Archive for september, 2010|Monthly archive page

Farið eftir gøðingarkálvinum!

Kendi amerikanski rock-jazzbólkurin The Mothers of Invention gav í 1968 út plátuna We’re Only in It For the Money. Hetta var tónleikur, sum var ein speisk viðmerking til góðvarnu idealismuna í 1960’árunum, tá hippierørsla og Flower Power vóru ovast á breddanum. Tí, sum teir søgdu, tá samanum kemur eru tað altíð pengarnir og hávirðing, viðburður, ella við øðrum orðum succes, ið telja.

Nú um dagarnar kom so líðandi fram, at Eik var í stórum fíggjarligum trupulleikum. Ein morgun tíðliga bórust tíðindi, at stjórarnir báðir vóru farnir frá, og nevndarformaðurin hevði eisini sagt sessin frá sær.
Hetta er ein av hesum áðrenn og aftaná-hendingunum, sum vit hava nakrar av her hjá okkum eisini.
Nú munnu tað tó vera tey fægstu, kanska burtursæð frá serfrøðingunum, sum vóru so bilsin um, at Eik fór av knóranum, tí tað hevði ljóðað longi.

Nú frættist at danska fíggjareftirlitið í tøkum tíma hevði sett bankanum knívin á barkan, og hóast fráfarna leiðslan í Eik segði seg ikki vera samda í avgerðunum hjá eftirlitinum, ja, fíggjarstjórin var bart út skelkaður, so var onki annað at gera enn at akta boðini.

Vit, sum hava uppliva slíkt áður, vistu innast inni, hvussu leikurin fór at enda. Bankin var ov stórur til at fara av knóranum, og vildu vanligir íleggjarar ikki seta pening í bankan og endurreisa hann, ja, so mátti landið punga út. Tíðin fer at vísa, um hetta verður so.

Men hvat er tað, sum hendir í hesum føri, og sum uttan iva fer at henda aftur, um ongin tekur sær um reiggj at avmarka vandan fyri, at slíkt kann endurtaka seg?

Vit eiga at gera okkum greitt, at her snýr tað seg um vanda, og at tann, sum kemur sær í vandastøðu, skal eisini rokna við, at okkurt óvæntað og óynskt kann henda. Hetta kemst snøgt sagt av, at alt broytist, sumt skjótari og annað meiri líðandi. Vit liva við vanda hvønn einasta dag, og skuldu vit livað púra uttan vanda, ja, so fóru vit ikki út fyri dyr, og sjálvt tá var lívið ikki vandaleyst.
Men tilætlað at góðtaka vanda, ella øktan vanda, sum ein part av ella fyritreyt fyri framburðinum, soleiðis sum modernaða samfelagið ger, tað er nakað heilt nýtt. Ja, kendi týski sosiologurin Ulrick Beck hevur skrivað eina heila bók um hetta, sum hann kallar vandasamfelagið (Risikosamfundet – på vej mod en ny modernitet. Kbh., Hans Reitzel, 1997 (upprunaútgávan er frá 1986)).

Tá talan er um Eik, so er hetta gamla søgan um hin smædna lítla, sum við eitt gerst brasin og stórur. Tíðirnar við stillastandi vóru jú av, múrurin var rapaður, liberalisman hevði sigrað, og loysunarorðini vóru fríur marknaður, framfýsni, ekspandering, einskiljing og dynamikkur. Skótt kendist tað, hvussu avmarkaður heimamarknaðurin var, so vit máttu út í heim eisini. Og fíggjar- og búskaparkreppur, tær vóru sum kunnugt settar úr gildi. Tað sum fíggjarpolitikkur ikki kláraði, tað kláraði fríi marknaðurin. Hvat kundi so ganga galið? Ja, tað skrivar kendi amerikanski búskaparfrøðingurin og vinnarin av nobelvirðislønini Paul Krugmann um í bókini The return af the depression economics (1999, nýggj útgáva 2009). Hann undrast eisini á, hvussu vit øll, serliga fíggjarleiðarar og í hvussu er nakrir fíggjar- og búskaparfrøðingar, kunnu hava misfatað støðuna so nógv, sum talandi dømi nú eru um.

