Archive for desember, 2010|Monthly archive page

Fakfelagssamstarv

Tað er ikki ofta, vit gera okkum stórvegis tankar um, hvørjar uppgávurnar hjá fakfeløgunum eru. Fakfeløgini eru bara har, og teirra uppgáva er at tryggja limunum hampuliga løn og arbeiðskor. Sum oftast verða mál avgreidd við samráðingum við arbeiðsgevarar, men onkuntíð er sum kunnugt brúk fyri at fara meira harðliga til verka. Søguliga sæð hava tað altíð verið bond millum fakfelagsrørsluna og politiskar flokkar og politisku skipanina, í hvussu er í okkara parti av heiminum. Fakfeløgini hava havt eitt orð at skula hava sagt, og vit vita, at teirra lutur í menningini av vælferðarsamfelagnum liggur ikki eftir.

Men tað eru eisini tey, sum hava at fakfeløgunum, og enntá tey, sum hata fakfeløgini sum sjálvan hin versta.
Tað verður eitt nú sagt, at fakfeløgini eru við til at skerja effektivitetin, sum verður tryggjaður við einum fríum marknaðarbúskapi. Ella at einstaklingagerðin ger fakfeløg óneyðug. Summi fýlast á, at sáttmálarnir hjá fakfeløgunum í roynd og veru eru úrvalssáttmálar, og at limaskapur í fakfeløgum tískil er tvungin. Nøkur halda, at flestu arbeiðsfólk eru ikki verd lønina, tey fáa, meðan onnur forhánisliga leggja eftir fakfelagsbossunum, sum mest av øllum ræðast at skula noyðast at fara aftur í sítt gamla arbeiði. Flest øll vita, at hetta eru pástandir, sum antin eru óviðkomandi ella als ikki halda.

Uppgávurnar hjá fakfeløgunum røkka víðari enn bara til samráðingar um prís á arbeiðsmegi. Tá tað verður sagt, at tað hevur týdning at verja sáttmálavunnin rættindi, so er tað eitt stríð, sum fevnir um alt líka frá tí einstaka liminum, sum er fyri órætti, og til limarættindi sum heild. Hetta eru tey formligu viðurskiftini.
Hinvegin, tá spurningurin snýr seg um lívskorini hjá okkum øllum, her eisini íroknað menningina av okkara yrki, tænastum og arbeiðsplássum, kanska serliga teimum almennu, tá koma vit inn á tað meiri óformliga ella politiska.
Ein afturvendandi spurningur er, hvar gongur markið millum fakfelagsvirksemi og politikk? Fakfelagslimir fáa sum øll onnur politiska ávirkan við síni atkvøðu til løgtings- og kommunuval, so hví skulu teir at kalla hava eina eyka atkvøðu við teirri ávirkan á politiskar avgerðir, sum fakfeløgini halda seg hava rætt til at hava?

Vit kenna hetta aftur allastaðnis frá, at politikarar helst vilja ráða sjálvir. Hvør skal siga, fakfeløg og onnur óviðkomandi eiga at hava so lítla ávirkan sum tilber. Hetta er vandamikil hugsan, og úrslitið kenna vit.

Tí er tað als ongin ivi um, at fakfeløg sum týðandi samfelagsstovnur eiga at hava politiska ávirkan, sum sjálvandi ikki nýtist at verða partapolitisk. Mátin, fakfeløgini fáa ávirkan, er í stóran mun treytaður av siðvenju og teirri aktuellu politisku støðuni. Nú fíggjarkreppa er, ger almenni arbeiðsgevarin seg út til stríð við argumentum frá serfrøðingum og brúkar sjálvandi sín autoritet. Hjá honum ræður tað um at fáa fakfeløgini at líkjast teimum, sum bara krevja, men ikki skilja álvaran í samfelagsstøðuni.

