Bleyt virði – ella bara ein uppbyggilig søga

Seinastu árini hava vit sæð hópin av dømum um, at virki og stovnar hava skift navn og samleika. Nøvnini hava verið merkiliga stutt, og tað má so koma av, at fólk ikki longur hava stundir til djúphugsan og at lesa og siga long nøvn, ella eisini er tað meiningin, at hesi nøvnini skulu geva eina ábending um skjótleika, ágrýtni, virkis- og tænastuhug.

Hetta, sum minnir ikki sørt um skótamoral, skal so geva okkum eina kenslu av, at vit eru umgyrd av stovnum og virkjum sum vísa ábyrgd, eru skynsom og álítandi, og sum hava umsorgan fyri kundanum, umhvørvinum, samfelagnum, búskapinum o.s.fr.

Nú er tað so satt, sum tað er sagt, at navnið spillir ongan. Men nakað at komikki hevur tó verið um hesi nøvnini: Posta, Dugni, Studni, Skyn, Spekt, Magn, Effo (onkur helt hetta vera eina vánaliga úttalu av Esso), Nema, Senta, Eik o.s.fr.

SEV – stovnað 1. oktober 1946 – er í teirri hepnu støðu, at teirra navn av óvart nú er vorðið post-modernað, tí tað er enntá styttri, enn tey flestu av hinum nýggju nøvnunum.

Onkur hevur skemtað um hesi nøvnini, at tá Postverkið kann eita Posta, so kundi apoteksverkið eins væl skift navn til Hosta.

Men nú er í hesum føri vanliga ikki bara talan um navnaskifti, men ofta eisini um at virki og stovnar vilja signalera til umheimin, almenningin og kanska serliga til kundan, men eisini innanhýsis mótvegis starvsfólkunum, at talan er um eitt satt siðaskifti, ella eina nýskapan av samleika, sum setir krøv.

Saman við navnaskiftinum verður tí ofta konstruerað eitt logo (sum í fleiri førum er líka stutt og abstrakt sum navnið), og lýsingafyritøkurnar kunnu harumframt fegnast um, at hesi virkini og stovnarnir skulu hava orðaða eina missión, eina visión og eitt virðisstøði. Hesum standa lýsingafyritøkurnar fyri, tí virki og stovnar, sum ofta eru av tí gamla skúlanum, mugu fáa at vita, hvat tey gera ella skulu gera, tí tað vita tey eftir øllum at døma ikki sjálvi.

Tað er eyðsæð, at hesi samleikaskifti hava stóran strategiskan týdning fyri virkini og stovnarnar, hóast týdningurin er ymiskur alt eftir støðu og slag.

Nøkur dømi

Hesar missiónir og visiónir eru tó rættiliga líkar, tá samanum kemur, so lat okkum taka nøkur dømi.

Í Magn, sum m.a. selja olju, siga tey, at tey seta kundan í fokus (eingin kundi, onki Magn). Tey leggja dent á vitan og førleikar, skjótleika og arbeiðsgleði. Og so skal innanhýsis arbeiðið sjálvandi skipast hareftir. Hvussu tey gera tað, veit eg av góðum grundum ikki, men tey hava so eina visión um, at tey skulu “upplivast sum Føroya besti orkuveitari”.

Í Effo, har tey eins og Magn umframt olju eisini selja góðgæti, pylsur, ísar, breyð, køkur og læna út filmar, hava tey t.d. orðað eina HTU-stevnu (heilsa-trygd-umhvørvi). Tey lova at uppføra seg pent (tað er ein skylda hjá bæði leiðslu og starvsfólkum), og satt at siga er talan um skilagóðar ásetingar: eitt nú at tey vilja arbeiða fyri at verja okkara umhvørvi, tey vilja fyribyrgja óhappum og vanlukkum og fylgja ásetingunum frá myndugleikunum. Hetta seinasta átti at verið sjálvsagt, men er tað mangan ikki.

Tað er skilagott og eyðsæð, at feløg, sum selja dálkandi olju, eisini royna at hava fyrilit fyri umhvørvinum. Eitt nú hevur Magn eisini ein sonevndan HSSE-politikk (Health Safety Security Environment).
Spurningurin er so bara, um tað er umhvørvið, sum liggur teimum fremst í sinni, ella um tað er teirra egna strategiska støða, umdømið ella teirra egni pengapungur.

