Archive for september, 2011|Monthly archive page

Ger verðina til skaldskap

Gunnar Hoydal 70
Eg fari vegna Landsbókasavnið at bjóða Gunnari Hoydal og konuni Jette og annars øllum tykkum, sum eru komin her til hetta føðingardagshaldið, sum vit hava, nú Gunnar fyllur 70, hjartaliga vælkomin.
Tit hava fingið eina skrá í hondina, so eg skal ikki umrøða hana her.

Vit, Landsbókasavnið og Bókadeildin, hava valt í dag á sjálvum føðingardegnum at heiðra rithøvundin Gunnar Hoydal, nú hann fyllur runt, og tað halda vit, at vit hava góða grund til.
Skal eg tosa fyri Landsbókasavnið, so hevur tað sum endamál at savna, skráseta og varðveita allar føroyskar bókmentir, og alt sum er skrivað av bókmentum um Føroyar og av føroyingum. Vit hava eisini eina deild við handritum eftir føroyskar høvundar og handritum, sum skula lýsa føroyska bókmentasøgu, mentan og siðsøgu. Hetta er okkara íkast til tjóðarbyggingina og okkara háttur at varðveita tjóðina ella ein eftir okkara tykki týðandi part av henni.
Fyri okkum er tað tí av stórum týdningi, at tað eru fólk her í landinum sum skapa og skriva. Tað er tað, vit sum stovnur, liva av. Og hetta sum vit savna, eru ikki bara savnslutir, men verk, sum hava eitt viðkomandi lív og tá væl vil til eina ævi á bókasavninum, men eisini uttanfyri bókasavnið. Vit fegnast sjálvandi um, at vit hava hendan arvin at bera út aftur til fólkið, tá ið tørvur er á tí.

Hildið lív í føroyskum bókmentum
Gunnar Hoydal er ein teirra, sum í longri tíð hevur hildið lív í føroyskum bókmentum. Hann er ein fjølbroyttur rithøvndur, sum skrivar væl í so at siga øllum bókmentasjangrum. Nógv av tí hann skrivar, tekur støði í hansara egnu upplivingum ella eru skaldsligar tulkingar av hesum upplivingum, men støði verður eftir mínum tykki eisini tikið í vandamálum í okkara nútímans samfelag ella samfelagnum, sum tað var, tá ið verkini ella ritini vórðu skrivað. Tað er eisini hetta, sum ger hansara bókmentaliga verk áhugavert, men ikki minni list fyri tað.
Brandes segði í síni tíð, at tað sum gevur bókmentunum lív, er at tær taka mál ella ’problemir’ upp til orðaskiftis. Nú var hann – Brandes – bergtikin og hevði tí ein greiðan boðskap at bera, men sum bókmentalig fyrimynd ella normur, haldi eg, at hansara orð avgjørt hava nakað upp á seg. 

Gunnar er viðhvørt polemiskur og eisini avgjørdur á sín serliga hátt, men hann dugir sanniliga eisini at kasta polemiska hamin av sær, tá ið brúk er fyri tí.
Nú skal eg ikki her fara at geva meg í holt við at lýsa skaldskapin hjá Gunnari og tað nógva sum hann annars hevur skrivað. Tað hava onnur longu gjørt, og onnur fara at gera tað.
Amerikanski sosiologurin Charles Wright Mills nevnir í kendu bókini hjá sær The Sociological Imagination frá 1959, tann sosiologiska ímyndanin, at tú skilur ikki lívsøguna hjá einum menniskja ella søguna hjá einum samfelag, um tú ikki skilur tey bæði saman og í síni heild. Hann sigur víðari, at hóast vit liva í faktaøldini, sum hann kallar tað, so livir menniskjan ikki bara av kunning ella informatión. Menniskjan hevur meir ella minni tilvitað tørv á andaligum førleikum, sum kunnu hjálpa henni at viðgera kunning og at menna vit og skil til tess at fáa eitt tilvitað yvirlit yvir tað, sum hendir í heiminum og tí sum kann henda við henni sjálvari.
Og hesa uppgávu ella skyldu at hjálpa til at hvessa vitið hjá okkum øllum hava serliga rithøvundar, miðlafólk, lærarar, listafólk, granskarar og so sjálvandi bókasøvnini.
Uttan at seta Gunnar í bás, so haldi eg, at hann á ein áhugaverdan og sjáldsaman hátt í sínum skalskapi dugir at lýsa, men eisini sameina søgu og ævisøgu, stað og umstøður. Í hvussu fyri meg hevur hetta verið eitt av tí, sum hevur givið mær hug at lesa Gunnar.

