Archive for november, 2012|Monthly archive page

Miðil í neyð

Kreppa hevur eftir øllum at døma rakt Kringvarpið. Og tá kreppa rakar, eru reaktiónirnar ofta hareftir. Summi eru skelkað, onnur ovfarakát, og nógv fáa herindi at vilja gera nakað við støðuna, hóast tey ikki vita hvat. Enn fleiri velja at avmarka seg til harðmælt at krevja, at onkur – óvist hvør – ger okkurt við støðuna.

Her er í grundini bara ein einfaldur spurningur: hvat skal Kringvarpið gera, og hvat skal tað kosta. Tí ongin ivast væl í, at vit skulu hava og fara at hava eitt alment Kringvarp.
Kostnaðurin verður avgjørdur av beinleiðis útreiðslum, men eisini av, hvussu væl stovnurin verður rikin. Um tað lukkast at gera gott kringvarp, tað veldst eisini um fólk og førleikar.
Inntøkur kunnu umframt lurtaragjald fáast við sølu av tænastum og spæli.
Júst spæl kann vísa seg at vera svikalig inntøka, tí hugurin at spæla kann fara. Bæði V4 og Gekkurin eru kanska spennandi, men lítið upplivingavirði er í hesum spølunum, málbólkurin tódnar skjótt, og handlarnir eru eisini á tremur við øðrum spælimøguleikum. Tað er, sum tað altíð hevur verið, hvørt til sína tíð, tíverri.

Eg haldi tó, at tað í hvussu er eru tveir skeivleikar í upplegginum til føroyskt Kringvarp. Tann fyrri er, at Kringvarpið sum er skal fíggjast við handilslýsingum, tí tað forðar fyri, at miðilin er óheftur, sum er alfa og omega í einum almennum almannatænandi miðli. Hitt er, at Kringvarpið skal halda seg vera í kapping við hinar privatu loftmiðlarnar. Tað er royndur lutur, at tú verður sum teir kappingarneytar, sum velur at kappast við. Vilt tú hava lurtarar aftur frá Rás2, ja, so kanst tú bara gera sum Rás2, og so ert tú skjótt Rás2. Kringvarpið átti heldur at staðfest fyri sær sjálvum, at vit eru ikki sum Rás2 ella Lindin. Latið vera við at síggja fíggindar allastaðnis, tí tað klæðir ongum. Vit kunnu ikki alt, heldur ikki tá talan er um kringvarp, men vit kunnu seta okkum fyri, at tað sum vit kunnu, tað gera vit væl. Og so koma lurtararnir eisini!

Nú eru so tankar frammi, hvussu Kringvarpið skal koma burtur úr kreppuni. Ein kreppa kann vera eitt gott høvi til at umhugsa støðuna av nýggjum.
Afturvendandi spurningurin er, hvat vilja vit (hvørji vit?) við einum almennum Kringvarpi. Hetta verður so jabbað upp í saman, at eg spyrji meg sjálvan: vita vit ikki, hvat vit vilja? Sum lurtari vil eg ikki nakað, tað er ikki mín uppgáva at vilja. Eg krevji hinvegin góðar og fjølbroyttar sendingar. Nú dámar mær ikki ítrótt, men lat tað fara, men eg seti prís upp á góðan tónleik, kunning, góðar frásagnir, spennandi analysur (sum vit hava havt nógvar av eisini í Kringvarpinum), samrøður, heldur enn túnatos, sendingar um list og bókmentir úti og heima, góðar barnasendingar (hóast míni børn nú eru tilkomin). Morgunandaktina aftur kl. 9.50 og tíðindasendingar. Eg veit, at tað er ikki lætt, tí øllum dáma ikki tað sama.  Men tað má vera pláss fyri tí, sum eisini krevur nakað av lurtaranum, tí verður innihaldið ov nógv merkt av, at vit hava ikki ráð, stundir ella talent til at gera góðar sendingar, ja, so er ikki leingi til diskountskrímslið trínir út á pallin.

Kann vera, at eg taki ov rívan til, at tað er lætt at hugleiða, og at hetta eg sigi kanska eigur at metast av gløggum heilum, og lat teir ella tær so gera tað. Ongin fer jú væl av at fara til verka í óðum verkum.

Kortini hevur tað undrað meg eitt sindur og eg havi lagt til merkis, at tær fáu ferðirnar Kringvarpið hevur verið til umrøðu, t.d. í sendingini Pressan, at tá er tað so um at gera hjá umboðunum fyri Kringvarpið at verja seg og staðfesta, at Kringvarpið mistekur seg ikki og ger ongantíð nakað skeivt. Slíkt kann bíta seg í halan, tí tú skilur ikki, hví tann, sum onki skeivt ger, skal vera so illur, tá ið hon sigur, at hon onki skeivt hevur gjørt. Har er brúk fyri at vera meira fyrikomandi og opin, hóast tær ikki nýtist at slaka í seriøsitetinum. Annað er, at vit sleppa ikki at rósa (ella finnast at), tí Kringvarpið ger pr. definitión góðar sendingar, og tað siga tey, sum starvast í Kringvarpinum sjálv! Aftur her kundi tað verið gott við einum eitt sindur lættari huglagi. Tað er troyttandi alla tíðina at ganga í stálhandskum.

Nú ynskja vit øll Kringvarpinum alt tað besta. Summi krevja leiðsluna á skafottið, meðan onnur koma við loysnum, onkuntíð kanska hovsaloysnum.
Eitt nú skrivar Elin Heinesen í dag áhugaverdar viðmerkingar á sínum bloggi við heitinum: Hvat skulu vit við Kringvarpinum?
Eitt annað útspæl, eg havi sæð í dag, og sum summi kalla áhugavert, eru royndirnar hjá Aksel Johannesen, javnaðartingmanni, at bjarga stovninum. Hann ásannar, at fígging skal til, og at besti hátturin at gera hetta er ikki at seta almenna Kringvarpið á fíggjarlógina, men at fíggja tað við einum kopfskatti, tvs. at kringvarpsgjaldið verður tikið beinleiðis av lønini, áðrenn fólk fáa hana útgoldnað. Hetta er sum at hoyra ein papageyk. Hetta er afturvendandi undurheilivágur, og hetta skattaslagið, sum vist varð uppfunnið í 17. øld, er tekin um eina fullkomiliga politiska fallitterklering. Ein slík inntøkutrygd kann júst gera – um ringast vil til – at ein stovnur sum t.d. Kringvarpið sovnar med alla. Men er hetta einasta loysn, ja, so mugu vit kanska svølgja fallitterkleringina.
Hesin gjaldsháttur vindur so nógv upp á seg her á landi í seinastuni, at lønarseðilin nú meira og meira er farin at minna um eina lítla skaldsøgu.

Nú fer tíðin nokk at vísa, hvussu gongdin verður í hesum ólukku máli. Kanska verður hon ikki tespilig fyri summi. Men eg havi hug at ilskast og eri líka við at taka til eina illbøn, tá ið eg sigi: Gevið teimum so for ….. teir pengarnar, sum tey hava brúk fyri. Og forteljið teimum so eisini við hesum og við greiðum orðum, hvat tað er, vit vilja hava. Latið okkum for …. onkuntíð taka eina avgerð, sum vit kunnu vera errin av og standa saman um.
So var hendan kreppan kanska ikki til fánýtis.

Húsarúm, men onki hjartarúm

Nú havi eg ikki ferðast í so nógvum londum, at eg kann siga tað fyri vist, men tað man vera fáa staðnis, at tú verður boðin vælkomin heim, næstan í somu løtu hjólini á Føroyaflúgvaranum, sum okkara eitur, nerta vøllin í Vágum. Og ofta havi eg eisini kent tað so. Men hesi seinastu árini eri eg farin at ivast, um øll kenna seg líka vælkomnan heim til Føroyar, ella um øll, sum eru her, kenna seg viðurkend og dámd.

Í farnu viku frættu vit, at Danmark er næstríkasta land í heiminum (m.a. roknað út eftir, hvussu væl vælferðarskipanir virka og eftir reiðiligheit og skilvísi í politisku stýringini); vit frættu eisini, at nakrir Gøtumenn, vóru tað vist, fingu dóm upp á, at teir kundu stinga 70 mió.kr. í lumman skattafrítt; og vit hoyrdu ein ungan politikara argumentera fyri, hví nøkur fólk, sum fáa forsorgarhjálp, eiga at finna seg í, at teirra veiting skjótt fer at verða skerd. Mær er sagt, at eitt einmælt løgting, íroknað Miðflokkin, tók undir við hesi avgerð. Ungi politikarin kallaði hetta at fáa gjøgnumskygni í almannaverkið. Eg sá so ongan ríkisgóðkendan grannskoðara verja hesi neyðars fólk, sum nú skulu læra seg at venda í hvussu er teirri seinastu krónuni. Jú, eitt umboð fyri Í menniskjum góður tokki talaði at, og kanska var formaðurin í Pensjonistafelagnum aftur á vøllinum við teirri nú skøvaðu plátuni, sum ongin tykist lurta eftir, at tað altíð eru tey veikastu, sum skulu spara fyrst. Ein fulttrúi í almannverkinum var tó í miðlunum og segði, at vit skulu bara fara til Svøríkis, so skuldu vit sæð almannaveitingar, sum gera tær føroysku til sannar lottovinningar.

Men so var ein onnur hending í farnu viku, sum boðar frá góðum, hóast hon snýr seg um eitt sera viðkomandi mál, sum kann koma øllum landinum í vanda. Eg hugsi her um bókina EXIT Føroyar, sum teir báðir Høgni Reistrup og Heri á Rógvi hava ritstjórnað, og forlagið Sprotin gevur út.

Vandamálið snýr seg um at fólkatalið hjá okkum stendur í stað ella minkar, og at tað serliga eru tey ungu og yngru, sum gerast færri, meðan tey eldru fjølgast. Tøl hjá Hagstovuni vísa, at í 1985 vóru 58% av fólkinum undir 35 ár; í 2012 bara 46%. Meðan fólkatalið hetta tíðarskeiðið økist við góðum 3.000 fólkum, minkar talið av teimum undir 35 ár við 4.000 fólkum. Hetta eru av sonnum tøl, ið tala. Spurningurin er, hvussu tað ber til, at so nógv velja Føroyar frá, sum tikið verður til, hóast vit hava vælferð, vinnumøguleikar og góð kor, sum fólk aðrastaðnis av røttum kunnu øvunda okkum. Hetta er eitt paradoks, og tað kundi bent á, at okkurt meira grundleggjandi er farið av lagi í okkara samfelag.

Í væl skrivaðu fyrstu greinini í bókini Føroyar eldast við rúkandi ferð skrivar Heini í Skorini um tær avleiðingar tað hevur, at tey ungu stinga av. Hann vísir á, at harvið fer dynamikkurin úr samfelagnum. Tá tað longu nú merkist, at tað verða færri at seta børn í verðina, ja, so klárar ongin at forða fyri fallinum. Tey eldru ella gomlu, sum nú mynda samfelagið, eru flest øll konservativ, og hetta kemur til sjóndar í politikkinum, sum verður førdur í løgtingi og í kommunum. Tað verður ov lítið av nýhugsan og onki engagement. Heini vísir eisini á tørvin, at vit fáa eitt veruligt miðstaðarøki í Føroyum, og at tað krevst ein uppgerð við romantiska bygdamenning og trongskygdan lokalpolitikk. Hesir tankar fingu tó beinanvegin banahøgg frá at siga øllum uttan Heðini.
Heini skrivar við støði í kanningini um, hví føroyingar búseta seg í Danmark, sum Norðuratlantsbólkurin á Fólkatingi skipaði fyri í 2008, og sigur: “Føroyska hópfráflytingin er ein holistiskur, samansettur trupulleiki, sum (…) snýr seg um so ótrúliga nógv ymisk viðurskifti: Verri vælferðartænastur, vantandi bústaðarmøguleikar, høgt kostnaðarstøði, høgar flogprísir, vánalig kor hjá støkum uppihaldarum, mentanarliga konservatismu, vantandi granskingarumstøður, ov fá mentanartilboð o.s.fr.” (s. 21)
Sæð í hesum ljósi føra vit tann øvugta politikkin í løtuni, nú vit spara á teimum strategiskt vitalu almennu økjunum, tá ið vit heldur áttu at gjørt íløgur. (s. 23)

Armgarð Arge hevur í síni grein Tá børnini flyta nakrar góðar eygleiðingar, sum nógv, ið eiga børn, sum hava búsett seg uttanlanda, kenna aftur. Eitt nú tómleikin og frástøðan, sum ger, at tú ikki sleppur at vera við, tá tey smáu abba- og ommubørnini taka fyrstu stigini á lívsleiðini, – kanska í onkrari danskari ella enskari íbúð. Tú fært næstan hug at tára, tí tú hevur upplivað tað sjálvur, tá vónin, at hesi abba- og ommubørnini fara at duga at tosa føroyskt, brestur. Men tá er tað sjálvandi gott, at børnini í Føroyum sjálvi læra seg bæði danskt og enskt og tosa tað flótandi og kunnu samskifta við systkinabørnini úti í heimi.

Ja, sum tilkomin fært tú næstan hug at lurta eftir sanginum hjá the Beatles við m.ø. hesum ørindi:

She…(we gave her most of our lives)
Is leaving (sacrified most of our lives)
Home (we gave her everything money could buy)
She’s leaving home, after living alone, for so many years (bye bye).

Nú kunnu meiningarnar um stór vandamál vera ymiskar, men eg má viðganga, at eg fái ikki verið heilt samdur við boðskapin hjá Ben Arabo, sum eisini skrivar eina av greinunum í bókini. Hann ger seg til talsman fyri hugtakið ‘at liva og lata liva’ (s. 41), tvs. at fólk mugu sjálvi um, hvussu tey leggja lívið tilrættis, tað verður teirra søk. Eg vildi heldur sagt tað øvugta, at tað er okkara søk, uttan at eg harvið meini, at staturin skal leggja okkara lív tilrættis. Er tað ikki júst hetta, at vit hvør sær hava lyndi til at savnast í smá afturlatin samfeløg, eksklutiónin, sum ger, at fleiri velja at flyta av landinum?
Eg skilji útleggingina hjá Ben Arabo um átøk í vinnu- og skattapolitikki sum borgarliga: at tað eru nøkur A-menniskju, sum skapa virðini, og so eru tað øll hini, B-menniskjuni, sum skulu vera glað fyri, at A-menniskjuni tíma at hjálpa teimum. A-menniskjuni skulu tí hava serligar sømdir og hjúklast skal fyri teimum, so at tey ikki taka stigið fult út og rýma. Tað er næstan sum við teimum við forsorgarhjálpini, sum ikki tíma at arbeiða, tí at tað sigst, at tey fáa ov høga veiting, og so hesum, sum ikki tíma at arbeiða, um tey ikki fáa nokk, t.d. lønir svarandi til eitt norskt lønarlag, sum liggur ein triðing omanfyri okkara.
Júst soleiðis verður tað nú ikki orðað í greinini hjá Ben Arabo, men soleiðis lesi eg tað.

Nú skal eg ikki endurgeva alt, sum stendur í hesi áhugaverdu bókini, men bara vísa á, at tað sambært henni kanska mest av øllum er hugburðurin til okkum sjálv og okkara samfelag, sum skal endavendast, um vit skulu koma hesum nevndu trupulleikum til lívs, soleiðis sum Heri á Rógvi, annar ritstjórin, málber seg í síni grein við heitinum Vit framleiða fólk til onnur. (s. 75)
Eg vildi næstan sagt, og ætli mær at nevna tað til seinast, at tað er so nógv annað, vit skulu endavenda umframt hugburðin.
Hetta við hugburðinum stendur sum nevnt frammarlaga í nógvum av greinunum í bókini, og tað er næstan sum um, at um bara hvør einstakur tekur seg í nakkan nú, ja, so fer alt at broytast.
Eg ivist, tí so einfalt er tað neyvan, tí hvat er tað, sum skapar hugburð?

Vit lesa dømi um fólk, sum hava klárað seg væl í Føroyum, hava fingið leiðandi starv og ávirkan, og sum tykjast halda seg hava prógvað, at tað ber til at búgva og trívast her. Og vit kunnu eisini vera samd um, at ‘hovsaloysnir’, so sum at stovna altjóða universitet, sum kanska kann verða ein hjálp, og sum hevur riggað í øðrum útjaðaraøkjum, júst kunnu líkjast hovsaloysnum. Onnur hava nevnt tjóðpall, og tey, sum eru minni krevjandi, halda, at tað kundi verið nóg mikið við eini café í teimum størru bygdunum (hetta seinasta meini eg tó ikki er umrøtt í hesi bókini). Summi gremja seg um køvandi átrúnað, ella at føroyskir menn eru mammudrongir allir sum ein, men har hevur Bill Justinussen longu svarað greitt, at tey, sum ikki dáma deymin frá lýsikókarínum, kunnu bara fara, tí her er gott at vera.

Uppaftur onnur hava roynt, at ongin í Føroyum spyr eftir teimum og teirra vitan, og vit hoyra um manglandi lóggávu og manglandi kompetansu og tænastuvilja í almennum stovnum og umsitingini. Hetta kann gera, at tú kennir teg ikki vælkomnan heim, hevur tú servitan, og nógv, sum hava góð hugskot, uppliva eisini, at har er ongin skipan ella ongi fólk at lofta góðum hugskotum. Katrin D. Apol er júst inni á hesum í síni grein Tá aftur og fram ikki er líka langt, tá ið hon leggur dent á at skapa tilknýti millum tey, sum eru burtur, og stovnar og virki heima.
Kanska hava vit brúk fyri eini Menningarstovu, sum stuðlar vitanardeiling og gevur góðum vinnuligum hugskotum verkligan stuðul og flog. Soleiðis fati eg í hvussu er tað, sum Guðrun Rógvadóttir frá fyritøkuni Guðrun og Guðrun skrivar í greinini Gev mær Føroyar – og umheimin.
Eg kann annars ímynda mær, at nakað av hesum stikni til servitan upprunaliga kann vera staðsett í nótamentanini, sum ræður í teimum mest týðandi pørtunum av okkara høvuðsvinnu.

Fólkatingslimurin Sjúrður Skaale skrivar eina av áhugaverdu greinunum í bókini við heitinum Við love skal land byggjast. Hann nevnir kendu orðini hjá Kennedy, sum eg ikki skal endurtaka her, men kemur eisini við eini ábending um, at viknandi tjóðskaparkensla, kann vera ein orsøk til, at tað er lættari at fara nú enn tað var fyrr.
At vit ikki longur trúgva upp á Føroyar, og bara síggja grátt útyvir grátt, er við til at mana fram eitt taparalyndi. Sjúrður sigur í hesum viðfangi: “Tí er meiri enn nakrantíð tørvur á, at tey økini, har Føroyar “vinna”, verða tikin fram. Alt tað, vit kunnu vera errin av. Náttúran. Mentanin. Søgan. Málið. Felagsskapurin. Tryggleikin. Hetta at vit eru so fá, at hvør einstakur veruliga kann hava ávirkan – um hann vil.” (s. 173)

Tað er rætt, sum nevnt verður í greinini, at eitt nú fingu tey samkyndu, sum tóku dystin upp, ávirkan, men tað er neyvan rætt at siga, at so kunnu øll onnur gera tað sama. Valdskipanina broytir tú ikki frá degi til dags. Tað ber til við treiskni og tolni, ella sum Erlendur segði, við lirkan og lumpan, at fáa ávirkan, og var tað ikki so, ja, so kann alt gera tað sama.
Orkar tú hinvegin ikki at bíða eftir broytingum, so er lætt við internetinum, Skype og Facebook í skjáttuni at seta búgv har, sum tú kennir teg meira heima. Søgan vísir okkum, at fólk og fuglur flyta, um tey eru undir harðræði, og tá (andaliga) føðin gongur undan.

Og viðvíkjandi teimum økjunum har Føroyar “vinna”. Er tað ikki júst hetta, vit spara burtur í hesum døgum? Hví skulu ein HF-næmingur ella vit onnur royna at bjarga mentanini og landinum, tá ið greiða signalið er, at vit hava ikki ráð til (føroyska) mentan? So gera vit ella hon sjálvandi tað, sum er púra rætt: hon flytir hagar, mentan verður vird.

Mær kemur fyri, at vit eru farin at tveita innbúgvið, ja, sjálvt hjartarúmið út á berajól, og so vænta vit, at gestirnir fara at trívast betur, tá ið tað verður rúmligari inni og tómligari.

Nú er so ein serfrøðinganevnd sett, sum skal kanna orsøkina til fráflytingina og koma við uppskotum, sum kunnu tálma gongdini. Og landsstýrismaðurin í vinnumálum bedýraði í Degi og Viku herfyri, at landsstýrið fór at seta neyðugan pening av til tað, sum hetta fer at kosta.
Í Hetlandi, sum hevði støðuga afturgongd í fólkatalinum í eitt 100 ára skeið frá 1860’unum til 1960’ini, hava sitið mangar kommisjónir og gjørt sær tankar um, hvussu vend kann fáast í. Har høvdu tey Føroyar sum fyrimynd, tí her var framburður og fólkavøkstur. Har vóru teir undir skotskum harðræði, meðan vit her høvdu tjóðskaparrørslu og vóru væl vard av norðurlendska vælferðarskjólinum. Nú tykist vend vera komin í, og Føroyar eru endaðar í somu óndu ringrás, sum Hetland sum nevnt var í, tá fólkatalið minkaði niður í helvt. Um ein serfrøðinganevnd fer at hjálpa, ja, tað fer tíðin so at vísa.
Í hesi bókini, sum er til umrøðu her, verður víst á, at vendir gongdin ikki, so fer føroyska samfelagið fyri bakka um eini 40 ár.

Hóast hetta er ein viðkomandi og sum heild góð bók, so haldi eg kortini, at okkurt kundi verið tikið fram aftrat, sum kundi lýst hetta vandamálið við fráflytingini betur. Eg nevndi í byrjanini hetta paradoksið, at fólkið flytur, hóast vit at síggja til kunnu liva sum greivar. Ein frágreiðing, hví so er, eru helst grundleggjandi skipanarligir skeivleikar.
Eg hugsi her m.a. um teir skipanarligu trupulleikarnar, ið hava sín uppruna í okkara høvuðsvinnu.
Í løgtingslógini um vinnuligan fiskiskap verður sum kunnugt sagt, at livandi tilfeingið á føroysku landleiðunum og aðrastaðnis eru ogn Føroya fólks. Og her byrjar vandamálið.
Soleiðis sum lógin verður umsitin, er tað ein spurningur, um føroyska samfelagið veruliga fær ágóðan av øllum hesum ríka tilfeingi. Kom hesin ágóði til høldar, og ikki allur endaði í privatum lummum, kundi væl verið, at vit í dag høvdu bæði Eysturoyar- og Sandoyartunnil, dagført sjúkrahúsverk, altjóða universitet, tjóðpall og lægri kostnaðarstøði. Vit høvdu tá øll verið ríkari. Tað kundi eisini hent seg, at var skipanin í fiskivinnuni ein onnur, so kanska vit í dag vóru ein framkomin matvøruframleiðandi tjóð, við aðrari framkomnari framleiðslu og tænastuveitingum, har brúk var fyri øllum góðum hondum, bæði leikum og lærdum.

Politikararnir munnu hava ásannað hetta, nú handfaringin av makrelinum hevur sent neilig signal til alla tjóðina og eisini tey, sum búleikast uttanlanda og onnur við. Tí man tað vera, at landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum hevur sett eina serfrøðinganevnd at endurskoða lógina um vinnuligan fiskiskap, sum m.a. skal taka støðu til tilfeingisgjald. Tað er tó lítið, sum bendir á, at tað verða gjørdar avgerandi skipanarligar broytingar í okkara fiskivinnu í bræði, og ein serfrøðinganevnd kann sum kunnugt eisini vera góður soviheilivágur.

Tað er gott signalvirði í røttum politiskum avgerðum, tað sóu vit í umrøðuni omanfyri av Danmark, sum er mett at vera heimsins næstríkasta land. Rættar politiskar avgerðir og góðar skipanir eru við til at geva góðan og jaligan hugburð. Eg veit tó ikki, hvussu tit hava tað, men eg minnist ikki í løtuni, nær eg seinast hoyrdi um eina politiska avgerð her á landi, sum fekk meg at siga vauw. Og tað harmar.

Eg fari annars at mæla øllum, sum hava áhuga fyri samfelagsviðurskiftum at lesa hesa forkunnugu bók, sum setir sjóneykuna á eitt av størstu vandamálunum, sum nakrantíð hevur hótt tjóðina.
Bókin er ein góð byrjan til og framhald av kjakinum, sum helst ikki skal gerast ov drúgt. Tí so vendist kanska ikki aftur. Eg sigi kanska – tí verður oljan funnin, so er alt hetta brátt søga.

EXIT Føroyar. Ritstjórn: Høgni Reistrup og Heri á Rógvi. Sprotin, 2012. 198 síður við fleiri myndum.