Tað hevur víst seg, at tað altíð er vandamikið, tá bankar brádliga fara at ekspandera, tí tá fara teir fara út á óroynd og meiri ótrygg øki og skulu umsita alt størri peningaognir og skuld, og krøvini til fyrilit, royndir, yvirlit og innlit økjast munandi.
Men harraguð, høvdu vit ikki júst fingið væl lærdar unglingar heimaftur av flatlondum, sum vistu alt um banka- og fíggjarviðurskifti og sum hegnisliga skumpaðu gamlar hýggiskotnar leiðarar av rókini, og vistu, hvar (penga)skápið skuldi standa? Føroyska bankaskipanin varð við eitt moderniserað og meira virkisfús.

Tað er sum kunnugt eitt strekki millum Play safe og so at taka á seg vandafullan váða. Umstøðurnar gera vanliga av, nær vit velja tað fyrra ella tað seinna, men mest halda vit okkum mitt ímillum. Men tá rákið vendir, og øll síggja møguleikar og vilja vera við, tá gloyma vit ofta at vera á varðhaldi. Serliga tá ið vit sjálvi ikki hava nakað í klemmu.

Nógv fólk blanda hugtøk saman, tá ið tosa verður um váða. Stýrdur váði er onki annað enn tað, sum vit rokna við kann henda, við so ella so stórum sannlíkindum, men sum vit vænta, at vit eru ment at bera, eisini um tað ringasta skuldi hent. At vera váðafúsur merkir bara, at man hevur fyrilit, tvs. er til reiðar at gjalda tað, sum tað kostar, um váðin vísir seg at verða veruleiki, hóast tú vónar sjálvandi at koma undan óskalaður.
Óðamannaverk er nakað heilt annað. Tað er at koma sær í ella átaka sær váða, sum tú ikki ert mentur at bera, um hann verður til veruleika.
Ongin kann tó verja seg ímóti øllum vanda, og viðhvørt noyðast vit at tola váðan, hann verið kanska evarslítil, men verður hann til veruleika, kann tað onkuntíð kosta okkum almikið.
Men als ikki at hava virðing fyri váða, tað er onki uttan ábyrgdarloysi.

Uttan at eg kenni stórvegis til innanhýsis støðuna í Eik, so minnast tey flestu, at Eik broytti støðu frá sparikassa til vanligan banka. Eg haldi, at tað vóru broyttar lógarreglur, sum gjørdu hetta møguligt. Nú eg sigi vanligan banka, so er heldur talan um, at Eik so við og við menti seg til ein sonevndan full service banka, sum eisini gjørdist til íløgubanka, tvs. umframt at taka ímóti innskotum og at veita vanlig lán setti bankin eisini pening í virki og veitti trygd fyri íløgum. Og sum nevnt, so fór Eik eisini út um landoddarnar.

Júst hetta at fara út hevur verið nakað fyri seg hesi seinastu árini. Kroniska undirlutakenslan í Føroyum serliga í seinastuni hevur gjørt, at bara tann, sum er kendur í útlondum, er verdur at skriva um. Íslendski rithøvundurin Einar Már Guðmundsson skrivar skemtiliga í bókini Hvíta bókin (Støplum, 2010) um hendingina, tá ið fíggjargreivarnir fyrst hertóku allan heimin og síðan í roynd og veru høvdu alt vald í Íslandi, samstundis sum allir teir týðandi stovnarnir, herundir politikarar, pressa, fíggjareftirlit og fakfeløg, bara tóku undir við øllum og nikkaðu. Vit kenna øll syrgiliga endan á tí søguni.

