma betur soul og motown.
Freddie fekk seinni plátusáttmála við plátufelagið RSO, sum eisini gav út tónleik eftir Bee Gees og Eric Clapton. Í 1974 kom útgávan Burglar, sum hóast hon er nakað brýnd sæð í mun til upprunablues og lagað til tey, sum dáma rock, kortini var rættiliga nýskapandi í nútímans blueshøpi, og hon fekk góð ummæli.
Freddi livdi eitt hart lív, og tað tað kravdi sítt, og hann doyði í desember 1976 bara 42 ára gamal.
Vit skulu hoyra eitt lag aftrat við Freddie King av útgávuni Texas Cannonball frá 1972, har Freddie mest spælir løg hjá øðrum tónasmiðjum, men á sín egna hátt. Texas Cannonball var onnur útgávan hjá honum á plátufelagnum Shelter Records. Vit hoyra lagið Reconsider Baby.

Freddie King – Reconsider Baby

Reconsider Baby er eitt blueslag sum er skrivað og innspælt av Lowell Fulson í 1954. Lagið er síðan innspælt av eini fjøld av tónleikarum. Ein einfaldur tekstur um kólnaðan kærleika, og sangarin boðar frá, at I hate to see you go – tað er hon, ið fer – og hann biður hana umhugsa seg og lata kærleikan sleppa standa sína roynd einaferð enn. Framført við kenslum, sum gera, at einføldu orðini fevna um meira, enn tey júst siga.

Bluesguitarspælarin og sangarin Albert King er føddur í 1923 og vaks upp á eini bummulsplantasju í Indianola Missisippi. Hann doyði í 1992. Hann var virkin tónleikari longu á ungum árum og flutti í 1953 eftir at hava búð og arbeitt ymsastaðni til Chicago. Hann var ein prúður og stórur maður um 2 metrar høgur.
Hansara tónlistarligu fyrimyndir vóru umframt T-Bone Walker,  Blind Lemon Jefferson, sum verður róptur stovnarin av Texas blues, og Lonnie Johnson, sum oftast spældi ein heldur stillan, melodiskan blues. Hesir báðir gomlu bluestónleikararnir sungu og spældu rútmu og solo á guitari. Solospælið var aftursvar til sangin og var einstreingjað, ein spæliháttur sum fleiri bluesguitarspælarar bæði fyrr og síðan hava brúkt og ment til eina fyrimynd.
Albert King spældi blues í fleiri ár, áðrenn tað í 1961 eydnaðist honum at at fáa ein sang á amerikanska Billboard R&B hitlistan. Árið eftir gav hann út fyrstu lp’plátuna hjá sær The Big Blues, sum verður mett at vera heit væleydnað. Tá hevði hann eisini ment sín egna stíl, og hann skrivaði góðar bluessangir.

In 1966, flutti Albert King til Memphis og gjørdi sáttmála við kenda plátufelagið Stax Records, og tað munaði. Hann innspældi beinanvegin eina røð av løgum, sum seinni vórðu savnað á útgávuni LP-plátuni Born Under a Bad Sign. Albert King spældi her saman við bólkinum Booker T. & the MGs, sum vóru eitt slag av húsorkestri hjá Stax Records. Og væl hilnaðist. Born Under a Bad Sign verður roknað sum ein av mest týðandi bluesútgávum nakrantíð, serliga tí hon kom út, tá øll hildu blues vera farnan undir grønu torvu, men eisini tí henda útgávan ávirkaði  nógvar aðrar blues og rocktónleikarar um hetta mundið og setti sín dám á rættiligu menningina av rocktónleikinum í seinnu helvt av 1960’árunum.
Heitislagið á hesi LP’ini Born Under a Bad Sign er skrivað av Booker T. Jones og William Bell og snýr seg sum heitið ber boð um, hvussu tað er at vera borin til óeydnu – eitt eyðkent bluestema.

