Archive for februar, 2011|Monthly archive page

Heilsan á 50 ára degnum

Nú Starvsmannafelagið fyllir 50 ár, fari eg sum fyrrverandi skrivari og formaður at nýta høvið til at ynskja felagnum tillukku, nú tað hevur rokkið høgan aldur. Brúk varð fyri starvsmannafelag, tá ið alt fleiri fingu starv í føroysku umsitingini og á almennum stovnum. Tað var neyðugt at stovna fakfelag at røkja áhugamálini hjá teimum alment settu, sum – uttan mun til um talan er um kvinnu ella mann – hava verið rópt starvsmenn. Løgtingslóg um starvsmenn/funktionærer kom í 1958, og hon skipaði ávís viðurskifti hjá hesum starvsbólkinum, viðurskifti, sum vóru munandi øðrvísi enn hjá eitt nú arbeiðsmonnum og –kvinnum. Lógin segði tó onki um sjálva lønina, fólk fingu, so tað var ein av fyrstu uppgávunum at tryggja limunum rímiliga løn.

Síðani er nógv broytt, og nú eru so mong onnur viðurskifti natúrligur partur av fakfelagsvirkseminum, so sum arbeiðsumstøður, javnstøða, førleikamenning v.m.

Tað er tó ein sannroynd, at tann kreppan, sum nú hevur rakt tað almenna og alt samfelagið, og sum helst verður drúgv, hevur skert møguleikarnar hjá fakfeløgunum at virka. Samhaldsfastar loysnir eru ikki høgt í metum í hesum tíðum. Eitt talandi dømi er, at eftirlønarskipanin, sum almennu fakfeløgini vóru tey fyrstu at fáa stovnað fyri góðum 20 árum síðan, og sum skuldi vera ískoytis eftirløn, nú kanska verður tann einasta pensjónin, sum fólk fara at fáa.

Men tað nyttar ikki at falla í fátt, tí nýggjar tíðir krevja sum kunnugt nýggjan hugsunarhátt og nýtt arbeiðslag.

At verja áhugamál ella borg í eini stríðsstøðu krevur áhaldni, tol og ikki minst hegni. At vera skrivari og formaður í Starvsmannafelagnum var lærdómur fyri meg, hóast tað onkuntíð leikaði hart á. Eg kom at kenna nógv fólk, fekk innlit í viðurskifti, sum áðrenn høvdu verið mær fremmand, og nógv mátti tú læra teg sjálvur. Eg var tó so heppin at koma at arbeiða saman við m.o. Ernst Hansen, sála, sum var formaður, tá ið eg tók við starvi sum skrivari í Starvsmannafelagnum. Ernst var miðvísur og treiskur sum fáur, og tað er ein eginleiki, sum er avgerandi, skalt tú náa málum í fakfelagsarbeiði.

Eitt sum hevur undrað meg er, at ofta vóru fakfeløgini tey fyrstu at koma við góðum hugskotum til broytingar. Sjálvandi vórðu hesi hugskot kveistrað av borðinum av arbeiðsgevaranum. Men nøkur ár seinni hálovar arbeiðsgevarin hesum somu hugskotum, sum vóru tey hansara egnu. Tá fært tú hug at smírast.

Eitt er tó vist, mótstøða er sunt, men stívrent íhald er drepandi. Og soleiðis kennist tað mangan, tá ið arbeiðsgevarin nærum bara hugsar um at smíða bremsikubbar.

Eg haldi, at tey flestu, sum av álvara hava verið uppi í fakfelagsarbeiði, verða merkt av hesum fyri lívið. Sum árini ganga, hevur tú tíbetur bara tey góðu minnini eftir.

Við hesum fari eg enn einaferð at ynskja Starvsmannafelagnum hjartaliga tillukku við teimum hálvthundrað og góðan arbeiðshug komandi árini.

Eftir umbøn sett í Starvsblaðið nú felagið fylti 50.

Okkara tónleikur

Halin av bilum úr Havn vestur í Vágar var langur hetta kvøldið, tá sørvingar og vágafólk, sum høvdu verið á konsert í Norðurlandahúsinum, vóru á veg vestur aftur. Onkur vildi vera við, at har mundu ikki hava verið nógvir sørvingar eftir í bygdini hetta kvøldið, og visti tú ikki betur, so kundi tú halda, at teir høvdu tikið myrkalegningsgardinurnar frá krígnum fram aftur, tí bygdin lá øll myrk. Men so mundi ikki vera. Stóra hendingin hetta kvøldið var, at Tinganest, ein av heimsins mest bygdasligu tónleikabólkum, høvdu boðað frá konsert í høvuðsstaðnum í sjálvari mentanarháborgini Norðurlandahúsinum, og so var ikki meir enn natúrligt, at øll her vesturi fóru til Havnar.