Nógvur viðgangur kann sum kunnugt blinda. Tá alt gongur væl, og vit gera okkum galdandi, fáa vit øll eina ‘hopla vi lever’-kenslu, vit vinna allar X-factor-kappingar, og hóast vit eru fá, so kunnu vit syngja, at ‘Runt um allar fótbóltsvøllir, buka vit tær stóru stjørnur’.

At reypa um fótbólt og gera seg upp við tónleiki koyrir onki land á heysin, men – so fáment, sum vit eru – at seta seg í ovurstóra skuld og bjóða sær til at hjálpa teimum stóru við lánum og trygdum, sum byggja á vinnuverkætlanir, har tað antin má røkka ella støkka, tað er jú hasard. Ein sær fyri sær hesar kundarnar, sum hava góðar talugávur og koma við merkisverdum verkætlanum (nevndi nakar stórar góðshavnir, Stórutjørn, ráðstevnudeplar, golfvøll v.m.), ætlanir, sum sjálvandi hava framtíðina fyri sær.
Og hvat nú, um hetta alt vísir seg at vera góð forrætning, sum vit so hava latið til kappingarneytarnar? Og hvagar fara kundarnir?
Stjórarnir fáa jú løn fyri at tora og fyri at vísa á góð úrslit, og hvat glógvar meira í eygunum á pengamonnum enn ein yvirvaksin fíggjarstøðujavni, hóast kanska stórur partur av aktivunum eru fíggjað við lántøku? (Dømi eru um aðrastanis frá, at veðhaldsskyldur als ikki eru tiknar við í roknskapunum hjá summum peningastovnum. Lesið bara: Jesper Berg og Morten L. Bech: Finansernes fald. Hvordan den perfekte storm væltede de finansielle markeder. Kbh., Gyldendal, 2009).

Nei, tað er sanniliga ikki lætt at vera bankastjóri, men at geva grammum bankastjórum skyldina fyri heimsumfatandi fíggjarkreppuna, sum er íkomin, er helst at gera teir meiri týdningarmiklar, enn teir eru. Her eru onnur skipanarlig viðurskifti eisini upp á spæl, m.a. ófullfíggjað regluverk, ov lítið eftirlit og skeiv fatan av, hvussu tú handfer álit.

Tað harmiliga við Eik er, at seinasta hendingin fær avleiðingar ikki bara fyri einstaklingar, men fyri vinnulívið og samfelagið alt. Hetta vísir bara, at tað er ein stór samfelagslig ábyrgd at reka banka. Annað, sum nú eisini kemur fram aftur, er, at Eik hevur ikki havt tað, sum verður rópt góða Corporate Governance (góða virkisleiðslu), tí nevnd og leiðsla hava verið alt ov samantengd, og tað hevur gjørt eftirlitsuppgávuna hjá nevndini mótvegis leiðsluni munandi veikari.

Nú vanlagnan hevur rakt okkum, undrast tú á, hví tað bara skal vera Fíggjareftirlitið, sum skal tala at, tá ið vandi er á ferð. Hví eksponera bankar, sum eru í vandastøðu, seg ikki minni, áðrenn tað gongur galið (væl at merkja, um teir ikki longu áðrenn eru farnir út av eggini). Vit kunnu eisini spyrja, hvussu pressan kann gerast meira kritisk. Hvat verður av upplýsingaskylduni hjá bankunum, tá ið tað alla tíðina gongur út uppá at siga, at alt er ljósareytt, trygt og gott? Tað kann ikki vera rætt, at føroya fólk og føroyskir politikarar ferð eftir ferð vakna við kaldan dreym, tá bankar hava koyrt seg í óføri. Og hví tora vit ikki at finnast at, men velja heldur at teska í krókunum, og so lata Oyggjatíðindi sleppa at goyggja?