Albert King – Born Under A Bad Sign – Single/

Í hesum lagnum hoyra vit eyðkenda hvassa og gellandi guitarspælið hjá Albert King, sum spælir ein Gibson Flying V guitar. Í sanginum sigur hann tey rámandi orðini, at Bad luck and trouble’s been my only friend, og var tað ikki fyri óeydnu, so hevði hann als onga eydnu havt.
Albert King var við eitt stjørna og spældi á stóru rokkpallunum, t.d. Fillmore East í oktober 1968, og onkuntíð deildi hann eisini pall við stórbólkin the Doors. Hann gav líka fram til fyrst í 1980’árunum út lp-plátur ella fløgur, og nógvar teirra vaktu ans. Vit skulu her hoyra eitt lag av útgávuni I’ll play the blues for you frá 1972 eisini á Stax Records, lagið Don’t burn down the bridge eitt meira funky lag tey kalla.

Albert King – Don’t Burn Down The Bridge (‘Cuz You Might Wanna Come Back Across)

Vit hoyrdu Albert King við lagnum Don’t burn down the bridge. Tað kann jú henda, at tú fært hug at venda aftur

Tá ið talan er um blues kemst ikki uttanum tann nú 89 ára gamla blueskongin B. B. King.
B.B. King er føddur í 1925 í sama øki, sum Albert King, á eini bummulsplantasju miðskeiðis í deltaøkinum í Missisippi. Sum eisini aðrir bluestónleikarar sang hann sum ungur í kirkjukóri.
B.B. King var nær skyldur við kenda bluestónleikaran Bukka White, sum hjálpti honum tey fyrstu árini, hann royndi at gerast tónleikari.

Í 1948 flutti B.B. King til West Memphis í Arkansas, og byrjaði at hava útvarpssendingar, har hann spældi sjálvur ella vendi plátum í WDIA-útvarpsstøðini. Hann gjørdist so smátt kendur og tað var í hesum sambandi, at hann fekk eyknevnið Blues Boy, sum hann stytti til B.B.
Hann byrjaði at spæla elektriskan guitar í 1949, eftir at hava hoyrt T-Bone Walker spæla. Hann spældi eisini inn plátur um hetta mundi, hjá ongum minni enn Sam Philips.

Men rættiliga kendur og múgvandi eisini gjørdist hann ikki fyrr enn í 1950’unum, tá ið hann gav út eina røð av hittløgum, tað fyrsta 3 O’Clock Blues í 1952 og tey komandi árini løg sum Woke Up This Morning, You Upset Me Baby, Every Day I Have the Blues og Sweet Little Angel, sum framvegis meir enn hálvthundrað ár eftir enn eru fast á skránni, tá ið B.B. King spælir konsertir. Og tær spælir hann nógvar, tí B.B. King er eitt arbeiðsgrev, sum líka til fyri nøkrum árum síðan spæli einar 200 konsertir um árið.

Umframt plátuinnspælingar í hópatali eru kosertútgávurnar nógvar. Í november 1964 gav plátufelagi MCA Records út tiltiknu konsertina Live at the Regal í Chicago, ein útgáva við B.B. King í toppformi og við væl hýrdum áhoyrarum. Hoyr bara hesa útgávuna av klassiska lagnum Sweet Little Angel.

B.B. King – Sweet Little Angel – Live At The Regal Theatre

Í hesum naiva kærleikssanginum, Sweet Little Angel,  við einum eitt sindur av gessigum undirtóna fáa vit eina góða mynd av B.B.King sum sangara og guitarspælara. Í sanginum skiftir hann millum tað grovmælta og bleyta, og vit sleppa at hoyra tann fjálga ljómandi tónan á guitarinum og solospælið, har B.B. King flytir og skumpar streingirnar og harvið fær fram eitt gremjandi, tútandi ljóð, teir sonevndu bláu tónarnar. Sjálvur sigur hann, at solospælið er framhald av sanginum, nú bara flutt yvir á kenda Gibsonguitarin Lucille.

