Archive for november, 2011|Monthly archive page

Heilsan til nýggjan ráðharra

Bókasavnið við Løkin

Nú kunnu fólk halda um nýggju samgonguna, hvat tey vilja, og tað hava tey fullan rætt til. Vit sum starvast í bókasavnsverkinum hava bíðað í spenningi eftir nýggja samgonguskjalinum, tí hvat mundi fara at standa um bókasøvnini í skjalinum. At síggja til var tað rættiliga avmarkað fyri ikki at siga lítið og onki. Men ein serlig orðing í samgonguskjalinum er tó ikki til at fara skeivur av. Tann orðingin fer, verður hon fylgd, at hava stóran týdning fyri menningina av øllum mentanarkervinum her á landi.
Í skjalinum sigur nýggja samgongan, at hon fer at arbeiða fyri at fylgja tilmælunum frá Málstevnunevndini.
Tað var landsstýrismaðurin Jógvan á Lakjuni, sum setti Málstevnunevndina í 2006, og nevndin læt 18. desember 2007 úr hondum ritið Málrøkt, Álit um almennan málpolitikk. Nú var endamálið hjá Málstevnunevndini at gera eitt uppskot til almennan málpolitikk, men hon hugdi seg væl í kring og hevði tilmæli um ábøtur á fleiri av mest týðandi samfelagsøkjunum.
Og her komu bókasøvnini eisini inn á pallin.

Nevndin vísti á eyðsýnda týdningin, sum lesing og frásøgn hava fyri menningina hjá børnum og mælti til, at tiltøk, ið hava til endamáls at fremja lesingina hjá børnum og ungum, eiga at verða stuðlað fíggjarliga, og forløg og bókasøvn eiga somuleiðis at fáa stuðul til slík endamál.
Nevndin ásannaði, sum rætt er, at skulu bókasøvnini megna at fremja tað nógva av tí, sum lógin um bókasøvn mælir til, er neyðugt við munandi størri játtan á løgtingsfíggjarlógini. Nevndin vísti eisini á, at tøkniliga menningin á økinum gongur við rúkandi ferð, og stórur tørvur er á at fáa talgilt nógv av tilfarinum, sum bókasavnið hevur á goymslu, soleiðis at tað gerst lættari atkomuligt hjá fólki.
Og nevndin mælti eisini til, at bókabussurin, sum koyrdi á sinni, verður fingin til vegar aftur, soleiðis at tær smærru bygdirnar kring landið fáa høvi at verða kunnaðar við tær tænastur, ið eru á bókasavnsøkinum.

Sigast má, at nevndin í hesum hevur verið sera beinrakin, tí í hesum døgum verður týdningurin hjá bókasøvnunum tikin fram aftur, bæði uttanlanda og í seinastuni eisini her heima hjá okkum. 

Bókavarðafelagið 25 ár
Í hesum døgum fylti Bókavarðafelagið 25 ár. Eg var sjálvur við til at stovna felagið, og tey siga mær, at eg eisini var fyrsti formaður felagsins. Í sambandi við føðingardagin skipaði felagið seinasta vikuskifti, leygardagin 12. november, fyri sera áhugaverdum tiltaki um bókasøvn í vitanar- og upplivingarsamfelagnum. Felagið hevði bjóðað donskum bókasavnsfrøðingi til Føroyar at halda fyrilestrar, og fólk í føroyska útbúgvingar- og bókasavnsverkinum hildu eisini styttri fyrilestrar, har tey greiddu frá støðuni hjá føroysku bókasøvnunum út frá teirra egnu royndum.
Og tað er ikki ov nógv sagt, at ein niðurstøða frá hesum tiltaki var, at menna vit ikki bæði fólka- og fakbókasøvnini munandi í komandi tíðum, so verður ringt at ímynda sær, at vit fara at fóta okkum í vitanarsamfelagnum, sum kemur antin okkum dámar tað ella ei. Og tað kann um so verður eisini fara at kosta okkum vælferð sum frá líður. Pisakanningarnar seinastu árini eru júst prógv um, at lesiførleikin hjá børnum og ungum má mennast. Her eru bókasøvnini, soleiðis sum Málstevnunevndin peikar á, ein týðandi partur av loysnini.

