Archive for oktober, 2010|Monthly archive page

Roykur í stýriklivanum

Umframt at vera góð er nýggja fløgan hjá Teitur Let the Dog Drive Home eisini sermerkt. Hon er dømi um popptónleik, tá ið hann er list. Teitur er hetta tey kalla singer/songwriter, tvs. ein popp-trubadurur,  sum fyri tað mesta syngur egin løg og tekstir. Og á hesi nýggju fløguni prógvar Teitur, at hann bæði syngur væl, ger góð løg og væl orðaðar og viðkomandi tekstir. Tað ger ikki fløguna verri, at hon tónlistarliga er væl løgd tilrættis ella arrangerað, sum summi kalla tað, av Teiti sjálvum saman við Trónda Bogason. Tað skal eisini nevnast, uttan at tað í sjálvum sær nýtist at siga nakað avgerandi um fløguna, at Teitur sjálvur hevur framleitt ella produserað fløguna. Tað sigur okkum bara, at hann hevur havt ein fingur við í øllum spælinum og hevur kunnað gjørt eina fløgu, sum er hansara burturav.

Nú er tað ikki tí, at eg eri fjeppari, at eg fór at lurta eftir Let the Dog Drive Home. Nei, hendan fløgan kom mær í hendi mest sum av tilvild, og av forvitni helt eg, at eg skuldi fara at lurta, og mín sann um eg ikki beinanvegin varð hugtikin.

Longu í fyrsta lagnum Feel Good kennist tað á klaverspælinum, at hetta er tónleikur, sum vil vera sveimandi og viðbrekin, og soleiðis kanska kann bólkast undir felagsheitið spacemusic.
Feel Good er ein einfaldur kærleikssangur, sum innihaldsliga, hóast tónleikurin víkir frá, hevur nógv til felags við I feel fine hjá the Beatles og I feel good hjá James Brown. Tónlistarligi dámurin á fløguni ber longu her boð um fyrimyndir sum Brian Wilson, Beatles, Coldplay, R.E.M., men kanska fyrst og fremst Simon & Garfunkel og Paul Simon. Við einum góðum vilja kunnu vit eisini taka Frændur við á listan yvir fyrimyndir.
Í sanginum God, I Have so Many Things to Tell You viðurkennir sangarin, at hann hevur brúk fyri at biðja, men hann leggur dent á, at hann skal ikki frelsast, tí hann er longu trúgvandi. Sangurin er í Motown-stíli við greiðari tilsipan til sangin My Girl hjá The Temptation.
Sangurin Waverly Place er ein sorgblíður sangur um gomul minni og longsul. Waverly Place er ein smøl gøta í Greenwich Village í New York. The Village var í farnari tíð heimstaður hjá sveimarum og beatrørsluni. Eg dugi ikki at siga, um staðið hevur nakað at siga í hesum sanginum. Hann snýr seg um tað, sum vit øll vita so væl, at tíðin fer við øllum. Vit gerast klókari, men kanska ikki so glað og stuttlig, sum vit hava verið áður, og evig eies kun det tapte skrivar Ibsen jú í sjónleikinum Brand. Spurningurin um hví lata vit tíðina og sambondini bara fara soleiðis, hongur eisini í luftini. Kanska er Facebook ein nýggjur háttur at halda sambandið, men tað tekur sangurin so ikki støðu til.
Í vakra sanginum Freight Train, ein rættiligur tveytaktari, hoyra vit um drongin, sum fylgir eini masterplan og sum bara fer har, ið steinsett er. Og hóast eydnan er við honum í øllum, so er kortini so nógv, sum manglar, nú hann er komin á mál. Nær ‘slerdi hann seg leysan’? Hann hevur ongantíð koyrt í vørutoki (Freight Train er sum kunnugt ein týðandi myndbering í amerikanskari folklore um at fara út og burtur, antin tað so er av huga ella av neyð), og heldur ikki hevur sangarin roynt tað at ganga fullur í Spania. Mær rann eisini í huga leiklutin Alfred Molina spældi í filminum Chocolat, sum Lasse Hallström leikstjórnaði. Jú, alt hevur sín prís.
Eg veit ikki hvønn sipað verður til í sanginum Betty Hedges, sum gongur í eini skjótari eitt sindur skeivari valstakt. Kanska er bara talan um eina fagnaðarvísu til onkra unnustu, men harfyri kemst ikki uttan um, at hesin sangurin eftir mínum tykki man vera tann veikasti á fløguni.
Sorgblídnið, sum liggur í øllum, sum sungið verður um á hesi fløguni, er eisini týðandi partur í sanginum You Never Leave LA. Okkurt festir seg í huganum og verður sitandi, tí at tað hevur okkurt sermerkt við sær, sál rópa summi tað. Soleiðis eisini við LA. Sangurin ljóðar avbera væl, men fær teg at hugsa, um hesin yrkjarin ella sangarin framhaldandi ætlar sær at dvølja í sínum døpurhuga. Tú fært næstan hug til at biðja hann taka seg saman.
Klokkurnar kima annars ófrættakent í sanginum Stormy Weather, sum er ein fyriboðan um hard rain, sum fer at koma. Stílurin er Poul Simon, men dámurin av onkrum, sum er fjart og farið ella okkurt lúnskt, sum fjalir seg í tokuni, minnir meg um huglagið, sum er á framúr fløguni The Soul Cages hjá Sting. Lena Horne sang jú í síni tíð eisini um Stormy Weather í songfilminum við sama heiti. Dreingjaliga røddin hjá Teiti í hesum sanginum fær teg næstan at trúgva, at helst er okkurt veruliga óunniligt í umbúna.
Lagið er lættari og minnir um franska vísu í sanginum Fly on the Wall. Ráðini eru at halda seg kúrran og ikki stinga nøsina í alt tað nógva sum hendir.
Ja, tað kann eisini alt fara so av lagi, tá roykur er í stýriklivanum og ringt kann vera at meta um, hvussu høgt tað er niður, at tað er best at lata hundin koyra, sum sangarin mælir til í tí skjótføra heitislagnum Let the Dog Drive Home.
Í sanginum Very Careless People minnir tónleikurin um tónleik, ið kemur frá  einum lirukassa ella tað, sum verður spælt, meðan karusellin koyrir. Her er tað tann svikni, øvundsjúki, ið syngur, hann, sum í beiskleika uggar seg við slatri.
Teir báðir seinastu sangirnir á fløguni eru vanligir popputir kærleikssangir, balladur. Í When I Had it All snýr tað seg um, hvat veruliga munar í lívinum, og niðurstøðan er, at All I needed was you, when I had it all, og tað kann vera so sera satt sum tað er sagt, bara vit ikki gloyma at geva okkum far um tað.  Og í seinasta sanginum á fløguni, hinum frálíka All I Remember From Last Night is You, verður hesin einfaldi sannleikin endurtikin.