Tað átti heldur ikki verið so trupult at fáa skipað eitt føroyskt eftirlit við føroyskum peningastovnum? Ella hvussu? Brúk er sjálvandi ikki fyri eftirliti, tá alt gongur upp á stás, men sárt er at iðra um nakað minni gott, sum tú kundi sloppið undan, vart tú vakin. Sjálvandi eigur privata vinnulívið at sleppa av virka í frið, men máti skal vera við.

Vit kenna øll søguna um burturvilsta sonin, sum fór avstað til land langt burtur, og har spilti hann burtur alla ogn sína í ringum lívi, sum tikið verður til. Honum dámdi onki at koma heimaftur, men móttøkan hann fekk, var heilt serlig. Alt var honum fyrigivið, og faðirin bað enntá menninar fara eftir gøðingarkálvinum og drepa hann, so tey øll kundu eta og vera glað! Nú vita vit, at øll vóru ikki glað kortini. Og satt at siga, so dugi eg illa at síggja, hvussu skattaborgarin (les gøðingarkálvurin) skal fegnast um at verða slaktaður ferð eftir ferð, tí at onnur hava elt pengarnar, ella ímyndaðar pengar, og síðan søplað alt burtur, tey hava fingið litið upp í hendurnar.

Eg sigi bara sum Bob Dylan á sinni:

How many roads must a man walk down
Before you call him a man?

Klára vit ikki so frægt sum eina heimasíðu?

Nú er so ein hópur av unga fólkinum aftur farin av landinum at lesa, og alt gott um tað. Vit vita eisini, at stórur partur av hesum ungu ikki síggja sær nakran møguleika at koma aftur til heimlandið at brúka teirra útbúgving. Eg kenni ikki lutfallið, men onkur hevur nevnt, at nærum helvtin ongantíð kemur aftur.
Tí er tað so satt, sum tað eisini hevur verið sagt, at tað hevur stóran týdning, at so nógvar útbúgvingar sum tilber verða bodnar út í Føroyum.

Nú veit eg ikki, hvat man kann gera, fyri at fáa arbeiðspláss til tey nógvu og væl lærdu, men tað hevur ikki onki at siga, at vit alla tíðina – ikki bara familja og vinir – men eisini tær almennu Føroyar varðveita gott samband við hesi ungu, sum eru uttanlands. Gera teimum greitt, at vit fegin vilja hava tey aftur og ítøkiliga vísa við greiðum atburði, avgerðum og átøkum, at vit eisini meina tað. Tað hjálpir eisini upp á rekrutteringina av góðari arbeiðsmegi, um tað er tað, sum er trupulleikin.

Eg dugi ikki at síggja, at tað sum er verður gjørd nøkur verulig roynd at hava samband við tey ungu uttanlands. Ein einfaldur máti kundi verið at havt eina heimasíðu, sum vendi sær beinleiðis til ung lesandi, eisini og kanska serliga tey uttanlands, sum greiddi frá Føroyum og møguleikunum at gera karrrieru her. Tað hevði verið ógvuliga lítið arbeiðskrevjandi at latið tey ungu sloppið at tekna seg fyri eini fráboðan á telduposti teirra ella á sms’inum, sum segði teimum, at nú var aftur nýtt at frætta. Tað fløvar at vita, at onkur bríggjar seg um teg!

Á eini slíkari heimasíðu eiga vit at siga teimum ungu frá tí, sum hevur teirra áhuga, og sum mennir hugin at koma aftur at geva sítt íkast til samfelagsmenningina. Vísa teimum, at vit hava eitt livandi, virkið og frílynt land, um vit altso eru frílynt. 

