Archive for august, 2014|Monthly archive page

Europa teskar

europa

Vit liva í eini tíð, tá vit eru noydd at taka støðu í málum, sum eru grundleggjandi fyri okkara framtíð, samstundis sum vit ikki vita, um vit eru keypt ella seld. Tora vit t.d. at finnast at muslimum, tá teir fremja illgerðir? Gerast vit ikki tá rasistisk og dyrka ein mentanarfíggindaligan hugburð? Og tora vit at finnast at Ísrael? Gloyma vit ikki tá, hvat jødunum var fyri ikki minst í 1940’unum, og gera vit okkum ikki tá inn á Guds útvalda fólk. Soleiðis sveiggja tankarnir fyrst annan vegin og síðan hinvegin, og stríðið, sum var orsøk til vinglið, kann halda fram ótarnað.
Vit standa, sum høvdu vit bitið í lort.

Í okkara heimsparti stendur tann sonevnda eurosentrisman fyri skotum. Eurosentrisma er í stuttum at halda, at bara vit her í Europa eru nakað, vit skara framúr, Europa er tann framkomni heimsparturin og øll onnur eru tilafturskomin, undarlig, perifer, hava lítið og onki at bjóða av veruligum týdningi.
Hesin hugsunarháttur hevur í seinnu helvt av 20. øld fingið eitt skot fyri bógvin. Tað er ikki politiskt eftirfarandi longur at taka ein heimspart fram um ein annan, tí allir heimspartar hava sínar dygdir, hóast teir eru ymiskir. Henda sannroynd gav europearum ein sovornan hvøkk, at teir ikki longur tordu at føra tað fram, sum veruliga var vert at halda fast við, m.a. tað sum eru sprottið úr upplýsingastevnuni.
Nei, frælsið kann ikki stigbendast longur. Øll eru fræls á sín hátt, sjálvt tey, sum opinlýst eru ófræls.
Vit kunnu finnast at, at fólk verða fongslað fyri politiska sannføring, og biðja tey londini, sum brúka slíkan framferðarhátt, um at skamma seg, men at fara at finnast at sjálvari skipanini í slíkum londum er ikki bara frekt, men beinleiðis nasvíst. Hyggið tit bara eftir tykkum sjálvum, er tá ofta svarið. Og vit bakka og skammast full av skuldarkenslum.

Her er tað sjálvrættvísið, sum stingur sítt høvur fram.

Sjálvrættvísi er ein háttur at skilja heimin, sum ger, at eg haldi meg í hvussu er á summum økjum at hava meira rætt enn onnur. Og hesin avlopsrættur gevur mær rætt til at finnast at fólkum, sum ikki meina tað sama sum eg, ja gera tey óttafull, flenna at teimum, gera teimum ónáðir ella tað, ið verri er. Og sjálvrættvísi er næstan vorðin til aðalhugsunarhátt í okkara tíð. Vit eru ikki í dialogi longur, nei, vit proklamera ella senda út rættleiðingar, og her í Føroyum flenna vit eftir Sea Shepherd ella eitt nú býttu fiskifrøðingunum.

Sjálvrættvísi ger tað ómetaliga trupult og tungt at skulu viðurkenna egnar feilir ella mistøk.

Ein stuttligt søga var einaferð herfyri, tá elektroniska gjaldsskipanin hjá bankunum (PBS) gekk fyri. Føroyingar á ferð í útlondum máttu bróta shoppingina av, tí gjaldskortini virkaðu ikki, og tað varð ført fram, at orsøkin til steðgin lá í Føroyum. Fólk vóru á gosi og skelkað, ikki so nógv av, at tey vórðu noydd at steðga á við keypinum, men at feilurin skuldi vera hendir í Føroyum. Tí feilir henda jú ikki í Føroyum! Vanliga vildi ein søga sum henda, kom hon fyri í t.d. Danmark, als ikki verið løgd til merkis. Tí hvønn týdning hevði tað, um feilurin nú lá í Viborg ella Aabenraa? Tað avgerandi var, at skipanin fekst at virka aftur, og at átøk vórðu gjørd, so feilurin helst ikki skuldi henda aftur. Men so hendi tað, Gud havi lov, nakrar dagar seinni, at PBS noyddist at viðganga, at umrøddi feilur kortini ikki lá í Føroyum, men hjá onkrum handli onkustaðnis í Danmark. Tá lættið.

Nú skal tað ikki skiljast so, at sjálvrættvísi er eitt føroyskt fyribrigdi, hóast henda sóttin hevur gott tak á okkum føroyingum. Nei, sjálvrættvísi er ein strategi fyri at yvirliva, í øðrum førum fyri at sleppa at fremja harðsskap, terror o.s.fr. Tað verður truplari at síggja nakað sosialt ella tjóðskaparligt valdsligt liggja til grund fyri tí, sum sjálvsrættvísið letur upp fyri.
Stórveldi berjast til fánýtis móti tí stálsetta og eirindaleysa sjálvrættvísinum, men verða gjørd til láturs og eyðmýkt, um tað so í bardaga við illa útgjørdar knæbóndur. EU má leggja kongin í stríðnum við pinkalítlu Føroyar, sum sigur seg hava allan rættin við sína lið. Stóru landsliðini úti í heimi skulu ikki koma her og billa sær inn, at tey skulu vinna á okkum. Vit hava rætt at vinna av og á og fara at gera tað, tí tað er júst henda kensla, sum drívur verkið.

Sjálvrættvísi er í sjálvum sær ikki nakað skeivt ella ómoralskt. Tað kann vera ein neyðug drívmegi, t.d. okkara tjóðskaparstríð. Men tað kann eisini hava avleiðingar við sær, sum ikki áttu at verið góðtiknar. T.d. imperialismu ella kolonialismu, kríggj og kúging. Men tá kunnu vit kanska aftaná biðja um umbering.

Fleiri halda, at Europa er á eini skeivari kós og er um at missa takið á heiminum, ja, missa seg sjálvan burtur. Europa er av álvara vorðið kvøldlandið. Tað kann væl vera.
Ein grund kann eitt nú vera, at øll spæla ikki eftir ásettum reglum, men loypa á har, tey síggja ein veikleika.
Onkuntíð kundi man kortini ynskt sær eitt sindur meira av eurosentrismu, at man tordi at standa við tað besta, sum kanska serliga Europa hevur fostrað, t.d. fólkaræði, talu- og skrivifrælsi, at átrúnaður skal vera ein privatsak o.s.fr. Hetta er tann góði arvurin hjá Europa. Men Europa hevur eisini ein tungan arv at dragast við. Hjá Europa kann øll 20. øld skírast sum ein svørt øld við ræðuleikum, sum tað er ilt at ímynda sær. Ei undur í at Europa ofta teskar heldur enn at rópa. Viðhvørt hevur tú kortini varhugan av, at lítlu Norðurlondini tora betur at tala at enn onnur størri lond, hví tað so man vera.

Nei, lætt er tað ikki, men tað hevði verið ynskiligt, at tað varð loyvt okkum øllum at taka sjálvstøðuga støðu, uttan at skuldarkenslan skal gera teg málleysan ella til ein vingluskølt.

Í gjónni millum sjálvrættvísið og skuldarkensluna eru útlitini fyri dialogi smá.