Í okkara grannalondum eru tey meira von at brúka bókasøvnini, og har eru bókasøvn ein sjálvsøgd vælferðartænasta, sum tey ikki vilja vera foruttan. Her í Føroyum hava vit tíverri givið okkum alt ov lítið fær um hendan spurningin. Kanska hava ráðini ikki verið tey bestu, men lága raðfestingin er eisini tekin um, at vit halda bókasøvn vera eitt sindur óneyðug, nakað fínt ella kventlasligt. Men her má hugburðsbroyting til, tí hendan hugmyndin er púra skeiv.

Góð bókasøvn loysa seg
Kanningar í okkara grannalondum og øðrum londum við hava avdúkað, at tað ber til at vísa á beinleiðis samfelagsligan vinning av at hava góð bókasøvn, bæði fólka-, stovns- og fakbókasøvn. Treytin fyri at fáa vinningin er tó, at bókasavnsskipanin er væl útbygd, og at bæði einstaklingar og samfelagið virðismeta bókasøvnini og brúka tey. Í útlondum hava tey nýliga gjørt greiðar menningar- og strategiætlanir fyri bókasøvnini, og tey ætla at fylgja hesum ætlanum. Vit áttu at gjørt tað sama.
Í hesum sambandi kundi tað verið hóskandi at víst til Unesco-yvirlýsingina um fólkabókasøvn frá 1994, sum er týdd til føroyskt (Landsbókasavnið gav hana út í lítlum hefti í 1995). Henda yvirlýsingin er síðan útbygd og dagførd við IFLA Public Library Service Guidelines (2010), sum tíverri ikki enn eru týddar til føroyskt.

Málstevnunevndin mælti í sínum áliti til, at munandi játtan, 5 mió. kr., varð veitt bókasøvnunum at styrkja støðuna hjá teimum sum kunningardeplum. Nevndin sigur eisini, at bókasavnspolitikkur eigur at verða partur av almenna mentanarpolitikkinum, og at tíðarhóskandi kunngerðir eiga at verða gjørdar fyri bókasavnsøkið. Økta játtanin fer eisini til longdar upplatingartíðir, mentanarlig tiltøk, bókabuss o.a. Kommunurnar rinda sín part, sum er roknaður upp í upphæddina. Hetta eru ítøkilig uppskot, sum eiga at verða tikin í álvara og ikki verða gloymd, hóast vit vita væl, at tað sansar at fíggjarliga.

Hava kanska gott í væntu
Vit í bókasavnsheiminum fara at bjóða nýggja mentamálaráðharranum Bjørn Kalsø vælkomnum og tillukku við starvinum. Vit vóna sjálvandi, at hann tekur sær stundir at meta um tankarnar, sum Málstevnunevndin og bókasavnsfólk hava borið fram. Hann skal vita, at her eru møguleikar at gera íløgur og skipa almennan rakstur, sum veruliga ger mun bæði fyri hin einstaka, fyri lokaløkini, har bókasøvnini eru, og eisini fyri alt landið. Og hví skulu vit ikki taka við tí, sum kann tryggja okkum betri førleikar, betri trivna, betri útbúgvingar og munadygga gransking? Serliga nú so nógv verður tosað um týdningin av gransking, er tað eisini hugaligt, at samgongan í samgonguskjalinum sigur seg taka undir við tiltøkum og átøkum, sum eru nevnd í álitinum Vitan & Vøkstur, sum Vísindaráðið legði úr hondum í januar í ár.
So kanska hava vit øll gott í væntu.

Bókasavnið í Fuglafirði

 Heilsanin stóð av fyrstum tíð í Dimmalætting hósdagin, 17. november 2011.