Tað fær so ongan at koma aftur til landið, um tað einasta sum veruliga er frammi í almenna kjakinum er, hvussu vit fáa fleiri góðkendar grindavágir, at vit framvegis sleppa av veiða stórhval (sum vit ikki gera), hvussu væl tað eydnast okkum at spara og skerja almennar tænastur, hvussu nógv vit tapa í fótbólti, um ein húkur skal sleppa at vera standandi ella ei, endaleys kjakarí um átrúnaðarligar smálutir, sum verða blástir upp til stórmál, um kinesarar skulu sleppa at fiska í føroyskum sjógvi, um miðstaðarøkið er betri enn útjaðarin, um hví almennu miðlarnir ikki klára sínar skyldur, ella hví fiskivinnan framhaldandi ikki kann verða rikin burðardygt og so at hon lønar seg fyri samfelagið og ikki bara fyri einstakar spekulantar.

Hvar er víðsjónin og viljin?

Megnar tað almenna heldur ikki at reka eina heimasíðutænastu við tíðindabrævatænastu til tey ungu, hvussu skulu vit so fáa tjóðpall, altjóða universitet og flogvøll, eitt blómandi tónleika-, lista-, vinnu- og bygdalív?

Tað er ongin sum helst ivi um, at størsta vandamálið í Føroyum í dag er, at fólkatalið stendur í stað og kanska fer at minka. Og vit stuðla sjálvi hesi gongd við atgerðar- og fantasiloysi.

Eg plagi onkuntíð at hoyra viðmerkingina hjá teimum ungu, um okkurt, sum javnan sjabbað verður um, at hetta ella hatta er so býtt! Og eg má geva teimum rætt, tí býtt er tað.

Hvat fyri ans?

Tað skal hava vakt ans, at vit enn einaferð, í sambandi við at vit hava fingið vitjan av fólki, sum hava eina aðra seksuella orientering enn meirilutin, eru farin at kjakast um, hvørt hesi skulu vera vælkomin í okkara landi ella ei. Bløðini vita, sum vituligt er, at homoseksualitetur er eitt eldfimt evni, so tað er bara at leggja í vaðið. Og í tí politiskt korrekta umheiminum gleða tey seg til at hoyra føroyingar taka frástøðu frá sovorðnum, sum tey ikki longur sleppa at siga hart. Homoseksualitetur er jú nakað, sum ikki enn er normalt her hjá okkum. Vit eru ein kristin tjóð, og tað eru heilt vist fleiri tingmenn, enn bara teir í Miðflokkinum, sum taka undir við Jenisi.

Men tað løgna er, at moralur er tíðarbundin, og hann broytist. Einaferð var tað ikki normalt at hava hund sum kelidýr, men tað er tað nú. Snar, sum fyrr helt til í kjallaranum, um hann var so heppin at hava eitt tilhald við hita, slangar sær nú í bestu sofuni í bestustovu hjá nógvum familjum kring landið. Ja, heldur seg vera! Nógv eru eisini farin at súkkla ella renna, hóast tað ikki var vanligt fyrr, og Bíblian bannar mær kunnugt ikki hesum. Hvør minnist ikki, tá ið tað var synd at fara í biograf at síggja Far til fire? Nú er porno lætt atkomiligt í sjónvarpinum og á netinum, og tað er púra normalt at hyggja eftir tí (solongi tað ikki eru tíni næstrafólk, sum leggja kropp til svínaríðið).

Og einaferð verður tað eisini púra normalt at vera homoseksuellur í Føroyum. Og tá tímir ongin at tosa um tað meira.