At fara at skipa sín egna flokk, sum tankar hava verið um, ein fakfelagsflokk, er neyvan rætti hátturin at svara slíkum aftur, men er heldur eitt tekin um ólag í politisku skipanini, ja um eina politiska skipan, sum antin er óbúgvin ella hástór. At fáa hetta aftur á beint kann onkuntíð verða ein neyðug bráðfeingis uppgáva.

Við ella uttan flokk, so eiga fakfeløgini at hava politiska ávirkan, men tað er tó av alstórum týdningi, at fakfeløgini duga at skyna á, at tá tey fáast við politikk, so er tað sum trýstbólkur og ikki sum partnari. At gerast partur av politisku umsitingini eigur ongantíð at verða eitt mál. Vit hava sæð dømi um korporatismu í Føroyum, ofta undir heitinum, at vinnan eigur at verða hoyrd. Men hetta hevur í mongum føri bara verið brúkt sum skálkaskjól fyri at sleppa undan at taka neyðugar politiskar avgerðir fyri á tann hátt at kunna tæna ávísum seráhugamálum, og tað hevur sum kunnugt kostað samfelagnum dýrt.

Politisk ávirkan hjá fakfeløgunum eigur at byggja á vitan og førleikar, samstarv og virkisvilja, greið mál og mørk, ábyrgd og ikki minst professionalismu. Tað er treytin fyri, at fakfeløgini fara at taka bóltin aftur frá mótstøðuliðinum, og at tey kanska enntá fara at skora mál. Og tá kunnu vit eisini tosa um eina fakfelagsrørslu.

Klumma í Starvsblaðnum nr. 4, desember 2010.

Langt millum orð og gerð

Aftan á Ár teirra brekaðu í 1981 samtykti ST at hava eitt tíggjuáraskeið (1983-1992) við ymsum tiltøkum, sum skuldu skapa størri áhuga fyri viðurskiftunum hjá brekaðum. Í 1992, tá tíggjuáraskeiðið var komið at endað, varð ásett, at 3. desember hereftir skuldi vera altjóða dagur teirra brekaðu. Hetta varð gjørt fyri at tað framhaldandi skuldi verða varpað ljós á støðuna hjá teimum brekaðu, eisini eftir at tíggjuáraskeiðið var lokið.

Í ár var 3. desember seinasta fríggjadag, og her í Føroyum vóru ymsar hendingar, sum fingu okkum, sum annars ikki geva hesum viðurskiftum stórvegis gætur, at varnast, at hetta var ein serligur dagur, sum hevði okkurt við tey brekaðu at gera. Aðrastaðnis í hvussu er hevur verið vanligt ein slíkan dag at skipa fyri tiltøkum og gera vart við antin tað, sum er hepnast, ella tað, sum framvegis liggur á láni á hesum øki.

Sjálvandi, dagar koma og dagar fara, og seinasti fríggjadagur er helst eisini skjótt farin í gloymibókina hjá teimum flestu. Her taki eg sjálvandi ikki tey við, sum mistu arbeiðið júst henda dagin, tí at Fiskavirking lat aftur. Hjá teimum varð hetta ivaleyst ein minniligur dagur.

Bústaðarpakkin tódnaði

Nú haldi eg ikki, at tað hendi so nógv 3. desember í ár, sum gjørdi, at vit minnast dagin sum dagin, tá ið vit gjørdust stórvegis klókari upp á støðuna hjá teimum brekaðu.

Men summi gjørdu hóast alt vart við seg, og tað vóru ikki bara góð orð, ið tey høvdu at bera fram.