Í Dugna, sum skal stuðla arbeiðstarnaðum við mennandi virksemi og útbúgving, hava tey sett sær fyri, at øll arbeiðstarnað fólk í Føroyum skulu hava møguleika at koma í arbeiði áðrenn 2012. Tey lova, at taka støði í einstaka næminginum, og saman við honum seta í verk ráðlegging fyri menning hansara. Tey siga eisini, sum part av virðisstøðinum, at samfelagið hevur skyldu til at integrera tey arbeiðstarnaðu, soleiðis at tey gerast virkin á arbeiðsmarknaðinum og harvið fáa eina meira innihaldsríka tilveru.
Alt sovorði, sum vit øll væl kunnu taka undir við.

Í peningastovninum Eik vilja tey sjálvandi vera kundum sínum at gagni við at veita fíggjarligar tænastur, har aðalvirðini eru tryggleiki og brúkaravinsemi. Ja, Eik hevur enntá eina visión um at vera brúkaravinarligasti peningastovnur í Føroyum. Har vilja tey eitt nú eisini veita kundunum eina framúr góða ráðgeving, ið tekur støði í veruliga tørvi  kundans, og sum ger kundan føran fyri at taka fíggjarliga rættar avgerðir.

Og sjálvandi skal hetta gerast, samstundis sum Eik hevur eina vón um at skapa fíggjarliga nøktandi og kappingarfør úrslit.

Í kt-sølufyritøkuni Nema, sum eisini selur skrivstovuútgerð, hava tey sett sær fyri, at tey við einum Win-Win-hugburði vilja fara inn í virðisketuna hjá sínum kundum. Tey siga, at tey eru varandi samstarvsfelagin, sum tryggjar kundanum hægsta virðið og besta nøgdsemið, tá ið hann ger íløgur í KT-, skrivstovu- og samskiftisloysnir. “Við opinleika, áræði, førleika og passión veita vit skjóta tænastu, virðisøkjandi ráðgeving og dygdargóða vøru, har vit seta kundan í fokus og taka støði í hansara tørvi.”

Tú varnast øll pluss-orðini: opinleika, áræði, førleika og passión. Og í einum broti í missiónini siga teir ella tey, at: “Passión er okkara drívmegi. Við passiónini koma tær bestu loysnirnar, arbeiðsgleðin og kundanøgdsemið”.
Og móti endanum verður tað næstan sum ein relgiøsur útifundur, tá ið samtakið sigur, at: “Vit brenna fyri okkara arbeiði, faki og okkara starvsfeløgum. Drívmegin er kenslan av at brúka okkum sjálv og okkara førleikar til at skapa meiningsfullar og virðisskapandi loysnir fyri okkara kundar. Vit brenna fyri hvønn dag at útinna okkara besta, og vit styrkjast og mennast við okkara sigrum – og ósigrum.”

Ósigrum skalt tú ikki leita longi eftir í hesum døgum, og vónandi hevur tað ikki tikið ov nógv av eldhuganum, at hetta samtakið, eins og so nógvar aðrar privatar fyritøkur, hevur havt munandi hall á roknskapinum tey seinastu árini. Men tað kann vendast við hepni og einum góðum vilja.

Postverk Føroya, sum í 2004 varð umskipað til partafelag, hevur nýliga skift navn til Posta. Har er munandi umskipan farin fram, fyrst og fremst at tillaga stovnin til marknaðarkor. Mær vitandi hevur felagið skyldu til at bera út post, brøv og pakkapost um alt landið, men onnur virki eru tó eisini virkin á hesum sama marknaðinum.

Posta hevur havt eitt hall á 8,2 mió. kr. í 2009 móti einum halli uppá 2,5 mió. kr árið fyri. Nevnd og leiðsla hava sett sær fyri, at rakstrarúrslitið fyri 2010 skal betrast í mun til 2009 og at raksturin skal geva avlop í 2011. Ein fortreyt fyri at røkka hesum máli er, at ein verkætlan við heitinum 180°, sum tey hava sett í verk, eydnast, og higartil gongur sum ætlað við hesi verkætlan, verður upplýst í fráðgreiðing frá felagnum. Endamálið við verkætlanini er at venda fokus hjá fyritøkuni 180° frá at vera ov nógv vent móti innanhýsis viðurskiftum til at venda sær móti marknaðinum, tí meirsøla er neyðug, fyri at fáa raksturin á Posta at geva avlop. Hetta er greið tala!