Á túrinum vestur aftur merkti tú, at ferðin á bilunum var ikki so nógv, teir koyrdu varliga, tí sørvingar og vágafólk eru ikki so von at koyra hetta strekkið, tí teimum dámar ikki at fara av oynni. Tey fara ongan veg, sum eisini er heitið á nýggjari fløgu hjá Holgari, sum er ein av teimum, sum nú spælir við Tinganest.  

Og hvussu var konsertin so? Ja, sum sørvingur torir tú ikki at halda annað enn, at konsertin var góð. So er tað sagt. Og jú, hon var góð, framúr góð. Ikki tí at tónleikararnir skaraðu framúr, teir gjørdu sítt besta, og tað var eisini nóg mikið. Kanska høvdu teir tað lætt, tí Tinganest hevur eitt back catalog, eina so fulla songskjáttu, sum bara rættilig tónlistafólk kunnu vísa fram, so tað var bara at velja tað besta burturúr.

Tinganest hava jú gjørt eina røð av góðum sangum, sum verða sungnir til mangt høvi, og sørvingar, ja flest øll vágafólk eisini, fáa klump í hálsin, tá ið tey hoyra ella syngja Válandi heim, eitt av nostalgisku meistaraverkunum, sum Magnus á Stongum hevur skrivað. Sangurin er eitt dømi um tónleikin hjá Tinganest, tá ið hann er mest afturlítandi og konservativur. Longsulin eftir tí farna, reina og óspilta er ein táttur í tónleikinum hjá Tinganest, men ikki tann einasti tátturin.

Hesin longsulin kemur fram í fullari styrki í hesum báðum teimum fyrstu linjunum í niðurlagnum í nevnda sangi:

Gævi eg aftur á Sandinum stóð
tá sjógangur niðan í áirnar vóð

Og júst sandurin (vit kallaðu tað ongantíð strondin, kanska onkuntíð fjøran), sum øll í mínum aldri minnast sum eitt einastandandi tilhalds- og upplivingarstað,  henda stóra – sum oftast – reina, einlitta og slætta fløtan, sum skránaði eitt sindur niðan ímóti bakkanum og plenuni, stendur sum ímyndin av tí, sum ikki broytist, tí passiva og tolna, sum altíð liggur har, og sum hevði verið har frá tíðarinnar morgni. Ikki ólikt fólkunum í bygdini, sum tá bara vóru har. Sørvágur, tá ið hann enn var eitt Shangri-La, ja, er tað kanska enn.

Tað var eitt hanagleiv frá sandinum niðan hagar, sum dansistovan lá. Har var tað sørvingar komu saman at hugna sær á dansigólvinum, smakka sær á lunkað akvavitt og gleða seg til síðsta dansin og sjálvandi til tað, sum kanska kom aftaná, um nakað kom.
Dansistovan var eisini pallurin hjá tí, sum seinni skuldi gerast orkestrið Tinganest.

Tað stendur rimmarfast, at Tinganest hevur røtur aftur í bretsku tónleikakollveltingina í 50’ og 60’árunum.
Eg var sjálvur ein teirra, sum royndi at klimpra upp á guitar og droymdi stjørnudreymar.

Teir, sum mynda orkestrið ella fyribrigdið Tinganest, eru fyrst og fremst teir tríggir Eivin, úti í Geilini, Jóan Jakku, úti á Bakka og Magnus, úti á Lið. Teir lurtaðu líka eldhugaðir, sum allur annar ungdómur tá á døgum, eftir Beatles, Rolling Stones, Kinks, Hollies, Byrds, Steppenwolf og Shadows. Tað var nú serliga guitarsnillingurin Eivin, sum dámdi Shadows. Úti í Geilini hjá Jens og Sittu áttu tey tíðliga grammofon, seinni plátuspælara, so har var nógvur tónleikur at hoyra. Jens veit eg, tá tað góða lagið var á honum, dámdi væl tónleik. Og tey áttu plátur, singleplátur, eisini Shadows sjálvandi. Og transistorradio áttu øll og smáar, skurrandi ferðagrammofonir vóru eisini í nógvum húsum. Og guitara mátti tú eiga, skuldi tú tora at koma út millum fólk.

Eins og Dartford hevði sínar Mick Jagger og Keith Richard og Liverpool sínar Beatles, so búðu um somu tíð í Sørvági á hesum lítla blettinum har úti í bygdini tríggir garpar, sum  – skuldi tað vísa seg  – vildu gera álvara av at gerast veruligir tónleikarar. Ikki bara hesir, sum hermdu eftir tí útlendska, nei, teir vildu skapa egnan tónleik og á føroyskum!  Og tað hepnaðist so væl, at Tinganest hetta kvøldið í Norðurlandahúsinum kundu hava eina konsert, sum greitt prógvaði tað, sum vit longu vistu, at hesin bólkurin er ein hin kanska mest áhugaverdi og sermerkti í føroyskari tónlist. Ein føroyskur 60’ara-bólkur, nú kanska meira bólkurin hjá teimum, sum eru farin um tey 60, ein 60-ára-bólkur.