Eitt nú var Leila Solmunde, forkvinnan í MBF, Meginfelag teirra brekaðu í Føroyum, sera hørm um ta lagnu, bústaðarpakkin higartil hevur fingið. Bústaðarpakkin, sum Húsalánsgrunnurin skal umsita, skuldi gera tað møguligt at fara undir nýggj sløg av bústaðaloysnum. Leila Solmunde nýtti høvið á degi teirra brekaðu at harmast stórliga, at bara ein partur av uppskotinum um nýggjan bústaðarpolitikk er tikin við, nú uppskotið skal viðgerast í løgtinginum. Ásetingarnar um serligar lutaíbúðir, ætlaðar fólki við breki, sum vóru við í upprunaliga uppskotinum, eru tiknar burtur.
Leila Solmunde sigur í tíðindaskrivi, at upprunaliga uppskotið var frálíkt, og leggur aftrat: “Vit høvdu tað upprunaliga uppskotið til hoyringar, og kundu tá bert fegnast um, at nú hómaðist ein serligur fíggingarmøguleiki, m.a. til fólk, sum bert hava eina fyritíðarpensión. Hesi fólk hava ongar sum helst fíggjarligar møguleikar at finna sær býli á privata íbúðarmarknaðinum.” Leila Solmunde staðfestir, “at politiski myndugleikin hevur ongantíð áður havt so stórar ætlanir, men samstundis hevur ongantíð verið gjørt so lítið sum nú.”

Í samgonguskjalinum var tosað um at gera møguleikar fyri alternativari íbúðarbygging, men her, sum so ofta áður, er langt millum orð og gerðir, má forkvinnan í MBF ásanna. Og hon tosar við stórum stavum, tá ið hon sigur: “Politiska tosið um bústaðarpakka í mong ár er at halda fólk fyri tað turra spott. Tað var nógv betri um politikararnir søgdu erligt, at teir ikki ynskja nakrar alternativar bústaðarmøguleikar.” Nú verður so áhugavert at síggja, um hesar ákoyringarnar fáa nakran politikara at vakna. At politikarum dáma betur orð enn gerðir undrar neyvan nakran, men onkuntíð máttu teir kent skomm.

Taka ongi stór tøk

Í Føroyum hava vit eitt Ráð fyri Brekað, sum m.a. skal ráðgeva myndugleikunum í málum, ið viðvíkja brekaðum. 3. desember í ár setti forkvinnan í Ráðnum fyri Brekað, Barbara á Tjaldrafløtti, eina viðmerking í bløðini, har hon m.a. segði, at viðurkenning er ein íborin tørvur. Hon helt tað vera neyðugt at hava ein dag teirra brekaðu, m.a. tí at staðfest er, at um 10% av borgarum okkara bera brek. Tá tú bert brek, ert tú sum oftast fyri vanbýti í mun til tínar samborgarar.

Men tá ið hon so umrøddi sáttmála Sameindu Tjóða um rættindi hjá einstaklingum, ið bera brek, sum løgtingið samtykti í maj 2009, varð hon eitt sindur meira avgjørd á málinum. Tí hóast tað var ein sigur at fáa sáttmálan, so kann hetta skjótt gerast ein ósigur, um sáttmálin ikki verður settur í verk. Tað kann kanska henda, at vit fáa ábreiðslur frá ST, sum um stutta tíð fer at spyrja politiska myndugleikan í Føroyum um støðuna viðvíkjandi sáttmálanum. Hon nevnir í hesum sambandi, at okkum manglar eina røð av lógum og átøkum á økinum. Smáir batar eru, og júst í dag er eitt ár síðan, at kunngerðin um atkomu varð sett í gildi. Tó manglar at taka tey stóru tøkini, soleiðis at vit í veruleikanum vísa, at allir borgarar í Føroyum verða viðurkendir.

Fekk skjótt koyrilin at smakka

Kanska var tað av tilvild og hevði onki við 3. desember at gera, at eitt rok tók seg upp um íbúðir til sinnisveik júst henda sama dag. Í grein í Sosialinum við yvirskriftini Gera Vágar til eina ghetto fyri sinnisveik siga limir í felagnum Sinnisbati, at tey eru skelkað av ætlanini hjá landsstýriskvinnuni Rósu Samuelsen at flyta byggingina av íbúðum til sinnisveik til Sandavágs. Tað sigst, at ætlanin var, at íbúðirnar skuldu byggjast í Havn, men helst eru Rósu Samuelsen og Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn, vorðin ósamd um okkurt, og so ger Rósa skjótt av og flytur byggingina í sítt valdømi (hóast Føroyar jú eru eitt valdømi, sigst).

