Archive for mai, 2011|Monthly archive page

Aftur ein offurgerð

Nú fór so Sjúrður Skaale úr Tjóðveldisflokkinum. Hetta er ikki fyrstu ferð, at teir ella tær, sum royna eina gongda leið í sjálvstýrismálinum, brenna seg, tá ið tey orða aðrar niðurstøður enn tær armeraðu, sum loysingafólk, ið hava 1946 sum stavnhald, standa fyri.
Eg havi ein mistanka um, at tann, sum áhaldandi melur um ein órætt, sum honum hevur verið fyri, men sum viðkomandi ikki kann fáa bøttan aftur, m.a. tí at tað ikki vendist aftur, fær trupulleikar, sum í ringasta føri kunnu fáa dám av sjúku. Soleiðis kemur mær fyri, at Tjóðveldisflokkurin hevur tað í stjórnarskipanarmálinum, og hetta vanlukkulag kenna vit eisini aftur í øðrum steinrunnum stórpolitiskum málum.

Ongin sigurskransur
Men nú hevur Sjúrður Skaale altso stungið í sekkin. Eftir tí hann skrivar í sambandi við útmeldingina, so skilji eg hann væl. Fyri at halda lív í eldinum, hevur formaður Tjóðveldisfloksins fløkt seg inn í eina nót av pástandum og hálvum lygnum, sum tað skal óvanligur trúðskapur til at standa modell til.
Veruleikin er, at formaðurin vil hava loysing frá Danmark, men at tann hendingin, sum kundi givið Tjóðveldisflokkinum sigurskransin, tíverri ella tíbetur – eg veit ikki hvat er verri ella betri – er gloppin honum av hondum, tí at vit jú hava fingið loysing frá Danmark á tann hátt, at tað langt síðan er staðfest, at tað er Føroya fólk, sum ger av, um vit kvetta við Danmark ella ikki. So einfalt er tað!
Spurningurin er so: skal avgerðin um loysing og uppgerðin við Danmark takast við eini lóg um stjórnarskipan, ella skal tann avgerðin takast seinni ella kanska als ikki takast, men í øllum førum við støði í eini samtyktari lóg um eina føroyska stjórnarskipan. Her er stórur munur.

Í uppskotinum til sjórnarskipan verður staðfest, at Føroyar eru land, føroyingar eru tjóð, og alt vald í landinum er hjá Føroya fólki.
Trupulleikin hjá Sjúrða er bara, at tá ið hann er við til at gera eina skipan, sum tekur útgangstøði í veruleikanum og ikki einum søguligum trauma, ja, so verður hann lagdur undir at vera hoknaður fyri donskum trýsti. Tá ið tað nú ikki er so, so hevur Sjúrður púra rætt, tá ið hann sigur, at formaðurin í hansara flokki, sum setur fram hesar pástandir, er frekur.
Stjórnarskipanaruppskotið, sum nú liggur á borðinum, er ein staðfesting av ymsum politiskum viðurskiftum, og uttan at hava neyvlisið uppskotið tori eg at siga, at tað sum er er skilagott orðað, um ætlanin altso ikki er at taka tað endaligu uppgerðina við Danmark her og nú. Men uppskotið og seinni lógin, tá ið hon kanska verður samtykt, forðar ikki fyri, at ”uppgerðin” kann koma fyri aftur seinni.

Felagsnevnarin
Sjúrður sigur m.a. í síni skriving (eg meini her við greinina Revolutiónin og felagsnevnarin, sum eg júst havi lisið í Vágaportalinum), at endamálið við nevndararbeiðnum um stjórnarskipanina var at finna ein felagsnevnara, sum kann vera okkara politiska grundarlag.
Hann nevnir í hesum sambandi ymist, sum er broytt í upprunaliga uppskotinum til stjórnarskipan, og skrivar m.a.: ”Hetta er eisini farið út: ’Allar lógir og siðvenjur skulu virða hesa stjórnarskipan. Eingin lóg ella siðvenja má tí vera hildin at hava gildi, bara tí hon er eldri enn henda skipan ella hevur virkað í langa tíð.’ Lesarin kann sjálvur meta um, hvussu hetta skal skiljast, og hvør avleiðingin hevði verið, um tað varð sett í verk. Meirilutin í nevndini staðfesti ið hvussu er, at hesir setningar ikki lýstu okkara politiska felagsnevnara. Og okkara uppgáva var at finna eina breiða semju, sum kann skapa stabilitet. Uppgávan var ikki at fremja eina revolutión.”

Og í formælinum til uppskotið um stjórnarskipan er so komin henda orðingin: ”Stjórnarskipanin virðir teir stjórnarrættarligu sáttmálar og avtalur, sum eru í gildi, tá hon verður sett í verk, men staðfestir, at føroyskir myndugleikar hava fullan rætt til at siga hesar upp og taka við málsræðinum. Eingin lóg ella sáttmáli kann setast í gildi fyri Føroyar uttan Løgtingsins samtykki.”  Aftur ein skilagóð staðfesting eftir mínum tykki.

Ongin politisk búrmáltíð
Tað er greitt, at uppskotið um sjórnarskipan undir nevndararbeiðnum hevur broytt skap frá at vera eitt paradunummar hjá ávísum flokkum ella persónum, til at verða pragmatiskur politikkur, sum ger, at vit framvegis kunnu koma hagar, sum tey, sum halda seg vera víðgongd, vilja sleppa, men at vit enn ikki eru har, um vit altso nakrantíð ætla okkum hagar. Og kanska ætla vit okkum onkra heilt aðrastaðnis.
Uppskotið til lóg um stjórnarskipan Føroya er kanska heldur ikki so avgerandi hending, sum tað tykist, og tað er so ongin politisk búrmáltíð. Onki fyri tann, sum er slúkin. Bara eitt neyðugt uppskot, onki annað.

Men eg vil geva Sjúrða rætt, at dettur hetta uppskotið burtur, so standa vit aftur í sama politiska óføri, sum vit hava staðið í tey seinastu 50 árini ella meira, tí vit hava brúk fyri at koma víðari í føroyskum politikki, og sjórnarskipanin, soleiðis sum hon nú er orðað, er eitt stig fram á leiðini. Hon kann enntá vera við til at koma okkum burtur úr einum  trauma, sum vit hava verið plágað av alt ov longi.

Stig fyri stig
Viðhvørt er helst neyðugt við eini offurgerð, skal endi fáast á eini naggatódn. Vit hava sæð tað so mangan áður. Eitt hitt seinasta dømið var tá Mohamed Bouazizi í Tunis setti eld á seg sjálvan og doyði, tí hann vildi ikki longur góðtaka eyðmýkingina, ið komst av politiskari tilvild og framíhjárættinum hjá summum. Hetta førdi so til politisku kollveltingina har. Og nú ofrar Sjúrður Skaale seg, men um tað førir til nakra revolutión, orðið, sum hann sjálvur brúkar, ja, so var tað í hvussu er ikki ætlanin.
Tey, sum vilja hava alt avgjørt her og nú og til egnan heiður, kunnu sjálvandi síggja hesa semjuna, sum meirilutin í stjórnarskipanarnevndini hevur gjørt, sum eitt tekin um drál og manglandi vilja at gera avreksverk, men soleiðis er ofta í tí veruliga lívinum, at stig fyri stig rætta vegin eru eisini stig rætta vegin.