Archive for mai, 2012|Monthly archive page

Omma dansar á studentagarðinum

Eg haldi at tað var rættiliga áhugavert og avdúkandi at síggja seinastu kjaksendingina í vetrarskránni hjá SVF í kvøld. Nú er vetur framvegis, men vit stevna móti summarinum í góðum treysti og gleða okkum til aftur í ár at njóta ein ella tveir summardagar úti í tún í yvirlivilsisdrakt, sveittandi við einum glasi av kaldari Ribenasaft á urtagarðsborðinum, sum vit hava tjórað fast, skuldi tað versta hent.

Men aftur til kjakið.

Tað kom mær fyri, at kjakið í kvøld mest var at samanbera við leyst prát. Ein má bara siga, at okkara politikarar vóru illa upplagdir, nú teir tosaðu um at hækka pensjónsaldurin hjá vanligum borgarum í fyrstu atløgu frá 67 til 68 ár. Og kanska fór tað eisini at koma upp á tal, at politikarar drukku somu beisku skál, sum fólkið, og hækkaðu teirra egna pensjónsaldur frá 60 til 61. Tað sást so ikki á teimum, at fleiri teirra skjótt kundu síggja fram til eina prúða tænastumannapensjón umframt fólkapensjón. Men royndir vísa eisini, at tað er ikki peningur, sum ger teg lukkuligan. Fólk, sum ikki áttu sýru í vegg, hava vunnið milliónaupphæddir. Tey eru glað ein mánaða ella tveir, men so eru tey skjótt aftur akkurát líka illa hýrd og grenjut, sum vit onnur, sum ikki hava vunnið.

Svante hevði sum kunnugt ein lukkuligan dag, og kundi syngja: Lykken er ikke det værste man har, og om lidt er kaffen klar. Og kaffi, jú, eg sigi fyri meg, ein góðan kopp av kaffi í einum góðum liggistóli aftur við eini góðari bók ella eini av hesum góðu donsku raðsendingunum í sjónvarpinum, ella eini snookerkapping í Eurosport, tá kann man næstan ikki krevja meira. Og her rokni eg als ikki teldur, flatskýggjar, smartphones, Íslandsross, bóndasúkklur og uttanlandsferðir uppí. Hetta kemur alt undir standardútgerð, sum ein maður má eiga, skal hann hætta sær út millum fólk.
Sjálvandi gerst tú lukkuligur, tá ið vinirnir á Facebook senda tær eina viðmerking ella eitt dámar til eina av tínum støðudagføringum ella til eina myndarøð. Men tað er stokkut gleði, og tú kanst skjótt gerast bundin og føla teg gloymdan, tá ið tað verður ov langt ímillum, at tað lítla reyða frámerkið trínur fram ovast til vinstru á tíni Facebook-síðu.
Andy Warhol segði, at hann vildi verja tað, sum var tað ein mannarættur, at øll skuldu hava rætt til at vera berømt í 15 minuttir. Og vit kunnu nú vátta, hóast Andy ikki er her meira, at har eru vit við at koma á mál.

Nú veit eg ikki, um føroyskir politikarar fáa ov fá dámar á síni Facebook-síðu, men teir sýnast í hvussu er allir at vera eitt sindur millumfornoyaðir. Og satt at siga, tann sum skal leggja navn til føroyskan politikk í løtuni, hann ella hon kunnu ikki vera annað enn múlatrútin. Tað einasta tey kunnu semjast um er, at hallið skal burtur. Eg veit forrestin eisini um fleiri, sum stríðast við at fáa vektina niður, og hetta er sjálvandi eitt prísverdugt mál at seta sær.
Nú kom tað mær annars fyri, at formaður javnaðarfloksins Axel V. Johannesen hevði lisið búskaparfrøðingin Krugman og funnið útav, eins og fraklendingar herfyri, at skerjingar gera ongan mann ríkan, og heldur onki land, kanska uttan nøkur heilt fá, sum liva í eina aðrari sosialari himmallind enn hini vanligu. So kanska javnaðurin hevur okkurt annað og sterkari at borðreiða við til komandi val enn hetta spariprátið, sum nú er farið at minna meira og meira um dovið hoyggj.

Tað sum undraði meg mest í hesum kjakinum var tó, tá ið Jørgen fíggjarmálaráðharri segði, at tað var neyðugt at seta pensjónsaldurin upp, so at fólk kundu sleppa at arbeiða longur, um tey høvdu hug til tað. Hetta ljóðar sum ullint marketingprát, tí hvør er forðaður í at arbeiða vegna aldur ella fólkapensjón, um nakað arbeiði væl at merkja er at fáa. Eg veit um fólk, sum við fólkapensjón arbeiða langt upp í 80’ára aldur og støðugt leggja aftrat okkara BNP. At alment sett ikki sleppa at vera sitandi í almennum starvi longri enn til tey eru 70, tað kann Jørgin broyta við einum pennastroki, einum rundskrivi til almennu stovnarnar, so er tað problemið loyst.
Mærsk Mc-Kinney Møller, sum fekk fólkapensjón, arbeiddi til tað seinasta, nú hann doyði 16. apríl 98 ára gamal. So kom ikki og sig, at tað ikki ber til. Mærsk Mc-Kinney Møller mundi kenna á sær, at fólkapensjónin var tað, sum gjørdi Danmark danskt. Varð hon strikað, hvat var so eftir at stríðast fyri?

Fólkapensjón er ikki ein spurningur um hvør orkar ella hvør ikki orkar at arbeiða. Fólk, sum ikki orka at arbeiða, skulu sjálvandi hava pensjón, tað er ein partur av sosialu kontraktini, men nú at skula hava eina komité til at avgera, um tú orkar at arbeiða ella ikki, og sum kanska skal brúka eini tvey ár at taka eina avgerð, tað verður í hvussu er onki alternativ til fólkapensjónina.
Og jú rætt er, í Svøríki verður tosað um at hækka pensjónsaldurin við 10 árum frá 65 til 75. Men tað skal gerast soleiðis, siga teir, at fólk skulu kunna skifta starv og fáa almennan stuðul til umskúling ella framhaldslestur. Eg kann bara ímynda mær, hvussu stuttlig studentaballini fara at verða í Svøríki, tá ið studentarnir allir eru farnir um tey sjeyti. Eg síggi fyri mær hesar eiggiligu studinurnar væl við aldur, sum í allari garteringini í drekkistovuni ella í veitsluhøllini á studentagarðinum dansa til eitt nú kenda lagið hjá Birthe Kjær: Jeg skal aldrig til bal uden trusser.

Nú er kanska ikki rætt at skemta ov mikið, tí tað eru avgjørt álvarsmál okkara politikarar hava at taka støðu til. Men viðhvørt kemur mær fyri, at politikarar kunnu ikki liva í hesi verð, tí nógvir av trupulleikunum, teir stríðast við, eru sera einfaldir at loysa, væl at merkja um uppskotini at loysa trupulleikan eru skilagóð og væl løgd til rættis. Og er tað ikki tað, vit hava valt okkara politikarar til: at koma við skilagóðum uppskotum til loysnir? Beint í løtuni haldi eg, at teir fyri tað mesta skapa trupulleikar.
Og so skal eg ikki nevna eitt ónt orð um fólkaatkvøðuna um kommunusamanlegging, sum var herfyri. Bara ynskja okkara politikarum eina góða summarfrí, tí teir hava brúk fyri øllum góðum kreftum, tá ið teir koma aftur úr summarfrí einaferð til heystar.