Normalitetur er eitt sera vandamikið hugtak, um tað gerst partur av valdsmisnýtslu. Einaferð var tað ikki normalt at vera svartur, og tað varð sagt, at tey svørtu vóru í ætt við dýrini og áttu tí ikki innivist í himmiríki. Fleiri teirra livdu tískil eina fátækratilveru, sum vit neyvan tola at droyma um. Tónleikurin hjá teimum svørtu var tó so góður, at vit fingu hann í eini útvatnaðari hvítari útgávu. Tíbetur er hesin tónleikur viðurkendur í dag, og tað merkiliga er, at bæði svørt og hvít kunnu spæla svartan tónleik. Nekarin er ikki petti meira rútmiskur av náttúru enn vit hvítu. Gevur tú hvítum fólki loyvi til at folda seg út, ja, so svinga tey minst líka nógv við rumpuni, sum tey svørtu (far bara á Fjarða- ella Summarfestival). Og Gudi dámar sum kunnugt allan tónleik (serliga eitt tey rópa gospel, sum forrestin er kirkjutónleikurin hjá teimum svørtu, tá ið tey ikki sluppu í hvítu kirkjurnar. Hesin tónleikurin fæst nú eisini í eini eitt sindur mjúkari country-popp-útgávu). Tey svørtu kundi tú fyrr ekkaleysur buka og avrætta (ja, tað var ein skylda, um tey ikki makkaðu rætt og vóru undirbrotlig. Tí hvør hartar ikki tann, hann elskar?)

Normalitetur kann byggja á vanahugsan, ella hann kann stinga djúpari og gerast til eitt stíðsevni, sum bæði bjóðar valdinum og vanahugsanini av, og kann verða til nakað, sum tú kanst brúka í stríðnum at tryggja tær vald. Tað eru framvegis fleiri, sum halda at vit eiga at fylkjast um ‘moralens vogtere’.

Spurningurin er bara, um tað er eitt legalt og viðkomandi alment stríðsevni, hvussu fólk bera seg at seksuelt. Men vilja vit ikki hava karmar? Menn fara ikki í song við monnum, og kvinna ikki við kvinnu, tí tað er ónormalt. Og ónormalt er tað sanniliga, um endamálið við allari seksuellari samveru var at fáa børn. Tíbetur hava vit bann móti neyðtøku, pedofili o.s.fr.
Men álvaratos, hvat hevur tað við politikk og tónleik at gera, um tú ert homoseksuellur.
Nógv kunnu vit siga, tí í Onglandi hava tey beint nú eina gølu, har uttanríkisráðharrin William Hauge er komin í politiskt illveður, tí bløðini leggja hann  undir at vera homoseksuellan. Einaferð vart tú í USA roknaður fyri at vera kommunist, um tú spældi upp á kassaguitara. Woody Guthrie hevði eitt klistrimerki á guitari sínum har orðini This Machine Kills Fascists stóðu at lesa.

Homoseksualitetur hevur verið og er framvegis eitt rúkandi heitt politiskt stríðsevni. Í ætt við at stjala og at lúgva. Moralurin og trúðvirðið stendur upp á spæl. Men tá tey homoseksuellu eru kend fólk sum Elton John og hampafólk sum tær báðar íslendsku konurnar Jóhonna Sigurðardóttir og Jónina Leósdóttir, sum nú vitja á okkara klettum, ja, tá eru tað bara ekstremistarnir, sum tora at standa fast og mótmæla.

Hóast tað kann tykjast meinaleyst, so er tað ikki púra vandaleyst at loyva almennum miðlum at kalla homoseksuell fyri lebbur og rumparar (hóast tað kann vera stuttligt í privatum høpi). Hetta halda vit, at vit kunnu loyva okkum, tí at her er talan um menniskju, sum ikki eru so góð og normal sum vit. Men hvussu við teimum, sum brúka skriftina sum lóg? Hava tey ikki grein í sínum máli? Hava vit ikki syndir (kardinalsyndir/deyðssyndir), sum eru so álvarsligar, at tær føra lúkst í helviti? Men hvat so við øðrum, sum skriftin áleggur okkum? Fylgir Jenis øllum, sum er álagt honum í skriftini? Enda vit ikki sum ein reinur talibanstatur, um vit skuldu brúkt skriftina sum lóg? Hvør er so reinur, at hann torir at kasta fyrsta steinin? Ja, skal ikki onkur kasta fyrsta steinin? Ella eru vit ikki langt síðan komin úr stein(i)øldini? Eg spyrji bara?