Við sonevndu ensku innrásini í USA við popp og rockbólkum síðst í 1960’unum kom aftur rættiligt lív í amerikanska bluestónleikin. Ensku tónleikararnir bóru nú aftur tað, teir høvdu lænt frá blusarunum.
Í 1969 hitaði B.B. King upp, um vit kunnu siga so, til konsertirnar hjá Rolling Stones í USA.
B.B. King spældi sjálvur inn plátur, onkrar kanska í so vatndeyvar sum bluestónleikur, men B.B. King er altíð góður at lurta eftir.
Hann fangaði eitt nýtt og yngri ættarlig við lagnum When Love Comes to town, sum hann spældi inn saman við írska bólkinum U2 í 1988.
B.B. King hevur fingið ein hóp av viðurkenningum, og í 2004 fekk hann svensku Polar Music heiðurslønina fyri tað, hann hevur gjørt fyri bluestónleikin. Í 2008 gav hann út fløguna One Kind Favor, har hann vendir aftur til bluesrøturnar og spælir og syngur við einum lítlum bólki. Útgávan fekk sera góða móttøku.

B.B. King er nr. 6 á listanum hjá tónleikatíðarritinum Rolling Stone við bestu guitarspælarum. Albert King er nr. 13 og Freddie King nr. 15.

Vit skulu enda við at hoyra enn eitt lag av konsertini Live at the Regal frá 1964, lagið How blue can you get? Við brigsli og ábreiðslum sum hesum í hesum sanginum móti veika kyninum, kann B.B. King helst gloyma alt um ein heiðurlimaskap í Kvinnufelagnum, men tey sum lurta fagna í hvussu er sanginum stórliga.

B.B. King – How Blue Can You Get?

Blues. Onnur sending mikukvøldið 11. februar 2015

robert

Robert Johnson

Jimmy Reed – Ain’t That Loving You Baby (Sangirnir liggja á Spotify)

Vit byrjaðu hesa aðru sending av fýra, har eg spæli mest amerikanskan bluestónleik, við lagnum Ain’t That Loving You Baby við Jimmy Reed.
Jimmy Reed var deltabluesmaður, og lærdi seg at spæla blues har, til hann flutti til Chicago í 1943. Hann sang, spældi guitar og munnharpu, og Ain’t That Loving You Baby er hansara fyrsta tað vit rópa hitt frá 1956. Ein einfaldur kærleikssangur um alt, sangarin vil gera, bara fyri at vinna aftur sína elskaðu, og spyr, um tað ikki er kærleiki. Tey komandi 8 árini gav hann út fleiri kendar sangir sum eitt nú Honest I Do, Big Boss Man og Bright Lights, Big City.
Hann fekk ongantíð plátusáttmála við Chess, men gav út á plátufelagnum Vee-Jay Records.
Hetta vóru sangir, sum eisini aðrir blues og rock&roll-tónleikarar innspældu. Elvis Presley gjørdi sína ikki minna kenda útgávu av sanginum Big Boss Man, og Rolling Stones spældu Honest I Do á teirra fyrstu LP’plátu frá 1964.
Jimmy Reed hevði ein sermerktan stíl sum fangaði, ein stíl vit rópa rythm&blues. Hann sang meiri stillisliga, og rópti ikki, sum teir bluestónleikar, sum kanska høvdu prædikumenn sum fyrimynd. Hann var bara kendur nøkur fá ár, m.a  tí hann drakk illa og áhugin fyri blues fánaði eisini burtur seint í 1950’árnum, tá ið tey ungu heldur vildu hoyra rock&roll við Chuck Berry, Elvis Presley, Fats Domino o.fl. teirra.

Vit kenna mest til blues frá plátuupptøkum,og tær fyrstu byrjaðu longu fyrst í 1920’unum. Tá tað var greitt, at tað bar til at selja blues, vórðu plátufeløg stovnað í hópatali, og gomlu deltabluestón-leikararnir spældu inn tónleik ofta fyri fleiri plátufeløg. Ein teirra var Big Joe Wliiams, sum her syngur og spælir I’m Getting Wild About Her, eitt blueslag innspælt í 1941.

