Archive for desember, 2013|Monthly archive page

Kapping er ikki altíð góð

sorv_konsert2

Eg eri beint nú afturkomin frá konsert í Gamla skúla í Sørvági, har teir báðir trubadurarnir Hanus G. Johansen og Jógvan Andrias Joensen sungu og spældu.
Teir hittust báðir á vísulinjuni á norðurlendska háskúlanum í Kungälv í 1987, og síðan hava teir spælt nógv saman.

Á konsertini í dag sungu teir ein hóp av góðum og viðkomandi sangum og vísum. Har var alt um t.d. kærleika, um lívið og gátuna um lívið, yrkingar hjá Poul F., Hans Andrias Djurhuus um Anniku í Dímun, og sangir, sum Jógvan Andrias hevði gjørt. Onkuntíð fór konsertin yvir í tað heimspekiliga, sum í sanginum hja Jógvan Andrias Í streymi við niðurlagnum “Tankarnir liva, tí eg eri her”, sungin a cappella. Kanska ein tilsiping til Cogito, ergo sum, sum kendi franski heimsspekingurin René Descartes hevur havt á munni.
Hanus sang eisini eina av yrkingunum eftir arabiska skaldið Omar Khayyam, eitt sonevnt Rubaiyat, sum Rikard Long hevur týtt til føroyskt.
Og bæði Hanus og Jógvan vistu at siga frá søgum um sangirnar, hvat teir snúðu seg um, og hvussu teir vórðu til, og onkra pussiga hending í tí sambandi eisini.

sorv_konsert1
Hetta var hugnalig konsert, men bara spell at so fá komu, tí har var sanniliga okkurt at taka heim við aftur, og so spara vit eisini streymin til sjónvarpið ta løtuna.
Onkur segði mær, at SÍ spældi avgerandi dyst júst hesa løtuna, og tá dystur er, er sjálvandi ringt at kappast.

Men vónandi verður undirtøkan betri til komandi konsertir í Gamla skúla, tí so nógv hendir nú ikki í Sørvági.

sorv_konsert3

Her er netið til lítla nyttu

crowds1Eg haldi meg roknast millum teirra, sum leggja stóran dent á at fáa upplýsingar skjótt, og júst tá ið eg havi brúk fyri teimum. Eg hugsi her um upplýsingar um øll føroysk viðurskifti, tvs. tíðindi, kunning, atgongd til skjøl, tøl o.s.fr.

Nú er internetið ein miðil, sum vit øll meta sum hvørs mans ogn, og tí skuldi verið gaman í at miðla upplýsingar bæði skjótt og væl.
Og hetta er tíbetur eisini so.

Øll virki við virðing fyri sær sjálvum leggja kunning og tænastur út á netið. Sprænurin stendur frá tíðindamiðlunum, sum royna at egna okkum við tí seinasta nýggja. Nógv av hesum hevur løtuvirði ella als onki virði, men soleiðis er nú einaferð. Vit kunnu bara vóna, at tað einaferð verða umstøður at miðla langtíðarhaldgóð føroysk tíðindi og kunning.

Sosialu miðlarnir ganga heitir 24/7, og fólk skriva bloggar, sum mangan eru bæði áhugaverdir og upplýsandi. Tað ber til at keypa alskyns føroyskar orðabøkur á netinum, e-bøkur og ljóðbøkur, og skalt tú ringja til onkran, og tú minnist ikki nummarið, so plagar at bera til at finna nummarið á netinum. Og vilt tú vita, hvør eigur eitt matrikulnummar, ja, so finnur tú eisini tað. Bókasøvnini bjóða tær at leita á netinum eftir bókum, so at tú ikki gongur teimum á dyrnar til onga nyttu, og tá um almenn hagtøl ræður, ja, tá eru vit eisini hampuliga væl fyri. Eisini nógv tíðarrit og bløð liggja nú á netinum í talgildari útgávu, t.d. tey, sum eru talgild í verkætlanini tíðarrit.fo.

Nei, tað, sum eg serliga hugsi um, er atgongd til alfrøðiupplýsingar um føroysk viðurskifti á netinum, og tá stendur av álvara illa til.

Tað kemur ofta fyri at tú rennir teg fastan í onkrum, sum tú situr við. Okkurt serligt, sum tú kundi hugsað tær at vita meira um, og tá stendur á. Eg havi fleiri ferðir leitað eftir upplýsingum um serføroysk viðurskifti, t.d. á Google ella aðra staðnis, tá ið tað hevði skund, og skammfuktaður má eg viðganga, at eg fái ofta meira at vita um hesi viðurskifti í útlendskum handbókum og skjalagoymslum enn í okkara egnu.
Føroysku upplýsingarnar á netinum eru sum oftast avmarkaðar, ófullfíggjaðar og ikki nøktandi.
Sjálvandi ber altíð til at gera eina rannsókn og finna upplýsingarnar so við og við, men her tosið eg um skjóta atgongd til dygdargóða kunning. Og tað er neyðugt at hava nú á døgum.

Í flest øðrum londum er tey so nógv, ofta milliónir, sum kunnu røkja eina wiki, t.d. Wikipediu ella annað líknandi kunningarverk. Har kunnu tey brúka mongdarveiting (crowd sourcing). Eg haldi meg hava lisið onkustaðnis, at tað ber illa til at hava eina umfatandi wikipediu, um tú ikki hevur millum 5.000 og 10.000 aktivar ritstjórar, og tað fáa vit so ongantíð í Føroyum. Og vit vita eisini, at eru vit ov fá, ja, so fáa vit ikki fulla úrtøku við bara at líta á vitanina hjá fjøldini (the wisdom of the crowds).

Hvat er so at gera?

Her er í øllum førum ein uppgáva, sum hvílir á landinum, og sum landið eigur at umhugsa at fáa gjørt nakað við. Og tá eg sigi landið, so meini eg við, at landið eigur at fáa til vega fortreytirnar, so at vit, vanlig fólk, skúlanæmingar, lesandi, granskarar, rithøvundar, miðlafólk o.o., kunnu fáa skjóta og góða atgongd til slíkar upplýsingar. Og ikki bara landið, men eisini størru virkini, stovnar og yrkis- og fakfeløg eiga at kenna eina ábyrgd og skyldu her.

Tað liggja stórar nøgdir av føroyskum kunningartilfari, sum kann gerast atgongiligt alment á netinum; tilfar, sum annars liggur goymt og gloymt onkustaðnis. Men hava vit nakra talgildingarætlan, so hetta tilfarið kann gerast livandi?
Og einir 20-25 løntir ritstjórar høvdu skjótt kunnað fingið gjørt eina líkinda føroyska alfrøði á netinum. Arbeiðið kundi verið skipað í samráð við okkara vitanarstovnar.

Eg haldi bara, at tað er stór skomm, at vit altíð skulu bera okkum undan. Og enn størri skomm er, at onnur vísa okkara viðurskiftum størri áhuga enn vit sjálvi.

So vónandi kemur vend í her, ongantíð ov skjótt.

crowds2