Archive for november, 2010|Monthly archive page

Ræðumyndin kámast

Tað hevur verið heitt á meg at siga okkurt til hetta høvið her í kvøld. Tað varð nevnt, at eg kundi siga frá onkrum stuttligum, eg minnist frá mínum barnaárum. Men tað verður ikki lætt, tí míni barnaár vóru alt annað enn stuttlig. Eg minnist bara, hvussu eg sum smádrongur var kringsettur av illsintum konum, sum skeldaðu, lærarum, sum gjødu mær lívið súrt, og ikki minst teimum stóru dreingjunum, sum alla tíðina lógu mær eftir lívinum. Eg var ræðuskítur um ein háls. Og bygdin var eisini full av hundum, sum onga venjing høvdu fingið, og ongin teirra var avsagur fyri at bíta, teir vóru sum heilagu neytini í India. Og so var tað pápi mín, sum koyrdi á meg at koma at skera torv, velta epli, hoyggja, ganga á fjall og fletta. Ja, hvat halda tit?
Og sum um hetta ikki var nóg mikið, so fann kommunan Gud hjálpi mær uppá at seta ein skúlatannlækna. Tá kundi tað ikki blíva nógv verri.

Nei, míni barnaár vóru fyri tað mesta at ganga við ótta og hjartkiptur fjala seg sum best, tað sum í dag so fínt verður rópt at halda lágan profil.
Men nú, tá ið man er komin nakað til árs, so er sjálvandi nógv ymist, sum hendi í barnaárunum, sum nú kann fyrikoma at vera stuttligt.

Eitt, sum eg minnist og mangan undrist á, er, hvussu nógvir handlar vóru í Sørvági, tá ið eg var smádrongur. Har var handilin hjá Hugo úti á Bakka, handilin hjá Hjalmari, handilin hjá Theodor úti á Lið, og á Ørgini helt pápabeiggin Jóhan á Ørg fram við at handla, tá ið Hjalmar flutti út í Geilina. So var tað handilin hjá Olla, Bill-Olla, sum vit eisini kallaðu Apotekið, og so sjálvandi handilin hjá Hentzari, beint yvirav har hjá okkum. Heimi í bygdini lógu Norðstovuhandilin og Løvuhandilin hjá Hjarvil lið um lið, og hinumegin vegin var Løvu-Niclas’a handil. Billumenn høvdu handil stutt vestureftir frá Pálsoyruni, og á vegnum, sum gekk yvir til Gamla skúla, har musikkskúli nú er, var handilin hjá Jógvan í Nýggjustovu og longur yviri aftur handilin hjá Niels. Ikki færri enn 12 handlar, sum allir seldu matvørur. Nakrir seldu eisini klæðir, steintoy, petroleum, vaskiútgerð, nøkur bomm, onkra frukt, tubakk, snús og skrá, stivlar og oljuklæðir. Men teir vóru so smáir hesir handlarnir, og tú skilur ikki, at tann lítla sølan, teir høvdu, kundi breyðføða nakra familju, og teir fægstu mundu gera tað.

Eg minnist, at hjá Hentzari keyptu vit serliga pálegg, speipylsu, sum varð skorin í serligari skerimaskinu, rullupylsu og livurpostei (50 oyru í livurpostei, plagdi eg at siga), alt vigað, umframt margarin, sukur, te og millumlagdar keks. Og so sjálvandi tað obligatoriska súreplið, sum tá kostaði 25 oyru.

Longur uppi í bygdini hevði Karolina hjá Petur Weihe klædnahandil. Í bygdini var eisini urmakari, skómakari, snikkaravirki, vanlig smiðja, posthús og bankar. Stórur nýggjur skúli var nýliga bygdur, og har var eisini kirkja, missiónshús og baptistasalur. Umframt sjálvandi alt arbeiðið, sum m.a. fór fram úti á keiini. Jú, hetta var eitt livandi og virki umhvørvi, hóast eg sum barn væl merkti, at tað viðhvørt gekk upp og viðhvørt niður, mest niður hugsi eg.