Tað er jú ein sannroynd, at stóran sannleika kanst tú finna sjálvt í einum fávitskutum poppsangi, tí her snýr tað seg um kenslur, meira enn turra sannroynd. Tí hvat er lívið, tá samanum kemur?
Við hesi nýggju fløguni hevur Teitur valt at leggja dent á slíkar kensluligar sannroyndir, sum vit vanliga ikki tosa so nógv um alment, veikar hómingar, sum ofta hvørva í hurlivasanum. Hetta hevur hann gjørt so hegnisliga, at sangirnir á hesi fløguni eru bæði hugtakandi og geva hvíld. Og eg vóni ikki at eg fari skeivur, tá ið eg sigi, at hendan fløgan er cool.
Hon er í hvussu er verd at hoyra meir enn ta einu ferðina.

Við vón um betri tíðir

Landið er í fíggjarknípu, ongin ivi um tað. Tað almenna kostar meira, enn fólkið hevur ráð at gjalda, í øllum førum, soleiðis sum gjaldskipanin er sett saman í dag. Fólk gjalda ein lutfalsliga ovurstóran part av teirra lønarinntøku til tað almenna (sum skattir og avgjøld), og hóast vit hava ein ávísan progressivitet í skattaskipanini, so eru skattur og avgjøld ein alt meiri tyngjandi byrða fyrst og fremst hjá teimum lág- og miðalløntu, sum nóg illa fáa endarnar at røkka saman. Og hóast vit gjalda nógv fyri tær, so eru almennu tænasturnar kortini als ikki nøktandi.

Beinleiðis fátækradømi er tað ilt at fáa eyga á, og nógv tykjast liva eina glæstritilveru í stórum sethúsum og hava ráð til fínar bilar, dýrt innbúgv, flatskermar og frítíðarferðir. Vit vita sjálvandi ikki, hvussu nógv tey skylda.
So út frá hesi sannroynd, skuldi tað uttan iva borið til at kroyst sitrónina nakað væl enn, áðrenn samfelagið hoknar undir byrðuni og smokkar saman.

Tosað hevur verið um at breiðka skattagrundarlagið, men tað, vit hava sæð higartil á hesum øki, er nærum láturligt. Fleiri avgjøld merkja ikki breiðari skattagrundarlag, men eru onki annað enn ein beinleiðis skerjing av tøku inntøkuni hjá fólki, og hetta merkir minni keypiorku, sum so aftur ávirkar eitt nú mvg-inntøkurnar hjá tí almenna. Talan er sostatt um at flyta pengar úr einum pungi í annan, ella sum í tekningini hjá Storm P. av hundinum, sum fekk sín egna hala til døgurða.