Big Joe Williams – I’m getting wild about her

Big Joe Wliiams er føddur í 1903 og er ein av mongu bluestónleikarunum, sum reikaði runt í The Missisippi Delta í 1920- og 1930’árunum og spældi til dans og undirhald í vertshúsum og dansihølum, ella í sonevndum juke joints, dansibølum, sum onkur vildi sagt. Hann var góður guitarspælari og gjørdist seinni víðakendur bluestónleikari. Hann andaðist í 1982 og líka fram til fyrst í 1970’árunum gav hann út eina røð av plátum. Serliga kendur er hann fyri lagið Baby, Please Don’t Go, sum hann gav út á plátufelagnum Bluebird í 1935.

Vit skulu hoyra ein annan ikki minni kendan deltablues-tónleikara Robert Lockwood – her við lagnum Take a little walk with me.

Robert Lockwood, Jr. – Take A Little Walk With Me

Robert Lookwood er nakað yngri enn Big Joe Williams, men eisini hann spældi í teimum illa gitnu juke joints í 1930’unum, har fólk komu saman at lurta eftir tónleiki, drekka, dansa og trola eftir onkrum at ganga í par saman við. Hann er føddur í bluesbýnum Helena, og fosturfaðir hansara var ein ongin minni enn bluesmaðurin Robert Johnson, sum helt saman við mammu hansara í eini 10 ár. Og ungi Robert er eisini næmingur hjá navnanum. Hann flutti seinni norðurefir og hetta lagið Take a little walk with me var B-síða á væl dámdu plátuni Little Boy Blue, og er upptikin 1. juli 1941í býunum Aurora í Illinois fyri plátufelagið Bluebird. R
obert Lookwood verður roknaður sum ein av størstu bluestónleikarunum við uppruna í Deltaøkinum.

Vit fara nú at venda okkum til eitt annað bluesøki, nevniliga Texas, har blues við einum serligum dámi tók seg upp. Í 1950’unum var Texasblues ein meira lættur, men  rútmiskt eggjandi dansitónleikur í swingstíli, ofta kallaður jump blues. Vit hoyra sum dømi Strollin’ With Bones við tí kenda guitarspælaranum T-Bone Walker og hansara manning.

T-Bone Walker – Strollin’ With Bones

Strollin’ With Bones við T-Bone Walker frá 1950 er rættur býartónleikur. Blues, ið upprunaliga hevði verið tónleikurin, sum bygdafólk, tey svørtu, sum stríddust á plantasjum í bummulsídnaðinum, lurtaðu eftir, tá ið tey tóku sær av løttum, var nú tónleikaídnaður og undirirhald at stytta sær stundir við. Hjá tónleikarum ráddi nú um at gerast kendur og ríkur og spæla tað, sum fjøldin fagnaði, og bluestónleikurin lagaði seg til nýggjan tørv. Eitt nú gjørdust bluestekstirnar mest innatóm ástarorð, og ikki so fjølbroyttar sum í upprunatónleikinum. Býir sum Memphis, Chicago, Detroit og New York gjørdust bluesbýir í 1950’unum, og blues var íðuliga spældur líka til popp og rock&roll fóru við marknaðinum.

Vit skulu nú hoyra nakrar av kendu bluestónleikarunum, sum høvdu sína gulløld í Chicago í seinnu helvt av 1950’unum. Vit hoyra fyrst Jimmy Rogers við lagnum Walking by Myself.

Jimmy Rogers – Walking By Myself

Jimmy Rogers her við lagnum Walking by Myself, eitt hitt frá 1954. Jimmy Rogers spældi eina tíð við í kenda bólkinum hjá Muddy Waters. Hann spældi guitar og munnharpu og hevði sjálvur nøkur rythm&blues ella r&b-hitt í seinnu helvt av 1950’unum. Hann var ein teirra sum púrasta gavst sum bluestónleikari, tá rock&roll troðkaði blues av pallinum fyrst í 1960’unum.