Eitt árið, eg minnist ikki akkurát nær, men eg giti, at tað var í 1963, fekk Hentzar ísmaskinu og fór at selja softís. Tað var nakað heilt serligt. Tí tá var tann modernaða tíðin komin til Sørvágs. Hetta var sama árið sum the Beatles sungu She loves you, yeah, yeah, yeah, og amerikanski forsetin Kennedy skrivaði sama árið undir hina søguligu lógina um borgararættindi, sum tryggjaði eisini teimum svørtu í USA vanlig demokratisk rættindi, og tað dámdi ikki øllum. Tey svørtu fegnaðust, og Martin Luther King helt hetta summarið hina tiltiknu røðuna: I Have A Dream. Eitt, sum serliga hugtók fólk um hetta mundið, var fyrsta fjølmiðlagølan, sum eisini vit føroyingar vórðu kunnaðir um í útvarpinum og Dimmalætting. Hetta var rokið um bretska krígsráðharran Profumo, sum var væl við Christine Keeler, eitt konufólk av tí slagnum tey rópa call girl, sum um sama mundið var væl við ein høgtstandi sovjetiskan njósnara. Tað kundi bara ganga galið í teimum tíðum, tá ið kalda kríggið var í hæddini.
Í Íslandi kom nýggj oyggj undan kavi, gosoyggin Surtsey. Tíverri, sama mánað sum hetta hendi, 22. november, var áður nevndi John F. Kennedy, sum var mín hetja og nýggja vónin hjá so mongum, skotin til deyðis í Dallas í Texas. Tað var ein rættiligur skelkur, sum setti seg.

Men aftur til ísmaskinuna hjá Hentzari. Eg kann ikki greiða frá, hvussu væl hesir softísarnir smakkaðu, og eg havi heldur ongantíð fingið so góðar softísar síðan.
Men hjá mær var henda ísmaskinan eisini ein hóttan. Tí einaferð grabbaði Hanniba í meg og bað meg fara út til Hugo, har Anvør stóð í handlinum, við einum softísi og eini heilsu frá Hanniba sjálvandi. Tað var sólskin og óvanliga heitt. Eg minnist, at Hanniba segði, at eg skuldi renna sum ein galin, og hann lovaði, at misti eg so mikið sum ein dropa av ísinum, skuldi hann drepa meg. Eg ristist so illa, meðan eg rann, at tað var líka við, at eg misti allan ísin á vegin. Men fram kom eg tíbetur, og Anvør var sjálvandi imponerað, og seinni giftust tey bæði. Eg fekk ein ís afturfyri frá Hanniba, men tað hevði eg so sanniliga eisini uppiborið.

Men eg hevði eisini onnur skelkandi upplivilsi í mínum barnaárum. Vit høvdu kúgv, og ofta bleiv man sendur at reka kúnna í hagan og fara eftir henni aftur um kvøldið. Tað var ein plága, og onki hjálpti at biðja um at sleppa undan at fara. Mamma var ovbyrjað og hevði nógv um at vera. Kúgvin skuldi rekast út eftir Ovara vegi og heilt út í Geilina. Men henda kúgvin mundi kortini ikki vera heilt normal, haldi eg, tí hon hevði tikið sær fyri at skíta eitt heilt ávíst stað á vegnum, beint uttan húsini hjá Vensili og Lamb-Hansinu. Hansina var sum kunnugt ein skrøpp madamma, hon leyp út á trappuna og rópti: tú hannsjálvur, tú fjernar allan handan lortin og tað beinanvegin.
Eg fekk onki gjørt við hetta, og lotur helt eg leiðina fram og hugsaði um hvørjar syndir eg hevði á míni samvitsku, síðan eg skuldi straffast so hart. Hvønn einasta dag steðgaði kúgvin í sama stað og helt fram at skíta. Eg minnist, at Lamb-Hansina forlangaði, at eg skuldi hava eina skovl við mær at taka lortin upp við. Okkurt av systkjunum kom við einum hugskoti, at eg skuldi hava ein kerrisekk við mær og halda hann undir reyvini á kúnni, tá ið hon skeyt. Kerrisekkir, tað eru hesir smáu sekkirnir, sum vóru brúktir undir krígum til at byggja skotverju við. Teir vóru sum sagt smáir og fyltir við sandi og skjótt var at laða.
Jú, eg hevði so avgjørt brúk fyri verju móti skotríðunum hjá Lamb-Hansinu, hóast kerrisekkurin í hesum føri skuldi brúkast til eina heilt serliga uppgávu ella verju, enn hann upprunaliga var ætlaður til.

Sum eg nevndi í áðni, so vóru nógvir handlar í Sørvági, og enntá fleiri enn teir, eg nevndi. Bara á einum lítlum øki heimi í bygdini vóru einir 6 ella 7 ymiskir handlar.
Eitt nú var tað bakaríið hjá Skælings-Jógvan ella Skelling, sum vit róptu hann. Har keyptu vit breyð, ósøtabollar, søtabollar og jólakøku. Skarpakaku keytu vit til høgtíðir. Har hjá bakaranum var eitt samlingsstað. Har kom fólk at keypa og reypa, gera fortreð o.s.fr. Skelling dámdi væl at dramatisera. Onkuntíð pástóð hann, at hann var sangari og hevði givið fleiri plátur út í útheiminum, og tað var ikki sørt, at vit trúðu honum. Tað var áðrenn internetið og alt hetta her, so illa bar til at kekka tað, sum hann segði. Einaferð fortaldi hann, at onkur til eitt val hevði lagt onkra tjóðveldispropagandu, ein ella annan prentlut, á diskin hjá honum, meðan hann var upptikin við bakingini inni í bakarínum. Hann greiddi seinni frá, at hann vildi ikki nerta hetta eitrandi tilfarið, men fór eftir hesum skemdarskjali við klípitong og tveitti tað beint í komfýrin. So tjóðveldismaður hevur Skelling neyvan verið.