Vit kundu sjálvandi sagt, at rættast var at vit fingu samfelagið á føtur aftur við íverksetan, vinnuframa og skipanarreformum av tí almenna. Men spurningurin er, um ikki viðurskiftini millum tað almenna og restina av samfelagnum eru farin so av lagi, at tað í stóran mun er brúk fyri sterkum og skjótt virkandi heilivági, skal sjúklingurin –  og her hugsa vit serliga um tað almenna – ikki leggjast heilt fyri ella doyggja.

Ígjøgnum árini er vaksin fram eitt alt meiri umfatandi patron-klient-samband í flestu framkomnu vælferðarsamfeløgum, og ikki bara í Føroyum. Hvat man ikki øll hesi árini vera snikkað saman til tess at veita hesum ella hasum áhugabólkinum eina ella aðra veiting. Ofta er talan um smápengar, men í onkrum føri um stórar upphæddir, sum verða veittar til tess at dyrka eitt samband sum byggir á undirtøku afturfyri eitthvørt.

Nógv av tí, sum hevur verið framt í samfelagnum, nógvar skipanir, sum eru settar í verk á ymsum samfelagsøkjum, hava ofta eina løgna søgu, sum hylur seg í eini fløktari røð av avgerðum og avtalum, sum at sígga til eru rationellar og væl grundaðar, men sum ofta ikki tola eina neyvari gransking.
Eisini eru nógv dømi um reglur, skilagóðar skipanir ella atgerðir, sum áttu at verið settar í verk, men sum verða sleptar, tí at tær kanska raka onkran trúgvan veljara ella onkran andaligan ella tímiligan felaga. Lætt er at grundgeva fyri hesum ella gera onkran rossahandil, sum ber í sær, at tú fært eitt sindur, um eg fái eitt sindur til mínar veljarar.
Úrslitið er ofta, at skipanarligi bygnaðurin í samfelagnum verður ein undarligur hurlivasi.

Og tað ávirkar samfelagsmenningina.

Eitt nú hava vit í Føroyum eitt óvanliga høgt kostnaðar- og prísstøði, sum uttan iva stavar frá onkrum bygnaðar- ella marknaðarligum skeivleikum. Sagt verður eisini, at t.d. fiskivinnan, okkara høvuðsvinna, er dundrandi ineffektiv. Kanska eru okkara sjúkrahústænastur munandi dýrari, nú vit hava trý sjúkrahús, enn um vit høvdu eitt sjúkrahús við trimum deildum, sum vórðu tvingaðar at samstarva.

Nú stendur á hjá tí almenna, ikki bara i Føroyum. Allastaðnis verður nú tosað um skerjingar. Tey ríku kunnu ikki longur rokna við at fáa barnapengar, sum ger tey uppaftur ríkari. Og tey minni mentu mugu eisini finna seg í at lata eitt sindur aftur av sínum veitingum (tey eru jú fjølmentari). Aðrar smáveitingar kunnu eisini rokna við at verða stubbaðar. Eykaskattir verða nú róptir umhvørvis- ella heilsugjøld. Ringt er eisini at argumentera fyri 50 m svimjihyli til ein svimjara (sjálvt um medaljur kunnu stuðla skinklandi sjálvsvirðingini). Og soleiðis kundi verið hildið fram.

Tað er sum nevnt ikki bara í Føroyum, at støðan er ring.
Enski forsætisráðharrin David Cameron rópar í kvøld ‘Your country needs you’, og hann heitir á bretar um at standa saman og tola stórar skerjingar, nú kreppan leikar í. Í Danmark noyðast teir uttan iva fyrr ella seinni at ‘røre ved efterlønnen’. Vælferðarsamfelagið klárar ikki longur at geva gávur í eyst og vest afturfyri atkvøður. Spurningurin er, um vit ikki skjótt noyðast at finna nýggj virði at byggja okkara tilveru á. Ella finna útav, hvussu vælferðartænastur skulu veitast í framtíðini.

Sjálvandi kunnu vit bera ótta fyri, at tá ið tað einaferð eydnast at fáa javnvág aftur í almenna búskapin, við ella uttan uppaftur fleiri skerjingum og avgjøldum, ja, so gloyma politikararnir pínuna og gloyma eisini at fara undir annan táttin: at fáa samfelagið á beint aftur. Nei, tá er tíverri væntandi, at tað aftur verður ‘jul igen’.

Men fyri ikki heilt at fara í svart, so er hetta kanska hóast alt rætta løtan at hava vón um betri tíðir.