Tað eru tó fleiri áhugaverdir tættir í hesum máli.

Tað fyrsta og mest áhugaverda er tað politiska, sum Soffi Egholm, forkvinna í felagnum Sinnisbata, eisini ger vart við, tá ið hon sigur, at í hesum føri er talan rætt og slætt um eina politiska avgerð burturav. Hetta harmar hana, tí tey sinnisveiku eru ikki eftirspurd, og hon heldur tí, at talan er um brot á ST sáttmálan um mannarættindi, sum eisini Føroyar hava staðfest. Eftir sáttmálanum skulu einstakir borgarar hoyrast um síni egnu viðurskifti og hava rætt at velja, hvar teir vilja liva sítt lív.
Nevnast kann í hesum sambandi, hóast tað ikki verður nevnt í greinini, at longu í 1981 Ár teirra brekaðu bað ST limalondini bera so í bandi, at brekað fólk sleppa undan avbyrgdari bústaðarbygging, sum ber brá av stovni.

Í Sandavági eru longu frammanundan íbúðir til sinnisveik, og verður nú bygt meira aftrat, so er boðskapurin til tey sinnisveiku úr øllum Føroyum: Vilt tú hava eina íbúð, mást tú flyta vestur til Sandavágs.

Hetta er í grundini ein áhugaverd søga. Tí er ikki talan um júst tað, sum øll, sum hava brúk fyri politisku skipanini uppliva, at tá politikkur kemur uppí, so er tað valdið, sum ræður. Tá hevur tað minni at siga, at reglur, siðvenjur, tørvur, faklig atlit ella (løgfrøðiliga óbindandi) sáttmálar eru galdandi.
Og var hetta ikki júst tað sama, sum hendi arbeiðsfólkunum á Fiskavirking. Tí tey vórðu heldur ikki spurd ella kunnað, tá virkið lat aftur.

Nei, veruleikin er, at nøkur eru yvir og nøkur eru undir. Vit hava hvør einstakur givið teimum, ið eru yvir, víðar heimildir okkara vegna. Men tá vit seta fram krøv og biðja um úrslit, sum eru okkum lovað, tá hevur tann, sum er undir, ofta bara seg sjálvan at líta á. Og tá á stendur, eru tað ofta tey, ið liggja niðast, tey politiskt veikastu, sum mugu taka til takka við teimum stóru skerjingunum. Hetta er kenda Mattheus-prinsippið.

Tað er eisini hetta, sum ger, at tað í dag ikki bara er sum at siga tað at fjeppast uppi í teimum, ið eru yvir, antin tú ert einstaklingur, felag ella ráð. Politiska skipanin hevur alstóran týdning í vælferðarsamfelagnum, og nógv eru um trogið. Tí skalt tú duga snildir, vilt tú vinna sømdir og verða hoyrdur, og nú á døgum eru handfaring av ‘Public Affairs’ og lobbyisma viðurkendir hættir at fáa ávirkan á politisku skipanina.
Enn er brúk fyri eldsálunum, men amatørunum hava vit ikki brúk fyri longur.

Men vit skulu eisini vita, at uttan mun til, hvussu væl vit duga at føra okkum fram handan leiktjøldini, so sleppa vit neyvan nakrantíð undan at grenja inn á politiska myndugleikan. Tí at lova er ein avgerandi partur av politiska spælinum, men sjáldan heldur politikarin tað, hann lovar.