Ein annar handil var Pollastova, har Dánjal við Gil, Dánjal í Pollastovu var krambakallur. Har seldu tey ísinkramm, ymisk amboð og máling. Eg minnist, at eg einaferð keypti eina sleingitráðu í Pollastovu. Eg fór oman á Vatn at royna tráðuna, veipaði dúgliga við henni at fáa pilkin so langt út sum tilbar, men tað vildi so illa til, at fremra helvtin av tráðuni loysnaði og fór saman við pilkinum langt út á Vatnið. Eg var sjálvandi harmur og hámur og tordi illa at siga frá hendingini heima við hús.
Dánjal við Gil var giftur við Jostu, sum hevði telefonstøðina. Einaferð sigst, at onkur, sum tosaði í telefon, ætlaði at siga okkurt hemmiligt, men síðan segði, at hann tordi ikki at siga tað í telefonini, tí hann visti, at tey lurtaðu so illa á støðini. Tá var Josta skjót á linjuni og spurdi, hvat fanin hann bilti sær inn, tí tað passaði yvirhøvur ikki, at tey lurtaðu.

Ein annar stuttligur handil, var bóka- og pappírshandilin hjá Dia. Hann seldi eisini ymsar pappírsvørur, bløð, álmanakkar, onkrar pyntlutir haldi eg og religiøsar bøkur. Til jólagávur seldi hann eisini spøl og sovorði, meini eg tað var.
Hetta minnir meg forrestin um tey pyntaðu handilsvindeyguni á jólum. Tey sýndu ikki av nógvum, samanborið við tað, sum er í dag, men eg minnist væl, hvussu eg kundi standa leingi og stara inn í hesi pyntaðu vindeyguni og í eini næstan religiøsari kenning lata hugin reika.
Tað var eisini hjá Dia vit keyptu hesi smølu avlongu Davy Crockett og Micky-bløðini, og tey vóru í hvussu er, saman við filmunum í Sørvágs Bio, tað einasta, sum veruliga gjørdu lívið vert at liva.

Tað vóru nøkur støð í Sørvági, har man ikki tordi at koma, tí man hevði gjørt fortreð har. Ein orsøk var helst, at man sum barn hevði lyndi til at gera alt størri, enn tað var. Sjávt um tú hevði gjørt okkurt fortreð, sum var púrasta óskyldugt, kundi tú ganga við ótta í langa tíð og ræðast fyri, at ein algoystur maður við knívi knappliga skuldi loypa úr myrkrinum og skera teg á háls.
Nei, tað var ikki lætt at vera barn í Sørvági.

Eitt sum eg eisini minnist var, at man ofta bleiv sendur ørindi, serstakliga tá ið man ikki tímdi ella hevði tíð. Dikta plagdi at ligga í stovuvindeyganum har úti á Ørg, og tað gretti ikki, sá hon teg, at hon rópti: tú harniðri far ørindi fyri meg. Eg minnist, hvussu eg plagdi at krúpa fram við garðinum niðanfyri húsini, so at hon ikki skuldi síggja meg, tá ið eg skuldi út á Lið. Men har var opið fyri tað petti av brekkuni, sum gekk niðan til húsini hjá Diktu og Jóhan, so onkuntíð rendi eg meg beint í trolið og var fangaður. So var onki annað enn at gera, sum hon segði. Tað býtta við hesum var, at ofta komst tú aftur og segði, at hetta ella hitt ikki var at fáa. So vart tú sendur til næsta handilin, komst aftur við somu tíðindum, og var so sendur í triðja handilin. Soleiðis kundi ein góð løta ganga og tú slapst ikki at spæla, hóast dreingirnir spurdu, tí tú skuldi ørindi fyri Diktu. Tað gjørdi ikki støðuna betri, at dreingirnir høvdu fragd í at flenna eftir ólukkudýrinum, sum soleiðis gekk fjøtrað.

Líka veit eg, um tíðirnar eru broyttar til tað betra, men teir ræðuleikar, sum børnini nú uppliva í sjónvarpinum, tað upplivdu vit børn fyri einum 40-50 árum síðan mitt í okkara gerandisdegi. Og tí var tað kanska ikki so løgið, at man ynskti seg langt av landi skotnan, tá ið man einaferð fekk kjansin, men tað er so ein onnur søga.
Men sum við øllum, so kámast ræðumyndin sum frá líður, og støðan var ikki verri enn so, at tú tordi at venda aftur og enntá seta búgv í hesum ræðustaði.

