Archive for mai, 2010|Monthly archive page

Vox populi

Sjónvarpið hjá Kringvarpinum hevur eina áhugaverda føroyska sending á skránni hóskvøld. Tey kalla sendingina Fólksins rødd, og hon verður sjálvandi endursend nakrar ferðir og kann eisini síggjast á netinum. Fólksins rødd er ein áhugaverd og ein eitt sindur øðrvísi sending. Her sleppa vanlig fólk kring landið at siga sína hjartans hugsan um ymisk almenn viðurskifti, sum røra seg millum fólk, sum tikið verður til í umrøðuni av sendingini.

Nú er tað sjálvandi ein treyt í sending sum hesari, at fólkini ikki eru skorin fyri tungubandið, hóast onkur teirra kortini er nóg so tungmæltur. Tað er jú fólksins rødd, sum skal lýsast í hesum sendingunum. Her er tað ikki elitan, sum skræðir seg, ikki viðmerkjarar og meiningsdannarar, sum við væl valdum orðum leggja tekstin út.
Nei, her eru tað fólk, sum liva fyri sínum meiningum, ið orðbera seg.
Og vit mugu rokna við, at fólkini eru vald út so, at tey umboða tað, sum rørir seg í fólkinum.

Eitt, sum tú beinanvegin leggur til merkis, tá tú hyggir eftir hesum sendingunum, er, at vanlig fólk hava ikki øll somu meiningar. Nú tekur sendingin upp viðkvom evni, sum tvídráttur er um, so tað sigur seg sjálvt, at so verða meiningarnar ymiskar. Og vóru fólkini eins og meintu øll tað sama, so var jú ongin sending. Á ein hátt kunnu vit siga, at her er talan er um eitt show, eitt slag av reality-sv, sum ber á brá at vera seriøst, men munurin á hesum sendingunum og øðrum meira populerum sendingum við ”vanligum” fólkum er, at hesi fólkini verða ikki kensluliga úrlatin og skulu ikki vísa nakað fram, og tað ger sendingarnar hugnaligar hjá teimum, sum ikki partú altíð skulu hava tju-bang.

Tað tykist sum leggja sendingarnar upp til, at fólksins rødd gongur í tveimum. Tað eru øðrumegin tey meira afturhaldssomu og hinumegin tey meira frísinnaðu. Eftir sendingini at døma, eru menn sum heild meira afturhaldssamir enn kvinnur, og býarfólk meira frísinnað enn bygdafólk.

Har eru tey, sum siga, at ongin skal siga teimum nakað. Tey leggja dent á frælsi og upplivingar, sum tey sjálvi velja. Nøkur halda, at sleppa tey ikki á cafe, ella á matstovu at eta pissa ella sushi, ja, so er onki at verða her til.
Onnur leggja dent á tað meira vanliga. Teimum dámar myndir, sum eru av onkrum, tey kenna. Hesi eta vanligan føroyskan mat, lurta eftir harmonikutónleiki, kika eftir fólki ella njóta útsiktina.
Øll eru tey kortini virkin, hvør á sín hátt. Summi fáast við list ella hava okkurt spennandi ítriv, sum onnur halda verða ónyttugt fjas. Summi eru nøgd við lítið, meðan onnur búgva í stásiligum borgum. Nøkur halda, at alt eigur at gevast leyst, meðan fleiri halda, at eftirlit og mørk eiga at vera. Tú skalt akta skaparan og ikki stinga trínið ov langt fram.
Er alt normalt, ella er greiður skilnaður millum tað, sum er normalt og tað, sum er ónormalt? Tað er svarið á hendan spurning, sum fólk eftir øllum at døma verða bólkað eftir.

Kanska er her talan um mentanarstríð.
Vit hava gomlu mentanina, sum vit syngja um á Ólavsøku. Um tey, sum í fjørðu fóru at skera tara har. Um vakrar moyggjar og knappar menn, sum kunna teirra gerning gera. Um tey, sum halda tað vera stuttligt at reka seyð, at kasta nót og halda snøri.
Og so hava vit nýggju mentanina, sum vit syngja um í nýggjari tónleiki, asfalt- ella proletarmentanina vil onkur kanska siga. Tey, sum dáma slíka mentan, eru tey, sum ikki tíma at sópa undan neytum ella kryvja seið, men heldur halda saman við teimum, sum víða hava farið og sum vita alt so væl, og sum eru lagalig í orð og í tal. Millum hesi eru eisini tey, sum nassa upp á statin, og sum skuldu fingið homluband um reyv. Kortini eru tað hesi, sum syngja harðast um gomlu mentanina og hava hana sum ítriv.