Tá nýggi samleikin hjá Posta varð framlagdur í august 2009 vísti stjórin í grein í Dimmalætting á, at arbeiðið við nýggja samleikanum hevur havt hjávinning við sær, tí ein arbeiðsbólkur hevði arbeitt við og funnið fram til kjarnuvirðini í fyritøkuni, kjarnumálini og avbjóðingarnar. Í tí sambandi hava tey funnið fram til tey 3 V´ini, sum stjórin lýsir soleiðis:

– Virðing. Vit skulu ikki yvirselja eina vøru – vit skulu kunna levera vøruna, vit lova. Og tá ein kundi kritiserar okkum, skulu vit siga takk, notera tað og leggja tað í ein idé-banka og arbeiða víðari fyri at gera tað betri.

– Vilji. Tær broytingar, sum hava verið og enn eru neyðugar at fremja hjá okkum krevja ein øgiligan vilja.

– Og víðskygni. Vit skulu tora at hugsa tað ótonkiliga, vera nógv meira framrættað, sigur stjórin, sum viðgongur, at fyritøkan hevur verið ov trek at laga seg til broytingarnar á marknaðinum.

Tænasturnar skulu broytast, og fyri at røkka hesum máli mugu forðingar av vegnum, sigur Posta, sum heldur, at størsta avbjóðingin er at fáa politikararnar at vera við uppá tað. Um tað hevur týdning, at kundarnir eisini eru við upp á tað, sigur søgan tó onki um. Posta sigur seg tó leggja dent á, at felags fyri dagførdu tænasturnar er, at tær í størri mun eru lagaðar til tørv kundans, hvør tað so enn er, sum definerar hendan tørv.

Tað hevur annars verið upplýst, at búmerkið hjá Posta skal ímynda tveir flúgvandi pakkar, men eg havi so ikki dugað at lagt tað til merkis, men kanska er ætlanin við hesum nógvu nýggju búmerkjunum, at tey skulu tala til dulvitið?

Eg kann í hesum sambandi nevna, at tað heldur ikki hevur eydnast mær at fáa skil á, hvat hasir báðir lúsakambarnir, sum eru búmerki hjá Studna, ímynda.

Elfelagið SEV, sum altso ikki hevur skift navn, hevur uttan iva eina missión og visión, og nakað um hetta er at finna í ársfrágreiðingini hjá felagnum. Nú snýr tað seg ikki bara um elframleiðslu longur, men um sambandið millum orkuframleiðslu og útlát. SEV hevur sett sær fyri at stuðla landsins myndugleikum at liva upp til altjóða semjur á hesum øki. Ella sum felagið orðar tað: “SEV hevur sett sær sum mál at vera ein virkin viðleikari hjá landsstýrinum í royndunum at flyta ásettu málini inn í veruleikan.” Svarið er her varandi orka, og hetta fer at hava við sær stórar og kostnaðarmiklar útbyggingar. Bara so at tit skulu vita tað!
SEV er kommunalur felagsskapur, sum røkir eina greiða landsuppgávu, og er tí altíð í vanda fyri at verða yvirtikið av landinum. Støðan kann eisini verða varðveitt óbroytt, og privatisering av øllum ella pørtum av virkseminum kann eisini koma upp á tal.

SEV hevur sett sær fyri, at í 2020 skulu 75% av elframleiðsluni á landi stava frá varandi orku.

Tað er sjálvandi allan heiður vert, at SEV átekur sær samfelagsskyldur, ja hugsar um klótuna alla sum hon er. Aftur her kunnu vit spyrja, hvat er verulig umsorgan fyri umhvørvi og umheimi, og hvat er umsorgan fyri eins egnu strategisku støðu.

Her skal tó ikki verða lagt upp til, at alt, sum vinnufyritøkur gera, tá ið tær positionera seg á nýggjan hátt, er fupp og fidus, men ein hevur grund til at vera skeptiskur.