 

Ummæli eru ikki tað, tey vóru

Landsbókasavnið hevur sum kunnugt til uppgávu at savna, skráseta og varðveita allar føroyskar bókmentir. Hartil kemur eisini, at savnið skal gera sítt til at savna ymist tilfar, sum kann lýsa føroyska bókmentasøgu, mentan og siðsøgu. Hetta bendir á, at bókmentir og útgáva av bókmentum í breiðastu merking eru virkisøkið hjá Landsbókasavninum.
Eitt tekstaslag, umframt bókmentirnar sjálvar, sum bókasøvnini leggja stóran dent á at savna og skráseta, eru ummæli. Ummæli eru – ella vóru, kunnu vit heldur siga – metingar, sum tey, ið høvdu skil fyri bókmentum, og sum dugdu at seta seg í lesarans stað, skrivaðu. Ummælini vóru vanliga um bøkur, sum júst vóru útkomnar. Tey vóru sum oftast eitt slag av brúkarakunning, tvs. ein vegleiðing hjá teimum, sum ætlaðu at keypa og/ella lesa eina bók. Men eisini ein afturmelding til rithøvundin ella forlagið og ein háttur at gera garð um tað, sum vóru góðar bókmentir, og at halda tað uttanfyri, sum ikki stóð mát.
Ummæli stóðu vanliga at lesa í dagbløðunum, onkuntíð í tíðarritum, mentanar- ella bókmentatíðarritum. Hesi ummæli verða skrivað enn. Ja, seriøsu dagbløðini hava ofta heilar sektiónir við ummælum.

Men nú er kortini hend ein broyting, og ummæli eru ikki longur tað, tey plagdu at vera.

Møguleikarnir við nýggju miðlunum, sum loyva øllum at vera útgevarar, hava havt við sær, at nú verða ummælini ikki altíð skrivað av bókmentakønum, men líka so ofta av vanliga lesaranum. Á heimasíðum hjá bókasølunum kann lesarin greiða sínum javnlíkum frá, hvat hann ella hon heldur um bøkurnar, um tær eru góðar ella vánaligar, um lesarin er fegin ella iðrar seg um keypið. Og hóast greiningin ella grundgevingin fyri dóminum mangan er munandi styttri enn í gomlu ummælunum, meira subjektiv, vil onkur kanska siga, so vísa kanningar, at lesarar ofra líta meira á tað, sum aðrir lesarar siga, enn tað, sum serfrøðingarnir siga. Tær fata vanliga lesaran, sum ‘ein av okkara’, og tá so er, fara vit ikki út í krókarnar at kanna nærri.
Og tað ber eisini til at gera bókmentaliga dómin púrasta leysan av vanligum uttanumtosi, men lata so og so nógvar ella fáar stjørnur siga, hvussu góð ella vánalig bókin er. Hvat stjørnurnar í sjálvum sær merkja kann vera ilt at meta um. Men 5 stjørnur eru nú einaferð betri enn 4 stjørnur, serliga um 6 stjørnur eru tað mesta tú kanst fáa. Tað ber eisini til at rokna miðaltalið av fleiri metingum, og tað má so gera metingina enn meira álítandi. Eg havi lagt til merkis, at tey eisini eru farin at geva stjørnur í sendingini In Mente. Her eru umrøðurnar tó eftir mínum tykki ofta ov drúgvar, tí senditíðin skal fyllast út, og tað verður mest til leyst prát um ymsar tættir av bókini ella listaverkinum, sum verður umrøtt; hvat ein heldur um hetta ella hitt, og hvat hin heldur, og um fólk eru samd ella ósamd. Men ein mentanarsending er nú betri enn ongin.

Men aðrar broytingar eru eisini, nú vit tosa um ummæli. Fyri tað fyrsta, so kanst tú nú lesa bókaummæli í vikubløðunum. Hetta er bara tekin um, at markið millum tann framkomna lesaran og lesaran av lættisoppatekstum kámast. Og kanska er tað bara gott. Eitt annað er, at ummæli nú ikki bara eru prentað í bløðunum ella í bókmentatíðarritum. Nei, nú eru fólk farin at skriva ummæli í eitt nú bloggum, á heimasíðum hjá teimum sjálvum ella hjá stovnum, har tey arbeiða. Og hetta gevur bókasøvnunum grá hár í høvdið. Tí nú er ikki longur so einfalt at finna ummælini og skráseta tey. Tey eru spjadd út um allar geilar. Og spurningurin er, um tað yvirhøvur ber til at fylgja við, hvat verður ummælt, á tann gamla mátan.
Taka vit til dømis nú seinastu bókina Brahmadellarnir hjá Jóanes Nielsen, so havi eg ikki sæð nakað vanligt blaðummæli av bókini. Niðurstøðan kundi tí verið, at bókin als ikki var ummæld. Men tað er hon.