Ein annar kendur  bluestónleikari, sum eisini hevði grund at kenna seg hóttan, tá rock&roll gjørdist síðsta skrígg, varð Howling Wolf. Hann var annars víðakendur fyri sín kanska einsháttaða, men tølandi tónleik, sum bygdi á tað vit kalla licks ella riff, einfaldar, men fangandi lítlar tónleikamyndir endurtiknar í undirspælinum. Hetta sum eisini aðrir Chicago-bluestónleikarar brúktu. Og Howling Wolf var so grovmæltur, at røddin uttan iva kundi verið brúkt til sandpappír.

Howlin’ Wolf – Smokestack Lightnin’

Howling Wold við einum blueslagi sum hevði illa duldar kynsligar tilsipingar í sær. Howling Wolf er úr Deltaøkinum, og hann nevnir gamla blues-stórmennið Charley Patton sum sína fyrimynd. Hann var ein av temum stóru í Chicago, og er serliga kendur fyri lagið Little Red Rooster frá 1962, sum Willie Dixon skrivaði.

John Lee Hooker var ein annar kendur blusari í Chicago síðst í 1950’unum og fyrst í 1960’unum. Eisini hann var úr Deltaøkinum og millum teirra, sum fluttu gamla deltabluestónleikin yvir í elektriskan blues. Í 1989 innspældi John Lee Hooker plátuna The Healer  saman við Carlos Santana og Bonnie Raitt, og fyri ta útgávuna fingu hann og Santana ein Grammy Award. Jú,tað lá væl fyri hjá John Lee Hooker at gera einfaldar, snøggar bluessangir, sum t.d. hendan Boom Boom frá 1962.

John Lee Hooker – Boom Boom

Eg lovaði í fyrstu sendingini hjá mær at venda aftur til ein hin fremsta bluestónleikaran nakrantíð, Robert Johnson. Tað er rættiliga lítið vit vita um hann. Hann reikaði um í Deltaøkinum, eins og so nógvir aðrir tónleikarar, og hann spældi eina tíð í bluesbýnum Helena, har eisini Son House, Charley Patton og Sony Boy Wlliamson spældu. Tað er ikki nógv av plátuupptøkum, ið liggur eftir hann, 29 løg og 41 upptøkur. Hann hevði spælt í nógv ár, tá ið hann í november 1936 gjørdi sínar fyrstu plátuupptøkur í San Atonio í Texas. Tá innspældi hann m.a. Terraplane Blues og Cross Road Blues. Árið eftir tók hann aftur upp plátur, hesaferð í Dallas í Texas, m.a. sangin Love in Vain Blues. Nakrar av upptøkunum komu út hjá pláfelagnum Vocalion.
Vit vita, at Robert Johnson varð myrdur, tá hann varð lokkaður at drekka eitt glas av brennivíni við eitri í, og hann doyði 16. august 1938. Hann var giftur eitt skifti, men sagdur at vera rættiliga óður eftir konufólki, og tað var tað, sum skuldi kom honum aftur um brekku.
Nógv  frættist ikki um Robert Johnson, og í 1941 kom kendi fólkalívsfrøðingurin Alan Lomax til Clarksdale at gera upptøkur við Robert Johnson til savnið hjá Library of Congress. Hann hitti av góður grundum ikki Robert Johnson, men fekk kortini gjørt nakrar upptøkur við Myddy Waters, sum tá var í tjúgunum og spældi upprunalliga deltabluestónleikin.
Eitt savn við øllum upptøkunum við Robert Johnson kom út í 1961. Ungir bretar sum Brian Jones, Keith Richards og Eric Clapton fingu tá hendur á plátunum og gjørdiust ovfarnir. Restin er so søga. Vit hoyra her sangin um at sita á kjørbreyt, Cross Road Blues. Og aftaná hoyra vit sama lagið við bretska stórbólkinum Cream.