Og Sinnisbati skuldi kanska betur tagt, tí felagið fekk skjótt koyrilin at smakka. Rósa var ikki sein og boðaði teimum til fundar beinanvegin um ógvisligu útmeldingina hjá felagnum. Og dagin eftir fundin var tætt lok lagt á hesa trætu. So kann bara tíðin vísa, hvør endin verður á hesum málið, sum annars hevði almennan áhuga. Eitt nú var tað tikið upp í populeru sendingini Álvaratos, sum er at hoyra í Kringvarpinum fríggjakvøld.

Evnaveik gerast eisini gomul

Í Degi og viku hetta fríggjakvøldið 3. desember vóru eisini onnur vandamál, ið viðvíkja teimum brekaðu, umrødd. Í sendingini varð upplýst, at menningartarnað fáa ikki pláss á ellisheimi, sum onnur, tá ið tey gerast gomul. Um eg ikki fari skeivur, so helt Helena Samuelsen, the grand old woman í málum, sum viðkoma teimum evnaveiku, at tey, sum búgva á Eirargarði, hava sama rætt sum onnur at sleppa á røktarheim. Eg veit ikki rættiliga, hví málið var til umrøðu, antin tað var tí at tað var 3. desember, ella tí at onkur avgerð var tikin í málinum. Men spurningurin tyktist viðkomandi, tí fleiri av teimum, sum á sinni fluttu á viðgerðar- og bústovn verða tíbetur eldri, og tá hava tey sama tørv á røkt, sum onnur eldri. Tað keðiliga er bara, at heldur ikki gomul, ið ikki hava búð á stovni, fáa pláss á ellis- ella røktarheimi. Hvussu so við teimum, sum kanska krevja serliga røkt?

Eitt land, ið stendur saman um og verjir minnilutabólkar

Bara eitt politiskt ungmannafelag helt tað vera neyðugt at gera vart við støðuna hjá teimum brekaðu 3. desember. Tað var felagið Sosialistisk Ung, SU. Í yvirlýsing sigur forkvinnan Sunneva Mohr, at umstøðurnar hjá teimum, ið bera brek, eru munandi betri í dag, enn tær nakrantíð hava verið í Føroyum, men enn er nógv at arbeiða fyri, og langt er eftir á mál.

Í yvirlýsingini verður sagt, at vit eiga at tryggja øllum, ið bera brek, ein hóskandi bústað, eitt gott dagtilboð, gera tað soleiðis, at tey eru ein virkin partur av samfelagnum, og at tað í framtíðini verða nógv fleiri vard størv.

Og tey ungu tala eisini til okkara moralska habitus og siga, at vit eiga at vísa og prógva, at vit eru eitt land, ið stendur saman um og verjir minnilutabólkar.

Hvussu nógv slík háfloygd tala fyllir í huganum hjá okkara politikarum, skal eg lata vera ósagt.

Útpurring

Nei, kanska var fríggjadagurin 3. desember 2010 ikki ein heilt vanligur dagur. Hetta var nú neyvan bara tí, at hetta eisini var dagur teirra brekaðu. Men dagurin gav so teimum, ið varða av teimum brekaðu, høvi til at gera vart við sína ónøgd. Men tað gera tey á hvørjum degi, so tað var neyvan nakað nýtt. Summi halda enntá, at tey kanska grenja meira enn gott er.

Men politikarar vita sum er, at umrøða og miðlaágangur rennir skjótt av aftur, og so kunnu teir halda áfram at sova sín søta svøvn. Troyttandi ella ei, men skal nakað henda, so er bara eitt at gera, nevniliga í tíð og ótíð rópa útpurring so hart, at eisini politikarar hoyra tað. Men útlitini eru ikki tey bestu, um vit skulu trúgva kenda fólkasangaranum Pete Seeger, sum í 1961 skrivaði ikki minni kenda fólkasangin “Where Have All the Flowers Gone?” við niðurlagnum “When will they ever learn?”.