Teir hava ikki ans fyri mentan
Skal eg nevna eitt, sum eg haldi er eyðkent í so at siga øllum tí, sum Gunnar skrivar, týðiliga nakað, sum ordiliga býðir honum ímóti, so er tað tá ið vit stilla ov nógv inn á tað materiella og serliga tað kommersiella. Gunnar brennur fyri mentanini, og hann veit og er sjálvur dømi um, at mentan sprettir úr skapan, gávum og arbeiði. Tað er tí hann hevur at politikarum fyri ikki at hava ans fyri tí mentanarliga, tí sum verður skapt úr nýggjum, ta serligu mentanina, sum ger okkum til tað vit eru. Og ikki minst, at teir – politikararnir – als ikki tykjast hava ans fyri, at júst í Føroyum er í mun til stødd ein skapanartrongd og eitt listarligt virksemi, sum nærum onga aðra staðnis. Vit hava eitt tilfeingi, eitt veldugt aktiv sum ríkar tjóðina og kann ríka hana enn meira, um vit fáa hetta tilfeingi til høldar. Men vit taka tað bara róligt, eru líkasæl og vóna, at vit ikki fáa tað, sum vit hava uppiborið.

Listafólk skulu hava umstøður at skapa, tey skulu hava breyð á borðið og tey skulu hava viðurkenning fyri síni avrik. Hetta stendur í beinleiðis andsøgn til hugsanina, at mentan fært tú fyri onki. Og hvør hevur ikki hoyrt um politikarar, sum býta út játtanir, men sum ikki vilja gjalda fyri mentan, men fegnir pynta seg við henni, tá ið onnur eru hjá ella hoyra. Gunnar hevur bæði eina og tvær ferðir staði á palli her á Landsbókasavninum og greitt frá teimum, ið hvussu er tá, serstakliga vánaligu umstøðunum skapandi list hevur í Føroyum.
Ja, nú eru enntá mentafólk, sum eru farin at geva til kennar, at tey rætt og slætt eru ella kenna seg sum apukattar.

Men kanska hevur Gunnar ikki hetta – ikki at dáma gíriga peningaheimin – frá ongum. Pápi Gunnar Karsten Hoydal skrivar í brævi til Christian Matras dagf. 2. september 1945 um føroyskan politikk, og um tað politiska rumbul sum tá er, og hann leggur so hetta aftrat: “Eg skal siga tær tað, at eg ‘óttist’ hesar peningamennirnar, sum nú eru uppi í politikki í Føroyum. Alt gott at siga um peningamenn, sjáldan munnu teir vera reinhugaðir. Tá ið spurt verður um samfelagsmál, man maðurin, sum lítið eigur, ivaleyst aloftast standa reinari í síni hugsjón enn hin peningasterki.”
Jú, sum tað kemur greitt fram her, muturspilla vísir seg ofta hjá bæði monnum og kvinnum, tá ið vit seppa framat valdinum. Ja, tað skal í hvussu er góð mura til at standa ímóti.
Eg haldi meg bestemt hava sæð onkra tilsiping til júst hetta í summum av tí, sum Gunnar hevur skrivað.