Men hesar sendingarnar prógva eisini, at tað er ikki bara svart og hvítt. Vanlig fólk kunnu saktans hava avgjørd sjónarmið, men duga kortini at síggja, at pláss skal eisini vera fyri øðrum sjónarmiðum. Og kanska er tað enntá so, at vanlig fólk eru nógv meira at sær komin, enn fleiri av okkara populistisku politikarum og teir prædikumenn, sum í mongum føri dyrka tápuligheit og afturhald.
Føroyingurin er, tá samanum kemur, eitt modernað og framkomið fólk.

Nú kundi tað sjálvandi verið stuttligt at spurt, hvønn vit meina við, tá ið vit tosa um vanlig fólk. Neyvan meina vit við tey kongiligu og kendu. Ganga rithøvundar og stjórar fyri at vera vanlig fólk, og hvat við rokskiparum og flogskiparum? Rekavætti og drankarar eru neyvan vanlig fólk, ella hvussu?

Sum viðurskifti ella tema er hetta við fólksins rødd áhugavert. Nógv verður granskað í hesum viðurskiftum í okkara grannalondum, men alt ov lítið í Føroyum. Tað snýr seg í veruleikanum um, hvussu mentan og samleiki verður til sum aftursvar upp á samfelagsligar og sosialar skipanir og tilgongdir. Og her kann vera talan um bæði tað lokala og tað alheimsliga, sum troðkar seg inn á lokala pallin. (Hoyrdi eg ikki onkran nevna internetið?)

Í føroyskum bókmentum hevur hetta tema verið viðgjørt í skemtiligum hami í bókini Feðgar á ferð eftir Heðin Brú og sum gamansleikur í bókunum Gamansleikur. Søgur úr Krabburð eftir Jens Paula Heinesen.

Ein áhugaverdur spurningur í hesum sambandi er, hvussu hesi mentanarligu frábrigdini, sum verða lýst í Fólksins rødd, ávirka politiska støðutakan ella førleikan at menna seg og sítt, tí mentan og samleiki standa ikki í stað. Vit hava enntá ein politiskan flokk, sum kallar seg Fólkaflokk, hvat so man liggja í tí navninum.
Tað er í hvussu er stórur áhugi fyri, hvat vanlig fólk halda. Tí annars var ongin grund til, at fólk sleppa at senda sms-boð til morgunsendingina Góðan morgun Føroyar, vit hava veljara- og gallupkanningar, og spinn (tað, sum fyrr kallaðist propaganda) hevur góðar dagar. Sonevndar Vox pop samrøður eru eisini gott tilfar í vikubløðum og enntá eisini í seriøsum miðlum. Sjáldan verða tey ráðandi, sum hava so stóran áhuga fyri, hvat vanlig fólk halda, kortini drigin til svars fyri, at tey (ella samfelagið) ikki klára ella vilja veita vanligum fólkum tær sømdir og tænastur, sum tey veruliga hava brúk fyri.

Spurningurin er eisini, hvussu vit takla alheimsgerðina og fáa hana at sampakka við eitt fjølbygt føroyskt samfelag, sum tryggjar øllum so jøvn kor og politiska ávirkan sum tilber.
Antin hetta skal gerast við betri skúla- og mentanartilboðum, fleiri almennum arbeiðsplássum, ítróttahallum ella tunnlum, er ein standandi spurningur. Bygdafólk tykjast ofta gloyma, at ein tunnil inn til meginøkið eisini hevur við sær, at handils- og mentanarlívið har mennist, meðan lokaløkini ganga aftur. Ella hví ikki hugsa stórt? Altjóða konserthús og listasavn úti á bygd, altjóða flogvallir, altjóða universitet – you name it.

Møguleikarnir at menna lokaløkini eru nógvir, men tað er tíverri ikki altíð teir, ið muna best, ið verða troyttir.

Sendingin Fólksins rødd ger so eitt. Hon fær okkum at skilja, at fólk eru ymisk í Føroyum, hóast hon ikki sigur okkum, hví so er.