Ikki tí at Tinganest hevur nakað av hesum uppreistrarkenda frá 60’árunum. Nei, als ikki. Teirra hálovan av bygdini og tí bygdasliga er so langt frá teimum atfinningum, sum tey ungu fyrst í 60’unum og tey ungu í dag føra fram, sum tað nú einaferð letur seg gera. Í sanginum We Gotta Get out of This Place, sum bólkurin The Animals gjørdi til eitt hit í 1965 syngur Eric Burdon:

We gotta get out of this place!
If it’s the last thing we ever do …
We gotta get out of this place,
’cause girl, there’s a better life … for me and you

Ikki heilt sami heimlongsulin, sum tann, sum Tinganest syngja um.

Tinganest hevur sítt eyðkenda ljóð ella sound, Vágasound kalla summi tað. Løgini teir spæla eru rútmiskt fangandi, og upp ímillum hava teir gjørt poppsangir, sum onki standa aftanfyri tað besta í sjangruni. Mær nýtist bara at nevna sangirnar Minnist tú, Upp á tá, Vágagellan, Stíg stórum, Hangandi hár, Í óvissu, Bakka fram, Eg vil bara hava, Annan sang, Babba og Snípan, so munnu tey flestu vita, hvat vit tosa um.

Tað er kanska ikki so lætt at seta orð á ljóðið, tað sound, sum eyðkennir bólkin, tí tað er so sermerkt. Sangirnar eiga Jóan Jakku og Magnus, men Eivin gevur við sínum heilt serliga snjalla, nervøsa guitarspæli, sum nevnt ávirkað av eitt nú Hank Marvin, tónleikinum ein sermerktan og autentiskan dám. So segði hann: tað kann ikki greiðast frá tí, tað má hoyrast. Og tað merktist eisini, nú Eivind ikki var við á pallinum í Norðurlandahúsinum hetta kvøldið. Ikki tí at tað ikki var gott, men tað heilt ektaða Tinganest-ljóðið var tað ikki. Men tað høvdu vit áhoyrarar jú við okkum, so tað bilti ikki.

Tinganest hevur tað felags við Beatles, at ljóðið hjá bólkinum, fyri nú at brúka tað orðið, er eitt bland av persónligheitum, sum hvør sær letur sítt íkast. Tað er hetta blandið, sum ger Tinganest til eitt brand.

Nú skal hetta ikki verða nøkur ritgerð, tí eg vóni inniliga, at tónlistafrøðingar fara at studera Tinganest. Men eg fari tó, eitt sindur trilvandi kanska, at royna at seta orð á nakað av tí, sum eg haldi tónleikurin umboðar. Eg nevndi tað afturlítandi og konservativa, sum er eitt eyðkenni fyri bólkin. Tað er aftur í 60’ini, men eisini aftur í bygdalívið í Sørvági um hetta sama mundið. Uttan at vilja fornerma nakran, haldi eg, at Jóan Jakku er tann, sum er poppmusikarin burturav. Hann er hitmakarin, sum við fangandi løgum, sum oftast við einum góðum riffi og fyndugum orðum, fær skapt fullgjørdar sangir, sum nú eru klassikarar. Tað er hann, sum fær vágasnelluna til at gerast til vágagelluna, hann, sum dyrkar bygdafrellsromantikkin út í æsir og sum skrivar um serlingin, sum ongi dansispøl dugir og tí ikki sleppur upp í síðsta dansin. Tað er eisini hann, sum tekur seg í nakkan o.s.fr. Og tað er Jóan Jakku, sum saman við Sámal Ravnsfjall kann skriva hesi kærleiksorðini, sum vit allir kunnu taka til okkum:

Eg vil taka hvønn dag, sum hann kemur og fer.
Tí tú letur meg vita, hvat hvør dagur ber.
Og eg elski og hevji teg líka so hátt.
Eftir 1001 nátt.

Jóan Jakku er eisini tann, sum hevur verið tónlistaliga virkin á fleiri mótum. Hann eigur helst lívið í Tinganest í dag, og hann hevur t.d. spælt saman við og gjørt tónleik við eitt nú Sámal og Holgar. Hann er góður bassspælari.