11. oktober í ár legði Bergljót av Skarði, studentaskúlalærari, eitt ummæli av nýggju bókini hjá Jóanes út á bloggin hjá sær. Talan er um eitt drúgt og áhugavert ummæli, sum endar við: Bókin er góð.
Lesið ummælið her: Ein ektaður Jóanes

Nakað seinni hevur Turið Sigurðardóttir, professari á Setrinum, sett eitt ummæli á heimasíðuna hjá Setrinum: Tiltrongdur søguspegil.
Hon sigur í ummælinum, at talan er um eina frálíka skaldsøgu, men eina ónýtliga bók.  Hon sipar her til tekstin, sum er “illa hagreiddur á vegnum frá høvundi til lesara. Forlagsarbeiðið er so skikkað, at upplagið átti at verið brent og bókin prentað umaftur.” Hetta ljóðar undrunarvert, og tað sleppur heldur ikki at standa ósvarað.
10. november skrivar Eivind Weihe, lektari á Setrinum, aftursvar eisini á heimasíðuni hjá Setrinum við heitinum Um bókabrenning og at lesa við dogmatiskum brillum. Har verjir hann tekstin og grundgevur verjuna við, at tað sum Turið heldur vera villur í grundini er “eitt raffinerað stílbragd.”

Her er umframt ummæli eisini talan um bókmentafrøðiligt kjak, sum er áhugavert eisini hjá eftirtíðini at vita um.

Og kanska hava onnur eisini ummælt bókina hjá Jóanes Nielsen á netinum.

Hetta sigur mær, at skulu vit í komandi tíðum hava eitt yvirlit yvir føroysk bókaummæli eisini í framtíðini, so mugu vit finna nýggjar arbeiðshættir á bókasøvnunum, tí tað kann ikki vera meiningin, at vit bara skulu líta á, at Google ger arbeiðið fyri okkum. Ella er tað?

Reyðabók

Tað sigst, at fleiri ganga við gron, tí at teir ella tær ikki eru nevnd í kommunistabókini. Eg havi skilt, at eg eri nevndur, – tað skuldi bara manglað.
Men eg eri vist bara statistur í eini heldur skemtiligari hending, nakað sum hesar tey-taka-feil-hendingarnar í einum Holberg-sjónleiki. Men betri at verða nevndur fyri okkurt, enn als ikki at vera nevndur.

Nú er spennandi at fáa bókina og vita, um Poul Mohr og Jógvan Sundstein kanska eisini hava verið reyðir.

Eg veit ikki, um vit hava meira brúk fyri kollvelting nú, enn tá ið vit á sinni gjørdu vart við okkum uttanfyri amerikansku sendistovuna í Keypmannahavn ella løgdu ætlanir onkra náttina á Restaurant Puk ella Laurits Betjent. Eg ivist. Hinvegin er nógv av tí, sum tá varð havt á lofti í hesum donsku andans katedralum, har tað var ringt at anda fyri royki, og sum varð hildið vera progressivt, púra vanligur (høgra)politikkur í dag!
Men álvaratos: mátti ikki okkurt frægari verið at havt sum mál fyri tilveruna enn at fáa almenna undirskotið burtur og tryggja sær góða eftirløn. Hetta sum eru politisk høvuðsmál í dag. Eitt sindur meira av futti mátti verið í okkum!

Og satt at siga, tann sum ikki var í øðini um Vietnamkríggið á sinni, hann hevði ikki hjarta. (Óðin Ódn tosaði forrestin nógv tá um teir, sum ikki høvdu kálvahjarta). Tá vóru vit av sonnum USA-hatarar, nakað, sum minnir ikki sørt um islamistarnar nú á døgum.

Men well, eg sigi sum Churchill, demokratiið er vánaligt, men vit hava onki betri, so í vøttirnar dreingir og gentur til dyst at verja demokratiið.