Lisið upp í Bygdarhúsinum í Miðvági á tiltakinum Í menniskjum góður tokki, leygarkvøldið, 27. november 2010.

Høgni, spyr heldur teg sjálvan!

Høgni Hoydal, løgtingsmaður og fólkatingslimur, spyr nú sambært miðlunum danska ráðharran í skattamálum, hvussu avgerðin um at skerja føroyafrádráttin til lesandi er tikin. Hann staðfestir, at føroyafrádrátturin hevur stóran týdning fyri føroysk lesandi, og at avgerðin at skerja føroyafrádráttin er komin heldur óvart á.

Nú eru danir tíbetur so mikið at sær komnir, at teir skerja ikki frádráttin hjá teimum lesandi, sum longu eru umfatað av honum, men bara hjá teimum, sum fara undir lesnað í 2011. Hetta seinasta sigi eg ikki fyri at verja avgerðina at skerja frádráttin, men fyri at vísa á, at í danskari politiskari siðvenju ert tú sera varin at skerja rættindi hjá teimum fólkum, sum longu hava hesi rættindi.

Hesa siðvenju hava vit tíverri ikki i Føroyum, burtursæð frá kanska onkrum serfrádráttum, sum sjómannafrádrátti o.tl.

Tað, sum undrar meg stórliga, nú Høgni Hoydal finst at donskum myndugleikum, er, hví hann ikki brúkar sama mátistokk, tá talan er um føroyskar myndugleikar, har hann sjálvur hevur ein týðandi leiklut.

Eg kann her nevna sum eitt dømi viðgerðina í løgtinginum av uppskoti til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skatt av rentutryggingum v.m. (løgtingsmál: 85/2009), sum eftir eina sera jánkasliga fyri ikki at siga pínliga viðgerð fekk óvanliga stóra undirtøku í løgtinginum. Hóast henda avgerð fekk sera stórar avleiðingar fyri privatbúskapin, serliga hjá teimum, ið eru komin upp í árini, so varð ongin roynd at gera sum danir, nevniliga at gera skiftisregur fyri at avmarka negativu avleiðingarnar av avgerðini.

Nei, eitt mál sum eftir einari nátt sorlaði privatbúskapin hjá nógvum føroyskum familjum, sum annars fylgdu galdandi reglum og løgdu skilagóðar ætlanir fyri framtíðina, fekk 19. desember 2009 metundirtøku frá 29 løgtingslimum (sum teir flestu sjálvir ikki verða ávirkaðir av avgerðini), og bara 2 løgtingslimir atkvøddu ímóti. Millum teirra, ið atkvøddu fyri, var eisini Høgni Hoydal.

Nei, Høgni Hoydal! Spyr ikki danskar myndugleikar, hví teir fylgja vanligum og sømiligum spælireglum í politiskum avgerðum, nei, spyr heldur føroyskar myndugleikar og teg sjálvan, hví føroyskir politikarar als ikki geva sær far um vanligar og sømiligar spælireglur í føroyskum politikki.
Tit tosa um loysing. Hann nái meg, tí tit hava so nógv eftir at læra av dønum, at eg ivist í, um grundarlag nakrantíð verður fyri loysing við tí vánaliga næmi, sum politikarar og serliga loysingapolitikarar hava.

Okur vilja hava Eik

Eg veit ikki, um tað undrar onnur, men tað undrar í hvussu er meg, at líka síðan Eik fór fyri bakka, hevur okkara fíggjarmálaráðharri eina og aleina havt eyguni eftir BankNordik. Vit mugu ikki fáa bankamonopol! Vit mugu vera ansin, nú BankNordik ætlar sær at vera við í bjargingini av Eik! Landsstýrið skal tryggja, at Eik framvegis sleppur at varðveita tann størra marknaðarpartin í føroyska fíggjarheiminum!
Ja, tú kanst ikki halda annað enn, at tað er BankNordik sum er bartrogið og Eik eingilin.

Eg haldi hinvegin, at tað eru munandi fleiri grundir til at umhugsa, hvat tað var sum gjørdi, at Eik fór á heysin, enn tað eru grundir til at landsstýrið skal blanda seg upp í raksturin av BankNordik. Tí tað má hóast alt vera av lagnuni hjá Eik Banka, at vit skulu læra, hvat tú ikki eigur at gera, um tú ikki vilt seta fíggjarliga støðufestið upp á spæl.