Tað er áhugavert, at SEV eisini hevur gjørt sær eina samskiftisætlan, har tað verður staðfest, at SEV samskiftir reiðiliga og skjótt. Nevnt verður, at “Trúvirði, opinleiki, rættleiki og skjótleiki eru lyklaorð í samskiftinum hjá SEV við umheimin.”
Nú er tað so, at tað at stýra almennu fatanini at tínum virki, er av stórum týdningi, og, sum tey siga hjá SEV, hevur tað “stóran týdning, at samskiftið gevur eina rættvísa og neyva mynd av virkseminum hjá SEV og hugsanum felagsins.” So samskiftið skal stýrast, og við sínum samskiftispolitikki ynskir SEV at staðfesta seg sum eina opna fyritøku við mest møguligum gjøgnumskygni.

Virðisleiðsla

Hesin nývaknaði áhugin fyri samleika og virðum er nakað, sum er komið til okkara uttaneftir, sum so nógv annað. Hetta er tað, sum aðrastanis verður rópt virðisleiðsla, og sum er væl lýst í bókini: Ole Thyssen: Værdiledelse. Om organisationer og etik. Gyldendal, 1999/5. útg. 2008.

At etikkur, umhvørvi, góðska og trivnaður hava fingið so stóran týdning sum leiðsluhugtøk í modernaða samfelagnum er ikki av tilvild. Hetta er fyri ein part arvur frá 68. Nú er tað in at leggja dent á bleytu virðini. Tað er gott at hava okkurt ‘at ganga inn fyri’. Politiski brúkarin, sum leggur dent á heilsu, trivnað, etikk og burðardyggleika, hevur stórt vald. Fólk arbeiða ikki longur fyri at vinna sær eina løn, nei, tey vilja hava meining, avbjóðingar og menning í arbeiðslívinum. Nýtímans virki tíma ikki at hava samband við virki, sum eru afturúrsilgd ella ikki halda etisku reglurnar. Tað, sum ikki er ein liður í virðisøkingini, hevur ongan kjans. Og søgur um succes, uppruna og rættvísi viga nógv í sjálvsfatanini, og eisini tá vit velja at keypa okkurt.

Hesi hugtøk, tey bleytu virðini, eru partur av legitimeringini og sjónliggeringini av stovninum ella virkinum. Umdømi og dentur á virði er vorðin ein týðandi strategiskur faktorur hjá alt fleiri virkjum og stovnum, bæði sæð í mun til eitt nú kundar, myndugleikar og fjølmiðlar, men eisini innanhýsis, tá ið talan er um motivering av starvsfólki og til at miða seg eftir, tá ið leiðsla ella starvsfólk skulu taka avgerðir (viðhvørt sonevndar ópopulerar avgerðir) og grundgeva fyri hesum.

Spurningurin er bara, um talan altíð er um veruliga virðisleiðslu ella hinvegin um manipulatión og valdstríð, tá ið virði gerast partur av virkisspælinum. Tí bleyt virði seta ikki tær grundleggjandi búskaparligu treytirnar úr gildi.

Virki og stovnar skulu í alt størri mun markera seg mótvegis umheiminum og taka avgerðir, sum onkursvegna ganga interessentunum á møti. Spurningurin er tá, hvør ella hvørjir eru týdningarmestu interessentarnir, og hvussu stendur virkið seg í mun til hesar (sterkt/veikt). Krøvini, sum verða sett virkinum ella stovninum, kunnu ikki øll nøktast og hvørji, teir velja at nøkta, kann ikki avgerast sakliga. Tá er gott at kunna vísa til, at virði og skynsemi liggur til grund fyri avgerðum, sjálvt um hesar raka einstaklingar ella bólkar. Virðisleiðsla snýr seg fyri ein part um at positionera seg mótvegis interessentum, at bjóða summum av, geva øðrum fyrimunir og framíhjárættindi, og at sissa teir ella tey, sum antin ikki fáa sín vilja ella tær tænastur, sum tey halda seg hava rætt til, ella teir ella tey (eftirlitsstovnar, atfinnarar o.o.), sum kanska ivast í førleikunum ella trúvirðinum hjá virkinum ella stovninum.

