Archive for mars, 2011|Monthly archive page

Eftirløn ella bara meiri skattaok?

Í sambandi við at sonevnda nýskipanaruppskotið um eftirlønaruppsparing loksins er lagt fyri tingið, haldi eg tað vera viðkomandi at seta nakrar spurningar?

Nú vita vit jú, at tað føroyska almenna als ikki kennir sær nakra sum helst forðing, tá ið talan er um at gera seg inn á privatbúskapin hjá fólki. Hetta hevur vundið so nógv upp á seg hesi seinastu árini, at ongin, og serliga ikki tey, sum hava eina miðalinntøku, kunnu kenna seg trygg. Tey vita, at tað verða tey, sum í seinasta enda koma at gjalda fyri tey, sum eru veikari (hetta er samhaldsfesti), men eisini fyri tey, sum eru sterkari (eg kenni ikki annað orð fyri hetta enn eyðræning – 2% eykaskattur ella ei). Tað eru serliga hesi við miðalinntøkunum, sum so dánt klára seg og sítt, sum vera noydd at gjalda fyri skeivan politikk við minni vælferð (kanska tí at tey enn hava ráð). Skattir oman á skattir, brúkaragjøld og løntakarafíggjaðar vælferðartænastur (sum tað almenna enntá fær vinning burturúr). Hetta saman við heimsmeti í prísum og einum brúkaraveldi, sum er fullkomiliga maktarleyst.

Vit kunnu kanska siga, at hetta er lívsins gongd, og at hetta fyri sovítt er logikkurin í eini sosialdemokratiskt skipaðari valagnsvælferð fíggjað við skattaoki, har vanligt fyrilit og virðing fyri rættindum hjá borgarunum er ein býur í Russlandi. Tosað verður viðhvørt við hátíðarligum andlitsbráði um søgulig rættindi, men tá talan er um privatbúskaparlig søgulig rættindi hjá fjøldini (sosiala kontraktin), tá merkja hesi rættindi bara søguliga rættin hjá tí almenna at knokkroyta fólk, tvs. senda rokningina fyri skeivan fíggjarpolitikk og atgerðarloysi hagar rokningin kann innheintast, nevniliga frá miðalinntøkunum, men so sanniliga, tá ið grammleikin ikki kennir sær mát, eisini til láginntøkur, einligar mammur og fátækar pensjónistar o.l.

Eitt sum eg haldi vera serliga áhugavert at fáa svar uppá, nú henda tvangsuppsparingin til eftirløn verður sett í verk, er:

1) er tað bara tann uppsparing til eftirløn, sum fakfeløgini hava staðið fyri, við at gera avtalur við almenna og privata arbeiðsgevaran, sum nú beinanvegin skal mótroknast í fólkapensjónini, og sum samstundis skal skattast sum vanlig inntøka? Ofta er talan um smærri upphæddir, men sum kortini viga nógv í einum sperdum húsarhaldi.
Merkir hetta í grundini ikki, at henda eftirlønin, sum er uppspard ígjøgnum eitt langt áramál (tvs. langt áðrenn nøkur pensjónsnýskipan var komin undir land), kemur undir eitt øgiligt skattatrýst? Og halda fakfeløgini, at hetta er í lagi?
 

2) er onnur inntøka, so sum vanlig lønarinntøka, pensjónir hjá løgtings- og landsstýrismonnum, kapitalinntøka v.m. undantikin hesum frádráttinum í fólkapensjónini?

At fáa svar upp á hesar spurningar hevur týdning hjá temum, sum skjótt røkka pensjónsaldur (tey komandi 5-10 árini), tí tey hava ikki stundir at byrgja upp fyri inntøkumissinum, sum tey fáa av ætlaðu pensjónsnýskipanini. Men svarið er ikki minni áhugavert hjá einum, sum roynir at fáa skil á muruni í føroyskum politikki í 21. øld.

Tað kann væl vera, at eg havi misstikið meg, tí eg, eins og nógv onnur, havi ikki havt stundir at konsekvensrokna hetta nýskipanaruppskotið, tíansheldur seta meg nóg væl inni í uppskotið sum heild. Uppsparingarparturin er í sjálvum sær einfaldur og kundi verið konstrueraður av einum 3-floksnæmingi ein seinnapart. Tað meira avgerandi er tann parturin av uppskotinum, sum skal minka undirskotið á fíggjarlógini ella tað, sum í so nevtralt verður nevnt mótrokningin.

Trupulleikin við hesum pensjónsuppskotinum er, at tað jú er eitt tyss-tyss uppskot, sum fyrst og fremst skal bjarga landskassanum (ja, og kanska landinum), og júst og bara í hesum liggur sosiala aspektið í uppskotinum. So vita vit hóast alt, at tapið, sum vit fara at fáa av hesum uppskoti, fer til eitt gott endamál!
Men nakað konkret innlit í avleiðingar av uppskotinum upp á stutt, men eisini upp á langt sikt, fært tú ikki. Hetta eru jú eisini grýlutíðir.

Men eitt er vist, tað man neyvan vera nakað land, sum mennist og trívist við at vanvirða sínar borgarar. Og við støðuni, sum hon er í Føroyum í løtuni, so vænti eg mær heldur ikki svar upp á omanfyri nevndu konkretu spurningar. Vónandi tekur onkur politikari teir tó við í sína viðgerð av uppskotinum.