Andslív og politikkur
Tað ber til at síggja næstan frá tí fyrsta, sum hann annars skrivar ella gevur út alment, at Gunnar longu sum heilt ungur hevur áhugamál, sum ikki eru heilt álík teimum, sum ungdómar vanliga hava.
Í einum Varða frá 1964, skrivar Gunnar sum tá er fyrst í 20’unum eitt framúr væl skrivað ummæli av bókini hjá Bjørn Poulsen: Ideernes krise i åndsliv og politik, sum tá var útkomin fyri nøkrum árum síðan, og sum hevði elvt til orðaskifti. Ummælið er upplýsandi, objektivt, men samstundis kritiskt, soleiðis sum eitt veruligt ummæli skal vera. Fjáltur var komin Bjørn Poulsen tí hann varnaðist eins og postmodernistarnir seinni, at autoriteturin í politikki og andslívi var viknaður, ja, var ikki tað, sum hann hevði verið fyrr, tá tær stóru hugsjónirnir vóru høgt í metum. Hann ber fram, at leysar hugmyndir hava við sær leyst orðaskifti, og av tí veikt demokrati. Hann ger serliga vart við tvílyndið í menniskjanum har vit øðrumegin eru undirgivin girnd og blindum rakstri, og hinumegin høgum áhugamálum. Tá høgu áhugamálini kámast ella missa sítt virði, ja, tá fáa vit girndina og jagstranina eftir skjótum vinningi. Soleiðis var tá, og at hetta framvegis er so, ja, tað er júst hendan tíðin vit nú eru mitt í gott dømi um, nú vit sleikja sárini, vit øll fingu, tá fíggjarbløðran brast fyri einum trimum, fýra árum síðan.
Eg haldi kortini at tað boðar frá einum góðum komandi rithøvundi, at hann longu so ungur, sum her er dømi um, hevur áhuga fyri teimum avgerandi spurningum, ikki bara fjalunum, men sjálvum stórviðinum í samfelagnum. Og so tað aftrat, at hann eisini hevur eina hóming av, at tað kann liggja nakað av afturhaldi fjalt í skriving, sum hesari hjá Bjørn Poulsen.
Og at hetta góða ummælið ikki var nakað upplop, tað hava vit so fingið ótald prógv fyri frá tí, sum Gunnar síðan hevur skrivað.

 Verðin var nóg stór
Tú Gunnar komst í verðina, og tað var skjótt, at tú visti, at verðin var nóg stór, sum var. Har skuldi onki leggjast aftrat. Tað var sum hjá dunnungunum hjá H.C. Andersen, sum, tá ið teir høvdu hugt seg um – tað brast úr teimum: Nei, sum verðin er stór. Ungamamman visti tó betri. Men tú fekst annað at síggja, soleiðis sum tú eisini lýsir í tínum skaldskapi. Eg veit ikki um tú ert verðinsmaður, men verðin vaks, og verðin hevur lyndi til at troðka seg inn á okkum. Verðin er hugtakandi, hóttandi, órættvís, undarlig, ja, hon er eitt undirverk, hon er okkara pallur, sum Shakespeare tók til, hon skapar okkum og vit skapa hana. Og so er hon gott tilfar at gera skaldskap burturúr. Ja, biður um at verða viðgjørd eisini skaldsliga.
Tí var tað gott, at tú seinni komst til tað sannføring at verðin ongantíð verður ov stór. Og at tú kundi staðfesta, sjálvt um nógv var avrikað, bæði gott og minni gott, at tað framvegis var nógv eftir av ókomnum.

Lat tað vera okkara góða vón.

Ein viðurkenning og onnur
Tú hevur mangan víst á, sum nevnt eisini her á Landsbókasavninum, at tú og onnur skapandi listafólk og listagreinir, ikki fáa tað í hvussu er peningaligu viðurkenning og tær sømdir og virkisumstøður, sum tit halda tykkum hava uppiborið. Eg veit ikki hvussu støðan hjá tykkum er í dag. Kanska frægari, men neyvan nøktandi. Eg kann siga fyri okkum her sum stovn, at vit uppliva tær ringu tíðirnar, og eru skjótt ikki annað enn húð og bein, og høvdu ivaleyst kunna vunnið 1. virðisløn í einum av hesum nútímans vakurleikakappingum, har tað ræður um at vera rak. Vit bíða enn líka spent eftir tí eina pottinum, sum skal latast mentanini av hvørjari oljutunnu, sum verður vundin upp úr føroysku undirgrundini.
Men viðurkenning hevur sum so mangt annað tvinnar síður. Eitt er peningaliga viðurkenningin, hitt er viðurkenningin sum kemur av, at tað verður lurtað eftir rithøvundunum, tá ið teir hava nakað at siga, at teir verða lisnir.
Og eg eri ikki heilt vísur í, at hesar báðar viðurkenningarnar altíð fylgjast, uttan at rithøvundin nú eisini skal lastast fyri tað.
Tær báðar viðurkenningarnar fylgjast í hvussu er ikki her. Vit hava onga peningagávu at lata, men tú Gunnar skalt vita, at vit hava stóra virðing fyri tínum listarliga og skaldsliga avriki, sum tað eisini er okkum unt at goyma her, vísa fram og læna út. Tað skuldi hetta haldið í dag vera tekin um, og vit himprast ikki, men fara her at ynskja tær hjartaliga tillukku við føðingardegnum.

Røða hildin á hátíðarhaldi á Landsbókasavninum 12. september 2011, tá rithøvundurin Gunnar Hoydal fylti 70 ár