Robert Johnson – Cross Road Blues

Cream – Crossroads – Live At Winterland, San Francisco / 1968

Blues. Fyrsta sending mikukvøldið 4. februar 2015

muddy

Muddy Waters

Muddy Waters – I Just Want to Make Love to You (Sangirnir liggja á Spotify)

Vit løgdu fyri hesa fyrstu av 4 sendingum har eg komandi vikurnar fari at spæla fyrst og fremst amerikanskan bluestónleik við kenda lagnum I Just Want to Make Love to You við gitna bluestónleikarunum Muddy Waters. Hetta er eitt lag innspælt í 1954, sum bassspælarin Willie Dixon hevur skrivað, og sum kom út á kenda plátufelagnum Chess í Chicago sama árið. Muddy Waters spælir guitar og syngur og eyðkenda munnharpuspælið eigur Little Walter. Lagið gjørdist eitt stórt hitt hjá Muddy Waters, sum um hetta mundið rættiliga hevði fingið tak á teimum, sum dámdu bluestónleik. Og hetta sama árið gevur hann eisini út kenda lagið I’m Your Hoochie Coochie man.
Muddy Water er føddur og uppvaksin í The Missisippi Delta ella Missisippi oyruni nærhendis bluesbýnum Clarksdale. Hann var húskallur, men longdist eftir at gerast tónleikari, og hann fekk íblástur til sín tónleik frá so mætum bluerstónleikarum sum Son House og Robert Johnson, sum vit fara at lurta eftir seinni.
Muddy Waters flutti í 1940’unum til Chicago, sum tá varð heimstaður hjá elektriska bluestónleikinum.

Vit skulu hoyra eitt lag aftrat hjá Muddy Waters, eitt eldri lag frá 1950, sum av álvara hevur sett sær spor í altjóða tónleikalívinum. Lagið Rollin’ Stone, har Muddy Water spælir guitar og syngur, næstan í kvæðastíli.

Muddy Waters – Rollin’ Stone

Rollin’ Stone hjá Muddy Waters er hansara útgáva av einum væl eldri blueslagi Catfish Blues,sum varð spælt av fleiri í The Missisippi Delta longu í 1920’unum, tá ið bluestónleikurin gjørdist algongdur har. Sangurin er um ein sum er nakað, ikki nakrar drumbur,  ein, sum konufólkini hava gott eygað á, men sum kanska ikki støðast so væl. Hesin sangurin hevur givið einum av av kendastu rockbólkinum the Rolling Stones navn og kenda tónleikablaðið Rolling Stone er eisini uppkallað eftir hesum sanginum. Og tað eru eisini tey ið halda, at Jimi Hendrix fekk íblástur til lagið Woodo Child frá hesum sanginum.

Bluestónleikur er tónleikur ella kanska rættari upprunaliga fólkatónleikur  sprottin millum tey svørtu í amerikansku suðurstatunum, um aldarskiftið. Hesi høvdu á sinni verið trælir, upprunaliga komin úr Afrika, og tað kennist uttan iva aftur í tónleikinum. Blues er eitt huglag, hetta at vera svikin, hugtungur og kanska argur inn á onkran, serliga mannin, konuna ella unnustuna ella sjeikin. Men blues er eisini ein máti at spæla tónleik, vit tosa um blues í 12 taktum við eini fastari akkordgongd í undirspælinum (t.d. E,E,E,E7,A7,A7,E,E,H7,A7,E,E), og hesin serligi máti at spæla tónleik hevur síðan vunnið fram á altjóða tónleikapallinum.
Tað er eisini ein sannroyd, at blues er vit kunnu siga ílega í so at siga øllum populertónleiki.

Tað vóru tær sonevndu bluesdrotningarnar, sum vóru fyrst at spæla inn bluestónleik á plátu, og hetta skapti tá ein marknað fyri bluestónleiki millum tey svørtu. Hesar plátuútgávurnar til tey svørtu, nú mest við mannligum tóleikarum, sum áðrenn seinna heimsbardaga vóru kallaðar Race Records. Lat okkum tó fyrst hoyra kendu bluesdrotningina Bessie Smith við eini av hennara bluesinnspælingum frá 1923, Down Hearted Blues.