Eg veit nú heldur ikki, um eg var so reyður, tá samanum kom. Mær dámdi betur kritikkin hjá Marcuse av eindimensionala menniskjanum (framvegis sera viðkomandi bók). Men hetta kundi eisini føra til fanatismu og kanska enntá terrorismu, tá tú helt, at øll uttan tú sjálvur vóru tápulingar, – rurað í blund av massaframleiddum vørum og  vælferðartænastum. Og dømi vóru eisini um tað: Blekingugøtuharkaliðið, Baader-Meinhof og Reyðar brigadur.
Og í dag vita vit, at politikkur er ikki at spæla við, tí moralur og visiónir eru næstan bara orð í politikki, agn, kunnu vit kanska siga. So har ber til at brenna seg, um tú ikki ert á varðhaldi.

Veruleikafjaru útleggingarnar um kollveltingina hjá Georg Lukács (Hvat er ortodoks marxisma ella Søga og stættarmedvit) vóru nú heldur ikki at forakta, – rættiliga góður heilafimleikur, tað má eg siga, men nú loysi eg Sudoku í staðin.

Og so kastaðu vit okkum eina tíð yvir Wilhelm Reich (hann sum tosaði so nógv um sex, at man skuldi trúð, at hann enn var á lívi og virkin og skrivaði um lívsstíl í onkrum viku- ella dagblaði), og tað var spuriøst. Seinni lósu vit hin fitta Erich Fromm, hví fólk ræddust frælsið og heldur vildu leggja alt í hendurnar á onkrum sterkum manni. Hann skrivaði eisini bókina ‘Kunsten at elske’, sum lítið og onki hevði við frálæru í nøring at gera.
Eg minnist eisini, at eg á sinni las Om praksis og Om motsigelsen hjá Mao (útgivið á norska Forlaget Oktober sjálvandi), sum helst er tað mest áhugaverda, Mao hevur avrikað, og hesar greinirnar eru framvegis verdar at lesa.
Sannleikan um mistøkini hjá Mao vóru vit tó nøkur, sum kendu longu tá, men tað vórðu onnur, sum seinni gjørdust víðagitin at skriva um tað.

Og jú, eg var við, tá ið vit blakaðu við borðiskum á tingi. Men nú eru vit øll miðalhampamenn (orsaka –fólk).

Eg kom tó ongantíð til Albania, og eg veit ikki, um eg skal harmast ella fegnast um tað. Men politikkurin fylti nógv, og at man kundi mistaka seg á so nógvum økjum, hóast meiningin var góð, tað kann undra  enn í dag. Eg veit ikki um hetta kann forklárast (massa)psykologiskt ella sosiologiskt. Kanska bæði.

Men sæð í hesum ljósi er tað helst gott, at hendan bókin um føroysku kommunistarnar nú kemur út. Um hon forklárar nakað, ja, tað mugu vit fáa at síggja, tá ið vit fara at lesa!

Men eitt havi eg kortini lært, og fleiri við mær, soleiðis sum tað eisini stendur i Ritukvæðnum: Kyss tú ongantíð ov fast.

Eitt nýtt ættarlið skrivar

Eg fari vegna Landsbókasavnið og Bókadeildina, sum eisini er umboðað her í kvøld, at bjóða tær Oddvør Johansen og manninum Kanny Sambleben og annars øllum tykkum, sum eru komin her í kvøld, hjartaliga vælkomin. Hetta er eitt kvøld, sum vit halda til heiðurs fyri Oddvør, sum fylti 70 fyri nøkrum døgum síðan. Oddvør er sum kunnugt ein av okkara virknastu rithøvundum hesi seinastu árini, og hon hevur eisini gjørt vart við seg sum viðmerkjari í almenna kjakinum og í bløðunum.
Fyri bara nøkrum fáum vikum síðan heiðraðu vit ein annan av okkara rithøvundum, Gunnar Hoydal, á hansara 70 ára degi her á Landsbókasavninum. So nú kanska onkur heldur, at vit hava gjørt tað til ein politikk her í húsinum at halda 70 ára føðingardagin hjá føroyskum rithøvundum. Nei, kanska ikki tað, men hinvegin hví ikki?
Rithøvundar eru áhugaverd fólk, sum lata av sínum gávum, so hví ikki vísa teimum uppibornan heiður?