Í staðin er landsstýrið farið at veita sálarliga kreppuhjálp og spæla jólamaður ella Spider-Man. Ja, tað er ikki ov nógv sagt, at landsstýrið nú er ein aktivur partur á føroyska fíggjarmarknaðinum, sum blandar seg upp í allar smálutir og leggur seg út í kappingina á ein hátt, sum kanska í eitt longri áramál fer at forða fyri eini tillaging í føroyska fíggjarheiminum. Og hetta kann møguliga eisini oyðilegga dynamikkin í vnnulívinum sum heild. Og hví man tað vera, at landsstýrið nú beinleiðis tosar niður til fólk?

Landsstýrið eigur undir ongum umstøðum at dansa til svikaliga tónleikin hjá Fíggjarligum Støðufesti, men heldur uppføra seg sum ein stjórn eigur at gera.

Sjálvandi skulu vit hugsa um tey, sum kunnu koma illa fyri fíggjarliga, tey, sum kanska óneyðugt missa arbeiði o.s.fr. Men máti skal vera við klossutum atburði.

Kanska landsstýrið eisini fer at krevja, at uttan mun til hvør tekur yvir bankan, sum fór á heysin, so skal bankin í hvussu er rekast víðari undir navninum Eik.

Musikkskúli og mentanarhús

Tað er løgið, men tað var á loftinum í Gamla Skúla at sørvágsbólkarnir frá 1960’unum trenaðu; Blue Boys og hvat teir annars itu. Eg minnist, at vit mangan stóðu uttanfyri og lurtaðu, meðan teir trenaðu, og vit vóru ikki eina løtu í iva um, at hetta vóru orkestur, sum fluttu eisini lítlu bygdina Sørvág inn í tann brúsandi altjóða heimin. Hornorkestrið helt eisini til í skúlanum eina tíð.

Nú er so Gamli Skúli allur sum hann er musikkskúli, so har fer eins og áður at hoyrast rumbul av tónleiki. Í dag, 13. november 2010, var skúlin so alment tikin í nýtslu, og tað er ikki ov nógv sagt, at talan er um sera snotilig høli.
Á hátíðarhaldi í dag vóru fyrst sýningar av gomlum upptøkum frá næmingakonsertum í musikkskúlanum í Vágum heilt aftur frá fyrst í 1990’unum. Síðan vóru sjálvandi røður hildnar, og Suni Jacobsen, borgarstjórin handaði skúlan til Sørvágs Skúla og avdúkaði nýggja navnið: Gamli Skúli.
Stuttligt var eisini at uppliva nógvan og fjølbroyttan tónleik. Eitt nú framførdu musikkskúlanæmingar, m.a. ein floytukvartett, sum var dugnalig, har var hornorkestur, kór, kór og orkestur og at enda Tinganest. Og so frægt sum eg dugi at meta, so var akustikkurin í nýggja skúlanum eisini framúr.

Dagurin í dag vísti kanska best, hvussu vítt tað modernaða tónleikahugtakið spennir, nevniliga um bæði tað klassiska, tað meira fólksliga og tað rytmiska sum rock og jazz.

Áhugavert verður at síggja, hvat nýggi musikkskúlin fer at verða brúktur til, tí hann eigur ikki at standa tómur. Upplýst var á haldinum í dag, at møguleikarnir eru nógvir, t.d. eisini at brúka hølini til annað enn tónleik, so sum framsýningar og sjónleik. Eg skilti annars á umrøðu í útvarpinum herfyri, at umstøður eru eisini at taka upp tónleik í nýggja musikkskúlanum.

Sjálvur haldi eg, at tað kundi verið áhugavert at fingið eitt veruligt mentaumhvørvi í nýggja musikkskúlanum, t.d. við konsertum, fyrilestrum, upplestri o.l., sum kundi savnað nøkur fólk, tí grundarlag er neyvan fyri teimum stóru framførslunum, tað má helst fara fram í størri hølum. Harfyri er onki, sum forðar fyri, at tað ber til at hava fín tiltøk, smærri bólkar, teir lokalu, men eisini tey kendu sum Holgar, Eiðvør, Teitur, Hallur Joensen, Nicolina av Kamarinum, klassiskan kamartónleik, t.d. Aldubáruna umframt smærri jazzbólkar, og so onkuntíð tað stóra og forkunnuga, sum kemur til landið uttanífrá.

Men eg rokni við, at slíkt má skipast, og at kommunan møguliga setir eina fyrireikingarnevnd at skipa fyri tiltøkum í nýggja skúlanum. Tónleikaundirvísingin er jú væl skipað frammanundan, so hon hevur helst onga neyð.

Jú, sørvingar hava allan rætt at ynskja sær sjálvum tillukku við nýggja musikkskúlanum.

Duga tey ikki at reypa sjálvi?

Nýggja bókin hjá Høgna Mohr Tá deyðin verður avdúkaður snýr seg um mørk, týdningin mørk hava, og hvat tey gera við okkum sum menniskju.