Bessie Smith – Down Hearted Blues

Bessie Smith her við einum sorgarkvæði, har hon er illa roynd av einum manni, skilið er ringt, og í einum ørindið, vit júst hoyrdu, syngur hon: Trouble, trouble, I’ve had it all my days Trouble, trouble, I’ve had it all my days It seems that trouble’s going to follow me to my grave. Sambandið millum kynini, ella heldur tað miseydnaða sambandið og jalusi, er eitt av høvuðsevnunum í  bluestekstunum.
Helst vóru tað tær ringu sosialu umstøðurnar, hart arbeiði, lítil løn, arbeiðsloysi og ofta drekkarí, sum hótti familjuna og tað góða familjulívið. Og tað kemur so aftur fram í bluestekstunum. Sum eitt nú í sanginum Help me hjá Sonny Boy Williamson, ein av teimum mongu bluestónleikarunum, sum í 1940’árunum búnaðust sum tónleikari har suðuri í Missippi og Memphis Tennesee. Sonny Boy Williamson man eisini teljast millum fremstu munnharpuspælarar, tá talan er um blues.

Sonny Boy Williamson II – Help Me

Í hesum sanginum gremur Sonny Boy seg um at hann er noyddur at gera alt arbeiðið heima og leggur aftrat, at um konan ikki hjálpir honum, noyðist hann at finna sær aðra konu. Hetta eru kendir tónar. Hetta lagið Help me kom út í 1963, tá Sonny Boy var farin um tey hálvthundrað, og eitt nú í Bretlandi lurtaðu ungir seinni kendir tónleikarar við stórum áhuga eftir tónleiki sum hesum, tí hetta var fyrimynd, ið dugdi, og hesir stovnaðu fyrst í 1960’unum rockbólkar sum eitt nú Yardbirds og the Rolling Stones.
Og ólukkuligur kærleiki verður eisini umrøddur í sanginum It Hurts Me Too hjá einum øðrum kendum bluestónleikara Elmore James.

Elmore James – It Hurts Me Too

It Hurts Me Too er eitt gamalt kent blueslag, sum Elmore James innspældi m.a. her í 1957. Í sanginum harmast sangarin støðuna hjá eini kvinnu, sum ikki vil hava hann, men sum fellur fyri einum rekavætti. Sangarin sær standin og tekur synd í neyðars kvinnuni. Hesin kesluliga ríki sangurin er annars til í ótalligum innspælingum við eitt nú Freddie King, Eric Clapton og John Mayall o.ø.
Elmore James lærdi eisini blues í The Misisippi Delta, sum so nógvir aðrir árini undir krígnum. Hann byrjaði at spæla inn plátur hjá kenda plátufelagnum Trumpet Records í 1951. Hann er serliga kendur fyri sítt slideguitarspæl og hevur verið róptur King of Slide. Ein av stóru fyrimyndunum hjá Elmore James var navnframi bluestónleikarin Robert Johnson, kanska ein av fremstu tónleikarum í 20. øld.
Vit fáa høvi til at umrøða Robert Johnson í eini seinni sending, men fara her at hoyra eitt av hansara løgum, Love in Vain, frá 1937. Hetta er ein sangur um kenslur og skilnað, ljóðgóðskan er kanska ikki tann besta, men tað verður sangurin ikki verri av.

Robert Johnson – Love in Vain Blues

Robert Johnson var tiltikin tónleikari, men ikki øll vildu kennast við hann. Tað segðist at hann eins og Faust á sinni hevði selt sálina til hin versta fyri at gerast ein so framúr tónleikari og tónasmiður. Og blues var jú eisini verðsligur tónleikur, og onkuntíð eisini róptur The Devils Music av teimum, sum hildu seg til teir kristiligu spirituals.
Love in Vain er kortini ein væl dámdur blues. Robert Johnson lýsir á poetiskan hátt kensluligu tvístøðuna persónurin í sanginum er í við teimum  báðum littu ljósunum. Bláa ljósið er hansara blues, hansara  tunglyndi, og reyða ljósið boðar frá, at hann er uppøstur ella illur.
Fleiri yngri bluestónleikarar og rockbólkar hava innspælt hetta lagið, eitt nú henda kenda innspælingin hjá The Rolling Stones.

The Rolling Stones – Love In Vain