Onkuntíð er neyðugt at gera seg inn á sosiala semjuna, skal virkið mennast og yvirliva, tí tað er jú ikki altíð samanfall millum organisatorisk virði og einstaklingavirði.

At samskifta um virði kann vera við til at avmarka stríð og ósemjur. Stutt kunnu vit siga, at virðisleiðsla skal ávirka bæði meiningar (holdningar) og virksemi (handlingar). Er talan bara um at ávirka meiningar, so at vánaskilið kann halda fram, ella um misinformatión fyri at sissa folk ella teppa atfinnarar, so er neyvan talan um virðisleiðslu.

Í meira konstruktivum høpi kann virðisleiðsla vera við til at minka um ávirkanina av peningi og valdi, tá talan er um avgerðir. Tá er ikki bara talan um avmarkningar, men eisini um høvi til at royna nýtt og vera kreativur, fyri ikki at siga at verða meira rættvísur.

Tá eru virði og orðingin av virðisgrundarlagnum meira enn nakað, vit hava, tí at hini hava tað. Tað er nakað, sum vit taka í álvara. Virði skulu vera greið, og tey eiga at vera við til at skapa gjøgnumskygni, sum er eitt av trendorðunum fyri tíðina. Veruligur dialogur kann eisini tryggja, at øll interessentáhugamál koma til orðanna. Tá er talan um fair play og álit.

Teori ella praksis

Men sum tað stendur í yrkingini: tað lekur ofta millum teori og praksis.

Eg gevi ikki nógv fyri virðisásetingarnar hjá oljufeløgum, um tey sínamillum avtala ov høgar prísir. Og hvat við SEV, sum eisini hevur methøgar prísir og tekur burtur av náttúruni. Og gera teir veruliga nakað sum munar á varandi orkuøkinum, tá ið samanum kemur?

Og hvat við politikarum, sum siga eitt og gera tað øvugta? Og hvat við bankastjórum, sum við milliónalønum eru við til at stuðla láni- og íløguvirksemi, sum avlagar  samfelagsbúskapin.  Og gott er nú hjá bankunum, at teir undir kreppuni kunnu tjena seg feitar av tænastugjøldum, – eitt nýtt og lukrativt slag av mikro-revenue.

Og er tað veruliga so, at færri posthús gera, at posttænastan kemur nærri brúkarunum? Sjálvandi skulu vit ikki gjalda fyri eina óneyðuga tænastu, men kann alt veruliga verða marknaðarstýrt, um ongin kapping er? Og hvat við tænastum, sum ikki kunnu veitast upp á marknaðartreytir? Kanska hevur Posta ikki skyldina, men tað undrar, at tað ikki skal loysa seg at bíleggja á interneti, tí at postgjaldið nú er farið til skýggja. Hetta merkir, at vit fáa ikki fyrimunir av kapping, og prísirnir her á landi eru sum kunnugt millum teir hægstu í heiminum.

Jú, gott er at hava fyrilit fyri bleytu virðunum, men tað krevur hart arbeiðið og eitt reiðiligt sinni at virka fyri teimum. Tað er avgjørt onki stuttligt í longdini við retorikki, sum bara gruggar.

1 comment so far

  1. mamma on

    ja, og TAKS og LÍV og so framvegis.
    Nei, mítt gamla eg sigur mær, at hetta møsnið um virðisgrundarlag er vegna politiska korrektheit, tí at hini gera tað og tað selur… Smb. oljulekan í Golfinum, sum sigur mær, at BP uttan iva hevur nógvar skínandi ætlanir og virði, men kortini oyðileggur grundarlagið hjá bæði dýrum og menniskjum.
    Ein effektivur máti at lulla okkum øll í svøvn við suttiklúti og narrisuttu…


Svara

Fill in your details below or click an icon to log in:

WordPress.com Logo

You are commenting using your WordPress.com account. Log Out /  Broyt )

Google photo

You are commenting using your Google account. Log Out /  Broyt )

Twitter picture

You are commenting using your Twitter account. Log Out /  Broyt )

Facebook photo

You are commenting using your Facebook account. Log Out /  Broyt )

Connecting to %s

%d bloggers like this: