Archive for juni, 2012|Monthly archive page

Hørputónar

 

Eg var millum teirra, sum vóru so heppin at sleppa til eykakonsertina fríggjakvøldið, 22. juni í ár, við Jethro Tull í Hørpu í Reykjavík. Onkur har helt meg vera ein ordiligan Tull-fjeppara, at eg var komin heilt úr Føroyum á konsert í Reykjavík. Og tað nyttaði lítið hjá mær at halda uppá, at tað nú var av tilvild. Eg var har nakrar dagar í arbeiðsørindum og hevði lovað mær sjálvum, at eg skuldi ein túr í Hørpu. Og hvat síggi eg ikki, tá ið eg fari at kanna skránna fyri tiltøk har hesar dagarnar? Jú, onki minni enn, at Jethro Tull júst eru farnir undir sína Thick as a Brick konsertferð 2012, og at teir spæla í býnum, har eg eri staddur, og í hølunum, sum mær longdist so eftir at skoða.
So heppin kann man vera.

Í ár eru júst 40 ár síðan LP’in Thick as a Brick hjá Jethro Tull kom út. Talan er um eitt av meistaraverkunum í rock-tónleikasøguni, eitt konseptalbum, sum vit og bransjan kallaðu tað.
Ian Anderson, ímyndin av Jethro Tull skal hava sagt, at teir við Thick as a Brick hermdu eftir LP-útgávum hjá listrockbólkum sum Yes og Emerson, Lake & Palmer, sum um hetta mundið góvu út LPir, sum vóru konseptalbum, ávikavist The Yes Album og Tarkus í 1971. Heilt nýtt var hetta kortini ikki, tí bólkurin The Who gav út rockoperuna Tommy í 1969. Men Jethro Tull vildu so eisini teljast ímillum tey fínu.

Konseptlist, ella hugskotslist er, sambært orðabókunum hjá Sprotanum, “listastevna, ið tók seg upp fyrst í sekstiárunum, og sum hevur ta listfatan, at sjálvt listaverkshugtakið er týdningarmeiri enn sjálvt úrslitið. Tað `veruliga´ listaverkið er ikki luturin, ið listamaðurin skapar, men sjálvt hugtakið aftan fyri verkið.”

Tað sermerkta við Thick as a Brick er, at har eru bara tveir sangir, sum fylla hvør sína plátusíðu, 1. og 2. partur. Tónleikurin er eitt bland av rock, fólkatónleiki og jazz, og hann hevur eisini greiðan dám av klassiskum tónleiki, og hann fellur væl í oyrað. Tvørfloytan hjá Ian Anderson ger eisini allan munin. Hon varð sum kunnugt sýnislutur ella eygnariv og peikipinnur, og hon varð mangan brúkt at reiggja við sum við einum svørði, tá rættiligur futtur var í.

Eitt annað sermerkt og óvanligt var, at teksturin til plátuna, eftir tí, sum stóð at lesa á plátuhúsanum, var skrivaður av einum 8 ára gomlum dreingi, Gerald Bostock, og bólkurin hevði so sett løg til. Og tað var ikki hissini tekstur, torførur at skilja og skrivaður í stream of consciousness stíli. Jethro Tull hava gjørt vart við, at tú skilti ikki tekstin, um tú ikki hevði upplivað øra skemtið hjá Monthy Python fyrst í 1970’unum.

Fólk kjakast enn í dag um, hvat hugtakið Thick as a Brick merkir. Beint fram merkir tað, tá tað verður sagt um fólk, at tey eru Thick as a Brick, at tey eru kúbýtt. Eg minnist at stórilærari D.D., eisini róptur Stóri, plagdi at kalla meg og mínar líkar fyri greytaheilar, og tað man helst vera nakað tað sama.

Fyrsta ørindi í 1. parti endar við hesum orðum:

But your new shoes are worn at the heels and
your suntan does rapidly peel and
your wise men don’t know how it feels to be thick as a brick.

Fólk spyrja enn í dag, hvørjir hesir vísu menn eru, sum ikki vita, hvussu tað kennist at vera kúbýttur. Men tulkingin kann eisini vendast á høvdið, at tað eru teir vísu menninir, sum bara fjasast við veruleikafjara teori, og sum kalla hini kúbýtt, sum í veruleikanum eru Thick as a Brick. Og nú peikar kumpassin knappliga meira í vestan, vit renna okkum í diskursteori og Foucault, og hvør hevði væntað at funnið slíkt í einum fólksligum tónlistaverki. Men sum so mangan sannað áður: tú skalt ikki skoða hundin á hárunum.

Hesin, sum verður skýrdur Thick as a Brick er nú, tá samanum kemur ikki annar enn miðal hampamaðurin, tey, sum liva í veruliga veruleikanum, hann, sum hevur pissað í saltsjógv, ja, og hvør veit, kanska sjálvur Palleba?

Thick as a Brick var eitt rættiligt gjøgnumbrot hjá Jethro Tull, og tað undrar ongan. Hesin bólkur byrjaði sum tungrock-bólkur, sum eisini hevði gott eyga á tí tá populera folk-rock-tónleikinum, og hann fór sum frá leið meira tann vegin. Eg og mong við mær vórðu bergtikin av hesum rokmikla bólkinum, sum fekk fólk at slota og leingjast eftir meira. LPin Stand up kom í 1969 við  sermerktum løgum sum A New Day Yesterday, We Used to Know, Reason For Waiting og Nothing Is Easy. LPin Benefit kom árið eftir, m.a. við sanginum Inside, sum útvarpsmaðurin Sonne Smith gjørdi til eitt heimshitt í Føroyum. Longu aftur árið eftir kom Lpin Aqualung við tittullagnum, klassikaranum, við sama heiti og við rockaranum Locomotive Breath og øðrum góðum. Og so sum nevnt í 1972 Thick as a Brick.
Hesi 4 árini vóru eisini besta tíðin hjá Jethro Tull, sum nú høvdu nógv og góð løg at framføra á konsertum.

Eg var á konsert hjá Jethro Tull í 1971, haldi eg tað var, og aftur, tá ið teir vitjaðu í Føroyum fyri nøkrum árum síðan.

Herfyri fóru tíðindi at ganga, at Jethro Tull høvdu ætlanir at gera vart við, at tað vóru liðin 40 ár, síðan Thick as a Brick kom út. Teir ætlaðu sær á konsertferð, og teir ætlaðu eisini, hann náði meg, at gera eitt framhald av Thick as a Brick, nr. 2 sjálvandi. Framhaldið kom í apríl 2012, og tað var hetta framhaldið eg hoyrdi sum annan part av konsertini í Hørpu hetta fríggjakvøldið. Og eg má siga, at eisini her hava Jethro Tull skapt eitt megnarverk. Mær hevur so seinni eydnast at hoyra ‘studioútgávuna’ av Thick as a Brick 2 (ein hevur jú Spotify). Og eisini hesaferð varð eg hugtikin.

Í 2aranum er Gerald Bostock ein maður, sum nærkast teimum fimti. Hann kann nú við sorgblídni hyggja aftur á og meta um, hvussu tað gekk. Ella sum tað verður sagt so beinrakið í fyrsta ørindi:

We all must wonder, now and then,
if things had turned out – well – just plain different.
Chance path taken, page unturned or brief encounter, blossomed, splintered.
Might I have been the man of courage, brave upon life’s battlefield,
Captain Commerce, high-flown banker, hedonistic, down-at-heel?
A Puritan of moral fibre, voice raised in praise magnificent?
Or rested in assured repose, knowing my lot in quiet content.

What-ifs, Maybes and Might-have-beens fly, soft petals on a breeze.
What-ifs, Maybes and Might-have-beens.
Why-nots, Perhaps and Wait-and-sees.

Vit sum hava fylgst við Gerald Bostock kenna hetta aftur. Verðin er ein onnur, trupulleikarnir av øðrum slagi, og vit hava notið gleðina og smakkað sorgina. Tónleikurin á 2aranum ber á sama borðið og er meiri sissaður, friðsamur og stílfastur.

Í okkara tíð við politiskum ørskapi og valdsgerðum er tað eisini vert at taka við hetta statementið hjá Geraldi á 2aranum:

From playing fields to killing fields: just one small step of madness.
Officer training, uniform, boys together shower together.
Rank and file can be just fine but that’s not what we’re here for.

Konsertin hjá Jethro Tull hetta kvøldið í Hørpuni í Reykjavík var av sonnum lívsjáttandi og uppliving, sum tú goymir og minnist.

Men nú mundi eg gloymt nýggja tónlista- og ráðstevnuhúsið hjá íslendingum, Hørpu. Hetta er ikki minni listaverk og dømi um, at íslendingar, ólíkt okkum, hugsa stórt.

Harpa er 28.000 m2 til støddar og liggur niðri við keiina í Reykjavík. Bygningurin er út betongi og glasi og skal lýsa sermerktu náttúru Íslands. Meginhugmyndin eru ymisk krystallskap í ymsum litum, sum skulu hvessa hugin. Tað er teknistovan hjá Henning Larsens í Keypmannahavn, sum hevur teknað húsið saman við arkitektavirkinum Batteríið í Hafnarfirði. Listamaðurin Ólafur Elíasson hevur verið við til at geva glasinum skap. Byggingin byrjaði í 2007, men varð so rakt av bankaskrædlinum. Semja var tó um at halda fram við byggingini, tí eitt hús sum hetta fór at vera nógv vert fyri tjóðina og álitið á framtíðina. Og húsið lat so upp alment í maj 2011.

Og her í stórslignum umhvørvi komu til mín aftur minni frá mínum ungdómsárum. Nú nakað eldri enn Gerald má eg sum hann lata oyruni lurta og tankarnar fjakka og í sorgblídni geva vónini enn ein kjans.

Jú, vit hava nógv at læra av íslendingum og Jethro Tull.