Í 2007, eftir at Dimmalætting um heystið 2006 hevði skrivað eina røð av atfinnandi greinum um viðurskiftini á Landssjúkrahúsinum, skakandi søgur um skeivar viðgerðir og ljóta viðferð av sjúklingum, var umdømið hjá Landssjúkrahúsinum, men so sanniliga eisini umdømið hjá Dimmalætting, í stórum vanda fyri at farast.
Á Dimmalætting fingu tey ivaleyst at sanna, at tað kostar, og tú verður ikki populerur hjá øllum, um tú dittar tær at taka mál upp, sum veruliga eru átaluverd.

Tað, summi kallaðu ljóta skrivingin, ávirkaði í hvussu er arbeiðshugin hjá starvsfólkum á Landssjúkrahúsinum, ella sum eitt av starvsfólkunum sambært rithøvundinum tekur til: tað kann oyðileggja nógv fyri okkum og onnur, um málini verða lýst ov einvíst. Tað kann hava við sær, at vit fara at uppliva nógv meiri av hugburðinum, at nú ræður bara um at hava sín rygg frían. At tað eyka avrikið ongantíð verður framt.

Á einum arbeiðsplássi ella stovni, har arbeiðið verður avgreitt og skipað við støði í greiðum fakligum førleikum, er onki so ringt sum at vera lagdur undir ikki at duga sítt yrki ella ikki at gera sítt arbeiði til lýtar. Og tá slíkt verður borið fram, hava fólk ofta ilt við at skyna á, um talan er um stovnin, um arbeiðsgongdir ella um tað einstaka starvsfólkið. Hinvegin er tað sum oftast lætt at staðfesta, at nógv av slíkari skriving ella atfinningum eru generaliseringar, tí ongin, ið stendur uttanfyri, er førur fyri at lýsa alt tað, sum fer fram á einum so stórum og fjølbroyttum arbeiðsplássi sum eitt nú eitt sjúkrahús er. Sannleikin hevur sum kunnugt fleiri síður, sum allar mugu lýsast, um talan skal verða um eina veruliga og sanna heildarmynd. Men fyri einstaklingin ella tey, sum veruliga eru fyri mismuni ella ikki fáa nøktandi tænastu, er heildarmyndin óviðkomandi. Tey hava allan rætt at gera vart við seg og finnast at

Mitt í allari neyðini, tá harðast leikaði á í 2006 við gølu omaná gølu, helt leiðslan á Landssjúkrahúsinum, at hon mátti lata dyrnar upp á víðan vegg og fáa ein royndan blaðmann at skriva um alt gerandissjaggið á stovninum, sum jú er tað, ið tá ið samanum kemur er avgerandi fyri, um vit verða lekt, koma trygt inn í heimin ella tá ringast vil til á virðiligasta hátt lata innaftur lyklarnar til lívið. Og hetta bleiv so uppgávan hjá blaðmanninum Høgna Mohr, sum áður hevur víst gott hegni í tí sjangruni í blaðmannayrkinum, sum gongur undir fremmanda heitinum new journalism.

Í bókini sigur rithøvundin, at hann grundar sína skriving á at hava verið dokumentaristur á Landssjúkrahúsinum í nakrar mánaðir í 2007.

Longu her koma vit til fyrsta markið í hesi bókini, tí tú kanst spyrja, um rithøvundin, sum her fær eitt sertilboð um atgongd til nakað, sum annars vanliga ikki er atkomiligt hjá øðrum, er farin um markið, sum gongur millum tað subjektiva øðrumegin og tað objektiva og óhefta hinumegin. Ja, tú kanst spyrja eftir motivinum? Skrivar rithøvundin fyrst og fremst fyri at bera í bøtuflaka fyri vánaligum avrikum? Roynir hann, ella kennir hann seg noyddan at mála eina ljósareyða mynd av veruleikanum? Ella fer hann eftir at gera eina kritiska lýsing av Landssjúkrahúsinum sum ein týðandi almennan stovn, sum borgarar gjalda umvegis skattin, og sum teir tískil eisini kunnu vænta sær nakað av?

Tá alt kemur til alt ger hann hvørki. Í bókini eru sjey subjektivar greinir um ymisk viðurskifti á hesum stóra og rokmikla arbeiðsplássinum. Rithøvundin garderar seg við hugtakinum ‘subjektivar’, og satt at siga, so er hann í síni skriving ikki annað enn trúgvur ímóti sínum yrki, trúgvur ímóti eini serligari sjangru í blaðmannayrkinum, eins og prestur helst skal vera trúgvur ímóti Bíbliuni, granskarin ímóti síni vitan og hvør einstakur ímóti sínum egnu kenslum og skyldum. Høvundin er til reiðar at fara undir eina spennandi uppgávu, tá ið høvið býðst, og lat tað so fara, at skrivingin eisini verður eitt slag av kreppusamskifti stovnsins vegna, tvs. ein roynd at fáa umdømið aftur á beint, ella at tryggja sosiala legitimitetin hjá stovninum.