Oddvør, sum er úr Havn, hoyrir til eitt nýtt ættarlið av føroyskum rithøvundum, sum fóru at skriva ella í hvussu er at geva út skaldskap í 1980’unum og 1990’unum. Gunnar Hoydal, sum vit longu hava nevnt, er ein í hesum ættarliði, sum eisini telur eitt nú Hanus Kamban, Ebbu Hentze, Bergtóru Hanusardóttir, Heina Hestoy og Marionnu Debes Dahl.
Eg sigi eitt nýtt ættarlið, men eg haldi ikki, at eg fari skeivur, um eg eisini sigi eitt nýtt slag av skaldskapi – í Føroyum í øllum førum. Ikki soleiðis at skilja, at onki av tí, sum tá verður skrivað, ikki hevur verið skrivað áður, tí tað hevur tað. Tað nýggja er heldur eitt nýtt evni í skaldskapinum. Og hetta kemur kanska eina týðuligast til sjóndar í júst skaldskapinum hjá Oddvør Johansen.
Tað er hetta rákið í skaldskapinum, tá ið tað persónliga ella privata verður alment, fær týdning og harvið eisini almennan áhuga. Tað verið seg við ella uttan at verða idealiserað.
Vit meina her við eitt slag av realismu, sum eisini hevur verið rópt gerandisrealisma. Her var talan um eitt bókmentaligt rák í føgru bókmentunum, sum tók seg upp aftur í okkara grannalondum, serliga í 1970’árunum, men sum eisini kom greitt til sjóndar í barna- og ungdómsbókmentunum, sum høvdu sína gulløld um nøkunlunda somu tíð.
Hetta vóru frásagnir um tað vanliga einfalda lívið, um kensluligar upplivingar og trupulleikar, sum komu fyri hjá teimum flestu, men sum nógv hildu hava lítið upp á seg ella vera triviellar.
Í hvussu er ikki nakað, sum var vert at skriva um.
Nógv av hesum hevði til tá livað eina forfjónaða tilveru í lættisoppabókmentunum, men kundi nú knappliga latast í ein listarligan búna. Tað var hugtakandi at lesa um royndirnar hjá púra vanligum fólkum. Tey vóru ikki bara tigandi offur fyri brúksmentan og skiftandi samfelagsligu rákunum, men høvdu eitt lív og royndir, sum vóru verd at geva gætur. Vit hitta nýggjar samfelagsbólkar í bókmentunum: kvinnur, børn, ungdómar ella vanlig arbeiðsfólk. Tað er eisini um hetta mundið, at lív kemur í aftur eitt bókmentaslag, sum verður rópt kvinnuligar bókmentir. Bøkur skrivaðar av kvinnum og um kvinnur og sum lýsa teirra lív og hugsan. Og hetta hugtak hevur verið brúkt um í hvussu er onkrar av bókunum hjá Oddvør Johansen.
Royndirnar hjá vanligum fólkum kundu eisini setast upp ímóti øðrum rákum í tíðini, eitt nú hina kynisku yuppietilveruna hjá teirri meira vælbjargaðu miðalstættini, ella vinnuliga stórlætisørskapinum hjá vinnulívsfólkum og politikarum, sum hugsaðu stórt.
Í teimum nýggju bókmentunum, sum kanska ikki vóru so háfloygdar, verður dentur lagdur á virðing fyri tínum nærmastu, gott vinalag, hugflog, vanligt vit og skil, list, kærleika og erotikk.
Øll vóru ikki líka fegin um henda nýggja meira gerandisliga skaldskapin, sum tey hildu ikki livdi upp til eina rætta bókmentaliga hevd um úrmælingabókmentir, men tað løgdu lesararnir so onki í. Teimum dámdi væl hesar bøkurnar ella søgurnar, tí tær søgdu teimum nakað.