Magnus er meistarin, tá talan er um at skriva balladur, sum eitt nú áður nevnda Válandi Heim ella Babba, sum mangan er at hoyra. Hvør kennur ikki vendingina: Babbar mugu ikki forstýrast. Nú kanska tað meiri hóskiligt skuldi itið: abbar mugu ikki forstýrast. Tónleikurin hjá Magnus er góður til húsbrúk. Hann er kanska ikki tann stóri lagsmiðurin og hevur onkuntíð eitt sindur av hesum, at ljóða sum um fleiri niðurløg verða brúkt í sama sanginum, men onki ørindi. Kanska serliga í hansara sangum merkir tú ávirkan frá Pól F, Janus og Hans Andrias Djurhuus. Men sangirnir eru sympatiskir og fella væl í oyrað.

Tónleikurin hjá Tinganest er ektaður og erligur poppur. Og tað er føroyskur poppur, líka føroyskur sum Kim Larsen, John Mogensen og Shubidua eru danskir. Tinganest er, tá samanum kemur, teir, sum best megna at lyfta arvin eftir Teimum av Kamarinum.
Tað er søgan um dreingir, sum ikki fullu til í nútímans samfelagnum, sum spilla er komin í. Teimum dámar ikki ídningina, urbanisering, tað modernaða uppgjørda, tað rótleysa, politiskt stórlæti og alheimsgerð.
Nei, teir syngja um tað sum er næst við, tað sum viðkemur vanligum fólki. Í teirra tónleiki verða nasar ikki settar í ský. Onkur kanska heldur, at hetta er grunnur tónleikur. Hví skal tað nú vera ein trupulleiki?
Amerikanski popplistamaðurin Andy Warhol dyrkaði tað grunna, ja, undirstrikaði, at hann var eitt øgiliga grunt menniskja. Hann er nú heimskendur, og hann helt tað vera eitt tekin um satt fólkaræði, at bæði forsetar og landastrok drukku júst sama slag av cola. Tá samanum kemur, so er mentan í stóran mun ikki annað enn klicheir. Summar eru bara fiksari enn aðrar.

Eg havi nú eitt vist tilknýti til Tinganest. Eg gekk í síni tíð og mól, har teir vóru, men skilti ikki tað, sum teir fult og fast trúðu á: at tað bar til! Í staðin havi eg so verið noyddur at hava til frægd at lurta eftir Tinganest. Eg minnst við gleði aftur í 80’ini, áðrenn stóru kreppuna tá alt enn gekk upp á stás, at vit høvdu Tinganest fast í bandspælaranum í bilinum, Og børnini elskaðu Tinganest, vildu ikki hoyra um annað. Og eg havi síðan til manga veitslu eisini tikið harmonikuna fram og spælt undir, tá ið Upp á tá ella Vágagellan skuldu mjarrast. Men eg lá tíverri sjóvarfallið av mær, og kundi í dag, um eg hevði fatað kallið, verið ein av Tinganest. Men lat tað nú fara.

Hetta kvøldið í Norðurlandahúsinum var eitt av teimum, sum gerst eitt minni fyri lívið. Eg veit ikki, um Norðurlandahúsið er rætti karmurin um Tinganest-tónleik, men tá eg so hugsi um, at Tinganest er ein føroyskur mentanargripur, so er tað júst í Norðurlandahúsinum, teir skulu njótast.

Har var onki skaput við hesi konsertini. Tónleikurin var tað kenda, og løgini vóru væl vald og sett saman í eina heild. At Tinganest eisini spældu løg hjá Holgar var kanska snýt, men tað riggaði væl í heildini, og eg vil siga, at sangurin Skuggatám hjá Holgari fekk meg at kvaklast við kensluliga. Holgar er jú eisini ein av teimum, sum roynir at lyfta arvin eftir Tinganest.

Framførslan á pallinum var eitt sindur stirvin og minti mest um framførslurnar hjá hesum eystur-europeisku dansiorkestrunum, sum tú upplivir tað í filmunum hjá kekkiska leikstjóranum Milos Forman frá 60’unum.
Eisini haldi eg, at tónleikurin á konsertini var í so rokkutur, men tað átti nú ikki at nerva ein gamlan Stones-fan sum meg.
Talan var jú ikki um at spæla fyri einum ungum entusiastiskum publikum. Nei, hetta vóru eldri fólk, sum ikki toldu meiri larm enn tann, sum tey kenna frá sjónvarpinum. Tað eydnaðist tó at fáa tey at klappa afturvið nakrar ferðir og syngja við einum av niðurløgunum, og tað var so tað.
Tinganest spældu okkara tónleik, og vit hugnaðu okkum og ruggaðu til hesi kendu løgini.
Men hetta var fyrst og fremst teirra kvøld.
Og satt at siga, so riggaði tað bara heilt væl hjá teimum. Sørvingar, ja, allir føroyingar kunnu róliga siga við ein munn: knasandi gott Tinganest!