Dokumentarisma og serliga new journalism er ein sjangra, har tú lýsir tað faktuella við teimum frásagnarhættum, sum vit kenna frá føgru bókmentunum, skaldsøgum og stuttsøgum. Dentur verður lagdur á at vera sannførandi heldur enn at fjala seg aftanfyri hópin av fakta. Tað er ikki tann stutta ella grunna reportagan, sum skal skjótt í blaðið ella á skíggjan, nei, her er talan um drúgva eygleiðing av viðurskiftum og hendingum, sum verða endurgivin rámandi og at síggja til á djúptøknan hátt, intensiv reportaga, sum tað ofta verður rópt. Hemingway var helst tann fyrsti, sum brúkti hetta skrivingarlagið, sum annars hevði sína gulløld í 1970’árunum. Tað er tað autentiska, egnar royndir, tað, sum tú sjálvur hevur upplivað, sum telur. Ikki tað eksotiska, men tað, sum fer fram mitt í grannalagnum, har tú búleikast.

Nú á døgum er hendan sjangran trároynd í sv-miðlunum, og hvør situr ikki av og á og styttir sær stundir við Deadliest Catch, Animal Cops, Airport, ER (Skaðastovan) ella í hesum døgum Borgen.

Flestu arbeiðspláss eru sum stongdir heimar, sum óviðkomandi ikki hava innlit í.
Og so eru aftur summi arbeiðspláss, sum eru heilt serlig, tí at tey eru rokmikil, og tú sært avrikini beinanvegin. Viðhvørt er ferðin nógv, avgerðir skulu takast skjótt, ella tú ert saman við fólki, sum líta á, at tú loysir teirra trupulleikar. Samstundis er stutt millum tað, sum eydnast væl, og tað, sum ikki eydnast, antin tí at okkurt ‘kiksar’ ella tí at tú onki fært gjørt kortini. Kenslurnar eru á gosi, adrenalinið verður pumpað út í æðrarnar í stórum nøgdum, og mitt í øllum hesum rokinum stórtrívast lokabrøgdini (intrigurnar). Júst lokabrøgdini, sum so nógv graml hevur verið um skulu hava so góð gróðrarlíkindi á Landssjúkrahúsinum, eru at kalla heilt burtur í hesum søgunum hjá Høgna Mohr.

Tað løgna við arbeiðsplássum, har tað stendur so nógv á, er, at umheimurin nærum ikki gevur teimum gætur. Á sjúkrahúsinum verða børn fødd, álvarliga sjúk fólk verða lekt, hjá summum stendur um lív og nøkur teirra doyggja. Uttanfyri gongur alt sína vanligu gongd, tí vit klára ikki at rúma hesum stóru hendingunum ella kenslunum, sum hjá øðrum eru partur av vanliga gerandisdegnum.

Í hesi bókini eru søgur um allar tær gloymdu hetjurnar, sum ofra seg í einum arbeiði, sum gamaní viðhvørt er væl lønt, men sum sannliga eisini krevur síni kensluligu avgjøld. Søgurnar eru so bergtakandi, at tú fært hug at spyrja, um hasi fólkini ikki duga at reypa sjálvi? Tey gera jú sítt ítarsta, eru ikki hástór ella stútut, men fyrikomandi, og alt fer fram í sátt og semju. Sjálvandi arga tey hvønn annan viðhvørt, sum starvsfelagar nú einaferð gera, men tað er so tað. Ja, tað er næstan ov gott til at vera satt.
Tí er tað gott, at onkur annar átekur sær at miðla so gott tilfar sum hetta til lesaran, sum livir í sælari fákunnu. Tí tað er hóast alt stuttligari at lesa um blóðdálkaðar menn, sum fremja avreksverk, enn um teir, sum í besta føri hava kaffiblettir á klæðunum, soleiðis sum rithøvundin eisini ger vart við í greinini Mister Lið, um skurðlæknan, sum við sveittabrot setur liðir upp á pláss við hamara og meitli, ella høggur burturav einum víriki. Hetta er annað enn at stara í telduskíggjar, handfara pappír ella trýsta á knøttar. Mister Lið dámar eisini betur norska læriháttin, tí har sleppur tú at skera beinanvegin, meðan danir eru meira varnir og vilja hava ungar kirurgar at standa og hyggja at í fleiri ár, áðrenn knívurin verður litin teimum upp í hendi.
Eisini er tað hugtakandi at lesa um, hvussu eitt barn greiðir frá, tá ið tað kemur til verðina á føðingardeildini. Ella frásagnir frá teimum, sum eru um tey, ið liggja at doyggja. Tí eisini um tað kanst tú savna tær vitan og royndir, sum tað kanska ikki altíð er so lætt at deila við onnur. Minni hugtakandi er tað at lesa um yngri mann, sum av sjúku spakuliga hvørvur inn í egnan heim og missir alt vanligt samband við síni kæru. Har er komið eitt skott teirra millum, sum rithøvundin tekur til. Ein óvíkiligur veggur, sum er gjørdur úr onkrari enn ókendari sjúku.