Oddvør Johansen hevur lagt ikki so lítið aftrat føroyska bókmentaliga arvinum. Hon hevur skrivað fleiri skaldsøgur, stuttsøgur, barnabøkur og givið út greinasøvn. Talan er um eitt fjølbroytt bókmentaligt avrik, og tað er stuttligt at fara í okkara skrásetingar her á Landsbókasavninum og staðfesta, at Oddvør’sa navn er knýtt at einum hópi av bókmentaligum tilfari, bæði tí, sum hon sjálv hevur skrivað, og tí, sum onnur hava skrivað um hana ella um tað, sum hon hevur skrivað. Vit hava eisini nøkur handrit hjá Oddvør á goymslu her í savninum. Alt hetta er tilfar, sum vit kunnu lesa, tá ið vit stytta okkum stundir og vilja hava eina ella fleiri upplivingar, men hetta er eisini tilfar, sum vit kunnu granska ella brúka, tá ið vit vilja kunna okkum um, hvat varð skrivað í Føroyum eitt ávíst tíðarskeið, og hvussu tey skrivaðu tá.
Talan er um bókmentir og bókmentasøgu í einum.
Eg nevndi, at Oddvør eisini hevði gjørt vart við seg í kjaki. Her tekur hon støðu fyri mongum av tí, sum hevur týdning í hennara fagra skaldskapi. Hon tekur partí fyri tí veikara partinum, teimum, sum mugu tola nosini, tá ið alt fer fyri mutur, men hon hevur eisini ans fyri eitt nú sermerktum lokalum støðum, náttúruperlum, søguligum ella byggilistarligum dýrgripum, sum tey, sum hava so øgiligan skund, ofta ikki geva sær far um, tí slíkt forðar framburði, vøkstri og tí nýggja, sum er uppi í tíðini. Tey tíma ikki at fáast við grenj, siga tey.
Og so hevur Oddvør eisini einastaðnis lýst, hvussu tað í síni tíð, var at koma í hóslag við smakkdómarar, sum vóru so upptiknir av tí, teir hildu vera rætt, og sum vóru so múlatrútnir, at teir gloymdu at uppliva, fylgja við tíðini ella hava tað stuttligt.
Men Oddvør hevur tíbetur staðið við sítt og skrivað tað, sum hon hevði hug at skriva. Og takk skal hon hava fyri tað.

Og eg haldi eisini, at vit kunnu staðfesta, at Oddvør Johansen longu hevur fingið viðurkenning fyri sítt bókmentaliga avrik. Í 1983 og 2002 fekk hon Mentanarvirðisløn M. A. Jacobsens fyri ávikavist skadsøgurnar Lívsins summar og Tá ið eg havi málað summarhúsið. Í 1988 fekk hon Barnabókavirðisløn Tórshavnar býráðs fyri bókina Skip í Eygsjón. Í 2001 var hon í uppskoti til at fáa bókmentavirðislønina hjá Norðurlandaráðnum fyri skaldsøguna Í morgin er aftur ein dagur, og henda skaldsøgan var eisini vald út at umboða føroyskar bókmentir á bókastevnuni í Frankfurt í oktober í ár.

Nú vit savnast her í kvøld at heiðra rithøvundin Oddvør Johansen á hennara 70 ára degi, so gera vit tað fegin, bæði hennara vegna, men eisini tí at tað gevur okkum eitt høvi at gera vart við Landsbókasavnið og bókasøvnini. Eins og rithøvundar hava brúk fyri viðkenning og at vit vísa teimum ans, so hava vit, bókasøvnini, nú meira enn áður brúk fyri at gera okkum sjónlig. Tí, sum tað man vera teimum flestu greitt, bókasøvn eru at kalla útihýst í almenna politiska orðaskiftinum, og tað halda vit er spell. Góð bókasøvn eru ein týðandi vælferðartænasta.
Og vit kundu sjálvandi ynskt okkum, at Oddvør eisini hevði skrivað okkurt um hetta, og hvør veit, kanska hevur hon gjørt tað, men júst ta søguna noyðast vit helst sjálvi at skriva.

Eg fari her at enda at nýta høvi til at ynskja tær Oddvør hjartaliga tillukku við runda føðingardegnum.

Røða hildin á Landsbókasavninum 2. november 2011, tá skipað varð fyri haldi í sambandi við, at Oddvør fylti 70 ár.