Tað er henda fjølbroytta heimin, hendan bókin er um, og jú, har eru mørk og óvíkiligir veggir, tykist tað viðhvørt. Her verður greitt frá mørkum millum somatikk og psykiatri, lív ella deyð, røkt ella viðgerð, effektivitet ella umsorgan, hugflog og veruleika, at vera sjúkur ella frískur, at hava ella missa tamarhaldið, og vit kunnu leggja aftrat tað meira abstrakta markið millum form og innihald. Í summum førum eru mørkini antin-ella, í øðrum førum meira kám.
Sjálvandi eru eisini teir sjúklingarnir, sum ikki kunnu bólkast, men detta burturímillum og enda í restbólkinum. Tey, sum púra heimavand tosa um Zyprexa ella Nozinan, sum var tað ræstur fiskur og garnatálg.
Afturat øllum koma so fakmørkini, markið millum leiðslu og starvsfólk og starvsfólk og sjúklingar.

Í søgunum í hesi nýggju bókini hevur tú varhugan av, at tað meira eru menniskjuni enn systemið, sum verða lýst, komponentarnir heldur enn maskinan. Styrkin í bókini er tann beinrakna tekstin, tær hugtakandi, men knøppu orðingarnar, miðlingin av sterkum menniskjaligum kenslum, stúran, gleði, ótti og sorg, og so tann einfalda, positiva menniskjafatanin. Men her verður samstundis ansað væl eftir ikki at kleima sær fingrarnar í maskinuni. Tað lata vit onnur um.

Og hví gremja seg, tá ið ein nøgdsemiskanning, sum varð kunngjørd beint fyri jól í 2007, eftir øllum at døma gjørdi allari skrivingini í Dimmalætting til skammar og fekk hesi orðini við á vegnum: 9 av 10 sjúklingum eru nøgdir ella sera nøgdir við viðgerð, røkt og tænastu á føroysku sjúkrahúsunum. Hóast landsstýrismaðurin í heilsumálum sjálvandi var ovurfegin, nú pena fasadan var bjargað, so vóru onnur, ið hildu, at kanningin hevði uppiborið at verið tikin meira í álvara í staðin fyri at verða brúkt sum miðlastunt.

Í sjónvarpsrøðini hjá Lars von Trier Riget hendi mangt løgið. Eitt løgið var, at mitt í øllum hurlivasanum stríddist yvirlæknin, Moesgaard professari íðin at fáa undirtøku fyri ”Operation Morgenluft”, sum skuldi betra arbeiðshugin á sjúkrahúsinum og teppa evindaliga grenjið úti millum fólk um eitrandi stríð millum fakbólkar og miseydnaðar skurðviðgerðir. Tann, sum hevur arbeitt eitt sindur við strategimenning og mentan á arbeiðsplássinum, visti betur og hevði hug at smírast.

Kanska er tað ikki av tilvild, at ‘morgunluft’ minnir eitt sindur um dimmalætting.
Tí hóast bókin hjá Høgna Mohr hevur nakað av hesi ‘morgunluftini’ í sær, so hevur hon eisini ein boðskap til sjúkrahúsleiðsluna, um leiðslan altso er sína uppgávu vaksin. Boðskapurin er kanska ikki skorin út í papp, sum eitt nú tann í Valcon-frágreiðingini, men tað hevði tó verið gott, um hann kundi verið við til at dimmið lætti eisini á Landssjúkrahúsinum. Tí so kom tó okkurt gott burturúr skrivingini, m.a. at vit fara at tola og taka við kritikki. Ein vansi við hesi bókini er tó, so áhugaverd hon hóast alt er, at hon hegnisliga skákar sær undan at lýsa ella taka støðu til verulig álvarsmál, men tað veldst sjálvandi um, hvat tú heldur vera álvarsmál. Her er so heilt vist okkurt eftir, sum vit mugu rokna við fer at verða tikið upp í meiri kritiskari blaðskriving um ikki á annan hátt.

Bókin hevur tó tað góða við sær, at vit vanligu lesarar eru farnir at dáma starvsfólkini á Landssjúkrahúsinum enn betur og nú unna teimum tær allar bestu arbeiðsumstøðurnar.

Høgni Mohr: Tá deyðin verður avdúkaður. Øgiliga egið forlag, 2010. 95 síður við myndum, sum Jens Kristian Vang hevur tikið.